KUNNGERÐ NR. 124 FRÁ 28. AUGUST 2001 UM GJØLD FYRI VETERINERAR KANNINGAR OG VETERINERA UMSJÓN, SUM BROYTT VIÐ KUNNGERÐ NR. 55 FRÁ 31. MAI 2007

Kunngerð nr. 124 frá 28.08.2001
Nr. 124 28. august 2001

   Við heimild í § 39 í løgtingslóg nr.46 frá 21. juni 1986 um matvørur, § 1 í løgtingslóg nr. 23 frá 13. mars 1986 um Heilsufrøðiliga Starvsstovu , § 39, stk. 1 og § 47 í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur (um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóraúrdráttum) verður ásett:

Øki

   § 1. 1) Kunngerðin fevnir um gjøld til fígging av umsjón, heruppií eftirlit, løggilding, skráseting, góðkenning, fráboðan, váttan og kanningar í sambandi við matvørur, livandi dýr, fyritøkur umframt útbúnað og framleiðslu, heruppií non-food framleiðslu og ikki animalska framleiðslu.
   Stk. 2. Veterinera marknaeftirlitið, sum nevnt er í stk. 1, fevnir um:
1)skjalaeftirlit,
2)samleikaeftirlit og
3)fysiskt eftirlit.

   Stk. 3. Fysiska eftirlitið, nevnt er í stk. 2, kann fevna um:
1)organoleptiskt eftirlit,
2)kemiskt eftirlit,
3)mikrobiologiskt eftirlit og
4)eftirlit við sníkum.

Avgjald fyri úrdráttir úr dýrum til matna úr triðjalandi

   § 2. Fyri eftirlit við kjøti, sum ikki er skorið frá beininum, og sum verður innflutt til Føroya úr triðjalandi, verða 40 kr. goldnar í avgjaldi fyri tonsið. Tó skulu í minsta lagi 240 kr. verða goldnar fyri hvørja sending.
   Stk. 2. Fyri aðrar úrdráttir úr dýrum verða í minsta lagi 240 kr. goldnar fyri hvørja sending.
   Stk. 3. 1) Avgjaldið, sum er nevnt í stk. 1 og 2, skal innflytarin ella tollavgreiðari hansara gjalda BIP-myndugleikunum á staðnum, har sendingin kemur í land. Avgjaldið skal vera goldið, áðrenn sendingin kann verða givin leys, um avtala ikki er gjørd við BIP-myndugleikan um annað.

Avgjald í sambandi við landing av fiski og fiskavøru til matna úr Føroyum og ES

   § 3. Fyri eftirlit við fiski og úrdráttum úr fiski verða 8 kr. goldnar í avgjaldi fyri tonsið. 4 kr. verða goldnar fyri tonsið fyri nøgdir meiri enn 50 tons.
   Stk. 2. Uttan mun til ásetingarnar í stk.1 skal gjaldið ikki fara upp um 400 kr. fyri hvørt lossað vørupartí, um so er, at veruligi kostnaðurin ikki fer upp um hesa upphædd, og talan er um hesi fiskasløg:
1)Sild (Clupea harengus),
2)Sardinir (Sardina pilchardus),
3)Makrel (Scomber scombus),
4)Makrel (Scomber japonicus),
5)Rossamakrel (Tranchurus),
6)Ansjós (Engraulis spp.),
7)Picarels (Maena smaris).

   Stk. 3. Gjaldið fyri kemiskt- og mikrobiologiskt eftirlit verður sambært príslistunum hjá viðkomandi kanningarstovu.
   Stk. 4. Avgjaldið, sum er nevnt í stk. 1 og 2, skal innflytarin ella tollavgreiðari hansara gjalda BIP-myndugleikunum á staðnum, har sendingin kemur í land. Avgjaldið skal vera goldið, áðrenn sendingin kann verða givin leys, um avtala ikki er gjørd við BIP-myndugleikan um annað.

Avgjald fyri eftirlit við fiski og fiskavøru til matna á virkjum

   § 4. Fyri eftirlit við fiski og fiskavøru á virkjum, sum bert køla, frysta, pakka ella goyma fiskavøru til matna, verður eitt avgjald tikið, sum dekkar veruliga kostnaðin av eftirlitinum.
   Stk. 2. Avgjaldið, sum nevnt er í stk. 1, skal virkið gjalda BIP-myndugleikunum.
   Stk. 3. Um avgjaldið, nevnt er í § 3, dekkar allar útreiðslur, sum eru kravdar fyri heilsueftirlit og eftirlit við framleiðsluviðurskiftunum eftir kunngerð um viðgerð, keyp og sølu v.m. av fiski og fiskavørum á landi (kunngerð nr. 122), verður avgjaldið, nevnt er í hesi grein, ikki kravt.

