KUNNGERÐ NR. 100 FRÁ 18. JUNI 2001 UM FELAGS REGLUR FYRI YRKISÚTBÚGVINGAR

Kunngerð nr. 100 frá 18.06.2001
Nr. 100 18. juni 2001

   Við heimild í § 4, § 5, stk. 4, § 8, stk. 5 og § 23, stk. 1 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 10. mai 2000, verður ásett:

Kapittul 1
Góðkenning av útbúgvingum

   § 1. Sbrt. §§ 1 og 4 í lógini er landsstýrismanninum heimilað at skipa fyri yrkisútbúgvingum, og gera reglur um hesar útbúgvingar.
   Stk. 2. Til fyrireiking av nýggjari útbúgving kann Yrkisútbúgvingarráðið seta fyribils nevnd, ið gevur ráðnum sítt tilmæli.
   Stk. 3. Í tilmælinum frá tí ávísu fyribilsnevndini sbrt. stk. 2, skal verða upplýst:
1)heitið á viðkomandi yrkisnevnd, heitið á útbúgvingini og endamálini við útbúgvingini,
2)hvørjum arbeiðsøki útbúgvingin er vend ímóti og møguleikar fyri framhaldandi útbúgving og eftirútbúgving,
3)um útbúgvingin heilt ella lutvíst avloysir aðra góðkenda útbúgving, og um so er, verður hetta útgreinað,
4)um útbúgvingin er stigvíst uppbygd, m.a. fyri at nøkta ásetingarnar í § 9, stk. 2, í lógini,
5)um útbúgvingin víkur frá ásetingunum í kapittul 3 um útbúgvingarbygnað o.a.,
6)hvussu útbúgvingin er tengd at øðrum útbúgvingum, her í millum øðrum yrkisútbúgvingum, arbeiðsmarknaðarútbúgvingum og eftirútbúgvingum,
7)hvørjar arbeiðsvánar eru innan økið umframt eina meting av lærlingatørvinum framyvir, og
8)hvussu útbúgvingin væntast at lúka málini eftir § 2 í lógini.

Kapittul 2
Útbúgvingarreglur

   § 2. Fyri útbúgvingar, sum eru góðkendar, skulu yrkisnevndirnar, sbr. § 4, stk. 3, í lógini, áseta:
1)útbúgvingartíðina og býtið millum verkligu læruna og skúlagongdina,
2)stevnumiðini fyri verkligu læruna og skúlagongdina,
3)valið av grundlærugreinum og yrkislærugreinum, og
4)reglur um døming við atliti at yrkislærugreinum og serlærugreinum, her í millum stevnumiðini fyri møguligari yrkis- ella sveinaroynd.

   § 3. Nærri verður ásett í reglum um einstøku góðkendu útbúgvingarnar, sum skulu fevna um viðurskifti, sum nevnd eru í § 2, við støði í ásetingunum í kap. 3.

Kapittul 3
Útbúgvingarbygnaður o.a.

Útbúgvingartíð

   § 4. Samlaða útbúgvingartíðin, her í millum býtið millum verkliga læru og skúlagongd, verður ásett í útbúgvingarreglum. Verkliga læran og skúlagongdin eiga at styðja hvørja aðra og vera ein samanhangandi heild.

   § 5. Um so er, at viðkomandi yrkisnevnd samtykkir góðskriving av skúlatíðini og/ella lærutíðini, skal samtyktin ásetast í teimum ávísu útbúgvingarreglunum.

