KUNNGERÐ NR. 72 FRÁ 23. JULI 1999 UM NÁMSFRØÐILIGA ÚTBÚGVING AV LÆRARUM Á VINNU- OG MIÐNÁMSSKÚLUM

Kunngerð nr. 72 frá 23.07.1999
Nr. 72 23. juli 1999

   Við heimild í § 13, stk. 3 - 6 í løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 1995 um studentaskúlar v.m. við seinni broytingum, í § 20, stk. 3 - 6 í løgtingslóg nr. 107 frá 29. mai 1995 um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m. við seinni broytingum, í § 17, stk. 1 og 3 í løgtingslóg nr. 107 frá 29. desember 1998 um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið. (FHS-útbúgvingar), í § 13, stk. 2 og 4 í løgtingslóg nr. 43 frá 23. apríl 1999 um hægri handilspróvtøku (HH-útbúgving), í § 17, stk. 3 og 5 í løgtingslóg nr. 41 frá 23. apríl 1999 um støðisútbúgving innan tøkni (SIT-útbúgvingar), í § 13, stk. 2 og 4 í løgtingslóg nr. 42 frá 23.apríl 1999 um hægri tøkniliga próvtøku (HT-útbúgving), í § 16, stk. 3 í løgtingslóg nr. 44 frá 23. apríl 1999 um almanna- og heilsuútbúgvingar, í § 11, stk. 2 í løgtingslóg nr. 43 frá 5. mai 1987 um Føroya Yrkisskúla fyri fiskaídnað og havbúnað og í § 6, stk. 1, litra a í løgtingslóg nr. 50 frá 28. apríl 1992 um maskinmeistaraútbúgving og aðrar maskin- og eltøkniútbúgvingar verður fyrisett:

Kapittul 1
Endamál og bygnaður

   § 1 Endamálið við námsfrøðiligu útbúgvingini er, at námsluttakarin, sum er lærari við vinnu- ella miðnámsútbúgving, fær ástøðiligt og verkligt grundarlag undir arbeiðinum sum lærari á vinnu- og miðnámsútbúgvingum (almanna- og heilsuútbúgvingar, handilsútbúgvingar, HF-útbúgving, maskinmeistaraútbúgving, sjómansútbúgvingar, studentaskúlaútbúgving og tekniskar útbúgvingar).
   Stk. 2. Útbúgvingin skal gera námsluttakaran føran fyri at
 a)ráðleggja, fremja og eftirmeta undirvísingina við atliti at einstaka næminginum og serligu møguleikum hansara,
 b)vísa næminginum á menningar- og útbúgvingarmøguleikar og stuðla samleikamenning hansara,
 c)síggja lærugreinirnar í breiðum undirvísingarhøpi innan ymsar skúlaformar,
 d)fremja og menna ymiskar samstarvshættir við hinar lærararnar á skúlanum,
 e)menna og útbyggja samstarv millum ymsar skúlaformar, og
 f)taka lut í fakligum og námsfrøðiligum menningarvirksemi.

   Stk. 3. Námsfrøðiliga útbúgvingin gevur saman við fakliga førleikanum undirvísingarførleika innan ávísar vinnu- og miðnámsútbúgvingar, smbr. førleikakunngerðirnar hjá teimum einstøku útbúgvingunum.

   § 2. Útbúgvingin er sett saman av einum ástøðiligum og einum verkligum parti.
   Stk. 2. Ástøðiligi parturin verður lagdur soleiðis til rættis, at hann í mestan mun er felags fyri allar útbúgvingarnar, men eisini við atliti at einstøku útbúgvingunum. Verkligi parturin verður lagdur til rættis við støði í teimum einstøku útbúgvingunum og serligu krøvum teirra.
   Stk. 3. Verkligi parturin fer fram í teimum lærugreinum, sum námsluttakarin sambært viðkomandi førleikakunngerð hevur fakligan førleika í.
   Stk. 4. Námsluttakari, sum eftir lokna námsfrøðiliga útbúgving hevur fingið fakligan førleika í einari lærugrein afturat, kann fáa undirvísingarførleika í hesi lærugrein við at taka ískoytisútbúgving, smbr. kapittul 5.

   § 3. Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur ábyrgd av útbúgvingini og leggur hana til rættis.

