KUNNGERÐ NR. 50 FRÁ 12. MAI 1999 UM SJÓVINNUBRØV OG ÚTBÚGVINGARKRØV TIL SJÓFÓLK, SUM SEINAST BROYTT VIÐ KUNNGERÐ NR. 115 FRÁ 7. SEPTEMBER 2009
Kunngerð nr. 50 frá 12.05.1999 '); document.writeln(''); } //-->
Við heimild í §§ 11, 12 og 13 í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum verður ásett:
Fiskiskip og handilsskip
Dekks-, maskin og eindarmanning
§ 1. Ófulltikin dekkari, ófulltikin motormaður og ófulltikin skipsatstøðari skal hava staðið góðkent trygdarskeið.
Stk. 2. Fyri at vera í starvi sum fulltikin dekkari, fulltikin motormaður og fulltikin skipsatstøðari skal avvarðandi hava starvast sum ávikavist ófulltikin dekkari, ófulltikin motormaður ella ófulltikin skipsatstøðari umborð á havskipum í 18 mánaðir.
Stk. 3. Tann, sum hevur fingið góðkent sveinabræv ella læruprógv í einum handverki ella vinnugrein innan jarn- og metaløkið, kann mynstra sum fulltikin motormaður eftir at hava starvast sum ófulltikin motormaður umborð á havskipum í 12 mánaðir.Útbúgvingarkrøv til manning við tangaskipum
§ 2. Yvirmenn og manning, ið hava serligar uppgávur og serliga ábyrgd í samband við farm og útgerð til viðgerð av farmi umborð á tangaskipum, skulu hava staðið góðkent eldsløkkiskeið og kunningarskeið um tangaskip og hava fingið tangaskipaprógv frá Sjóvinnufyrisitingini fyri at lúka hesi krøv.
Stk. 2. Á olju-, kemikaliu- og gasstanga-skipum skulu skiparar, yvirstýrimenn, maskinstjórar, 1. maskinmeistarar og ein og hvør annar, við beinleiðis ábyrgd av ferming, uppskipan og eftirliti við farminum á ferðini ella av arbeiði við farminum umborð, umframt at lúka krøvini í stk. 1 hava havt hóskandi royndir í slíkari tænastu við olju-, kemikaliu- ella gasstangaskipi í minsta lagi 3 mánaðir, umframt at hava tikið lut á góðkendum serskeiði um slíkar flutningar, og hava fingið tangaskipaprógv á leiðslustøði frá Sjóvinnufyrisitingini fyri at lúka hesi krøv.
Stk. 3. Sjóvinnufyrisitingin kann loyva at manning, sum ikki eru yvirmenn við skipum skrásettum í Føroysku Altjóða Skipaskránni, í staðin fyri tað í stk. 1 nevnda prógv hava útlendskt prógv, sum er gjørt samsvarandi ásetingunum í reglugerð V/1, grein 1 í STCW-sáttmálanum.Vaktarhaldsprógv
§ 3. 1) 2)Fyri at fáa vaktarhaldsprógv til brúgvatænastu krevst, at umsøkjarin:
1) hevur heilsuváttan, sum er gild fyri ta tænastu, sum sjóvinnubrævið gevur rætt til, 2) er fyltur 16 ár, og annaðhvørt a) hevur staðið góðkent grundskeið á sjóvinnuskúla og hevur havt 2 mánaða dekstænastu umborð á havfarandi skipum, til støddar 20 bruttotons ella meira, og í hesi tíð, undir eftirliti av vakthavandi brúgvayvirmanni, er upplærdur til allar uppgávur viðvíkjandi brúgvatænastu samsvarandi ásetingunum í kunngerð um vaktarhald á skipum, ella b) hevur havt 6 mánaða dekstænastu umborð á havfarandi skipum, til støddar 20 bruttotons ella meiri, og í hesi tíð, undir eftirliti av vakthavandi brúgvayvirmanni, er upplærdur til allar uppgávur viðvíkjandi brúgvatænastu samsvarandi ásetingum í kunngerð um vaktarhald á skipum. § 3 a. 2) Fyri at fáa vaktarhaldsprógv til maskintænastu krevst, at umsøkjarin:
1) hevur heilsuváttan, sum er gild fyri ta tænastu, sum sjóvinnubrævið gevur rætt til, 2) er fyltur 16 ár, og annaðhvørt a) hevur staðið góðkent grundskeið á sjóvinnuskúla og hevur havt 2 mánaða maskintænastu umborð á havfarandi skipum, til støddar 20 bruttotons ella meira, og í hesi tíð, undir eftirliti av vakthavandi maskinyvirmanni, er upplærdur til allar uppgávur viðvíkjandi maskintænastu samsvarandi ásetingunum í kunngerð um vaktarhald á skipum, ella b) hevur havt 6 mánaða maskintænastu umborð á havfarandi skipum, til støddar 20 bruttotons ella meiri, og í hesi tíð, undir eftirliti av vakthavandi maskinyvirmanni, er upplærdur til allar uppgávur viðvíkjandi maskintænastu samsvarandi ásetingum í kunngerð um vaktarhald á skipum. Sjóvinnubrøv til brúgvayvirmenn við handilsskipum
§ 4. Umframt tey serligu krøv fyri at fáa vinnubræv, sum nevnd eru undir hvørjum einstøkum vinnubrævi krevst, at viðkomandi:
1) hevur fingið ta kravdu siglingartíðina í dekstænastu, sum skipsatstøðari ella sum stýrimansnæmingur við havfarandi handilsskipum, sum eru til støddar 20 bruttotons ella meiri, 2) hevur heilsuváttan, sum er gild fyri ta tænastu, sum sjóvinnubrævið gevur rætt til, 3) hevur staðið góðkenda sjónar- og hoyrnaroynd, 4) er myndugur og ikki undir verjumáli, og 5) hevur staðið ta próvtøku ella roynd, sum krevst fyri at fáa tað ávísa vinnubrævið í seinasta lagi 5 ár undan tí degi, at vinnubrævið verður útskrivað soleiðis:
Dugnaskaparbræv í sigling við handilsskipum
Dugnaskaparroynd í sigling
Stýrimaður á 4. stigi við handilsskipum
Heimaskiparaprógv
Stýrimaður á 3. stigi við handilsskipum
Skiparaprógv
Stýrimaður á 2. stigi
Skipsføraraprógv
6) hevur gilt avmarkað prógv sum radiopassari innan GMDSS (ROC). § 5. Fyri at fáa dugnaskaparbræv í sigling við handilsskipum krevst, at avvarðandi:
1) hevur staðið góðkent grundskeið á sjóvinnuskúla og hevur 3 mánaða siglingartíð, ella 2) hevur 12 mánaða siglingartíð. § 6. Fyri at fáa vinnubræv sum stýrimaður á 2. stigi og á 3. ella 4. stigi við handilsskipum krevst, at umsøkjarin:
1) hevur staðið góðkent grundskeið á sjóvinnuskúla og síðani hevur havt 12 mánaða siglingartíð undir einari góðkendari útbúgvingarskipan, ella 2) hevur staðið góðkent grundskeið á sjóvinnuskúla og síðani hevur havt 18 mánaða siglingartíð, ella 3) hevur staðið endaskeið fyri skipsatstøðarar og síðani hevur havt 15 mánaða siglingartíð, ella 4) lýkur treytirnar fyri mynstring sum fulltikin skipsatstøðari, hevur 12 mánaða siglingartíð sum skipsatstøðari og skjalprógvar at vera skikkaður til brúgvatænastu og a) annaðhvørt kann prógva við góðkendari útbúgvingarbók, at útbúgvingin undir tí í nr. 1-4 nevndu siglingartíð er lokin við nøktandi úrsliti, ella b) hevur havt 36 mánaða samlaða siglingartíð.
Stk. 2. Sjófólk, ið lúka treytirnar í stk. 1, nr. 2, 3 ella 4, kunnu fáa vinnubræv sum stýrimaður á 4. stigi við handilsskipum, hóast útbúgvingin umborð ikki er skjalprógvað í útbúgvingarbók.
Stk. 3. Fyri at fáa vinnubræv sum stýrimaður á 2. stigi og á 3. stigi við handilsskipum skulu 12 mánaðir av teirri í stk. 1 kravdu siglingartíðini vera fingin við skipum, sum eru til støddar 500 bruttotons ella meira, harav skulu 6 mánaðir vera uttanfyri strandasigling.
