KUNNGERÐ NR. 71 FRÁ 16. MAI 2000 UM TROLVEIÐU INNANFYRI 12 FJÓRÐINGAR Í 2000
Kunngerð nr. 71 frá 16.05.2000
Nr. 71 16. mai 2000 Við heimild í § 9, stk. 2 og stk. 4 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum verður fyrisett:
§ 1. Eftir umsókn og við fiskiloyvi frá Fiskimálastýrinum er loyvt upp til 15 fiskiførum, sum eru 55 skrásett tons brutto (BRT) til støddar og minni, at veiða eftir flatfiski innanfyri 12 fjórðingar úr grundlinjunum á økjum, smb. kortskjal, við reiðskapi og leiðbeining sambært hesari kunngerð og reglum ásettar í fiskiloyvi.
Stk. 2. Leiðirnar, sum eru umfataðar av hesi kunngerð, og tíðarskeiðini, tá tað er loyvt at fiska á teimum, eru:
Øki A2: Í tíðarskeiðinum frá 20. mai til 25. august , báðir dagar íroknaðir, innanfyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 62°20'30" N 05°48'30" W 2) 62°11'00" N 05°51'50" W 3) 62°11'00" N 06°07'30" W 4) 62°20'30" N 06°01'00" W Linjan úr 1. staði í 2. stað verður drigin eftir 12 fjórðinga markinum.
Øki A1: Í tíðarskeiðinum frá 8. juni til 25.august, báðir dagar íroknaðir, innanfyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 62°20'30" N 06°01'00" W 2) 62°11'00" N 06°07'30" W 3) 62°11'00" N 06°11'30" W 4) 62°20'30" N 06°05'00" W
Øki B: Í tíðarskeiðinum frá 20. mai til 25. august, báðir dagar íroknaðir, innanfyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 62°11'00" N 05°51'50" W 2) 61°48'10" N 06°01'40" W 3) 61°53'50" N 06°24'30" W 4) 61°58'20" N 06°22'00" W 5) 62°02'50" N 06°26'30" W 6) 62°11'00" N 06°07'30" W Linjan úr 1. staði í 2. stað verður drigin eftir 12 fjórðinga markinum.
Øki C: Í tíðarskeiðinum frá 1. juni til 15. juli, báðir dagar íroknaðir, innanfyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 61°56'50" N 05°58'00" W 2) 61°42'00" N 06°04'15" W 3) 61°47'30" N 06°27'45" W 4) 61°56'50" N 06°25'00" W Linjan úr 1. staði í 2. stað verður drigin eftir 12 fjórðinga markinum.
Øki D1: Í tíðarskeiðinum frá 20. mai til 25. august, báðir dagar íroknaðir, innanfyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 61°14'40" N 07°02'20" W 2) 61°29'10" N 07°22'30" W 3) 61°33'50" N 07°10'40" W 4) 61°26'30" N 07°03'30" W 5) 61°19'20" N 06°51'00" W Linjan úr 1. staði í 2. stað verður drigin eftir 12 fjórðinga markinum.
Øki D2: Í tíðarskeiðinum frá 20. mai til 8. juli, báðir dagar íroknaðir, innanfyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 61°19'20" N 06°51'00" W 2) 61°18'00" N 06°54'30" W 3) 61°25'10" N 07°07'00" W 4) 61°26'30" N 07°03'30" W Øki E: Í tíðarskeiðinum frá 20. mai til 25. august, báðir dagar íroknaðir, innanfyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 61°29'10" N 07°22'30" W 2) 61°32'40" N 07°27'00" W 3) 61°37'20" N 07°15'10" W 4) 61°34'50" N 07°08'10" W Linjan úr 1. staði í 2. stað verður drigin eftir 12 fjórðinga markinum.
Øki F: Í tíðarskeiðinum frá 20. mai til 8. juli, báðir dagar íroknaðir, innanfyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 61°32'40" N 07°27'00" W 2) 61°39'00" N 07°35'40" W 3) 61°48'30" N 07°12'15" W 4) 61°37'20" N 07°15'10" W Linjan úr 1. staði í 2. stað verður drigin eftir 12 fjórðinga markinum.
