KUNNGERÐ NR. 162 FRĮ 21. DESEMBER 2001 UM BROYTING Í KUNNGERÐ UM NORSKA FISKIVEIÐI Á YTRU LANDLEIÐINI
Kunngerš nr. 162 frį 21.12.2001 '); document.writeln(''); } //-->
Nr. 162 21. desember 2001
§ 1.
Í kunngerð nr. 52 frá 4. apríl 2001 um norska fiskiveiði á ytru landleiðini verður gjørd henda broyting:
§ 2 verður orðað soleiðis:
"§ 2. Loyvda veiðan er 5.222 tons av botnfiski, (longa, brosma, upsi og blálonga). Upsaveiðan má ikki fara upp um 1.000 tons. Í loyvdu veiðini er íroknað hjáveiða av øðrum botnfiskasløgum upp til 1.200 tons. Hjáveiðan fyri hvørt samdøgur má ikki fara upp um 30%, tað vil siga, at hjáveiðan hvørt samdøgur ikki má fara upp um 3/7 av veiðini av fiskasløgunum longa, brosma, upsi og blálonga. Hóast ásetingina í § 1 er loyvt at veiða tey 1.000 tonsini av upsa, hjáveiða íroknað, við troli. Sum royndarveiða er loyvt at veiða 300 tons av hávi ella hemara. Av loyvdu botnfiskakvotuni verður sum royndarveiða loyvt at veiða 75 tons av svartkalva og 25 tons av havtasku við gørnum.
§ 2.
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálastýrið, dagfesting 21. desember 2001
Jørgen Niclasen, (sign.)
landsstýrismaður
/Kaj P. Mortensen, (sign.)