   § 6. Útbúgvingarreglurnar skulu áseta, um ávís útbúgving ella ávísar arbeiðsroyndir, sbr. § 9, stk. 1, í lógini, kunnu frítaka lærlingar fyri parti av verkligu læruni ella skúlagongdini. Reglurnar um frítøku, sum Yrkisútbúgvingarráðið skal tilmæla eftir samtykt frá einari ella fleiri yrkisnevndum, skulu so vítt til ber fevna um meira enn eina yrkisútbúgving.
   Stk. 2. Reglurnar í stk. 1 eiga at tilevnast soleiðis, at ikki einans útbúgvingar ella arbeiðsroyndir, sum beinleiðis kunnu javnstillast við verandi útbúgving, men eisini útbúgving ella arbeiðsroyndir, sum eru skyldar við viðkomandi útbúgving, kunnu frítaka lærlingar fyri parti av verkligu læruni og/ella skúlagongdini. Fyri vaksin og fyri næmingar við serligum fyritreytum kann verða skipað fyri serligari tilrættalagdari útbúgvingargongd.
   Stk. 3. Skúlin tekur avgerð um, um lærlingar sambært ávísum útbúgvingarreglum lúka treytirnar um frítøku fyri skúlaundirvísingini eftir stk. 2, meðan yrkisnevndin tekur avgerð um samlaðu útbúgvingartíðina.
   Stk. 4. Í førum, har skúli tekur avgerð um stytting av skúlatíðini, skal skúlin, tá ið talan er um eina stytting, sum er meir enn 4 vikur, boða yrkisnevndini frá avgerðini við atliti til, at nevndin kann taka støðu til samlaðu útbúgvingartíðina, sbr. stk. 1-3 og §§ 35 og 37 í lógini. Í øðrum førum kann skúlin ístaðin fyri stytting av skúlatíðini bjóða lærlingunum undirvísing í øðrum lærugreinum.

   § 7. Skúlin kann frítaka lærlingar fyri partar av undirvísingini treytað av, at teir á annan hátt kunnu ogna sær neyðuga kunnleikan, her í millum sum heimaarbeiði, til tess at røkka ásettu málini í skúlaundirvísingini.

Stevnumið fyri útbúgvingarnar

   § 8. Málini fyri grundlærugreinirnar og vallærugreinirnar í skúlaundirvísingini verða lýst í lesiætlanunum fyri hesar lærugreinir og eru partar av teimum samlaðu málunum fyri útbúgvingina.
   Stk. 2. Til tess at taka fyrilit fyri skúlaskifti og í sambandi við verkligu læruna, skulu reglurnar eisini lýsa lutmálini fyri tey einstøku skúlaskeiðini.

Innihaldið í skúlaundirvísingini

   § 9. Í útbúgvingarreglunum skal býtið ásetast millum grundlærugreinir, yrkislærugreinir, serlærugreinir og vallærugreinir í skúlaundirvísingini, við vegleiðandi tímatali.
   Stk. 2. Útbúgvingarreglurnar skulu innihalda lýsing av karmunum fyri skúlaundirvísingina, tó ikki fyri undirvísingina í grundlærugreinunum og vallærugreinunum, sum verður ásett í samsvari við § 13, stk. 2 og 3, í lógini. Í fyrsta skúlaskeiðinum skulu grundlærugreinirnar vanliga hava ein stóran part.
   Stk. 3. Karmarnir skulu tilevnast við fyriliti til ynski um, at samlaða undirvísingin so vítt til ber skal fevna um:
1)tøknilig og náttúrufaklig evni, sum bæði er verklig og ástøðilig við tilknýti til vanligar arbeiðsuppgávur, arbeiðshættir, maskinur, útbúnað, amboð, tilfar, fyrisiting og fyriskipanir,
2)evni, sum viðvíkja formgeving og dygdartilvitan,
3)yrkiskunnleika í tøkniligum, vinnubúskaparligum og samfelagsligum høpi, bæði í søguligum baksýni og í nútíðarsýni,
4)evni, sum lýsa sambandið millum vøkstur og menning í einum virki, umframt ta fyriskipanarligu, fíggjarligu, tøknifrøðiligu og tænastuveitingarligu menningina,
5)evni, sum viðgera arbeiðsviðurskiftini innan fakøkið, her í millum umhvørvis- og trygdarviðurskifti,
6)evni um leitan og nýtsluni av vitan og samskifti á føroyskum og einum ella fleiri fremmandamálum,
7)evni, har arbeitt verður við uppgávum, sum krevja støddfrøðiligar og líknandi arbeiðshættir, og
8)evni av samfelagsligum, sosialum og mentanarligum slagi, her í millum samfelagsbúskap, arbeiðsmarknaðarviðurskifti og mentanarsøgu.

