KUNNGERÐ NR. 102 FRÁ 26. JUNI 2001 UM STUDENTASKÚLAR OG STAKGREINALESTUR Á STUDENTASKÚLASTIGI, SUM SEINAST BROYTT VIÐ KUNNGERÐ NR. 35 FRÁ 23. APRÍL 2010

Kunngerð nr. 102 frá 26.06.2001
Nr. 102 26. juni 2001

(Studentaskúlakunngerðin)

   Við heimild í § 4, § 5, stk. 1, 4 og 6-11, § 6, stk. 1, og § 7 í løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 1995 um studentaskúlar v.m., við seinni broytingum, verður ásett:

Kapittul 1
Endamál

   § 1. Undirvísingin á studentaskúlanum skal vera ein heild, og hon skal tryggja, at næmingarnir fáa bæði almennandi og lestrarfyrireikandi førleika, so teir verða mentir at fullføra hægri framhaldslestur. Til tess at røkka hesum endamálum skulu skúlaumhvørvið, tær einstøku lærugreinirnar og undirvísingin
1)styrkja næmingin í samleika hansara sum føroyingur í altjóða høpi,
2)fremja fatan næmingsins av, at hann mentanarliga og sosialt er partur av einum samfelagi, ið byggir á fólkaræðisligum grundarlagi,
3)styrkja næmingsins umhvørvistilvitsku,
4)fremja fatan næmingsins av líkleikum og frávikum millum hansara egna hugaheim og tann hugaheimin, hann møtir í undirvísingini og
5)stimbra ábyrgdarkenslu, sjálvbjargni, skaparnarevni og samstarvsevni næmingsins og við hesum styrkja evni hansara at handfara broytingar.

   § 2. Studentspróvtøkan kann takast sum
1)eina samlaða studentspróvtøku í einari 3 ára gongd, har ársmet eru partur av studentspróvtøkuni, sbr. tó § 16 um næmingar eftir serligum treytum.
2)stakgreinalestur, ið verður settur saman av próvtølum í øllum kravdum lærugreinum og vallærugreinum, sbr. tó § 22. Ársmet eru ikki partur av einari stakgreina studentspróvtøku.

   Stk. 2. Ein studentspróvtøka fevnir altíð um í minsta lagi 10 próvtøkur umframt høvuðsuppgávu. Avriksflutt ársmet kunnu ikki vera partur av teimum 10 próvtøkunum.

Kapittul 2
Undirvísingin

   § 3. Undirvísingin á studentaskúlanum fer fram á 2 deildum, einari málsligari og einari støddfrøðiligari deild. Undirvísingin fevnir um kravdar lærugreinir, sum eru felags fyri allar næmingar, deildarlærugreinir, ið eru felags fyri allar næmingar á avvarðandi deild, og vallærugreinir, sum næmingarnir á báðum deildum kunnu velja. Vallærugreinir eru á 2 stigum, hástigi og miðstigi. Stigini í lærugreinunum eru tilskilað við A, B ella C eftir lærugreinaheitinum. Innihaldið í teimum einstøku lærugreinunum er lýst í fylgiskjølum.
   Stk. 2. Kravdar lærugreinir á báðum deildunum eru: danskt A, enskt B, føroyskt A, geografi C, ítróttur C, lívfrøði C, religión C, søga A og tónleikur C/evning C.
   Stk. 3. Deildarlærugreinirnar á málsligari deild eru: alisfrøði-evnafrøði C, franskt C/russiskt C/spanskt C sum byrjanarmál (3. fremmandamál), latín C, støddfrøði C og týskt B sum framhaldsmál (2. fremmandamál). Deildarlærugreinirnar á støddfrøðiligu deild eru: Alisfrøði B, evnafrøði C, støddfrøði B, týskt B sum framhaldsmál, týskt C/franskt C/russiskt C/spanskt C sum byrjanarmál (2. fremmanda mál).
   Stk. 4. Vallærugreinirnar á hástigi eru: alisfrøði A, enskt A, evnafrøði A, franskt B, russiskt B ella spanskt B sum byrjanarmál, grikskt A, latín A, lívfrøði A, samfelagsfrøði A, støddfrøði A, tónleikur A og týskt A. Bert næmingar á støddfrøðiligari deild kunnu velja alisfrøði og evnafrøði. Bert næmingar á málsligari deild kunnu velja grikskt og latín. Enskt verður vanliga lagt ymiskt til rættis á teimum báðum deildunum. Støddfrøði á støddfrøðiligu deild verður løgd til rættis annaðhvørt sum ein 3 ára gongd, A-stig, ella sum ein 1 ára gongd, A-stig, ið er framhald av einari 2 ára gongd, B-stig. Støddfrøði á hástigi, B-stig, fyri næmingar á málsligari deild svarar til eina 1 ára gongd til HF vallærugrein, B-stig, men undirvísingin verður vanliga løgd ymiskt til rættis í teimum báðum úbúgvingunum.
   Stk. 5. Vallærugreinirnar á miðstigi eru: alisfrøði B, evnafrøði B, evning B, filmur og sjónvarp C, fiskivinna C, fornaldarfrøði C, geografi B, heimspeki C, ítróttur B, latín B og C, leiklist C, lívfrøði B, oljufrøði C, sálarfrøði C, samfelagsfrøði B, stjørnufrøði C, teldufrøði C, tónleikur B, tøkni C og vinnulívsbúskapur C.
   Stk. 6. Mentamálastýrið kann góðkenna, at undirvísing verður bjóðað næmingunum í øðrum vallærugreinum enn teimum, sum eru nevndar í stk. 4 og 5.
   Stk. 7. Einstaki næmingurin skrivar í 3. studentaskúlaflokki eina høvuðsuppgávu, sbr. § 9.
   Stk. 8. Allir næmingar skulu hava undirvísing í KT, sbr. fylgiskjal 3.
   Stk. 9. Allir næmingar skulu hava útbúgvingar- og yrkisvegleiðing í bólkum, og øllum næmingum verður bjóðað einsæris útbúgvingar- og yrkisvegleiðing, sbr. fylgiskjal 36.

   § 4. Ein samlað gongd til studentspróvtøkuna fevnir um 3 - 5 vallærugreinir, og av hesum skulu í minsta lagi 2 vallærugreinir vera á hástigi, sbr. § 3, stk. 4-5. Í 2. studentaskúlaflokki skal næmingurin velja 1 vallærugrein, sbr. tó stk. 7. Í 3. studentaskúlaflokki skal næmingurin velja í minsta lagi 3 lærugreinir. Ein vallærugrein kann bert veljast á einum stigi, og sama lærugrein á miðstigi kann ikki veljast bæði í 2. og 3. studentaskúlaflokki.
   Stk. 2. Bert ein av hesum vallærugreinunum kann veljast á hástigi: evnafrøði, grikskt, latín, lívfrøði, samfelagsfrøði, støddfrøði á málsligari deild ella tónleikur, sbr. tó stk. 7. Um gongdin til studentspróvtøkuna bert fevnir um 3 vallærugreinir, skal ein av teimum omanfyrinevndu lærugreinunum vera partur av studentspróvtøkuni.
   Stk. 3. Næmingar, ið lúka treytirnar fyri at fylgja undirvísingini í týskum sum framhaldsmál, kunnu ikki velja týskt sum byrjanarmál.
   Stk. 4. Næmingar á málsligari deild skulu í 3. studentaskúlaflokki velja í minsta lagi 1 fremmandamál á hástigi. Týskt sum framhaldsmál á hástigi kann bert veljast av næmingum, sum hava fylgt undirvísingini í týskum sum framhaldsmál í 1. og 2. studentaskúlaflokki. Byrjanarmál á hástigi kann bert veljast av næmingum, sum hava fylgt undirvísingini í málinum á byrjanarstigi í 1. og 2. studentaskúlaflokki.
   Stk. 5. Latín og grikskt á hástigi kunnu bert veljast av næmingum á málsligari deild. Næmingar, sum í 2. studentaskúlaflokki á málsligari deild velja bæði grikskt og latín á hástigi, enda eftir egnum vali undirvísingina í teirra byrjanarmáli ella framhaldsmáli eftir 1. studentaskúlaflokki. Í tí máli, sum næmingurin ikki heldur fram við, verður ikki givið ársmet, og næmingurin fer ikki til próvtøku í tí. Fyri næmingar, ið hava grikskt á hástigi, telur henda lærugrein fyri eina lærugrein á hástigi og eina á miðstigi.
   Stk. 6. Støddfrøði á støddfrøðiligari deild verður skipað sum ein 3 ára gongd, A-stig, og ein 2 ára gongd, B-stig, ið kann víðkast við einari 1 ára gongd, A-stig. Støddfrøði er hjá øllum næmingum á støddfrøðiligari deild kravd lærugrein í 1. og 2. studentaskúlaflokki. Næmingar á støddfrøðiligari deild skulu móti endanum av 1. studentaskúlaflokki velja annaðhvørt støddfrøði í einari 3 ára gongd, A-stig, ella í einari 2 ára gongd, B-stig. Eftir 2 studentaskúlaflokki kunnu næmingar í 2 ára gongdini velja eina 1 ára gongd, A-stig.
   Stk. 7. Næmingar á støddfrøðiligari deild skulu velja eina av lærugreinunum: alisfrøði, evnafrøði, lívfrøði, samfelagsfrøði, støddfrøði ella tónleik á hástigi. Næmingar á støddfrøðiligari deild, ið velja samfelagsfrøði ella tónleik á hástigi, skulu harumframt velja í minsta lagi eina av hesum lærugreinunum: alisfrøði ella støddfrøði á hástigi, ella hesar lærugreinir á miðstigi: evnafrøði, geografi, lívfrøði, oljufrøði, stjørnufrøði, tøkni.
   Stk. 8. Lærugreinirnar alisfrøði og evnafrøði á hástigi, A-stigi, kunnu bert veljast av næmingum á støddfrøðiligari deild. Støddfrøði á hástigi, B-stigi, fyri næmingar á málsligari deild svarar til støddfrøði, HF vallærugrein. Alisfrøði á miðstigi, B-stigi, kann bert veljast av næmingum á málsligari deild. Latín á miðstigi verður lagt ymiskt til rættis á teimum báðum deildunum.
   Stk. 9. Næmingar í 1. studentaskúlaflokki kunnu annaðhvørt hava tónleik alt árið ella tónleik og evning 1/2 ár í part. Skúlarnir gera sjálvir av, hvussu teir leggja skipanina til rættis.

   § 5. Undirvísingin verður løgd til rættis við hesum pultstímatali um árið í hesum lærugreinum:

Málslig deild

1. studentaskúla-flokkur

2. studentaskúla-flokkur

3. studentaskúla-flokkur

Alisfrøði-evnafrøði

-

140

-

Byrjanarmál

140

140

-

Danskt

-

105 + 15

105 + 15

Enskt

140

140

-

Evning

50/105

-

-

Framhaldsmál

140

140

-

Føroyskt

140

105 + 15

175

Geografi

-

105

-

Ítróttur

70

70

-

Latín

105

-

-

Lívfrøði

105

-

-

Religión

-

-

105

Støddfrøði

160

-

-

Søga

105

105

140

Tónleikur

50/105

-

-

 

 

 

 

Støddfrøðilig deild

1. studentaskúla-flokkur

2. studentaskúla-flokkur

3. studentaskúla-flokkur

Alisfrøði

105

105

-

Byrjanarmál

140

140

-

Danskt

-

105 + 15

105 + 15

Enskt

140

140

-

Evnafrøði

105

-

-

Evning

50/105

-

-

Framhaldsmál

140

140

-

Føroyskt

140

105 + 15

175

Geografi

-

105

-

Ítróttur

70

70

-

Religión

-

-

105

Støddfrøði

175

175

-

Søga

105

105

140

Tónleikur

50/105

-

-

 

 

 

 

Vallærugreinir á hástigi

1. studentaskúla-flokkur

2. studentaskúla-flokkur

3. studentaskúla-flokkur

Alisfrøði

-

-

175

Byrjanarmál

-

-

175

Enskt

-

-

175

Evnafrøði

-

175

175

Framhaldsmál

-

-

175

Grikskt

-

175

280

Latín

-

175

175

Lívfrøði

-

175

175

Samfelagsfrøði

-

175

175

Støddfrøði, málslig deild

-

-

210

Støddfrøði, støddfrøðilig deild

-

-

175

Tónleikur

-

175

175


   Stk. 2. 1) Undirvísingin í vallærugreinum á miðstigi, sbr. § 3, stk. 5, fer fram annaðhvørt í 2. ella 3. studentaskúlaflokki. Valbólkarnir kunnu vera settir saman av næmingum úr báðum floksstigum. Undirvísingin í geografi, ítrótti og oljufrøði á miðstigi fer bert fram í 3. studentaskúlaflokki. Næmingar á málsligari deild kunnu bert velja lærugreinirnar stjørnufrøði, alisfrøði og evnafrøði á miðstigi í 3. studentaskúlaflokki. Pultstímatalið í vællærugreinum á miðstigi er 140 um árið.
   Stk. 3. Í 2. studentaskúlaflokki hava næmingarnir í heysthálvuni 15 ráðleggingarpultstímar í donskum, og í várhálvuni 15 vegleiðingarpultstímar um serritgerðina í føroyskum. Í 3. studentaskúlaflokki hava næmingarnir í heysthálvuni 15 ráðleggingartímar í donskum.
   Stk. 4. Pultstímarnir í teimum einstøku lærugreinunum, sbr. 1-3, verða brúktir til undirvísing, herundir til høvuðsuppgávuna, sbr. § 3, stk. 7 og § 19, og til várroyndir, sbr. § 18, stk. 1, umframt til onnur undirvísingartiltøk sambært avgerð rektarans.
   Stk. 5. 2) Rektarin sær til, at næmingarnir í teimum einstøku lærugreinunum fáa í minsta lagi 90% av tí í stk. 1 ásetta pultstímatalinum. Rektarin skipar fyri, hvussu skráseting av teimum ásettu pultstímunum, sum næmingarnir hava krav uppá, verður framd í skúlanum. Næmingarnir skulu hava atgongd til at síggja yvirlit yvir hildnar tímar í mun til ásetta kravið um pultstímatal.
   Stk. 6. Rektarin kann taka avgerð um, at samlestur verður í einari ella fleiri lærugreinum innan ymiskar gymnasialar útbúgvingar.

   § 6. Næmingar í einum flokki verða vanliga undirvístir saman í kravdu lærugreinunum, sbr. § 3, stk. 2. Næmingarnir í einum flokki/bólki kunnu tó altíð verða býttir sundur í teimum lærugreinum, sum eru nevndar í § 4, stk. 6.
   Stk. 2. Rektarin kann, hóast ásetingarnar í stk. 1, gera av, at undirvísingin í einari lærugrein ella í einum flokki orskað av námsfrøðiligum viðurskiftum, t.d. kynsbýttari undirvísing í ítrótti, ella trygdarorsøkum, verður býtt millum fleiri lærarar. Verður undirvísingin røkt av fleiri lærarum, tekur rektarin avgerð um, hvør lærari hevur ábyrgd av undirvísing, eftirmeting og próvtøku.

   § 7. Undirvísingin í studentaskúlanum skal vera ein heild og verður løgd soleiðis til rættis, at lærugreinirnar sínámillum stuðla hvør aðra. Undirvísingin skal geva næmingunum møguleikar til at ogna sær og nýta ymsar arbeiðs- og lestrarhættir, eins og teir skulu venjast í at arbeiða tvørfakligt. Næmingarnir skulu læra at nýta fakligar hjálparmiðlar, so teir fáa sum mest burturúr undirvísingini á studentaskúlanum eins og eitt haldgott grundarlag fyri víðari framhaldslestur.
   Stk. 2. Undirvísingin skal framhaldandi økja um grundleggjandi dugnaskap næminganna og menna teirra munnligu og skrivligu framsagnar- og samskiftisevni. KT er partur av undirvísingini í øllum lærugreinum.
   Stk. 3. Í øllum lærugreinum skal lærarin við undirvísingarársbyrjan annaðhvørt saman við næmingunum gera eina undirvísingarætlan fyri arbeiðið í heysthálvuni ella kunna næmingarnar um eina tílíka. Seinni í undirvísingini skulu lærari og næmingar í felag gera ætlan fyri arbeiðið. Lærarin og næmingarnir skulu í teimum einstøku lærugreinunum regluliga eftirmeta undirvísingargongdina.
   Stk. 4. Allir lærarar hava sínámillum skyldu at samskipa arbeiðið í flokkunum/bólkunum fyri at tryggja samanhang millum lærugreinirnar umframt eitt hóskandi javnt býti av arbeiðsbyrðu næminganna.
   Stk. 5. Allir næmingar skulu í teirra útbúgvingargongd hava høvi at arbeiða við tvørfakligum verkætlanum.
   Stk. 6. Á lærarafundi verða øll mál viðvíkjandi næmingum, bólkum og flokkum javnan umrødd, smbr. Kunngerð um lærarafund á studentaskúlum og HF-skeiðum. Rektarin innkallar til lærarafundar.
   Stk. 7. Allar lærugreinir skulu miðvíst og tilvitandi arbeiða við at menna føroyska málburð næminganna, bæði munnliga og skrivliga.
   Stk. 8. Tekstir á fremmandum málum kunnu nýtast í øllum lærugreinum.
   Stk. 9. Á tí einstaka skúlanum skal í mállærugreinunum nýtast felags málfrøðiheiti.

   § 8. Í mesta lagi 25% av kravdu skrivligu avrikunum í teimum einstøku lærugreinunum kunnu, eftir avtalu millum lærara og avvarðandi lærugreinabólk, umleggjast til aðrar arbeiðshættir innan skrivligt arbeiði. Talan kann vera um at ritstjórna, skriva um og tilevna tekstir/uppgávur í avvarðandi lærugrein.
   Stk. 2. Í lærugreinum, sum enda við skrivligari próvtøku, skal í minsta lagi 10% av kravda skrivliga avrikinum leggjast um, sbr. stk. 1.
   Stk. 3. Rektarin skal góðkenna umlegging av skrivliga arbeiðinum sambært stk. 1 og kunnast um umlegging av skrivligum arbeiði sambært stk. 2.
   Stk. 4. Talið á uppgávum, sum eru nevndar í fylgiskjølunum 1-31, fevnir eisini um uppgávur til várroyndir, ársroyndir og próvtøkur.
   Stk. 5. Í 1.s skulu næmingarnir fyri 1. november hava grundskeið í skriving, ið fevnir um 10 - 15 pultstímar. Skriviskeiðið skal viðgera grundleggjandi hugtøk um skrivitilgongd, so skrivligi arbeiðshátturin og skrivligi førleikin hjá næmingunum verða mentir.
   Stk. 6. Ein normalsíða av teksti (prosa) fevnir um 1300 bókstavir, og ein normalsíða av yrkingum fevnir um 30 reglur.
   Stk. 7. Ein tekstasíða av skrivligum næmingaavriki svarar til 2000 tekn.

   § 9. Í 3. studentaskúlaflokki skrivar hvør næmingur høvuðsuppgávu í einari av lærugreinunum føroyskum, donskum, søgu ella í einari av vallærugreinum sínum á hástigi, sbr. § 3, stk. 4. Einstaki næmingurin velur sjálvur lærugreinina, sum høvuðsuppgávan verður skrivað í. Høvuðsuppgávan verður skrivað í einari viku í tíðarskeiðnum 1. des. - 15. febr. Vanliga tímatalvan hjá næmingunum verður niðurløgd, meðan teir skriva høvuðsuppgávu. Faklærarin/vegleiðarin í tí lærugreinini, sum næmingurin hevur valt at skriva høvuðsuppgávu í, orðar við støði í fakligum tilfari uppgávuna innan eitt øki, sum næmingurin velur í samráð við læraran.
   Stk. 2. Einstaki næmingurin kann ikki skriva høvuðsuppgávuna innan sama evni, sum hann áður hevur skrivað serritgerð í føroyskum ella søguuppgávu í.
   Stk. 3. Nærri reglur um verklig viðurskifti í sambandi við, at høvuðsuppgávan verður skrivað, sbr. fylgiskjal 32

Kapittul 3
Undirvísingin á tí einstaka studentaskúlanum

   § 10. Við hvønn studentaskúla verður undirvíst á málsligu og støddfrøðiligu deild, um ikki samlestur fer fram sambært § 5, stk. 6.
   Stk. 2. Rektarin tekur eftir ummæli frá lærararáðnum avgerð um, hvørjar lærugreinir verða bjóðaðar á einstaka skúlanum. Tó verður í minsta lagi bjóðað undirvísing í 6 vallærugreinum á hástigi: enskt á málsligari deild, støddfrøði á støddfrøðiligari deild sum 3 ára og sum 1 ára gongd, eitt 2. fremmand mál á málsligari deild, alisfrøði á stødfrøðiligari deild, umframt 2 aðrar lærugreinir. Herumframt skulu í minsta lagi 6 vallærugreinir bjóðast á miðstigi.
   Stk. 3. Allar vallærugreinir á hástigi sambært § 3, stk. 4, og hesar vallærugreinir á miðstigi sambært § 3, stk. 5: alisfrøði, evnafrøði, evning, fiskivinna, geografi, heimspeki, ítróttur, latín, lívfrøði, oljufrøði, sálarfrøði, samfelagsfrøði, stjørnufrøði, teldufrøði, tónleikur og vinnulívsbúskapur skulu bjóðast á einum ella fleiri av studentaskúlunum. Mentamálastýrið kann áleggja einstaka skúlanum at bjóða út undirvísing í onkrum ávísum av nevndu vallærugreinunum.
   Stk. 4. Rektarin kann eftir ummæli lærararáðsins, umframt reglurnar í § 4, stk. 2 og 4, áseta avmarkingar viðvíkjandi vali næminganna av vallærugreinum.
   Stk. 5. Skúlin kann bjóða næmingunum sjálvbodna undirvísing í evning, ítrótti og tónleiki.
   Stk. 6. Skúlin kann sum partur av undirvísingini stíla fyri evnisdøgum, felagstímum og námsferðum, sbr. fylgiskjali 34.
   Stk. 7. Skúlin kann sum part av undirvísingini bjóða næmingunum skriviverkstað, fakliga vegleiðing eins og onnur undirvísingartiltøk.
   Stk. 8. Skúlin bjóðar næmingunum bæði einsæris og í felag útbúgvingar- og yrkisvegleiðing, sbr. fylgiskjal 36.

   § 11. Mentamálastýrið tekur avgerð um samlaða árliga pultstímatalið til undirvísing, smbr. § 5, á einstaka skúlanum. Samlaða árliga pultstímatalið verður í minsta lagi ájavnt við samlaða árliga pultstímatalið í hesum frymli, smbr. tó stk. 2:
- til felagslærugreinir í 1.s : flokkatalið x 1050
-til felagslærugreinir í 2.s : flokkatalið x 910
-til felagslærugreinir í 3.s : flokkatalið x 525
-til málvalbólk í 1.s : (flokkatalið í 1.s +1) x 140
-til málvalbólk í 2.s : (flokkatalið í 2.s +1) x 140
-til hástigsvalbólkar í 2.s : (flokkatalið í 2.s + 2) x 175
-til hástigsvalbólkar í 3.s : (1,8 x flokkatalið í 3.s + 6) x 175
-til miðstigsvalbólkar í 2.og 3.s : [(flokkatalið í 2.s x 0,5 + flokkatalið í 3.s) x 1,25 + 3] x 140.

Um skúlin vegna kynsbýtta undirvísing í ítrótti ger eyka valbólkar, verður hetta pultstímatalið lagt afturat. Um skúlin hevur flokkar, ið fevna um næmingar frá bæði málsligu og støddfrøðiligu deild, verða pultstímarnir til valbólkarnar til deildarlærugreinaundirvísing lagdir afturat.
   Stk. 2. Um ein skúli hevur fleiri enn 18 flokkar, verður samlaða árliga pultstímatalið minkað á henda hátt:

19 £ flokkatal < 21

140 + 175 = 315 pultstímar

21 £ flokkatal < 23

2 x 140 + 175 = 455 pultstímar

23 £ flokkatal < 24

2 x 140 + 2 x 175 = 630 pultstímar

24 £

2 x 140 + 3 x 175 = 805 pultstímar.


   Stk. 3. Rektarin tekur avgerð um, hvussu samlaða árliga pultstímatalið verður nýtt til felagslærugreinir, deildarlærugreinir og vallærugreinir, smbr. stk. 1. Avgerðin verður tikin við støði í undirvísingartilboði skúlans, soleiðis at ynski næminganna í mest møguligan mun verða gingin á møti. Upp til 5% av samlaða árliga pultstímatalinum kunnu eftir avgerð rektarans nýtast til annað undirvísingarvirksemi.
   Stk. 4. Til útrokningar av árliga pultstímatalinum komandi skúlaár, smbr. stk. 1 og 2, nýtir einstaki skúlin væntaða flokka- og valbólkatalið pr. 15. apríl sum grundarlag.

   § 12. Í seinasta lagi 1. mars skulu næmingarnir í 1. studentaskúlaflokki siga frá, í hvørjum av teimum vallærugreinunum, sum skúlin bjóðar fram, teir ynskja at fylgja undirvísingini í 2. studentaskúlaflokki, sbr. § 4. Næmingarnir á støddfrøðiligari deild skulu samstundis boða frá, um teir velja støddfrøði sum eina 3 ára gongd, A-stig, ella sum eina 2 ára gongd, B-stig, sbr. § 4, stk. 6. Samstundis skulu næmingarnir boða frá, hvørjar av teimum vallærugreinunum, sum skúlin bjóðar fram, teir ætla at velja í 3. studentaskúlaflokki.
   Stk. 2. Næmingarnir í 2. studentaskúlaflokki skulu á sama hátt í seinasta lagi 1. mars boða frá endaliga vali teirra av vallærugreinum í 3. studentaskúlaflokki.
   Stk. 3. Valið av lærugrein/um til 2. og 3. studentaskúlaflokk, sbr. stk. 1 og 2, er bindandi. Broyting av vallærugrein eftir 1. mars kann bert fara fram, um ongin bólkur verður skipaður í lærugreinini, sum næmingurin hevur valt, ella um broytingin ikki ávirkar ætlan skúlans í aðrar mátar. Rektarin kann í heilt serstøkum føri - eftir skrivligari umsókn frá næminginum - játta tílíka broyting.
   Stk. 4. Rektarin kann eftir skrivligari umsókn frá næmingi loyva hesum at fylgja undirvísingini í einari lærugrein á sama ella hægri stigi í eini aðrari gymnasialari útbúgving, um eingin undirvísing verður í lærugreinini á skúlanum. Farið verður í hesum føri altíð til próvtøku. Próvtal/próvtøl og møgulig ársmet frá hinum útbúgvingarstovninum eru partar av studentspróvtøkuni og verður tilskilað á studentspróvnum.
   Stk. 5. Rektarin kann loyva næmingi at fylgja undirvísingini av nýggjum. Ein næmingur kann tó í mesta lagi fylgja undirvísingini á sama floksstigi 2 ferðir. Umsókn um loyvi at fylgja undirvísingini av nýggjum skal skrivliga latast rektaranum á tí studentaskúla, har næmingurin ynskir at verða tikin inn, í seinasta lagi 25. juni.
   Stk. 6. Rektarin kann frítaka ein næming, sum hevur fingið loyvi at fylgja undirvísingini av nýggjum (ganga umaftur), fyri at vera til staðar til undirvísingina og fara til próvtøku í lærugreinum, har hann hevur verið til próvtøku í fyrru gongdini.

   § 13. 2) Næmingar hava skyldu at fylgja undirvísingini, herímillum rættstundis at lata inn øll kravd skrivlig avrik, at fara til ársroynd eftir 1. og 2. studentaskúlaflokk og at fara til várroynd í 1., 2. og 3. studentaskúlaflokki. Næmingur, sum av aðrari orsøk enn sjúku, ikki møtir til várroynd, ársroynd, ella sum ikki letur inn støðisritgerðin í 1. flokki, søguuppgávu og serritgerð í føroyskum í 2. studentaskúlaflokki, kann ikki flytast upp í næsta flokk. Næmingur í 3. studentaskúlaflokki, sum av aðrari orsøk enn sjúku ikki luttekur í várroyndini, kann ikki fara til studentspróvtøku eftir 3. studentaskúlaflokk. Næmingur, sum av aðrari orsøk enn sjúku ikki luttekur í ella ikki byrjar eina próvtøku í einari lærugrein, sum er tikin út til próvtøkuna avvarðandi ár, kann ikki flytast upp í næsta flokk.
   Stk. 2. Um øll kravd skrivlig avrik, smbr. fylgiskjølini 1 - 31, ikki eru latin inn av næminginum og rættað av læraranum í seinasta lagi seinasta undirvísingardag, sleppur næmingurin ikki til ársroynd/próvtøku.
   Stk. 3. Rektarin sær til, at næmingarnir verða kunnaðir um møtiskylduna og um avleiðingarnar, um møtiskyldan ikki verður hildin.
   Stk. 4. Rektarin hevur ábyrgdina av, at fráveran, líka mikið av hvørjum slagi hon er, sbr. tó Sjúkraundirvísingarkunngerðina, regluliga verður skrásett og gjørd upp. Einstaki næmingurin skal hava møguleika at eftirkanna sína fráveru, og næmingurin skal í minsta lagi einaferð um mánaðin kunnast um skrásettu fráveru sína. Fráveruuppgerðin hjá einstaka næminginum er galdandi fyri eitt skúlaár í senn. Vantandi innlating av skrivligum avrikum verður skrásett og viðgjørd sum onnur frávera.
   Stk. 5. 1) 2) Um fráveran í einari lærugrein fer upp um 15% av ásetta pultstímatalinum (tímum, sum eiga at vera lisnir fram til hvønn uppgerðardag) ella av kravdum skrivligum avrikum í einari lærugrein, ella upp um 10% av ásetta pultstímatalinum (tímum, sum eiga at vera lisnir fram til hvønn uppgerðardag) til samans í øllum lærugreinunum, fær næmingurin fyrru ávaring. Fyrsta fráveruuppgerðin fer fram beint undan heystfrítíðini. Skúlin ger skipan fyri, hvussu skjalprógvast kann, at næmingurin skrivliga ella í talgildari fráboðan hevur fingið ávaringina. Um næmingurin er undir 18 ár, fær foreldramyndugleikin skrivliga ella talgilda fráboðan um ávaringina.
   Stk. 6. 2) Um næmingurin við eini seinni uppgerð ikki hevur tikið ávaringina sbrt. stk. 5 til eftirtektar, fær næmingurin seinnu ávaring. Skúlin ger skipan fyri, hvussu skjalprógvast kann, at næmingurin skrivliga ella í talgildari fráboðan hevur fingið ávaringina. Um næmingurin er undir 18 ár, fær foreldramyndugleikin skrivliga ella talgilda fráboðan um ávaringina. Næmingurin fær bert tvær ávaringar. Um næmingurin við eftirfylgjandi fráveruuppgerð framhaldandi ikki hevur tikið ávaringarnar til eftirtektar, soleiðis at fráveran framvegis er meiri enn 15% av ásetta pultstímatalinum (tímum, sum eiga at vera lisnir fram til hvønn uppgerðardag) ella av kravdum skrivligum avrikum í einari lærugrein, ella upp um 10% av ásetta pultstímatalinum (tímum, sum eiga at vera lisnir fram til hvønn uppgerðardag) til samans í øllum lærugreinum, verður næmingurin burturvístur frá útbúgvingini. Hann kann tó fara til próvtøku sum sjálvlesandi sambært galdandi reglum.
   Stk. 7. 2) (Strikað).

   § 14. Næmingarnir skulu fylgja skilhaldsreglum skúlans. Rektarin sær til, at næmingarnir við skúlaársbyrjan verða kunnaðir um reglurnar og um avleiðingarnar, um reglurnar ikki verða fylgdar.
   Stk. 2. 2) Rektarin kann burturvísa næmingi úr skúlanum, um næmingur groft brýtur skilhaldsreglur skúlans. Næmingur, sum verður burturvístur, kann fara til próvtøku sum sjálvlesandi sambært galdandi reglum.
   Stk. 3. Næmingur kann bert burturvísast frá einum skúla, um onnur tiltøk, eitt nú samtala ella ávaring, hava verið roynt, áðrenn burturvísing verður framd. Rektarin sær til, at tílík tiltøk verða skrásett.
   Stk. 4. Hevur næmingur framt eitt misbrot av serligum grovum slagi, kann næmingurin verða burturvístur frá undirvísingini alt fyri eitt uttan ávaring.
   Stk. 5. Kæra um avgerð rektarans, smbr. stk. 2-4, kann kærast til Mentamálastýrið sambært § 30 í hesari kunngerð.

Kapittul 4
Próvtøkan

   § 15. Studentspróvtøkan fevnir um próvtøkur í øllum kravdum lærugreinum, undantikið ítrótt og tónleik/evning, og í øllum vallærugreinum.
   Stk. 2. Próvtøkurnar fara fram á tí floksstigi, har næmingurin endar undirvísingina í lærugreinini, sbr. tó stk. 3. Um næmingur velur eina vallærugrein, ið er beinleiðis framhald av einari kravdari lærugrein, fer næmingurin ikki til próvtøku í kravdu lærugrein, men bert í vallærugreinini. Næmingur, ið velur bæði latín og grikskt á hástigi, fer tó ikki til próvtøku í tí mállærugrein, ið verður frávalt eftir 1. studentaskúlaflokk, sbr. § 4, stk. 5.
   Stk. 3. Allir næmingar fara eftir 3. studentaskúlaflokki til skrivliga próvtøku í føroyskum og donskum og í vallærugreinunum á hástigi, sbr. § 3, stk. 4. Eftir 2. studentaskúlaflokki fara allir næmingar á málsligari deild til skrivliga próvtøku í enskum, og allir næmingar á støddfrøðiligari deild, sum hava valt støddfrøði í eini 2 ára gongd, B-stig, til skrivliga próvtøku í støddfrøði. Eftir 1. studentaskúlaflokk fara allir næmingar á málsligari deild til skrivliga próvtøku í støddfrøði.
   Stk. 4. Mentamálastýrið tekur á hvørjum ári tær lærugreinir út, sum tann einstaki næmingurin harumframt fer til munnliga próvtøku í. Vanliga skal einstaki næmingurin hava verið til 2 munnligar próvtøkur áðrenn 3. studentaskúlaflokk. Um próvtøku eftir serligum treytum verður víst til § 16, stk. 2.
   Stk. 5. Fyri næmingar, ið velja latín, lívfrøði ella evnafrøði sum vallærugrein á miðstigi í 3. studentaskúlaflokki, dettur ein møgulig próvtøka eftir 1. studentaskúlaflokk burtur. Tað sama er galdandi fyri næmingar á málsligari deild, sum í 3. studentaskúlaflokki velja støddfrøði á hástigi. Próvtøkan í 1. studentaskúlaflokki telur ikki við í samlaða talinum, sbr. § 2, stk. 2.
   Stk. 6. Endurpróvtøkur, ið eru partur av eini samlaðari studentaskúlagongd, telja ikki við í teimum 10 próvtøkunum, sbr. § 2, stk. 2.

   § 16. 2) (strikað).

Eftirmeting o.a.

