KUNNGERÐ NR. 66 FRÁ 13. JUNI 2002 UM BROYTING Í KUNNGERÐ UM STUDENTASKÚLAR OG STAKGREINALESTUR Á STUDENTASKÚLASTIGI (STUDENTASKÚLAKUNNGERÐIN)
Kunngerð nr. 66 frá 13.06.2002 '); document.writeln(''); } //-->
- Fylgiskjal 22 Sálarfrøði
- Fylgiskjal 27 Teldufrøði
- Fylgiskjal 5 Enskt
- Fylgiskjal 26 Søga við samfelagskunnleika
- Fylgiskjal 36 Útbúgvingar- og yrkisvegleiðing
Nr. 66 13. juni 2002 § 1
Í kunngerð nr. 102 Kunngerð um studentaskúlar og stakgreinalestur á studentaskúlastigi (Studentaskúlakunngerðin) frá 26. juni 2001 verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 5, stk. 2 verður sett: "Pultstímatalið í vællærugreinum á miðstigi er 140 um árið".
2) Í § 13, stk. 5, 1. pkt. verður " - tó í fyrsta lagi 10. september - " strikað.
3) Í staðin fyri fylgiskjal 5, Enskt (Juli 1996) verður sett fylgiskjal 5, Enskt (Mai 2002)
4) Í staðin fyri Fylgiskjal 22, Sálarfrøði (Juli 1996) verður sett Fylgiskjal 22, Sálarfrøði (Februar 2002).
5) Í staðin fyri Fylgiskjal 26, Søga við samfelagskunnleika (Juli 1996) verður sett Fylgiskjal 26, Søga við samfelagskunnleika (Mai 2002)
6) Í staðin fyri Fylgiskjal 27, Teldufrøði (Juli 1996) verður sett Fylgiskjal 27, Teldufrøði (Mars 2002).
7) Í staðin fyri fylgiskjal 36, Útbúgvingar- og yrkisvegleiðing (Juli 1996) verður sett fylgiskjal 36, Útbúgvingar- og yrkisvegleiðing (Mai 2002). § 2
Stk.1. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Næmingar, sum í skúlaárinum 2001/2002 í sálarfrøði hava lisið sambært Fylgiskjali 22, Sálarfrøði (Juli 1996) fara á sumri 2002 til próvtøku sambært ásetingunum í fylgiskjali 22 (Juli 1996).Mentamálastýrið, 13.juni 2002
Annlis Bjarkhamar, (sign.)
landsstýrismaður
/Petur Petersen, (sign.)
Fylgiskjal 22
Mars 2002
Sálarfrøði
C-stig
Endamál
1. Endamálið er:
a) at savna og skipa vitan um hugsan, kenslur og atferð menniskjans. b) at skilja sálarligu menningina út frá ymiskum ástøðum og kanningarháttum við at lýsa ymiskar og broyttar menningarumstøður, ið geva eina fjøltáttaða fatan av menningarorsøkum, og c) at nýta sálarfrøðiligu ástøðina til at skilja nútíðarmenniskjað. Undirvísingin
2.1 Undirvísingin byggir á sálarfrøðina sum kunnleikalærugrein, ið er vísindaliga undirbygd. Í sálarfrøðini fæst størri innlit í, hvussu fjøltáttað menninskjað er, og hvussu normalitetshugtakið verður fatað, og gjøgnum arbeiðið við ymiskum sálarfrøðiligum ástøðum fáa næmingarnir royndir í, hvat tey ymisku ástøðini kunnu greina, og hvør menniskjafatan liggur aftanfyri.
2.2 Við fjølbroyttum úrvali av tilfari, ástøðum og háttaløgum er málið við undirvísingini, at næmingarnir
a) fáa sær vitan um sálarligu menning menniskjans, m.a. verða samleiki, tilvitan og atferð viðgjørd, b) fáa kunnleika um munir og broytingar í menningini og vera førir fyri at seta hetta inn í størri høpi bæði søguliga og mentanarliga, c) fáa kunnleika um høvuðsmunir millum sálarfrøðiligar ástøðisskipanir, háttaløg og menniskjaáskoðanir og duga at nýta henda kunnleika, d) menna evni síni at lýsa, greina og meta um sálarfrøðilig greiðsluevni og at nýta tey sálarfrøðiligu hugtøkini, e) læra at seta sálarfrøðiliga vitan í samband við dagligu tilveruna. Innihaldið í undirvísingini
3.1 Undirvísingin fevnir um kravdu økini menningarsálarfrøði, samspælssálarfrøði og ymiskleikasálarfrøði Hon skal eisini fevna um m.a. ástøði, sum taka støði í psykodynamiskari og kognitivari sálarfrøði. Samspælssálarfrøðiligar tilgongdir verða tiknar við.
Undirvísingin kann skipast í evni, so at ymisk evni kunnu lýsast úr fleiri sjónarhornum.
Undirvísingin gevur breiða ástøðiliga vitan um sálarligu menning menniskjans. Dentur verður lagdur á eitt lívsskeið.
Undirvísingin skal viðgera ymisk sløg av samspæli og týdningin av tilætlaðum og ótilætlaðum tilgongdum, t.d. í familjuni og á arbeiðsplássinum.
Undirvísingin skal viðgera, á hvønn hátt sálarfrøði lýsir, hvussu ymiskt menniskju búnast/mennast, og hvussu menningin hjá tí einstaka menniskjanum broytist. M.a. skal týdningurin av sambandinum millum persónligan og mentanarligan samleika og millum knappligar kreppur og persónliga menning viðgerast.
3.2 Lisnar verða einar 275-325 síður.
Próvtøkan
4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka.
5.1 Til munnligu próvtøkuna er fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 næmingar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
5.2 Próvtøkupensum fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er 225-250 síður av lisna pensuminum.
5.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensumið tað sama sum lesipensum.
5.4 Próvtøkuspurningar verða settir í tilknýti til útflýggjaða tilfarið, sum ikki hevur verið nýtt í undirvísingini, men sum tó er um somu evni. Fylgiskjøl skulu hava kelduávísing. Einstøku próvtøkuspurningarnir skulu hava í sær undirspurningar, til tess at próvtakarin fær høvi at sýna hegni sítt á ymsum stigum.
5.5 Í dømingini verður dentur lagdur á, hvussu próvtakarin í eini fakligari samrøðu megnar
a) at greiða frá sálarfrøðiligum spurningum, b) at bera fram sína vitan og hugsanarhátt við sálarfrøðiligum hugtøkum, c) at greina spurningarnar við sálarfrøðiligum ástøði og háttalag, d) at samanbera og skifta orð um sálarfrøðilig ástøði, sum hava tilknýti til útflýggjaða spurningin, og e) at seta spurningin inn í eitt størri høpi.
6. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður ásett við støði í eini heildarmeting.
Studentaskúlakunngerðin
Fylgiskjal 27
Mars 2002
Teldufrøði
C-stig
Endamál
1.1 Næmingarnir skulu arbeiða við hugtøkum og háttaløgum, ið eru grundleggjandi fyri at skilja og taka lut í broytingini og menningini innan kunningartøknina.
1.2 Næmingarnir skulu arbeiða við almennum prinsippum, háttaløgum og teknikkum, ið eru felags fyri alla kunningartøknina og ta fjølbroyttu nýtsluna av henni. Ástøðiliga innihaldið fevnir um hugtøkini kunning, bygnað, tilgongd og frymil.
1.3 Í teldufrøði nýta næmingar hugtøk og háttaløg, sum hoyra til lærugreinina, tá ið tey arbeiða við ítøkiligum greiðsluevnum. Tað er eitt eyðkenni fyri lærugreinina, at hon setir krøv til samstarvsevni, abstraktión og skapanarevni.
Undirvísingin
2. Næmingurin skal
a) fáa teldufrøðiligt innlit, ið fevnir um verkligt fimi, ástøðiliga fatan og almenna vitan, b) verða førur fyri at nýta teldufrøðilig hugtøk fyri at lýsa og skilja kunningarviðgerð, c) verða førur fyri at orða seg skrivliga og munnliga um teldufrøðilig evni, d) verða førur fyri at nýta síni skapanarevni og hugfarsevni í arbeiðnum við teldufrøðiligum greiðsluevnum, e) verða førur fyri at kenna og nýta teldufrøðilig háttaløg fyri at loysa ymiskar uppgávur, f) duga at skipa, formfesta og gera myndlar og verða førur fyri at nýta hetta til ítøkiligar uppgávur, g) verða førur fyri at seta í verk tær gjørdu myndlarnar við hjálp av amboðsforritum og almennum forritingsmáli, h) fáa kunnleika til grundleggjandi algoritmur og dátubygnaðir, i) fáa kunnleika til dømir um principiellar avmarkingar í nýtslu av teldum og j) fáa skil fyri teimum grundleggjandi bygnaðarhættum og tilgongdum í teldum og teldunetverkum. Innihaldið í undirvísingini
3.1 Tað yvirskipaða innihaldið í undirvísingini fevnir um hugtøkini kunning, bygnað, tilgongd og myndil. Undirvísingin fevnir um tey 4 høvuðsøkini, ið lýst eru niðanfyri.
3.2 Greiðsluevnisloysn
Undirvísingin í hesum økinum fevnir um evnini
a) formfesting b) myndlahugtakið c) algoritmur d) verkseting Næmingarnir skulu fáast við eina arbeiðstilgongd, har teir skulu duga at skipa og formfesta eitt ávíst greiðsluevni og síðani duga at nýta tað í einum amboðsforriti ella einum hægri forritingsmáli.
