KUNNGERÐ NR. 31 FRÁ 8. MARS 2001 UM GJØLD EFTIR HAVUMHVØRVISLÓGINI, SUM BROYTT VIÐ KUNNGERÐ NR. 90 FRÁ 28. SEPTEMBER 2007

Kunngerð nr. 31 frá 08.03.2001
Nr. 31 8. mars 2001

   Við heimild í § 48, stk. 3, og § 55, stk. 2, í anordning nr. 646 af 12. august 1999 om ikrafttræden for Færøerne af lov om beskyttelse af havmiljøet, verður ásett:

   § 1. 1)Almenn og privat virkir skulu rinda gjald fyri útreiðslur hjá Umhvørvisstovuni til góðkenningar- og eftirlitsuppgávur eftir havumhvørvislógini og kunngerðum givnar við heimild í havumhvørvislógini.

   § 2. Gjøldini eru nærri útgreinaði í fylgiskjali til kunngerðina.

   § 3. 1) Umhvørvisstovan fyriskipar uppkrevjingina av gjøldunum.
   Stk. 2. Gjøldini skulu rindast í seinasta lagi tann 25. í mánaðinum eftir, at gjøldini eru uppkravd.
   Stk. 3. Verða uppkravd gjøld ikki goldin rættstundis, verður renta roknað samsvarandi § 5 í rentulógini.

   § 4. Avgerðir eftir hesi kunngerð kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.

   § 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Oljumálastýrið, 8. mars 2001

Eyðun Elttør (sign.)

landsstýrismaður

/ Herálvur Joensen (sign.)

Fylgiskjal

I. Fyri góðkenningar og eftirlitsuppgávur hjá Umhvørvisstovuni eftir havumhvørvislógini og kunngerðum við heimild í havumhvørvislógini verður gjald roknað við grundarlag í tíðarnýtsluni í tí einstaka málinum eftir niðanfyri standandi takstum:

Teknikari/laborantur/eftirlitsfólk í tíðarskeiðinum

07:00 - 17:00    200 kr. um tíman

17:00 - 24:00    300 kr. um tíman

24:00 - 07:00 og leygar-, sunnu- og halgidag  400 kr. um tíman.

Akademikari í tíðarskeiðinum

07:00 - 17:00    400 kr. um tíman

17:00 - 24:00    600 kr. um tíman

24:00 - 07:00 og leygar-, sunnu- og halgidag  800 kr. um tíman.

II. 1) Haraftrat skulu leggjast útreiðslur, sum Umhvørvisstovan í tí einstaka málinum hevur havt til konsulenthjálp, starvstovuútreiðslur, ferðaútreiðslur o.l.

III. 1) Umhvørvisstovan skal miða eftir, at arbeiðið verður gjørt á bíligasta forsvarliga hátt, og skal avvarðandi almenna ella privata virkið altíð eftirspyrjast, áðrenn arbeitt verður uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

IV. Tað skal í rokningini, sum útskrivað verður, verða greitt tilskilað, hvussu upphæddin kemur fram.

 


1) Broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007, har § 15 er soljóðandi: "Hendan kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2007."

 

 

 

Evnisskipað valmynd Stavraðað valmynd Tíðarskipað valmynd