   § 17. Undirvísingin á studentaskúlanum skal javnan eftirmetast, so næmingar og lærarar fáa kunnleika um úrslitið av undirvísingini.
   Stk. 2. Fakliga støðið hjá tí einstaka næminginum skal eftirmetast, og verður hetta gjørt við støðumetum, ársmetum, ársroyndarmetum, próvtølum og møguligum ummæli.

   § 18. Sum partur av eftirmetingini verða hesar royndir hildnar, ið ikki eru partar av studentspróvtøkuni:
1)1. studentaskúlaflokkur: Skrivlig ársroynd í føroyskum á báðum deildum, í enskum á málsligari deild og í støddfrøði á støddfrøðiligari deild. Harumframt verður skrivlig várroynd í støddfrøði á málsligari deild.
2)2. studentaskúlaflokkur: Skrivlig ársroynd í føroyskum (serritgerð í føroyskum) og donskum, og í teimum 2-ára vallærugreinunum á hástigi, sum næmingurin hevur í 2. studentaskúlaflokki. Harumframt verður skrivlig várroynd í enskum á málsligari deild og í støddfrøði í 2-ára gongdini á støddfrøðiligari deild.
3)3. studentaskúlaflokkur: Skrivlig várroynd í føroyskum, donskum og teimum lærugreinunum, sum næmingurin hevur á hástigi.

   Stk. 2. Skipað verður fyri skrivligum ársroyndum við undirvísingarlok. Í 1. og 2. studentaskúlaflokki verður á hvørjum ári skipað fyri 3 munnligum royndum/próvtøkum (ársroyndum undir próvtøkulíknandi umstøðum ella próvtøkum), um ikki undirvísingin heldur fram, og tað, ið næmingarnir hava fingið burturúr undirvísingini, verður eftirmett á annan hátt. Til samans skal í minsta lagi skipast fyri 4 munnligum próvtøkum ella ársroyndum undir próvtøkulíknandi umstøðum í 1. og 2. studentaskúlaflokki.
   Stk. 3. Í 2. studentaskúlaflokki fáa næmingarnir í einstaka flokkinum 5 skúladagar, har vanliga undirvísingin verður niðurløgd, til annaðhvørt á skúlanum ella heima at skriva serritgerðina í føroyskum. Einstaki skúlin ger sjálvur av, í hvørjum tíðarskeiði um 1. mai einstaki flokkurin skrivar serritgerðina í føroyskum.
   Stk. 4. Met verða givin fyri várroyndir og ársroyndir. Ársroyndirnar verða hildnar undir próvtøkulíknandi umstøðum. Metini frá várroyndunum eru støði undir ásetan av støðumetunum, og metini frá ársroyndunum er støði undir ásetan av ársmetunum. Várroyndirnar verða hildnar í tíðarskeiðnum februar til hálvan mars.

   § 19. Reglurnar í Kunngerð um studentspróvtøku og hægri fyrireikingarpróvtøku (Próvtøkukunngerðini) viðvíkjandi revsitiltøkum í sambandi við óreiðiliga hjálp undir próvtøku eru eisini galdandi við várroyndirnar, ársroyndirnar, søguuppgávuna og serritgerðina í føroyskum.

   § 20. Ársmet verður givin í øllum lærugreinunum hjá næminginum í øllum trimum studentaskúlaflokkum, smbr. tó § 16.
   Stk. 2. Í lærugreinum, sum hava skrivliga próvtøku til studentspróvtøkuna, verður givið eitt ársmet fyri skrivliga avrikið og eitt ársmet fyri munnliga avrikið. Í øðrum lærugreinum verður givið eitt ársmet.
   Stk. 3. Faklærararnir geva ársmetið í tí einstøku lærugreinini á ársmetsoyðiblaði, sum avvarðandi faklærari undirskrivar. Ársmetið er ein heildarmeting av fakligu støðu næmingsins við undirvísingarárslok.
   Stk. 4. Skrivligu ársmetini í teimum lærugreinum, sum verða loknar avvarðandi ár, skulu verða skrivað í próvtøkubók í seinasta lagi 5 dagar fyri fyrsta skrivligu próvtøkudag. Munnligu ársmetini í teimum lærugreinum, sum verða loknar avvarðandi ár, skulu verða skrivað í próvtøkubók, í seinasta lagi 5 dagar áðrenn munnliga próvtøkuætlanin verður almannakunngjørd. Hini ársmetini verða skrivað við undirvísingarlok.

   § 21. Við støði í eftirmetingini við skúlaárslok gevur lærarafundurin næminginum í 1. ella 2. studentaskúlaflokki, og um næmingurin er undir 18 ár eisini foreldur hansara, ráð um framhald í næsta flokki. Rektarin tekur við støði í tilmæli lærarafundsins avgerð um uppflyting av næmingi í næsta flokk.

Kapittul 5
Stakgreinalestur

   § 22. Eitt studentsprógv kann takast eftir lestrarfyrireikandi undirvísing í støkum lærugreinum, sambært §§ 1-9. Próvtøkur í støkum lærugreinum kunnu setast saman til eina samlaða studentspróvtøku (stakgreinastudentspróvtøku).
   Stk. 2. Kravdar lærugreinir sambært § 3, stk. 2 til eina samlaða studentspróvtøku fevna ikki um tónleik/evning og ítrótt.
   Stk. 3. Reglurnar um eftirmeting í §§ 17-20 eru ikki at nýta fyri stakgreinalesandi. Lærararnir geva tó tvær ferðir um árið teimum stakgreinalesandi tilboð um eina eftirmeting av støðu teirra. Í seinastu hálvu fyri próvtøku skulu tey stakgreinalesandi í øllum lærugreinum, sum enda við skrivligari próvtøku, hava tilboð um at skriva eina uppgávu undir próvtøkulíknandi umstøðum.
   Stk. 4. Farið verður til próvtøku í teimum støku lærugreinum við undirvísingarlok. Verður farið til próvtøku seinni, verður farið til próvtøku sambært reglunum fyri sjálvlesandi, uttan so at farið verður til sjúkrapróvtøku sambært reglunum hesum viðvíkjandi. Hevur ein lærugrein fleiri stig, skal lægra stigið verður staðið, áðrenn farið verður til próvtøku á næsta stigi.
   Stk. 5. Um ein stakgreinalesandi hevur serligar fortreytir í einstøkum lærugreinum, kann rektarin gera av, at undirvísingin fevnir um eitt minni tímatal. Ein stakgreinalesandi, sum fylgir eini tílíkari undirvísing, fer til próvtøku sum sjálvlesandi.
   Stk. 6. Stakgreinalesandi skulu skriva høvuðsuppgávu, áðrenn tey innskriva seg til síðstu próvtøkuna í eini samlaðari studentspróvtøku. Høvuðsuppgávan verður skrivað í einari lærugrein, har tann stakgreinalesandi fær undirvísing ella hevur fingið undirvísing.
   Stk. 7. Innskriving til stakgreinalestur fyri fylgjandi skúlaár fer fram í seinasta lagi 25. juni á tí skúlanum, tann stakgreinalesandi ynskir at fylgja undirvísingini. Innskrivingin fer fram á serligum oyðiblaði, sum Mentamálastýrið ger. Fráboðan um stakgreinalesandi verður sent Mentamálastýrinum sambært reglum, sum Mentamálastýrið ásetur.

Kapittul 6
Sjálvlestur

   § 23. 2) Sjálvlesandi kunnu innskriva seg til próvtøku í einari ella fleiri lærugreinum uttan heilt ella partvíst av hava fingið undirvísing frammanundan á einum skúla.
   Stk. 2. Innskriving til próvtøku sum sjálvlesandi fer fram í seinasta lagi 25. februar á tí skúlanum, tann sjálvlesandi ynskir at fara til próvtøku. Innskrivingin fer fram á serligum oyðublaði, sum Mentamálastýrið ger.

   § 24. Sjálvlesandi verða bjóðað útbúgvingar- og yrkisvegleiðing eins og fakliga vegleiðing. Faklig vegleiðing, ið serliga snýr seg um próvtøkuuppgevingarnar, verður givin einstaklingum ella bólkum, og fevnir hon um ein tíma í hvørjari lærugrein, sum tann sjálvlesandi hevur innskrivað seg til próvtøku í.
   Stk. 2. Í minsta lagi eina ferð um árið verður hildið starvsstovuskeið í lærugreinunum alisfrøði, evnafrøði, ítrótti og lívfrøði. Starvsstovuskeiðið fevnir um tær kravdu verkligu venjingarnar í hesum lærugreinum, sí fylgiskjal 35. Tað er ein fyritreyt fyri innskriving til próvtøku, at tann sjálvlesandi hevur luttikið í einum starvsstovuskeiði í lærugreinini ella á annan hátt hevur gjørt tær kravdu verkligu venjingarnar og kann skjalprógva hetta.

   § 25. Sjálvlesandi kunnu skriva seg inn til próvtøkur í teimum einstøku lærugreinunum uttan mun til útbúgving frammanundan. Hesar treytir skulu tó vera uppfyltar:
1.Til einstøku próvtøkuna verður givið upp lesipensum, eins og frágreiðingar o.a. verða lagdar fram, sum lúka krøvini og reglurnar fyri studentspróvtøku eftir serligum treytum, sbr. fylgiskjølini 1-31.
2.Hevur ein lærugrein fleiri stig, skal lægra stigið vera staðið, áðrenn farið verður til próvtøku á næsta stigi.
3.Ein fyritreyt fyri innskriving til próvtøku í støddfrøði eftir 1 ára gongdini, A-stig, á støddfrøðiligari deild er, at tann sjálvlesandi í seinasta lagi í sama próvtøkutíðarskeiði hevur verið til próvtøku í støddfrøði eftir 2 ára gongdini, B-stig, sbr. § 4, stk. 6.
4.Ein fyritreyt fyri innskriving til próvtøku í enskum á hástigi, A-stig, á málsligari deild er, at tann sjálvlesandi í seinasta lagi í sama próvtøkutíðarskeiði hevur verið til skrivliga próvtøku á kravdum stigi, B-stig.

   § 26. Sjálvlesandi skulu skriva høvuðsuppgávu, áðrenn tey skriva seg inn til síðstu próvtøkuna til eina samlaða studentspróvtøku. Høvuðsuppgávan verður skrivað í einari vallærugrein á hástigi ella í føroyskum, donskum ella søgu.
   Stk. 2. Sjálvlesandi skriva høvuðsuppgávuna - eftir avtalu við skúlan - í einari lærugrein, har tann sjálvlesandi hevur verið til próvtøku ella hevur innskrivað seg til próvtøku í næsta próvtøkuskeiði. Høvuðsuppgávan verður skrivað í tí tíðarskeiði, sum skúlin ásetur.

   § 27. Undirvísing í KT, sí fylgiskjal 4, verður bjóðað stakgreinalesandi/sjálvlesandi. Stakgreinalesandi/sjálvlesandi, sum samanseta próvtøkur í støkum lærugreinum til eina samlaða próvtøku, verða bjóðað KT-brúkaraskeið. Verður einki brúkaraskeið skipað, har tann stakgreinalesandi/sjálvlesandi fylgir undirvísing/fer til próvtøku, kann tann stakgreinalesandi/sjálvlesandi verða vístur til annan skúla at fylgja brúkaraskeiði.

Kapittul 7
Reglur om eftirlit og kærur v.m.

   § 28. Mentamálastýrið hevur yvirskipaða ábyrgd av undirvísingini á studentaskúlunum og hevur eftirlit við henni.
   Stk. 2. Mentamálastýrið kann senda út leiðbeiningar um undirvísingina í lærugreinunum.
   Stk. 3. Mentamálastýrið kann innkalla tær árligu tíma- og lærugreinabýtisætlanir á skúlunum til góðkenningar.
   Stk. 4. Mentamálastýrið kann góðkenna frávik í ásetingunum í kunngerðini, um frávikini eru partar av námsfrøðiligum menningararbeiði, ella um frávikini annars eru partar av einari skipaðari ætlan. Ein fyritreyt fyri hesum er, at møguleikar næminganna at nýta próvtøkuna í framhaldandi útbúgving ikki verða skerdir.

   § 29. Mentamálastýrið kann lata fíggjarligan stuðul til námsfrøðiligt menningararbeiði og til eftirútbúgving av lærarum og øðrum starvsfólkum.

   § 30. Næmingur kann kæra avgerð rektarans sambært hesi kunngerð, herundir avgerð um burturvísing ella onnur agatiltøk, til Mentamálastýrið innan 5 dagar aftaná, at næmingurin er kunnaður um avgerðina.
   Stk. 2. Um næmingurin ikki er myndugur, kann kæran sendast av tí, sum hevur foreldramyndugleikan.
   Stk. 3. Kæran verður send skrivliga til rektaran, sum sendir hana víðari til Mentamálastýrið saman við rektarans ummæli av málinum. Áðrenn málið verður sent Mentamálastýrinum, skal rektarin geva tí, ið kærir, møguleika fyri innan 7 dagar at gera viðmerkingar til ummæli rektarans. Møguligar viðmerkingar skulu eisini sendast Mentamálastýrinum.
   Stk. 4. Mentamálastýrið ger av, um avgerð rektarans skal standa við, ella um avgerðin skal broytast til frama fyri tann, ið hevur kært.

   § 31. Skúlaárið hjá næmingunum er 199 dagar, íroknað próvtøku- og ársroyndartíðarskeiðið.

   § 32. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
   Stk. 2. Samstundis fara kunngerð nr. 102 frá 17. juli 1996 um studentaskúlar og stakgreinalestur á studentaskúlastigi (Studentaskúlakunngerðin) og kunngerð nr. 65 frá 15. juni 1998 um broyting í kunngerð um studentaskúlar og stakgreinalestur á studentaskúlastigi (Studentaskúlakunngerði) úr gildi.
   Stk. 3. Hóast ásetingina í stk. 2, eru ásetingarnar í fylgiskjølunum 1-3, 5-11, 13-24, 26-32, 34-35 í kunngerð nr. 102 frá 17. juli 1996 um studentaskúlar og stakgreinalestur á studentaskúlastigi (Studentaskúlakunngerðin) framvegis í gildi, tó við hesum broyttingum:
"Fylgiskjal 1,Alisfrøði: Punkt 12.1.verður strikað.
Fylgiskjal 2, Alisfrøði-evnafrøði. Punkt 4.2 verður "eftir serligum treytum" broytt til "eftir vanligum terytum".
Fylgiskjal 3,  Danskt: Punkt 8.2. verður strikað.
Fylgiskjal 5,  Enskt: Punkt 7.2, 16.2 og 30.2. verða strikað.
Fygiskjal 11, Franskt: Punkt 13.2 verður strikað.
Fylgiskjal 14, Grikskt: Punkt 7.3 verður strikað.
Fylgiskjal 17, Latín: Punkt 16.3 verður strikað.
Fylgiskjal 19, Lívfrøði: Punkt 18.3 verður strikað.
Fylgiskjal 21, Russiskt: Punkt 14.2 verður strikað.
Fylgiskjal 23, Samfelagsfrøði: Punkt 10.4 verður strikað.
Fylgiskjal 24, Spanskt: Punkt 13.2 verður strikað.
Fylgiskjal 28, Tónleikur: Punkt 8.5 verður broytt til: "Skrivliga arbeiðið verður artvíst gjørt í flokkinum og partvíst sum heimarabeiði. Til samans letur hvør næmingur inn 52 uppgávusvør, sum lærarin rættar og ger viðmerkingar til, og hvørt settið, sum verður svarað, svarar í vavi til 75-100% av einari studentaspróvtøkuuppgávu."
Punkt 10.6, 1) verður broytt til: "1) Framførsla av eini sjálvvaldari solouppgávu (sangur ella ljóðføri)."
Fylgiskjal 29, Týskt byrjanarmál, Punkt 4.5, 5. punktum verður strikað.
  Týskt framhaldsmál: Punkt 11.4, 5. punktum, og 13.2 verða strikað.
Fylgiskjal 31, Vinnulívsbúskapur: Punkt 4.5 verður broytt til: "Próvtøkuspurningar verða settir í tilknýti til útflýggjað tilfar, sum ikki er nýtt í undirvísingini. Hvør próvtakari fær ein spurning, sum er býttur sundur í stigvíst torførari undirspurningar. Hesir verða evnaðir á ein slíkan hátt, at próvtakarin fær høvi at vísa, at hann hevur kunnleika til týdningarmiklar partar av pensum, og at hann megnar at gera eina sjálvstøðuga framløgu."
Fylgiskjal 32, Høvuðsuppgávan: Punkt 6 verður broytt til: "Allar uppgávur skulu skrivast á føroyskum. Rektarin/skeiðleiðarin kann í heilt serligum føri - eftir skrivligari umsókn næmingsins - loyva, at høvuðsuppgávan verður skrivað á øðrum máli. Áðrenn tílíkt loyvi verður givið, skal Mentamálastýrið hava fráboðan."
Punkt 8 verður broytt til: "Næmingurin skal í seinasta lagi 7 samdøgur eftir, at hann hevur fingið útflýggjað uppgávuheitið, lata uppgávusvarið inn í trimum undirskrivaðum eintøkum (1 frumrit og 2 avrit). Næmingurin hevur sjálvur ábyrgdina av, meðan uppgávuvikan er, at goyma tekstin, herundir at trygdarrita, um hann nýtir KT-útgerð, eins og ábygdina av, at tøknilig tól, eitt nú til margfalding og preinting, rigga, so tíðarfreistin verður hildin.""

   Stk. 3. Fyri Fylgiskjal 4, Edv (Juli 1996) og Fylgiskjal 12, Føroyskt (Juli 1996) í kunngerð nr. 102 Kunngerð um studentaskúlar og stakgreinalestur á studentaskúlastigi (Studentaskúlakunngerðin) frá 17. juli 1996 verða í staðin sett Fylgiskjal 4, KT (Juni 2001) og Fylgiskjal 12, Føroyskt (Juni 2001), ið eru fylgiskjøl til hesa kunngerð.
   Stk.4. Hóast ásetingina í stk. 2, eru ásetingarnar í Fylgiskjali 25 (Juli 1998) og Fylgiskjali 33 (Juli 1998) í kunngerð nr. 65 Kunngerð um broyting í kunngerð um studentaskúlar og stakgreinalestur á studentaskúlastigi (Studentaskúlakunngerðin) frá 15. juni 1998 eru Fylgiskjal 25, Støddfrøði (Juli 1998) og Fylgiskjal 33, Eftirmeting og fráboðan til heimini (Juli 1998) framvegis í gildi, tó við hesum broytingum:

"Fylgiskjal 25, Støddfrøði: Í punkt 32.1 verður eftir nr. 3 sett:
"4) Prosent- og renturokning
Prosentrokning, miðal prosenttal, vigað miðaltal, vísitøl og prístøl. Renturokning. Annuitetir: samansparing og lán.
5) Líkindarokning
Roynd. Úrslit og úrslitamongd. Líkindafunka. Endaligt líkindaøki. Hendingar. Sýni. Binominalbýti. Stokastiskur variabul.""

   Stk. 5. Nýggj fýlgiskjøl eru Fylgiskjal 19 A, Oljufrøði (Juni 2001), og Fylgiskjal 24 A, Stjørnufrøði (Juni 2001), ið eru fylgiskjøl hesa kunngerð.

Mentamálastýrið, 26. juni 2001

Óli Holm (sign.)

landsstýrismaður

/ Petur Petersen (sign.)

Fylgiskjøl til studentaskúlakunngerðina

 

Lærugreinir

Lærugreinastyttingar

1

Alisfrøði

AL

2

Alisfrøði-evnafrøði

AE

3

Danskt

DA

4

Edv

-

5

Enskt

EN

6

Evnafrøði

EF

7

Evning

EV

8

Filmur og sjónvarp

FS

9

Fiskivinna

FV

10

Fornaldarfrøði

FF

11

Franskt

FR

12

Føroyskt

13

Geografi

GE

14

Grikskt

GR

15

Heimsspeki

HE

16

Ítróttur

ÍT

17

Latín

LA

18

Leiklist

LE

19

Lívfrøði

20

Religión

RE

 

 

 

 

Lærugreinir

Lærugreinastyttingar

21

Russiskt

RU

22

Sálarfrøði

23

Samfelagsfrøði

SF

24

Spanskt

SP

25

Støddfrøði

ST

26

Søga

27

Teldufrøði

TF

28

Tónleikur

29

Týskt

30

Tøkni

31

Vinnulívsbúskapur

VI

32

Høvuðsuppgávan

 

33

Eftirmeting og fráboðan til heimini

 

34

Námsferðir, starvsvenjing, evnisdagar, felagstímar og lestrarringar

 

35

Starvsstovuskeið fyri sjálvlesandi

 

36

Útbúgvingar- og yrkivegleiðing

 

37

Yvirlit yvir lærugreinastig á studentaskúlanum

 

Fylgiskjal 1

Juli 1996

Alisfrøði

Støddfrøðilig deild

Kravt stig

Endamálið

1. Endamálið er:
a) at næmingarnir fáa ein lykil at skilja heimin og at teir fáa kunnleika til náttúruvísindaligu heimsmyndina,
b) at næmingarnir fáa innlit í alisfrøðiligar meginreglur og arbeiðslag, sum eru grundarlag undir tøknifrøðini í okkara tíð, og
c) at næmingarnir verða kunnugir við alisfrøðiligar hugsanarhættir og háttaløg.

Undirvísingin

2.1 Endamálið við undirvísingini er, at næmingarnir skulu vita skil á høvuðsøkjunum í klassiskari og nýggjari alisfrøði. Næmingarnir skulu vera førir fyri at nýta alisfrøðiligar meginreglur og háttaløg á serligum økjum í náttúru og samfelag. Harumframt skulu næmingarnir venjast at leggja til rættis, gera og lýsa alisfrøðiligar mátingar. Teir skulu duga høvuðsevnini so væl, at teir vera førir fyri at meta um bæði kendar og ókendar spurningar og at gera útrokningar í hesum sambandi. Næmingarnir skulu vera førir fyri at orða seg bæði munnliga og skrivliga um alisfrøðiligar spurningar, og teir skulu vera førir fyri at meta um og viðgera upplýsingar um tøkniligar og náttúruvísindaligar spurningar, sum hava týdning fyri umhvørvi, tøkni, mentanarlív ella samfelagslív sum heild.

2.2 Undirvísingin skal leggjast soleiðis til rættis, at næmingarnir støðugt
a)fáa skil fyri, at fyribrigdi í umheiminum kunnu skiljast á alisfrøðiligum grundarlagi
b)fáa varhuga av alisfrøðini sum heildarlýsing av náttúruni
c)fáa kunnleika til partar av alisfrøðisøguni og fáa varhuga av alisfrøðini sum sannkenningarhátti
d)fáa kunnleika til ítøkilig dømi um, hvussu alisfrøðilig úrslit og háttaløg verða nýtt í tøknifrøði
e)fáa innlit í, at neyvt samband er millum alisfrøðilig úrslit og tøkniliga støðið í samfelagnum og lívskor hins einastaka.

Partar av undirvísingini kunnu leggjast soleiðis til rættis, at ávíst evni (tema) verður lýst í síni heild.

2.3 Stórur dentur skal leggjast á alisfrøðiligar royndir og tað at máta. Royndir, sum næmingarnir sjálvir gera og skriva royndarfrágreiðing um, skulu fevna um einar 40 pultstímar. Næmingarnir skriva 12 royndarfrágreiðingar hvør á 3-7 síður (fylgiskjal ikki íroknað). Mælt verður til at gera 2 størri royndir (6-8 tímar hvør), har næmingar í felag skriva royndarfrágreiðing, sum í arbeiðsbyrði íalt svarar til eina frágreiðing fyri hvønn næming. Verða ongar størri royndir gjørdar, skriva næmingarnir í staðin íalt 12 + 2 = 14 vanligar royndarfrágreiðingar hvør.

2.4 Arbeiðið við alisfrøðini fevnir eisini um uppgávurokning, bæði í tímunum og sum sjálvstøðugt næmingaavrik. Næmingarnir lata inn 24 uppgávurøð. Hvørt rað er í arbeiðsbyrði 40-60% av einum próvtøkuraði í alisfrøði á hástigi.

2.5 Undirvísingin verður løgd til rættis við atliti at øðrum lærugreinum. Serstakliga skal dentur leggjast á at samskipa undirvísingina í alisfrøði og støddfrøði. EDV skal vera partur av undirvísingini. Í sambandi við arbeiðið við royndum kann EDV verða nýtt sum amboð, tá ið tað snýr seg um at fáa til vegar mátingar, viðgera mátingar og samlát, eins og til stýring og eftirlit.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Høvuðsevnini eru:

1) Mekanikkur.

Rørsla eftir beinari linju við javnari ferð. Rørsla eftir beinari linju við javnari akseleratión. Kraft, arbeiði og effekt. Lógir Newtons. Gnígging. Mekanisk orka. Tá ið støddfrøðiligi kunnleikin loyvir tí, verður mekanikkurin rundaður av við differentialrokning.

2) Varmalæra.

Trýst, hiti, mylaástøði. Loftevnalógin og gasslógir. 1. høvuðssetningur við einføldum dømum. Evnisvarmi, kalorimetri, bræðing, guving. Varmaleiðing.

3) Ellæra.

Løðing og streymur. Streymmegi og spenningsmunur. Lóg Joules og lóg Ohms. Resistivitetur. Mótstøða og hiti. Elektrisk orka og effekt. Lógir Kirchhoffs. Mótstøðubindingar. Spenningskeldur og elektromotorisk kraft. Dømi um ikki-lineerar komponentar.

4) Aldulæra.

Um aldur og støddir, ið knýttar eru at aldum. Superpositión og Huygens regla. Afturkasting og bróting. Interferensur, standandi aldur. Gittar og spektur. Ljóð og hoyrn. Dopplereffekt.

5) Atomlæra og kjarnalæra.

Kvantisering og fotónir. Røntgengeisling og spektur. Bygnaður í atomi og geisling frá atomum. Atomkjarnin. Kjarnaandgerðir, geislavirkni og fáningarlógin. Helvtartíð. Jónandi geisling og absorptión. Kjarnorka, fissión og fusión. Geisling og heilsuvandi.

6) Serevni.

Seinna árið verða um leið 10 tímar nýttir at lesa eitthvørt serevni, sum næmingar og lærari velja í felag.

Stundir skulu vera at taka samanum viðgjørdu evnini, til at vísa á samanhang og heildarfatan.

3.2 Heiti, tekn og eindir verða sum heild at nýta sum fyriskrivað í alisfrøðiligum formlasavni.

3.3 Lisnar verður 180-300 síður treytað av slagi av undirvísingartilfari.

Próvtøkan

4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

4.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp umleið helmingin av lisna tilfarinum. Royndarfrágreiðingar, ið hava tilknýti til uppgivna tilfarið, verða sum heild eisini uppgivnar. Serevnið ella partar av tí verða eisini uppgivnir.

4.3 2) Sjálvlesandi geva upp alt lisna tilfarið og allar royndarfrágreiðingarnar, møguliga frá starvsstovuskeiði, sí fylgiskjal 35.

4.4 Loyvdir hjálparmiðlar í fyrireikingartíðini eru: bøkur, talvur, uppgávur, royndarfrágreiðingar og annað skrivligt tilfar, sum hevur verið nýtt ella er skrivað í sambandi við undirvísingina. Tól, sum hava verið nýtt í sambandi við uppgivnu royndirnar. Lummaroknari.

4.5 Próvhoyrarin hevur ábyrgdina av, at próvtakarin hevur til taks neyðugu tólini. Próvhoyrarin hevur eisini ábyrgdina av, at bøkur í uppgivna pensum eru til taks í fyrireikingarhølinum. Øðrum loyvdum hjálparmi_lum hevur próvtakarin ábyrgd av at hava við.

4.6 Próvtakarin verður próvhoyrdur í einum spurningi. Spurningurin kann fevna um fleiri partar av uppgivna tilfarinum, og spurningarnir skulu fevna um alt tað uppgivna pensum. Undir próvhoyringini kunnu verða nýttar talvur, myndir ella aðrir hjálparmiðlar úr royndarfrágreiðingunum. Spurningarnir skulu sum heild fevna um royndartól við tilknýti til evnið. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur er ikki loyvt.

5. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

Støddfrøðilig deild

Hástig

Endamál

6. Endamálið er:
a)at næmingarnir fáa ein lykil at skilja heimin og at teir fáa kunnleika til náttúruvísindaligu heimsmyndina,
b)at næmingarnir fáa innlit í alisfrøðiligar meginreglur og háttaløg, sum eru grundarlag undir tøknifrøðini í okkara tíð, og
c)at næmingarnir verða kunnugir við alisfrøðiligan hugsanarhátt og háttaløg.

Undirvísingin

7.1 Málið við undirvísingini er, at næmingarnir skulu vita skil á høvuðsøkjunum í klassiskari og nýggjari alisfrøði. Næmingarnir skulu vera førir fyri at nýta alisfrøðiligar meginreglur og háttaløg á serligum økjum í náttúru og samfelag. Harumframt skulu næmingarnir venjast at leggja til rættis, gera og lysa alisfrøðiligar mátingar. Teir skulu duga høvuðsevnini so væl, at teir vera førir fyri at meta um bæði kendar og ókendar spurningar og at gera útrokningar í hesum sambandi. Næmingarnir skulu vera førir fyri at orða seg bæði munnliga og skrivliga um alisfrøðiligar spurningar, og teir skulu vera førir fyri at meta um og viðgera upplýsingar um tøkniligar og náttúruvísindaligar spurningar, sum hava týdning fyri umhvørvi, tøkni, mentanarlív ella samfelagslív sum heild.

7.2 Undirvísingin skal leggjast soleiðis til rættis, at næmingarnir støðugt
a)fáa skil fyri, at fyribrigdi í umheiminum kunnu skiljast á alisfrøðiligum grundarlagi,
b)fáa varhuga av alisfrøðini sum heildarlýsing av náttúruni,
c)fáa kunnleika til partar av alisfrøðisøguni og fáa varhuga av alisfrøðini sum sannkenningarhátti,
d)fáa kunnleika til ítøkilig dømi um, hvussu alisfrøðilig úrslit og arbeiðslag verða nýtt í tøknifrøði,
e)fáa innlit í, at neyvt samband er millum alisfrøðilig úrslit og tøkniliga støðið í samfelagnum og lívskor hins einstaka.

Partar av undirvísingini kunnu leggjast soleiðis til rættis, at ávíst evni (tema) verður lýst í síni heild.

7.3 Stórur dentur skal leggjast á alisfrøðiligar royndir og tað at máta. Royndir, sum næmingarnir sjálvir gera og skriva royndarfrágreiðing um, skulu fevna um einar 30 pultstímar. Næmingarnir skriva 10 royndarfrágreiðingar hvør á 3-8 síður (fylgiskjøl ikki íroknað). Herumframt verður mælt til at gera eina størri roynd (6-8 tímar), har næmingarnir í felag skriva royndarfrágreiðing, sum í arbeiðsbyrði íalt svarar til eina frágreiðing fyri hvønn næming. Verður eingin størri roynd gjørd, skriva næmingarnir ístaðin íalt 10 + 2 = 12 vanligar royndarfrágreiðingar hvør.

7.4 Arbeiðið við alisfrøðini fevnir eisini um uppgávurokning, bæði í tímunum og sum sjálvstøðugt næmingaavrik. Næmingarnir lata inn 14 uppgávurøð. Hvørt rað er í arbeiðsbyrði 75-100% av einum próvtøkuraði í alisfrøði á hástigi. Uppgávurnar skulu eisini fevna um høvuðsevnini á felagsstigi.

7.5 EDV skal vera partur av undirvísingini. Í sambandi við arbeiðið við royndum kann EDV verða nýtt sum amboð, tá ið tað snýr seg um at fáa til vegar mátingar, viðgera mátingar og samlát, eins og til stýring og eftirlit.

Innihaldið í undirvísingini

8.1 Høvuðsevnini eru:

1) Mekanikkur

Harmonisk rørsla. Rørsla í samvorðnum kraftfelti. Jøvn sirkulrørsla. Tyngdarfelt og rørsla í miðsóknum tyngdarfelti. Orka í miðsóknum tyngdarfelti. Lógir Keplers. Lógir Newtons. Fylgisveinarørslur. Arbeiði og orka. Gnígging. Mekaniski orkusetningurin. Impulsur og impulsvarðveitsla í einari og tveimum dimensiónum. Stoytir.

2) Ellæra og magnetisma

Statisk elektrisk og magnetisk felt. Kapasitansur. Elektriskt felt um punktløðing og í plátukapasitori. Magnetiskur fluxtættleiki um ein langan linjurættan leiðara og í flatum og longum spolum. Rørsla hjá løddum bitlum í samvorðnum elektriskum og magnetiskum feltum. Induktión og vendistreymur.

3) Atomlæra og kjarnalæra

Nøgd og orka. Q-virði, bindingsorka og kjarnabygnaður. Kjarnaandgerðir og varðveitslusetningar fyri kjarnaandgerðir. Fissión, fusión og kjarnatilgongdir í stjørnunum.

4) Serevni

 Seinna árið verða einir 20 tímar nýttir at lesa eitthvørt serevni, sum næmingar og lærari velja í felag.

Stundir skulu vera at taka samanum viðgjørdu evnini til at vísa á samanhang og heildarfatan.

8.2 Heiti, tekn og eindir verða sum heild at nýta sum fyriskrivað í alisfrøðiligum formlasavni, sum Landsskúlafyrisitingin hevur góðkent.

Próvtøkan

9. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.

10.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 30 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

10.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp tilfar bæði frá felagsstigi og hástigi við høvuðsdenti løgdum á hástigi. Uppgivnar verða 160-200 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum. Uppgivnar verða harumframt 12 royndarfrágreiðingar, sum bæði fevna um felagsstig og hástig.

10.3 2) Sjálvlesandi geva upp alt lisna tilfarið á hástigi og allar royndarfrágreiðingar á hástigi.

Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva herumframt upp alt uppgivna tilfarið á felagsstigi umframt allar royndarfrágreiðingarnar, møguliga frá starvsstovuskeiði, sí fylgiskjal 35.

10.4 Loyvdir hjálparmiðlar í fyrireikingartíðini eru: bøkur, formlasavn, talvur, uppgávur, royndarfrágreiðingar og annað skrivligt tilfar, sum hevur verið nýtt, ella er skrivað í sambandi við undirvísingina. Tól, sum hava verið nýtt í sambandi við uppgivnu royndirnar. Lummaroknari.

10.5 Próvhoyrarin hevur ábyrgdina av, at próvtakarin hevur til taks neyðugu tólini. Próvhoyrarin hevur eisini ábyrgdina av, at bøkur í uppgivna pensum eru til taks í fyrireikingarhølinum. Øðrum loyvdum hjálparmiðlum hevur próvtakarin ábyrgdina av at hava við.

10.6 Próvtakarin verður próvhoydur í einum ástøðiligum spurningi og einari roynd. Spurningur og roynd skulu fevna um hvør sítt evni og verða tey givin próvtakaranum samstundis. Spurningurin kann fevna um fleiri partar av uppgivna tilfarinum, og spurningarnir skulu fevna um alt tað uppgivna pensum. Undir próvtøkuni kunnu verða nýttar talvur, myndir og annað tilfar úr royndarfrágreiðingunum ella øðrum tilfari. Undir próvtøkuni er loyvt próvtakaranum at styðja seg til egnar uppskriftir, sum eru skrivaðar í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur er ikki loyvt. Royndarspurningar skulu sum heild eisini fevna um royndartólini.