3.3 Forritan
Undirvísingin í hesum økinum fevnir um evnini
a) grundleggjandi algoritmur b) brigdlar og týpuhugtakið c) dátubygnaðir d) eftirkanningarbygnaðir e) modularisering f) syntaks og semantikk g) objekt, eginleikar, háttaløg og hendingar. Undirvísingin skal gera næmingarnar førar fyri at gera vælskipað forrit í einum hægri forritanarmáli. Næmingarnir skulu arbeiða við einum avmarkaðum kjarna av einum almennum forritanarmáli og læra syntaks og semantikk fyri avvarðandi kjarna av forritanarmálinum. Næmingarnir skulu í lýsandi dømum arbeiða við dátubygnaðum og grundleggjandi algoritmum. Harumframt skulu næmingarnir fáa kunnleika um greiðsluevni, har ein algoritmisk lýsing av mannagongd til eina loysn í høvuðsheitinum er ógjørlig og fáa kunnleika um dømi, har greiðsluevnið í roynd og veru er.
3.4 Bygnaðurin í telduni
Undirvísingin í hesum økinum fevnir um evnini
a) virtuel maskinstig og skipanarforrit b) dualitet millum forrit og dátu c) netverk og netverkssamskifti d) netverksprotokollir og lagskipan av teimum. Undirvísingin skal geva næmingunum eina fatan av, hvussu teldan grundleggjandi virkar. Næmingarnir skulu kunnast um tey týdningarmestu systemforritini og um samspælið teirra millum. Næmingarnir skulu kenna til eina einfalda, grundleggjandi myndil av eini teldu. Undirvísingin skal lýsa ta altfevnandi meginregluna aftanfyri mátanum, sum teldan virkar uppá, og viðgera samanspælið millum tey ymisku maskinstigini. Næmingarnir skulu skriva einføld forrit á maskinmálsstigi í samsvari við ta nýttu myndlina, og teir skulu fáa skil á dualitetinum millum forrit og dátu. Næmingarnir skulu fáa skil á tí lagbýta bygnaðin hjá netverksprotokollum, og hugtøkini klient/ambætari skulu lýsast við nøkrum dømum.
3.5 Valfrítt evni
Evnið fevnir um umleið 15 pultstímar, ið verður skipað sum ein serskild arbeiðsgongd, har næmingarnir hvør sær ella í bólkum viðgera eitt valfrítt evni. Evnini, sum næmingarnir velja, skulu góðkennast av læraranum fyri at tryggja, at tey eru fakliga viðkomandi og egnað.
3.6 Sum partur av undirvísingini skrivar hvør næmingur 4 frágreiðingar. Hesar skulu breitt fevna um evni, so tey 3 økini greiðsluevnisloysn, forritan og maskinbygnaður eru umboðað. Arbeiðið við hvørjari frágreiðing sær skal í hvørjum einstøkum føri svara til undirvísing í 5-8 pultstímar, íroknað vanliga fyrireikingartíð. Næmingar kunnu svara uppgávum og gera frágreiðingar einsæris ella í smærri bólkum við í mesta lagi 4 næmingum. Lærarin rættar og ger viðmerkingar til frágreiðingarnar. Undirvísingin fevnir harumframt um smærri venjingaruppgávur.
3.7 Lisnar verða einar 180-200 síður. Tær 4 frágreiðingarnar telja við í hesum síðutali, tó í mesta lagi við 10 síðum fyri hvørja frágreiðing.
Próvtøkan
4. Hildin verður ein munnlig próvtøka.
5.1. Til munnligu próvtøkuna er fyrireikingartíðin umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 næmingar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
5.2 Próvtøkupensum er 110-130 síður, íroknað í minsta lagi 3 av teimum 4 frágreiðingunum. Tær frágreiðingar, sum verða givnar upp, telja við í próvtøkupensum, tó við í mesta lagi 10 síður fyri hvørja frágreiðing. Um ein bólkafrágreiðing er partur av próvtøkupensum, geva allir næmingarnir í bólkinum upp ta samlaðu frágreiðingina. Tey trý økini greiðsluevnisloysn, forritan og maskinbygnaður skulu verða umboðað í próvtøkupensum.
5.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum. Tær 4 frágreiðingarnar verða taldar uppí við teirra síðutali, tó í mesta lagi 10 síður fyri hvørja frágreiðing. Sum fylgiskjal til pensumuppgevingarnar skulu sjálvlesandi fyri hvørja frágreiðing leggja eina síðu, sum lýsir innihaldið av frágreiðingini. Pensumuppgevingarnar hjá sjálvlesandi kunnu ikki góðtakast, um hesar 4 síðurnar um frágreiðingarnar ikki eru lagdar hjá.
5.4 Til próvhoyringina verður settur ein spurningur, ið vísir aftur til eitt tilfarsøki/evni í próvtøkupensum. Hevur próvtakarin gjørt eina frágreiðing, har evnið liggur innan fyri próvtøkuspurningin, verður frágreiðingin vanliga tikin við í próvhoyringina. Tann einstaki próvtøkuspurningurin verður orðaður við einari evnisyvirskrift, og verður harumframt greinaður við undirspurningum ella leiðorðum, ið kunnu vegleiða próvtakaran. Fylgisskjøl kunnu verða løgd við próvtøkuspurninginum, men tað skal greitt tilskilast, um tilfarið verður tikið uppí próvhoyringina, ella um próvtakarin sjálvur ger av, um hann brúkar tað. Fylgisskjølini skulu ikki vera so háttað, at próvtakarin heldur grund vera fyri at brúka fyrireikingartíðina til beinleiðis at loysa uppgávur.
5.5 Avtala verður gjørd millum valbólk og lærara um nýtslu av teldu í sambandi við próvtøku. Verður avrátt at brúka teldu, skal ein telda vera tøk bæði í fyrireikingar- og próvtøkuhølinum. Nýtsla av telduni má einans fevna um ein minni part av próvtøkuhoyringini. Bæði próvtakari og próvhoyrari kunnu draga telduna inn í próvhoyringina. Meðan próvtøkan fer fram, sær próvhoyrarin til, at eingin óviðkomandi brúkari hevur atgongd til teldurnar, sum verða brúktar í fyrireikingini og til próvhoyringina.
5.6. Í próvdømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin
a) kann samansjóða verkligt fimi og ástøðiliga fatan,
b) dugur at nýta teldufrøðilig hugtøk fyri at lýsa og skilja kunningarviðgerð,
c) hevur kunnleika til og kann nýta teldufrøðilig háttaløg,
d) er førur fyri at geva víðari sína vitan og hugsanarhátt um teldufrøðilig evni,
e) hevur fatan fyri teimum grundleggjandi bygnaðunum og tilgongdunum í telduni,
f) hevur vitan um skipan/bygnað, formalisering og modellering og kann brúka hugtøkini,
g) hevur vitan um at nýta myndlar í amboðsforriti og almenum forritanarmáli og kann brúka hesa vitan.
6. Givið verður 1 próvtal við støði í einari heildarmeting.
Studentaskúlakunngerðin
Fylgiskjal 5
Mai 2002
Enskt
Málslig deild
Kravt stig
B-stig
Endamál
1. Endamálið er,
a) at næmingarnir framhaldandi menna evnini at skilja og brúka enska málið í talu og skrift, b) at næmingarnir menna almennu máltilvitskuna og fatanina av sambandinum millum mál og mentan, c) at næmingarnir fáa førleika at greina og tulka tekstir á enskum máli, d) at næmingarnir gjøgnum arbeiði við tekstunum fáa innlit í týðandi tættir av mentan, søgu og samfelagslívi í Stóra Bretlandi og USA, og í ávísan mun í øðrum ensktmæltum økjum, e) at næmingarnir verða førir fyri at skilja líkskap og munir millum teirra egna sannroyndarheim og tann heim, sum teir koma fram á í tekstum á enskum máli. Undirvísingin
2.1 Málførleiki næminganna verður fyrst og fremst mentur í sambandi við tekstlestur, skrivligt arbeiði og tilognan av enskari mállæru. Meginreglan er, at undirvísingin fer fram á enskum.
2.2 Fyrst og fremst verða lisnir tekstir, sum eru grundleggjandi fyri fatanina av týdningarmiklum spurningum í bretskari og amerikanskari mentan í einum søguligum og nútíðarligum høpi. Í sambandi við lestur av teimum einstøku tekstunum skulu næmingarnir nema sær vitan um søgulig, geografisk, mentanarlig og samfelagslig viðurskifti í so stóran mun, at tekstlesturin fær dýpd og frásjón.
2.3 Teir lisnu tekstirnir skulu greinast og tulkast á enskum í samsvari við málsliga førleikan hjá næmingunum. Næmingarnir skulu læra at brúka hóskandi lesihættir, eitt nú nágreiniliga lesing, yvirlitslesing og leitan eftir upplýsingum. Undirvíst verður í notatteknikki og í at brúka orðabøkur. KT er partur av undirvísingini.
2.4 Evnini at málbera seg skrivliga verða serstakliga ment við at svara skrivligum uppgávum av ymiskum slagi og í ymiskum vavi, m.a. í sambandi við tekstlesturin.
2.5 Arbeitt verður miðvíst við at økja um málsliga førleika næminganna og vitan teirra um enska mállæru, merkingarfrøði (semantikk) og í minni mun stílfrøði (stilistikk) og málnýtslureglur.