Stk. 4. Sjófólk, ið hava staðið skipararoynd, og sum lúka kravið í stk. 3, undantikið kravið um siglingartíð uttanfyri strandasigling, kunnu fáa vinnubræv sum stýrimaður á 3. stigi við handilsskipum við áriti um, at vinnubrævið bert veitir rættindi til at vera í starvi umborð á skipum í strandasigling.§ 7. Fyri at fáa vinnubræv sum heimaskipari við handilsskipum krevst, at avvarðandi:
1) hevur gilt vinnubræv sum stýrimaður á 4. stigi við handilsskipum, 2) er fyltur 20 ár, 3) hevur føroyskan heimarætt og 4) hevur 12 mánaða siglingartíð í starvi, har vinnubræv sum stýrimaður á 4. stigi við handilsskipum krevst. § 8. Fyri at fáa vinnubræv sum skipari við handilsskipum krevst, at avvarðandi:
1) hevur gilt vinnubræv sum stýrimaður á 3. stigi við handilsskipum, 2) hevur heimarætt og 3) hevur siglingartíð í starvi, har vinnubræv sum stýrimaður á 3. stigi við handilsskipum krevst a) í 24 mánaðir, harav 12 mánaðir sum hægsti ella einasti stýrimaður, ella b) í 36 mánaðir sum stýrimaður. § 9. Fyri at fáa vinnubræv sum stýrimaður á 1. stigi krevst, at avvarðandi:
1) hevur gilt vinnubræv sum stýrimaður á 2. stigi og 2) hevur 12 mánaða siglingartíð í starvi, har vinnubræv sum stýrimaður á 2. stigi ella 3. stigi við handilsskipum krevst § 10. Fyri at fáa vinnubræv sum skipsførari krevst, at avvarðandi:
1) hevur gilt vinnubræv sum stýrimaður á 1. ella 2. stigi, 2) hevur heimarætt og 3) hevur siglingartíð við skipi til støddar 500 bruttotons ella meiri í starvi, har vinnubræv sum stýrimaður á 2. ella 3. stigi krevst a) í 24 mánaðir, harav 12 mánaðir sum hægsti ella einasti stýrimaður, ella b) í 36 mánaðir sum stýrimaður. § 11. 1) Í teirri í § 5, nr. 2, og § 6 kravdu siglingartíð kann íroknast dekstænasta við havskipum til støddar 20 bruttotons ella meiri, skrásett sum fiskiskip. Tó skulu 6 mánaðir av teirri í § 5, nr. 2, § 6, stk. 1, nr. 2, 3 og 4, litra b og 12 mánaðir av teirri í § 6, stk. 1, kravdu siglingartíðini vera fingin við handilsskipum.
Stk. 2. Har siglingartíð við ávísum sjóvinnubrævi er kravd, kann javnbjóðis tænasta við útlendskum skipum íroknast.Sjóvinnubrøv til brúgvayvirmenn við fiskiskipum
§ 12. Umframt tey serligu krøv fyri at fáa vinnubræv, sum nevnd eru undir hvørjum einstøkum vinnubrævi krevst at avvarðandi:
1) hevur fingið ta kravdu siglingartíðina við havfarandi fiskiskipum í dekstænastu, sum eru til støddar 20 tons ella meiri, 2) hevur heilsuváttan, sum er gild fyri ta tænastu, sum sjóvinnubrævið gevur rætt til, 3) hevur staðið góðkenda sjónar- og hoyrnaroynd, 4) er myndugur og ikki undir verjumáli og 5) hevur staðið ta próvtøku ella roynd, sum krevst fyri at fáa tað ávísa vinnubrævið í seinasta lagi 5 ár undan tí degi, at vinnubrævið verður útskrivað soleiðis:
Dugnaskaparbræv í sigling við fiskiskipum
Dugnaskaparroynd í sigling
Stýrimaður á 4. stigi við fiskiskipum
Heimaskiparaprógv
Stýrimaður á 3. stigi við fiskiskipum
Skiparaprógv
§ 13. Fyri at fáa dugnaskaparbræv í sigling við fiskiskipum krevst, at avvarðandi:
1) hevur staðið góðkent grundskeið á sjóvinnuskúla og hevur 3 mánaða siglingartíð, ella hevur 12 mánaða siglingartíð, 2) hevur gilt avmarkað prógv sum radiopassari innan GMDSS (ROC) ella VHF-prógv, 3) er fyltur 18 ár og 4) hevur heimarætt. § 14. Fyri at fáa vinnubræv sum stýrimaður á 3. ella 4. stigi við fiskiskipum krevst, at avvarðandi:
1) hevur staðið góðkent grundskeið á sjóvinnuskúla og síðani hevur fingið 12 mánað siglingartíð, ella 2) hevur 24 mánaða siglingartíð og 3) hevur gilt avmarkað prógv sum radiopassari innan GMDSS (ROC). § 15. Fyri at fáa vinnubræv sum heimaskipari við fiskiskipum krevst, at avvarðandi:
1) hevur gilt vinnubræv sum stýrimaður á 4. stigi við fiskiskipum, 2) hevur heimarætt, 3) hevur 12 mánaða siglingartíð í starvi, har vinnubræv sum stýrimaður á 4. stigi við fiskiskipum ella dugnaskaparbræv í sigling við fiskiskipum krevst og 4) hevur gilt avmarkað prógv sum radiopassari innan GMDSS (ROC). § 16. Fyri at fáa vinnubræv sum skipari við fiskiskipum krevst, at avvarðandi:
1) hevur gilt vinnubræv sum stýrimaður á 3. stigi við fiskiskipum, 2) hevur heimarætt 3) hevur 12 mánaða siglingartíð í starvi, har vinnubræv sum stýrimaður á 3. ella 4. við fiskiskipum stigi krevst og 4) hevur gilt avmarkað prógv sum radiopassari innan GMDSS (ROC). § 17. Í ta í § 14 kravdu siglingartíð kann íroknast dekstænasta við havskipum til støddar 20 bruttotons ella meiri, hóast tey ikki eru skrásett sum fiskiskip. Tó skulu 6 mánaðir av teirri kravdu siglingartíðini vera fingin við fiskiskipum.
Sjóvinnubrøv til maskinyvirmenn
§ 18. Umframt tey serligu krøv fyri at fáa vinnubræv, sum nevnd eru undir hvørjum einstøkum vinnubrævi krevst at avvarðandi:
1) hevur fingið ta kravdu siglingartíðina í maskintænastu við fiski- ella handilshavskipum við framtøkumegi, sum er 750 kW ella meiri. Henda áseting er tó ikki galdandi fyri dugnaskaparbræv í motorpassing og vinnubræv sum motorpassari, 2) hevur heilsuváttan, sum er gild fyri ta tænastu, sum sjóvinnubrævið gevur rætt til, 3) er myndugur og ikki undir verjumáli og 4) hevur staðið ta próvtøku ella roynd, sum krevst fyri at fáa tað ávísa vinnubrævið í seinasta lagi 5 ár undan tí degi, at vinnubrævið verður útskrivað soleiðis:
Dugnaskaparbræv í motorpassing
Dugnaskaparroynd í motorpassing
Motorpassari
Motorpassaraprógv
Vakthavandi maskinmeistari
1. ársroynd til maskinmeistaraprógv
Maskinistur á 2. stigi
1. ársroynd til maskinmeistaraprógv
Maskinmeistari á 2. stigi
Maskinmeistaraprógv
§ 19. Fyri at fáa dugnaskaparbræv í motorpassing krevst, at avvarðandi hevur 6 mánaða siglingartíð við havskipum.
§ 20. Fyri at fáa vinnubræv sum motorpassari krevst, at avvarðandi hevur 12 mánaða maskintænastu við havskipum.
§ 21. Fyri at fáa vinnubræv sum vakthavandi maskinmeistari krevst, at avvarðandi:
1) hevur 6 mánaða maskintænastu, og 2) við góðkendari útbúgvingarbók kann prógva, at útbúgvingin í hesari tænastu er lokin við nøktandi úrsliti. § 22. Fyri at fáa vinnubræv sum skipsmaskinistur á 2. stigi og skipsmaskinmeistari á 2. stigi krevst, at avvarðandi:
1) hevur 12 mánaða maskintænastu, og a) annaðhvørt hevur vinnubræv sum vakthavandi maskinmeistari, ella b) við góðkendari útbúgvingarbók kann prógva, at útbúgvingin í hesari tænastu er lokin við nøktandi úrsliti. § 23. Fyri at fáa vinnubræv sum skipsmaskinistur á 1. stigi krevst, at avvarðandi:
1) hevur gilt vinnubræv sum skipsmaskinistur á 2. stigi, og 2) hevur 24 mánaða maskintænastu, harav 12 mánaðir í starvi, har vinnubræv sum skipsmaskinistur á 2. stigi krevst. § 24. Fyri at fáa vinnubræv sum skipsmaskinmeistari á 1. stigi krevst, at avvarðandi:
1) hevur gilt vinnubræv sum skipsmaskinmeistari á 2. stigi, og 2) hevur 24 mánaða maskintænastu, harav 12 mánaðir í starvi, har vinnubræv sum skipsmaskinistur á 2. stigi ella skipsmaskinmeistari á 2. stigi krevst. § 25. Fyri at fáa vinnubræv sum skipsmaskinstjóri krevst, at avvarðandi:
1) lýkur treytirnar fyri at fáa vinnubræv sum skipsmaskinmeistari á 1. stigi, og síðani 2) hevur 12 mánaða tænastu sum 1. maskinmeistari, har vinnubræv sum skipsmaskinmeistari á 1. ella 2. stigi krevst. § 26. Sjóvinnufyrisitingin kann loyva, at maskintænasta við skipum, sum ikki eru handils- ella fiskiskip partvís verður roknað upp í ta kravdu maskintænastuna.