11. Givið verður eitt próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

12.1 3) 2) Skrivliga próvtøkan varir 5 tímar, og høvuðsevnini bæði á felagslærugreinastigi og hástigi verða givin upp. Serevnini eru tó undantikin.

12.2 Tá ið mett verður um avrikið til skrivligu próvtøkuna, verður dentur lagdur á, at próvtakarin dugir at greiða frá hugsanarhátti sínum í teksti og myndum. Harumframt verður dentur lagdur á, at valdi roknihátturin er skilagóður, at útrokningarnar eru rættar og at úrslitini verða uppgivin við neyvleika, sum er í samsvari við upplýsingarnar í uppgávutekstinum.

13. Givið verður eitt próvtal fyri skrivligu próvtøkuna. Próvtalið verður givið við støði í meting av einstøku uppgávusvarunum og í eini heildarmeting.

Málslig deild

Miðstig

Endamál

14. Endamálið er:
a)at næmingarnir fáa ein lykil at skilja heimin og at teir fáa kunnleika til náttúruvísindaligu heimsmyndina,
b)at næmingarnir fáa innlit í alisfrøðiligar meginreglur og háttaløg, sum eru grundarlag undir tøknifrøðini í okkara tíð, og
c)at næmingarnir verða kunnugir við alisfrøðiligar hugsanarhættir og háttaløg.

Undirvísingin

15.1 Málið við undirvísingini er, at næmingarnir skulu vita skil á høvuðsøkjunum í klassiskari og nýggjari alisfrøði. Næmingarnir skulu vera førir fyri at nýta alisfrøðiligar meginreglur og háttaløg á serligum økjum í náttúru og samfelag. Harumframt skulu næmingarnir venjast at leggja til rættis, gera og lýsa alisfrøðiligar mátingar. Teir skulu duga høvuðsevnini so væl, at teir vera førir fyri at meta um bæði kendar og ókendar spurningar og at gera útrokningar í hesum sambandi. Næmingarnir skulu vera førir fyri at orða seg bæði munnliga og skrivliga um alisfrøðiligar spurningar, og teir skulu vera førir fyri at meta um og viðgera upplýsingar um tøkniligar og náttúruvísindaligar spurningar, sum hava týdning fyri umhvørvi, tøkni, mentanarlív ella samfelagslív sum heild.

15.2 Undirvísingin skal leggjast soleiðis til rættis, at næmingarnir støðugt
a)fáa skil fyri, at fyribrigdi í umheiminum kunnu skiljast á alisfrøðiligum grundarlagi,
b)fáa varhuga av alisfrøðini sum heildarlýsing av náttúruni,
c)fáa kunnleika til partar av alisfrøðisøguni og fáa varhuga av alisfrøðini sum sannkenningarhátti,
d)fáa kunnleika til ítøkilig dømi um, hvussu alisfrøðilig úrslit og arbeiðslag verða nýtt í tøknifrøði,
e)fáa innlit í, at neyvt samband er millum alisfrøðilig úrslit og tøkniliga støðið í samfelagnum og lívskor hins einstaka.

Partar av undirvísingini kunnu leggjast soleiðis til rættis, at ávíst evni (tema) verður lyst í síni heild.

15.3 Stórur dentur skal leggjast á alisfrøðiligar royndir og tað at máta. Royndir, sum næmingarnir sjálvir gera og skriva royndarfrágreiðing um, skulu fevna um einar 25 pultstímar. Næmingarnir skriva 6 royndarfrágreiðingar hvør á einar 3-8 síður (fylgiskjøl ikki íroknað). Herumframt verður mælt til at gera eina størri roynd (6-8 tímar), har næmingarnir í felag skriva royndarfrágreiðing, sum í arbeiðsbyrði íalt svarar til eina frágreiðing fyri hvønn næming. Verður eingin størri roynd gjørd, skriva næmingarnir í staðin íalt 6 + 2 = 8 vanligar royndarfrágreiðingar hvør.

15.4 Arbeiðið við alisfrøðini fevnir eisini um uppgávurokning, bæði í tímunum og sum sjálvstøðugt næmingaavrik.

15.5 Undirvísingin verður løgd til rættis við atliti at undirvísingini í lærugreinini alis-evnafrøði í øðrum flokki. Somuleiðis verður undirvísingin løgd til rættis við atliti at øðrum lærugreinum. EDV skal vera partur av undirvísingini. Í sambandi við arbeiðið við royndum kann EDV verða nýtt sum amboð, tá ið tað snýr seg um at fáa til vegar mátingar, viðgera mátingar og samlát, eins og til stýring og eftirlit.

Innihaldið í undirvísingini

16.1 Høvuðsevnini eru:
1)Mekanikkur
Rørsla eftir beinari linju við javnari ferð. Rørsla eftir beinari linju við javnari acc. Kraft, arbeiði og effekt. Lógir Newtons. Mekanisk orka.
2)Ellæra
Ringrásir við lineerum komponentum, løðing, streymmegi, spenningsmunur, resistanur, elektromotorisk kraft, elektrisk orka og effekt. Dømi um ikki-lineerar komponentar.
3) Aldulæra
Um aldur og støddir, ið knýttar eru at aldum. Sveiggtíð, frekvensur, sveigvídd, aldulongd og ferð. Superpositión og interferensur. Afturkasting og bróting. Ljóð og hoyrn. Ljós sum dømi um elektromagnetiskar aldur. Optiskt gittar og spektur.
4)Serevni
Um leið 10 tímar verða nýttir at lesa eitthvørt serevni, sum næmingar og lærari velja í felag.

Stundir skulu vera at taka samanum viðgjørdu evnini, til at vísa á samanhang og heildarfatan.

16.2 Heiti, tekn og eindir verða sum heild at nýta sum fyriskrivað í alisfrøðiligum formlasavni, sum Landsskúlafyrisitingin hevur góðkent.

Próvtøkan

17.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

17.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp umleið 2/3 av lisna tilfarinum. Dentur verður lagdur á at geva upp royndarfrágreiðingar, ið hava tilknýti til uppgivna tilfarið.

17.3 2) Sjálvlesandi geva upp alt lisna tilfarið og allar royndarfrágreiðingarnar, møguliga frá starvsstovuskeiði, sí fylgiskjal 35.

17.4 Loyvdir hjálparmiðlar í sambandi við próvtøkuna eru: bøkur, talvur, uppgávur, royndarfrágreiðingar og annað skrivligt tilfar, sum hevur verið nýtt ella er skrivað í sambandi við undirvísingina. Tól, sum hava verið nýtt í sambandi við uppgivnu royndirnar. Lummaroknari.

17.5 Próvhoyrarin hevur ábyrgdina av, at próvtakarin hevur til taks neyðugu tólini. Próvhoyrarin hevur eisini ábyrgdina av, at bøkur í uppgivna pensum eru til taks í fyrireikingarhølinum. Øðrum loyvdum hjálparmiðlum hevur próvtakarin ábyrgd av at hava við.

17.6 Próvtakarin verður próvhoyrdur í einum spurningi. Spurningurin kann fevna um fleiri partar av uppgivna tilfarinum, og spurningarnir skulu fevna um alt tað uppgivna pensum. Undir próvhoyringini kunnu verða nýttar talvur, myndir og aðrir hjálparmiðlar úr royndarfrágreiðingunum. Spurningarnir skulu sum heild fevna um royndartól við tilknýti til evnið. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur er ikki loyvt.

18. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting

Fylgiskjal 2

Juli 1996

Studentaskúlakunngerðin

Alisfrøði-evnafrøði

Málslig deild

Kravt stig

Endamálið

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir fáa kunnleika um týdningin, sum náttúruvísindini hava fyri mentan og samfelagslív,
b)at næmingarnir við at fáast við alisfrøðiligar og evnafrøðiligar spurningar fáa kunnleika um umhvørvisviðurskifti,
c)at næmingarnir fáa vitan um høvuðshugtøk innan alisfrøði og evnafrøði, ið kunnu vera grundarlag undir framhaldandi lesnaði,
d)at næmingarnir fáa skil á alisfrøðiligum og evnafrøðiligum evnum, ið hava týdning í gerandisdegnum,
e)at næmingarnir fáa kunnleika um royndararbeiðshættir, vandamál og trygdarviðurskifti í hesum sambandi,
f)at næmingarnir í ein vissan mun fáa førleika at málbera seg bæði skrivliga og munnliga um einføld alisfrøðilig og evnafrøðilig viðurskifti.

Undirvísingin

2.1 Tað er av týdningi, at undirvísingin er knýtt at viðkomandi fyribrigdum, helst úr gerandisdegnum og á royndarligum støði. Næmingurin skal fáa kunnleika um nýtsluna av modellum í alisfrøði og evnafrøði, men tað er av týdningi, at undirvísingin ikki verður ov vísindakend.

2.2 Undirvísingin fevnir um høvuðsøki og valtilfar. Alisfrøði og evnafrøði skulu vektast javnt í undirvísingini. So vítt tað er gjørligt, skulu bæði alisfrøðilig og evnafrøðilig fyribrigdi koma fyri í hvørjari langætlan.

2.3 Partar av undirvísingini skulu leggjast soleiðis til rættis, at teir verða evnisskipaðir, og ein av langætlanunum skal sum tema hava umhvørvið.

2.4 Royndararbeiðið skal vera týðandi táttur í undirvísingini. Tað fevnir um demonstratiónsroyndir og royndir, gjørdar av næmingunum. Royndirnar skulu dýpa og lýsa ástøðiligu spurningarnar, og tær eiga at vera tætt knýttar at langætlanunum. Næmingarnir skulu skriva dagbók um royndararbeiðið og sýna, at teir eisini eru førir fyri at gera einfaldar útrokningar í hesum sambandi.

2.5 Royndirnar, gjørdar av næmingunum, skulu svara til einar 25 pultstímar. Næmingarnir skulu skriva einar 12 frágreiðingar í sambandi við royndirnar, og lærarin skal rætta og gera viðmerkingar til frágreiðingarnar.

2.6 Næmingarnir skulu kunnast um vandamál og trygdarviðurskifti í sambandi við royndararbeiðið.

2.7 Næmingarnir skulu loysa skrivligar uppgávur, ið eru knýttar at teimum viðgjørdu evnunum. Við í svarinum upp á eina numeriska uppgávu skal so mikið av teksti og myndum vera við, at eingin ivi er um hugsanarháttin hjá næminginum. Eisini skal næmingurin venja seg við at meta um úrslitini.

2.8 Uppgávur verða bæði loystar í tímunum og heima. Skrivliga heimaarbeiðið, ið verður rættað og fær viðmerkingar frá læraranum, fevnir um 5 uppgávusett.

2.9 Edv skal takast við í undirvísingina. Tað kann gerast við at nýta t.d. amboðsforrit, venjingarforrit, samlátsforrit ella dátugrunnar. Í sambandi við royndararbeiðið kann edv nýtast til at savna og viðgera máldar støddir eins og í sambandi við stýring av og eftirliti við royndaruppsetingum.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Høvuðsøkini fevna um:
1)Bygnaðin hjá evnum.
Bygnaðurin hjá atomum og kjarnum verður viðgjørdur (elektronir, protonir, neutronir) og isotopar umrøddir. Eisini verður skeiðbundna skipanin av grundevnunum lýst við høvuðsdenti á tey fyrstu skeiðini. Út frá skeiðbundnu skipanini verður greitt frá, hvussu jonir og molekylir verða gjørd og viðkomandi dømi um jon- og molekylubindingar verða viðgjørd. Høvuðsdenturin verður lagdur á organisku sambindingarnar, tá ið strukturformlar verða valdir.
2)Evnis- og orkubroytingar.
Geislavirknir kjarnar og fáningin av teimum verða viðgjørd. Í hesum sambandi skulu alfa-, beta- og gammafáning, dømi um kjarnareaktiónir (m.a. fusión og fissión), aktivitetur og helvtartíð umrøðast. Ísogan av joniserandi geislingum verður viðgjørd saman við geislareinføri. Molhugtakið og hugtøkini molarur massi, konsentratión (mol/L) og massaprosent verða tikin upp. Dømi um einfaldar brenningsreaktiónir og syru/basu-reaktiónir verða viðgjørd. Einfaldar mongdarrokningar skulu eisini gerast og pH-hugtakið umrøðast. Dømi um orkukeldur, orkusløg og orkubroytingar, har orkuvarðveitsla verður havd í huga, verða viðgjørd.

3.2 Í mest møguligan mun verða tey heiti, súmbol og mátieindir nýtt, ið Dansk Standardiseringsråd mælir til at nýta. Eisini eigur skipaða navnagávan eftir IUPAC viðvíkjandi evnum at verða nýtt í mest møguligan mun.

3.3 Tá ið arbeitt verður við kemikalium, verða tey ymisku vandasúmbolini og vanda- og trygdarsetningarnir (V- og T-setningar) umrødd. Reglur fyri, hvussu slepst av við evnafrøðiligt burturkast, verða gjøgnumgingnar. Trygdarviðurskifti í sambandi við geislavirkin evni verða eisini umrødd.

3.4 Økini "Bygnaður hjá evnum" og "Evnis- og orkubroytingar" taka ávikavist umleið 1/6 og umleið 1/2 av samlaðu undirvísingartíðini. Valtilfarið tekur umleið 1/3 av undirvísingartíðini.

3.5 Lisnar verða 120-160 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nýtt verður.

Próvtøkan

4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflyggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

4.2 2) Próvtøkupensum hjá næmingum, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er umleið 80-100 síður av lesipensum, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nýtt er, og teimum frágreiðingum, ið eru knýttar at undirvísingartilfarinum. Skrivligt heimaarbeiði og dagbøkur skulu vanliga vera partur av próvtøkupensum. Próvtøkupensum skal veljast soleiðis, at tað fevnir um stórar samanhangandi eindir bæði úr høvuðsøkjum og valtilfari.

4.3 Próvtøkupensum hjá sjálvlesandi og næmingum, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er tað sama sum lesipensum umframt allar frágreiðingarnar frá einum starvsstovuskeiði ella onkrum tílíkum.

4.4 Í fyrireikingartíðini er próvtakaranum loyvt at nýta hesar hjálparmiðlar: Skrivligir samandráttir, talvur, uppgávur, frágreiðingar og annað skrivligt tilfar, ið hevur verið nýtt ella hevur verið gjørt í sambandi við undirvísingina. Tól, ið hava týdning fyri royndarliga partin av próvtøkupensum, og góðkendan lummaroknara.

4.5 Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini umframt møgulig fylgiskjøl í sambandi við spurningin, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini. Eisini kunnu talvur, myndir o.tíl. frá frágreiðingum hjá próvtakaranum ella øðrum hjálparmiðlum nýtast. Tá ið royndararbeiði er við í próvtøkuspurninginum, eiga týðandi tól at vera tikin við í próvhoyringina.

5. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

Fylgiskjal 3

Juli 1996

Studentaskúlakunngerðin

Danskt

Endamálið

1. Endamálið er, at næmingarnir menna
a)sítt málsliga, fagurfrøðiliga og søguliga medvit, sína sjálvsfatan, ímyndingarevni og evni síni at skildøma,
b)hug og evni at lesa fagrar bókmentir og onnur tekstasløg hugaliga, men tó vandaliga
c)førleika sín at greina, tulka og meta um,
d)sína fatan av bókmentasøguligu, siðsøguligu og søguligu gongdini, ið hevur havt týdning fyri tann mentanararv, ið finst í Danmark og hinum Norðurlondunum, umframt aðrastaðni,
e)evni síni at umhugsa málslig fyribrigdi, skrivliga og munnliga.

Undirvísingin

2.1 Høvuðstátturin í lærugreinini er danskir, norðurlendskir og aðrir tekstir, við serligum atliti at nágreinligari og samanfatandi lestri og viðgerð, har mál, søga og fagurfrøði ganga saman í greining, tulking og uppliving. Fjølmiðlatekstir skulu somuleiðis vera umboðaðir. Skrivligi tátturin er partur av undirvísingini.

2.2 Í vavi fevnir tekstalesingin um um leið 250 normalsíður, umframt 4 verk og 2 sjálvlisin verk. Hvør pultstími, sum burturav verður brúktur til audiovisuella undirvísing, kann umroknast til 5 síður í lesipensum, tó í mesta lagi 40 normalsíður.

2.3 Tekstalesturin fevnir um søguligan lestur og sjálvvaldar lestrartættir, helvt um helvt.

2.4 Undirvísingin í donskum verður løgd soleiðis til rættis, at bygt verður á viðkomandi tættir úr lærugreinini føroyskum 1. árið, og at lærugreinirnar í størst møguligan mun arbeiða saman.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Karmar fyri tekstalestri:
1)Søguligur lestur:
Søguligi lesturin fevnir um tekstir frá fornøldini fram til okkara tíð. Við søguliga lestrinum menna næmingarnir evni teirra at uppliva og skilja tilfar í einum søguligum høpi. Søguligi lesturin er settur saman av:
 a)nýggjastu tíðini,
 b)ávísum tíðarskeiðum,
 c)søguliga tekstalestrinum annars.

Við nýggjastu tíðina skilst seinastu 40 árini. Tíðarskeiðið, ið lisið verður, skal liggja framman undan seinastu 40 árunum. Søguligi lesturin annars kann leggjast til rættis annaðhvørt sum evnislestur, har eitt evni frá fornøldini fram til í dag verður viðgjørt, ella við at lesa brot úr søguligu gongdini. Hesi tíðarskeið verða vald og løgd soleiðis til rættis, at bæði nýskapan og framhald í bókmentunum koma týðiliga til sjóndar. Tilsamans skal søguligi lesturin og skipan hansara geva næmingunum vitan um høvuðsrákini í donskum og altjóða bókmentum og mentanarlívi sum heild.
2)Lestrartættir:
Arbeitt verður eisini við nøkrum avmarkaðum evnum innan fakøkið, ið næmingar velja í samráð við læraran. Hetta kann annaðhvørt taka støði í øðrum arbeiði hjá flokkinum í lærugreinini, ella í tilfari, ið annars ikki varð komið inn á.

3.2 Tekstalesturin fevnir um:
1)Verk.
Sum partur av tekstalestrinum verða lisin í minsta lagi 4 verk. 3 teirra skulu liggja innan fyri bókamentaligu høvuðsbólkarnar: skaldsøga, stuttsøgusavn, yrkingarsavn ella sjónleikur. Hitt fjóðra kann verða innan onkran annan bólk ella tekstaslag. Í minsta lagi eitt av verkunum skal lesast í sambandi við tíðarskeiðslestrurin, eitt skal vera annað norðurlendskt verk enn danskt, annaðhvørt á upprunamáli ella í danskari týðing. Í minsta lagi eitt av verkunum skal vera frá áðrenn 1900.
2)Ískoytislestur.
Hvør sær ella í smærri bólkum skulu næmingarnir lesa 2 verk, eitt hvørt lestrarárið. Næmingarnir velja verkini, og lærarin skal góðkenna tey. Ein skrivlig uppgáva verður gjørd um annað av verkunum.
3)Aðrar norðurlendskar bókmentir.
Í sambandi við tann tekstalestur, ið nevndur er omanfyri, skulu svenskir og norskir tekstir lesast á upprunamáli. Bókmentir úr øðrum londum í umseting kunnu lesast á øllum økjum. Lesast skulu í minsta lagi 25 normalsíður á svenskum og 25 normalsíður á norskum.

Mál

4.1 Í undirvísingini er málið ein nátúrligur partur av viðgerðini av tekstum. Málslig fyribrigdi og málnýtsla sum heild verða viðgjørd.

4.2 Munnligi tátturin skal framhaldandi menna málførleika næminganna, m.a. við samtalu og upplestri. Næmingarnir skulu hava kunnleika um týdningin av málsliga framburðinum fyri tekstafatan.

4.3 Skrivligi tátturin skal fáa næmingarnar at royna og menna seg í ymsari skriving, frá tí yrkiskenda til tað listarliga. Skrivaðar verða 16 uppgávur (íroknað uppgávur til royndir og til próvtøku) til støddar sum próvtøkuuppgávurnar. Helvtin av uppgávunum eru av próvtøkuslagnum, meðan hin helvtin kann vera aðrar størri ella minni uppgávur. Heruppií er skrivlig viðgerð av einum sjálvlisnum verki eftir ávísum setningi.

5. Teld, herundir elektronisk tekstaviðgerð, er partur av undirvísingini.

Høvuðsuppgávan

6.1 Í høvuðsuppgávuni skal næmingurin seta seg inn í eitt sjálvvalt evni og sýna evni til sjálvstøðugt at bera øðrum tað innlit, hann hevur ognað sær.

6.2 Evnið í uppgávuni og arbeiðshátturin skal liggja innan karmarnar hjá lærugreinini. Evnið kann vera framhald av tilfari, sum er gjøgnumgingið í flokkinum, men tær brúktu bókmentirnar mugu ikki hava verið nýttar í undirvísingini.

6.3 Dømingin verður grundað á eina heildarmeting av, hvussu næmingurin hevur greitt frá týdningarmestu táttunum í valda evninum, og hvussu uppgávutilfarið verður skipað, viðgjørt og lagt fram.

Próvtøkan

7.1 Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.

7.2 Munnliga próvtøkan fevnir um próvhoyring í einum ólisnum og einum lisnum teksti. Fyrireikingartíðin er umleið 60 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

7.3 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp til próvtøkuna í minsta lagi 100 normalsíður umframt 2 verk. Norskir og svenskir tekstir skulu vera umboðaðir. Ongin stuttur tekstur telur meiri enn 4 normalsíður. Próvtakararnir verða próvhoyrdir í einum lisnum og einum ólisnum teksti. Próvhoyrarin velur ólisna tekstin, sum kann vera upp til 8 normalsíður til longdar. Rithøvundur og útgávuár skulu vera tilskilað, og um neyðugt orðafrágreiðingar. Er talan um brot úr longri teksti, skal stuttur samandráttur vera. Próvtøkupensum skal vera javnt umboðað í próvtøkuspurningunum.

7.4 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum.

7.5 Próvtakarin fær lisnan og ólisnan tekst við sær inn til fyrireikingar. Próvtakarin fær próvtøkuspurningin skrivliga, umframt reint, vælprentað eintak av lisnum og ólisnum teksti. Í fyrireikingarhølinum er næminginum loyvt at hava við sær egnar uppskriftir, allar bøkur og alt tilfar, sum hevur verið brúkt í undirvísingini. Í fyrireikingarhølinum skulu hesar orðabøkur vera til taks: Føroysk-donsk orðabók, Donsk-føroysk orðabók, Nudansk Ordbog, fremmedordbog umframt hóskandi uppslagsbøkur. Undir próvhoyringini kunnu sum stuðul undir framløguni brúkast uppskriftir gjørdar í fyrireikingartíðini, men beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.

7.6 Próvhoyringin tekur støði í einari framløgu hjá próvtakaranum og fer fram sum ein samtala á donskum millum próvtakara og próvhoyrara. Í próvhoyringini skal próvtakarin vísa evni síni at greina og tulka tekstin og draga fram aðaltættirnar í tekstinum, harumframt skal próvtakarin eisini duga at seta tekstin inn í eitt mentanarligt, samfelagsligt ella tíðartongt høpi.

7.7 Givið verður 1 próvtal fyri munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting. Í metingini skal størri dentur leggjast á evni próvtakarans at viðgera ólisna tekstin.

8.1 Skrivliga próvtøkan varir 5 tímar. Próvtakarin kann velja millum fleiri uppgávur, grundaðar á ymiskt tilfar.

8.2 2) (Strikað).

8.3 Próvtøkan skal vísa evnini hjá próvtakaranum at orða seg greidliga á donskum máli um samansett fyribrigdi. Harafturat skal dentur leggjast á evni próvtakarans at leggja tilfarið til rættis, at próvføra og bera fram vitan, royndir og upplivingar.

8.4 Givið verður 1 próvtal fyri skrivliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

Studentaskúlakunngerðin

Fylgiskjal 4

Juni 2001

KT

Endamálið

1.1 Endamálið við KT-brúkaraskeiðnum, smbr. punkt 2.2, er, at næmingarnir ogna sær
a)førleika í at nýta KT-útgerðina hjá skúlannum, og
b)vitan og førleika, sum kann gerast grundarlag undir nýtslu av KT í øllum lærugreinum.

1.2 Endamálið við KT-undirvísingini annars er, at næmingarnir ogna sær
a)kunnleika í at nýta KT,
b)kunnleika til nýtslu av KT innan ymsar lærugreinir, og
c)innlit í samspælið millum KT, einstaklingin og samfelagið og millum KT, menniskjað og mentanina, og fær høvi at ogna sær sjónarmið og hugburð um hetta.

Undirvísingin

2.1 KT-undirvísingin fevnir tilsamans um 100 pultstímar. Undirvísingin í KT fer fram í øllum lærugreinunum, ið samskipa undirvísingina sínámillum.

2.2 KT-undirvísingin byrjar við stuttum brúkaraskeiði í 1. studentaskúlaflokki í einari ella fleiri lærugreinum, har skrivligt arbeiði er kravt. Lærararnir í flokkinum leggja brúkaraskeiðið til rættis sum part av samskipanini av tí skrivliga arbeiðinum, og brúkaraskeiðið skal skapa grundarlag fyri at nýta KT í undirvísingini í øllum lærugreinum.

2.3 KT-undirvísingin fer fram frá 1. til 3. studentaskúlaflokk. Undirvísingin kann verða løgd til rættis fyri hvørja lærugrein sær ella sum tvørfakligt samstarv. Undirvísingin skal viðgera tað hugvísindaliga, samfelagsvísindaliga og nátturuvísindaliga fakøkið og kann samanteingjast við allar lærugreinirnar í studentaskúlanum.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Á brúkaraskeiðnum verður høvuðsdenturin lagdur á at nýta KT sum amboð. Undirvíst verður í nýtslu av í minsta lagi trimum vanligum forritum (t.d. tekstviðgerð, rokniark, myndaviðgerð, dátugrunnur, kagari). Tá ið forrit verða vald, skal leggjast upp fyri, hvussu KT kann nýtast í undirvísingini innan tað hugvísindaliga, samfelagsvísindaliga og náttúruvísindaliga økið. Forritini, ið verða nýtt, skulu brúkast til at gera í minsta lagi eina skrivliga uppgávu, ið faklærarin skal rætta, og sum er partur av skrivliga arbeiðinum í teimum ymsu lærugreinunum.

3.2 KT-undirvísingin er partur av undirvísingini í teimum einstøku lærugreinunum, smbr. lærugreinaskjølini. KT skal annars takast upp í undirvísingina, í tann mun hetta natúrliga kann fremja endamál, ið eru serstøk fyri ta einstøku lærugreinina.

Fráboðan og próvtøka

4.1 Á hvørjum ári sendir hvør skúli Mentamálastýrinum upplýsingar um vav og innihald av brkaraskeiðnum, sambært ásetingum hjá Mentamálastýrinum.

4.2 Frágreiðing um KT-undirvísingina annars verður givin sambært reglunum í teimum einstøku lærugreinunum. Gjøgnumgingið tilfar verður partur av lesipensum í teimum lærugreinunum, har tað er lisið, og tilfarið verður givið upp til próvtøku sambært reglunum í teimum einstøku lærugreinunum.

Fylgiskjal 5 1)

Mai 2002

Enskt

Málslig deild

Kravt stig

B-stig

Endamál

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir framhaldandi menna evnini at skilja og brúka enska málið í talu og skrift,
b)at næmingarnir menna almennu máltilvitskuna og fatanina av sambandinum millum mál og mentan,
c)at næmingarnir fáa førleika at greina og tulka tekstir á enskum máli,
d)at næmingarnir gjøgnum arbeiði við tekstunum fáa innlit í týðandi tættir av mentan, søgu og samfelagslívi í Stóra Bretlandi og USA, og í ávísan mun í øðrum ensktmæltum økjum,
e)at næmingarnir verða førir fyri at skilja líkskap og munir millum teirra egna sannroyndarheim og tann heim, sum teir koma fram á í tekstum á enskum máli.

Undirvísingin

2.1 Málførleiki næminganna verður fyrst og fremst mentur í sambandi við tekstlestur, skrivligt arbeiði og tilognan av enskari mállæru. Meginreglan er, at undirvísingin fer fram á enskum.

2.2 Fyrst og fremst verða lisnir tekstir, sum eru grundleggjandi fyri fatanina av týdningarmiklum spurningum í bretskari og amerikanskari mentan í einum søguligum og nútíðarligum høpi. Í sambandi við lestur av teimum einstøku tekstunum skulu næmingarnir nema sær vitan um søgulig, geografisk, mentanarlig og samfelagslig viðurskifti í so stóran mun, at tekstlesturin fær dýpd og frásjón.

2.3 Teir lisnu tekstirnir skulu greinast og tulkast á enskum í samsvari við málsliga førleikan hjá næmingunum. Næmingarnir skulu læra at brúka hóskandi lesihættir, eitt nú nágreiniliga lesing, yvirlitslesing og leitan eftir upplýsingum. Undirvíst verður í notatteknikki og í at brúka orðabøkur. KT er partur av undirvísingini.

2.4 Evnini at málbera seg skrivliga verða serstakliga ment við at svara skrivligum uppgávum av ymiskum slagi og í ymiskum vavi, m.a. í sambandi við tekstlesturin.

2.5 Arbeitt verður miðvíst við at økja um málsliga førleika næminganna og vitan teirra um enska mállæru, merkingarfrøði (semantikk) og í minni mun stílfrøði (stilistikk) og málnýtslureglur.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Lesipensum fevnir um uml. 500 normalsíður av ótillagaðum teksti á ymiskum torleikastigum, herundir tekstir frá fyri 1900 og tekstir frá seinastu 10 árunum. Umframt bretskar og amerikanskar tekstir verða tekstir lisnir frá í minsta lagi einum øðrum enskttalandi øki.

3.2 Lisið verður eitt fjølbroytt úrval av fagurbókmentum: Skaldsøga, stuttsøga, yrkingar og sjónleikur skulu vera umboðað. Umframt hetta verður lisið eitt tal av yrkistekstum av ymiskum slagi og á ymiskum torleikastigi, t.d. greinar í yrkistíðarritum, ævisøgur, samrøður og ritroyndir. Lisnir verða eisini tekstir um náttúruvísindi og tøknifrøði. 2 heil verk skulu vera partur av pensum.

3.3 Lesipensum verður lagt soleiðis til rættis, at tað fevnir um 3 serliga lisin evni, hvørt vanliga 3-6 tekstir í vavi. Eitt evni kann t.d. vera eitt tekstslag ella ein fjølmiðil, ein týðandi mentanarligur, sosialur ella politiskur spurningur, eitt tíðarskeið, eitt bókmentaligt tema ella eitt ritverk. Í minsta lagi eitt evni skal viðgerast úr søguligum sjónarhorni.

3.4 Tekstir, sum verða bornir fram gjøgnum aðrar miðlar enn teir prentaðu, skulu vera partur av lesipensum. Hvør pultstími, sum verður brúktur til arbeiði við slíkum tekstum, telur 2 normalsíður av lesipensum. Hetta tilfar kann fevna um í mesta lagi 10% av lesipensum.

3.5 2) Skrivliga arbeiðið fer fram lutvíst heima og lutvíst í flokkinum/bólkinum. Skrivliga arbeiðið fevnir um til samans 30 uppgávur á 2-4 síður. 2 smærri uppgávur telja sum ein vanlig uppgáva. Lærarin ger viðmerkingar til innlatnu uppgávurnar, bæði í flokkinum/bólkinum og einsæris.

3.6 Undirvísingin í mállæru og málnýtslureglum fer lutvíst fram gjøgnum málsligar venjingar og uppgávur, lutvíst í sambandi við skrivliga heimaarbeiðið og tekstlesturin.

Próvtøkan

4. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.

5.1 Munnliga próvtøkan fevnir um próvhoyring í einum lisnum og einum ólisnum teksti. Til tann lisna tekstin er fyrireikingartíðin umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

5.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp eitt nágreiniliga lisið úrval av lesipensum á 125 normalsíður, sum umboðar lutvíst tey 4 fagurbókmentasløgini og yrkisbókmentir, lutvíst tey serliga lisnu evnini og tekstirnar frá fyri 1900, umframt tekstirnar frá teimum seinastu 10 árunum og tey longru, heilu verkini. Eingin einstakur tekstur má telja meira enn 20 normalsíður. Einans tekstir í prentaðum líki kunnu vera partur av próvtøkupensum.

5.3 2) Fyri sjálvlesandi er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum.

5.4 Undir fyrireikingini og próvhoyringini skulu brúkast rein eintøk av teimum tekstútgávum, sum eru givnar upp í lesipensum. Í fyrireikingarrúminum kunnu brúkast egnar uppskriftir, tær uppskriftir og teir orðalistar, sum eru útflýggjað í sambandi við undirvísingina, umframt allir teir tekstir, sum eru tilskilaðir í lesipensum. Aðrir hjálparmiðlar eru ikki loyvdir. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.

5.5 Próvhoyringin í lisnum teksti tekur støði í einum tekstbroti á umleið 0,5 normalsíðu. Brotið verður lisið upp og undir samtalu á enskum verður próvtakarin royndur í sínum evnum at málbera seg og í síni fatan av
a)týðandi innihaldsligum og málsligum staklutum í tí givna tekstbrotinum og leikluti tess í heildini, og
b)tekstinum sum heild og tí høpi, hann stendur í.

Próvtakarin byrjar samtaluna við sjálvstøðugari framløgu av tekstinum.

Tá uml. 1/3 av próvtøkutíðini er eftir, fær próvtakarin handaðan ein prosatekst, sum próvdómarin hevur valt, á umleið 0,5 normalsíðu á hóskandi leksikalskum og syntaktiskum torleikastigi. Eftir ein kunnandi gjøgnumlestur av tekstinum skal próvtakarin prógva, hvussu væl hann hevur skilt enska tekstin við at umseta hann til føroyskt.

6. Givið verður 1 próvtal fyri alt tað munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

7.1 2) Skrivliga próvtøkan er býtt í tveir partar og varir 5 tímar. Alt uppgávusettið verður býtt út við próvtøkubyrjan. Fyrri parturin, ið varir ein tíma, fer fram uttan nýtslu av teldu ella øðrum hjálparmiðlum. Tá ið 1 tími er farin, verður fyrri parturin av uppgávusettinum savnað inn. Í seinna partinum kunnu allir hjálparmiðlar verða nýttir.

7.2 2) (Strikað).

8.1 2) Í dømingini verður dentur lagdur á, hvussu væl próvtakarin hevur skilt tilfarið, sum hann viðger, og hvussu hann megnar at orða seg væl og fjølbroytt á enskum innan karmarnar í enska málbygnaðinum. Próvtakarin skal vera nøkulunda stinnur í idiomatikki, semantikki, syntaksi, morfologi og ortografi.