   Stk. 4. Karmarnir kunnu áseta, at skúli kann leggja til rættis samlesing við aðrar útbúgvingar í einum ella fleiri skúlaskeiðum.
   Stk. 5. Karmarnir skulu gera tað møguligt hjá skúlunum at skipa undirvísingina soleiðis, at sum mest fæst burtur úr tí tilfeingi, sum skúlin ræður yvir, treytað av, at málini fyri útbúgvingina verða rokkin.
   Stk. 6. Karmarnir skulu gera tað møguligt, at partar av skúlaundirvísingini eftir samráð millum skúla og lærupláss kunnu verða framdir á læruplássum, og kunnu karmarnir innihalda ávísing um slíkar møguleikar, sbr. § 7, stk. 2 í lógini.

   § 10. Valið av grundlærugreinum eigur, saman við viðkomandi yrkislærugreinum og skipanini av undirvísingini, at tryggja:
1)ta fakligu breiddina í undirvísingini, so at lærlingarnir fáa kunnleika til tilfar, hættir, tilgongdir, kundatænastu og tænastuveiting, dygdartilvitan og umhvørvi, føroyskt, fremmandamál, støddfrøði, náttúrufak, fyrisiting og vinnubygnað við atliti til fakligan smidleika og grundarlag fyri framhaldandi útbúgving og menning,
2)ta persónligu menningina við at eggja tað einstøku persónsmenskuna, gera lærlingarnar førar fyri at ogna sær nýggja vitan, styrkja sjálvbjargni, skapanarevni, samarbeiðs-, samskiftis- og greiningarevni og við hesum sjálvsálitið,
3)lestrarførleikan við atliti at fyritreytunum fyri eftir- og framhaldandi útbúgving, heruppií teknikaraútbúgving, og
4)fatanina av samfelagnum og tess menning, innlit í grundleggjandi kunnleikaøki so sum søgu, fíggjar-, sosial- og tilfeingisviðurskifti, formligar og óformligar politiskar skipanir, vinnu- og arbeiðsmarknaðarviðurskifti eins og innlit í viðurskifti í øðrum londum og mentan teirra.

   § 11. Útbúgvingarreglurnar skulu innihalda eina lýsing av karmunum fyri skúlaundirvísingina í yrkislærugreinum og serlærugreinum.
   Stk. 2. Yrkislærugreinir kunnu verða felags fyri fleiri útbúgvingar.
   Stk. 3. Serlærugreinir kunnu verða:
1)lærugreinir, sum viðvíkja tí partinum av útbúgvingini (yrkisgreinini), sum virki, ið lærlingar gera lærusáttmála við, hoyrir til, og
2)lærugreinir, sum lærlingar velja í skúlaundirvísingini.

   § 12. Tann einstaki skúlin skipar vallærugreinirnar, sbr. tó stk. 2 og 3.
   Stk. 2. Skúli, sum bjóðar út vallærugreinir, sum eru partar av øðrum útbúgvingum ella stakgreinaskipanum, skal fylgja teimum reglum, sum skúlamyndugleikarnir hava ásett at galda fyri ta ávísu vallærugreinina, her í millum reglur um døming.
   Stk. 3. Vallærugreinir verða bodnar út sbrt. § 13, stk. 3, í lógini, her í millum ástøðiligar, verkligar og skapandi lærugreinir, sum stuðla tí vinnuvendu og almennu undirvísingini hjá lærlingunum, ið ynskja at gera meira burturúr serligum evnum í útbúgvingini, ella sum ynskja eina størri breidd.
   Stk. 4. Skúlin skal bjóða vallærugreinir út í mun til lærugreinaval lærlinganna og tilfeingismøguleikar skúlans, møguliga í samarbeiði við aðrar skúlar.
   Stk. 5. Skúli kann í samarbeiði við aðrar skúlar, bjóða undirvísing í lærugreinum, sum eru undir øðrum skúlaformum, og sum í vavi og stigi svara til tær vallærugreinir, sum yrkisskúlar bjóða, sbr. stk. 2. Lærlingar kunnu eisini undir somu fyritreytum velja lærugreinir á øðrum skúlum, um skúlin ikki bjóðar hesar lærugreinir.
   Stk. 6. Skúli skal skipa útboðið av vallærugreinum við atliti at teimum útbúgvingum, sum skúlin hevur.