§ 27. Sjóvinnubrøv útgivin sambært §§ 18-25 geva rætt til at inna tænastu við motorskipum. Sjóvinnubrøv, sum eru grundaði á maskinmeistaraprógv kunnu áritast um at tey eisini veita rættindi til at starvast við dampskipum um so er, at viðkomandi hevur í minsta lagi 3 mánaða maskintænastu við dampskipum.
Sjóvinnubrøv til radiopassarar
§ 28. Fyri at fáa vinnubræv sum radiopassari krevst, at avvarðandi:
1) hevur staðið góðkent trygdarskeið, 2) hevur heilsuváttan, sum er gild fyri ta tænastu, sum sjóvinnubrævið gevur rætt til og 3) hevur alment prógv sum radiopassari innan GMDSS (GOC) ella avmarkað prógv sum radiopassari innan GMDSS (ROC), útgivið sambært kunngerð um prógv fyri at passa radioútgerð umborð á skipum. Sjóvinnubrøv til skipskokkar
§ 29. Fyri at fáa vinnubræv sum skipskokkur krevst, at avvarðandi:
1) hevur staðið góðkent trygdarskeið, 2) hevur heilsuváttan, sum er gild fyri ta tænastu, sum sjóvinnubrævið gevur rætt til og 3) hevur staðið góðkent kokkaskeið, ella 4) hevur staðið sveinaroynd í kokkayrkinum ella aðra samsvarandi útbúgving. Trygdarskeið fyri sjófólk við fiskiskipum og handilsskipum
§ 30. Ein og hvør, sum hevur skipstænastu við fiskiskipum ella handilsskipum, íroknað ferðamannaskipum, skal hava staðið góðkent trygdarskeið fyri sjófólk.
Stk. 2. Prógv fyri staðið trygdarskeið er galdandi í 5 ár. Eftir hetta skal avvarðandi taka endurbúgvingarskeið fyri framhaldandi at kunna vera í skipstænastu. Prógv fyri staðið góðkent trygdarskeið áðrenn 1. oktober 1997 hevur tó gildi fram til 1. oktober 2002.Prógv í nýtslu av bjargingarútgerð
§ 31. Fyri at fáa prógv í nýtslu av bjargingarflakum og -bátum, undantikið skjóttsiglandi bjargingarbátum, krevst at avvarðandi:
1) í seinata lagi 5 ár undan tí degi, at prógvið verður útskrivað við nøktandi úrsliti, hevur lokið eina góðkenda útbúgving í nýtslu av bjargingarflakum og -bátum, undantikið skjóttsiglandi bjargingarbátum, 2) hevur heilsuváttan, sum er gild fyri ta tænastu, sum prógvið gevur rætt til, 3) er fyltur 18 ár og 4) hevur 6 mánaða siglingartíð við havfarandi skipum, til støddar 20 bruttotons ella meira. § 32. Fyri at fáa prógv í nýtslu av skjóttsiglandi bjargingarbátum, krevst at avvarðandi
1) hevur heilsuváttan, sum er gild fyri ta tænastu, sum prógvið gevur rætt til, 2) hevur prógv í nýtslu av bjargingarflakum og -bátum, undantikið skjóttsiglandi bjargingarbátum, og 3) seinni enn 5 ár undan tí degi, at brævið verður útskrivað við nøktandi úrsliti, hevur lokið eina góðkenda útbúgving í nýtslu av skjóttsiglandi bjargingarbátum. Almennar ásetingar
Reiðarans og skiparans ábyrgd
§ 33. Reiðarin og skiparin skulu vissa seg um, at sjófólk, ið starvast umborð, lúka øll tey útbúgvingar-, førleika- og vinnubrævakrøv, ið krevjast til tað ávísa starvið, og at frumritið av teimum kravdu prógvunum eru umborð.
