KUNNGERÐ NR. 123 FRĮ 24. AUGUST 2001 UM BARSILSGJALD

Kunngerš nr. 123 frį 24.08.2001
Nr. 123 24. august 2001

   Við heimild í § 19, stk. 3 í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, verður ásett:

   § 1. Áðrenn inntøka, sum er gjaldsskyldug eftir § 18 í lógini, verður útgoldin persóni, sum er gjaldsskyldugur eftir § 17 í lógini, skal barsilsgjaldið eftir § 19 í lógini avroknast gjøgnum eitt av landsstýrismanninum góðkent stað til avrokningar av lønum. Avrokningarstaðið avroknar barsilsgjaldið til Toll- og Skattstovu Føroya.
   Stk. 2. Tá A-inntøka verður rindað av gjaldsskyldugum eftir § 17, stk. 2, nr. 2 í lógini, skulu hesi avrokna sín part av barsilsgjaldinum til Toll- og Skattstovu Føroya:
1) Við at geva Toll- og Skattstovu Føroya fulltrú til at taka barsilsgjaldið av peningastovnskonto hjá viðkomandi, ella
2) við at rinda barsilsgjaldið eftir rokning frá Toll- og Skattstovu Føroya. Barsilsgjaldið eftir rokning frá Toll- og Skattstovu Føroya skal gjaldast innan 20 dagar eftir, at Toll- og Skattstova Føroya hevur sent rokningina.

   § 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 108 frá 5. juli 2001 um barsilsgjald.

Fíggjarmálastýrið, 24. august 2001

Karsten Hansen, (sign.)

landsstýrismaður

/Petur Alberg Lamhauge (sign.)

 

 

 

Evnisskipaš valmynd Stavrašaš valmynd Tķšarskipaš valmynd