KUNNGERÐ NR. 97 FRÁ 8. JULI 2003 UM NIÐURBERJING AV ILA (INFECTIOUS SALMON ANAEMIA, ISA)
Kunngerð nr. 97 frá 08.07.2003 '); document.writeln(''); } //-->
Nr. 97 8. juli 2003 Við heimild í § 5, stk. 5, §§ 6-7, 9-10, 13-14, § 39, stk. 1, og § 48, stk. 2, í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur (um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóraúrdráttum), verður ásett:
§ 1. Kunngerðin fevnir um niðurberjing av ILA (infectious salmon anaemia, ISA) hjá laksi, sílum og øðrum fiski.
§ 2. ILA er: ígerð (infektión) av laksafiski (Salmonidae) og øðrum fiski við ILA-virus, sum hoyrir til influensabólkin (Orthomyxoviridae).
Stk. 2. Illgruni um ILA-ígerð er: fiskur, ið hevur eitt ella fleiri av hesum sjúkueyðkennum:
1) bleikar táknir, bleikt hjarta (anæmi, lágt hæmatokritvirði), 2) hovna døkklitta livur og milt, 3) bløðingar í skræðu, eygnaholu, innari yrkisgøgnum (organer) og vøddalag, 4) gulligt til reydligt flot í búkholuni (ascites), 5) økt felli (fellið størri enn 0,5 promillu um dagin í eini fiskaeind), 6) skerdur matarlystur og óvanligt svimjingarlag.
Stk. 3. Grundaður illgruni um ILA-ígerð er: fiskur við einum ella fleiri av sjúkueyðkennunum í stk. 2, og har ein djóralækni ikki við vissu kann vísa á aðra orsøk enn ígerð við ILA-virus.
Stk. 4. Staðfest ILA-ígerð, sum skal vera váttað av landsdjóralæknanum, er:
1) fiskur við einum ella fleiri av sjúkueyðkennunum í stk. 2, og har víst er á ILA-ígerð ella andevni móti ILA-ígerð við starvstovukanning, 2) fiskur við einum ella fleiri av sjúkueyðkennunum í stk. 2, og har víst er á eyðkendar vevnaðar-mikroskopiskar broytingar, 3) fiskur, har víst er á ILA-virus ella andevni móti ILA-virus við starvstovukanning, 4) fiskur, sum stavar frá akvakulturbrúki, har ILA-ígerð er staðfest í øðrum fiski, sbr. 1.-3. pkt, og sum hevur eitt ella fleiri av sjúkueyðkennunum í stk. 2.
Stk. 5. Ikki staðfest ILA-ígerð, sum skal vera váttað av landsdjóralæknanum, er: fiskur úr eind, har ILA-virus og andevni móti ILA-virus ikki er funnið í minst tveimum royndum tiknar við einum mánaða ímillum.
Stk. 6. Akvakulturbrúk er: lívfiskastøðir, smoltstøðir ella alistøðir. Partar av sama akvakulturbrúki, sum hoyra til sama aliloyvi ella sama eigara kunnu, um hædd verður tikið fyri rakstrar-, flutnings-, topografiskum ella hydrologiskum viðurskiftum, verða roknað sum verandi sjálvstøðug akvakulturbrúk, um so er, at hesar treytir eru loknar, áðrenn eitt ILA-útbrot er staðfest:
1) partarnir av alibrúkinum á sjónum skulu verða riknir sum sjálvstøðug brúk við egnum fólki og útgerð og við egnum fóður- og eftirlitsbátum, 2) fjarstøðan millum partarnar av akvakulturbrúkinum á sjónum skal í minsta lagi vera 500 metrar, 3) støðirnar á landi hjá partunum av akvakulturbrúkinum skulu vera fysiskt atskildar.
Stk. 7. Ein eind ella fiskaeind er: fiskur av sama aldri og slekt, sum er í somu nót ella búri.
Stk. 8. Akvakulturvirki er:
1) sláturvirki til laks og virki, sum viðger akvakulturúrdráttir, 2) virki, sum flytir akvakulturdýr, fóður til akvakulturdýr ella akvakulturburturkast, 3) virki, sum framleiðir ella selur fóður til akvakulturdýr, 4) virki, sum umvælir amboð, sum hava verið í nýtslu á akvakulturbrúki.