Kapittul 2
Upptøka til námsfrøðiligu útbúgvingina

   § 4. Upptøka til námsfrøðiligu útbúgvingina er treytað av, at umsøkjarin í lærugreinini/ lærugreinunum, sum hann skal undirvísa í, hevur tær neyðugu fakligu fortreytirnar, smbr. førleikakunngerðina fyri viðkomandi útbúgving.
   Stk. 2. Umsókn um upptøku á útbúgvingina fer fram í seinasta lagi 1. mai fyri upptøku í fylgjandi skúlaári.
   Stk. 3. Undirvísingar- og Mentamálastýrið ger oyðublað at nýta í sambandi við umsókn um upptøku. Saman við umsóknarblaðnum verður sent Undirvísingar- og Mentamálastýrinum váttað avrit av prógvi fyri fakligu útbúgvingina.
   Stk. 4. Eingin kann byrja verkliga partin í somu lærugrein fleiri enn 2 ferðir.
   Stk. 5. Fyri tann, sum vegna sjúku noyðist at slíta verkliga partin av útbúgvingini, og har læknaváttan er skrivað, er stk. 4 ikki galdandi. Læknaváttanin skal vera undirskrivað av lækna, samstundis sum slitið fer fram.

   § 5. Undirvísingar- og Mentamálastýrið ásetur á hvørjum ári, hvussu nógv kunnu taka útbúgvingina komandi skúlaár. Hetta tal verður ásett í samráð við skúlarnar og við støði í læraratørvinum í teimum einstøku lærugreinunum.
   Stk. 2. Umsøkjarar, sum ikki verða tiknir upp til útbúgvingina, skulu søkja um upptøku av nýggjum.
   Stk. 3. Undirvísingar- og Mentamálastýrið kann í serligum føri víkja frá ásetingini í § 4, stk. 1 og 2.

   § 6. Undirvísingar- og Mentamálastýrið tekur endaliga avgerð um upptøku av námsluttakarum og frá hvørjum skúlum, teir koma.
   Stk. 2. Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur heimild at gera avtalu við myndugleikar í øðrum londum um verkliga partin.

   § 7. Meðan námsluttakarin tekur undirvísingarvenjingarpartin, smbr. § 8, stk. 2, fær hann løn sambært avtalu millum Fíggjarmálastýrið og avvarðandi fakfelag.

Kapittul 3
Verkligi parturin

   § 8. Endamálið við verkliga partinum er, at námsluttakarin við venjing skal fáa fimi og innlit í at ráðleggja, fremja og eftirmeta undirvísing sína. Námsluttakarin skal duga at nýta sína fakligu vitan á ein hátt, sum er týðandi fyri samlaðu undirvísingina og fyri einstøku undirvísingargongdirnar.
   Stk. 2. Verkligi parturin er býttur í tveir høvuðstættir. Fyrri høvuðstáttur er eygleidd undirvísing (í minsta lagi 30 tímar), meðan seinni høvuðstáttur er undirvísingarvenjing (í minsta lagi 100 tímar) á øðrum skúla enn setanarskúlanum, og í høvuðsheitinum í øðrum landi.

   § 9. Í tímunum við eygleiddari undirvísing skal námsluttakarin eygleiða undirvísing í ymiskum lærugreinum innan fleiri útbúgvingar. Hetta fer fram undir vegleiðing av einum námsstuðli, ið skal tryggja, at námsluttakarin sær samanhang millum undirvísing og námsfrøðiligt ástøði í ymiskum skúlaformum. Námsluttakarin kann undirvísa í nøkrum tímum, eygleiddur av øðrum lærara ella námsluttakarum.
   Stk. 2. Stjórin/rektarin á setanarskúlanum tilnevnir ein námsstuðul, ið skal vera námsluttakaranum til hjálpar í námsfrøðiligum spurningum, frá hann er tikin inn á útbúgvingina, til hann fer undir seinna høvuðstátt av verkliga partinum.
   Stk. 3. Námsstuðulin skal kunna skúlan, har námsluttakarin tekur verkliga partin, um tættir í eyðgleiðingini.