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Lesipensum fevnir um uml. 500 normalsíður av ótillagaðum teksti á ymiskum torleikastigum, herundir tekstir frá fyri 1900 og tekstir frá seinastu 10 árunum. Umframt bretskar og amerikanskar tekstir verða tekstir lisnir frá í minsta lagi einum øðrum enskttalandi øki.
3.2 Lisið verður eitt fjølbroytt úrval av fagurbókmentum: Skaldsøga, stuttsøga, yrkingar og sjónleikur skulu vera umboðað. Umframt hetta verður lisið eitt tal av yrkistekstum av ymiskum slagi og á ymiskum torleikastigi, t.d. greinar í yrkistíðarritum, ævisøgur, samrøður og ritroyndir. Lisnir verða eisini tekstir um náttúruvísindi og tøknifrøði. 2 heil verk skulu vera partur av pensum.
3.3 Lesipensum verður lagt soleiðis til rættis, at tað fevnir um 3 serliga lisin evni, hvørt vanliga 3-6 tekstir í vavi. Eitt evni kann t.d. vera eitt tekstslag ella ein fjølmiðil, ein týðandi mentanarligur, sosialur ella politiskur spurningur, eitt tíðarskeið, eitt bókmentaligt tema ella eitt ritverk. Í minsta lagi eitt evni skal viðgerast úr søguligum sjónarhorni.
3.4 Tekstir, sum verða bornir fram gjøgnum aðrar miðlar enn teir prentaðu, skulu vera partur av lesipensum. Hvør pultstími, sum verður brúktur til arbeiði við slíkum tekstum, telur 2 normalsíður av lesipensum. Hetta tilfar kann fevna um í mesta lagi 10% av lesipensum.
3.5 Skrivliga arbeiðið fer fram lutvíst heima og lutvíst í flokkinum. Skrivliga heimaarbeiðið fevnir um 15 fríar uppgávur á 2-4 síður og 29 uppgávur á 1-2 síður. Tá ið skrivligar uppgávur verða latnar næmingunum aftur, fáa teir vegleiðing bæði í felag og einsæris.
3.6 Undirvísingin í mállæru og málnýtslureglum fer lutvíst fram gjøgnum málsligar venjingar og uppgávur, lutvíst í sambandi við skrivliga heimaarbeiðið og tekstlesturin.
Próvtøkan
4. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.
5.1 Munnliga próvtøkan fevnir um próvhoyring í einum lisnum og einum ólisnum teksti. Til tann lisna tekstin er fyrireikingartíðin umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
5.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp eitt nágreiniliga lisið úrval av lesipensum á 125 normalsíður, sum umboðar lutvíst tey 4 fagurbókmentasløgini og yrkisbókmentir, lutvíst tey serliga lisnu evnini og tekstirnar frá fyri 1900, umframt tekstirnar frá teimum seinastu 10 árunum og tey longru, heilu verkini. Eingin einstakur tekstur má telja meira enn 20 normalsíður. Einans tekstir í prentaðum líki kunnu vera partur av próvtøkupensum.
5.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum.
5.4 Undir fyrireikingini og próvhoyringini skulu brúkast rein eintøk av teimum tekstútgávum, sum eru givnar upp í lesipensum. Í fyrireikingarrúminum kunnu brúkast egnar uppskriftir, tær uppskriftir og teir orðalistar, sum eru útflýggjað í sambandi við undirvísingina, umframt allir teir tekstir, sum eru tilskilaðir í lesipensum. Aðrir hjálparmiðlar eru ikki loyvdir. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.
5.5 Próvhoyringin í lisnum teksti tekur støði í einum tekstbroti á umleið 0,5 normalsíðu. Brotið verður lisið upp og undir samtalu á enskum verður próvtakarin royndur í sínum evnum at málbera seg og í síni fatan av
a) týðandi innihaldsligum og málsligum staklutum í tí givna tekstbrotinum og leikluti tess í heildini, og b) tekstinum sum heild og tí høpi, hann stendur í. Próvtakarin byrjar samtaluna við sjálvstøðugari framløgu av tekstinum.
Tá uml. 1/3 av próvtøkutíðini er eftir, fær próvtakarin handaðan ein prosatekst, sum próvdómarin hevur valt, á umleið 0,5 normalsíðu á hóskandi leksikalskum og syntaktiskum torleikastigi. Eftir ein kunnandi gjøgnumlestur av tekstinum skal próvtakarin prógva, hvussu væl hann hevur skilt enska tekstin við at umseta hann til føroyskt.
6. Givið verður 1 próvtal fyri alt tað munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.
7.1 Skrivliga próvtøkan, ið er býtt í tveir partar, varir 4 tímar. Fyrri parturin, ið varir ein tíma, fer fram uttan nýtslu av teldu ella øðrum hjálparmiðlum.
Í fyrri parturin verður givið eitt tekstatilfar, sum próvtakarin skal taka samanum á enskum. Í seinni partinum verður stillað ein uppgáva í enskum tekstatilfari, møguliga við ískoyti av myndatilfari; harumframt skal ein styttri tekstur umsetast til enskt. Í báðum partsuppgávunum skal próvtakarin sýna, at hann dugur enska málið væl og virðiliga, skilir tekstirnar og megnar skrivliga at orða seg greitt á enskum.
7.2 Til próvtøkuna kunnu brúkast tvímálsligar orðabøkur, sum í vavi svara til tær reyðu orðabøkurnar hjá dansk Gyldendal (Ensk-føroysk, Donsk-ensk, Ensk-donsk), Føroysk-donsk og Donsk-føroysk umframt ensk-ensk orðabók í vavi sum Advanced Learner's Dictionary (OUP) ella Longman's Dictionary of Contemporary English.
8.1 Í próvdømingini verður dentur fyrst og fremst lagdur á, hvussu próvtakarin megnar at brúka enska málið. Væntað verður, at hann er nøkulunda stinnur í idiomatikki, semantikki, syntaksi, morfologi og ortografi. Tað, sum mett verður um, er, í hvønn mun próvtakarin megnar enska málbygnaðin.
Tá ið talan er um samandráttaruppgávur, verður harumframt dømt um, hvussu neyvt og nágreiniliga próvtakarin við egnum orðum og trúgvur móti tekstinum megnar at endurgeva høvuðstættirnar í tekstinum í stuttari, samanhangandi framløgu.
Tá ið talan er um ritroyndaruppgávur, verður harumframt dømt um, hvussu rámandi og nágreiniliga próvtakarin í longri, væluppbygdari framløgu megnar at lýsa og meta tekstin: gongd, persónslýsing, próvførslu, rithøvundahugburð og boðskap.
Tá ið talan er um onnur fríari uppgávusløg, verður harumframt dømt um, hvussu rámandi og nágreiniliga próvtakarin megnar at greiða og meta um - ella í fiktiónslíki lýsa - eitt greiðsluevni í tekstinum í styttri, samanhangandi framløgu.
Tá ið talan er um umsetingaruppgávur, verður harumframt dømt um, hvussu neyvt og nágreiniliga próvtakarin megnar at endurgeva upprunatekstin á enskum. Metingin av svarinum upp á hesa uppgávu verður tikin við sum ískoyti í samlaðu metingini av málførleika próvtakarans.
Svarið í partspróvtøku 1 telur við einum triðingi, og svarið í partspróvtøku 2 telur við tveimun triðingum í endaligu dømingini.
At enda verður eisini tikið við í dømingina ein meting av, hvussu væl og fjølbroytt í vavi samlaða avrikið er skipað.
8.2 Givið verður 1 próvtal fyri alt tað skrivliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.
Málslig deild
Hástig
A-stig
Endamál
9. Endamálið er,
a) at næmingarnir framhaldandi menna evnini at skilja og brúka enska málið væl og rámandi í talu og skrift, b) at næmingarnir framhaldandi menna og dýpa almennu máltilvitskuna og fatanina av sambandinum millum mál og mentan, c) at næmingarnir framhaldandi menna teirra førleika í at greina og tulka tekstir á enskum máli, d) at næmingarnir gjøgnum arbeiði við tekstunum fáa djúpari innlit í týðandi tættir av serliga bretskari og amerikanskari mentan, søgu og samfelagslívi e) at næmingarnir dýpa teirra fatan av líkskapi og muni millum teirra egna sannroyndarheim og tann heim, sum teir koma fram á í tekstum á enskum máli, og f) at næmingarnir verða førir fyri at ogna sær og orða prinsipiellar og ástøðiligar umhugsanir á enskum í sambandi við arbeiðið við tekstum og evnum. Undirvísingin
10.1 Málførleiki næminganna verður fyrst og fremst mentur í sambandi við tekstlestur, skrivligt arbeiði og tilognan av enskari mállæru. Meginreglan er, at undirvísingin fer fram á enskum.
10.2 Fyrst og fremst verða lisnir tekstir, sum eru grundleggjandi fyri fatanina av tðdningarmiklum spurningum í bretskari og amerikanskari mentan í einum søguligum og nútíðarligum høpi. Í sambandi við lestur av teimum einstøku tekstum skulu næmingarnir nema sær vitan um søgulig, geografisk, mentanarlig og samfelagslig viðurskifti í so stóran mun, at tekstlesturin fær dðpd og frásjón.
10.3 Teir lisnu tekstirnir skulu greinast og tulkast á enskum í samsvari við málsliga førleikan hjá næmingunum. Næmingarnir skulu økja um førleika sín at brúka hóskandi lesihættir. Í sambandi við tekstlesturin skulu næmingarnir fáa undirvísing í sjálvstøðugari handbókanðtslu og bókmentaleiting. KT er partur av undirvísingini.