Undirvísingarætlanir

   § 13. Skúli skal í samstarvi við yrkisnevndirnar gera lesiætlanir, sum neyvt lýsa innihaldið í teimum einstøku útbúgvingunum, sbr. § 24 í lógini, her í millum býtið av skúlaskeiðunum og ásetingunum av málunum fyri tey einstøku skúlaskeiðini.
   Stk. 2. Lesiætlanin, sum verður gjørd við støði í málunum og øðrum karmum fyri undirvísingina, soleiðis sum ásett er í ávísu útbúgvingarreglunum, her í millum val av grundlærugreinum og vallærugreinum og áseting um dømiætlanir, skal innihalda:
1)lýsing av innihaldinum í teimum einstøku lærugreinunum, sum undirvísingin er býtt upp í,
2)tímatalið fyri tær einstøku lærugreinirnar, og
3)dømiætlanir.

   Stk. 3. Lesiætlanin kann áseta reglur um samlestur við aðrar útbúgvingar og reglur, ið áseta, at partar av skúlaundirvísingini skal ella kann fara fram á læruplássinum, sbr. § 7, stk. 2, í lógini.

   § 14. Lesiætlanin skal verða tøk, tá ið skúlaundirvísingin byrjar og kann verða latin lærlingum, læruplássum, yrkisnevndum, skúlamyndugleikum og øðrum áhugabólkum.
   Stk. 2. Tað áliggur skúlanum í samarbeiði við viðkomandi yrkisnevnd:
1)at fylgja við, um neyðugt er at endurskoða lesiætlanina og við støði í hesum gera neyðugar broytingar, og
2)at fylgja við, um neyðugt er at gera broytingar í viðkomandi útbúgvingarreglum, um so er, at reglurnar avmarka innihaldið í lesiætlanini, og við støði í hesum at gera tilmæli um broytingar í útbúgvingarreglunum, sbr. § 24 í lógini.

Læruplássini

   § 15. Útbúgvingarreglurnar um verkligu læruna skulu innihalda samlaðu málini fyri útbúgvingina og málini fyri verkligu læruna, og við støði í hesum lýsa arbeiðsøkið og arbeiðshættirnar í verkligu læruni. Reglurnar skulu verða við til:
1)at tryggja, at skúlaundirvísingin og verkliga læran styðja hvørja aðra og eru ein heild,
2)at læruplássini leggja til rættis verkligu læruna i einari hóskandi tíðargongd, og
3)at geva yrkisnevndunum eina vegleiðing um, um læruplássini lúka treytirnar um upplæring eftir § 26 í lógini.

   § 16. Góðkenning av læruplássum verður gjørd við støði í upplýsingum á oyðublaði, sum virkið skal lata viðkomandi yrkisnevnd. Yrkisnevndin ger oyðubløðini til góðkenningarnar. Harumframt kann góðkenningin sbrt. kap. 6 í lógini hava støði í øðrum upplýsingum og einari sýnsmeting.

Dømiætlanir

   § 17. Útbúgvingarreglurnar skulu innihalda dømiætlan fyri alla útbúgvingina og fyri møguliga yrkisroynd.
   Stk. 2. Viðvíkjandi døming í grundlærugreinum og vallærugreinum skulu útbúgvingarreglurnar vísa til ásetingarnar um tær einstøku lærugreinirnar.
   Stk. 3. Í yrkislærugreinum og serlærugreinum skal dømiætlanin innihalda reglur um dømihættir, her í millum um møguliga próvtalsgeving.
   Stk. 4. Í próvtalsgevingini í endaligu døming skúlans í teimum einstøku lærugreinunum verður 13-próvtalsstigin nýttur, um so er, at annað ikki er ásett í viðkomandi útbúgvingarreglum.

   § 18. Við støði í endamálsásetingunum í útbúgvingarreglunum, sbr. § 9, ásetir skúlin neyvari dømiætlanir fyri hvørt einstakt skúlaskeið. Hesar dømiætlanir skulu tilevnast við fyriliti fyri teimum reglum, sum eru ásettar í § 17 og verða staðfestar í lesiætlanunum fyri tær einstøku útbúgvingarnar.
   Stk. 2. Skúli kann í reglunum eftir stk. 1 áseta, at fleiri lærugreinir kunnu dømast saman. Tó skal einstaki lærlingurin altíð dømast í samsvari við málunum í ávísu útbúgvingarreglunum.