Stk. 9. Embætisdjóralæknin er: landsdjóralæknin ella ein djóralækni, sum landsdjóralæknin hevur góðkent til at útinna viðkomandi uppgávu.Illgruni um ILA-ígerð
§ 3. Er illgruni um ILA-ígerð, skal eigarin ella hann, sum hevur ábyrgdina av rakstrinum av akvakulturbrúkinum, boðsenda djóralækna at fáa staðfest, um illgrunin er grundaður ella ikki.
Stk. 2. Til djóralæknin hevur staðfest, um illgrunin er grundaður ella ikki, skal eigarin ella hann, sum hevur ábyrgdina av rakstrinum av akvakulturbrúkinum síggja til, at:
1) óviðkomandi ikki hava atgongd til støðirnar hjá akvakulturbrúkinum, tað veri seg á landi ella á sjónum, 2) fiskur ikki verður fluttur til ella frá akvakulturbrúkinum, 3) fiskur frá akvakulturbrúkinum ikki verður slátraður, 4) fóður- og eftirlitsbátar á akvakulturbrúkinum ikki verða nýttir uttan fyri aliloyviøkið, 5) brúkt akvakulturútgerð ikki verður flutt frá akvakulturbrúkinum, 6) fótbúni og arbeiðsklæði hjá arbeiðsfólki á akvakulturbrúkinum verður sóttreinsað, 7) hjól á akførum, sum koma eftir deyðum fiski ella koma við fóðri til akvakulturbrúkið, verða sóttreinsað. Grundaður illgruni um ILA-ígerð
§ 4. Er grundaður illgruni um ILA-ígerð, skal boðsendi djóralæknin taka royndir úr akvakulturbrúkinum, har illgruni er um, at ILA-ígerðin er. Hetta fyri at staðfestast kann, um illgrunin er grundaður ella ikki.
Stk. 2. Úr fiskaeindum, har grundaður illgruni er um ILA-ígerð, skulu í minsta lagi hesar royndir verða tiknar:
1) hepariniseraðar blóðroyndir úr 10 fiskum, 2) avtrykkspræparat av nýra á Poly-L-Lysin coataði objektgløs úr 10 fiskum, 3) formalinfikseraðar royndir av livur, hjarta, nýra, pancreas og milt úr 10 fiskum, 4) royndir av nýravevnaði í transportmedium úr 10 fiskum.
Stk. 3. Av øðrum fiskaeindum skulu í minsta lagi hesar royndir verða tiknar:
1) hepariniseraðar blóðroynd úr 10 fiskum, 2) avtrykkspræparat av nýra á Poly-L-Lysin coataði objektgløs frá 10 fiskum.
Stk. 4. Allar royndir verða merktar við nummarinum á eindini og á fiskinum sjálvum. Eftir royndartøkuna skulu royndirnar verða goymdar kalt og skjótast gjørligt verða latnar embætisdjóralæknanum á fiskapatologisku kanningarstovuni á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.§ 5. Er grundaður illgruni um ILA-ígerð skal boðsendi djóralæknin skjótast gjørligt geva embætisdjóralæknanum á fiskapatologisku kanningarstovuni á Heilsufrøðiligu starvsstovuni frágreiðing gjøgnum telefon.
Stk. 2. Eftir at frágreiðing er givin um telefon, skal ein skrivlig frágreiðing verða send embætisdjóralæknanum á kanningarstovuni á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Skrivliga frágreiðingin skal geva upplýsingar um hesi viðurskifti:
1) navn, bústað og loyvisnummar á akvakulturbrúkinum, 2) fyri hvørja eind av fiski á akvakulturbrúkinum: a) tal á uppskornum (obduseraðum) fiski, b) hvat komið er framá undir uppskurðinum, c) skrásetta fellið (dagliga fellið 7 teir seinastu dagarnar og vikuliga fellið seinasta mánaðan), d) tal á fiski, vekt í miðal og samlaða biomassa, e) nær fiskurin er settur út, f) hvør útvegarin av fiskinum er/var, g) nær møguligur flutningur ella slakt av fiski úr viðkomandi eind er farin fram eins og navn á flutningsfelag, móttakara og sláturvirki. § 6. Er grundaður illgruni um ILA-ígerð skal boðsendi djóralæknin skjótast gjørligt geva eigaranum ella honum, sum hevur ábyrgdina av rakstrinum av akvakulturbrúkinum eini fyribils boð um, hvørji neyðug smittuavmarkandi tiltøk skulu setast í verk.