Avgjald í sambandi við eftirlit við fiskavirkjum og verksmiðjuskipum, sum framleiða fiskaúrdráttir til matna

   § 5. Fyri eftirlit við fiskavirkjum og verksmiðjuskipum, sum framleiða fiskaúrdráttir, heruppií fiskamjøl, fiskalýsi o.a. til matna, sum ásett í kunngerð um viðgerð, keyp og sølu v.m. av fiski og fiskavørum á landi (kunngerð nr. 122) verða 8 kr. goldnar fyri tonsið, sum virkið tekur ímóti ella verksmiðjuskipið leggur upp.
   Stk. 2. Er talan um eftirlit við verksmiðjuskipi úr triðjalandi verður avgjaldið sett til tað, sum eftirlitið veruliga kostar.
   Stk. 3. Avgjaldið, sum er nevnt í stk. 1 og 2, skulu fiskavirki og fiskiskip gjalda BIP-myndugleikunum.

Avgjald í sambandi við landing av fiski og fiskavøru til matna av triðjalands fiskiskipi

   § 6. Fyri eftirlit við fiski og fiskavøru til matna, sum verða landað beinleiðis frá einum fiskiskipi, ið siglur undir triðjalands flaggi, verða 8 kr. goldnar fyri tonsið í avgjaldi fyri nøgdir upp til 50 tons. 4 kr. verða goldnar fyri tonsið fyri nøgdir meiri enn 50 tons.
   Stk. 2. Reglan í § 3, stk. 2 er somuleiðis galdandi.
   Stk. 3. Umframt avgjaldið, sum er nevnt í stk. 1, skulu í minsta lagi 8 kr. verða goldnar fyri tonsið fyri eftirlit við viðurskiftum annars umborð á skipunum, nevnd eru í stk. 1.
   Stk. 4. Avgjaldið, nevnt í stk. 1 og 2, verður goldið av innflytaranum ella tollavgreiðara hansara, og verður goldið BIP-myndugleikunum, har landað verður. Avgjaldið skal verða goldið, áðrenn sendingin kann verða givin leys, um avtala ikki er gjørd við BIP-myndugleikan um annað.

Avgjald í sambandi við innflutning av fiski og fiskavøru til matna úr triðjalandi

   § 7. Fyri eftirlit við fiski og fiskavøru til matna, sum verða innflutt úr triðjalandi, tvs., fiski og fiskavøru, sum skulu fara um eitt marknaeftirlitsstað, skulu í minsta lagi 40 kr. verða goldnar fyri tonsið og í minsta lagi 240 kr. fyri sendingina. Minstagjaldið, sum er 40 kr. fyri tonsið fyri nøgdir størri enn 100 tons, verður sett niður til:
1)12 kr. fyri tonsið fyri fiskavøru, sum ikki er hagreidd - úttikin innvølur tó undantikin
2)20 kr. fyri tonsið fyri aðra fiskavøru.

   Stk. 2. Avgjaldið, nevnt í stk. 1, verður goldið av innflytaranum ella tollavgreiðara hansara, og verður goldið BIP-myndugleikunum, har landað verður. Avgjaldið skal vera goldið, áðrenn sendingin kann verða givin leys, um avtala ikki er gjørd við BIP-myndugleikan um annað.

Avgjald fyri úrdráttir úr dýrum, sum ikki eru ætlaðir til matna

   § 8. Fyri eftirlit við úrdráttum úr dýrum, sum ikki eru ætlaðir til matna, verður eitt avgjald tikið, sum dekkar veruligu útreiðslurnar í sambandi við eftirlitið.
   Stk. 2. Er talan um innflutning úr triðjalandi, um beinleiðis útflutning til triðjaland ella um útflutning til triðjaland um annað ES-land, skal avgjaldið vera goldið, áðrenn sendingin kann verða givin leys, um avtala ikki er gjørd við BIP-myndugleikan um annað.

