KUNNGERÐ NR. 126 FRÁ 21. SEPTEMBER 2001 UM ALMENT PRÓVSKEIÐ Í FØROYSKUM Á FRÓÐSKAPARSETRI FØROYA
Kunngerð nr. 126 frá 21.09.2001 '); document.writeln(''); } //-->
Nr. 126 21. september 2001 Við heimild í § 1, stk. 2 í løgtingslóg nr. 65 frá 21. mai 1987 um Fróðskaparsetur Føroya, sum seinast broytt við løgtinglóg nr. 84 frá 13. juni 1995 verður fyrisett:
§ 1. Á Fróðskaparsetri Føroya verður skipað fyri almennum próvskeiði í føroyskum.
§ 2. Endamálið er at menna førleikan at nýta málið sum amboð á ein góðan og fjøltáttaðan hátt og at økja fatanina av føroyskum máli og nýta tað í arbeiði, gerandislívi og til hægri lestur. Skeiðið skal økja um innlitið í føroyskt mál og menna tilvitið um mál og málnýtslu bæði í talu og skrift.
§ 3. Skeiðið fevnir um:
1) Mállæru og venjingar í rættskriving 2) Upplestur og orðaskifti 3) Viðgerð av fjølbroyttum tekstum 4) Málburð og ymisk stílløg § 4. Skeiðið byggir á ávísan forkunnleika, svarandi til føroyskt á miðnámsskúlastigi ella samsvarandi.
§ 5. Skeiðið endar við próvtøku.
§ 6. Til tess at standa krevst í minsta lagi 6 í miðal, tó skal einki einstakt próvtal vera lægri enn 5.
§ 7. Kæra um próvtøkuhald og próvtøkudøming skal skrivliga verða latin setursskrivstovuni í seinasta lagi vikudagin eftir, at próvtøkuúrslitið er kunngjørt. Kæra verður viðgjørd av kærunevnd, ið rektarin setur. Avgerð kærunevndarinnar er endalig.
§ 8. Sami próvdómari er til allar stakroyndir í próvtøkuni. Hann verður tilnevndur av rektaranum.
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálastýrið, 21/9-2001
Óli Holm (sign.)
Landsstýrismaður
/ Petur Petersen (sign)