8.2 Givið verður 1 próvtal fyri alt tað skrivliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

Málslig deild

Hástig

A-stig

Endamál

9. Endamálið er,
a)at næmingarnir framhaldandi menna evnini at skilja og brúka enska málið væl og rámandi í talu og skrift,
b)at næmingarnir framhaldandi menna og dýpa almennu máltilvitskuna og fatanina av sambandinum millum mál og mentan,
c)at næmingarnir framhaldandi menna teirra førleika í at greina og tulka tekstir á enskum máli,
d)at næmingarnir gjøgnum arbeiði við tekstunum fáa djúpari innlit í týðandi tættir av serliga bretskari og amerikanskari mentan, søgu og samfelagslívi
e)at næmingarnir dýpa teirra fatan av líkskapi og muni millum teirra egna sannroyndarheim og tann heim, sum teir koma fram á í tekstum á enskum máli, og
f)at næmingarnir verða førir fyri at ogna sær og orða prinsipiellar og ástøðiligar umhugsanir á enskum í sambandi við arbeiðið við tekstum og evnum.

Undirvísingin

10.1 Málførleiki næminganna verður fyrst og fremst mentur í sambandi við tekstlestur, skrivligt arbeiði og tilognan av enskari mállæru. Meginreglan er, at undirvísingin fer fram á enskum.

10.2 Fyrst og fremst verða lisnir tekstir, sum eru grundleggjandi fyri fatanina av tðdningarmiklum spurningum í bretskari og amerikanskari mentan í einum søguligum og nútíðarligum høpi. Í sambandi við lestur av teimum einstøku tekstum skulu næmingarnir nema sær vitan um søgulig, geografisk, mentanarlig og samfelagslig viðurskifti í so stóran mun, at tekstlesturin fær dðpd og frásjón.

10.3 Teir lisnu tekstirnir skulu greinast og tulkast á enskum í samsvari við málsliga førleikan hjá næmingunum. Næmingarnir skulu økja um førleika sín at brúka hóskandi lesihættir. Í sambandi við tekstlesturin skulu næmingarnir fáa undirvísing í sjálvstøðugari handbókanðtslu og bókmentaleiting. KT er partur av undirvísingini.

10.4 Evnini at málbera seg skrivliga verða serstakliga ment við at svara skrivligum uppgávum av ymiskum slagi og í ymiskum vavi, m.a. í sambandi við tekstlesturin.

10.5 Arbeitt verður miðvíst við framhaldandi at økja um málsliga førleika næminganna og vitan teirra um enska mállæru, merkingarfrøði (semantikk), stílfrøði (stilistikk) og málnýtslureglur.

Innihaldið í undirvísingini

11.1 Lesipensum fevnir um umleið 400 normalsíður av ótillagaðum teksti, fyrst og fremst fagurbókmentir (skaldsøga, stuttsøga, yrkingar og sjónleikur) her í millum tekstir frá fyri 1900 og tekstir frá seinastu 10 árunum. Tekstir lisnir á kravdum stigi kunnu ikki vera partur av hesum.

11.2 Lesipensum verður lagt soleiðis til rættis, at tað fevnir um m.a. eitt serliga lisið evni, vanliga 3 - 6 tekstir. Evnið skal fevna um ein ella fleiri ástøðiligar tekstir. Eitt evni kann t.d. vera eitt tekstslag ella ein fjølmiðil, ein týðandi mentanarligur, sosialur ella politiskur spurningur, eitt tíðarskeið, eitt bókmentaligt tema ella eitt ritverk.

11.3 Ein sjónleikur eftir Shakespeare verður lisin.

11.4 Tekstir, sum verða bornir fram gjøgnum aðrar miðlar enn teir prentaðu, kunnu vera partur av lesipensum, tó í mesta lagi 10%. Hvør pultstími, sum verður brúktur til arbeiði við slíkum tekstum, telur 2 normalsíður av lesipensum.

11.5 2) Skrivliga arbeiðið fer fram lutvíst heima og lutvíst í flokkinum/bólkinum. Skrivliga arbeiðið fevnir um til samans 15 uppgávur á 4-5 síður. 2 smærri uppgávur telja sum ein vanlig uppgáva. Lærarin ger viðmerkingar til innlatnu uppgávurnar, bæði í flokkinum/bólkinum og einsæris.

11.6 Undirvísingin í mállæru og málnýtslureglum fer fram lutvíst gjøgnum málsligar venjingar og uppgávur, lutvíst í sambandi við skrivliga heimaarbeiðið og tekstlesturin.

Høvuðsuppgávan

12.1 Í høvuðsuppgávuni skal næmingurin seta seg inn í eitt sjálvvalt evni og sðna evni til sjálvstøðugt at taka saman um og bera øðrum tað innlit, ið hann hevur ognað sær.

12.2 Evnið á uppgávuni og arbeiðshátturin skal liggja innan karmarnar hjá lærugreinini. Evnið kann vera framhald av tilfari, sum er gjøgnumgingið í flokkinum, men tær brúktu bókmentirnar skulu vera nðggjar.

12.3 Grundbókmentirnar og meginparturin av stuðulsbókmentunum skulu verða lisin á enskum, so at nærum øll sitat í svarinum eru á enskum.

12.4 Dømingin byggir á eina heildarmeting, har fylgjandi spurningar hava serligan týdning: verður nóg neyvt og fjøltáttað greitt frá teimum týdningarmestu táttunum av evninum? verða tey nágreiniliga viðgjørd? er framløgan greidliga skipað? er málburðurin greiður og klárur? eru stuðulsbókmentirnar í rímiligan mun tiknar við? og eru kelduávísingarnar neyvar og viðkomandi? Um skrivað verður á enskum, verður hetta ikki í sjálvum sær roknað sum ein fyrimunur í dømingini.

Próvtøkan

13. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.

14.1 Munnliga próvtøkan fevnir um próvhoyring í einum lisnum og einum ólisnum teksti. Til tann lisna tekstin er fyrireikingartíðin umleið 30 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflyggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

14.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, og sum hava luttikið í undirvísingini ella verið til próvtøku á kravdum stigi á málsligu deild, geva upp eitt nágreiniliga lisið úrval á 125 normalsíður av lesipensum. Tey 3 skaldskaparsløgini, tað serliga lisna evnið (við ástøðiligum teksti/tekstum), tekstir frá fyri 1900 og tekstir frá teimum seinastu 10 árunum, skulu vera umboðað. Úr tí lisna sjónleikinum eftir Shakespeare skulu gevast upp í minsta lagi 15 og í mesta lagi 20 normalsíður. Eingin einstakur tekstur má telja meiri enn 20 normalsíður. Einans tekstir í prentaðum líki kunnu vera partur av próvtøkupensum.

14.3 2) Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, og sum ikki verið til próvtøku á kravdum stigi á málsligu deild, geva upp eitt nágreiniliga lisið úrval á 125 normalsíður av einum lesipensum á 900 normalsíður, sum er ájavnt lesipensum fyri kravt stig á málsligu deild og hástig á málsligu deild til samans.

14.4 2) Sjálvlesandi geva upp eitt próvtøkupensum á 900 normalsíður, sum er ájavnt lesipensum á kravdum stigi á málsligu deild og á hástigi á málsligu deild til samans. Hevur tann sjálvlesandi fylgt undirvísingini ella verið til próvtøku á kravdum stigi á málsligu deild, verður pensum minkað niður í 400 normalsíður, sum er ájavnt við lesipensum á hástigi.

14.5 Undir fyrireikingini og próvhoyringini skulu brúkast rein eintøk av teimum tekstútgávum, sum eru givnar upp í lesipensum. Í fyrireikingarrúminum kunnu brúkast egnar uppskriftir, tær uppskriftir og teir orðalistar, sum eru útflýggjað í sambandi við undirvísingina, umframt allir teir tekstir, sum eru tilskilaðir í lesipensum. Aðrir hjálparmiðlar eru ikki loyvdir. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.

14.6 Próvhoyringin í lisnum teksti tekur støði í einum tekstbroti á umleið 3/4 normalsíðu. Brotið verður lisið upp og undir samtaluni á enskum verður próvtakarin royndur í sínum evnum at málbera seg og í síni fatan av
a)týðandi innihaldsligum og málsligum staklutum í tí givna tekstbrotinum og leikluti tess í heildini, og
b)tekstinum sum heild og tí høpi, hann stendur í.

Próvtakarin byrjar samtaluna við sjálvstøðugari framløgu av tekstinum.

Tá umleið 1/3 av próvtøkutíðini er eftir, fær próvtakarin handaðan ein prosatekst, sum próvdómarin hevur valt, til støddar umleið 3/4 normalsíðu á hóskandi leksikalskum og syntaktiskum torleikastigi. Eftir ein kunnandi gjøgnumlestur av tekstinum skal próvtakarin prógva, hvussu væl hann hevur skilt enska tekstin við at umseta hann til føroyskt.

15. Givið verður 1 próvtal fyri alt tað munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

16.1 2) Skrivliga próvtøkan er býtt í tveir partar og varir 5 tímar. Alt uppgávusettið verður býtt út við próvtøkubyrjan. Fyrri parturin, ið varir ein tíma, fer fram uttan nýtslu av teldu ella øðrum hjálparmiðlum. Tá ið 1 tími er farin, verður fyrri parturin av uppgávusettinum savnað inn. Í seinna partinum kunnu allir hjálparmiðlar verða nýttir.

16.2 Til próvtøkuna kunnu brúkast tvímálsligar orðabøkur sum í vavi svara til tær reyðu orðabøkurnar hjá danska Gyldendal (ensk-føroysk, donsk-ensk, ensk-donsk), føroysk-donsk og donsk-føroysk umframt ensk-ensk orðabók í vavi sum Advanced Learner's Dictionary (OUP) ella Longman's Dictionary of Contemporary English.

17.1 2) Í dømingini verður dentur lagdur á, hvussu væl próvtakarin hevur skilt tilfarið, sum hann viðger, og hvussu hann megnar at orða seg fjølbroytt, flótandi og fimt á røttum enskum máli. Próvtakarin skal vera stinnur í idiomatikki, semantikki, syntaksi, morfologi og ortografi.

17.2 Givið verður 1 próvtal fyri alt tað skrivliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

Støddfrøðilig deild

Kravt stig

B-stig

Endamál

18. Endamálið er,
a)at næmingarnir framhaldandi menna evnini at skilja og tosa enska málið og at teir fáa venjing í at málbera seg skrivliga
b)at næmingarnir menna almennu máltilvitskuna og fatanina av sambandinum millum mál og mentan,
c)at næmingarnir fáa førleika í at greina og tulka tekstir á enskum máli,
d)at næmingarnir gjøgnum arbeiði við tekstunum fáa innlit í týðandi tættir av mentan, søgu og samfelagslívi í Stóra Bretlandi og USA og í ávísan mun í øðrum ensktmæltum økjum,
e)at næmingarnir verða førir fyri at skilja líkskap og munir millum teirra egna sannroyndarheim og tann heim, sum teir koma fram á í tekstum á enskum máli.

Undirvísingin

19.1 Málførleiki næminganna verður fyrst og fremst mentur í sambandi við tekstlestur, skrivligt arbeiði og tilognan av enskari mállæru. Meginreglan er, at undirvísingin fer fram á enskum.

19.2 Fyrst og fremst verða lisnir tekstir, sum eru grundleggjandi fyri fatanina av týdningarmiklum spurningum í bretskari og amerikanskari mentan í einum søguligum og nútíðarligum høpi. Í sambandi við lestur av teimum einstøku tekstum skulu næmingarnir nema sær vitan um søgulig, geografisk, mentanarlig og samfelagslig viðurskifti í so stóran mun, at tekstlesturin fær dýpd og frásjón.

19.3 Teir lisnu tekstirnir skulu greinast og tulkast á enskum í samsvari við málsliga førleikan hjá næmingunum. Næmingarnir skulu læra at brúka hóskandi lesihættir, eitt nú nágreiniliga lesing, yvirlitslesing og leitan eftir upplýsingum. Undirvíst verður í notatteknikki og í at brúka orðabøkur. Edv er partur av undirvísingini í hóskandi mun.

19.4 Evnini at málbera seg skrivliga verða serstakliga ment við at svara skrivligum uppgávum av ymiskum slagi og í ymiskum vavi, m.a. í sambandi við tekstlesturin.

19.5 Arbeitt verður miðvíst við at økja um málsliga førleika næminganna og vitan teirra um enska mállæru, merkingarfrøði (semantikk) og í minni mun stílfrøði (stilistikk) og málnýtslureglur.

Innihaldið í undirvísingini

20.1 Lesipensum fevnir um umleið 500 normalsíður av ótillagaðum teksti á ymiskum torleikastigum, heruppií tekstir frá fyri 1900 og tekstir frá seinastu 10 árunum. Umframt bretskar og amerikanskar tekstir verða tekstir lisnir frá í minsta lagi einum øðrum enskttalandi øki.

20.2 Lisið verður eitt fjølbroytt úrval av fagurbókmentum: Skaldsøga, stuttsøga, yrkingar og sjónleikur skulu vera umboðað. Umframt hetta verður lisið eitt tal av yrkistekstum av ymiskum slagi og á ymiskum torleikastigi, t.d. greinar í yrkistíðarritum, ævisøgur, samrøður og ritroyndir. Lisnir verða eisini tekstir um náttúruvísindi og tøknifrøði. 2 heil verk skulu vera partur av pensum.

20.3 Lesipensum verður lagt soleiðis til rættis, at tað fevnir um 3 serliga lisin evni, hvørt 3 - 6 tekstir í vavi vanliga. Eitt evni kann t.d. vera eitt tekstslag ella ein fjølmiðil, ein týðandi mentanarligur, sosialur ella politiskur spurningur, eitt tíðarskeið, eitt bókmentaligt tema ella eitt ritverk. Í minsta lagi eitt evni skal viðgerast úr søguligum sjónarhorni.

20.4 Tekstir, sum verða bornir fram gjøgnum aðrar miðlar enn teir prentaðu, skulu vera partur av lesipensum. Hvør pultstími, sum verður brúktur til arbeiði við slíkum tekstum, telur 2 normalsíður av lesipensum. Hetta tilfar kann fevna um í mesta lagi 10% av lesipensum.

20.5 Skrivliga arbeiðið fer fram lutvíst heima og lutvíst í flokkinum. Skrivliga heimaarbeiðið fevnir um 8 fríar uppgávur á 2 - 4 síður og 15 uppgávur á 1 - 2 síður. Tá ið skrivligar uppgávur verða latnar næmingunum aftur, fáa teir vegleiðing bæði í felag og einsæris.

20.6 Undirvísingin í mállæru og málnýtslureglum fer fram lutvíst gjøgnum málsligar venjingar og uppgávur, lutvíst í sambandi við skrivliga heimaarbeiðið og tekstlesturin.

Próvtøkan

21.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka, ið fevnir um próvhoyring í einum lisnum og einum ólisnum teksti. Til tann lisna tekstin er fyrireikingartíðin umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflyggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

21.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp eitt nágreiniliga lisið úrval av lesipensum á 125 normalsíður, sum umboðar lutvíst tey 4 fagurbókmentasløgini og yrkisbókmentir, lutvíst tey serliga lisnu evnini og tekstir frá fyri 1900, umframt tekstir frá teimum seinastu 10 árunum og tey longru, heilu verkini. Eingin einstakur tekstur má telja meira enn 20 normalsíður. Einans tekstir í prentaðum líki kunnu vera partur av próvtøkupensum.

21.3 2) Sjálvlesandi geva upp eitt próvtøkupensum, sum svarar til lesipensum hjá næmingum, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum.

21.4 Undir fyrireikingini og próvhoyringini skulu brúkast rein eintøk av teimum tekstútgávum, sum eru givnar upp í lesipensum. Í fyrireikingarrúminum kunnu brúkast egnar uppskriftir, tær uppskriftir og teir orðalistar, sum eru útflýggjað í sambandi við undirvísingina, umframt allir teir tekstir, sum eru tilskilaðir í lesipensum. Aðrir hjálparmiðlar eru ikki loyvdir. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.

21.5 Próvhoyringin í lisnum teksti tekur støði í einum tekstbroti uppá umleið 1/2 normalsíðu. Brotið verður lisið upp, og undir samtalu á enskum verður próvtakarin royndur í sínum evnum at málbera seg og í síni fatan av

a) týðandi innihaldsligum og málsligum staklutum í tí givna tekstbrotinum og leikluti tess í heildini, og

b) tekstinum sum heild og tí høpi, hann stendur í.

Próvtakarin byrjar samtaluna við sjálvstøðugari framløgu av tekstinum.

Tá umleið 1/3 av próvtøkutíðini er eftir, fær próvtakarin handaðan ein prosatekst, sum próvdómarin hevur valt, til støddar umleið 1/2 normalsíðu á hóskandi leksikalskum og syntaktiskum torleikastigi. Eftir ein kunnandi gjøgnumlestur av tekstinum skal próvtakarin prógva, hvussu væl hann hevur skilt enska tekstin við at umseta hann til føroyskt.

22. Givið verður 1 próvtal fyri alt tað munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

Støddfrøðilig deild

Hástig

A-stig

Endamál

23. Endamálið er,
a)at næmingarnir framhaldandi menna evnini at skilja og tosa enska málið væl og rámandi og framhaldandi venjast í at málbera seg skrivliga,
b)at næmingarnir framhaldandi menna og dýpa almennu máltilvitskuna og fatanina av sambandinum millum mál og mentan,
c)at næmingarnir framhaldandi menna teirra førleika í at greina og tulka tekstir á enskum máli,
d)at næmingarnir gjøgnum arbeiði við tekstunum fáa djúpari innlit í týðandi tættir av serliga bretskari og amerikanskari mentan, søgu og samfelagslívi
e)at næmingarnir dýpa teirra fatan av líkskapi og muni millum teirra egna sannroyndarheim og tann heim, sum teir koma fram á í tekstum á enskum máli, og
f)at næmingarnir verða førir fyri at ogna sær og orða prinsipiellar og ástøðiligar umhugsanir á enskum í sambandi við arbeiðið við tekstum og evnum.

Undirvísingin

24.1 Málførleiki næminganna verður fyrst og fremst mentur í sambandi við tekstlestur, skrivligt arbeiði og tilognan av enskari mállæru. Meginreglan er, at undirvísingin fer fram á enskum.

24.2 Fyrst og fremst verða lisnir tekstir, sum eru grundleggjandi fyri fatanina av tðdningarmiklum spurningum í bretskari og amerikanskari mentan í einum søguligum og nútíðarligum høpi. Í sambandi við lestur av teimum einstøku tekstum skulu næmingarnir nema sær vitan um søgulig, geografisk, mentanarlig og samfelagslig viðurskifti í so stóran mun, at tekstlesturin fær dðpd og frásjón.

24.3 Teir lisnu tekstirnir skulu greinast og tulkast á enskum í samsvari við málsliga førleikan hjá næmingunum. Næmingarnir skulu økja um førleika sín at brúka hóskandi lesihættir. Í sambandi við tekstlesturin skulu næmingarnir fáa undirvísing í sjálvstøðugari handbókanðtslu og bókmentaleiting. KT er partur av undirvísingini.

24.4 Evnini at málbera seg skrivliga verða serstakliga ment við at svara skrivligum uppgávum av ymiskum slagi og í ymiskum vavi, m.a. í sambandi við tekstlesturin.

24.5 Arbeitt verður miðvíst við framhaldandi at økja um málsliga førleika næminganna og vitan teirra um enska mállæru, merkingarfrøði (semantikk), stílfrøði (stilistikk) og málnýtslureglur.

Innihaldið í undirvísingini

25.1 Lesipensum fevnir um umleið 400 normalsíður av ótillagaðum teksti, fyrst og fremst fagurbókmentir (skaldsøga, stuttsøga, yrkingar og sjónleikur) heruppií tekstir frá fyri 1900 og tekstir frá seinastu 10 árunum. Tekstir lisnir á kravdum stigi kunnu ikki vera partur av hesum.

25.2 Lesipensum verður lagt soleiðis til rættis, at tað fevnir um m.a. eitt serliga lisið evni, vanliga 3 - 6 tekstir. Evnið skal fevna um ein ella fleiri ástøðiligar tekstir. Eitt evni kann t.d. vera eitt tekstslag ella ein fjølmiðil, ein týðandi mentanarligur, sosialur ella politiskur spurningur, eitt tíðarskeið, eitt bókmentaligt tema ella eitt ritverk. Ein sjónleikur eftir Shakespeare kann verða lisin í staðin fyri serliga lisna evnið.

25.3 Lisið verður eitt tal av tekstum, sum út frá einum samfelagsligum ella mentanarligum sjónarhorni lýsa ein ella fleiri týðandi náttúruvísindaligar ella tøknifrøðiligar spurningar. Bæði fagurbókmentir og yrkisbókmentir kunnu lesast.

25.4 Tekstir, sum verða bornir fram gjøgnum aðrar miðlar enn teir prentaðu, kunnu vera partur av lesipensum, tó í mesta lagi 10%. Hvør pultstími, sum verður brúktur til arbeiði við slíkum tekstum, telur 2 normalsíður av lesipensum.

25.5 2) Skrivliga arbeiðið fer fram lutvíst heima og lutvíst í flokkinum/bólkinum. Skrivliga arbeiðið fevnir um til samans 15 uppgávur á 4-5 síður. 2 smærri uppgávur telja sum ein vanlig uppgáva. Lærarin ger viðmerkingar til innlatnu uppgávurnar, bæði í flokkinum/bólkinum og einsæris

25.6 Undirvísingin í mállæru og málnýtslureglum fer fram lutvíst gjøgnum málsligar venjingar og uppgávur, lutvíst í sambandi við skrivliga heimaarbeiðið og tekstlesturin.

Høvuðsuppgávan

26.1 Í høvuðsuppgávuni skal næmingurin seta seg inn í eitt sjálvvalt evni og sðna evni til sjálvstøðugt at taka saman um og bera øðrum tað innlit, ið hann hevur ognað sær.

26.2 Evnið í uppgávuni og arbeiðshátturin skal liggja innan karmarnar hjá lærugreinini. Evnið kann vera framhald av tilfari, sum er gjøgnumgingið í flokkinum, men tær brúktar bókmentirnar skulu vera nðggjar.

26.3 Grundbókmentirnar og meginparturin av undirbókmentunum skulu verða lisin á enskum, so at nærum øll sitat í svarinum eru á enskum.

26.4 Dømingin byggir á eina heildarmeting, har fylgjandi spurningar hava serligan týdning: verður nóg neyvt og fjøltáttað greitt frá teimum týdningarmestu táttunum av evninum? verða tey nágreiniliga viðgjørd? er framløgan greidliga skipað? er málburðurin greiður og klárur? eru stuðulsbókmentirnar í rímiligan mun tiknar við? og eru kelduávísingarnar neyvar og viðkomandi? Um skrivað verður á enskum, verður hetta ikki í sjálvum sær roknað sum ein fyrimunur í dømingini.

Próvtøkan

27. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.

28.1 Munnliga próvtøkan fevnir um próvhoyring í einum lisnum og einum ólisnum teksti. Til tann lisna tekstin er fyrireikingartíðin umleið 30 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

28.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, og sum hava luttikið í undirvísingini ella verið til próvtøku á kravdum stigi á støddfrøðiligari deild, geva upp eitt nágreiniliga lisið úrval á 125 normalsíður av lesipensum. Tey 4 skaldskaparsløgini, tað serliga lisna evnið (við ástøðiligum teksti/tekstum), tekstir frá fyri 1900 og tekstir frá teimum seinastu 10 árunum, skulu vera umboðað. Úr tekstum, sum lýsa náttúruvísindaligar ella tøknifrøðiligar spurningar, skulu gevast upp í minsta lagi 15 og í mesta lagi 20 normalsíður. Eingin einstakur tekstur má telja meiri enn 20 normalsíður. Einans tekstir í prentaðum líki kunnu vera partur av próvtøkupensum.

28.3 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, og sum ikki hava fylgt undirvísingini ella verið til próvtøku á kravdum stigi á støddfrøðiligu deild, geva upp eitt nágreiniliga lisið úrval á 125 normalsíður av einum lesipensum á 900 normalsíður, sum er ájavnt lesipensum fyri kravt stig á støddfrøðiligu deild og hástig á støddfrøðiligu deild til samans.

28.4 2) Sjálvlesandi geva upp eitt próvtøkupensum á 900 normalsíður, sum er ájavnt lesipensum á kravdum stigi á støddfrøðiligu deild og á hástigi á støddfrøðiligu deild til samans. Hevur tann sjálvlesandi fylgt undirvísingini ella verið til próvtøku á kravdum stigi á støddfrøðiligu deild, verður pensum minkað niður í 400 normalsíður, sum er ájavnt við lesipensum á hástigi.

28.5 Undir fyrireikingini og próvhoyringini skulu brúkast rein eintøk av teimum tekstútgávum, sum eru givnar upp í lesipensum. Í fyrireikingarrúminum kunnu brúkast egnar uppskriftir, tær uppskriftir og teir orðalistar, sum eru útflyggjað í sambandi við undirvísingina, umframt allir teir tekstir, sum eru tilskilaðir í lesipensum. Aðrir hjálparmiðlar eru ikki loyvdir. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.

28.6 Próvhoyringin í lisnum teksti tekur støði í einum tekstbroti á umleið 3/4 normalsíðu. Brotið verður lisið upp og undir samtaluni á enskum verður próvtakarin royndur í sínum evnum at málbera seg og í síni fatan av
a)týðandi innihaldsligum og málsligum staklutum í tí givna tekstbrotinum og leikluti tess í heildini, og
b)tekstinum sum heild og tí høpi, hann stendur í.

Próvtakarin byrjar samtaluna við sjálvstøðugari framløgu av tekstinum.

Tá umleið 1/3 av próvtøkutíðini er eftir, fær próvtakarin handaðan ein prosatekst, sum próvdómarin hevur valt, til støddar umleið 3/4 normalsíðu á hóskandi leksikalskum og syntaktiskum torleikastigi. Eftir ein kunnandi gjøgnumlestur av tekstinum skal próvtakarin prógva, hvussu væl hann hevur skilt enska tekstin við at umseta hann til føroyskt.

29. Givið verður 1 próvtal fyri alt tað munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

30.1 2) Skrivliga próvtøkan er býtt í tveir partar og varir 5 tímar. Alt uppgávusettið verður býtt út við próvtøkubyrjan. Fyrri parturin, ið varir ein tíma, fer fram uttan nýtslu av teldu ella øðrum hjálparmiðlum. Tá ið 1 tími er farin, verður fyrri parturin av uppgávusettinum savnað inn. Í seinni partinum mugu allir hjálparmiðlar verða nýttir.

30.2 Til próvtøkuna kunnu brúkast tvímálsligar orðabøkur sum í vavi svara til tær reyðu orðabøkurnar hjá danska Gyldendal (ensk-føroysk, donsk-ensk, ensk-donsk), føroysk-donsk og donsk-føroysk umframt ensk-ensk orðabók í vavi sum Advanced Learner's Dictionary (OUP) ella Longman's Dictionary of Contemporary English.

31.1 2) Í dømingini verður dentur lagdur á, hvussu væl próvtakarin hevur skilt tilfarið, sum hann viðger, og hvussu hann megnar at orða seg fjølbroytt, flótandi og fimt á røttum enskum máli. Próvtakarin skal vera stinnur í idiomatikki, semantikki, syntaksi, morfologi og ortografi.

31.2 Givið verður 1 próvtal fyri alt tað skrivliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

Fylgiskjal 6


Juli 1996

Studentaskúlakunngerðin

Evnafrøði

Støddfrøðilig deild

Kravt stig

Endamálið

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir fáa grundleggjandi kunnleika um evnafrøðiligt orðalag, hugtøk og roknihættir í lærugreinini,
b)at næmingarnir fáa kunnleika um arbeiðshættir í evnafrøðiligum royndum og verða varugir við vandamál, trygdarviðurskifti í sambandi við at fáast við kemikaliir, umhvørvisviðurskifti og
c)at næmingarnir í ávísan mun fáa førleika at málbera seg munnliga og skrivliga um einføld evnafrøðilig viðurskifti.

Undirvísingin

2.1 Undirvísingin fevnir um 5 høvuðsøki umframt valfrítt tilfar. Í undirvísingini skulu vera næmingaroyndir og sýnisroyndir umframt ástøðilig viðurskifti og útrokningar.

2.2 Undirvísingin skal hava støði í dagliga lívinum hjá næmingunum og teirra ítøkiligu vitan frá alis/evnafrøðiundirvísing fólkaskúlans. Undirvísingin skal leggjast til rættis við royndum og skal hava bæði tematiskar og fakliga reglubundnar undirvísingargongdir. Har tað er gjørligt, skal kvantitativ viðgerð innan evnisøkini fara fram.

2.3 Royndararbeiðið skal vera týðandi táttur í undirvísingini. Tað fevnir um næmingaroyndir, sýnisroyndir og møguliga royndir í sambandi við virksemi uttan fyri skúlan. Royndararbeiðið skal stimbra eygleiðingarevni næminganna og menna evni teirra at nema evnafrøðilig hugtøk grundað á ítøkiligar eygleiðingar. Í nøkrum royndum skulu gerast nágreiniligar mátingar, sum kunnu eftirgerast. Royndirnar verða vanliga gjørdar í beinleiðis sambandi við undirvísingargongdirnar.

2.4 Næmingarnir skulu venjast í góðum royndarstovusiði og royndarstovutrygd. Næmingarnir skulu hava kunnleika um vanda- og trygdarviðurskifti í sambandi við royndarvirksemi.

2.5 Næmingarnir skriva royndardagbøkur um royndararbeiðið. Meginparturin av eftirviðgerðini skal gerast í undirvísingartíðini. 4 av royndardagbøkurnar verða latnar inn sum einstaklingafrágreiðingar, sum lærarin rættar og ger viðmerkingar til. Næmingaroyndirnar fevna um 20 pultstímar.

2.6 Teld er partur av undirvísingini. T.d. kunnu amboðsforrit, venjingarforrit ella datagrunnar verða nýtt.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Undirvísingin fevnir um:
1)Bygnað hjá evnunum
Við støði í kunnleika næminganna um evnafrøðiliga teknmálið verður skeiðbundna skipanin av grundevnunum lýst við høvuðsdenti á tey fyrstu skeiðini. Bygnaðurin í atomum, molekylum og jonum verður umrøddur. Standirnir og hugmyndir um føst evni verða viðgjørd. Homogenar og heterogenar blandingar verða lýstar við dømum úr dagliga lívinum. Skipað navnagáva eftir IUPAC verður nýtt í mest møguligan mun.
2)Evnafrøðilig mongdarrokning
Hugtøkini evnismongd, molarur massi, konsentratión (við eindini mol/L) og massaprosent verða tikin upp. Dømi um rúmdarprosent og ppm verða víst. Mongdarokning eftir reaktiónsskema verður viðgjørd; eisini fyri reaktiónir, sum loftsløg eru uppií. Útrokningar verða serliga gjørdar við atliti til royndararbeiðið.
3)Evnafrøðilig reaktiónssløg
Hesi grundleggjandi reaktiónssløg verða viðgjørd: Fellingar, sýru-basureaktiónir og redoxreaktiónir, teirra millum brenningar. Brønstedsýru-basuhugtakið og pH-allýsingin verða tiknar upp. pH útrokningar fyri loysingar av sterkari sýru í vatni og av sterkari basu í vatni eru uppi í viðgerðini. Hugtøkini oxidatión, reduktión og oxidatiónstal umframt uppgerð av reaktiónsskema verða tikin upp við atliti at verkligari nýtslu av redoxreaktiónum. Í sambandi við gjøgnumgongdina av reaktiónssløgum verða exotermar og endotermar reaktiónir umrøddar.
4)Lívrunna evnafrøði
Innan lívrunnu evnafrøðina verða vald eitt ella fleiri øki, sum lýsa, hvussu fjølbroytt carbonsambond eru, isomeriviðurskifti, stóru nýtsluna av carbonsambondum í dagligum yrki v.m. Við í viðgerðini eru dømi um skipaða navnagávu eftir IUPAC.
5)Royndarstovutøkni og trygd
Royndararbeiði næminganna skal geva teimum kunnleika um vanligt royndarstovuarbeiði og góðan royndarstovusið. Í hesum sambandi verða vanda- og trygdarviðurskifti viðvíkjandi at fáast við kemikaliir gjøgnumgingin, m.a. vanda- og trygdarsetningar (V- og T-setningar).
6)Valfrítt tilfar
Valfría tilfarið fevnir um í minsta lagi 10 prosent av undirvísingartíðini og skal vera ein samanhangandi undirvísingargongd. Vanliga skal valfría tilfarið veljast soleiðis, at møguleiki verður fyri royndararbeiði.

3.2 Lisnar verða 140-170 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nýtt er.

Próvtøkan

4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

4.2 Próvtøkupensum hjá næmingum, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er 80-120 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nýtt er. Harumframt verða nakrar royndardagbøkur frá royndum, sum hava samband við próvtøkupensum, givnar upp. Próvtøkupensum skal veljast soleiðis, at tað verður ein fjølbroytt lýsing av undirvísingini, og soleiðis at tað vanliga fevnir um bæði høvuðsøki og valfrítt tilfar.

4.3 2) Próvtøkupensum hjá sjálvlesandi er alt tað lisna tilfarið, í vavi 140-170 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nýtt er. Harumframt verða allar royndarroyndardagbøkurnar uppgivnar.

4.4 Í fyrireikingartíðini eru hesir hjálparmiðlar loyvdir: bøkur, samandráttir, formlasavn, talvur, handbøkur, royndardagbøkur og annað skrivligt tilfar, sum er nýtt í undirvísingini ella sum er evnað til í sambandi við undirvísingina. Harumframt tól, ið koma uppgivna royndararbeiðinum við, og lummaroknari.

4.5 Próvhoyrarin hevur ábyrgdina av, at próvtakarin, um til ber, sleppur fram at týðandi tólum í fyrireikingartíðini. Próvhoyrarin hevur eisini ábyrgdina av, at bøkur og hefti viðvíkjandi tí uppgivna tilfarinum eru til taks í fyrireikingarhølinum. Próvtakarin hevur sjálvur ábyrgd av at hava aðrar hjálparmiðlar við sær.

4.6 Hvør próvtakari verður próvhoyrdur í einum spurningi, sum skal vera víðfevnandi orðaður, og vanliga skal evni úr royndararbeiðinum vera uppií. Meðan próvhoyringin fer fram, skulu tól, ið koma spurninginum við, vera til taks. Har tað hóskar, kunnu talvur, myndir ella líknandi úr royndardagbókum próvtakarans ella aðrir hjálparmiðlar verða tiknir við í próvhoyringina.

5. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

Støddfrøðilig deild

Miðstig

Endamálið

6.1 Endamálið er,
a)at næmingarnir fáa fatan av grundhugtøkunum í evnafrøðini, hvussu tey verða nýtt og av royndarháttalagnum (metodikkini) í lærugreinini
b)at næmingarnir dýpa sín kunnleika bæði um evni, sum til eru í náttúruni og um gjørd (syntetisk) evni, teirra eginleikar og verkligu nýtslu,
c)at næmingarnir í ávísan mun verða vanir at nýta royndarstovuútgerð og d´ta sín kunnleika at fáast við kemikaliir,
d)at næmingarnir menna sín førleika at málbera seg munnliga og skrivliga um evnafrøðilig viðurskifti og
e)at næmingarnir fáa fakligt grundarlag fyri at kunna skilja og meta um týdningin, evnafrøðin hevur fyri einstaka menniskjað, tøkniligu menningina og fyri samfelagið.

