KUNNGERÐ NR.58 FRÁ 13. SEPTEMBER 2004 UM UMSITING AV LÓG UM SAMSÝNING FYRI AT ANSA ELDRI OG ÓHJÁLPNUM HEIMA

Kunngerð nr. 58 frá 13.09.2004

Nr.58 13. september 2004

   Við heimild í § 2, stk. 3 í løgtingslóg nr. 64 frá 5. juni 1984 um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 28. apríl 2000, verður ásett:

Persónar, ið kunnu verða ansaðir við samsýning

   § 1. Eldri og óhjálpnir persónar eru persónar, ið eru óhjálpnir, hava fylt 67 ár og hava tørv á støðugari røkt og hjáveru.
   Stk. 2. Við tørvi á støðugari røkt og hjáveru sambært hesi kunngerð skal vegleiðandi skiljast, at tørvurin varir í minsta lagi 6 mánaðir.

Samsýningin

   § 2. Samsýning kann veitast til persón, ið átekur sær at ansa einum persóni sambært § 1.

   § 3. Samsýning verður bert veitt tí, ið ansar, fyri at ansa einum persóni sær.
   Stk. 2. Í serligum førum kann víkjast frá høvuðsregluni í stk. 1, t.d.
1.kann sami persónur ansa meir enn einum óhjálpnum, t.d. um talan er um hjún, sambúgvandi, systkin v.m. og
2.ein óhjálpin kann hava meir enn ein persón at ansa sær, men soleiðis at bert ásetta samsýningin verður útgoldin tilsamans.

   Stk. 3. Almannastovan ger ítøkuliga meting í hvørjum einstøkum føri sambært stk. 2, og um útgjaldast kann meir enn ein samsýning sambært stk. 2, nr. 1.

   § 4. Samsýningin er tann sama sum miðal fyritíðarpensjón fyri støk sambært almannapensjónslógini. Miðal fyritíðarpensjón er samansett av eini grundupphædd, eini viðbót og eini avlamisviðbót.
   Stk. 2. Samsýningin verður ásett og javnað sambært løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum.
   Stk. 3. Samsýningin er skattskyldug inntøka sambært skattalógini.

Treytir og krøv til tann, ið ansar

   § 5. Tann, ið ansar, skal vera likamliga og sálarliga førur fyri at átaka sær uppgávuna at ansa einum óhjálpnum.
   Stk. 3. Almannastovan metir, um tann, ið ansar, er førur fyri at átaka sær uppgávuna.

   § 6. Tann, ið ansar, skal vera um tann óhjálpna, soleiðis at viðkomandi fær ta neyðugu røktina og hjáveruna.

   § 7. Samsýningin er treytað av, at tann, ið ansar, ikki í størri mun átekur sær annað arbeiði.
   Stk. 2. Tann, ið ansar, kann í mesta lagi hava annað lønt starv í 20 tímar um vikuna.

   § 8. Í teimum førum, har tann, ið ansar, er til arbeiðis ella á annan hátt fráverandi, skal hann tryggja, at tann óhjálpni fær røkt og hjáveru í tann mun, tað er neyðugt í arbeiðstíðarskeiðnum.

Samsýningin heldur uppat

   § 9. Um tann óhjálpni doyr, verður útgjaldið av samsýningini steðgað frá 1. í mánaðinum eftir andlátið.
   Stk. 2. Um tann óhjálpni verður innlagdur á sjúkrahús ella uppiheldur sær á røktarheimi o.l. í meira enn ein mánaða, steðgar samsýningin.

Heimahjálp, dagumlætting m.v.

   § 10. Um heimahjálp verður veitt persóni, sambært § 32 A í forsorgarlógini, verður samsýning ikki veitt.
   Stk. 2. Tó kann samsýning veitast í serligum førum, t.d. um talan er um sera røktarkrevjandi persón, og heimahjálp ikki kann nøkta tørvin á røkt og hjáveru hjá viðkomandi.

   § 11. Samsýning kann veitast, hóast tann óhjálpni er til dagumlætting, dagtilhald v.m. upp til 20 tímar um vikuna.

Feria

   § 12. Tann, ið ansar, hevur rætt til feriu 5 vikur árliga, treytað av, at annar persónur er um tann óhjálpna.

Grundarlag fyri avgerðini

   § 13. Sum grundarlag fyri avgerðini um samsýning skal veitast, verður nýtt:
1.umsókn um samsýning,
2.læknaváttan, sum lýsir heilsustøðuna hjá tí eldra og óhjálpna og læknaváttan, ið lýsir heilsustøðuna hjá tí persóni, ið søkir um samsýning,
3.frágreiðing og tilráðing frá heimarøktini.

Gildiskoma

   § 14. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
   Stk. 2. Ásetingarnar í hesi kunngerð eru bert galdandi fyri umsóknir um ansingarsamsýning, ið eru latnar Almannastovuni, aftaná at kunngerðin er sett í gildi.

Almanna- og heilsumálaráðið 13. september 2004

Hans Pauli Strøm (sign.)

landsstýrismaður

/ Aibritt á Plógv (sign.)

 

 

 

Evnisskipað valmynd Stavraðað valmynd Tíðarskipað valmynd