10.4 Evnini at málbera seg skrivliga verða serstakliga ment við at svara skrivligum uppgávum av ymiskum slagi og í ymiskum vavi, m.a. í sambandi við tekstlesturin.
10.5 Arbeitt verður miðvíst við framhaldandi at økja um málsliga førleika næminganna og vitan teirra um enska mállæru, merkingarfrøði (semantikk), stílfrøði (stilistikk) og málnýtslureglur.
Innihaldið í undirvísingini
11.1 Lesipensum fevnir um umleið 400 normalsíður av ótillagaðum teksti, fyrst og fremst fagurbókmentir (skaldsøga, stuttsøga, yrkingar og sjónleikur) her í millum tekstir frá fyri 1900 og tekstir frá seinastu 10 árunum. Tekstir lisnir á kravdum stigi kunnu ikki vera partur av hesum.
11.2 Lesipensum verður lagt soleiðis til rættis, at tað fevnir um m.a. eitt serliga lisið evni, vanliga 3 - 6 tekstir. Evnið skal fevna um ein ella fleiri ástøðiligar tekstir. Eitt evni kann t.d. vera eitt tekstslag ella ein fjølmiðil, ein týðandi mentanarligur, sosialur ella politiskur spurningur, eitt tíðarskeið, eitt bókmentaligt tema ella eitt ritverk.
11.3 Ein sjónleikur eftir Shakespeare verður lisin.
11.4 Tekstir, sum verða bornir fram gjøgnum aðrar miðlar enn teir prentaðu, kunnu vera partur av lesipensum, tó í mesta lagi 10%. Hvør pultstími, sum verður brúktur til arbeiði við slíkum tekstum, telur 2 normalsíður av lesipensum.
11.5 Skrivliga arbeiðið fer fram lutvíst heima og lutvíst í flokkinum. Skrivliga heimaarbeiðið fevnir um 8 fríar uppgávur á 4-5 síður og 15 uppgávur á 1-1,5 síður. Tá ið skrivligar uppgávur verða latnar næmingunum aftur, fáa teir vegleiðing bæði í felag og einsæris.
11.6 Undirvísingin í mállæru og málnýtslureglum fer fram lutvíst gjøgnum málsligar venjingar og uppgávur, lutvíst í sambandi við skrivliga heimaarbeiðið og tekstlesturin.
Høvuðsuppgávan
12.1 Í høvuðsuppgávuni skal næmingurin seta seg inn í eitt sjálvvalt evni og sðna evni til sjálvstøðugt at taka saman um og bera øðrum tað innlit, ið hann hevur ognað sær.
12.2 Evnið á uppgávuni og arbeiðshátturin skal liggja innan karmarnar hjá lærugreinini. Evnið kann vera framhald av tilfari, sum er gjøgnumgingið í flokkinum, men tær brúktu bókmentirnar skulu vera nðggjar.
12.3 Grundbókmentirnar og meginparturin av stuðulsbókmentunum skulu verða lisin á enskum, so at nærum øll sitat í svarinum eru á enskum.
12.4 Dømingin byggir á eina heildarmeting, har fylgjandi spurningar hava serligan týdning: verður nóg neyvt og fjøltáttað greitt frá teimum týdningarmestu táttunum av evninum? verða tey nágreiniliga viðgjørd? er framløgan greidliga skipað? er málburðurin greiður og klárur? eru stuðulsbókmentirnar í rímiligan mun tiknar við? og eru kelduávísingarnar neyvar og viðkomandi? Um skrivað verður á enskum, verður hetta ikki í sjálvum sær roknað sum ein fyrimunur í dømingini.
Próvtøkan
13. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.
14.1 Munnliga próvtøkan fevnir um próvhoyring í einum lisnum og einum ólisnum teksti. Til tann lisna tekstin er fyrireikingartíðin umleið 30 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflyggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
14.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, og sum hava luttikið í undirvísingini ella verið til próvtøku á kravdum stigi á málsligu deild, geva upp eitt nágreiniliga lisið úrval á 125 normalsíður av lesipensum. Tey 3 skaldskaparsløgini, tað serliga lisna evnið (við ástøðiligum teksti/tekstum), tekstir frá fyri 1900 og tekstir frá teimum seinastu 10 árunum, skulu vera umboðað. Úr tí lisna sjónleikinum eftir Shakespeare skulu gevast upp í minsta lagi 15 og í mesta lagi 20 normalsíður. Eingin einstakur tekstur má telja meiri enn 20 normalsíður. Einans tekstir í prentaðum líki kunnu vera partur av próvtøkupensum.
14.3 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, og sum ikki hava fylgt undirvísingini ella verið til próvtøku á kravdum stigi á málsligu deild, geva upp eitt nágreiniliga lisið úrval á 125 normalsíður av einum lesipensum á 900 normalsíður, sum er ájavnt lesipensum fyri kravt stig á málsligu deild og hástig á málsligu deild til samans.
14.4 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp eitt próvtøkupensum á 900 normalsíður, sum er ájavnt lesipensum á kravdum stigi á málsligu deild og á hástigi á málsligu deild til samans. Hevur tann sjálvlesandi ella næmingurin, ið fer til próvtøku eftir serligum treytum, fylgt undirvísingini ella verið til próvtøku á kravdum stigi á málsligu deild, verður pensum minkað niður í 400 normalsíður, sum er ájavnt við lesipensum á hástigi.
14.5 Undir fyrireikingini og próvhoyringini skulu brúkast rein eintøk av teimum tekstútgávum, sum eru givnar upp í lesipensum. Í fyrireikingarrúminum kunnu brúkast egnar uppskriftir, tær uppskriftir og teir orðalistar, sum eru útflýggjað í sambandi við undirvísingina, umframt allir teir tekstir, sum eru tilskilaðir í lesipensum. Aðrir hjálparmiðlar eru ikki loyvdir. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.
14.6 Próvhoyringin í lisnum teksti tekur støði í einum tekstbroti á umleið 3/4 normalsíðu. Brotið verður lisið upp og undir samtaluni á enskum verður próvtakarin royndur í sínum evnum at málbera seg og í síni fatan av
a) týðandi innihaldsligum og málsligum staklutum í tí givna tekstbrotinum og leikluti tess í heildini, og b) tekstinum sum heild og tí høpi, hann stendur í. Próvtakarin byrjar samtaluna við sjálvstøðugari framløgu av tekstinum.
Tá umleið 1/3 av próvtøkutíðini er eftir, fær próvtakarin handaðan ein prosatekst, sum próvdómarin hevur valt, til støddar umleið 3/4 normalsíðu á hóskandi leksikalskum og syntaktiskum torleikastigi. Eftir ein kunnandi gjøgnumlestur av tekstinum skal próvtakarin prógva, hvussu væl hann hevur skilt enska tekstin við at umseta hann til føroyskt.
15. Givið verður 1 próvtal fyri alt tað munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.
16.1 Til skrivligu próvtøkuna, sum er 5 tímar, verður givið eitt teksttilfar á enskum, og settar verða nakrar uppgávur, sum sýna í hvønn mun, próvtakarin megnar at brúka enska málið, skilir givna tekstin og megnar at málbera seg flótandi á skrivligum enskum. Umframt hetta verður ein tekstur týddur til enskt.
16.2 Til próvtøkuna kunnu brúkast tvímálsligar orðabøkur sum í vavi svara til tær reyðu orðabøkurnar hjá danska Gyldendal (ensk-føroysk, donsk-ensk, ensk-donsk), føroysk-donsk og donsk-føroysk umframt ensk-ensk orðabók í vavi sum Advanced Learner's Dictionary (OUP) ella Longman's Dictionary of Contemporary English.
17.1 Í próvdømingini verður dentur fyrst og fremst lagdur á, hvussu próvtakarin megnar at brúka enska málið. Væntað verður, at hann er stinnur í idiomatikki, semantikki, syntaksi, morfologi og ortografi. Tað, sum mett verður um, er, í hvønn mun próvtakarin megnar enska málbygnaðin.
Tá ið talan er um samandráttaruppgávur verður harumframt dømt um, hvussu neyvt og nágreiniliga próvtakarin við egnum orðum og trúgvur móti tekstinum megnar at endurgeva høvuðstættirnar í tekstinum í stuttari, samanhangandi framløgu.
Tá ið talan er um ritroyndaruppgávur verður harumframt dømt um, hvussu rámandi og nágreiniliga próvtakarin í longri, væluppbygdari framløgu megnar at lýsa og meta tekstin: gongd, persónslýsing, próvførslu, rithøvundahugburð og boðskap.
Tá ið talan er um onnur fríari uppgávusløg, verður harumframt dømt um, hvussu rámandi og nágreiniliga próvtakarin megnar at greiða og meta um - ella í fiktiónslíki lýsa - eitt greiðsluevni í tekstinum í styttri, samanhangandi framløgu.
Tá ið talan er um umsetingaruppgávur verður harumframt dømt um, hvussu neyvt og nágreiniliga próvtakarin megnar at endurgeva upprunatekstin á enskum. Metingin av svarinum upp á hesa uppgávu verður tikin við sum ískoyti í samlaðu metingini av málførleika próvtakarans.
At enda verður eisini tikið við í dømingina ein meting av, hvussu væl og fjølboytt í vavi samlaða avrikið er skipað.