Stk. 2. Boðini um smittuavmarkandi tiltøk skulu fevna um:
1) forboð móti at fiskur verður fluttur til ella frá akvakulturbrúkinum, 2) forboð móti at fiskur á akvakulturbrúkinum verður slátraður, 3) forboð móti at fóður- og eftirlitsbátar hjá akvakulturbrúkinum sigla uttanfyri aliøkið hjá brúkinum, 4) forboð móti at brúkt akvakulturútgerð verður flutt til og frá akvakulturbrúkinum, 5) forboð móti at óviðkomandi hava atgongd til akvakulturbrúkið, íroknað forboð móti óviðkomandi sigling innanfyri aliøkið hjá akvakulturbrúkinum og krav um, at støðir hjá akvakulturbrúkinum á landi verða avbyrgdar fyri óviðkomandi ferðslu, 6) krav um at hjól á akførum, sum koma eftir deyðum fiski ella koma við fóðri til akvakulturbrúkið, verða sóttreinsað, 7) krav um at fótbúni og arbeiðsklæði hjá arbeiðsfólki á akvakulturbrúkinum verða sóttreinsað við jøvnum millumbilum, 8) onnur smittufyribyrgjandi tiltøk, har hædd verður tikin fyri aktuellu støðuni á akvakulturbrúkinum.
Stk. 3. Eigarin av akvakulturbrúkinum ella hann, sum hevur ábyrgdina av rakstrinum av brúkinum skal við undirskrift vátta, at hann hevur fingið boðini, sum nevnd eru í stk. 2. Avrit av boðunum við undirskrift eigarans skal verða sent embætisdjóralæknanum.Staðfest ILA-ígerð
§ 7. Er ILA-ígerð staðfest á einum akvakulturbrúki, verður brúkið sett undir veterinert eftirlit av embætisdjóralæknanum. Hesin gevur boð um, at neyðug smittuavmarkandi tiltøk verða sett í verk, sbr. § 9 í lógini. Hædd verður tikin fyri, hvussu útbreidd smittan er, og fyri rakstrar-, flutnings-, topografiskum ella hydrologiskum viðurskiftum.
§ 8. Er ILA-ígerð staðfest í einum akvakulturbrúki, skal eigarin ella hann, sum hevur ábyrgdina av rakstrinum av brúkinum, gera eina tíðarætlan fyri neyðslakting, framskundaða slakting og burturbeining av øllum fiski í akvakulturbrúkinum. Tíðarætlanin skal góðkennast av embætisdjóralæknanum.
Stk. 2. Tíðarætlanin skal fevna um:
1) neyðslakting av øllum slaktibúnum fiski, har ILA-ígerð er staðfest og fellið økt orsakað av ILA-ígerð. Neyðslakting skal vera byrjað í seinasta lagi 14 dagar eftir, at ILA-ígerð er staðfest í akvakulturbrúkinum, 2) framskundað slakt av øllum øðrum eindum av slaktibúnum fiski. Framskundaða slaktið skal verða framt í verki í seinasta lagi 6 mánaðar eftir, at ILA-ígerð er staðfest í akvakulturbrúkinum,
3) burturbeining av øllum eindum av ikki slakti-búnum fiski við staðfestari ILA-ígerð og øktum felli orsaka av ILA-ígerð. Farið skal verða undir burturbeiningina í seinasta lagi 14 dagar eftir, at ILA-ígerð er staðfest í akvakulturbrúkinum, 4) slakting av ikki ILA-fongdum, ikki slaktibúnum fiski tyngri enn 300 gram livandi vekt, kann verða útsett til fiskurin hevur rokkið eina handilsliga slaktivekt, 5) annar fiskur lættari enn 300 gram livandi vekt skal verða burturbeindur.