   § 19. Viðvíkjandi døming í einari støðisútbúgving ella øðrum útbúgvingum, sum kunnu geva frítøku fyri skúlaundirvísingini ella stytting av lærutíðini, eru reglurnar um døming í viðkomandi útbúgvingarreglum galdandi.

Skúlaummæli

   § 20. Tá ið hvørt skúlaskeið er lokið, tó ikki tað seinasta, letur skúlin lærlingunum og viðkomandi læruplássum eitt ummæli.
   Stk. 2. Í ummælinum lýsir skúlin støðumetini hjá lærlinginum. Eisini skal skúlin gera sína meting um, um lærlingur hevur eyka skúlaundirvísing ella eyka upplæring á læruplássinum fyri neyðini.
   Stk. 3. Um so er, at treytirnar fyri at geva ummæli ikki hava verið loknar, ella um onnur viðurskifti tala fyri tí, gevur skúlin eftir seinasta skúlaskeiði eitt ummæli eftir stk. 2.
   Stk. 4. Skúlaummælið skal ikki innihalda aðrar metingar ella útsøgnir um lærlingarnar enn tær, sum nevndar eru í stk. 2.

Skúlaváttan

   § 21. Í lærugreinum, sum eingin próvtøka er í, skal skúli, um lærlingur biður um tað, geva lærlingi váttan fyri at hava luttikið í undirvísingini. Skúlin kann skipa fyri royndum í hesum lærugreinum.
   Stk. 2. Tá ið øll skúlagongdin er av, skal skúli geva lærlingi eina skúlaváttan. Tær sergreinir, sum lærlingur hevur tikið, og royndirnar, sum nevndar eru í stk. 1, umframt yrkis- ella sveinaroyndir, skulu standa í skúlaváttanini. Avrit av skúlaváttanini skal sendast til viðkomandi lærupláss og til skrivstovuna hjá viðkomandi yrkisnevnd.
   Stk. 3. Í dømiætlanini í útbúgvingarreglunum skal próvtalið fyri at hava staðið próvtøku ella roynd verða ásett. Útbúgvingarreglurnar eiga eisini at áseta, at skúlaváttan bert kann gevast lærlingi, sum hevur staðið próvtøku ella roynd.
   Stk. 4. Um ikki annað er ásett í útbúgvingarreglunum, kann í skúlaváttanini verða upplýst um givin próvtøl. Aðrar metingar ella útsagnir mugu ikki setast í skúlaváttanina.
   Stk. 5. Um so er, at skúlaundirvísingin heldur uppat, hevur lærlingur krav upp á at fáa váttan fyri tann partin, hann hevur luttikið í.

Starvsváttan

   § 22. Eftir lokna læru, skal viðkomandi lærupláss geva lærlingi eina váttan um verkliga partin (starvsváttan). Um so er, at fleiri virki eru partar av lærusáttmálanum, gevur hvørt virki sær eina starvsváttan.
   Stk. 2. Avrit av starvsváttanini skal latast til skrivstovuna hjá viðkomandi yrkisnevnd.
   Stk. 3. Starvsváttanin skal innihalda:
1)heitið á útbúgvingini, her í millum heitið á møguligari sergrein ella yrki,
2)navnið á virkinum,
3)navnið á útisetavirki og nær lærlingurin hevur verið á virkinum,
4)váttan um, at verkliga læran er framd samsvarandi galdandi reglum, og
5)undirskrift av virkisleiðara.

   Stk. 4. Skrivstovan hjá viðkomandi yrkisnevnd ger oyðubløðini til starvsváttanirnar.
   Stk. 5. Ein starvsváttan kann eftir samtykt frá viðkomandi yrkisnevnd innihalda aðrar enn tær í stk. 3 nevndu upplýsingar, tá ið tað snýr seg um upptøku til yrkis- ella sveinaroynd.
   Stk. 6. Starvsváttanin skal ikki innihalda metandi útsøgn um lærlingin.
   Stk. 7. Um so er, at verkliga læran heldur uppat, hevur lærlingur krav upp á at fáa váttan fyri tíðina, hann hevur verið á arbeiðsplássinum.

