KUNNGERÐ NR. 56 FRÁ 31. MAI 1999 UM FLUTNING AV FISKI

Kunngerð nr. 56 frá 31.05.1999
Nr. 56 31. mai 1999

   Við heimild í § 3 í løgtingslóg nr. 14 frá 3. mars 1999 um stuðul til flutning av fiski verður ásett:

   § 1. Til flutning av fiski, livur og rogni frá uppboðssølu ella landingarmiðstøð til virkingar í økjum, har firðir ella sund skilja, verður latin upp til 31 oyru/kilo í flutningstuðli til tann partin av flutningskostnaðinum, sum er omanfyri 10 oyru/kilo.
   Stk. 2. Sum landingarmiðstøð er at skilja stað, har fiskur verður landaður, skildur v.m. til at selja beinleiðis ella um uppboðssølu til fiskakeyparar.

   § 2. Til flutning av fiski, livur og rogn frá útróðrarbátum úr økjum, har eingin uppboðssøla er, verður latin upp til 10 oyru/kilo í flutningstuðli til tann partin av flutningskostnaðinum, sum er omanfyri 5 oyru/kilo, til at flyta fisk, livur og rogn til nærmastu uppboðssølu.

   § 3. Til flutning av feskum virkaðum fiski, livur og rogn frá fiskavirki til avskipingarhavn, har firðir ella sund skilja, verður latin upp til 31 oyru/kilo í flutningstuðli til tann partin av flutningskostnaðinum, sum er omanfyri 10 oyru/kilo.
   Stk. 2. Virkaður feskur fiskur, er fiskur, sum er meira hagreiddur enn sløgdur, avhøvðaður, vaskaður, ísaður og lagdur í kassar ella pakning.

   § 4. Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá 18. mars 1999.
   Stk. 2. § 3 fer úr gildi 31. desember 1999.

Fiskimálastýrið, 31. mai 1999

Jørgen Niclasen (sign.)

landsstýrismaður

/ Kaj P. Mortensen (sign.)

 

 

 

Evnisskipað valmynd Stavraðað valmynd Tíðarskipað valmynd