Stk. 3. Fiskur frá ILA-fongdari eind, sum ikki hevur klinisk sjúkutekin, kann verða nýttur til matna. Kliniskt sjúkur fiskur skal verða burturbeindur.
Stk. 4. Landsdjóralæknin kann framleingja ella stytta um tíðarfreistirnar í stk. 2, tá talan er um neyðslakt, framskundað slakt, útsett slakt og burturbeining. Hædd verður tikin fyri, hvussu útbreidd smittan er, fyri rakstrar-, flutnings-, topografiskum- ella hydrologiskum viðurskiftum á ILA-rakta brúkinum og fyri smittuvanda á øðrum akvakulturbrúkum í niðurberjingarøkinum.§ 9. Er ILA-ígerð staðfest í einum akvakulturbrúki, skal eigarin ella hann, sum hevur ábyrgdina av rakstrinum av brúkinum hvørja viku gera embætisdjóralæknanum eina frágreiðing um hvørja fiskaeind sær. Hendan skal fevna um:
1) dagliga skrásettað fellið, 2) fiskanøgd, vekt í miðal og samlaða biomassan í hvørjari fiskaeind, tá vikan er úti, 3) eitt yvirlit yvir neyðslakt, framskundað slakt og burturbeining av fiski, sum er gjørt í vikuni. Tal og nøgd av fiski skal verða viðmerkt, sbr. § 8. § 10. Regluligt eftirlit skal vera við akvakulturbrúki, har ILA-ígerð er staðfest. Hetta verður framt av embætisdjóralæknanum, og skal hann koma á staðið 2-4 ferðir um mánaðin, til allur fiskur er slaktaður ella burturbeindur.
Stk. 2. Eftirlitið hjá embætisdjóralæknanum við ILA-fongdum akvakulturbrúki skal fevna um:
1) uppskurð av 10 sjálvdeyðum ella avlívaðum fiskum frá fiskaeind við øktum felli, 2) møguliga tøku av ískoytisroyndum av fiski til starvstovukanning, 3) eina møguliga endurskoðan av tíðarætlanini í § 8 fyri neyðslakt, framskundað slakt, útsett slakt og burturbeining. Fyrilit skal verða tikið fyri ILA-smittuni og fellinum í teim ymisku fiskaeindunum, 4) eftirlit við at smittuavmarkandi tiltøkini í § 7 eru nøktandi fylgd. § 11. Flutningur og slakt av fiski frá akvakulturbrúki við staðfestari ILA-ígerð til laksasláturvirki skal einans verða gjørt eftir skrivligum loyvi frá embætisdjóralæknanum.
Stk. 2. Flutningur uttanfyri aliøkið hjá akvakulturbrúkinum skal lúka hesar treytir:
1) flutningur við brunnbáti skal altíð fara fram við afturlatnum botnventilum, 2) flutningur við lastbili skal fara fram uttan at flutningsvatn verður spilt, 3) flutningsvatn skal verða uppsamlað og sóttreinsað, áðrenn tað verður leitt út, 4) fiskur frá ILA-rakta brúkinum skal ikki verða settur út í ringar á sjónum frammanfyri einum laksasláturvirki.
Stk. 3. Flutningur innanfyri aliøkið hjá akvakulturbrúki skal lúka hesar treytir:
1) deyður fiskur skal verða tikin upp fleiri ferðir dagliga um neyðugt, 2) deyður fiskur skal beinanvegin verða koyrdur í tættar kassar, sum ikki hava frárensl,og síðan verða fluttur til landbasuna uttan at tað rennur niður, 3) dekkið á bátinum, sum samlar deyða fiskin upp, skal vaskast og sóttreinsast afturvendandi, 4) deyði fiskurin skal verða malin og sýruviðgjørdur til pH<3,7 og verða goymdur í tøttum tanga á landbasuni í minsta lagi 24 tímar áðrenn víðari flutning, 5) malingin og viðgerðin av deyða fiskinum skal fara fram á hóskandi, avbyrgdum øki á landbasuni. Undirlagið á økinum skal vera fast, slætt og lætt at vaska, og frárensluvatn skal verða samlað upp, 6) ensilagan av deyða fiskinum skal ikki verða flutt av landbasuni, fyrr enn skrivligt loyvi er fingið til tess frá embætisdjóralæknanum. § 12. Tá fiskur frá akvakulturbrúki við staðfestari ILA-ígerð verður slaktaður, skal embætisdjóralæknin fremja slátureftirlit í minsta lagi 2 ferðir um mánaðin fyri at tryggja sær, at fiskur við kliniskum sjúkueyðkennum ikki verður nýttur til matna.