Yrkis- ella sveinaroynd

   § 23. Stevnumiðini fyri møguligari yrkis- ella sveinaroynd, sum er partur av dømiætlanini í útbúgvingarreglunum, skulu innihalda:
1)reglur fyri yrkisnevndirnar um tilnevning av próvdómarum/metingardómarum,
2)reglur um upptøku til yrkis- ella sveinaroynd,
3)reglur um uppgávusløg í yrkis- ella sveinaroyndum. Uppgávurnar skulu verða innan karmarnar av málunum fyri útbúgvingina,
4)reglur um døming, her í millum reglur um próvtalsgeving, og
5)reglur um upptøku til nýggja yrkis- ella sveinaroynd.

   § 24. Í yrkis- ella sveinaroyndum verður 13-próvtalsstigin nýttur, uttan so, at tað í stevnumiðunum fyri ávísa yrkis- ella sveinaroyndina er ásett at nýta annan stiga, til dømis onnur serkenni enn tøl.
   Stk. 2. Í stevnumiðunum skal týðuliga síggjast, hvørji krøvini eru fyri at standa royndina. Dømingin skal vera avgjørd og ikki lutfalslig. Um miðalpróvtal verður givið við støði í einum ella fleiri lutapróvtølum, skulu stevnumiðini innihalda reglur um útrokning av miðalpróvtali, her í millum hvussu próvtøl verða avrundað.
   Stk. 3. Tann endaliga dømingin av royndini skal einans lýsast við einum tali og/ella eini orðbering.

Útbúgvingarskjal

   § 25. Tá ið lærlingur hevur lokið verkligu læruna og skúlagongdina, verður útbúgvingarskjal útskrivað við støði í:
1)skúlaváttanini eftir § 21,
2)starvsváttanini eftir § 22.

   Stk. 2. Í útbúgvingarreglunum verður ásett, um viðkomandi skúli ella viðkomandi yrkisnevnd skal skriva út útbúgvingarskjalið.
   Stk. 3. Í útbúgving, sum einans hevur skúlagongd, er skúlaváttanin at rokna sum útbúgvingarskjal.

   § 26. Útbúgvingarskjalið skal innihalda:
1)navn og føðingardagur lærlingsins,
2)heitið á útbúgvingini, her í millum heiti á møguligari sergrein,
3)tilvísing til hjáløgdu skúlaváttan,
4)tilvísing til hjáløgdu starvsváttan, og
5)navni á tí, íð hevur skrivað út útbúgvingarskjalið.

   Stk. 2. Útbúgvingarskjalið skal ikki innihalda aðrar metingar ella útsagnir um lærlingin enn tær, sum nevndar eru í stk. 1.

Kapittul 4
Skúlagongd og yrkis- ella sveinaroyndir uttanlands

   § 27. Um skúlagongdin í ávísum yrkisútbúgvingum ikki fæst í Føroyum, verða viðurskifti við atliti at tí til læruna hoyrandi skúlagongd skipað samsvarandi teimum útbúgvingarskipanum, ið eru galdandi í viðkomandi landi.
   Stk. 2. Er skúlagongdin uttanlands, sbr. stk. 1, verður innihald o.l. ikki ásett í útbúgvingarreglunum. Í útbúgvingarreglunum skal verða tilskilað, um skúlagongdin er uttanlands, og hvat er at galda í slíkum føri.

   § 28. Um yrkis- ella sveinaroynd í ávísari útbúgving ikki verður hildin í Føroyum, verða viðurskifti við atliti at tí til læruna hoyrandi yrkis- ella sveinaroynd skipað samsvarandi teimum útbúgvingarskipanum, ið eru galdandi fyri yrkið í viðkomandi landi.
   Stk. 2. Er yrkis- ella sveinaroynd hildin uttanlands, sbr. stk. 1, verður ikki ásett um hesa í útbúgvingarreglunum. Í útbúgvingarreglunum skal verða tilskilað, um yrkis- ella sveinaroyndin verður hildin uttanlands, og hvat er at galda í slíkum føri.

Kapittul 5
Gildiskoma

   § 29. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

   Mentamálastýrið, 18. juni 2001

Óli Holm (sign.)

landsstýrismaður

/ Petur Petersen (sign.)

 

 

 

Evnisskipað valmynd Stavraðað valmynd Tíðarskipað valmynd