   § 10. Undirvísingarvenjingin í verkliga partinum fer fram í nøkrum flokkum ella valbólkum, sum námsluttakarin verður knýttur at. Faklærarar í flokkunum/valbólkunum virka sum vegleiðarar. Undirvísingarvenjingin verður býtt javnt millum lærugreinirnar, sum námsluttakarin hevur fakligan førleika í.
   Stk. 2. Partur av verkliga partinum eru vanligar námsfrøðiligar uppgávur á skúlanum.
   Stk. 3. Rektarin/stjórin á skúlanum, har undirvísingarvenjingin fer fram, tilnevnir ein námsleiðara, ið kunnar námsluttakaran um verkligu viðurskiftini og leggur námsfrøðiligu gongdina hjá honum til rættis.
   Stk. 4. Undirvísingar- og Mentamálastýrið tilnevnir ein uttanhýsis metara, sum hevur eftirlit við undirvísingarvenjingini hjá námsluttakaranum.

   § 11. Námsleiðarin skal tryggja, at námsluttakarin í samráð við vegleiðara og næmingar fær møguleika fyri at velja, leggja til rættis, fremja og eftirmeta styttri og longri undirvísingargongdir í sínum lærugreinum. Námsleiðarin skal javnan tosa við námsluttakaran við tí fyri eyga at umhugsa menning og framtak í undirvísingini.
   Stk. 2. Vegleiðarin skal vísa á og røða um egna undirvísing, og námsluttakarin skal undir allari gongdini harafturat hava eygleiðingartímar í teimum flokkum, har hann undirvísir, eins og í øðrum flokkum/bólkum og lærugreinum. Hesir eygleiðingartímar verða ikki taldir uppí teir 100 tímarnar í undirvísingarvenjing, smb. § 8, stk. 2.
   Stk. 3. Námsleiðarin skal í fyrstu vikuni geva námsluttakaranum eina almenna kunning um einstøku partarnar og gongdina í námsfrøðiligu útbúgvingini, herundir innihald og snið í starvsvenjingarummælinum. Harafturat verður kunnað um tær mest umráðandi ásetingar í tí skúlaformi, har námsluttakarin tekur námsfrøðiligu útbúgvingina.
   Stk. 4. Námsluttakarin skal hava leiðbeining í døming av støði næminganna, eins og áseting av metum og próvtølum. Í lærugreinum við skrivligum arbeiði skal námsluttakarin hava høvi at evna til skrivligar uppgávur, at luttaka í eftirmeting vegleiðarans og sjálvstøðugt at eftirmeta avrikini.
   Stk. 5. Námsleiðarin sær til, at arbeiðsbyrðan hjá námsluttakaranum í sambandi við fyrireiking av undirvísing og eftirmeting av skrivligum avrikum verður javnt býtt yvir alt útbúgvingarskeiðið. Námsleiðarin skal javnan kunna seg um støðuna og um námsfrøðiligu gongdina hjá námsluttakaranum, millum annað við at vera hjástaddur í undirvísingartímum hjá honum. Námsleiðarin skal kunna námsluttakaran um støðuna hjá honum í góðari tíð fyri endaligu royndina.
   Stk. 6. Í minsta lagi 1 ferð í undirvísingarvenjingini eru umboð fyri Undirvísingar- og Mentamálastýrið (uttanhýsismetari), námsleiðarin og allir vegleiðararnir hjástaddir í minsta lagi 2 undirvísingartímar í hvørjari av lærugreinunum hjá námsluttakaranum. Síðani hava tey eina samtalu við námsluttakaran um námsgongdina og støðuna sum heild. Samtalan skal geva grundarlag fyri at leggja restina av undirvísingarvenjingini til rættis.