Stk. 2. Slátureftirlitið skal fevna um:
1) vegleiðing til fólkið, sum slátrar fiskin, um hvussu fiskur, fongdur við ILA ella aðrari smittu, verður skildur frá, 2) eftirlit við handfaring av flutnings-, blóð- og frárensluvatni eins og sláturburturkasti.
Stk. 3. Hvørja ferð byrjað verður at slakta fisk frá nýggjari eind, skal slátureftirlitið fevna um:
1) uppskurð (við hond) av tilvildarliga valdari stakroynd av 100 fiskum - hetta fyri at skráseta prævelensin av ILA og øðrum sjúkum, 2) møguliga úttøku av royndum til starvsstovukanning. § 13. Veterinera eftirlitið við akvakulturbrúki við staðfestari ILA-ígerð verður at halda fram til hesi tiltøk eru sett í verk:
1) tøka og/ella burturbeining av øllum fiski, 2) fylgjandi reingerð og sóttreinsan av allari nýttari akvakulturútgerð og av landstøðini hjá akvakulturbrúkinum. Hetta skal verða gjørt eftir leiðbeining embætisdjóralæknans, 3) brakklegging av akvakulturbrúkinum í minsta lagi 6 mánaðir.
Stk. 2. Landsdjóralæknin kann leingja ella stytta um brakkleggingartíðarskeiðið. Hædd verður tikin fyri, hvussu útbreidd smittan er, fyri rakstrar-, flutnings- topografiskum- ella hydrologiskum viðurskiftum á ILA-rakta brúkinum og fyri smittuvanda á øðrum akvakulturbrúkum í niðurberjingarøkinum.Niðurberjingarøki
§ 14. Rundanum akvakulturbrúk við staðfestari ILA-ígerð skal ein niðurberjingarsona setast í verk, ið skal fevna um øll akvakulturbrúk og akvakulturvirki. Hvussu stórt økið skal verða, verður ásett av Landsdjóralæknanum við atliti til, hvussu víðfevnd ILA-smittan er, smittuvanda eins og rakstrar-, flutnings-, topografiskum- og hydrologiskum viðurskiftum.
Stk. 2. Embætisdjóralæknin kann áleggja neyðug smittufyribyrgjandi tiltøk sett í verk í niðurberjingarøkinum, sbr. § 9 í lógini - hetta við atliti til hvussu víðfevnd smittan er og rakstrar-, flutnings-, topografiskum- ella hydrologiskum viðurskiftum.§ 15. Við øktum felli av fiski í akvakulturbrúki í niðurberjingarøki, skal eigarin ella hann, sum hevur ábyrgdina av rakstrinum, venda sær til djóralækna beinanvegin.
§ 16. Eigarin, ella hann, sum hevur ábyrgdina av rakstrinum av akvakulturbrúki í niðurberjingarøki, skal gera eina tíðarætlan fyri tøku av øllum eindum av fiski. Ætlanin skal verða góðkend av embætisdjóralæknanum.
§ 17. Eigarin, ella hann, sum hevur ábyrgdina av rakstrinum av akvakulturbrúki í niðurberjingarøki, skal eina ferð um vikuna senda eina frágreiðing til embætisdjóralæknan. Fyri hvørja fiskaeind í viðkomandi akvakulturbrúki, skal frágreiðingin fevna um:
1) fellið farnu vikuna, 2) tal av fiski, samlaða vekt og samlaða biomassan, 3) tal og vekt av fiski, sum er slaktaður farnu vikuna. § 18. Djóralækni skal vitja øll akvakulturbrúk í niðurberjingarøkinum í minsta lagi 2 ferðir um mánaðin.