6.2 Evnafrøði á miðstigi miðar ímóti, at næmingarnir skulu kunna nýta sína evnafrøðiligu vitan í øðrum høpi, at næmingarnir skulu kunna leita fram náttúruvísindaligar upplýsingar, og at lýsa evnafrøði sum eina lærugrein, ið á royndargrundarlagi fær fram nýggja vitan um bygnað og eginleikar hjá evnum.

Undirvísingin

7.1 Undirvísingin fevnir um sjey høvuðsøki og valfrítt tilfar. Undirvísingin fevnir um næmingaroyndir, sýnisroyndir, ástøðilig viðurskifti og útrokningar.

7.2 Undirvísingin verður skipað við royndum og skal hava bæði tematiskar og fakliga reglubundnar undirvísingargongdir. Í valfría tilfarinum skal vera í minsta lagi ein sjálvstøðug undirvísingargongd, har meginparturin vanliga er royndararbeiði.

7.3 Royndararbeiðið skal vera týðandi táttur í undirvísingini. Tað fevnir um næmingaroyndir, sýnisroyndir og møguliga royndir í sambandi við virksemi uttan fyri skúlan. Næmingaroyndirnar skulu vera av meira sjálvstøðugum slagi enn á kravdum stigi, soleiðis at næmingarnir menna eygleiðingarevnini og dýpa kunnleikan um nýtslu av royndarstovuútgerð.

7.4 Í sambandi við royndararbeiðið skal lærarin kunna um vanda- og trygdarviðurskifti, tá ið næmingarnir fáast við kemikaliir og royndarstovuútgerð.

7.5 Næmingarnir skriva royndardagbøkur um royndararbeiðið, og partur av eftirviðgerðini skal gerast í undirvísingartíðini. Nakrar av royndardagbókunum verða støði undir 7 royndarfrágreiðingum um týðandi royndir og royndarrøðir. Frágreiðingarnar verða skrivaðar sum einstaklinga- ella bólkafrágreiðingar. Lærarin rættar og ger viðmerkingar til frágreiðingarnar. Næmingaroyndirnar fevna um einar 30 pultstímar.

7.6 Teld er partur av undirvísingini. T.d. kunnu amboðsforrit, venjingarforrit, tekniforrit, samlátsforrit og datagrunnar verða nýtt. Í sambandi við royndararbeiðið kann edv nýtast til at savna og viðgera mátingar (datafongur) og til at stýra og hava eftirlit við roýndaruppsetingum.

Innihaldið í undirvísingini

8.1 Undirvísingin fevnir um:
1)Evnafrøðiliga binding
Økið fevnir um intra- og intermolekýlarar bindingar. Elektronbýti í atomum verður viðgjørt í mun til reglubundna lagið í skeiðbundnu skipanini hjá grundevnunum. Hesi sløg av bindingum verða gjøgnumgingin: kovalent binding (elektronparbinding), jonbinding, kompleksbinding og metalbinding. Í hesum sambandi verður elektronegativitetshugtakið, ið lýsir líðandi skiftið millum ávís bindingasløg, tikið upp. Kunnleikin um stand og loýsingarviðurskifti, m.a. møguleikin at blanda polar og ikki-polar evni, verður viðgjørdur, við tað at van der Waals-bindingar og hýdrogenbinding verða tiknar við.
2)Termokemi og stabilitetur
Kunnleikin um exotermar og endotermar reaktiónir verður øktur, við tað at molar reaktiónsentalpi verður viðgjørd á kvantitativum grundarlagi og á royndargrundarlagi. Lóg Hess verður umrødd. Stabilitetshugtakið verður viðgjørt kvalitativt við DG- ella DS-metingum.
3)Evnafrøðilig javnvág
Greiðast skal frá javnvágarlógini soleiðis at javnvág og skjóting av javnvág verður viðgjørt kvantitativt, í hesum sambandi verða javnvágarbrot roknað. Bæði homogenar og heterogenar javnvágir verða viðgjørdar, við tað at gjøgnumgongdin fevnir um:
a)sýru-basujavnvágir, protolýsa í veikum sýrum og basum verður tikin við
b)loysiligleikajavnvágir hjá jonsambondum
c)kompleksjavnvágir
d)redoxjavnvágir
Hvussu javnvágarkonstanturin er bundin av temperaturinum verður viðgjørt kvalitativt. Týdningurin, javnvágarhugtakið hevur fyri tøkniliga nýtslu, verður umrøddur.
4)Reaktiónsferð
Ferðin hjá evnafrøðiligum reaktiónum verður tikin upp. Dømi um fýsiskt og kemiskt árin, ið broytir ferðina á evnafrøðiligari reaktión verður umrøtt. Katalýsuhugtakið verður lýst við dømum um homogena og heterogena katalýsu.
5)Lívrunna evnafrøði
Hesir evnabólkar verða umrøddir reglubundið við atliti at standi, funktionellum bólki og navnagávu: carbonhýdridar, halogeneraðar carbonhýdridar, alkoholir, phenolir, etherar, aldehýdir, ketonir, carbohýdratar, carboxýlsýrur, estarar, fitievni og aminir. Tríggir evnabólkar verða valdir til viðgerðar við atliti at samanhanginum millum molekýlbýgnað og eginleikar hjá lívrunnum sambondum. Reaktiónssløgini substitutión, additión, eliminatión, kondensatión og polýmerisatión umframt isomerihugtøkini strukturisomeri og stereoisomeri (geometrisk isomeri og optisk isomeri) verða viðgjørd. Leikluturin hjá lívrunnum sambondum í dagligum lívi og tøknifrøði verður umrøddur. IUPAC-navnagáva skal nýtast í mest møguligan mun.
6)Ólívrunna evnafrøði og evnaringrás
Hvussu vanlig ólívrunnin evni eru, og hvønn týdning tey hava, verður umrøtt, dømi um ringrás atomanna í náttúruni verða nevnd. Týdningarmikil ólívrunnin sambond verða viðgjørd við atliti at viðkomandi kunnleika um evnini, leiklutur teirra í dagliga lívinum, og tøknifrøðini verður tikin við. Í sambandi við tey valdu evnini skal eitt hóskandi úrval av metallum og ikki-metallum viðgerast. IUPAC-navnagáva fyri evnini skal nýtast í mest møguligan mun.
7)Umhvørvisevnafrøði
Dømi um lýsing og greining av tí luti, evnafrøðilig sambond fáa í umhvørvinum, verða viðgjørd. Umhvørvislóggáva og umhvørvisumsiting í sambandi við evnafrøði verða umrøddar. Umhvørvisevnafrøði kann leggjast til rættis sum sjálvstøðugt evni ella takast uppí hini høvuðsøkini.
8)Valfrítt tilfar
Valfría tilfarið fevnir um umleið 15 prosent av undirvísingartíðini og fevnir um í minsta lagi eina samanhangandi undirvísingargongd.

8.2 Lisnar verða einar 180-230 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nytt verður.

Próvtøkan

9.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflyggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman íroknað próvdøming.

9.2 Próvtøkupensum hjá næmingum, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er 90-130 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nytt er. Harumframt verður royndararbeiði, sum hevur samband við próvtøkupensum, givið upp, fyri ein part nakrar frágreiðingar um næmingaroyndir, fyri ein part nakrar royndardagbøkur um stórar sýnisroyndir, næmingaroyndir, sum eru eftirviðgjørdar í undirvísingini, virkisvitjanir ella tílíkt. Próvtøkupensum skal veljast soleiðis, at tað verður ein fjølbroytt lysing av undirvísingini, og soleiðis at tað fevnir um bæði høvuðsøki og valfría tilfarið.

9.3 2) Próvtøkupensum hjá sjálvlesandi er alt tað lisna tilfarið, í vavi einar 180-230 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nytt er. Harumframt verða allar royndarfrágreiðingar um næmingaroyndir og royndardagbøkur um annað royndararbeiði givnar upp.

9.4 Í fyrireikingartíðini eru hesir hjálparmiðlar loyvdir: bøkur, samandráttir, formlasavn, talvur, frágreiðingar, royndardagbøkur og annað skrivligt tilfar, sum er nytt í undirvísingini ella sum er evnað til í sambandi við undirvísingina. Harumframt tól, ið koma tí uppgivna royndararbeiðinum við, og lummaroknari.

9.5 Próvhoyrarin hevur ábyrgdina av, at próvtakarin, um til ber, sleppur fram at týðandi tólum í fyrireikingartíðini. Próvhoyrarin hevur eisini ábyrgdina av, at bøkur og hefti viðvikjandi tí uppgivna tilfarinum eru til taks í fyrireikingarhølinum. Próvtakarin hevur sjálvur ábyrgd av at hava aðrar hjálparmiðlar við sær.

9.6 Hvør próvtakari verður próvhoyrdur í einum spurningi, sum skal vera víðfevnandi orðaður, og vanliga skal evni úr royndararbeiðinum vera uppií. Meðan próvhoyringin fer fram, skulu tól, sum koma spurninginum við, vera til taks. Har tað hóskar, kunnu talvur, myndir, ella líknandi úr frágreiðingum og royndardagbókum próvtakarans ella úr øðrum hjálparmiðlum, verða tikin við í próvhoyringina.

10. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

Støddfrøðilig deild

Hástig

Endamálið

11.1 Endamálið er,
a)at næmingarnir fáa innlit í meginhugtøk, lógir og royndarháttalag (metodikk) í evnafrøðini.
b)at næmingarnir fáa víðfevnandi kunnleika bæði um evni, sum til eru til í náttúruni og umgjørd (syntetisk) evni, teirra eginleikar og verkligu nýtslu,
c)at næmingarnir ogna sær vitan um náttúruvísindalig háttaløg, sum gera teir førar fyri at orða og viðgera evnafrøðilig viðurskifti, bæði av sermerktum og samfelagsligum slagi,
d)at næmingarnir verða vanir at nýta royndarstovuútgerð, ið eisini fevnir um nútíðar analysuútgerð, og at teir dýpa sín kunnleika um at fáast við kemikaliir og fáa kunnleika til framkomna royndarstovuútgerð,
e)at næmingarnir fáa fakligt grundarlag fyri at kunna skilja og meta um týdningin, evnafrøðin hevur fyri einstaka menniskjað, tøkniligu menningina og fyri samfelagið.
f)at næmingarnir verða førir fyri at málbera seg munnliga og skrivliga um evnafrøðilig viðurskifti, teirra millum eisini viðurskifti av ástøðiligum slagi.

11.2 Evnafrøði á hástigi miðar ímóti, at næmingarnir ígjøgnum innlit í arbeiðshættir og lógir í evnafrøðini fáa samanhangandi fatan av vísindagreinunum í evnafrøðini. Harafturat er ætlanin, at næmingarnir skulu kunna nýta sína evnafrøðiliga vitan í øðrum høpi, og at næmingarnir skulu kunna leita fram náttúruvísindaligar upplysingar.

Undirvísingin

12.1 Undirvísingin fevnir um níggju høvuðsøki og valfrítt tilfar. Undirvísingin fevnir um næmingaroyndir, sýnisroyndir, ástøðilig viðurskifti og útrokningar.

12.2 Undirvísingin verður skipað við royndum og skal hava bæði tematiskar og fakliga reglubundnar undirvísingargongdir. Í valtilfarinum skal vera í minsta lagi ein sjálvstøðug undirvísingargongd, har meginparturin vanliga er royndararbeiði.

12.3 Royndararbeiðið skal vera týðandi táttur í undirvísingini. Tað fevnir um næmingaroyndir, sýnisroyndir og møguliga royndir í sambandi við virksemi uttan fyri skúlan. Miðað verður ímóti framtøku í royndararbeiðinum. Næmingaroyndirnar skulu vera av meira sjálvstøðugum slagi enn á kravdum stigi, soleiðis at næmingarnir menna eygleiðingarevnini og økja kunnleikan um nýtslu av royndarstovuútgerð. Í tí partinum av undirvísingini, sum viðvíkur royndararbeiði, skulu næmingarnir í mest møguligan mun fáa kunnleika til nútíðar analysuútgerð.

12.4 Í royndararbeiðinum skal vera í minsta lagi ein sjálvstøðug undirvísingargongd, sum fevnir um umleið 10 pultstímar.

12.5 Í sambandi við royndararbeiðið skal lærarin kunna um vanda- og trygdarviðurskifti, tá ið næmingarnir fáast við kemikaliir og royndarstovuútgerð.

12.6 Næmingarnir skriva royndardagbøkur um royndararbeiðið, og gera 17 frágreiðingar um týðandi royndir og royndarrøðir. Frágreiðingarnar verða gjørdar sum einstaklinga- ella bólkafrágreiðingar. Næmingaroyndirnar fevna um einar 50 pultstímar.

12.7 Tær skrivligu uppgávurnar fevna um ástøðilig viðurskifti og uppgávurokning. Tey verða tikin við í sambandi við evnini, ið verða viðgjørd. Saman við evnafrøðiundirvísingini annars skal framtøka vera í uppgávunum, sum settar verða næmingunum, soleiðis at tá ið tvey ára undirvísingargongdin líður ímóti endanum, verða uppgávurnar tvørgangandi. Umframt at fremja fatanina av evnafrøðilógum skulu tær skrivligu uppgávurnar venja næmingarnar at málbera seg skrivliga um evnafrøðilig viðurskifti og læra teir at nýta evnafrøðiliga teknmálið og støddarlíkningar til lítar. Við at loysa skrivligar uppgávur skulu næmingarnir venjast at arbeiða við talvuverkum og teimum hjálparmiðlum, ið loyvd eru til próvtøku. Í svari upp á taluppgávu skal vera tekstur, reaktiónsskema, myndir og evnafrøðiligir formlar í so stóran mun, at hugsanarháttur næmingsins sæst skilliga. Uppgávuloysing fer fyri ein part fram í tímunum, fyri ein part sum skrivligt heimaarbeiði. Lærarin rættar og ger viðmerkingar til tær skrivligu uppgávurnar. Mongdin av tí skrivliga heimaarbeiðinum í hesum sambandi er í 2.s 15 uppgávusett, sum hvørt svarar til 50-75% av einum próvtøkusetti; í 3.s 15 uppgávusett, sum hvørt svarar til 75-100% av einum próvtøkusetti.

12.8 Teld er partur av undirvísingini. T.d. kunnu amboðsforrit, venjingarforrit, tekniforrit, samlátsforrit og datagrunnar verða nytt. Í sambandi við royndararbeiðið kann edv nýtast til at savna og viðgera mátingar (datafongur) og til at stýra og hava eftirlit við royndaruppsetingum.

Innihaldið í undirvísingini

13.1 Undirvísingin fevnir um:
1)Ástøði um evnafrøðiligar bindingar
Økið fevnir um intra- og intermolekylarar bindingar. Elektronbýtið í atomum, eisini orbitalhugtakið, verður viðgjørt reglubundið við atliti at skeiðbundnu skipanini hjá grundevnunum og elektronbygnaðinum í molekylum. Atomorbitalhybridisering eins væl og sigma- og pimolekylorbitalar verða umrødd. Hesi sløg av bindingum verða gjøgnumgingin: kovalent binding (elektronparbinding), jonbinding, kompleksbinding og metalbinding. Í hesum sambandi verður elektronegativitetshugtakið, ið lysir líðandi skiftið millum bindingasløg, tikið upp. Kunnleikin um stand og loysingarviðurskifti, m.a. møguleikin at blanda polar og ikki-polar evni, verður viðgjørdur, við tað at van der Waals-bindingar, hydrogenbinding og jon-dipolbinding verða tiknar við.
2)Evnafrøðiligur termodynamikkur
Fyrsti høvuðssetningur í termodynamikkinum og hugtakið støðufunktión verður viðgjørt við serligum atliti at entalpihugtakinum og molara reaktiónsentalpi. Annar høvuðssetningur í termodynamikkinum, m.a. støðufunktiónirnar Gibbs-orka og entropi, verður gjøgnumgingin við atliti at stabilitetshugtakinum og treytini fyri evnafrøðiliga javnvág. Tá ið støðufunktiónirnar verða gjøgnumgingnar, verður hugtakið standardstøða viðgjørt. Konduktivitetur, m.a. lóg Kohlrausch, og kolligativir eginleikar, osmotiskt trýst, kókimarkshækking og frostmarkslækking, hjá loysingum verða viðgjørd.
3)Evnafrøðiliga javnvág
Javnvágarlógin verður grundað á termodynamikkin. Tann kvantitativa viðgerðin av evnafrøðiligari javnvág og skjóting av javnvág fevnir um homogenar eins væl og heterogenar skipanir. Gjøgnumgongdin fevnir um:
 a)sýru-basujavnvágir, protolysa í veikum sýrum og basum verður tikin við, puffaraloysingar, amfolyttar, Bjerrumritmynd og loysiligleikajavnvágir fyri loftsløg og jonsambond,
 b)kompleksjavnvágir og koblaðar loysiligleika- og kompleksjavnvágir og
 c)redoxjavnvágir
 Hvussu javnvágarkonstanturin er bundin av temperaturinum verður viðgjørt kvantitativt. Týdningurin, javnvágarhugtakið hevur fyri tøkniliga nýtslu, verður umrøddur.
4)Spektroskopi
Spektroskopisk eyðmerking við hjálp av IR og 1H-NMR.
5) 2) Reaktiónskinetikk
Almenna tiltakið um reaktiónsordan verður sett fram. Kinetikkurin fyri reaktiónir við nulta, fyrsta og øðrum ordan verður viðgjørdur. Dømi um reaktiónsmekanismur verða umrødd. Hvussu skjótleikatalið er bundið av temperaturinum (Arrheniuslíkningin) verður viðgjørt, aktiveringarorka verður tikin við. Katalysuhugtakið verður lyst við dømum um homogena og heterogena katalysu og verður sett í samband við _orkuprofilina" (aktiveringarorku) hjá einari reaktión. Nytsla av katalysatorum, m.a. enzymum, í ídnaðinum verður umrødd.
6)Lívrunna evnafrøði
Viðgerðin skal fevna um reglubundna gjøgnumgongd av týðandi lívrunnum evnabólkum og reaktiónssløgum, hvussu vanlig lívrunnin evni eru, og hvønn týdning tey hava. Hesir evnabólkar verða umrøddir reglubundið við atliti at molekylbygnaði og eginleikum: carbonhydridar, halogeneraðar carbonhydridar, alkoholir, phenolir, etherar, aldehydir, ketonir, carbohydratar, carboxylsýrur, estarar, fitievni, aminir, aminosýrur, protein og gjørd (syntetisk) makromolekyli. Hesi reaktiónssløgini verða viðgjørd: substitutión, additión, eliminatión, kondensatión, brenning og polymerisatión, og dømi um reaktiónsmekanismur verða sett fram. Isomerihugtøkini strukturisomeri og stereoisomeri (geometrisk isomeri og optisk isomeri) verða viðgjørd. IUPAC-navnagáva fyri sambondini skal nytast í mest møguligan mun.
7)Ólívrunna evnafrøði og evnaringrás
Hvussu vanlig ólívrunnin evni eru, og hvønn týdning tey hava, verður umrøtt, dømi um ringrás atomanna í náttúruni verða nevnd. Týdningarmikil ólívrunnin sambond verða viðgjørd við atliti at viðkomandi kunnleika um evnini, leiklutur teirra í dagliga lívinum og tøknifrøðini verður tikin við. Í sambandi við tey valdu evnini skal eitt hóskandi úrval av metallum og ikki-metallum viðgerast. IUPAC-navnagáva fyri evnini skal nýtast í mest møguligan mun. Dømi úr ólívrunnu evnafrøðini verða nytt til at lysa reglubundna lagið í skeiðbundnu skipanini hjá grundevnunum og við atliti at viðkomandi evnakunnleika.
8)Bioorganiska evnafrøði
Viðgerðin av bygnaði og evnafrøðiligum eginleikum hjá lívfrøðiliga virknum sambondum við atliti at evna- og orkuflutningi fevnir um protein, coenzym, saccharid, nukleotid, nukleinsýrur og lipid. Termodynamiska lysingin av orkuviðurskiftunum í nøkrum útvaldum bioorganiskum reaktiónum verður viðgjørd kvalitativt við DG- ella DS-metingum. Proteinsyntesan verður umrødd, og gjøgnumgongdin av glycolysuni, citrónsýruringrásini og andingarketuni kann verða gjørd sum yvirlit.
9)Umhvørvisevnafrøði
Dømi um lysing og greining av tí luti, evnafrøðilig sambond fáa í umhvørvinum, verða viðgjørd. Umhvørvislóggáva og umhvørvisumsiting í sambandi við evnafrøði verða umrøddar. Umhvørvisevnafrøði verður løgd til rættis bæði sum sjálvstøðugt evni og sum natúrligur partur av hinum høvuðsøkjunum.
10)Valfrítt tilfar
Valfrítt tilfar fevnir um umleið 15 prosent av undirvísingartíðini og inniheldur í minsta lagi eina samanhangandi undirvísingargongd.

13.2 Lisnar verða einar 430-500 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nytt verður.

Próvtøkan

14. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.

15.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 30 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflyggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

15.2 Próvtøkupensum hjá næmingum, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er 130-170 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nytt er. Harumframt verða 12 royndarfrágreiðingar um næmingaroyndir, sum flest allar hava samband við próvtøkupensum, givnar upp. Próvtøkupensum skal veljast soleiðis, at tað verður ein fjølbroytt lysing av undirvísingini, og soleiðis at tað fevnir um bæði høvuðsøki og valfrítt tilfar.

15.3 2) Sjálvlesandi geva upp alt tað lisna tilfarið, í vavi einar 430-500 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nytt er, og allar royndarfrágreiðingarnar.

15.4 Í fyrireikingartíðini eru hesir hjálparmiðlar loyvdir: bøkur, samandráttir, formlasavn, talvur, uppgávur, royndarfrágreiðingar og annað skrivligt tilfar, sum er nytt í undirvísingini ella sum er evnað til í sambandi við undirvísingina, harumframt útgerð, ið hoyrir til tað uppgivna royndararbeiðið, og lummaroknari.

15.5 Próvhoyrarin hevur ábyrgdina av, at próvtakarin, um til ber, sleppur fram at tyðandi tólum í fyrireikingartíðini. Próvhoyrarin hevur eisini ábyrgdina av, at bøkur og hefti viðvikjandi tí uppgivna tilfarinum eru til taks í fyrireikingarhølinum. Próvtakarin hevur sjálvur ábyrgd av at hava aðrar hjálparmiðlar við sær.

15.6 Hvør próvtakari verður próvhoyrdur í tveimum spurningum:
a)einum spurningi í einari av uppgivnu royndunum,
b)einum spurningi í ástøðiligum evni í uppgivna pensum.

Teir báðir spurningarnir skulu verða settir samstundis, og skulu teir fevna um hvør sítt evni. Ástøðiligi spurningurin skal vera víðfevnandi orðaður og skal um gjørligt ikki umskara ástøðiliga innihaldið í royndarspurninginum. Undan próvtøkuni skulu próvdómari og próvhoyrari hava ásett mannagongd, um so verður, at tveir próvtøkuspurningar, sum fevna um somu útgerð, verða tiknir beint eftir hvørjum øðrum. Næmingarnir skulu kunnast um mannagongdina. Meðan próvhoyringin fer fram, skulu tól, sum koma spurninginum við, vera til taks. Har tað hóskar, kunnu talvur, myndir, ella líknandi úr royndarfrágreiðingum næmingsins ella úr øðrum hjálparmiðlum, verða tikin við í próvhoyringina.

16. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

17.1 2) Skrivliga próvtøkan varir 5 tímar. Próvtakararnir fáa eitt uppgávusett innan høvuðstættirnar, sum kravt stig og hástig fevna um.

17.2 2) Allir hjálparmiðlar eru loyvdir.

18. Givið verður 1 próvtal. Í dømingini av avriki próvtakarans skal dentur leggjast á, at í svarinum eru frágreiðing, reaktiónsskema, myndir og evnafrøðiligir formlar í so stóran mun, at hugsanarhátturin skilliga sæst. Próvtalið verður ásett við støði í einari heildarmeting.

Málslig deild

Miðstig

Endamálið

19.1 Endamálið er,
a)at næmingarnir fáa fatan av grundhugtøkunum í evnafrøðini, hvussu tey verða nytt, og av royndarháttalagnum (metodikkini) í lærugreinini.
b)at næmingarnir fáa kunnleika um týðandi bólkar av evnum, teirra eginleikar og verkligu nýtslu,
c)at næmingarnir í ávísan mun verða vanir at nýta royndarstovuútgerð og fáa skil á at fáast við kemikaliir,
d)at næmingarnir menna sín førleika at málbera seg munnliga og skrivliga um evnafrøðilig viðurskifti og
e)at næmingarnir fáa fakligt grundarlag fyri at kunna skilja og meta um týdningin, evnafrøðin hevur fyri einstaka menniskjað og fyri samfelagið.

19.2 Evnafrøði á miðstigi miðar ímóti, at næmingarnir skulu kunna nyta sína evnafrøðiligu vitan í øðrum høpi, at næmingarnir skulu kunna leita fram náttúruvísindaligar upplysingar, og at lysa evnafrøði sum eina lærugrein, ið á royndargrundarlagi fær fram nyggja vitan um bygnað og eginleikar hjá evnum.

Undirvísingin

20.1 Undirvísingin byggir á tað støðið, næmingarnir hava fingið í alisfrøði-evnafrøði á kravdum stigi og fevnir um sjey høvuðsøki og valfrítt tilfar. Undirvísingin fevnir um næmingaroyndir, sýnisroyndir, ástøðilig viðurskifti og útrokningar.

20.2 Undirvísingin verður skipað við royndum og skal hava bæði tematiskar og fakliga reglubundnar undirvísingargongdir. Í valfría tilfarinum skal vera í minsta lagi ein sjálvstøðug undirvísingargongd, har meginparturin vanliga er royndararbeiði.

20.3 Royndararbeiðið skal vera týðandi táttur í undirvísingini. Tað fevnir um næmingaroyndir, sýnisroyndir og møguliga royndir í sambandi við virksemi uttan fyri skúlan. Næmingaroyndirnar skulu vera av meira sjálvstøðugum slagi enn í alisfrøði-evnafrøði, soleiðis at næmingarnir menna eygleiðingarevnini og dýpa kunnleikan um nýtslu av royndarstovuútgerð.

20.4 Í sambandi við royndararbeiðið skal lærarin kunna um vanda- og trygdarviðurskifti, tá ið næmingarnir fáast við kemikaliir og royndarstovuútgerð.

20.5 Næmingarnir skriva royndardagbøkur um royndararbeiðið, og partur av eftirviðgerðini skal gerast í undirvísingartíðini. Nakrar av royndardagbókunum verða støði undir 7 royndarfrágreiðingum um týðandi royndir og royndarrøðir. Royndarfrágreiðingarnar verða skrivaðar sum einstaklinga- ella bólkafrágreiðingar. Lærarin rættar og ger viðmerkingar til royndarfrágreiðingarnar. Næmingaroyndirnar fevna um einar 30 pultstímar.

20.6 Teld er partur av undirvísingini. T.d. kunnu amboðsforrit, venjingarforrit, tekniforrit, samlátsforrit og datagrunnar verða nytt. Í sambandi við royndararbeiðið kann edv nytast til at savna og greina mátingar (datafongur) og til at stýra og hava eftirlit við royndaruppsetingum.

Innihaldið í undirvísingini

21.1 Undirvísingin fevnir um:
1)Evnafrøðiliga binding
Økið fevnir um intra- og intermolekylarar bindingar. Elektronbýti í atomum verður viðgjørt og í mun til reglubundna lagið í skeiðbundnu skipanini hjá grundevnunum. Hesi sløg av bindingum verða gjøgnumgingin: kovalent binding (elektronparbinding), jonbinding, kompleksbinding og metalbinding. Í hesum sambandi verður elektronegativitetshugtakið, ið lysir líðandi skiftið millum ávís bindingasløg, tikið upp. Kunnleikin um stand og loysingarviðurskifti hjá evnum, m.a. møguleikin at blanda polar og ikki-polar evni, verður viðgjørdur, við tað at van der Waals-bindingar og hydrogenbinding verða tiknar við.
2)Evnafrøðiligar reaktiónir og stabilitetur
Redox-, fellingar- og kompleksreaktiónir verða viðgjørdar. Í sambandi við at gera upp reaktiónsskema verða evnafrøðiligar mongdarútrokningar gjørdar. Útrokningarnar fevna um reaktiónir í loftsløgum, støðulíkningina fyri idealt loftslag, og evni í tyntum loysingum. Dømi verða sett fram um exotermar og endotermar reaktiónir og um ásetan og útrokning av molarari reaktiónsentalpi. Stabilitetshugtakið verður viðgjørt kvalitativt við DG- ella DS-metingum.
3)Evnafrøðiliga javnvág í homogenum skipanum
Greiðast skal frá javnvágarlógini, soleiðis at javnvág og skjóting av javnvág verður viðgjørt kvantitativt, í hesum sambandi verða javnvágarbrot roknað. Í gjøgnumgongdini verða sýru-basujavnvágir greiniligari viðgjørdar, protolysa í veikum sýrum og basum verður tikin við. Kompleksjavnvágir og redoxjavnvágir, og hvønn tydning javnvágarhugtakið hevur fyri tøkniliga nýtslu, verður umrøtt. Hvussu javnvágarkonstanturin er bundin av temperaturinum verður viðgjørt kvalitativt.
4)Reaktiónsferð
Ferðin hjá evnafrøðiligum reaktiónum verður tikin upp. Dømi um fysisk og kemisk árin, ið broyta ferðina á evnafrøðiligari reaktión verður umrøtt. Katalysuhugtakið verður lyst við dømum um homogena og heterogena katalysu.
5)Lívrunnina evnafrøði
Hesir evnabólkar verða umrøddir reglubundið við atliti at standi, funktionellum bólki og navnagávu: carbonhydridar, halogeneraðar carbonhydridar, alkoholir, phenolir, etherar, aldehydir, ketonir, carbohydratar, carboxylsýrur, estarar, fitievni og aminir. Tríggir evnabólkar verða valdir til viðgerðar við atliti at samanhanginum millum molekylbygnað og eginleikar hjá lívrunnum sambondum. Reaktiónssløgini substitutión, additión, eliminatión, kondensatión og polymerisatión umframt isomerihugtøkini strukturisomeri og stereoisomeri (geometrisk isomeri og optisk isomeri) verða viðgjørd. Leikluturin hjá lívrunnum sambondum í dagligum lívi og tøknifrøði verður umrøddur. IUPAC-navnagáva skal nýtast í mest møguligan mun.
6)Ólívrunnina evnafrøði og evnaringrás
Hvussu vanlig ólívrunnin evni eru, og hvønn týdning tey hava, verður umrøtt, dømi um ringrás atomanna í náttúruni verða nevnd. Týdningarmikil ólívrunnin sambond verða viðgjørd við atliti at viðkomandi kunnleika um evnini, leiklutur teirra í dagliga lívinum, og tøknifrøðini verður tikin við. Í sambandi við tey valdu evnini skal eitt hóskandi úrval av metallum og ikki-metallum viðgerast. IUPAC-navnagáva fyri evnini skal nýtast í mest møguligan mun.
7)Umhvørvisevnafrøði
Dømi um lysing og greining av tí luti, evnafrøðilig sambond fáa í umhvørvinum, verða viðgjørd. Umhvørvislóggáva og umhvørvisumsiting í sambandi við evnafrøði verða umrøddar. Umhvørvisevnafrøði kann leggjast til rættis sum sjálvstøðugt evni ella takast uppí hini høvuðsøkini.
8)Valfrítt tilfar
Valfrítt tilfar fevnir um umleið 15 prosent av undirvísingartíðini og inniheldur í minsta lagi eina samanhangandi undirvísingargongd.

21.2 Lisnar verða einar 180-230 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nytt er.

Próvtøkan

22.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflyggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming

22.2 Próvtøkupensum hjá næmingum, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er 90-130 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nytt er. Harumframt verður royndararbeiði, sum hevur samband við próvtøkupensum, givið upp, fyri ein part nakrar frágreiðingar um næmingaroyndir, fyri ein part nakrar royndardagbøkur um stórar sýnisroyndir, næmingaroyndir, sum eru eftirviðgjørdar í undirvísingini, virkisvitjanir ella tílíkt. Próvtøkupensum skal veljast soleiðis, at tað verður ein fjølbroytt lysing av undirvísingini, og soleiðis at tað fevnir um bæði høvuðsøki og valfría tilfarið.

22.3 2) Próvtøkupensum hjá sjálvlesandi er alt tað lisna tilfarið, í vavi einar 180-230 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nytt er. Harumframt verða allar royndarfrágreiðingar um næmingaroyndir og royndardagbøkur um annað royndararbeiði givnar upp.

22.4 Í fyrireikingartíðini eru hesir hjálparmiðlar loyvdir: bøkur, samandráttir, formlasavn, talvur, royndarfrágreiðingar, royndardagbøkur og annað skrivligt tilfar, sum er nýtt í undirvísingini ella sum er evnað til í sambandi við undirvísingina. Harumframt tól, ið koma tí uppgivna royndararbeiðinum við, og lummaroknari.

22.5 Próvhoyrarin hevur ábyrgdina av, at próvtakarin, um til ber, sleppur fram at týðandi tólum í fyrireikingartíðini. Próvhoyrarin hevur eisini ábyrgdina av, at bøkur og hefti viðvíkjandi tí uppgivna tilfarinum eru til taks í fyrireikingarhølinum. Próvtakarin hevur sjálvur ábyrgd av at hava aðrar hjálparmiðlar við sær.

22.6 Hvør próvtakari verður próvhoyrdur í einum spurningi, sum skal vera víðfevnandi orðaður, og vanliga skal evni úr royndararbeiðinum vera uppií. Meðan próvhoyringin fer fram, skulu tól, sum hoyra til spurningin, vera til taks. Har tað tykist hóskandi, kunnu talvur, myndir, ella líknandi úr royndarfrágreiðingum og royndardagbókum próvtakarans ella úr øðrum hjálparmiðlum verða tikin við í próvhoyringina.

23. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

Fylgiskjal 7

Juli 1996

Studentaskúlakunngerðin

Evning

Kravd stig

Endamálið

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir ogna sær fortreytir at kunna uppliva og skilja myndlist,
b)at næmingarnir við arbeiðinum við visuellum framsagnum fáa innlit í arbeiðshættir til framleiðslu av myndum,
c)at næmingarnir við hesum arbeiði læra at skilja myndir sum fráboðanarmiðil og fagurfrøðiliga framsøgn og
d)at næmingarnir menna fagurfrøðiligu sansir sínar.

Undirvísingin

2.1 Undirvísingin skal gjøgnum arbeiðið við teimum ymisku myndaformunum geva næmingunum fortreytir fyri at uppliva og skilj ta skapandi tilgongdina og tær visuellu framsagnirnar. Tað verkliga og tað ástøðiliga arbeiðið skulu samansjóðast mest gjørligt.

2.2 Undirvísingin kann umrøða allar visuellar framsagnir; arbeitt verður meiri nágreiniliga við einum av trimum bólkum:
a)Myndum á flatu, t.d. tekningum, málningum, grafikki, fotomyndum.
b)Myndum í rúmi, t.d. standmyndum, byggilist, pallsmíði.
c)Myndum í tíð, t.d. sjónbondum, ljóði/dias, performance

Í tann mun, tað er viðkomandi fyri lærugreinina, skal teldutøkni vera partur av undirvísingini.

