KUNNGERÐ NR. 98 FRÁ 22. JUNI 2000 UM TRYGDARÚTGERÐ ÆTLAÐ BØRNUM OG TRYGDARBELTI

Kunngerð nr. 98 frá 22.06.2000
Nr. 98 22. juni 2000

   Við heimild í § 10, stk. 1 og stk. 2, § 36a, § 42, stk. 5, og § 58a, stk. 5, í ferðslulógini, smb. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, við seinni broytingum, verður ásett:

Kapittul 1
Marknaðarføring og nýtsla av serligari trygdarútgerð ætlað børnum

   § 1. Serlig trygdarútgerð ætlað børnum, smb. § 42, stk. 2-3, í ferðslulógini, kann bert verða marknaðarførd ella nýtt, um hon er góðkend sambært:
1)ECE-reglugerð nr. 44 um góðkenning av trygdarútgerð til børn. Útgerðin er tá merkt við hesum góðkenningarmerki:
(talið aftaná "E" tilskilar í hvørjum landi, góðkenningin er útskrivað)
2)Dansk Standard DS 2190. Útgerðin er tá merkt við hesum góðkenningarmerki:
3)reglum hjá svenska Vägverket (fyrr Trafiksäkerhetsverket). Útgerðin er tá merkt við hesum góðkenningarmerki:
ella
4)serligari góðkenning frá Bileftirliti Føroya, og merkt av hesum.

   Stk. 2. Góðkenningarmerkið skal vera ásett á einum sjónligum staði og soleiðis, at tað skal vera torført at fáa av aftur. Eingi onnur merki mugu verða sett á útgerðina, sum kunnu mistakast fyri at vera eitt góðkenningarmerki.

Kapittul 2
Undantøk frá skylduni at nýta serliga trygdarútgerð ætlað børnum ella trygdarbelti

   § 2. Skyldan at nýta trygdarútgerð ætlað børnum ella trygdarbelti, smb. § 42, stk. 1-3, í ferðslulógini, er ikki galdandi fyri persónar, sum við læknaváttan eru undantiknir frá skylduni. Váttanin skal havast við, tá koyrt verður, og skal vísast løgregluni, um hetta verður kravt.
   Stk. 2. Læknaváttan verður givin av tí lækna, sum vanliga viðger umsøkjaran, ella av serlækna. Á váttanina skal verða sett tíðarskeiðið, ið váttanin hevur gildi. Í ivamálum kann málið verða lagt fyri landslæknan.
   Stk. 3. Læknaváttanir, ið eru útskrivaðar í Íslandi, Noreg ella einum limalandi í evropreiska samveldinum, hava somuleiðis gildi her á landi.

   § 3. Skyldan at nýta trygdarbelti, smb. § 42, stk. 1, í ferðslulógini, er annars ikki galdandi fyri hesi sløg av koyring:
1)vinnuliga koyring við lágari ferð, har viðkomandi skal inn í og úr akfarinum ferð eftir ferð, og strekkið millum steðgirnar í mesta lagi er 500 m,
2)koyring í fjølbygdum øki í sambandi við útbering av bræva- og pakkaposti, og tøming av postkassum,
3)koyring í fjølbygdum øki í sambandi við útbering av dagbløðum til haldarar ella av lýsingarbløðum,
4)løgreglukoyring við serligum atliti at eftiransan, ella í sambandi við flutning av handtiknum ella øðrum, ið kunnu verða vandamikil undir koyringini, ella
5)vinnuliga koyring hjá hýruvognsførarum í sambandi við ferðafólkaflutning.

   Stk. 2. Undantak sambært stk. 1, nr. 2-3, er ikki galdandi fyri koyring til ella frá tí øki, har tøming av postkassum ella útbering fer fram.

Kapittul 3
Revsing

   § 4. Brot á § 1 og § 2, stk. 1, 2. pkt., verður revsað við sekt.

Kapittul 4
Gildiskoma

   § 5. Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2000. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 117 frá 25. november 1986 um undantøk frá skylduni at nýta trygdarbelti.
   Stk. 2. Trygdarútgerð ætlað børnum kann, hóast hon ikki lýkur ásetingarnar í § 1, verða marknaðarførd til 1. januar 2001.
   Stk. 3. Trygdarútgerð ætlað børnum, ið er útvegað áðrenn 1. januar 2001, kann hóast ásetingarnar í § 1, framhaldandi verða nýtt.
   Stk. 4. Læknaváttan, ið er skrivað út, áðrenn henda kunngerð kemur í gildi, hevur framvegis gildi, sambært innihaldinum í váttanini.

Vinnumálastýrið, 22. juni 2000

Finnbogi Arge (sign.)

landsstýrismaður

/ Arne Poulsen (sign.)

 

 

 

Evnisskipað valmynd Stavraðað valmynd Tíðarskipað valmynd