17.2 Givið verður 1 próvtal fyri alt tað skrivliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.
Støddfrøðilig deild
Kravt stig
B-stig
Endamál
18. Endamálið er,
a) at næmingarnir framhaldandi menna evnini at skilja og tosa enska málið og at teir fáa venjing í at málbera seg skrivliga b) at næmingarnir menna almennu máltilvitskuna og fatanina av sambandinum millum mál og mentan, c) at næmingarnir fáa førleika í at greina og tulka tekstir á enskum máli, d) at næmingarnir gjøgnum arbeiði við tekstunum fáa innlit í týðandi tættir av mentan, søgu og samfelagslívi í Stóra Bretlandi og USA og í ávísan mun í øðrum ensktmæltum økjum, e) at næmingarnir verða førir fyri at skilja líkskap og munir millum teirra egna sannroyndarheim og tann heim, sum teir koma fram á í tekstum á enskum máli. Undirvísingin
19.1 Málførleiki næminganna verður fyrst og fremst mentur í sambandi við tekstlestur, skrivligt arbeiði og tilognan av enskari mállæru. Meginreglan er, at undirvísingin fer fram á enskum.
19.2 Fyrst og fremst verða lisnir tekstir, sum eru grundleggjandi fyri fatanina av týdningarmiklum spurningum í bretskari og amerikanskari mentan í einum søguligum og nútíðarligum høpi. Í sambandi við lestur av teimum einstøku tekstum skulu næmingarnir nema sær vitan um søgulig, geografisk, mentanarlig og samfelagslig viðurskifti í so stóran mun, at tekstlesturin fær dýpd og frásjón.
19.3 Teir lisnu tekstirnir skulu greinast og tulkast á enskum í samsvari við málsliga førleikan hjá næmingunum. Næmingarnir skulu læra at brúka hóskandi lesihættir, eitt nú nágreiniliga lesing, yvirlitslesing og leitan eftir upplýsingum. Undirvíst verður í notatteknikki og í at brúka orðabøkur. Edv er partur av undirvísingini í hóskandi mun.
19.4 Evnini at málbera seg skrivliga verða serstakliga ment við at svara skrivligum uppgávum av ymiskum slagi og í ymiskum vavi, m.a. í sambandi við tekstlesturin.
19.5 Arbeitt verður miðvíst við at økja um málsliga førleika næminganna og vitan teirra um enska mállæru, merkingarfrøði (semantikk) og í minni mun stílfrøði (stilistikk) og málnýtslureglur.
Innihaldið í undirvísingini
20.1 Lesipensum fevnir um umleið 500 normalsíður av ótillagaðum teksti á ymiskum torleikastigum, heruppií tekstir frá fyri 1900 og tekstir frá seinastu 10 árunum. Umframt bretskar og amerikanskar tekstir verða tekstir lisnir frá í minsta lagi einum øðrum enskttalandi øki.
20.2 Lisið verður eitt fjølbroytt úrval av fagurbókmentum: Skaldsøga, stuttsøga, yrkingar og sjónleikur skulu vera umboðað. Umframt hetta verður lisið eitt tal av yrkistekstum av ymiskum slagi og á ymiskum torleikastigi, t.d. greinar í yrkistíðarritum, ævisøgur, samrøður og ritroyndir. Lisnir verða eisini tekstir um náttúruvísindi og tøknifrøði. 2 heil verk skulu vera partur av pensum.
20.3 Lesipensum verður lagt soleiðis til rættis, at tað fevnir um 3 serliga lisin evni, hvørt 3 - 6 tekstir í vavi vanliga. Eitt evni kann t.d. vera eitt tekstslag ella ein fjølmiðil, ein týðandi mentanarligur, sosialur ella politiskur spurningur, eitt tíðarskeið, eitt bókmentaligt tema ella eitt ritverk. Í minsta lagi eitt evni skal viðgerast úr søguligum sjónarhorni.
20.4 Tekstir, sum verða bornir fram gjøgnum aðrar miðlar enn teir prentaðu, skulu vera partur av lesipensum. Hvør pultstími, sum verður brúktur til arbeiði við slíkum tekstum, telur 2 normalsíður av lesipensum. Hetta tilfar kann fevna um í mesta lagi 10% av lesipensum.
20.5 Skrivliga arbeiðið fer fram lutvíst heima og lutvíst í flokkinum. Skrivliga heimaarbeiðið fevnir um 8 fríar uppgávur á 2 - 4 síður og 15 uppgávur á 1 - 2 síður. Tá ið skrivligar uppgávur verða latnar næmingunum aftur, fáa teir vegleiðing bæði í felag og einsæris.
20.6 Undirvísingin í mállæru og málnýtslureglum fer fram lutvíst gjøgnum málsligar venjingar og uppgávur, lutvíst í sambandi við skrivliga heimaarbeiðið og tekstlesturin.
Próvtøkan
21.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka, ið fevnir um próvhoyring í einum lisnum og einum ólisnum teksti. Til tann lisna tekstin er fyrireikingartíðin umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflyggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
21.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp eitt nágreiniliga lisið úrval av lesipensum á 125 normalsíður, sum umboðar lutvíst tey 4 fagurbókmentasløgini og yrkisbókmentir, lutvíst tey serliga lisnu evnini og tekstir frá fyri 1900, umframt tekstir frá teimum seinastu 10 árunum og tey longru, heilu verkini. Eingin einstakur tekstur má telja meira enn 20 normalsíður. Einans tekstir í prentaðum líki kunnu vera partur av próvtøkupensum.
21.3 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp eitt próvtøkupensum, sum svarar til lesipensum hjá næmingum, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum.
21.4 Undir fyrireikingini og próvhoyringini skulu brúkast rein eintøk av teimum tekstútgávum, sum eru givnar upp í lesipensum. Í fyrireikingarrúminum kunnu brúkast egnar uppskriftir, tær uppskriftir og teir orðalistar, sum eru útflýggjað í sambandi við undirvísingina, umframt allir teir tekstir, sum eru tilskilaðir í lesipensum. Aðrir hjálparmiðlar eru ikki loyvdir. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.
21.5 Próvhoyringin í lisnum teksti tekur støði í einum tekstbroti uppá umleið 1/2 normalsíðu. Brotið verður lisið upp, og undir samtalu á enskum verður próvtakarin royndur í sínum evnum at málbera seg og í síni fatan av
a) týðandi innihaldsligum og málsligum staklutum í tí givna tekstbrotinum og leikluti tess í heildini, og
b) tekstinum sum heild og tí høpi, hann stendur í.
Próvtakarin byrjar samtaluna við sjálvstøðugari framløgu av tekstinum.
Tá umleið 1/3 av próvtøkutíðini er eftir, fær próvtakarin handaðan ein prosatekst, sum próvdómarin hevur valt, til støddar umleið 1/2 normalsíðu á hóskandi leksikalskum og syntaktiskum torleikastigi. Eftir ein kunnandi gjøgnumlestur av tekstinum skal próvtakarin prógva, hvussu væl hann hevur skilt enska tekstin við at umseta hann til føroyskt.
22. Givið verður 1 próvtal fyri alt tað munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.
Støddfrøðilig deild
Hástig
A-stig
Endamál
23. Endamálið er,
a) at næmingarnir framhaldandi menna evnini at skilja og tosa enska málið væl og rámandi og framhaldandi venjast í at málbera seg skrivliga, b) at næmingarnir framhaldandi menna og dýpa almennu máltilvitskuna og fatanina av sambandinum millum mál og mentan, c) at næmingarnir framhaldandi menna teirra førleika í at greina og tulka tekstir á enskum máli, d) at næmingarnir gjøgnum arbeiði við tekstunum fáa djúpari innlit í týðandi tættir av serliga bretskari og amerikanskari mentan, søgu og samfelagslívi e) at næmingarnir dýpa teirra fatan av líkskapi og muni millum teirra egna sannroyndarheim og tann heim, sum teir koma fram á í tekstum á enskum máli, og f) at næmingarnir verða førir fyri at ogna sær og orða prinsipiellar og ástøðiligar umhugsanir á enskum í sambandi við arbeiðið við tekstum og evnum. Undirvísingin
24.1 Málførleiki næminganna verður fyrst og fremst mentur í sambandi við tekstlestur, skrivligt arbeiði og tilognan av enskari mállæru. Meginreglan er, at undirvísingin fer fram á enskum.
24.2 Fyrst og fremst verða lisnir tekstir, sum eru grundleggjandi fyri fatanina av tðdningarmiklum spurningum í bretskari og amerikanskari mentan í einum søguligum og nútíðarligum høpi. Í sambandi við lestur av teimum einstøku tekstum skulu næmingarnir nema sær vitan um søgulig, geografisk, mentanarlig og samfelagslig viðurskifti í so stóran mun, at tekstlesturin fær dðpd og frásjón.
24.3 Teir lisnu tekstirnir skulu greinast og tulkast á enskum í samsvari við málsliga førleikan hjá næmingunum. Næmingarnir skulu økja um førleika sín at brúka hóskandi lesihættir. Í sambandi við tekstlesturin skulu næmingarnir fáa undirvísing í sjálvstøðugari handbókanðtslu og bókmentaleiting. KT er partur av undirvísingini.
24.4 Evnini at málbera seg skrivliga verða serstakliga ment við at svara skrivligum uppgávum av ymiskum slagi og í ymiskum vavi, m.a. í sambandi við tekstlesturin.
24.5 Arbeitt verður miðvíst við framhaldandi at økja um málsliga førleika næminganna og vitan teirra um enska mállæru, merkingarfrøði (semantikk), stílfrøði (stilistikk) og málnýtslureglur.
Innihaldið í undirvísingini
25.1 Lesipensum fevnir um umleið 400 normalsíður av ótillagaðum teksti, fyrst og fremst fagurbókmentir (skaldsøga, stuttsøga, yrkingar og sjónleikur) heruppií tekstir frá fyri 1900 og tekstir frá seinastu 10 árunum. Tekstir lisnir á kravdum stigi kunnu ikki vera partur av hesum.