Innihald í undirvísingini

3.1 Undirvísingin fevnir um:
1)Arbeiði við staklutum í myndum, t.d.: stødd, proportión, formi, mótsetningum, rúmi, rørslu, ljósi, litum, tekstilum og strukturi. Undirvísingin má leggja dent á, at staklutirnir umboða eina heild, sum bert kann skiljast við greining fyri eyga. Gjøgnum verkliga arbeiðið og einklar visuellar venjingar skulu næmingarnir vinna sær vitan um visuella sansing og treytir fyri myndaskapan.
2)Lýsing av sambandinum millum eygleiðingina og mentanarskaptu fortreytirnar fyri myndlistarligum framsagnum. Bæði samtíðarlist og list úr øðrum tíðarskeiðum og úr øðrum mentanum skal vera partur av frálæruni. Undirvísingin skal eisini viðgera visuellar framsagnir, sum ikki eru serstaklig myndlist.
3)Í einar 2-3 vikur (í minsta lagi 6 tímar) arbeiða næmingarnir hvør sær ella í bólkum við einari verkligari verkætlan, sum skal menna evnini til visuella hugsan og samstundis læra teir at bera hana fram.

3.2 Næmingarnir skulu venjast at brúka frøðiorðini, ið eru knýtt at lærugreinini og at málbera seg um lærugreinina sum heild.

3.3 Arbeiðið hjá næmingunum skal - tá ið tað er gjørligt - javnan sýnast fram uttan fyri lærugreinarhølið.

Miðstig

Endamálið

4. Endamálið er,
a)at næmingarnir ogna sær fortreytir at uppliva og skilja myndlist,
b) at næmingarnir ogna sær egnar royndir í myndskapandi tilgongdini,
c)at næmingarnir ogna sær verkligar royndir og vitan um arbeiðshættir í myndagerð og
d)at næmingarnir kunnast við háttaløg í greining og meting av myndum sum fagurfrøðiligari frásøgn og framsøgn.

Undirvísingin

5.1 Høvuðsdentur verður lagdur á verkliga arbeiði næminganna.

5.2 Undirvísingin skal gjøgnum arbeiði við ymiskum myndaformum geva næmingunum fortreytir at uppliva og skilja ta skapandi gongdina og tær visuellu framsagnirnar.

Allar visuellar framsagnir kunnu vera umboðaðar í undirvísingini. Arbeiðast skal við hesum trimum bólkum:
a)Myndum á flatu, t.d. tekningum, málningum, grafikki, fotomyndum.
b)Myndum í rúmi, t.d. standmyndum, byggilist, pallsmíði.
c)Myndum í tíð, t.d. sjónbondum, ljóði/dias, performance

Tveir av bólkunum skulu viðgerast neyvari. Í tann mun, tað er fakliga viðkomandi fyri lærugreinina, skal edv vera partur av undirvísingini.

Innihald í undirvísingini

6.1 Undirvísingin fevnir um:
1)Arbeiði við myndlistaligum tilgongdum og grundleggjandi myndahugtøkum gjøgnum egnu royndir næminganna við myndlistini. Dentur verður lagdur á samspælið millum hugskot, tilevning og greining.
2)Arbeiði við fjøltáttaðum funksjónum í myndaframsøgnini - søguliga og sosialt. Bæði samtíðarlist og list úr øðrum tíðum og úr øðrum mentanum skal vera partur av frálæruni. Undirvísingin skal eisini viðgera visuellar framsagnir, sum ikki eru serstakliga myndlist. Arbeitt verður við ymiskum greiningarhættum, og í ávísan mun verður mett um endamálið við háttalagnum og nyttuna av hesum.
3)30-40 tímar verða settir av til praktiska verkætlan, har ið næmingarnir arbeiða hvør sær ella í bólkum. Verkætlanin skal menna evni til visuella hugsan og læra næmingarnar at bera hana fram og eisini at málbera seg í myndum. Verkætlanin er partur av próvtøkuni.

6.2 Arbeiðið hjá næmingunum skal javnan og so ofta, tað er gjørligt, sýnast fram uttan fyri lærugreinarhølið.

6.3 Næmingarnir skulu venjast við at brúka frøðiorðini, ið eru knýtt at lærugreinini, og at málbera seg um lærugreinina sum heild. Lesipensum fevnir um 100-150 síður.

Próvtøkan

7.1 Til próvtøkuna verða givnar upp 80-100 síður.

7.2 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er 25 minuttir, og tá er vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 næmingar vera próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

7.3 Fram móti próvtøkuni skipar próvtakarin fyri framsýning av verkætlan síni og øðrum arbeiðum, sum gjørd eru í undirvísingartíðarskeiðinum, herímillum eisini heimaarbeiðum. Arbeiðini skulu á nøktandi hátt umboða tey øki, sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Framsýningin skal vísa bæði skitsur og tað, sum meira er arbeitt við. Arbeiði, sum ikki eru partar av sjálvari framsýningini, skulu vera til taks við próvtøkuna. Øll arbeiði skulu vera dagfest og hava frámerki. Próvtakarin velur sjálvur út, setur fram og heingir upp. Lærarin hjálpir einans við tí praktiska. Settir verða 1-2 dagar av til at fyrireika framsýningina - alt eftir hvussu nógvir próvtakararnir eru.

7.4 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, leggja fram, tá ið próvtøkan byrjar, 10-15 sjálvstøðug arbeiði. Í minsta lagi tvey avrik úr bólkunum flata, rúm og tíð skulu vera umboðað í so stóran mun, at próvtakarin vísir fakliga breidd. Tey sjálvstøðugu avrikini verða ikki dømd. Sjálvlesandi og næmingar undir serligum treytum fara í staðin fyri at hava framsýningina (sí niðanfyri pkt. b) til eina verkliga próvtøku, ið varir 4 tímar. Henda verkliga próvtøkan byggir á tey sjálvstøðugu arbeiðini, sum eru løgd fram, tá ið próvtøkan byrjar. Harumframt verða givnar upp 150 síður í próvtøkupensum.

7.5 Í fyrireikingarrúminum skulu tær lærubøkur og handbøkur, sum hava verið brúktar í undirvísingini, vera til taks. Próvtakarin kann harumframt taka við sær egnar uppskriftir, yvirlit, ljóstøk av tekstum og annað tilfar frá undirvísingini.

7.6 Próvtøkan er í tveimum pørtum:
a)Ein hoyring, ið byggir á ókent myndatilfar, sum er í samsvari við undirvísingina. Próvhoyrarin velur myndatilfarið, og tað skal svara til tey øki, sum hava verið partur av undirvísingini. Hesi øki skulu vera umboðað í próvtøkuspurningunum: 2 av 3 bólkum, sum hava verið neyvari viðgjørdir - samtíðarlist - list úr øðrum tíðarskeiðum - list úr øðrum mentanum - visuellar framsagnir, sum ikki eru serstøk myndlist. Orðaðir skulu vera í minsta lagi 5 spurningar. Talið á spurningum skal vera tveir fleiri enn talið á próvtakarum.
á)Próvdómari og próvhoyrari meta um framsýningina hjá næminginum, uttan at hann er hjástaddur. Sjálv framsýningin av avrikum í bólkinum "myndir í tíð" kann krevja, at próvtakarin er hjástaddur. Hesar sýningar mugu í mesta lagi vara 8 minuttir. Hjá sjálvlesandi og næmingum undir serligum treytum, verður - ístaðin fyri framsýningina - mett um avrikini frá verkligu próvtøkuni upp á 4 tímar.
Tað ókenda myndatilfarið skal í sambandi við próvtøkuna hjá sjálvlesandi og næmingum undir serligum treytum svara til tey øki, sum eru partar av uppgevingini.

7.7 Í próvtøkuparti A skal próvtakarin metast eftir evnunum at greiða frá, greina og meta, eins og evnum hansara at seta myndatilfarið í samband við gjøgnumgingna tilfarið og annars evnum hansara at seta í frásjón. Í próvtøkuparti B verður - við støði í framsýningini - mett um fatan próvtakarans av myndlistaligum tilgongdum og evni hansara at hugsa visuelt og bera tað fram. Í metingini kann verða hugsað um ta visuellu framsýning av arbeiðunum. Næmingaarbeiði, sum ikki eru sýnd fram, kunnu verða tikin við at byggja metingina á.

8. Givið verður 1 próvtal fyri alt avrikið.

Fylgiskjal 8

Juli 1996

Studentaskúlakunngerðin

Filmur og sjónvarp

Endamálið

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir menna evni síni sjálvstøðugt og skapandi at greiða frá í mynda- og ljóðmiðlunum,
b)at næmingarnir gerast virknir og tilvitandi nýtarar og brúkarar av teimum elektrónisku miðlunum og filmum,
c)at næmingarnir menna evni síni at greina fjølmiðlaframleiðslur til tess at ogna sær innlit í og vitan um mynda- og ljóðmiðlaframleiðslur í søguligum, politiskum, búskaparligum og institutionellum høpi, og
d)at næmingarnar økja um møguleikar sínar fyri upplivingum av sosialari, kensluligari og intellektuellari náttúru gjøgnum tað verkliga og ástøðiliga miðlaarbeiðið.

Undirvísingin

2.1 Næmingarnir skulu arbeiða bæði verkliga og ástøðiliga við miðlunum, vegna tess at undirvísingin miðar eftir at skapa samanhang millum verkliga arbeiðið og ástøðiligu viðgerðina. Miðað skal verða eftir eini javnvág millum verkliga og ástøðiliga partin í lærugreinini.

2.2 Hvør bólkur skal fullføra tvær verkligar og tvær ástøðiligar gongdir. Harumframt kann verða arbeitt við tveimum gongdum eftir fríum vali.
1)Tvær verkligar gongdir: Arbeitt kann verða við sjónbondum, ljóði/dias, smalfilmum og ljóðframleiðslum. Í minsta lagi ein av framleiðslunum skal verða evnað til í einum myndmiðli.
2)Tvær ástøðiligar gongdir: Undirvísingin skal fevna um bæði filmar og teir elektrónisku miðlarnar.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Verkliga arbeiðið fevnir um gerð av mynd- og ljóðframleiðslu, t.d. video, ljóði/dias, smalfilmi og ljóðbondum. Í undirvísingini skal verða givin grundleggjandi vitan um ein ella fleiri framsagnarhættir og framleiðslugongdir innan hesar miðlar. Arbeiðið skal fevna um allar partar í eini miðlaframleiðslu.

3.2 Í ástøðiliga arbeiðnum verður arbeitt greiningarliga og ástøðiliga við filmi og elektrónisku miðlunum innan avmarkað evni, tíðarskeið ella temu. Undirvísingargongdirnar, sum verða valdar, skulu vera fjøltáttaðar, bæði hvat viðvíkur vali av miðla og innihaldi.

3.3 Til ástøðiligu gongdina skulu lesast 75-100 tekstasíður.

3.4 Undirvísingargongdirnar skulu fevna um hesi 5 sjónarhorn, og øll 5 sjónarhorn skulu viðgerast:
1)fagurfrøðiligt sjónarhorn
2)framleiðsluligt sjónarhorn
3)søguligt sjónarhorn
4)institutionelt sjónarhorn
5)sosiologiskt-sálarfrøðiligt sjónarhorn.

Próvtøkan

4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka, sum fevnir um tveir partar:
a)eina munnliga bólkapróvtøku við støði í verkliga arbeiðnum. Próvhoyringartíðin er umleið15 minuttir fyri hvønn próvtakara
b)eina munnliga einstaklingapróvtøku í ástøðiliga arbeiðnum. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 1,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

4.2 Próvtøkan fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, fevnir um:
a)eina próvtøkuframleiðslu í einum av teimum nýttu miðlunum, og
b)ástøðiligar gongdir við tilhoyrandi ástøðiligum tekstum. Bæði filmar og elektrónisku miðlarnar skulu verða umboðað í pensumuppgevingunum. Til tær ástøðiligu gongdirnar skulu umframt miðlaframleiðslurnar í minsta lagi 75 tekstasíður gevast upp.

4.3 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, skulu sum próvhoyringarstøði í verkligari miðlaframleiðslu leggja fram eina tilevnaða sjónbanda-/films- ella ljóð/dias-framleiðslu, sum í minsta lagi er 5 minuttir til longdar. Hendan próvhoyringin er í staðin fyri bólkapróvtøkuna. Til próvtøkuna í ástøðiligari miðlagreining verður tann sjálvlesandi/næmingurin eftir serligum treytum at geva upp í minsta lagi 3 ástøðiligar gongdir. Bæði filmar og elektrónisku miðlarnir skulu vera partar av uppgevingunum. Til tær ástøðiligu gongdirnar skulu umframt miðlaframleiðslurnar í minsta lagi 125-150 blaðsíður gevast upp.

4.4 Allir hjálparmiðlar, eisini egnar uppskriftir, eru loyvdir í fyrireikingartíðini, men ikki undir próvhoyringini. Undir próvhoyringini kunnu sum stuðul undir framløguni brúkast uppskriftir, sum eru gjørdar í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.

4.5 Neyðugur útbúnaður (t.d. sjónbandaspælari og monitorur, 16 mm framvísari) skal vera tøkur í fyrireikingarhølinum og í próvtøkuhølinum. Próvtakarin skal sjálvur passa tólini.

4.6 Próvtøkan í verkligari miðlaframleiðslu (bólkapróvtøkan) og próvtøkan í ástøðiligari miðlagreining (einstaklingapróvtøkan) skulu haldast sama dag. Bólkapróvtøkan skal verða avgreidd áðrenn einstaklingapróvtøkuna.

4.7 Próvtøkuframleiðslur, próvtøkuspurningar og próvtøkutilfarið skal sendast próvdómaranum í seinasta lagi 7 dagar fyri próvtøkudagin. Av praktiskum orsøkum kann tó víkjast frá hesi reglu, við at próvdómarin fær møguligar ljóð/diasframleiðslur at síggja beint undan próvhoyringarbyrjan.

4.8 Støðið undir bólkapróvtøkuni er miðlaframleiðslan hjá bólkinum og innleiðandi framløgurnar hjá bólkaluttakarunum. Endurgevingarnar úr miðlaframleiðsluni kunnu eftir ynski hjá bólkinum, próvhoyraranum ella próvdómaranum vísast, meðan próvtøkan fer fram. Tað, sum eftir er av bólkapróvtøkuni, fer fram sum ein samtala millum próvhoyrara, próvdómara og próvtakararnar. Ígjøgnum samtalu og spurningar skal greiða fáast á miðlatilvitanini hjá bólkaluttakaranum um framleiðslu teirra.

4.9 Ástøðiliga einstaklingapróvtøkan fer fram við støði í einari ikki gjøgnumgingnari films-, sjónvarps- ella radioupptøku, møguliga við nøkrum still-myndum og/ella prentaðum tilfari løgdum aftrat, og valt soleiðis at gjøgnumgingið tilfar verður partur av próvhoyringini. Próvtakarin verður próvhoyrdur í evnum sínum at draga fram týdningarmikil sjónarmið í tilfarinum. Saman við films- og sjónvarpsframleiðslunum/uppafturtøkunum skal vera eitt ark við neyðugum realupplýsingum umframt møguligum vegleiðandi spurningum, sum greitt skal vísa próvtakaranum tað sjónarhornið, sum viðgerðin skal taka støðu í. Próvtøkuendurgevingarnar eru vanliga ikki longri enn 6-7 minuttir. Hvør próvtøkuupptøka verður sett fyri seg á eitt óinnspælt band, og einki annað mynda/ljóðtilfar má vera á bandinum.

4.10 Í dømingini av próvtøkuframleiðsluni skal høvuðsdenturin leggjast á miðlaframleiðsluna, t.e. evni bólkaluttakaranna at bera fram egnu hugskot og førleika teirra í at brúka teir serligu framsagnarmøguleikarnar í nýtta miðlinum. Harumframt skulu innleiðandi framsetingar hjá bólkinum saman við eftirfylgjandi samtaluni verða partur av metingin. Serligt próvtal verður ikki givið fyri próvtøkuframleiðsluna (bólkapróvtøkuna), men metingin av henni vigar við somu vekt í ásetanini av endaliga próvtalinum sum metingin av einstaklingapróvtøkuni.

5. Givið verður 1 próvtal fyri alt avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

Fylgiskjal 9

Juli 1996

Studentaskúlakunngerðin

Fiskivinna

Endamálið

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir fáa grundleggjandi innlit í tey náttúru- og samfelagsviðurskifti, sum hava týdning fyri fiski- og alivinnuna í Føroyum
b)at næmingar gerast førir fyri vandaliga at meta um upplýsingar, sum hava við fiski- og alivinnuna at gera, og at taka støðu til sjónarmið í dagliga kjakinum
c)at næmingarnir fata fortreytirnar í hugburðinum hjá teimum, sum starvast í vinnuni, og teimum, sum skulu leggja ein langtíðar fiskivinnupolitikk til rættis, soleiðis at næmingarnir læra at nýta sína vitan at taka støðu til spurningar og trupulleikar í fiski- og alivinnuni.

Undirvísingin

2.1 Undirvísingin er býtt sundur í 6 høvuðsøki, sum øll skulu viðgerast. Fakliga dygdin verður tryggjað við, at farið verður gjølla um í minsta lagi 4 av høvuðsøkjunum. Ein verkætlan, sum fevnir um minst tvey høvuðsøki, kann gerast.

¨

2.2 Í undirvísingini skal serstakur dentur leggjast á føroysk fiskivinnuviðurskifti og fiskivinnuspurningar. Tó kunnu útlendsk og millumtjóða viðurskifti viðgerast, har tey økja um fatanina.

2.3 Sum ein nátúrligur partur av undirvísingini, kann virksemið uttan fyri skúlan fevna um vitjanir á virkjum, skipum og stovnum.

2.4 Í undirvísingini skulu dagsins mál eiga innivist.

2.5 Næmingarnir skulu læra at viðgera lærugreinina bæði munnliga og skrivliga. Lærarin kann bæði lata næmingarnar gera eitt ávíst tal av starvsstovuroyndum og virkisvitjanum við tilhoyrandi frágreiðingum og lata næmingarnar loysa skrivligar uppgávur í sambandi við høvuðsøkini í undirvísingini, umframt at ein verkætlan kann gerast. Í øllum førum skal lærarin meta um og gera viðmerkingar til skrivligu avrikini.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Undirvísingin fevnir um hesi øki:
1)Lív og umhvørvi
Í undirvísingini skal kunnast um djóra- og fiskaskipanina við serligum denti á teir bólkar, sum beinleiðis ella óbeinleiðis hava týdning fyri fiskiskap. Næmingarnir skulu duga at nýta ein fiskagreingarlykil. Kropsbygnaðurin og lívsvirkið hjá einum vanligum fiskaslag skal viðgerast saman við krøvunum hjá fiskum til umhvørvið. Í vistfrøði skulu havevnafrøðilig viðurskifti sum t.d. hiti, salt, føðslusølt og súrevni verða viðgjørd við serligum atliti at viðurskiftunum í havinum. Harumframt skulu hesi evni verða nágreiniliga lýst og viðgjørd: Brutto- og nettoframleiðsla, føðiketur og føðinet, evnisringrásin og orkustreymurin. Í hesum sambandi skal ávirkanin av umhvørvisdálking á vistskipanina eisini viðgerast við høvuðsdenti á dálking við plantu- og skordjóraeitri, lívfrøðiligari dálking, dálking við tungmetalum og oljudálking.
2)Fiskifrøði og stýring
Arbeiðsøkið hjá fiskifrøðingum og innsavnan av tilfari til fiskifrøðiligt ráðgevingarabeiði skal lýsast við denti á forsagnir um tilgongd, vakstrar- og aldursgreiningar. Í hesum sambandi verða yngul- og yvirlitstrolingar tiknar við í undirvísingina. Stovnshugtakið og hvussu støddin á einum stovni verður ávirkað av náttúru- og fiskiávum skal viðgerast við dømum úr føðiketuni. Næmingarnir skulu í høvuðsheitum skilja endamálið og framferðarháttin við hesum stovnsmetingarhættum: VPA-kanningar (útroknað við prosentum), merkiroyndir og ekkointegratormátingar. Galdandi reglur fyri stýring av fiskiskapinum undir Føroyum skulu lýsast gjølla, og undirvísingin skal fevna um búskaparliga og lívfrøðiliga stýring av fiskiskapinum. Arbeiðsøkið hjá Fiskiveiðueftirlitinum. Millumlanda fiskifrøðilig ráðgeving verður lýst við arbeiðsgongdini hjá altjóða ráðnum fyri havrannsóknir (ICES).
3)Streymviðurskifti - fiskileiðir, fiskirættindi og fiskiflotin
Í undirvísingini skulu næmingarnir fáa kunnleika til dýpi og botnviðurskifti og duga at meta um týdningin av hesum fyri fiskiskap. Kunnast skal eisini um høvuðsstreymarnar í landnyrðingspartinum av Atlantshavi, serliga Føroyaøkið, og um sjóarfalsstreymar. Næmingarnir skulu duga at rokna streym eftir álmanakkanum og meta um rákið eftir streymtalvu. Í undirvísingini skal kunnast um fiskiskapin undir Føroyum hjá føroyingum og útlendingum. Somuleiðis skulu broytingar í veiðu og fiskileiðum hjá føroyska fiskiskipaflotanum viðgerast. Galdandi fiskiveiðusáttmálar við onnur lond. Høvuðssløgini av reiðskapi skulu viðgerast og bólkast eftir, hvussu tey virka. Tey vanligastu sløgini av staðfestingartólum og leitingartólum skulu kennast, og kunnast skal um meginreglurnar í virkisháttinum. Samansetingin í føroyska fiskiskipaflotanum skal viðgerast við atliti til fiskileiðir, reiðskap og rakstur.
4)Virking av fiski
Í undirvísingini skal kunnast um framleiðslugongdina umborð á fiskiskipum, útróðrarbátum og fiskavirkjum. Næmingarnir skulu kenna framleiðslugongdina av høvuðsvørubólkunum. Teir skulu eisini gera útrokningar við atliti til, hvussu rávøruprísur, ymiskir kostnaðir, úrtøka, rakstrarfígging og søluprísur ávirka búskapin hjá fiskavirkjum. Í undirvísingini um aling skal framleiðslugongdin lýsast frá lívfiski til alifiskurin er klárur at fara á marknaðin. Næmingar skulu kunnast um galdandi reglur á aliøkinum, og teir skulu gera útrokningar av rakstrinum í alivinnuni. Við atliti at longu framleiðslutíðini skal tørvurin á rakstrarfígging og neyvari fíggjarstýring lýsast. Hagreiðing av fiski umborð og á landi skal setast í samband við tær broytingar, sum henda í fiskinum, tá hann doyr, verður viðgjørdur og goymdur. Týdningurin av fiski sum matvøra skal viðgerast og greitt verður frá um vørusamanseting og vørumenning. Kunnast skal um kunda- og myndugleikakrøv til fiskavirking. Eisini skal kunnast um galdandi reglur á framleiðsluøkinum.
5)Búskap, marknaðarføring og søla
Tann samfelagsligi týdningurin av fiski- og alivinnuni verður lýstur við t.d. hagtølum um framleiðslu, útflutning og lønarkostnaðir. Kunnast skal um útflutningin til tey týdningarmestu keyparalondini. Handilsavtalur við høvuðsmarknaðir skulu viðgerast við atliti at menningarmøguleikum og forðingum. Marknaðurin skal lýsast við støði í viðurskiftum, sum ávirka útboð og eftirspurning eftir fiski. Lýst verður, hvussu søla av fiski í Føroyum er skipað við sølu millum skip og virki. Í hesum sambandi skal uppboðssølan eisini lýsast. Kunnast skal um sølu millum skip, virki og sølufeløg. Søla av rávørum og hálvvirkaðum vørum til virkismarknaðin og lidnum vørum til brúkaramarknaðin skal lýsast nágreiniliga við atliti at skiftisrøð, marknaðarføring, vørumenning og marknaðarmenning. Í hesum sambandi skal eisini greiðast frá um sølu av feskum vørum og vørum, sum halda sær longur. Virkisøkið hjá útlendskum uppboðssølum og fiskamarknaðum skal lýsast.
6)Felagsviðurskifti og trygdarskipanir
Greitt verður í stuttum frá feløgunum, sum hava samband við fiskivinnuna, og sáttmálin millum Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag verður viðgjørdur. Tey nýggjastu hýrutølini fyri teir ymsu skipabólkarnar verða viðgjørd og sammett við lønarlagið á landi, og næmingarnir skulu fara ígjøgnum dømi um avrokningar til manningina. Undirvísingin leggur dent á at lýsa almennar stuðuls- og trygdarskipanir til útróðrarbátar, skip og manning.
7)Valfría verkætlan
Næmingarnir kunnu, saman við læraranum, velja at gera eina verkætlan innan fyri eitt av teimum kravdu kjarnuøkjunum. Arbeitt verður vanliga í bólkum, og arbeiðið endar við eini skrivligari frágreiðing.

Próvtøkan

4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka við fyrireiking. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

4.2 Fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum umframt møguligar starvsstovufrágreiðingar, sum hoyra til. Uppgivna tilfarið verður skipað eftir økjum, soleiðis at nomið verður við øll økini. Av hesum skulu 4 viðgerast nágreiniliga. Um verkætlan er gjørd, er hon partur av próvtøkupensum.

4.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum umframt kravt royndararbeiði og starvsstovufrágreiðingar. Um verkætlan er gjørd, er hon partur av próvtøkupensum.

4.4 Próvtakarin fær ein próvtøkuspurning, sum er býttur sundur í stigvíst torførari undirspurningar. Við próvtøkuspurninginum skulu fylgja kend ella ókend fylgiskjøl (t.d. talvur, myndir ella tól). Møguliga ókend fylgiskjøl skulu líkjast tilfarinum, sum er brúkt í undirvísingini.

4.5 Til próvtøkuna eru hesir hjálparmiðlar loyvdir:
1)í fyrireikingartíðini: tilfar, sum hoyrir til próvtøkuspurningin, bøkur og annað tilfar, sum stendur á skjalinum fyri lesipensum. Harumframt egnar uppskriftir, møguligar royndarfrágreiðingar og lummaroknari.
2)undir próvhoyringini er tað loyvt próvtakaranum at styðja seg til próvtøkuspurningin og tilfar, sum hoyrir til próvtøkuspurningin, umframt til uppskriftir gjørdar í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.

5. Givið verður 1 próvtal fyri munnliga avrikið við støði í einari heildarmeting.

Fylgiskjal 10

Juli 1996

Studentaskúlakunngerðin

Fornaldarfrøði

Endamálið

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir ogna sær førleika í at greina og tulka grikskar tekstir í umseting og grikskar leivdir,
b)at næmingarnir ogna sær fjøltáttaðan kunnleika til mentanina í tí forna Grikkalandi við serligum denti á arkaiska og klassiska tíðarskeiðið,
c)at næmingarnir gjøgnum henda kunnleika til griksku mentanina ogna sær felags evropeiska hugtaksfatan og formmál og á tann hátt fáa møguleika fyri at skilja og taka støðu til sína samtíð.

Undirvísingin

2.1 Undirvísingin fer fram á keldugrundarlagi: týddir tekstir og endurgevingar av listarverkum frá griksku fornøldini. Í undirvísingini skulu næmingarnir partvís læra at greina og tulka tekstirnar og listarverkini í søguligum høpi, og partvís hava møguleika fyri sjálvir at meta um teir lívshættir og tær hugsanir, sum tilfarið ber fram. Høvuðsdentur verður lagdur á tekstalesturin.

2.2 Tekstirnir og listarverkini verða fyri tað mesta frá tíðarskeiðinum umleið 700-300 f.kr., tó soleiðis, at minoisk-mykensk, geometrisk, hellenistisk og rómversk tíð verður tikið við, í tann mun tað fremur endamálið.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Lisnar verða tilsamans umleið 400 normalsíður av skaldskapi, leiklist og prosa. Homer, tann attiski sorgarleikurin og Platon skulu vera umboðað í pensum.

3.2 Eitt hóskandi úrval av listarverkum verður gjøgnumgingið: byggilist, standmyndir, keramikkur og onnur dømi um evnismentan.

Próvtøkan

4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

4.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp til próvtøkuna
-annaðhvørt 50 síður av skaldskapi, herundir Homer, 1 attiskan sorgarleik og 140 normalsíður av prosa, herundir Platon,
-ella 50 síður av skaldskapi, herundir Homer, 2 attiskar sjónleikir (harav í minsta lagi 1 sorgarleik), 100 normalsíður av prosa, herundir Platon.

Herumframt verður eitt hóskandi úrval av teimum gjøgnumgingnu listarverkunum uppgivið. Byggitekningar og eftirgerðir eru ikki sum listarverk at rokna.

4.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum, t.e. umleið 400 normalsíður.

4.4 Próvtakarin skal í fyrireikingarhølinum hava atgongd til rein eintøk av øllum bókum, ið nýttar hava verið í dagligu undirvísingini, íroknaðir tekstir og annað tilfar, sum lærarin hevur fjølritað næmingunum. Próvtakarin kann í fyrireikingarhølið taka við sær egnar uppskriftir. Tilskrivingar í útflýggjaðar bøkur og ljóstøk eru ikki at rokna sum egnar uppskriftir, og má sostatt ikki takast við. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.

4.5 Próvtakarin verður próvhoyrdur í einum ávísum tekstabroti á umleið 1,3 normalsíðu í einum av uppgivnu tekstunum. Harumframt verður hann próvhoyrdur annaðhvørt í einum av uppgivnu listaverkunum ella í onkrum, sum hevur týðilig felagseyðkenni við tað, sum er givið upp. Próvtakarin skal sjálvur skipa svarið - tí má útflýggjaða tekstabrotið og listaverkið ikki hava vegleiðandi spurningar. Próvtakarin skal greiða frá tekstabrotinum í síni heild og frá týðandi staklutum umframt seta tað í størri høpi. Listaverkið verður lýst, tíðarfest og sett í størri høpi. Høvuðsdentur verður lagdur á tekstabrotið bæði til próvhoyringina og í próvtalsásetanini.

5. Givið verður 1 próvtal fyri alt tað munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

Fylgiskjal 11

Juli 1996

Studentaskúlakunngerðin

Franskt byrjanarmál

Kravt stig

Endamálið

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir verða førir fyri at lesa og skilja lættari franskar tekstir,
b)at næmingarnir venjast í munnligum málfimi og fatan av talaðum fronskum, og
c)at næmingarnir gjøgnum arbeiðið við tekstunum fáa kunnleika um mentanarlig viðurskifti í Fraklandi og í ávísan mun eisini í øðrum franskttalandi londum.

Undirvísingin

2.1 Undirvísingin verður løgd soleiðis til rættis, at næmingarnir fáa eina málsliga vitan og eitt mentanarligt innlit, sum eisini í longdini kann vera teimum at gagni.

2.2 Við støði í tekstunum verður arbeitt miðvíst við orðatilfar og mállæru, soleiðis at næmingarnir læra at skilja talað og skrivað franskt, og soleiðis at teir fáa málslig amboð til munnliga og skrivliga at málbera seg á einum einføldum máli um teir lisnu tekstirnar og evnini.

2.3 Tað skrivliga arbeiðið skal stuðla tí munnliga málburðinum og skal málsliga og innihaldsliga vera eitt natúrligt framhald av dagliga arbeiðinum við tekstunum. Tað skal hjálpa næmingunum at skilja tann málsliga bygnaðin í tí franska málinum.

2.4 Arbeiðið við tekstunum skal venja munnliga framsetingarevnið hjá næmingunum, soleiðis at teir læra at greiða frá og viðgera evni, ið eru týðandi fyri mentanarøkið hjá tí franska eins og tí franskttalandi heiminum.

2.5 Arbeiði við edv er partur av undirvísingini. Hetta arbeiðið kann fevna um at lesa tekstir um evnið, at brúka lærugreinasermerkt forrit, at leita í og brúka datagrunnar og samskifta við onnur lond um teleráðstevnu ella um elektróniskan post.

2.6 Næmingarnir fáa undirvísing í notatteknikki og í skilagóðum brúki av orðabókum.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Lisnar verða í minsta lagi 170 normalsíður. Lesipensum verður sett saman av tekstum úr Fraklandi og í ávísan mun eisini úr øðrum franskttalandi londum. Tekstir, sum eru umsettir til franskt úr staðbundnum máli í franskttalandi øki, kunnu vera partur av lesipensum.

3.2 Ein partur av tekstunum verður lisin nágreiniliga, aðrir leysliga, og brúktir verða ymiskir lestrarhættir. Ymisk sløg av tekstum, herundir filmar, ljóðbond og myndir skulu nýtast.

3.3 Lesipensum kann verða minkað, um AV-tilfar, herundir edv-tilfar, verður nýtt, soleiðis at ein pultstími við AV-undirvísing svarar til 1,5 normalsíðu, tó í mesta lagi 30 normalsíður.

3.4 Skrivliga arbeiðið fer fram lutvíst heima og lutvíst í flokkinum. Skrivliga heimaarbeiðið fevnir um 6 fríar uppgávur á 1-2 síður og 5 uppgávur á 0,5-1 síðu. Tá ið skrivligu uppgávurnar verða latnar næmingunum aftur, fáa teir vegleiðing bæði í felag og einsæris.

Próvtøkan

4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka, ið fevnir um próvhoyring í einum lisnum og einum ólisnum teksti. Fyrireikingartíðin er umleið 50 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

4.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp 60 normalsíður av lesipensum, sum fevnir um í minsta lagi 3 tekstir og temu. Ein tekstur ella eitt tekstaúrtak má í mesta lagi vera 25 normalsíður. Tilfar frá byrjanarbókum kann ikki vera partur av próvtøkupensum. Einans ótillagaður tekstur má gevast upp. Við tí uppgivna tilfarinum kann fylgja gjøgnumgingið myndatilfar.

4.3 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp 120 normalsíður, sum fevna um í minsta lagi 5 tekstir og temu. Einans ótillagaðir tekstir mugu gevast upp. Tilfar frá byrjanarbókum kann ikki vera partur av próvtøkupensum. Ein tekstur ella eitt tekstaúrtak má í mesta lagi vera 40 normalsíður. Við tí uppgivna tilfarinum kann fylgja myndatilfar.

4.4 Í fyrireikingarrúminum skulu hesir hjálparmiðlar vera til taks: orðabøkur, mállærur og aðrar handbøkur, sum próvtakarin hevur brúkt í undirvísingini. Harafturat koma rein eintøk av øllum uppgivnum tekstum, við orðalistum og viðmerkingum, sum hoyra til. Verður úrtak av einum størri, lisnum teksti ella úr einum størri, lisnum tema givið upp, skal allur tann lisni teksturin ella alt tað lisna temaið vera til taks. Próvtakarin kann hava egnar uppskriftir við til fyrireikingar. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.

4.5 Próvhoyrt verður í einum ólisnum prosabroti á 1,5 normalsíðu, sum próvdómarin hevur valt, og í 0,5 normalsíðu úr tí lisna pensum. Ólisni teksturin skal hava regluteljing og hann skal hava ein inngang á føroyskum/donskum. Í umsetingarpartinum kunnu upp í 5-6 orðatýðingar verða tilskilaðar. Frásagnarparturin skal ongar orðatýðingar hava, um ikki talan er um neyðugar realviðmerkingar ella sermerkt orð. 1/3 normalsíða av ólisna tekstinum verður umsett, helst frá byrjani í tekstinum. Restin verður í høvuðsheitum tikið saman um á føroyskum. Tað lisna tekstabrotið verður lisið upp og verður brúkt sum støði undir eini samtalu á fronskum. Um próvtakarin hevur ringan málførleika, skal tekstinnlit próvtakarans móti próvhoyringarlok kannast á føroyskum.