   § 12. Undirvísingarvenjingin í verkliga partinum endar við, at námsluttakarin undirvísir í sínum flokkum í minsta lagi 1 tíma í hvørjari av sínum lærugreinum. Námsluttakari við einari lærugrein undirvísir í minsta lagi 2 tímar. Vegleiðarar, námsleiðarin og uttanhýsismetarin eru hjástaddir.
   Stk. 2. Vegleiðararnir, námsleiðarin og uttanhýsismetarin gera í felag av, tó serskilt í hvørjari lærugrein, um námsluttakarin hevur staðið undirvísingarvenjingina. Grundarlagið fyri avgerðini er ein meting av støðuni við útbúgvingarlok, og av undirvísingini í teimum endaligu tímunum sambært stk. 1. Í avgerðini verða øll viðurskifti vigað og mett, sum eru av týdningi fyri undirvísingina hjá námsluttakaranum, herundir evni at ráðleggja, fremja og eftirmeta egna undirvísing. Er ósemja um, um námsluttakarin hevur staðið, hevur uttanhýsismetarin endaligu avgerðina. Námsluttakarin verður kunnaður um avgerðina, so skjótt hon er tikin.
   Stk. 3. Stendur námsluttakarin undirvísingarvenjingina í einari lærugrein, geva vegleiðararnir, námsleiðarin og uttanhýsismetarin eitt skrivligt ummæli av støðuni. Ummælið verður evnað til við støði í einum uppkasti, ið vegleiðararnir hava gjørt. Ummælið skal geva eina samlaða lýsing og meting av undirvísingini hjá námsluttakaranum í hvørjari lærugrein við útbúgvingarlok og av undirvísingini í teimum endaligu tímunum. Ummælið skal fevna um tey viðurskifti, sum dentur er lagdur á sambært stk. 2. Ummælið skal gjølla viðgera evnini at ráðleggja, fremja og eftirmeta undirvísingina.
   Stk. 4. Námsleiðarin sendir inn ummæli, sum hann undirskrivar saman við vegleiðarunum og uttanhýsismetaranum, til Undirvísingar- og Mentamálastýrið. Námsluttakarin fær eitt avrit. Samstundis verður sagt frá, at ummælið ikki er endaligt, fyrr enn Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur góðtikið tað.
   Stk. 5. Stendur námsluttakarin ikki undirvísingarvenjingina í eini lærugrein, orða vegleiðararnir, námsleiðarin og uttanhýsismetarin eina frágreiðing til Undirvísingar- og Mentamálastýrið. Frágreiðingin verður orðað á sama grundarlagi sum eitt ummæli sambært stk. 3. Námsluttakarin fær avrit av frágreiðingini.

Kapittul 4
Ástøðiligi parturin

   § 13. Endamálið við ástøðiliga partinum er at geva námsluttakaranum neyðugt námsfrøðiligt, eins og fakdidaktiskt grundarlag fyri at arbeiða sum lærari í vinnu- og miðnámsútbúgvingunum, umframt grundarlag undir framhaldandi at halda seg dagførdan við tí ástøði, sum er av týdningi fyri hesum arbeiði.
   Stk. 2. Ástøðiligi parturin skal gera námsluttakaran føran fyri sjálvstøðugt at greina, orða og viðgera ítøkilig námsfrøðilig greiðsluevni í undirvísingini.

   § 14. Almenni parturin fevnir vanliga um 2 langskeið, umframt 3 stutt, evnisbundin skeið.
   Stk. 2. Innihaldið av skeiðunum er lýst í fylgiskjali 2 í hesari kunngerð.

   § 15. Fakdidaktiskt skeið í einari lærugrein fevnir vanliga um 1 skeið við umleið 24 pultstímum. Fakdidaktisk skeið verða hildin eftir tørvi, og í tann mun fakdidaktisk skeið eru til í teimum einstøku skúlaformunum.
   Stk. 2. Innihaldið av fakdidaktiskum skeiði er lýst í fylgiskjali 3 í hesari kunngerð.

   § 16. Ástøðiligi parturin endar við skrivligari próvtøku. Vanliga er tað ein fortreyt fyri at skriva seg inn til próvtøku, at námsluttakarin hevur fylgt ástøðiligu skeiðunum, smbr. § 14, stk. 1.
   Stk. 2. Í skrivligu uppgávuni skal luttakarin vísa, at hann dugir at nýta námsfrøðilig ástøði við atliti at egnari undirvísing.
   Stk. 3. Setningurin til skrivligu próvtøkuna fevnir um umleið 1100 síður, og verður hann ásettur av Undirvísingar- og Menta-mála-stýrinum. Setningurin fevnir um tilfar frá ástøðiligu skeiðunum, smbr. fylgiskjal 2.