25.2 Lesipensum verður lagt soleiðis til rættis, at tað fevnir um m.a. eitt serliga lisið evni, vanliga 3 - 6 tekstir. Evnið skal fevna um ein ella fleiri ástøðiligar tekstir. Eitt evni kann t.d. vera eitt tekstslag ella ein fjølmiðil, ein týðandi mentanarligur, sosialur ella politiskur spurningur, eitt tíðarskeið, eitt bókmentaligt tema ella eitt ritverk. Ein sjónleikur eftir Shakespeare kann verða lisin í staðin fyri serliga lisna evnið.
25.3 Lisið verður eitt tal av tekstum, sum út frá einum samfelagsligum ella mentanarligum sjónarhorni lýsa ein ella fleiri týðandi náttúruvísindaligar ella tøknifrøðiligar spurningar. Bæði fagurbókmentir og yrkisbókmentir kunnu lesast.
25.4 Tekstir, sum verða bornir fram gjøgnum aðrar miðlar enn teir prentaðu, kunnu vera partur av lesipensum, tó í mesta lagi 10%. Hvør pultstími, sum verður brúktur til arbeiði við slíkum tekstum, telur 2 normalsíður av lesipensum.
25.5 Skrivliga arbeiðið fer fram lutvíst heima og lutvíst í flokkinum. Skrivliga heimaarbeiðið fevnir um 8 fríar uppgávur á 3 - 5 síður og 15 uppgávur á 1 - 2 síður. Tá ið skrivligar uppgávur verða latnar næmingunum aftur, fáa teir vegleiðing bæði í felag og einsæris.
25.6 Undirvísingin í mállæru og málnýtslureglum fer fram lutvíst gjøgnum málsligar venjingar og uppgávur, lutvíst í sambandi við skrivliga heimaarbeiðið og tekstlesturin.
Høvuðsuppgávan
26.1 Í høvuðsuppgávuni skal næmingurin seta seg inn í eitt sjálvvalt evni og sðna evni til sjálvstøðugt at taka saman um og bera øðrum tað innlit, ið hann hevur ognað sær.
26.2 Evnið í uppgávuni og arbeiðshátturin skal liggja innan karmarnar hjá lærugreinini. Evnið kann vera framhald av tilfari, sum er gjøgnumgingið í flokkinum, men tær brúktar bókmentirnar skulu vera nðggjar.
26.3 Grundbókmentirnar og meginparturin av undirbókmentunum skulu verða lisin á enskum, so at nærum øll sitat í svarinum eru á enskum.
26.4 Dømingin byggir á eina heildarmeting, har fylgjandi spurningar hava serligan týdning: verður nóg neyvt og fjøltáttað greitt frá teimum týdningarmestu táttunum av evninum? verða tey nágreiniliga viðgjørd? er framløgan greidliga skipað? er málburðurin greiður og klárur? eru stuðulsbókmentirnar í rímiligan mun tiknar við? og eru kelduávísingarnar neyvar og viðkomandi? Um skrivað verður á enskum, verður hetta ikki í sjálvum sær roknað sum ein fyrimunur í dømingini.
Próvtøkan
27. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.
28.1 Munnliga próvtøkan fevnir um próvhoyring í einum lisnum og einum ólisnum teksti. Til tann lisna tekstin er fyrireikingartíðin umleið 30 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
28.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, og sum hava luttikið í undirvísingini ella verið til próvtøku á kravdum stigi á støddfrøðiligari deild, geva upp eitt nágreiniliga lisið úrval á 125 normalsíður av lesipensum. Tey 4 skaldskaparsløgini, tað serliga lisna evnið (við ástøðiligum teksti/tekstum), tekstir frá fyri 1900 og tekstir frá teimum seinastu 10 árunum, skulu vera umboðað. Úr tekstum, sum lýsa náttúruvísindaligar ella tøknifrøðiligar spurningar, skulu gevast upp í minsta lagi 15 og í mesta lagi 20 normalsíður. Eingin einstakur tekstur má telja meiri enn 20 normalsíður. Einans tekstir í prentaðum líki kunnu vera partur av próvtøkupensum.
28.3 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, og sum ikki hava fylgt undirvísingini ella verið til próvtøku á kravdum stigi á støddfrøðiligu deild, geva upp eitt nágreiniliga lisið úrval á 125 normalsíður av einum lesipensum á 900 normalsíður, sum er ájavnt lesipensum fyri kravt stig á støddfrøðiligu deild og hástig á støddfrøðiligu deild til samans.
28.4 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp eitt próvtøkupensum á 900 normalsíður, sum er ájavnt lesipensum á kravdum stigi á støddfrøðiligu deild og á hástigi á støddfrøðiligu deild til samans. Hevur tann sjálvlesandi ella næmingurin, ið fer til próvtøku eftir serligum treytum, fylgt undirvísingini ella verið til próvtøku á kravdum stigi á støddfrøðiligu deild, verður pensum minkað niður í 400 normalsíður, sum er ájavnt við lesipensum á hástigi.
28.5 Undir fyrireikingini og próvhoyringini skulu brúkast rein eintøk av teimum tekstútgávum, sum eru givnar upp í lesipensum. Í fyrireikingarrúminum kunnu brúkast egnar uppskriftir, tær uppskriftir og teir orðalistar, sum eru útflyggjað í sambandi við undirvísingina, umframt allir teir tekstir, sum eru tilskilaðir í lesipensum. Aðrir hjálparmiðlar eru ikki loyvdir. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.
28.6 Próvhoyringin í lisnum teksti tekur støði í einum tekstbroti á umleið 3/4 normalsíðu. Brotið verður lisið upp og undir samtaluni á enskum verður próvtakarin royndur í sínum evnum at málbera seg og í síni fatan av
a) týðandi innihaldsligum og málsligum staklutum í tí givna tekstbrotinum og leikluti tess í heildini, og b) tekstinum sum heild og tí høpi, hann stendur í. Próvtakarin byrjar samtaluna við sjálvstøðugari framløgu av tekstinum.
Tá umleið 1/3 av próvtøkutíðini er eftir, fær próvtakarin handaðan ein prosatekst, sum próvdómarin hevur valt, til støddar umleið 3/4 normalsíðu á hóskandi leksikalskum og syntaktiskum torleikastigi. Eftir ein kunnandi gjøgnumlestur av tekstinum skal próvtakarin prógva, hvussu væl hann hevur skilt enska tekstin við at umseta hann til føroyskt.
29. Givið verður 1 próvtal fyri alt tað munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.
30.1 Til skrivligu próvtøkuna, sum er 5 tímar, verður givið eitt teksttilfar á enskum, og settar verða nakrar uppgávur, sum sýna, í hvønn mun próvtakarin megnar at brúka enska málið, skilir givna tekstin og megnar at málbera seg flótandi á skrivligum enskum. Umframt hetta verður ein tekstur týddur til enskt.
30.2 Til próvtøkuna kunnu brúkast tvímálsligar orðabøkur sum í vavi svara til tær reyðu orðabøkurnar hjá danska Gyldendal (ensk-føroysk, donsk-ensk, ensk-donsk), føroysk-donsk og donsk-føroysk umframt ensk-ensk orðabók í vavi sum Advanced Learner's Dictionary (OUP) ella Longman's Dictionary of Contemporary English.
31.1 Í próvdømingini verður dentur fyrst og fremst lagdur á, hvussu próvtakarin megnar at brúka enska málið. Væntað verður, at hann er nøkulunda stinnur í idiomatikki, semantikki, syntaksi, morfologi og ortografi. Tað, sum mett verður um, er, í hvønn mun próvtakarin megnar enska málbygnaðin.
Tá ið talan er um samandráttaruppgávur verður harumframt dømt um, hvussu neyvt og nágreiniliga próvtakarin við egnum orðum og trúgvur móti tekstinum megnar at endurgeva høvuðstættirnar í tekstinum í stuttari, samanhangandi framløgu.
Tá ið talan er um ritroyndaruppgávur verður harumframt dømt um, hvussu rámandi og nágreiniliga próvtakarin í longri, væluppbygdari framløgu megnar at lýsa og meta tekstin: gongd, persónslýsing, próvførslu, rithøvundahugburð og boðskap.
Tá ið talan er um onnur fríari uppgávusløg, verður harumframt dømt um, hvussu rámandi og nágreiniliga próvtakarin megnar at greiða og meta um - ella í fiktiónslíki lýsa - eitt greiðsluevni í tekstinum í styttri, samanhangandi framløgu.
Tá ið talan er um umsetingaruppgávur verður harumframt dømt um, hvussu neyvt og nágreiniliga próvtakarin megnar at endurgeva upprunatekstin á enskum. Metingin av svarinum upp á hesa uppgávu verður tikin við sum ískoyti í samlaðu metingini av málførleika próvtakarans.
At enda verður eisini tikið við í dømingina ein meting av, hvussu væl og fjølboytt í vavi samlaða avrikið er skipað.