Øki G1: Í tíðarskeiðinum frá 20. mai til 25. august, báðir dagar íroknaðir, innanfyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 61°45'40" N 07°19'20" W 2) 61°57'30" N 07°35'20" W 3) 62°00'00" N 07°29'00" W 4) 61°58'00" N 07°21'00" W 5) 61°48'30" N 07°12'15" W Øki I: Í tíðarskeiðinum frá 1. juni til 1. juli, báðir dagar íroknaðir, innanfyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 62°31'00"N 07°12'30" W 2) 62°33'20"N 06°58'30" W 3) 62°26'30"N 06°58'30" W 4) 62°24'30"N 07°12'30" W Linjan úr 1. staði í 2. stað verður drigin eftir 12 fjórðinga markinum.
Øki J: Í tíðarskeiðinum frá 20. mai til 25. august, báðir dagar íroknaðir, innanfyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 62°33'20" N 06°58'30" W 2) 62°35'40" N 06°33'30" W 3) 62°29'40" N 06°33'30" W 4) 62°26'30" N 06°58'30" W Linjan úr 1. staði í 2. stað verður drigin eftir 12 fjórðinga markinum.
Øki K: Í tíðarskeiðinum frá 20. mai til 25.august, báðir dagar íroknaðir, innanfyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 62°35'40" N 06°33'30" W 2) 62°20'30" N 05°48'30" W 3) 62°20'30" N 06°01'00" W 4) 62°25'50" N 06°05'00" W 5) 62°29'40" N 06°33'30" W Linjan úr 1. staði í 2. stað verður drigin eftir 12 fjórðinga markinum.
§ 2. Tað er bert loyvt at nýta flatfiskatrol, sum ikki í nøkrum parti hevur meskar, ið fara niður um 120mm og sum hevur innsetta rist við 40mm millum rimarnar. Hevur trolið ein ovara posa í samband við ristina, skal meskavíddin í hesum minst vera 180mm og verða gjørdur úr tráði dupult í mesta lagi 6mm til tjúktar.
Stk. 2. Partroling er ikki loyvd.§ 3. Hjáveiða av toski og hýsu skal ikki fara upp um ávikavist 25% og 10% roknað fyri hvønn túr sær. Hjáveiða av øðrum fiskasløgum er loyvd.
Stk. 2. Verða treytirnar í fiskiloyvi sambært hesi kunngerð ikki hildnar, kann fiskiloyvi verða tikið aftur eftir ásetingunum í lógini um vinnuligan fiskiskap.
Stk. 3. Um fiskifar á sama túri hevur fiskað uttanfyri 12 fjórðingar eisini, verða hjáveiðureglurnar fyri fiskiskapin innanfyri 12 fjórðingar at galda fyri allan túrin.
Stk. 4.Veiðan skal øll verða seld á uppboðssølu í Føroyum, har keypari hevur møguleika at keypa partar av veiðuni, og verða avreidd um eina av Fiskiveiðieftirlitinum góðkendari innvigingarskipan.
Stk. 5. Bátur við fiskiloyvi sambært hesi kunngerð skal í tíðarskeiðnum, sum troling er loyvd innanfyri 12 fjórðingar sambært kunngerðini, føra serliga dagbók, har m.a. øki og knattstøða fyri hvørt hál og veiða (fiskaslag og nøgd í rundari vekt) verður uppgivin. Dagbókin skal sendast Fiskiveiðueftirlitinum aftaná hvønn túr sær.§ 4. Einki felag/bátur, sum ikki hevði fiskiloyvi til troling innanfyri 12 fjórðingar í 1999, og trolbátur, sum í 1999 hevur lagt um til línu-/snelluveiðu, fær fiskiloyvi til henda fiskiskap í 2000.
Stk. 2. Fiskimálastýrið kann í serligum førum gera undantak hesum viðvíkjandi.§ 5. Brot móti ásetingunum í hesi kunngerð verður revsað eftir lógini um vinnuligan fiskiskap.