   § 17. Námsluttakarin ger í seinasta lagi 1. apríl uppskot til greiðsluevni, samandrátt og uppskot til uppgávuheiti, ið uppgávunevndin, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið setir, skal góðkenna.
   Stk. 2. Í seinasta lagi 14 dagar eftir innlating fær luttakarin boð um, um uppgávunevndin hevur góðtikið uppskot til greiðsluevni, samandrátt og uppskot til uppgávuheiti.
   Stk. 3. Um uppgávunevndin ikki kann góðtaka uppskot til greiðsluevni, samandrátt og uppskot til uppgávuheiti, setur uppgávunevndin seg í samband við vegleiðara og námsluttakara við atliti at tillagingum.
   Stk. 4. Fyrst í mai mánaði fær námsluttakarin endaliga uppgávuheitið sendandi, og námsluttakarin hevur síðan 4 vikur frá tí, hann hevur fingið endaliga uppgávuheitið, til uppgávan skal latast inn.
   Stk. 5. Í mesta lagi 3 námsluttakarar kunnu skriva eina felags uppgávu.

   § 18. Próvtøkan er ein skrivlig heimauppgáva, ið skal verjast munnliga.
   Stk. 2. Heimauppgávan kann svarast einsæris ella í bólkum. Um heimauppgávan verður svarað í bólki, skal tað greitt síggjast aftur, hvat hvør einstakur hevur ábyrgd av.
   Stk. 3. Heimauppgávan verður skrivað í mai - juni mánaði eftir nærri ásetingum hjá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, smb. § 17, stk. 4. Uppgávusvarið skal í vavi fevna um 15-20 maskinskrivaðar A4 síður fyri hvønn námsluttakara, og uppgávusvarið svarar í arbeiðsbyrðu til 40 tímar. Uppgávusvarið verður í innskrivaðum brævi sent Undirvísingar- og Mentamálastýrinum í 3 eintøkum sambært teirri tíðarfreist, ið er ásett í § 17, stk. 4.
   Stk. 4. Lærari, ið hevur undirvíst í ástøðiliga partinum, og sum námsluttakarin velur sum vegleiðara, og próvdómari, sum er tilnevndur av Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, døma uppgávusvarið, smbr. stk. 5.
   Stk. 5. Við støði í skrivliga og munnliga avrikinum verður givið eitt samlað próvtal. Í dømingini verður høvuðsdenturin lagdur á skrivliga uppgávusvarið. Dømt verður eftir 13-stiganum.
   Stk. 6. Fyri at standa ástøðiliga partin skal námsluttakarin hava fingið í minsta lagi 6.
   Stk. 7. Reglurnar í kunngerð um próvtalsstiga og aðra døming verða nýtt við áseting av próvtali fyri avrikið.

   § 19. Lærari og próvdómari vátta próvtølini á einum próvtalslista, ið samstundis er próvbók. Samlaði próvtalslistin verður undirskrivaður av Undirvísingar- og Mentamálastýrinum.

Kapittul 5
Verkligt-námsfrøðiligt ískoytisskeið

   § 20. Námsluttakari, sum frammanundan hevur staðið samlaðu námsfrøðiligu útbúgvingina (verkliga og ástøðiliga partin), og sum tekur fakliga førleikagevandi ískoytisútbúgving, skal fyri at fáa undirvísingarførleika í nýggju lærugreinini/unum taka verkligt-námsfrøðiligt ískoytisskeið.
   Stk. 2. Fakliga-námsfrøðiliga ískoytisskeiðið fevnir um eina undirvísingarvenjing uppá umleið 35 tímar, umframt um fakdidaktiskt skeið, um hetta er til fyri viðkomandi útbúgving.

Kapittul 6
Prógv

   § 21. Undirvísingar- og Mentamálastýrið skrivar út skjalváttan fyri verkligan part, sum er staðin, smbr. § 12, skjalváttan fyri ástøðiligan part, sum er staðin, smbr. § 18 og 19, og skjalváttan fyri luttøku í møguligum fakdidaktiskum skeiði.
   Stk. 2. Skjalváttan fyri verkligt-námsfrøðiligt ískoytisskeið verður skrivað, tá ið námsluttakarin hevur staðið undirvísingarvenjingina og tikið fakdidaktiskt skeið í lærugreinini, um hetta er til.