31.2 Givið verður 1 próvtal fyri alt tað skrivliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.
Studentaskúlakunngerðin
Fylgiskjal 26
Mai 2002
Søga við samfelagskunnleika
A-stig
Endamál
1. Endamálið er:
a) at geva næmingunum bæði holla søguliga tilvitan og samstundis miða eftir, at teir verða førir fyri at ímynda sær søgugongdina, og við tilfari og undirvísing at miða eftir at styrkja samleikan hjá næmingunum við at geva teimum hollan kunnleika um mentanarbakgrund sína, og soleiðis gera teir førar fyri at gera grein á samfelagsviðurskiftum og at meta um møguleikar sínar at ávirka samfelagsgongdina, b) at næmingarnir fáa yvirlit yvir søguligu gongdina, fáa innlit í viðurskifti í ymsum samfeløgum og mentanarøkjum og fata søgulig sambond og samspælið millum einstakling og samfelag, c) at næmingarnir fáa kunnleika um ymsar áskoðanir viðvíkjandi søgugongdini og duga at arbeiða við ymsum søguligum spurningum og fjølbroyttum søguligum tilfari og duga at meta um søguskriving, og hvussu søgan verður nýtt, og d) at næmingarnir fáa innlit í viðurskifti, ið eru týdningarmikil í nútíðar samfelagslívi við høvuðsdenti á tað føroyska samfelagið og sostatt verða førir fyri at arbeiða við samfelagsfakligum tilfari. Undirvísingin
2. Undirvísingartíðin verður býtt sundur soleiðis, at 80% av tíðini verður nýtt til søguundirvísing og 20% til samfelagskunnleika.
Innihaldið í undirvísingini
Søga
3.1 Heimssøgan verður lisin í stórum brotum við serligum denti á søgu Evropa. Søgugongdin eftir 1945 verður viðgjørd væl og virðiliga og sæð í alheimshøpi.
3.2 Føroya søga fyri 1945 verður viðgjørd. Føroysk samtíðarsøga eftir 1945 verður lisin soleiðis, at næmingarnir eisini lesa um og skilja søguligu fortreytirnar fyri føroyska nútíðarsamfelagnum.
3.3 Tilfarið verður valt á tann hátt, at føroyska og evropeiska mentanarbakgrundin verður viðgjørd soleiðis, at samspælið millum einstaka menniskjað og samfelagið verður lýst.
3.4 Søguliga gongdin skal verða lisin soleiðis, at hesir niðanfyri nevndu tættir og sínámillum samanhangur teirra eru partar í arbeiðinum:
a) politisk viðurskifti og altjóða viðurskifti, b) framleiðsla og búskapur, c) lívskor, familjuviðurskifti og sosialar bólkingar, og d) tilverutulkingar og sýningarhættir teirra Í sambandi við arbeiðið við omanfyri nevndu táttum skulu ymisku lívskorini hjá mannfólki og konufólki verða lýst.
3.5 Tíðin, ið verður nýtt til søguundirvísingina verður býtt sundur í tríggjar javnstórar partar. Tíðartættirnir eru hesir:
1) tíðin til umleið 1750 2) tíðin frá umleið 1750 til umleið 1945 3) tíðin eftir 1945 3.6 Stutt-/langætlanirnar skulu vera lagdar soleiðis til rættis, at høvuðsdenturin í summum førum verður lagdur á yvirlit og samanhang, og í øðrum førum á djúptøkna lýsing av avmarkaðum tíðarskeiðum. Í báðum førum skulu ymisk sløg av tilfari - eisini ikki-skrivligt - verða nýtt.
3.7 Í øllum trimum tíðartáttunum sær skulu í minsta lagi vera tvær langætlanir, ið hvør teirra fevnir um einar 15 - 30 tímar, sum snúgva seg um avmarkað øki. Tað ber til at leggja slík øki soleiðis til rættis, at tey røkka tvørtur um tilskilaðu tíðarmørkini. Millum hesi tíðaravmarkaðu økini skal føroysk, evropeisk og ikki-evropeisk søga vera umboðað.
Søguuppgávan
4.1 Sum partur av undirvísingini í øðrum studentaskúlaflokki skulu næmingarnir fyri 15. desember skriva eina uppgávu, søguuppgávuna, í teimum avmarkaðu økjunum, sum eru lisin. Uppgávan kann fevna um samfelagsfakligt tilfar, um so er, at tað hevur verið samantvinnaður táttur í avmarkaðum øki. Næmingarnir velja evni í samráð við læraran, sum gevur teimum vegleiðing, meðan uppgávan verður skrivað.
4.2 14 - 16 undirvísingartímar verða nýttir til søguuppgávuna umframt ta tíð, næmingarnir vanliga nýta heima at fyrireika tímarnar.
4.3 Næmingarnir ráða sjálvir fyri, um teir vilja skriva uppgávuna einsamallir ella gera hana sum bólkaarbeiði. Uppgáva, ið næmingur ger einsamallur, skal í mesta lagi fevna um 12 maskinskrivaðar A4 blaðsíður, sum hevur 1 1/2 regluglopp. Í tí føri, at uppgávan er latin inn sum bólkaarbeiði, skal hon vera so mikið stór, at arbeiðsbyrðan hjá hvørjum einstøkum næmingi sær er tann sama sum hjá næmingum, ið lata inn hvør sær.
Samfelagskunnleiki
5.1 Samfelagskunnleiki er partur av søguundirvísingini í 1. studentaskúlaflokki, og fevnir undirvíisngin um umleið 40 pultstímar. Undirvísingin í samfelagskunnleika skal geva næmingunum neyðugar fortreytir fyri at velja samfelagsfrøði á mið- ella hástigi.
5.2 Tey bæði økini, ið tilskilað eru niðanfyri, skulu viðgerast hvørt sær so mikið nágreiniliga, at undirvísingin fevnir um 15 - 20 tímar.
a) bygnaður og starvsháttur í føroysku politisku skipanini,
b) føroyskur búskapur og búskaparpolitikkur.
Harumframt skal eitt ella fleiri samfelagslig øki viðgerast, sum flokkurin sjálvur hevur valt.
5.3 Ymisk sløg av tilfari skulu nýtast.
5.4 Næmingarnir skulu fáa kunnleika um tey hugtøk, háttaløg, modell og ástøði, ið nýtt verða á teimum einstøku økjunum.
Próvtøkan
6.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 30 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming. Próvtakarin fær 1 spurning.
6.2 Flokkurin kann gera avtalu um, at í einum ella fleiri søguskeiðum kann tilfar leggjast fram, ið ikki hevur verið viðgjørt í undirvísingini. Í tí føri, at flokkurin velur at nýta ókent tilfar til próvtøkuna, skal tað tilfarið, ið verður framlagt, vera stutt - ikki meira enn 1 til 2 normalsíður - og tað skal hóska væl til tess at lýsa deplar (undirtættir), ið uppgivnir verða. Ókent tilfar kann eisini vera ikki-skrivligt tilfar, til dømis myndir. Verður ókent tilfar nýtt, er tað ikki neyðugt, at tað verður nýtt í øllum próvtøkuspurningunum.
6.3 Næmingar eftir vanligum treytum geva hetta upp:
1) Søga: Bæði tilfar úr stutt-/langætlanum skal uppgevast. Uppgevingarnar skulu í fyrra lagi fevna um tilfar, ið leggur dent á at geva næmingunum yvirlit og samanhang, og í seinna lagi á tilfar, ið miðar eftir at geva næmingunum neyva fatan av avmarkaðum øki. Í báðum førum skulu ymisk sløg at tilfari uppgevast. Tilfarið, ið verður uppgivið, skal vera tilfar, ið er fjølbroytt og í vavi svara til 300 - 400 normalsíður. Tað veldst um, hvussu torførir tekstirnir eru. Í tilfarinum, ið verður uppgivið, skal vera tilfar, ið fevnir um útleggingar, keldur og háttaløg, og skal hetta lesast væl og virðiliga. Hetta tilfar skal í minsta lagi vera 100 normalsíður. Ikki-skrivligt tilfar kann eisini uppgevast. Ikki-skrivliga tilfarið skal, um tað verður uppgivið, eftir ætli umroknast til normalsíður. Metingin skal byggja á, hvussu nógvir tímar eru nýttir til hetta tilfar. Uppgevingarnar skulu vera býttar sundur soleiðis, at til hvønn av teimum báðum fyrru tíðartáttunum, a) tíðin fyri umleið 1750, og b) tíðin umleið 1750 til umleið 1945 verður tilfar uppgivið, sum í vavi samsvarar í minsta lagi við 75 normalsíður umboðandi ymisk sløg av tilfari. Viðvíkjandi triðja tíðartátti, c) tíðin eftir umleið 1945, verður givið upp í minsta lagi 125 blaðsíður. Aðramáta eru treytirnar tær somu fyri allar tríggjar tíðartættirnar. Heimssøgan og Føroya søga skulu vera umboðaðar bæði fyri og eftir 1945. 2) Samfelagskunnleiki: Tilfar av ymiskum slag verður uppgivið, sum fevnir um í minsta lagi tvey øki. Í vavi skal tað vera 75 - 100 normalsíður. Í minsta lagi annað av samfelagsøkjunum skal uppgevast til próvtøkuna. 6.4 Aðramáta kann sigast um uppgevingarnar: Uppgevingarnar skulu savnast í øki, tíðarbil ella evni, ið eru væl greinad, og á pensumlistanum skulu tíðaravmarkingar og innihald vera tilskilað.
6.5 Um filmar ella sjónbandsupptøkur eru partur av próvtøkupensum, skulu próvtakararnir hava høvi at síggja filmin/sjónbandsupptøkurnar í próvtøkulestrartíðini og í próvtøkufyrireikingartíðini. Eisini skal bera til at síggja brot, meðan próvhoyringin fer fram.
6.6 Tilfar, ið próvtakararnir sjálvir hava fingið til vega, t.d. samrøður, ella sjálvir hava gjørt, t.d. uppgávur, ritgerðir, sjónbandsupptøkur, kann vera partur av próvtøkupensum, um góðskan verður mett at vera í lagi. Søguuppgávan kann ikki uppgevast.