4.6 Í dømingini av málførleikanum verður størri dentur lagdur á, hvussu flótandi og natúrligt próvtakarin málber seg, heldur enn um allir staklutir eru rættir. Dentur verður eisini lagdur á, at próvtakarin kann draga fram týdningarmiklar partar av tekstinum. Ein møgulig, dýpandi viðmerking á føroyskum verður mett eftir innihaldinum og kann telja positivt í dømingini.

5. Givið verður 1 próvtal fyri alt tað munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

Hástig

Endamálið

6. Endamálið er,
a)at næmingarnir framhaldandi menna teirra munnliga málburð, teirra fatan av talaðum fronskum umframt evnini at lesa og skilja franskar tekstir. Miðað verður ímóti, at næmingarnir menna teirra evni at málbera seg munnliga á einum flótandi og einføldum máli,
b)at næmingarnir gerast førir fyri at málbera seg skrivliga á fronskum á einum einføldum máli og
c)at næmingarnir gjøgnum arbeiðið við tekstunum dýpa teirra kunnleika til týðandi partar av søgu og mentan í Fraklandi og øðrum fransktalandi londum.

Undirvísingin

7.1 Undirvísingin verður løgd soleiðis til rættis, at næmingarnir fáa møguleika at arbeiða við týðandi pørtum av franskari og franskttalandi mentan, bæði úr søguligum og nútíðarligum sjónarhorni.

7.2 Næmingarnir skulu venjast at lesa tekstir av ymsum slag, samtíðis sum krøvini til tekstalestur, breiða málsliga vitan og mentanarligt innlit økist so við og við.

7.3 Við støði í tekstunum verður arbeitt miðvíst við orðatilfari og mállæru, soleiðis at næmingarnir læra at málbera seg flótandi og nøkulunda rætt um teir lisnu tekstirnar og evnini. Meginreglan er, at undirvísingin fer fram á fronskum.

7.4 Skrivligi málburður næminganna verður so við og við bygdur upp, soleiðis at teir læra at málbera seg neyvt og á einum einføldum máli. Arbeitt verður miðvíst við skrivligum uppgávum frá skúlaársbyrjan. Ein týðandi partur av tí skrivliga arbeiðinum skal taka støði í teimum tekstum, sum arbeitt verður við. Í góðari tíð skulu næmingarnir arbeiða við uppgávusløgum, teir fáa til skrivligu próvtøkuna.

7.5 Í arbeiðinum við tekstunum skulu evni næminganna at málbera seg munnliga venjast, so teir læra at greiða frá, viðgera og tulka evni, sum eru týðandi fyri mentanarøkið hjá tí franska eins og tí franskttalandi heiminum.

7.6 Arbeiði við edv er partur av undirvísingini. Hetta arbeiðið kann fevna um at lesa tekstir um evnið, at brúka lærugreinasermerkt forrit, at leita í og brúka datagrunnar og samskifta við onnur lond um teleráðstevnu ella um elektróniskan post.

7.7 Næmingarnir fáa undirvísing í notatteknikki og í skilagóðum brúki av orðabókum, og herundir fronsk-fronsk orðabók og aðrar handbøkur.

Innihaldið í undirvísingini

8.1 Lisnar verða í minsta lagi 150 normalsíður. Lesipensum verður sett saman av ótillagaðum tekstum úr Fraklandi og øðrum franskttalandi londum. Tekstir, sum eru umsettir til franskt úr staðbundnum málum í franskttalandi øki, kunnu vera partur av lesipensum.

8.2 Ein partur av tekstunum verður lisin nágreiniliga, aðrir leysliga, og brúktir verða ymiskir lesihættir. Undirvísingin skal byggja á ótillagaðar tekstir, við uppískoyti av t.d. filmum, ljóðbondum og myndum.

8.3 Lesipensum kann verða minkað, um arbeitt verður við AV-tilfari, heruppií edv-tilfar, soleiðis at ein pultstími við AV-undirvísing svarar til 1,5 normalsíðu, tó í mesta lagi 20 normalsíður.

8.4 Skrivliga arbeiðið fer fram lutvíst heima og lutvíst í flokkinum. Skrivliga heimaarbeiðið fevnir um 8 fríar uppgávur á 2-3 síður og 15 uppgávur á 0,5-1 síðu. Tá ið skrivligar uppgávur verða latnar næmingunum aftur, fáa teir vegleiðing bæði í felag og einsæris.

Høvuðsuppgávan

9.1 Evnið á uppgávuni og arbeiðshátturin skulu liggja innan karmarnar hjá lærugreinini.

9.2 Høvuðsbókmentirnar, sum fevna um uml. 50 síður, verða lisnar á fronskum. Á tittulblaðnum verður víst á høvuðsbókmentirnar. Sitat verða tikin haðani og verða skrivað á fronskum. Í arbeiðinum við økinum, sum uppgávan byggir á, kann sum ískoyti brúkast tilfar á føroyskum ella øðrum málum. Verður sum ein lítil partur mynda- og bandatilfar brúkt sum partur av høvuðsbókmentunum, skal tað vera til taks við dømingina av svarinum. Høvuðsbókmentirnar kunnu ikki vera partur av lesipensum hjá valbólkinum.

9.4 Uppgávan verður vanliga skrivað á føroyskum. Dugir næmingurin betur franskt enn føroyskt, kann uppgávan kortini skrivast á fronskum. Verður hon skrivað á fronskum, skal eisini økið og uppgávuheitið orðast á fronskum. At uppgávan er skrivað á fronskum, verður ikki í sjálvum sær roknað sum ein fyrimunur í dømingini.

Próvtøkan

10. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.

11.1 Munnliga próvtøkan fevnir um próvhoyring í einum lisnum og einum ólisnum teksti. Fyrireikingartíðin er umleið 30 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

11.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp 70 normalsíður, sum fevna um í minsta lagi 4 tekstir og temu. Tilfar lisið á kravdum stigi kann ikki vera partur av pensum. Ein tekstur ella eitt tekstaúrtak má í mesta lagi vera 25 normalsíður. Við tí uppgivna tilfarinum kann fylgja gjøgnumgingið myndatilfar.

11.3 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp 140 normalsíður, sum fevna um í minsta lagi 5 tekstir og temu. Tilfar lisið á kravdum stigi kann ikki vera partur av pensum. Ein tekstur ella eitt tekstaúrtak má í mesta lagi vera 40 normalsíður. Við tí uppgivna tilfari kann fylgja myndatilfar.

11.4 Í fyrireikingarrúminum skulu hesir hjálparmiðlar vera til taks: orðabøkur, mállærur og aðrar handbøkur, sum próvtakarin hevur brúkt í undirvísingini. Harafturat koma rein eintøk av øllum uppgivnum tekstum, við orðalistunum og viðmerkingum, sum hoyra til. Verður úrtak av einum størri, lisnum teksti givið upp ella úr einum størri lisnum tema, skal allur tann lisni teksturin ella alt tað lisna temaið vera til taks. Próvtakarin kann hava egnar uppskriftir við til fyrireikingar. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.

11.5 Próvhoyrt verður í einum ólisnum prosabroti á 1,5 normalsíðu, sum próvdómarin hevur valt og 0,5 normalsíðu úr tí lisna pensum. Ólisni teksturin skal hava regluteljing, og hann skal hava ein inngang á føroyskum/donskum. Í umsetingarpartinum kunnu upp í 5-6 orðatýðingar verða tilskilaðar. Frásagnarparturin skal ongar orðatýðingar hava, um ikki talan er um neyðugar realviðmerkingar ella sermerkt orð. 1/3 normalsíða av ólisna tekstinum verður umsett, helst frá byrjanini í tekstinum. Restin verður í høvuðsheitum tikið saman um á føroyskum. Tað lisna tekstabrotið verður lisið upp og brúkt sum støði undir eini samtalu á fronskum. Í samtaluni verður greitt frá innihaldinum í tekstinum, sum verður sett í eitt teksttematiskt, mentanarligt ella søguligt høpi.

11.6 Í dømingini av málførleikanum skal størri dentur verða lagdur á, hvussu flótandi og natúrligt próvtakarin málber seg, heldur enn á, um allir staklutir eru rættir. Dentur verður eisini lagdur á, at próvtakarin kann draga fram og greina týðandi partar av tekstinum.

12. Givið verður 1 próvtal fyri alt tað munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

13.1 Til skrivligu próvtøkuna, ið er 4 tímar, fáa próvtakararnir útflýggjað ein nútíðarprosatekst á fronskum á 1,5-2 normalsíður, møguliga við ískoyti av myndatilfari. Próvtakarin skal umseta úr føroyskum/donskum og í fríari, skrivligari frásøgn svara spurningum, ið eru knýttir at tí útflýggjaða tilfarinum.

13.2 2) (Strikað).

14. Givið verður 1 próvtal fyri alt tað skrivliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í hesum:
a)Umseting: Dentur verður lagdur á, at próvtakarin dugir grundleggjandi formlæru (morfologi) og setningsbygnað (syntaks) eins og týðandi orðatilfar.
b)Tekstfatan: Dentur verður lagdur á, at teksturin sum heild er skiltur, og at evnið verður lýst við greiðum dømum úr franska tekstinum. Tað telur positivt, um próvtakarin kemur við sjálvstøðugum niðurstøðum, ið byggja á tekstin.
c)Fría uppgávan: Dentur verður lagdur á, at próvtakarin kann skipa og greitt seta fram eitt innihald og málbera seg á flótandi og einføldum fronskum máli.

Fylgiskjal 12

Juni 2001

Føroyskt

Endamálið

1. Lærugreinin føroyskt skal menna málsligu, fagurfrøðiligu, yrkisfrøðiligu, søguligu og bókmentasøguligu tilvitsku næmingsins og styrkja sjálvsfatan hansara. Undirvísingin skal stimbra og menna hug næmingsins at viðgera málsliga og listarliga skapan, skynsamliga og vandaliga.

2. Endamálið er,
-at næmingurin fær heildarfatan av føroyskari mentan og teimum rákum, sum hava ávirkað hana,
-at næmingurin mennir og stimbrar hugin at lesa og uppliva tekst,
-at næmingurin mennir síni skapandi evni,
-at næmingurin lærir tekstaviðgerð og verður førur fyri at greina, fata og taka støðu til tekst, og
-at næmingurin verður førur fyri munnliga og skrivliga at próvføra og taka støðu til ymisk sjónarmið.

Undirvísingin

3.1 Tekstur og mál eru grundarlag undir lærugreinini.

3.2 Tekstur er at skilja bæði sum fagrar bókmentir, yrkisbókmentir og fjølmiðlatekstir. Filmir, myndbond, myndir og ljóðbond eru eisini sum tekstir at skilja. Sølulýsingar og tíðindamyndir eru sum fjølmiðlatekstir at skilja.

3.3 Verk er skaldsøga, sjónleikur, filmur ella savn av tekstum, sum eru settir saman eftir skaldskaparslag, evni, tíðarskeiði ella høvundi. Verk, sett saman av fleiri tekstum, skal í minsta lagi fevna um 80 normalsíður, yrkingasavn tó í minsta lagi um 25 normalsíður.

3.4 Mynd, sum er viðgjørd í flokkinum, telur 1 normalsíðu. Hvør undirvísingartími, sum burturav verður brúktur til films-, mynda- ella ljóðbandaundirvísing, kann umroknast til 5 normalsíður.

3.5 Undirvísingin skal leggjast soleiðis til rættis, at lærugreinirnar føroyskt og danskt styðja hvørja aðra, og at lærugreinirnar í størst møguligan mun arbeiða saman.

Innihaldið í undirvísingini

Høvuðstættirnir, munnligt og skrivligt

4. Endamálið við munnliga og skrivliga táttinum er, at næmingurin lærir at greina og tulka tekst, at taka støðu til snið, innihald og boðskap í honum, og at próvføra síni sjónarmið bæði munnliga og skrivliga. Gjøgnum orðaskifti um mál og málsligar spurningar skal tilvitska næmingsins um móðurmálið økjast, og málburðurin skal mennast bæði munnliga og skrivliga. Næmingurin skal við egnum framløgum og framførslum læra at bera sínar hugsanir fram, og við at brúka ymsar skrivligar samskiftishættir gerast tilvitaður um, hvussu skrivað mál verður nýtt sum amboð.

Munnligi tátturin

5.1 Munnligi tátturin fevnir um
-tekstagreining, tekstatulking, próvførslu og støðutakan,
-framløgu og leik,
-orðaskifti um mál og málsligar spurningar, og
-málburð.

Tekstagrundarlagið skal vera fjølbroytt í tíð, sniði og innihaldi. Umframt høvuðsverkini verða lisnar í minsta lagi 500 normalsíður í samsvari við karmarnar um tekst, evni og tíðarskeið (smbr. 5.2 - 5.8). Næmingar og lærari avgera í felag, hvønn bólk høvuðsdentur verður lagdur á, tó so at næmingarnir skulu ogna sær vitan um bókmentalig høvuðstíðarskeið, høvuðsrák og høvuðstekstasløg.

Høvuðsverk

5.2 Í minsta lagi 6 høvuðsverk verða lisin. Høvuðsverkini skulu býtast javnt út á hálvurnar. Verkini verða vald sambært hesum krøvum:
-í minsta lagi 3 høvuðsverk skulu vera upprunaføroysk,
-í mesta lagi 1 kann verða lisið á øðrum norðurlendskum máli,
-verkini skulu umboða ymisk bókmentarák og ymisk tekstasløg - 1 av verkunum kann vera filmur ella myndaverk,
-1 av verkunum skal vera frá tíðini fyri 1920, 3 av verkunum skulu vera frá tíðini eftir 1920, og herav skal í minsta lagi 1 vera frá seinastu 20 árunum.

Tekstalestur fyri 1920

5.3 Frá víkingatíðini og fram til 1920 verða lisnar í minsta lagi 100 normalsíður umframt 1 høvuðsverk:
a) Tekstir frá víkingatíðini og fram til trúbótina, ið lýsa høvuðstættir í norrønari mentan, verða lisnir.
b) Úrval av skaldskapi á mannamunni, ið fevnir um ymisk høvuðstekstasløg, verður lisið.
c) Tekstir frá tjóðskapartíðini verða lisnir í breiðum evropeiskum mentanarhøpi eins og tekstir um tjóðskaparskaldskap.

Tekstalestur frá 1920 og til í dag

5.4 Frá tíðarskeiðinum eftir 1920 verða í minsta lagi 400 normalsíður lisnar umframt í minsta lagi 3 høvuðsverk. Høvuðsdenturin verður lagdur á tey seinastu 40 árini.
a) Tekstir frá 1920 til 1960 verða settir í samband við rák í norðurlendskum/evropeisk-um bókmentum.
b) Tekstir frá 1960 og fram til í dag, umboðandi rák í umheiminum, verða lisnir.

Fjølmiðlatekstir

5.5 Fjølmiðlatekstir verða viðgjørdir og eru partur av grundarlagi undir undirvísing um samskifti. Í minsta lagi 20 normalsíður verða lisnar.

Myndir

5.6 Næmingurin skal læra at greina og tulka myndir við støði í grundleggjandi hugtøkum um myndasamanseting. Í minsta lagi 5 myndir verða viðgjørdar.

Filmslist

5.7 Næmingurin skal læra grundleggjandi hugtøk í filmsgreining. Í minsta lagi 1 filmur verður viðgjørdur.

Annar lestur

5.8 Ástøðiligar og aðrar bókmentir, eitt nú søga, siðsøga og byggilist, verða lisnar til tess at skapa greiðari fatan av ávísum tekstum, tekstasløgum ella mentanarrákum. Hesir tekstir verða lisnir innan fyri karmarnar um tekst, evni og tíðarskeið og telja við í lesipensum.

Kunningartøkni (KT)

5.9 KT er partur av undirvísingini.

Skrivligi tátturin

6.1 Skrivligi tátturin hevur til endamáls at menna tilvitsku næmingsins um móðurmálið, menna fatan hansara av málinum sum samskiftisamboð, umframt at menna evni hansara at málbera seg greidliga og rætt. Undirvísingin í skrivliga táttinum skal leggjast soleiðis til rættis, at hon er natúrligt framhald av arbeiðinum við munnliga táttinum.

6.2 Í skrivliga táttinum skal næmingurin læra:
-at viðgera ymisk tekstasløg,
-at greina og tulka tekstir,
-at greina ymsar samskiftishættir,
-at taka støðu til og føra prógv fyri sjónarmiði,
-at skriva ymisk tekstasløg.

6.3 Í 1.s. leggur lærarin í føroyskum grundskeið í skriving til rættis saman við hinum lærarunum, flokkurin hevur.

Langar og stuttar uppgávur

6.4 Øll trý árini verður arbeitt við longum og stuttum uppgávum. Longu uppgávurnar hava til endamáls, at næmingurin lærir at greina og tulka fagurbókmentir í bundnum og óbundnum máli, yrkisbókmentir og myndir, eins og næmingurin skal arbeiða við málinum sum skapandi amboð. Stuttu uppgávurnar hava til endamáls, at næmingurin lærir at málbera seg skrivliga um onnur evni og á øðrvísi hátt, enn hann ger í sambandi við longu uppgávurnar. Næmingurin skal skriva 8 stuttar uppgávur hvørt árið, umframt hesar uppgávurnar:
-í 1.s 4 langar uppgávur, støðisritgerðina og ársroyndaruppgávuna,
-í 2.s 4 langar uppgávur og serritgerðina,
-í 3.s 6 langar uppgávur, várroyndaruppgávuna og próvtøkuuppgávuna.

Støðisritgerðin

6.5 Í 1.s skriva næmingarnir hvør sær ella í smærri bólkum støðisritgerð við tí endamáli, at teir grundleggjandi læra
-at finna fram tilfar,
-at skipa tilfar,
-at skriva ritgerð,
-at nýta keldutilfar miðvíst,
-at málbera seg skrivliga,
-at skipa ritgerðina, og
-at arbeiða innan fyri tíðar- og plássmark.

Evni og tilfar verða vald í samráð við læraran. Ritgerðin verður latin inn í seinasta lagi 1. februar og latin næminginum aftur í seinasta lagi 4 vikur eftir, at hon er latin inn. Hvør næmingur skal hava skrivliga eftirmeting av ritgerðini, umframt at eftirmeting verður givin í felag í flokkinum. Sum einstaklingsverk má støðisritgerðin í mesta lagi fevna um 6 síður. Sum bólkaavrik skulu 3 síður leggjast afturat fyri hvønn luttakara, og hvør næmingur ber ábyrgdina av ávísum parti.

Serritgerðin

6.6 Um 1. mai í 2.s skriva næmingarnir einsæris ella í smærru bólkum serritgerð í føroyskum. Serritgerðin hevur til endamáls, at næmingurin lærir
-at arbeiða sjálvstøðugt við ávísum evni,
-at taka støðu til og velja burturúr keldutilfari,
-at skipa tilfar og lýsa evni, soleiðis at tað fær heildardám,
-at viðgera tekstir eftir háttaløgum, brúkt í lærugreinini,
-at próvføra, taka støðu og gera niðurstøðu,
-at gera ávísingar og viðmerkingar.

Í samráð við læraran verður fyrst økið valt, sum serritgerðin skal skrivast í, og síðani evnið. Tekstagrundarlagið fyri serritgerðina skal vera innan fyri karmarnar í lærugreinini. Evnið er avmarkað av teimum háttaløgum, nýtt verða í føroyskum. Evnið kann vera framhald av tilfari, sum er lisið í flokkinum, men tekstagrundarlagið má ikki hava verið brúkt í undirvísingini ella í støðisritgerðini frammanundan. Avmarkingar í evni, tíðarskeiði og háttalagi skulu vera greiðar í uppgávuorðingini.

Sum einstaklingsverk má serritgerðin í mesta lagi fevna um 10 síður. Sum bólkaavrik skulu 7 síður leggjast afturat fyri hvønn luttakara. Sum bólkaavrik skal hvør næmingur bera ábyrgd av ávísum parti av ritgerðini, og verður ársroyndarmetið hjá tí einstaka næmingi givið við støði í hesum parti.

Serritgerðin verður latin næminginum aftur við skúlaárslok.

Høvuðsuppgávan

7.1 Í høvuðsuppgávuni skal næmingurin seta seg inn í eitt sjálvvalt evni og sýna, at hann sjálvstøðugt megnar at bera øðrum tað innlit, hann hevur ognað sær.

7.2 Uppgávuøkið og háttalagið skulu vera innan karmarnar um lærugreinina. Uppgávuevnið kann vera framhald av tilfari, sum er lisið í flokkinum, men tekstagrundarlagið má ikki hava verið brúkt í undirvísingini ella í øðrum ritgerðum frammanundan.

7.3 Dømingin verður grundað á heildarmeting av, hvussu næmingurin hevur greitt týdningarmestu tættirnar í evninum, og hvussu svarið er skipað, viðgjørt og orðað.

Málkunnleiki

8.1 Næmingurin skal við munnligum og skrivligum venjingum í mállæru byggja víðari á tað støðið, hann hevur frá fólkaskúlanum. Næmingurin skal ogna sær
-dyggan kunnleika í orðalagslæru, so at hann er førur fyri at greina setning úr nútíðarføroyskum niður á orðastøði,
-hollan kunnleika í formlæru,
-grundleggjandi kunnleika í ljóðlæru.

Næmingurin skal vandaliga kunna viðgera málsligar spurningar og greina tekst frá málsligum sjónarmiði. Næmingurin skal eisini læra at brúka málkunnleikan í verki við at greina og rætta egnu tekstir og tekstir hjá øðrum og taka støðu til málnýtsluna í teimum ella við at flyta tekst úr fremmandum máli og orða hann væl á føroyskum. Lisnar verða í minsta lagi 75 normalsíður í málkunnleika.

8.2 Næmingurin skal fáa greiða fatan av arbeiðinum at menna og varðveita føroyskt mál. Føroyskur málpolitikkur skal umrøðast, og málrøktarspurningar skulu viðgerast.

Um málrøkt og málpolitikk verða lisnar í minsta lagi 15 normalsíður.

8.3 Næmingurin skal læra um høvuðsljóðbroytingar frá norrønum til føroyskt. Av norrønum teksti sum grundarlag undir arbeiði við ljóðbroytingum og ljóðlæru verða lisnar í minsta lagi 5 normalsíður.

Næmingurin skal ogna sær heildarfatan av føroyskum máli, bæði í samtíðini og søguligum høpi, av føroyskum málburði og málrøkt. Næmingurin skal ogna sær heildarfatan av føroysku málsøguni, sum fevnir um
-norrønt,
-miðaldarføroyskt,
-tíðarskeiðið frá Svabo til 1900, og
-frá 1900 til nútíðina.

Av føroyskari málsøgu verða lisnar í minsta lagi 20 normalsíður.

Íslendskir og nýnorskir tekstir verða lisnir við tí miði, at næmingurin gerst varugur við líkleikar og munir í vesturnorðurlendska málskyldskapinum, og lisnar verða í minsta lagi 20 normalsíður.

Próvtøkan

9. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.

10.1 Munnliga próvtøkan fevnir um próvhoyring í lisnum og ólisnum teksti. Fyrireikingartíðin er umleið 60 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming. Próvhoyrarin velur lisnu og ólisnu tekstirnar. Rithøvundur og útgávuár skulu tilskilast, og í sambandi við tekstabrot skal stutt høpisfrágreiðing vera skrivað.

10.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp 2 høvuðsverk og 200 normalsíður av stuttum, lisnum tekstum. Tekstirnir skulu veljast soleiðis, at teir fjølbroytt umboða lisnu heildina. Ongin stuttur tekstur telur meiri enn 20 normalsíður.

10.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum.

10.4 Hvør próvtakari fær lisnan og ólisnan tekst við sær inn í fyrireikingarhølið. Próvtakari fær próvtøkuspurningin skrivliga, umframt reint, vælprentað eintak av ólisnum og lisnum teksti. Allar tøkar føroyskar-føroyskar, føroyskar-danskar og danskar-føroyskar orðabøkur skulu vera til taks í fyrireikingarhølinum. Næminginum er loyvt at hava allar bøkur, uppgávur, egnar uppskriftir og annað, ið brúkt hevur verið í undirvísingini øll árini, við sær inn til fyrireikingar. Undir próvhoyringini kunnu, sum stuðul undir framløguni, brúkast uppskriftir, gjørdar í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplesturs telur ikki uppeftir í próvtalsásetingini.

10.5 Ólisnu og lisnu tekstirnir skulu vera skyldir í evni, tíðarhøpi ella tekstaslag. Ólisni teksturin, sum í mesti lagi má vera 8 normalsíður, skal viðgerast, t.d. greinast og tulkast; lisni teksturin skal brúkast til at seta hin ólisna inn í eitt størri høpi. Við støði í arbeiðinum, gjørt í fyrireikingartíðini, skal próvtakarin í sjálvstøðugari framløgu vísa, at hann dugir
-stutt og greidliga at draga fram aðaltættir í tekstinum,
-at greina tekstin og nýta viðkomandi hugtøk og heiti,
-at tulka tekstin og nýta viðkomandi hugtøk og heiti,
-at seta tekstin í mentanarligt/samfelagsligt/tíðarbundið høpi,
-at próvføra, vísa á sjónarmið og hugburð,
-at viðgera tekstin málsliga, og
-at málbera seg væl undir framløguni.

Í dømingini verður dentur lagdur á, at próvtakarin viðger tekstirnar sjálvstøðugt og skipar framløguna væl.

11. Givið verður 1 próvtal fyri munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting. Í metingini skal størri dentur verða lagdur á evni próvtakarans at viðgera ólisna tekstin.

12.1 Skrivliga próvtøkan er 5 tímar.

Próvtakarin skal velja eina av fleiri uppgávum at skriva um. Uppgávurnar verða settar við støði í ymiskum tekstatilfari, herundir eisini myndum.

Í dømingini verður dentur lagdur á, at próvtakarin dugir at málbera seg væl um valdu uppgávuna og ber fram hugsanir sínar greidliga og sjálvstøðugt á smidligum máli.

Allir hjálparmiðlar eru loyvdir til skrivligu próvtøkuna.

13. Givið verður 1 próvtal fyri skrivliga avrikið. Próvtalið verður ásett við støði í eini heildarmeting, har mett verður um innihald, skipan, evnisviðgerð og mál.

Fylgiskjal 13

Juli 1996

Studentaskúlakunngerðin

Geografi

Kravt stig

Endamálið

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir fáa vitan um og innlit í samspælið millum náttúrugivnar, samfelagsskaptar og mentanarligar fortreytir fyri lívskorum menniskjans og frábrigdi tess á jørðini,
b)at næmingarnir venja teirra førleika at brúka náttúruvísindaligt og samfelagsvísindaligt háttalag at eygleiða, lýsa og greina geografisk viðurskifti,
c)at næmingarnir venja teirra førleika at málbera seg munnliga og skrivliga um geografiskar spurningar,
d)at næmingarnir fáa fatan av, hvørja ávirkan tøkniliga, búskaparliga, politiska og søguliga menningin hevur á samspælið millum náttúru og samfelag - staðarbundið og alheimsliga,
e)at næmingarnir fáa fatan av samanhangum millum nýtslu menniskjans av jørðini og tilfeingi hennara og tær umhvørvistreytaðu avleiðingar av hesum, hon hevur -staðarbundið og alheimsliga,
f)at næmingarnir við støði í vitan og innliti menna evnini til sjálvstøðuga og fjøltáttaða støðutakan til føroysk og altjóða umhvørvis- og samfelagsviðurskifti, eins og teir gjøgnum hesa vitan og hetta innlit fáa størri millumtjóða fatan og ábyrgdarkenslu.

Undirvísingin

2.1 Undirvísingin verður løgd til rættis í evnum, sum fevna um hesi fakøki:
1)Náttúrugrundarlag og umhvørvi
2)Demografi
3)Vinnulívsgeografi
4)Menniskjaskapta landslagið

Í samlaðu undirvísingargongdini skulu 4 geografiskar dimensiónir viðgerast, sum yvirornað lýsa lærugreinina geografi:
a)Samspælið millum náttúru og samfelag
b)Lívskor
c)Staðarbundin, økisbundin og alheimsbundin dimensión.
d)Millumtjóða sambond.

2.2 Í undirvísingini skulu veljast 3-5 ymisk evni, sum hóska væl at lýsa týðandi partar av samspælinum millum menniskjað og tess umhvørvi, náttúrugivið eins væl og menniskjaskapt. Í viðgerðini av evnunum skal dentur vera lagdur á samanhang og heild. At umheimurin er dynamiskur og ávirkiligur, verður gjørt greitt. Evnisvalið verður gjørt soleiðis, at bæði samfelags- og náttúruparturin verða gjølla viðgjørd og skulu viga eins nógv í undirvísingini. Avleiðingarnar av samspælinum millum samfelag og náttúru er hornasteinur í viðgerðini av evnunum. Evnisvalið skal harumframt tryggja, at næmingarnir fáa innlit í økisbundin og alheimsbundin viðurskifti, og at spurningar í ídnaðarlondum og menningarlondum eins og viðurskiftini teirra millum verða viðgjørd. Ein partur av undirvísingini skal fevna um føroysk viðurskifti.

2.3 Arbeiði við edv er partur av undirvísingini. Hetta arbeiði kann fevna um:
a)nýtslu av forritum, serliga gjørd til lærugreinina,
b)nýtsla av almennum brúkaraforritum og
c)viðgerð av geografiskum avleiðingum við at brúka edv.

2.4 Námsferðir eru natúrligur partur av undirvísingini. Arbeiði uttan fyri skúlan og royndararbeiði er fastir tættir í undirvísingini. Í undirvísingini verða brúkt kort, fylgisveinamyndir og hagfrøðiligt tilfar eins og tøkniligur útbúnaður til økisarbeiði og royndararbeiði. Sum grundarlag undir arbeiðinum við staðfrøðiligum kortum og evniskortum skal í minsta lagi vera ein innførsla í grundleggjandi meginreglur viðvíkjandi kortprojektiónum og kortsignaturum.

2.5 Skrivligt arbeiði verður brúkt til at venja lærugreinarháttalagið, skapa yvirlit og halda fast í týðandi úrslit í undirvísingini umframt at styrkja skrivliga førleikan.

2.6 Gjørdar verða 7 skrivligar uppgávur, av hesum 5 A-uppgávur og 2 B-uppgávur. Lærarin rættar og ger viðmerkingar til uppgávurnar. A-uppgávur eru uppgávur við greiðum endamálsorðingum og við svarum, sum liggja innan avmarkaðar karmar. B-uppgávur hava størri dám av sjálvstøðugum næmingavirksemi, og endamálsorðingarnar og svarini liggja innan breiðari karmar. Skrivliga arbeiðið liggur annaðhvørt í undirvísingartíðini ella kemur ístaðin fyri ta vanligu fyrireikingina til undirvísingina.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Tær geografisku dimensiónirnar:
a)Samspælið millum náttúru og samfelag,
sum verður viðgjørt í tilfeingisnýtslu- og umhørvishøpi. Undirvísingin skal lýsa sínámillum ávirkan millum náttúrugrundarlagið og nýtslu menniskjans av hesum í eini framleiðslu ella einari framleiðsluskipan. Dentur verður lagdur á sambandið millum framleiðsluna og tað tøknifrøðiliga og búskaparliga støðið og tær politisku fortreytirnar. Umhvørvisavleiðingarnar av gagnnýtslu av náttúruni verða viðgjørdar.
b)Lívskor
Tey geografisku frábrigdini í lívskorunum: Náttúrugrundarlag, framleiðsla, vinnulívs-, íbúgva- og mentanararviðurskifti, matur, íbúðar- og heilsuviðurskifti eins og búskaparlig og politisk viðurskifti verða lýst.
c)Tann staðarbundna, økisbundna og alheimsbundna dimensiónin
miðar ímóti einum geografiskum yvirliti og umheimsfatan og skal vísa staðbundin frábrigdi á jørðini. Økisbundna greiningin hevur týðandi vág. Greiningin fæst við eitt nærri avmarkað geografiskt øki, sum kann vera ein partur av einum landi, eitt land ella bólkar av londum. Gjøgnumgongdin skal geva eina fatan av, hvørji náttúrugivin og samfelagsskapt viðurskifti hava týdning fyri sereyðkennini í viðkomandi øki. Evropeisk viðurskifti og evni frá ídnaðarlondum og menningarlondum verða tikin við.
d)Altjóða sambondini
Sambond millum lond og øki verða viðgjørd, herundir sambandið millum menningarlond og ídnaðarlond.

3.2 Fakøkini
1)Náttúrugrundarlag og umhvørvi
 a)Alheims veðurlagsviðurskifti, herímillum íkoman av teirri grundleggjandi vindskipanini eins og staðbundin og heimsbundin frábrigdi í hita og avfalli; vegurlagsávirkandi orsakir, vatnumferðin eins og eitt dømi um eitt økisbundið ella staðarbundið veðurlag,
 b)treytað av valdu evnunum: landslagsskapan, jarðbotnslæra, havfrøði, ráevnisjarðfrøði ella ástøði plátuvond ella blandingur av hesum økjum í hóskandi vavi; hóskandi til valda økið: skapandi og týðandi virksemi á jarðarflatuni og í jarðarskorpuni,
 c)umhvørvisviðurskifti, herímillum sambandið millum ávirkan, viðkvæmi og broytingar í tí fysiska umhvørvinum.
2)Demografi
 a)íbúgvasamanseting og íbúgvamenning, herundir íbúgvamenning í Føroyum eins og demografisk transitión í ymsum londum ella økjum.
 b)lokalisering og flytingar.
3)Vinnulívsgeografi
 a)vinnulívsbygnaður og vinnulívsmenning,
 b)í sambandi við eitt av teimum valdu evnunum: samanseting, menning og geografiska býtið hjá framleiðsluni; tann tøknifrøðiliga menningin sum fortreyt fyri framleiðsluni umframt geografisku avleiðingarnar av tøknifrøðiligu menningini,
 c)ein greining av einum einstøkum føroyskum vinnuvegi,
 d)sambandið millum lond og øki, soleiðis sum tað kemur til sjóndar í vøruhandli, tænastuveitingum, kapital- og vitanarflutningi.
4)Menniskjaskapta landslagið
Menniskjaávirkaða landslagið - á bygd ella í bý - sum úrslit av náttúrugivnum fortreytum og virksemi menniskjans, herímillum broytingar í lendisnýtsluni og sínámillum støðan hjá pørtum í mentanarlandslagnum.

3.3 2) Lesipensum fevnir um 230 - 250 síður, og próvtøkupensum fevnir um 160 - 180 síður, og skal próvtøkupensum umboða øll viðgjørd evni.

Próvtøkan

4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

4.2 Próvtøkupensum hjá næmingum, sum fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er lesipensum umframt skrivligt arbeiði, sum er gjørt í sambandi við undirvísingina.