Kapittul 7
Ymiskar ásetingar

   § 22. Um námsluttakari slítur ella ikki stendur útbúgvingina, ger Undirvísingar- og Mentamálastýrið av, við støði í einari ítøkiligari meting, um hann kann verða tikin upp av nýggjum, og um so er, eftir hvørjum treytum hann verður tikin upp. Um ein námsluttakari slítur námsfrøðiligu útbúgvingina, skal námsleiðarin alt fyri eitt boða Undirvísingar- og Mentamálastýrinum frá.

   § 23. Undirvísingar- og Mentamálastýrið kann góðkenna, at onnur námsfrøðilig útbúgving heilt ella partvís kann verða góðtikin í staðin fyri útbúgvingina, ið er nevnd í hesi kunngerð.
   Stk. 2. Undirvísingar- og Mentamálastýrið kann sum part av royndarvirksemi og í heilt serligum føri gera frávik frá ásetingunum í hesi kunngerð.

   § 24. Kæra um avgerð tikin um undirvísingarvenjingina, smbr. § 12, stk. 4, ella um próvtøkuna, smbr. § 18, stk. 5, skal av námsluttakaranum sendast Undirvísingar- og Mentamálastýrinum.
   Stk. 2. Kæran skal vera Undirvísingar- og Mentamálastýrinum í hendi í seinasta lagi 5 dagar eftir, at avgerðin ávikavist dømingin er kunngjørd námsluttakaranum.
   Stk. 3. Undirvísingar- og Mentamálastýrið útvegar ummæli frá vegleiðara og uttanhýsismetara ávikavist próvhoyrara og próvdómara, og kærarin hevur innan fyri 14 dagar møguleika at gera viðmerkingar til ummælini.
   Stk. 4. Undirvísingar- og Mentamálastýrið tekur síðan avgerð um, um kæran skal vísast aftur, ella

um námsluttakarin skal hava tilboð um nýggja próvtøku, ávikavist at taka allan verkliga partin av nýggjum ella partar av honum, ella um námsluttakarin skal til endurpróvtøku í skrivligu uppgávuni.

Kapittul 8
Gildiskoma

   § 25. Kunngerðin kemur í gildi 1. august 1999 og er galdandi fyri øll, ið fara undir námsfrøðiliga útbúgving innan vinnu- og miðnámsútbúgvingarnar frá hesum degi.

   § 26. Lærari, sum eru settur í fast starv áðrenn 1. august 1999, tekur verkliga og ástøðiliga námsfrøðiliga útbúgving eftir hesi kunngerð.
   Stk. 2. Lærari, sum hevur lokið part av eini aðrari námsfrøðiligari útbúgving, kann gera hesa lidna sambært teimum reglum, ið eru galdandi fyri hesa útbúgvingina.

Undirvísingar- og mentamálastýri, tann 23. juli 1999

Signar á Brúnni

Landsstýrismaður

/Petur Petersen

Námsfrøðikunngerðin

Fylgiskjal 1

Verkligi parturin

Endamál

1. Endamálið við verkliga partinum er,

a) at námsluttakarin sjálvstøðugt lærir at ráðleggja, fremja og eftirmeta undirvísing sína, og

b) at námsluttakarin fær gjølligan kunnleika til útbúgvingina, hann skal undirvísa á, bygnaðin innan ymsu skúlaformarnar, umframt tær ymsu undirvísingarligu uppgávurnar, ið koma fyri á einum skúla í skúlaárinum.

Innihald

2.1. Fyrri verkligi høvuðstáttur fevnir um nakrar undirtættir, ið eru grundaðir á eina ætlan, sum námsstuðlin leggur til rættis.

2.2. Námsluttakarin skal í fyrra høvuðstátti m.a. síggja undirvísing hjá øðrum námsluttakarum, síggja undirvísing hjá øðrum lærarum í øðrum lærugreinum, síggja undirvísing í ymiskum lærugreinum eins og í egnum lærugreinum í øðrum skúlaformum.

3.1. Seinni verkligi høvuðstáttur fevnir um fleiri undirtættir, ið eru grundaðir á eina ætlan, sum vegleiðararnir leggja til rættis.

3.2. Kunning um skúlaskipanina og verkligu útbúgvingina fevnir m.a. um eygleiðaratímar í øðrum flokkum/bólkum enn teimum hjá vegleiðarunum.