6.7 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva hetta upp til próvtøkuna: Til samans verður givið upp 750 - 800 normalsíður. Av hesum skulu í minsta lagi 125 - 150 normalsíður vera í samfelagskunnleika. Hvør av teimum trimum tíðartáttunum skal vera umboðaður við í minsta lagi 150 normalsíðum. 125 - 150 normalsíður skulu fata um keldu- og útleggingartilfar, ið er gjølliga metodiskt lisið. Av hesum skulu í minsta lagi 25 normalsíður fevna um teir 3 tíðartættirnar. Ikki-skrivligt tilfar kann vera partur av pensum. Ikki-skrivliga tilfarið skal, um tað verður uppgivið, eftir ætli umroknast til normalsíðutal. Um filmar ella sjónvarpsupptøkur eru partur av próvtøkupensum, skal próvtakarin hava høvi at síggja filmin/sjónbandsupptøkuna í próvtøkufyrireikingartíðini. Eisini skal bera til at síggja brot, meðan próvhoyringin fer fram.
6.8 Loyvt er at leggja fram tilfar til próvtøkuna, ið ikki er partur av sjálvum próvtøkupensum. Hetta tilfarið skal vera stutt - í mesta lagi 1 - 2 normalsíður - og hóska væl til tess at lýsa deplar (undirtættir), ið uppgivnir verða. Ókent tilfar kann eisini vera ikki-skrivligt tilfar, t.d. myndir. Um ókent tilfar verður nýtt, er tað ikki neyðugt, at tað verður nýtt í øllum próvtøkuspurningunum. Próvtøkuspurningarnir skulu fevna um alt tilfarið, ið uppgivið verður. Har mest er uppgivið, skulu flestir spurningar vera.
6.9 Í fyrireikingartíðini kunnu próvtakararnir nýta alt tilfarið, ið hevur verið brúkt í undirvísingini, herundir eisini uppgávur, ið næmingarnir hava skrivað, og harumframt egnar uppskriftir. Undir próvhoyringini mugu próvtakararnir bert hava við sær tær uppskriftir, ið eru gjørdar í fyrireikingartíðini, umframt tilfar, ið er partur av sjálvari próvhoyringini. Undir próvhoyringini kann próvtakarin sum stuðul undir framløguni brúka uppskriftir gjørdar í fyrireikingartíðini, men beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.
7. Givið verður 1 próvtal. Í dømingini skal dentur verða lagdur á, hvussu próvtakarin leggur tilfarið fram, hvussu hann dugir at greina og tulka tilfarið, og hvussu hann dugir at meta um tað. Við í dømingini telur eisini, hvussu væl hann dugir at arbeiða við tí tilfari, sum er partur av próvhoyringini. Dømingin skal byggja á heildarmeting av avrikinum, bæði viðvíkjandi veikleikum og styrki.
Studentaskúlakunngerðin
Fylgiskjal 36
May 2002
Útbúgvingar- og yrkisvegleiðing
Endamál
1. Endamálið er,
a) at næmingarnir fáa stuðul til at taka útbúgvingina innan ásettu tíðarkarmarnar og samstundis fáa sum mest burturúr útbúgvingini, b) at næmingarnir verða førir fyri at skilja og arbeiða við egnum fyritreytum og møguleikum, so teir gerast førir fyri at velja lærugreinir á skynsaman hátt. Hetta skal fara fram við atliti at evnum og áhugamáli hjá tí einstaka eins og við atliti at avleiðingunum seinni fyri valinum av útbúgving og yrki, c) at næmingarnir út frá kunnleika til, hvussu útbúgvingarkervið er skipað, til aðaltættir og viðurskifti annars á arbeiðsmarknaðinum umframt til valmøguleikarnar innan útbúgvingar og vinnu, verða førir fyri eftir lokna útbúgving at taka avgerðir og at fylgja tiknum avgerðum. Vegleiðingin
2.1 Útbúgvingar- og yrkisvegleiðing verður givin einstaka næminginum ella bólkum.
2.2 Felagsvegleiðingin fer fram sambært árs-/hálvársætlan og fevnir um einar 20 tímar til samans undir útbúgvingini. Tímarnir verða nýttir sambært ásetingunum í 3.
2.3 Vegleiðing av tí einstaka næminginum fer fram í føstu vitjanartíðini hjá vegleiðaranum ella sambært avtalu. Vegleiðing av einstaka næminginum kann fara fram eftir áheitan frá næminginum ella frá lestrarvegleiðaranum, møguliga eftir áheitan frá lærarum hjá næminginum, rektara ella øðrum.
Innihaldið í vegleiðingini
3. Felagsvegleiðingin fevnir um:
1. vegleiðing um skiftið til studentaskúla/skeið, herundir lestrarhættir og arbeiðsvanar 2. kunning um val av vallærugreinum, 3. kunning um, hvussu útbúgvingarkervið er skipað, um nýggjar útbúgvingarmøguleikar, upptøkukrøv og møguleikar fyri at taka ískoyti í ymsum lærugreinum, 4. kunning um teir partar av arbeiðsmarknaðinum, sum hava týdning fyri val næminganna av útbúgving og yrki, herundir yrkisviðurskifti, javnrættindastrev, arbeiðsleitan, løn og framtíðarmøguleikar, 5. kunning um fíggjarlig og sosial viðurskifti í sambandi við útbúgving, og 6. vegleiðing um gerð av útbúgvingar- og yrkisætlan hjá tí einstaka næminginum. 4.1 Vegleiðingin av einstaka næminginum fevnir um:
1. kunning um vællærugreinir og stig, 2. vegleiðing viðvíkjandi lestrarligum, fíggjarligum, sosialum og persónligum viðurskiftum í sambandi við útbúgvinging, 3. vísa næmingum við serligum undirvísingar- og stuðulstørvi víðari til rætta viðkomandi og 4. vegleiðing av næmingum, sum gevast í útbúgvingini . 4.2 Vegleiðing av einstaka næminginum skal herumframt fevna um innleiðslusamtalur í 1. studentaskúlaflokki, og í 3. studentaskúlaflokki um val av útbúgving og yrki.
4.3 Umsøkjarum til stakgreinalestur verður bjóðað vegleiðing í skipan av einstaklingaútbúgvingargongd, herundir val av lærugreinum. Vegleiðingin verður givin í sambandi við upptøku og val av nýggjum lærugreinum.
4.4 Lestrarvegleiðarin innstillar til rektaran um upptøku av stakgreinalesandi og um fakliga støði teirra.
5. Næmingum við serligum undirvísingar- ella stuðulstørvi verður bjóðað vegleiðing:
1. næmingum, sum hava eina ikki-føroyska skúlagongd ella bert lutvíst hava eina føroyska skúlagongd og 2. næmingum við breki Vegleiðingin fevnir her eisini um tilvísing til aðra undirvísing og samstarv við aðrar stovnar og fyrisitingar.
6. Sjálvlesandi fáa vegleiðing um hesi evni:
- studentaskúlaskipanina og innihald hennara, - møguleikarnar fyri samanseting av sjálvlestri og skeiðsundirvísing, - pensum- og próvtøkukrøv, herundir møguligar starvsstovuroyndir, og - høvuðsuppgávuna. 7. Lestrarvegleiðararnir samstarva við leiðslu skúlans um hesar uppgávur:
1. námsfrøðiliga ráðlegging og umsiting av viðurskiftunum hjá næmingunum, 2. vera við at leggja til rættis undirvísingartilboð skúlans og 3. gera vegleiðingar- og kunningartilfar skúlans. 8. Útbúgvingar- og yrkisvegleiðing fevnir, umframt um vegleiðing í felag og av einstakligum, eisini um hesar uppgávur:
1. innsavning og dagføring av tilfari og útlán av tilfari, 2. luttøku í tiltøkum innan útbúgvingar- og yrkisvegleiðing og 3. uttanhýsisvirksemi, herundir samband við arbeiðsmarknaðin, samstarv við vegleiðarar frá øðrum stovnum og luttøku í vegleiðarasamstarvi bæði innanlands og uttanlands. Lestrarvegleiðarar
9.1 Við støði í lýsing eftir lestrarvegleiðara tilnevnir rektarin á hvørjum studentaskúla ein ella fleiri lestravegleiðarar. Arbeiðið sum lestrarvegleiðari er partur av samlaðu arbeiðstíðini og av føstum starvi. Rektarin setir og loysir lestrarvegleiðara úr starvi.
9.2 Lestrarvegleiðararnir skulu góðkennast av Mentamálastýrið.
9.3 Mentamálstýrið ásetir nærri reglur um útbúgving av lestrarvegleiðarum.
10. Rektarin hevur ábyrgdina av
1. at regluligir fundir verða hildnir millum leiðslu skúlans og lestrarvegleiðararnar, 2. at lestrarvegleiðararnir gera eina árs-/hálvársætlan fyri útbúgvingar- og yrkisvegleiðing 3. at tímarnir til felagsvegleiðingina verða lagdir og býttir á hóskandi hátt, 4. at næmingar, sum gevast í útbúgvingini, verða vístir til samtalu við lestrarvegleiðararnar, og 5. at samlaðu útbúgvingar- og yrkisvegleiðarauppgávurnar á skúlanum verða býttar við atliti at tí samlaðu arbeiðsbyrðuni hjá tí einstaka lestrarvegleiðaranum í sambandi við útbúgvingar- og yrkisvegleiðingina.