4.3 2) Próvtøkupensum hjá sjálvlesandi: Pensum verður skipað í evni, sum fevna um tey fýra fakøkini, og sum taka við tær 4 geografisku dimensiónirnar. Uppgivnar verða 230-250 síður, soleiðis at øll uppgivnu evnini eru umboðað. Pensum skal fevna um eina innførslu í keldur og háttaløg í geografiini, um ikki so er, at tann lesandi gevur upp egið skrivligt arbeiði, sum er góðkent í sambandi við undirvísing, ið er farin fram fyrr.

4.4 Sum hjálparmiðlar í fyrireikingartíðini kann alt tilfar brúkast, sum hevur verið brúkt í sambandi við undirvísingna, herundir egnu uppskriftir og skrivligu arbeiði próvtakarans.

4.5 Givin verður ein spurningur, sum skal orðast skrivliga og dýpast við undirspurningum við greiðari framtøku. Undirspurningarnir skulu við atliti at breidd og neyvleika vigast soleiðis, at próvtakarin hevur møguleika at leggja til rættis sína próvtøkuframløgu so sjálvstøðugt sum gjørligt, uttan at tað gongur út yvir ætlanina í próvtøkuspurninginum.

4.6 Próvtøkuspurningurin við undirspurningum verður stuðlaður við tilfari, stuttum tekstaúrtaki, kortum, fylgisveinamyndum, strikumyndum, talvum, fotomyndum ella tílíkum. Tilfarið skal í mest møguligan mun vera próvtakaranum ókent, men sum heild ikki bróta frá tí tilfari, sum kemur fyri í pensum, íroknað tí tilfari, sum verður givið upp til próvtøku frá teimum geografisku og jarðfrøðiligu søvnunum.

4.7 Spurningar og hjálagt tilfar skal hava eitt innihald og eitt vav, sum ger tað gjørligt hjá próvtakaranum at nýta fyrireikingartíðina munagott og skilagott, og sum verður støðið undir einari liðiligari próvhoyring.

4.8 Hendingaferð kann annað tilfar takast við úr fyrireikingarrúminum, strikumyndir, kort, talvur o. tíl., um próvtakarin ynskir at brúka hetta í próvhoyringini. Skrivligu arbeiðini kunnu verða drigin inn í próvtøkuni.

4.9 Í metingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun og á hvørjum støði tann setti spurningurin er svaraður. Harumframt verður mett um evni próvtakarans at sameina fakliga vitan við greining av útflýggjaða tilfarinum.

5. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

Miðstig

Endamálið

6. Endamálið er,
a)at næmingarnir fáa størri vitan um og innlit í samspælið millum náttúrugivnar og samfelagsskaptar fortreytir fyri lívskor menniskjans og frábrigdi tess á jørðini, soleiðis at teir gerast førir fyri sjálvstøðugt at greiða frá hesum samspæli,
b)at næmingarnir venja teirra førleika at brúka náttúruvísindaligt og samfelagsvísindaligt háttalag og tøknilig hjálpartól, at eygleiða, lýsa og greina geografisk viðurskifti, umframt venja teirra evni at meta um, hvussu háttaløgini kunnu brúkast,
c)at næmingarnir menna teirra førleika at málbera seg munnliga og skrivliga um geografiskar spurningar,
d)at næmingarnir fáa økta fatan av, hvørja ávirkan tøknifrøðiliga, búskapararliga, politiska og søguliga menningin hevur á samspælið millum náttúru og samfelag - staðarbundið og alheimsliga - umframt gerast førir fyri at greina dømi um hetta samspæl,
e)at næmingarnir fáa kunnleika til ástøði og modell fyri skapan av náttúrutilfeinginum og gerast førir fyri at greiða samanhangin millum nýtslu menniskjans av jarðarknøttinum og tær umhvørvisligu avleiðingar av hesum, - staðarbundið og alheimsliga.
f)at næmingarnir við støði í vitan og innliti framhaldandi menna evnini til sjálvstøðuga og fjøltáttaða støðutakan til føroysk og altjóða umhvørvis- og samfelagsviðurskifti, eins og teir gjøgnum hesa vitan og hetta innlit fáa størri millumtjóða fatan og ábyrgdarkenslu.

Undirvísingin

7.1 Undirvísingin verður løgd til rættis í evnum, sum fevna um í minsta lagi 4 av teimum 8 fakøkjunum:
1)Jarðfrøðiligt tilfeingi og gagnnýting av tí
2)Jarðskjálvta og eldgos
3)Veður og veðurlag
4)Framleiðslu, tøknifrøði og umhvørvi
5)Heimshandil
6)Menningarmodell
7)Menniskjaskapta landslagið
8)Fysiska planlegging

Evnini skulu í samlaðu undirvísingargongdini taka við tær fýra geografisku dimensiónirnar, sum yvirorðnað lýsa geografilærugreinina:
a)Samspælið millum náttúru og samfelag
b)Lívskor
c)Staðarbundnar, økisbundnar og alheimsbundnar dimensiónir
d)Altjóða sambond

7.2 Í undirvísingini skulu veljast 3-5 ymisk evni, sum hóska væl at lýsa týðandi partar av samspælinum millum menniskjað og umhvørvi tess, náttúrugivið eins væl og menniskjaskapt. Í viðgerðini av evnunum skal dentur vera lagdur á samanhang og heild. At umheimurin er dynamiskur og ávirkiligur, verður gjørt greitt. Evnisvalið verður gjørt soleiðis, at bæði samfelags- og náttúruparturin verða gjølla viðgjørd og skulu viga eins nógv í undirvísingini. Avleiðingarnar av samspælinum millum samfelag og náttúru er hornasteinur í viðgerðini av evnunum. Í evnisvalinum skal høvuðsdentur leggjast á alheims og millumtjóða viðurskifti. Framtøkan frá kravdum stigi fæst við meiri umfatandi nýtslu av ástøðum og at fara í dýbdina í tí ástøðiliga tilfarinum. Sjálvstøðugi parturin í arbeiði næminganna økist og í størri mun verða tilfar og upplýsingar, sum næmingarnir sjálvir hava savnað, brúkt.

7.3 Arbeiði við edv er partur av undirvísingini. Hetta arbeiði kann fevna um:
a)at brúka forrit, ið eru serliga ætlað lærugreinini,
á)at brúka almenn brúkaraforrit og
b)at viðgera geografiskar avleiðingar av at brúka edv.

7.4 Námsferðir eru natúrligur partur av undirvísingini. Arbeiði uttan fyri skúlan og royndararbeiði er fastir táttir í undirvísingini. Í undirvísingini verða brúkt kort, fylgisveinamyndir og hagfrøðiligt tilfar eins og tekniskur útbúnaður til økisarbeiði og royndararbeiði.

7.5 Skrivliga arbeiðið verður brúkt til framhaldandi at venja lærugreinarháttalagið, skapa yvirlit og halda fast í týðandi úrslit í undirvísingini umframt at styrkja sjálvstøðuga skrivliga førleikan hjá næmingunum.

7.6 Gjørdar verða 7 skrivligar uppgávur, av hesum 2 A-uppgávur og 5 B-uppgávur. Lærarin rættar og ger viðmerkingar til uppgávurnar. A-uppgávur eru uppgávur við greiðum endamálsorðingum og við svarum, sum liggja innan avmarkaðar karmar. B-uppgávurnar hava størri dám av sjálvstøðugum næmingavirksemi, og endamálsorðingarnar og svarini liggja innan breiðari karmar. Skrivliga arbeiðið liggur annaðhvørt í undirvísingartíðini ella kemur ístaðin fyri ta vanligu fyrireikingina til undirvísingina.

Innihald í undirvísingini

8.1 Tær geografisku dimensiónirnar:
a)Samspælið millum náttúru og samfelag,
sum verður viðgjørt í tilfeingisnýtslu- og umhørvishøpi. Undirvísingin skal lýsa sínámillum ávirkan millum náttúrugrundarlagið og nýtslu menniskjans av hesum í eini framleiðslu ella einari framleiðsluskipan. Dentur verður lagdur á sambandið millum framleiðsluna og tað tøknifrøðiliga og búskaparliga støðið og tær politisku fortreytirnar. Umhvørvisavleiðingarnar av gagnnýtslu av náttúruni vera viðgjørdar og mettar í mun til møguleikan fyri einari lívførari menning.
b)Lívskor
Tey geografisku frábrigdini í lívskorunum: náttúrugrundarlag, framleiðsla, vinnulívs-, íbúgva-, og mentanararviðurskifti, matur, íbúðar- og heilsuviðurskifti eins og búskaparlig og politisk viðurskifti verða lýst.
c)Tann staðarbundna, økisbundna og alheimsbundna dimensiónin
miðar ímóti einum geografiskum yvirliti og umheimsfatan og skal vísa økisbundin frábrigdi á jørðini. Høvuðsdentur verður lagdur á tey alheimsligu frábrigdini og alheimsligan samanhang.
d)Altjóða sambondini
Samband millum lond og øki verður viðgjørt, herímillum støðu Føroya í altjóða høpi.

8.2 Fakøkini (valt verða í minsta lagi fýra av hesum átta økjum, soleiðis býtt, at náttúruparturin og samfelagsparturin eru í javnvág):
1)Jarðfrøðiligt tilfeingi og gagnnýtslu av tí
Undirvísingin skal geva innlit í tilgongdir, sum greiða frá skapanini av jarðfrøðiliga tilfeinginum, lokalisering og tí hátti, tey finnast undir. Geografiska býtið av ráevnunum, teirra framleiðslu-, sølu- og marknaðarviðurskifti, umframt teir umhvørvistrupulleikar, sum eru knýttir at framleiðslu og gagnnýtslu, verða greinað. Hvussu ráevnishugtakið er treytað av samfelagsmenningini, herundir tøknifrøðiliga støðið, verður lýst. Í minsta lagi eitt dømi um jarðfrøðilig tilfeingi, orkuráevni, ídnaðarráevni ella vatn verður viðgjørt.
2)Jarðskjálvti og eldgos
Undirvísingin skal geva innlit í jarðfrøðiligar tilgongdir, sum greiða frá eldgosi og jarðskjálvta ymsastaðni á jørðini. Undirvísingin skal geva yvirorðnaðan kunnleika um jarðfrøðisøguna grundað á aktualistisku meginregluna. Áherðsla verður løgd á samanhangið millum plátuvondástøðið og lokalisering av ymiskum sløgum av jarðskjálvtum og gosfjøllum. Lýstar verða avleiðingarnar av hesum sløgum av jarðskjálvtum og eldgosum í ymiskum samfeløgum.
3)Veður og veðurlag
Undirvísingin skal fevna um tilgongdir, sum eru knýttar til alheimsveðurlagið ella eitt ella fleiri sløg av økisbundnum veður- og veðurlagi ella um tilgongdir, sum kunnu føra veðurlagsbroytingar við sær. Avleiðingar, sum hesar gongdir hava fyri framleiðslu og lívskor menniskjans, verða lýstar.
4)Framleiðsla, tøknifrøði og umhvørvi
Ein framleiðsla ella ein framleiðsluskipan verður greinað út frá einum vistfrøðiligum, búskaparligum og tøknifrøðiligum sjónarhorni. Dømi frá tøkniliga sera framkomna heiminum og frá samfeløgum á einum lægri tøknifrøðiligum støði kunnu brúkast. Í greiningini vera bæði náttúru- og samfelagstreytaðar fortreytir eins og avleiðingarnar fyri umhvørvi, búskapi og lívskorum menniskjans viðgjørdar. Har tað er hóskandi fyri evnið, verður orku- og evnisstreymur í framleiðsluskipanunum umrødd.
5)Heimshandil
Marknaðarviðurskiftini í altjóða handli eins og slagið og vavið av vørustreyminum og onnur sínámillum ávirkan landanna millum verður greinað. Náttúru- og samfelagsfor-treytirnar fyri altjóða arbeiðsbýtinum verða lýstar.
6)Menningarmodell
Menningarmodell verða sett í samband við menningartrupulleikarnar í ídnaðar- og menningarlondunum og verða viðgjørt og mett út frá búskapi og lívførari menning.
7)Menniskjaskapta landslagið
Lendisnýtslan í sínámillum ávirkan við náttúrufortreytunum og samfelagsskaptu fortreytunum verður greinað. Verður valt at viðgera bø og haga, verða lendisnýtslan, jarðarbrúk, bygging og flutningsbygnaður umrødd. Verður valt at viðgera býarlandslagið, verða lendisnýtsla, býarskipan og urbanisering greinað.
8)Fysisk planlegging
Undirvísingin skal fevna um eitt ella fleiri dømi um fysiska planlegging í Føroyum ella uttanlands og innihalda grundarlagið fyri ætlanum, útinnan av teimum og avleiðingar. Dømi kunnu takast frá ætlanum á ymsum landspartatreytaðum støðum ella frá sektorráðleggjanini.

8.3 Lesipensum fevnir um 200-220 síður, soleiðis at øll viðgjørdu evnin eru umboðað.

Próvtøkan

9.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

9.2 Próvtøkupensum hjá næmingum, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er lesipensum og skrivligt arbeiði, sum er gjørt í sambandi við undirvísingina.

9.3 Próvtøkupensum hjá sjálvlesandi og næmingum, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum: Pensum verður skipað í evni, sum fevna um í minsta lagi fýra av teimum átta fakøkjunum, og sum taka við tær 4 geografisku dimensiónirnar. Í vali av tilfari skal vera javnvág millum náttúru- og samfelagspartin í lærugreinini. Uppgivnar verða 280-300 síður, soleiðis at øll uppgivnu evnini eru umboðað.

9.4 Sum hjálparmiðlar í fyrireikingartíðini kann brúkast alt tilfar, sum hevur verið brúkt í sambandi við undirvísingina, herímillum egnu uppskriftir og skrivligu arbeiði próvtakarans.

9.5 Hvør próvtakari fær ein spurning, sum skal orðast skrivliga og dýpast við undirspurningum við greiðari framtøku. Undirspurningarnir skulu við atliti at breidd og neyvleika vigast soleiðis, at próvtakarin hevur møguleika at leggja til rættis sína próvtøkuframløgu so sjálvstøðugt sum gjørligt, uttan at tað gongur út yvir ætlanina í próvtøkuspurninginum.

9.6 Próvtøkuspurningurin við undirspurningum verður stuðlaður við tilfari, stuttum tekstaúrtaki, kortum, fylgisveinamyndum, strikumyndum, talvum, fotomyndum ella tílíkum. Tilfarið skal í mest møguligan mun vera próvtakaranum ókent, men sum heild ikki bróta frá tí tilfari, sum kemur fyri í pensum, herímillum tí tilfari, sum verður givið upp til próvtøku frá teimum geografisku og jarðfrøðiligu søvnunum.

9.7 Spurningar og hjálagt tilfar skal hava eitt innihald og eitt vav, sum ger tað gjørligt hjá próvtakaranum at nýta fyrireikingartíðina munagott og skilagott, og sum verður grundarlag fyri einari liðiligari próvhoyring.

9.8 Hendingaferð kann annað tilfar takast við úr fyrireikingarrúminum, t.d. strikumyndir, kort og talvur, um próvtakarin ynskir at brúka hetta í próvhoyringini. Skrivligu arbeiðini kunnu verða drigin inn í próvtøkuni.

9.9 Í metingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun og á hvørjum støði tann setti spurningurin er svaraður. Harumframt verður mett um evni próvtakarans at sameina fakliga vitan við greining av útflýggjaða tilfarinum. Eisini verður stórur dentur lagdur á evnini, próvtakarin sýnir sjálvstøðugt at skipa og byggja upp próvtøkusvarið.

10. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

Fylgiskjal 14

Juli 1996

Studentaskúlakunngerðin

Grikskt

Endamálið

1. Endamálið er:
a)at næmingarnir fáa førleika at lesa og umseta grikskar tekstir og at meta um og lýsa umsetingar,
b)at næmingarnir samantvinna ta ítøkiligu málinnlæringina við eina neyvari vitan um samfelag og mentan, ið vóru grundarlag fyri tekstirnar, og á henda hátt fáa fatan av sambandinum millum mál- og mentanartilognan
c)at næmingarnir gjøgnum tulking av høvuðsverkum í grikskum bókmentum, heimspeki og list skilja griksku fornøldina sum eina søguliga eind og sum støði undir evropeiskum mentanararvi, og
d)at næmingarnir gjøgnum menning av málsligari og søguligari tilvitan síggja sambandið millum grikskt og aðrar lærugreinar á studentaskúlanum og gerast førir fyri at fáa gagn av kunnleika teirra til fortíðina sum grundarlag fyri at skilja nútíðina.

Undirvísingin

2.1 Undirvísingin fer fram við støði í grikskum upprunatekstum. Lisnar verða umleið 110 normalsíður. Í staðin fyri í mesta lagi 35 síður av upprunateksti kann lesast tað dupulta síðutalið av tillagaðum tekstum ella í mesta lagi 10 síður av eftirgjørdum teksti. Bæði prosa og poesi eru partar av pensum, og skulu tey hvør sær fevna um í minsta lagi 1/3 av pensum. Harumframt verða í minsta lagi 300 síður lisnar í umseting.

2.2 Pensum verður sett saman soleiðis, at næmingarnir fyrst og fremst fáa kunnleika um tekstasløg og rithøvundar, sum eru avgerandi fyri fatanina av lívinum og hugmyndaheiminum í griksku forntíðini í tíðarskeiðinum frá Homer til Aristoteles.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Undirvísingin fevnir um
a)morfologi, syntaks, semantikk og málsøguligar eygleiðingar,
b)nýtslu av hjálparmiðlum í lærugreinini: orðabøkur, mállærur, viðmerkingar, handbøkur, edv o.a.,
c)tulking, sum sýnir tekstin í søguligum høpi, og sum ger hann skiljandi fyri næmingarnar við støði í teirra fortreytum,
d)lýsing og tulking av fornfrøðiligum tilfari.

3.2 Undirvísingin verður løgd til rættis, soleiðis at arbeiðið við bæði tekstum og fornfrøðiligum tilfari miðar ímóti eini heildarfatan.

3.3 Skrivliga arbeiðið fevnir um hesi øki:
a)morfologiska og syntaktiska greining,
b)samanbering av upprunateksti og parallelumseting, herundir at gera alternativa umseting,
c)tekstaviðmerking og evnisviðgerð.

3.4 Ein partur av skrivligu venjingunum verður gjørdur í tilknýti til teir tekstir, sum næmingarnir arbeiða við í munnligu undirvísingini. Í 2. studentasskúlaflokki skulu teir lata inn 8 fríar uppgávur á umleið 0,5 - 1,5 síðu ella 17 minni uppgávur á umleið 0,5 síðu, tó soleiðis at í minsta lagi 1/3 av samlaðu uppgávunøgdini skal vera fríar uppgávur. Í 3. studentaskúlaflokki skulu latast inn 14 kommenteringsuppgávur á 1 - 1,5 síðu.

3.5 Arbeiðið við høvuðsuppgávuni skal liggja innan karmarnar av endamálsorðingini fyri lærugreinina grikskt. Uppgávuheitið skal hava í sær eina ávísing um undirbókmentir, sum geva næminginum møguleika at greiða frá einum greiðsluevnisøki, og hjálagt skal vera eitt skjal við grikskum upprunateksti á umleið 2 normalsíður, soleiðis at næmingurin gjøgnum eina greining av tekstaskjalinum kann geva eina meting av greiðsluevnisøkinum.

Próvtøkan

4. Hildnar verða ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.

5.1 Til munnligu próvtøkuna er fyrireikingartíðin umleið 30 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

5.2 Næmingar, sum fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp sum próvtøkupensum 60 normalsíður, javnt býttar millum lisnu upprunatekstirnar. Verður skanderað poesi givin upp, verða 25 ørindi roknað sum 1 normalsíða. Uppgivið verður harumframt eitt úrval av eyðkendum verkum frá grikskari mynda- og byggilist.

5.3 Próvtøkupensum fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er umleið 110 normalsíður av upprunateksti. Verður skanderað poesi givin upp, verða 25 ørindi roknað sum 1 normalsíða. Uppgivið verður harumframt eitt úrval av eyðkendum verkum frá grikskari mynda- og byggilist.

5.4 Próvtakarin hevur í fyrireikingarhølinum atgongd til rein eintøk av øllum bókum og ljóstøkum, sum hava verið brúkt í undirvísingini. Loyvt er eisini at hava egnar uppskriftir við í fyrireikingarhølinum. Egnar uppskriftir fevna um tær umsetingar, sum próvtakarin sjálvur hevur gjørt og skrivað niður. Einans tær uppskriftir, próvtakarin hevur gjørt í fyrireikingartíðini, kunnu takast við til próvhoyringina. Sum uppskriftir verður roknað umseting av orðum og einstøkum orðingum, men ikki umseting, ið er skrivað í fyrireikingartíðini, av øllum próvtøkutekstinum ella av pørtum av honum.

5.5 Próvhoyringin fevnir um upplestur, umseting, málsliga greining og innihaldsfatan av einum tekstabroti upp á umleið 0,5 normalsíðu. Próvtøkuspurningarnir mugu ikki innihalda vegleiðandi spurningar ella yvirskriftir. Próvtakarin skal sjálvur skipa svarið upp á próvtøkuspurningin, soleiðis at próvhoyringin fer fram í tí raðfylgju, próvtakarin velur. Allur próvtøkuteksturin skal umsetast. Umsetingin skal vera tekstatrúgv á munnrøttum føroyskum og skal vera sjálvstøðugt avrik hjá próvtakaranum. Tá umsetingin er liðug, velur próvhoyrarin eitt ella tvey brot úr próvtøkutekstinum, har próvtakarin skal roynast í málsligari greining. Krøvini, sum verða sett til ta málsligu greiningina eru hesi: kompleks syntaks møguliga við ymiskum greiningum, stakroyndir í morfologi, sambandið millum mállæru og semantikk (og millum føroyskt og grikskt). Próvtakarin skal greiða meining og innihald í tekstabrotinum umframt tað høpið, tekstabrotið er partur av, umframt bakgrundina hjá tekstinum og sambandið millum hann og hitt pensumið.

5.6 Próvhoyrt verður í myndatilfari, sum verður lagt fyri próvtakaranum. Próvtakarar og próvhoyrari kunnu gera av, at tilfar, sum ikki hevur verið viðgjørt í undirvísingini, verður lagt fram til próvtøku. Byggitekningar og endurreisingar eru ikki myndatilfar. Tilfarið, ið verður lagt fyri próvtakaran, skal lýsast, dagfestast og setast í størri høpi.

6. Givið verður 1 próvtal fyri alt avrikið. Tá ið próvtalið verður givið, skal høvuðsdenturin leggjast á tekstabrotið, men avrikið í myndatilfarinum skal týðiliga ávirka ásetanina av endaliga próvtalinum.

7.1 Skrivliga próvtøkan varir 5 tímar, og fevnir hon um eina málsliga og eina innihaldsliga viðmerkingaruppgávu. Við støði í einum grikskum upprunateksti á í mesta lagi 1,5 normalsíðu, og við parallelumseting og myndatilfari sum uppískoyti, skal próvtakarin svara hesum:
a)greiningaruppgávur: formstaðfesting, greining av liðum, og greining av heildarsetningum
b)umsetingaruppgávur: staðfesting og meting av brotum í parallellumsetingini, umframt uppskot til eina meiri orðarætta umseting av einum broti (umsetast sum eftirlit)
c)tulkingaruppgávur: tekstaviðmerkingar, evnisviðgerð og myndagreining.

7.2 Greiningar- og umsetingaruppgávurnar eru kravdar. Av tulkingaruppgávunum verða 4 svaraðar, av hesum er 1 kravd.

7.3 2) (Strikað).

8. Øll trý uppgávusløgini verða mett javnt í próvdømingini. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í øllum avrikinum.

Fylgiskjal 15


Juli 1996

Studentaskúlakunngerðin

Heimspeki

Endamálið

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir ogna sær vitan um heimspekilig greiðsluevnismál og ástøði viðvíkjandi grundleggjandi fatan av menniskju, samfelagi og náttúru og viðvíkjandi almennum fyritreytum fyri sannkenning og gerð,
b)at næmingarnir menna evni síni at greiða frá, greina og taka støðu til heimspekiligar spurningar, og
c)at næmingarnir fáa fatan av, hvussu heimspekiligar áskoðanir eru tengdar saman við hug-, samfelags- og nátturuvísindaligum lærugreinum og eisini politiskum grundáskoðanum.

Undirvísingin

2. Undirvísingin byggir á hesi evni:
a)ástøðiliga heimspeki (herundir serliga metafysikk, sannkenningarástøði, vísindaástøði og logikk)
b)verkliga heimspeki (herundir serliga siðafrøði, politiska heimspeki og lívsheimspeki).

3.1 Undirvísingin verður løgd soleiðis til rættis, at greiðsluevnismál og háttaløg frá báðum evnum verða tikin við í viðgerðina av tilsamans fýra evnum, har trý verða vald burturúr, soleiðis at hesi evnisøki verða umboðað:
a)menniskjað og ímyndir tess
b)samfelagið og søgan
c)náttúran og tøknifrøðin.

3.2 Fjórða evnið kann veljast frítt, tað kann t.d. vera eitt heimspekiligt evni, sum er partur av eini ella fleiri av hinum lærugreinunum á studentaskúlanum ella av einum heimspekiligum evni, sum er partur av aktuellum mentanarkjaki ella er av týdningi fyri sjálvsfatan næminganna.

4.1 Arbeiðið verður grundað á lesing av grundtekstum og útleggingum. Lisnar verða 150 - 225 normalsíður av grundtekstum.

4.2 Í minsta lagi eitt evni verður viðgjørt søguliga eins og reglubundið út frá eini størri heild av grundtekstum.

4.3 Teld er partur av undirvísingini.

Próvtøkan

5.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 næmingar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

5.2 Próvtøkupensum fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er 100 - 150 normalsíður av grundtekstum, býttar yvir í minsta lagi 3 av teimum 4 evnunum, sum undirvísingin hevur fevnt um.

5.3 Próvtøkupensum fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er tað sama sum lesipensum: 150 - 225 normalsíður, býttar yvir øll 4 evnini. Harumframt verður givið upp í hóskandi mát stuðulsbókmentir, sum lýsa greiðsluevnismál og háttaløg innan vísindaøkini: ástøðilig og verklig heimspeki.

5.4 Próvtakarin hevur undir fyrireikingini atgongd til øll tey tekstasøvnini, útleggingar og annað tilfar, sum er latið næmingunum í sambandi við undirvísingina. Próvtakaranum er loyvt at hava við sær alt tilfar, sum nýtt hevur verið í undirvísingini, eisini egnar uppskriftir. Við próvhoyringina kunnu sum stuðul undir framløguni brúkast uppskriftir, sum eru gjørdar í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt við í dømingini.

5.5 Próvhoyrt verður í einum lisnum teksti møguliga við ískoytistilfari. Tekstatilfarið má í mesta lagi vera á 2 normalsíður. Orðingin av próvtøkuuppgávuni má greitt tilskila, hvussu teksturin skal vera partur av svarinum, ella um næminginum stendur frítt fyri.

5.6 Próvtakarin verður próvhoyrdur í evnunum at orða seg, greina og taka støðu til tað ella tey heimspekiligu greiðsluevni, sum eru í próvtøkutekstinum, umframt at draga fram týdningarmiklar partar av tí evni, sum er tilskilað í próvtøkuspurninginum, og at taka lut í einum dúpandi orðaskifti.

6. Givið verður 1 próvtal. Mett verður um heimspekiligu vitan og førleika næmingsins, og próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

Fylgiskjal 16


Juli 1996

Studentaskúlakunngerðin

Ítróttur

Kravt stig

Endamálið

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir fáa fjøltáttaðar ítróttarligar upplivingar og royndir,
b)at næmingarnir menna teirra rørslugleði, teirra kropsliga samleika og samarbeiðsevni,
c)at næmingarnir læra at brúka kroppin hóskandi og skapandi,
d)at næmingarnir læra at fóta sær væl ítróttarliga bæði einsamallir og saman við øðrum
e)at næmingarnir fáa kunnleika til fortreytirnar fyri og týdningin av at vera væl fyri kropsliga,
f)at næmingarnir verða eggjaðir til framhaldandi kropsligt virkni.

Undirvísingin

2. Tá ið undirvísingargongd verður vald, eiga fjølbroytni og samanhangur at verða havd í huga. Ástøði skal verða fastur partur av undirvísingini í tann mun, tað hevur týdning fyri at skilja íðkanina. Undirvísingin kann í ávísum tíðarskeiðum vera býtt sundur eftir kyni ella vera felags fyri bæði kyn.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Undirvísingin fevnir um:
1)upphitan, arbeiðsteknikk, grundvenjing (vøddastyrki, vøddaáhaldni venjing av treystleika og rørslu), skapandi rørsluhættir, lívvirkisfrøðiligar mátingar,
2)einstaklingaítróttir (t.d. svimjing, fimleik, frælsan ítrótt, fjaðrabólt, kósrenning),
3)liðítróttir (t.d. hondbólt, kurvabólt, flogbólt, stavbólt),
4)ítróttarevni (t.d. kettjaraspøl, uttanduraítriv, vetrarítróttir, tónleik, rørslu og spøl).

3.2 Næmingarnir skulu hava undirvísing í í minsta lagi tveimum einstaklingaítróttargreinum, tveimum liðítróttargreinum og einum ítróttarligum evni. Vavið av hvørjari av hesum greinum skal vera ein samanhangandi undirvísingargongd av í minsta lagi 12 pultstímum.

3.3 Næmingarnir gera einsamallir ella í bólki eina upphitingar- og grundvenjingarskrá.

Frítøka

4.1 Rektarin kann heilt ella partvís frítaka næming fyri luttøku í verkliga partinum í ítróttarundirvísingini, um forðingin er beinleiðis sjónlig, ella um forðingin er sjúka, vanlukka ella av tí et næmingurin er við barn. Fyri at fáa frítøku skal orsøkin til frítøku skjalprógvast við oyðiblaði til læknaváttan, sum Skúlafyrisitingin ger. Læknaváttanin skal tilskila, hvussu leingi frítøkan varir, og hvat frítøkan fevnir um.

4.2 Rektarin tekur støðu til, um samlaða frítøkan í einum undirvísingarári er so víðtøkin, at tað ber í sær, at einki ársmet verður givið. Næmingurin ella (um næmingurin er undir 18 ár og ógiftur) tann, sum hevur foreldramyndugleikan, skal saman við frítøkuni skrivliga kunnast, tá ið ársmet ikki kann gevast. Kunningin inniheldur millum annað upplýsing um átekning av próvtalsblaðinum/próvtøkuskjalinum (smbr. Kunngerð um studentspróvtøku og HF-próvtøku).

4.3 Næmingurin ber útreiðsluna til læknaváttan.

Miðstig

Endamálið

5. Endamálið er,
a)at næmingarnir fáa ymiskar ítróttarligar upplivingar og royndir,
b)at næmingarnir menna teirra rørðslugleði, teirra kropsliga samleika og samarbeiðsevni,
c)at næmingarnir læra at brúka kroppin rætt og skapandi,
d)at næmingarnir læra at fóta sær væl ítróttarliga bæði einsamallir og í felag,
e)at næmingarnir fáa kunnleika til fortreytirnar fyri og týdningin av at vera væl fyri,
f)at næmingarnir læra um uppgávurnar hjá ítrótti, bæði á einstaklinga- og samfelagsstøði, og
g)at næmingarnir verða eggjaðir til framhaldandi kropsligt virkni.

Undirvísingin

6. Undirvísingin fevnir um verklig og ástøðilig faklig øki, sum verða samanflættað, har tað er hóskandi. Roynt verður at fáa líka stóran part til verklig (høvuðsøki I) og ástøðilig (høvuðsøki II) øki. Kanningar verða gjørdar, og frágreiðingar skrivaðar. Edv er ein partur av undirvísingini.

Innihaldið í undirvísingini

Høvuðsøki I:

7.1 Undirvísingin fevnir um:
1)upphitan, arbeiðsteknikk, grundvenjing (vøddastyrki, vøddaáhaldni, venjing av treystleika og rørslu), skapandi rørsluhættir og lívvirkisfrøðiligar mátingar,
2)einstaklingaítróttir (t.d. svimjing, fimleik, frælsan ítrótt, fjaðrabólt og kósrenning),
3)liðítróttir (t.d. handbólt, kurvabólt, flogbólt og stavbólt),
4)ítróttarevni (t.d. kettjaraspøl, uttanduraítriv, vetrarítróttir, tónleik, rørsla og spøl).

7.2 Næmingarnir skulu hava undirvísing í í minsta lagi einari einstaklingsítróttargrein, einari liðítróttargrein og einum ítróttarevni. Vavið av hvørjum av hesum greinum skal vera ein samanhangandi undirvísingargongd av í minsta lagi 12 pultstímum. Tá undirvísingargongd verður vald, skal fjølbroytni havast í huga.

Høvuðsøki II:

8.1 Undirvísingin fevnir um:
1)Tað náttúruvísindaliga økið:
Við støði í rørslukervinum í mannakroppinum, arbeiðslívvirkisfrøði og serligum ástøði verður arbeitt við evnum, sum hava týdning fyri kropsligt avrik og heilsu.
2)Tað hugvísindaliga og samfelagsvísindaliga økið:
Við støði í ítróttarsosiologi og ítróttarsøgu verða tær skiftandi uppgávur, sum ítróttur hevur í samfelagnum, greinaðar, har høvuðsdentur verður lagdur á føroysk viðurskifti.

8.2 Lisnar verða tilsamans 150-200 síður. Tað náttúruvísindaliga økið og tað hugvísindaligasamfelagsvísindaliga økið skulu hvørt sær vera í minsta lagi 1/3 av tí, ið lisið verður.

8.3 Arbeiðið við teld er ein partur av undirvísingini. Hetta arbeiðið kann fevna um nýtslu av lærugreinaserstøkum forritum, sum snúgva seg um ítrótt, sum til dømis treystleikaútrokningar.

8.4 Munnlig og skrivlig framsetingarevni verða vand í sambandi við ta ástøðiligu undirvísingina. Næmingarnir gera 6 frágreiðingar um kanningar og royndir. Tær góðkendu royndarfrágreiðing-arnar skulu havast við til próvtøkuna.

Próvtøkan

9.1 Hildin verður ein munnlig-verklig próvtøka, sum kann skipast sum ein bólkapróvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 20 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. Umleið 1,3 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming og skiftan millum ymiskt virksemi.

9.2 Próvtøkupensum fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum:
1)Høvuðsøki I:
Uppgivið verður ein upphitingarskrá við tónleiki og ein skrá, ið fevnir annaðhvørt um grundvenjing ella skapandi rørsluhættir, og tríggjar ítróttargreinir (ein einstaklingsítróttargrein, ein liðítróttargrein og eitt ítróttarligt evni), har næmingurin hevur fingið undirvísing í í minsta lagi 12 undirvísingareindir. Tann einstaki próvtakarin verður eftir egnum vali próvhoyrdur í tveimum av teimum trimum nevndu greinum. Valt verður seinasta vanliga skúladag.
2)Høvuðsøki II:
Umleið 150 síður verða givnar upp (í minsta lagi 1/3 frá hvørjum øki) saman við frágreiðingum um gjørdar kanningar og royndir.

9.3 Fyri at halda tað støðið, ið er nátt í tí verkliga partinum, tá ið undirvísingin heldur uppat, kunnu lærarar og næ