3.3. Vegleiðarin skal seta námsluttakaran inn í endamál, didaktikk og háttaløg í lærugreinini, so hann verður førur fyri at leggja sína undirvísing til rættis við atliti at endamálinum í útbúgvingini og í lærugreinini.

3.4. Vegleiðarin og námsluttakarin skulu javnan umrøða sambandið millum undirvísingina og námsfrøðiliga ástøðið.

3.5. Fyrra tíðarskeiðið, t.e. tíðarskeiðið fram til fyrru vitjanina, varir umleið 4 vikur og fevnir m.a. um at ráðleggja og fremja undirvísing í teimum einstøku tímunum og at leggja smærri undirvísingargongdir til rættis. Dentur verður serliga lagdur á flokkanarfrøði (taxonomi), framtak (progressión) og innanhýsis eftirmeting.

3.6. Seinna tíðarskeiðið, t.e. tíðarskeiðið fram til seinnu vitjanina, fevnir m.a. um

a) at ráðleggja og fremja longri undirvísingargongdir, har serligur dentur verður lagdur á leiklutin hjá lærara og næmingum, samvirkanarmynstur í flokshølinum, umframt uttanhýsis eftirmeting, og

b) at geva námsluttakaranum møguleika fyri at gera sær sínar metingar av undirvísing sum heild.

Námsfrøðikunngerðin

Fylgiskjal 2

Ástøðiligi parturin

Endamál

1.1. Endamálið við ástøðiliga partinum er, at námsluttakarin

a) fær vitan um grundleggjandi námsfrøðiligar spurningar og samband teirra við heimspekilig, sálarfrøðilig og sosiologisk ástøði,

b) fær innlit í og vitan um ástøði og háttaløg fyri innlæring og undirvísing,

c) fær innlit í tey fyribrigdi, ið eyðkenna læraraarbeiðið og leiklutin hjá einum lærara,

d) fær vitan um menningararbeiði og skúlamenning,

e) mennir skil fyri og tilvitsku um teir sálarfrøðiligu og sosialsálarfrøðiligu atburðir, ið ávirka undirvísingina,

f) fær vitan um ymisk samfelagslig sjónarmið, og hvussu tey ávirka fatanina av undirvísing, og

g) fær vitan um tað virðisgrundarlag og teir formar fyri námsfrøði, ið eru grundarlag undir undirvísingini í vinnu- og miðnámsútbúgvingunum.

Innihald

2.1. Undirvísingar- og Mentamálastýrið ásetur innihaldið av undirvísingini. Áðrenn undirvísingin byrjar, sendir Undirvísingar- og Mentamálastýrið út ein pensumlista og eitt tilfarssavn. Í tilfarinum skal vera tilskilað, hvørjir partar av tilfarinum skulu lesast til tær einstøku eindirnar.

2.2. Lærarar, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið hava tilnevnt, stíla fyri undirvísingini. Undirvísingin fevnir um hesi evni:

a) Endamál og staðseting í vinnu- og miðnámsútbúgvingunum

???????????høvuðstættir í føroysku skúlasøguni

???????søguliga menningin av vinnu- og miðnámsútbúgvingunum

???????føroyska útbúgvingarkervið við høvuðsdenti á vinnu- og miðnámsútbúgvingarnar

???????føroyska undirvísingarkervið í norðurlendskum høpi

???????undirvísingin í vinnu- og miðnámsútbúgvingunum, herundir lærugreinarøðirnar og tann almenni og fakligi førleikin, sum útbúgvingin gevur

???????virðisgrundarlagið í útbúgvingunum

b) Undirvísingin og lærarin

???????????næmingar, teirra bakstøði og fortreytir

???????ungdóms- og vaksnamannanámsfrøði

???????lærarin sum persónur og leikluturin hjá læraranum í undirvísingini

c) Almenn undirvísingarfrøði og háttalagsfrøði

???????????frambering og samskifti í flokshølinum

???????stimbran, lærugongd og undirvísingarmeginreglur

???????fyrilit fyri einstaka flokkinum og einstaka næminginum

???????undirvísingarlæra, herundir at leggja tann einstaka tíman til rættis og nýta ymsar arbeiðshættir

???????ráðlegging av longri undirvísingargongdum, herundir framtak og flokkanarfrøði (taxonomi)