Stk. 2. Fyrsta vitjanin á einum akvakulturbrúki, eftir at niðurberjingarøkið er upprættað, skal fevna um:
1) uppskurð og tøku av royndum frá 10 sjálvdeyðum ella avlívaðum fiskum frá øllum eindum við øktum felli, sbr. § 4, stk. 2, 2) eina gjøgnumgongd av smittufyribyrgjandi tiltøkum á akvakulturbrúkinum og ávísing av møguligum manglum í hesum sambandi.
Stk. 3. Seinni vitjanir skulu fevna um:
1) uppskurð av 10 sjálvdeyðum ella avlívaðum fiskum frá øllum eindum við øktum felli, 2) eina meting av um smittufyribyrgjandi tiltøkini á akvakulturbrúkinum eru nøktandi.
Stk. 4. Eftir hvørja vitjan skal djóralæknin senda embætisdjóralæknanum eina eftirlitsfrágreiðing.§ 19. Smoltstøðir í niðurberjingarøkinum skulu ikki nýta sjógv ella fekst vatn úr áum, har anadromur fiskur svimur niðan.
Stk. 2. Embætisdjóralæknin kann geva undantaksloyvi til reglarnar í stk. 1, tá nøktandi tiltøk eru gjørd fyri at sóttreinsa vatnið, sum nýtt verður.§ 20. Ikki er loyvt at seta fisk út í akvakulturbrúk í niðurberjingarøkinum, fyrr enn allur fiskur í øllum akvakulturbrúkum í niðurberjingarøkinum er slaktaður, og akvakulturbrúkini hava verið brakkløgd í minsta lagi 1 mánað.
Stk. 2. Landsdjóralæknin kann leingja ella stytta um brakkleggingartíðarskeiðið. Hædd verður tikin fyri, hvussu útbreidd smittan er, fyri rakstrar-, flutnings-, topografiskum- ella hydrologiskum viðurskiftum á ILA-rakta brúkinum og fyri smittuvanda á øðrum akvakulturbrúkum í niðurberjingarøkinum.Eftirlitsøki
§ 21. Rundanum niðurberjingarøkið skal ein eftirlitssona verða sett í verk, sum fevnir um øll akvakulturbrúk. Hvussu stórt økið skal verða, verður ásett av Landsdjóralæknanum við atliti at, hvussu víðfevnd ILA-smittan er, smittuvanda eins og rakstrar-, flutnings-, topografiskum og hydrologiskum viðurskiftum.
§ 22. Øll akvakulturbrúk í eftirlitsøkinum skulu kannast av einum djóralækna í minsta lagi 1 ferð um mánaðin.
Stk. 2. Eftirlit djóralæknans í akvakulturbrúki í eftirlitsøkinum skal fevna um:
1) uppskurð av 10 sjálvdeyðum ella avlívaðum fiskum frá øllum eindum við øktum felli, 2) eina meting av, um smittuavmarkandi tiltøkini á akvakulturbrúkinum eru nøktandi.
Stk. 3. Eftir hvørt eftirlit skal djóralæknin senda eina eftirlitsfrágreiðing til embætisdjóralæknan.Gjald og endurgjald
§ 23. Eigarin av akvakulturbrúkinum rindar fyri eftirlit og vitjanir hjá embætisdjóralæknanum.
Stk. 2. Eigarin rindar fyri starvsstovukanningar eftir takstum, sum starvsstovan hevur.
Stk. 3. Eigarin rindar fyri eftirlit og vitjanir hjá einum praktiserandi djóralækna eftir takstum, sum viðkomandi djóralækni hevur.Revsireglur
§ 24. Við bót verður tann revsaður, sum:
1) brýtur reglarnar í § 3, § 8, stk. 1-3, § 9, § 11, §§ 15-17, § 19, stk. 1, § 20, stk. 1, 2) ikki fylgir boðunum í § 6, stk. 2 og 3, § 14, stk. 2. Gildiskoma
§ 25. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 98 frá 12. juni 2001 um niðurberjing av ILA (Infectious Salmon Anaemia, ISA).Vinnumálaráðið, 8. juli 2003
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður
/ Arne Poulsen (sign.)