Avgjald í sambandi við eftirlit við restkonsentratiónum í alifiski

   § 9. Fyri eftirlit við úrdráttum úr akvakulturdýrum verður 1 kr. goldin fyri tonsið, sum handlað verður.
   Stk. 2. Avgjaldið, nevnt er í stk. 1, skulu akvakulturbrúk, smoltstøðir, alistøðir og laksasláturvirkir gjalda BIP-myndugleikunum.

Avgjøld fyri umsjón við fyritøkum, matvørum, livandi dýrum og úrdráttir úr dýrum í Føroyum og í samhandlinum innan ES 1)

   § 10. 1) Fyri løggilding, góðkenning, váttan, kanning ella eftirlit við livandi dýrum (heruppií akvakulturdýrum) ella úrdráttum úr dýrum, í Føroyum og í samhandlinum innan ES, verða hesi gjøld tikin:
1)ein grundupphædd, sum er 135 kr. Harumframt verða 230 kr. tiknar fyri hvørt ásett korter, um talan er um gerandisdagar millum kl. 06.00 og 17.00.
2)ein grundupphædd, sum er 135 kr. Harumframt verða 295 kr. tiknar fyri hvørt ásett korter, um talan er um gerandisdagar millum kl. 17.00 og 22.00.
3)ein grundupphædd, sum er 135 kr. Harumframt verða 360 kr. tiknar fyri hvørt ásett korter, um talan er um gerandisdagar millum kl. 22.00 og 06.00, leygardagar eftir kl. 14.00 og sunnu- og halgidagar.

   Stk. 2. 1) Fyri váttanir av passi til nýtslu í sambandi við privat ferðandi við húsdýri (kelidýri) og hestum verður rindað grundgjaldið 135 kr fyri hvørja málsviðgerð.

Avgjald fyri livandi dýr úr triðjalondum

   § 11. 1) Fyri eftirlit við neytum, hóvdýrum, svínum, seyði, geitum, flogfenaði og kaninum verða hesi gjøld tikin fyri hvørja sending:
1)ein grundupphædd, sum er 135 kr. Harumframt verða 230 kr. tiknar fyri hvørt ásett korter, um talan er um gerandisdagar millum kl. 06.00 og 17.00.
2)ein grundupphædd, sum er 135 kr. Harumframt verða 295 kr. tiknar fyri hvørt ásett korter, um talan er um gerandisdagar millum kl. 17.00 og 22.00.
3)ein grundupphædd, sum er 135 kr. Harumframt verða 360 kr. tiknar fyri hvørt ásett korter, um talan er um gerandisdagar millum kl. 22.00 og 06.00, leygardagar eftir kl. 14.00 og sunnu- og halgidagar

   Stk 2. 1) Hóast ásetingina í stk 1 skal tó í minsta lagi rindast:
1)415 kr. fyri hvørja sending upp til 6 tons,
2)70 kr fyri hvørt tons omanfyri 6 tons og upp til 46 tons,
3)3.215 kr fyri hvørja sending yvir 46 tons.

   Stk. 3. 1) Fyri onnur dýr enn tey, nevnd eru í stk. 1, skulu 80 kr. verða goldnar fyri hvørt dýr og í minsta lagi 415 kr. fyri hvørja sending.
   Stk. 4. 1) Avgjaldið, nevnt er í stk. 1-2, verður goldið av innflytaranum ella tollavgreiðara hansara, og verður goldið BIP-myndugleikunum, har landað verður. Avgjaldið skal vera goldið, áðrenn sendingin kann verða givin leys, um avtala ikki er gjørd við BIP-myndugleikan um annað.

Gjald fyri starvsstovukanningar av royndum, sum eftirlitsmyndugleikin hevur tikið 1)

   § 11 a. 1) Tað verður rindað serstakt fyri neyðugar starvsstovuroyndir, sum eftirlitsmyndugleikin hevur tikið í sambandi við útinnanina av umsjón eftir §§ 1-11.

   § 12. Hægri avgjøld kunnu vera tikin, men bert til at dekka veruligar útreiðslur í sambandi við veterineru kanningarnar og veterinera eftirlitið.

Gildiskoma

§ 13. Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Vinnumálastýrið, 28. august 2001

Bjarni Djurholm, (sign.)

landsstýrismaður

/ Arne Poulsen, (sign.)

 


1) Broytt við kunngerð nr. 55 frá 31. mai 2007.

 

 

 

Evnisskipað valmynd Stavraðað valmynd Tíðarskipað valmynd