???????verkligar undirvísingargongdir

???????nýggir undirvísingarhættir, herundir um nýtslu av KT í undirvísingini

???????innanhýsis og uttanhýsis eftirmeting

d) Námsfrøði og hugsjónir

???????????námsfrøðilig ástøði og samband teirra við útbúgvingarheimspekilig, sálarfrøðilig og sosiologisk ástøði

2.3. Í øllum pørtum av undirvísingini skulu undirvísingarfrøðilig, sálarfrøðilig, heimspekilig og sosiologisk sjónarmið takast uppí á ein hátt, sum hevur fyrilit fyri arbeiðsuppgávum og námsfrøðiligum royndum hjá námsluttakaranum.

Staðseting

3.1. Ástøðiligi parturin er býttur í 2 tættir: Annar tátturin fevnir um 2 eindir á umleið 40 tímar hvør, meðan hin tátturin fevnir um 3 evni, sum til samans umleið 40 tímar verða brúktir til. Evnini verða løgd til rættis við atliti at tørvi námsluttakarans.

3.2. Ástøðiligi parturin verður lagdur soleiðis til rættis, at so tætt samspæl sum gjørligt verður millum hann og verkliga arbeiðið hjá námsluttakaranum.

3.3. Skift verður ímillum ástøði og verkligar venjingar, og dentur verður lagdur á sjálvstøðuga arbeiðið hjá námsluttakaranum við almennum-námsfrøðiligum greiðsluevnum.

Námsfrøðikunngerðin

Fylgiskjal 3

Fakdidaktiskt skeið

Endamál

1. Endamálið við fakdidaktiska skeiðnum er,

a) at námsluttakarin fær innlit í endamál, innhald og eftirmetingarhættir í teimum einstøku lærugreinunum, og

b) at námsluttakarin fær innlit í siðvenju, málnýtslu og tann undirvísingarhátt, sum sermerkir einstøku lærugreinina, og dugir at síggja tað sum ein part av almennum-námsfrøðiligum greiðsluevnum.

Innihald

2.1. Endamál og staðseting hjá lærugreinini

a) í útbúgvingarsøguligum høpi,

b) við atliti at týdninginum fyri einstaklingin og samfelagið, út frá bæði almennandi og lestrarfyrireikandi sjónarmiði,

c) í samlaða útbúgvingarkervinum,

d) í mun til aðrar lærugreinir í vinnu- og miðnámsútbúgvingunum, og

e) í mun til faklig tíðarrit og faklig umhvørvi, í Føroyum og í altjóða høpi.

2.2. Innihaldið í lærugreinini, herundir

a) viðgerð av innihaldinum av lærugreinafylgiskjølunum og undirvísingarleiðbeiningunum

b) ítøkilig dømi um skipan av nøkrum einstøkum tímum við atliti at innihaldi, eins og av longri undirvísingargongdum,

c) hvussu - við støði í ítøkiligum dømum - ein samlaður arbeiðssetningur í einari vinnu- ella miðnámsútbúgving verður skipaður,

d) hvussu munnligi og skrivligi parturin í lærugreinini verður vektaður og skipaður, og

e) eftirmetingarhættir.

2.3. Verklig siðvenja í lærugreinini, herundir

a) undirvísingarfrøðin í lærugreinini, í samanspæli við námsfrøðilig greiðsluevni,

b) fortreytir hjá næmingunum í lærugreinini og hugburður teirra mótvegis lærugreinini,

c) hvussu sett verður á undirvísingina í lærugreinini við støði í útbúgving og fortreytum, sum næmingarnir hava,

d) hvussu undirvísingin kann skipast við atliti at einstaka flokkinum og einstaka næminginum,

e) framtak í samlaðu undirvísingargongdini,

f) tilfar, sum kann nýtast í undirvísingini, herundir kunningartøkni,

g) ymiskir arbeiðshættir, herundir verkætlanir, og

h) eftirmeting, bæði av dagliga arbeiðnum og til próvtøku.

Staðseting

3. Fakdidaktiskt skeið verður - í tann mun tað er gjørligt - lagt samstundis, sum námsluttakarin tekur ástøðiliga ella verkliga partin av útbúgvingini.

 

 

 

Evnisskipað valmynd Stavraðað valmynd Tíðarskipað valmynd