Um siglingartíð til at fáa vinnubræv
§ 34. Har tað í hesari kunngerð verður kravd siglingartíð fingin í starvi, har eitt ávíst vinnubræv er kravt, kann íroknast siglingartíð, fingin í tilsvarandi starvi við útlendskum, donskum ella føroyskum skipum, líkamikið hvat heiti er á tí kravda vinnubrævinum.
Útgáva og gildi av sjóvinnubrøvum
§ 35. 2) Sjóvinnufyrisitingin skrivar út sjóvinnubrøv heruppií dugnaskaparbrøv. Tey verða útgivin í tí skapi, sum Sjóvinnufyrisitingin fyriskipar.
Stk. 2. Sjóvinnubrøv eru í gildi í 5 ár roknað frá tí degi, tey eru dagfest.
Stk. 3. Sjóvinnubræv, ið gevur rættindi við handilsskipum eftir 1. februar 2002, kann bert útskrivast, um viðkomandi lýkur tey serligu útbúgvingarkrøv, ið ásett eru í fylgiskjalinum til hesa kunngerð, og prógv sum brúgvayvirmaður bert um viðkomandi hevur prógv sum radiopassari innan GMDSS (ROC) ella GMDSS (GOC).§ 36. Tá ið kravt verður prógv staðið seinni enn 5 ár undan tí degi, at sjóvinnubrævið verður útskrivað, kann vinnubræv útskrivast, um prógv er staðið fyrr, treytað av, at viðkomandi stendur roynd ella lýkur skeið, ið Sjóvinnufyrisitingin krevur við atliti at próvári og seinni arbeiði hjá viðkomandi.
§ 37. Sjóvinnufyrisitingin kann, í serligum førum, geva loyvi til, at sjóvinnubrøv, møguliga við avmarkaðum rættindum, verða givin út, hóast tey krøv, sum ásett eru til at fáa nevndu vinnubrøv, ikki eru lokin til fulnar. Undantøk viðvíkjandi próvtøku- og siglingarkrøvum kunnu bert verða gjørd, um avvarðandi á annan hátt prógvar at hava fingið neyðuga ástøðiliga og verkliga útbúgving.
Stk. 2. Sjóvinnufyrisitingin kann, í serligum førum, loyva persóni at hava støðuga tænastu í starvi, sum ikki krevur sjóvinnubræv, hóast avvarðandi ikki lýkur tey krøv til fulnar, sum eru sett við mynstring í starvinum. Slíkt loyvi kann tó ikki verða givið, uttan at avvarðandi prógvar at hava fingið ta roynd og útbúgving, sum er neyðug til tænastu í starvinum.Endurnýggjan av sjóvinnubrøvum og sjóvinnurættindum
§ 38. Fyri at endurnýggja sjóvinnubræv og tangaskipaprógv til yvirmenn krevst, at viðkomandi hevur heilsuváttan, sum er gild fyri ta tænastu, sum prógvið gevur rætt til og skjalprógvar at hava verið í góðkendari tænastu við havfarandi skipum sum ávikavist brúgvayvirmaður, maskinyvirmaður ella radiopassari:
1) í minsta lagi í 1 ár tey seinastu 5 árini ella 2) í minsta lagi í 3 mánaðar beint áðrenn endurnýggjan av vinnubrævinum. Stk. 2. Um sjóvinnubræv ella tangaskipaprógv til yvirmenn er farið úr gildi, kann endurnýggjan gerast til persónar, ið skjalprógva:
1) at hava verið í góðkendari tænastu við havfarandi skipum í minsta lagi í 3 mánaðir beint áðrenn endurnýggjan próvsins, a) sum maskinmeistari ella brúgvayvirmaður í starvi, sum er útyvir tað kravda ella b) sum maskinmeistari í lægri starvi, enn tí, ið svarar til vinnubrævið hjá viðkomandi. 2) at hava gjørt arbeiði, við tilknýti til tað vinnubræv, ið viðkomandi hevur, og sum Sjóvinnufyrisitingin kann góðkenna sum javnsetta við ta í stk. 1, nr. 1 kravdu tænastu, 3) at hava staðið roynd so viðtøka og evnisrúma, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið ásetur við atliti at próvtøkuári, siglingartíð og seinastu mynstring hjá avvarðandi, ella 4) við nóg góðum úrsliti hevur tikið lut í einum ella fleiri góðkendum skeiðum, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur fyriskipað greiniligari.
Stk. 3. Sjóvinnufyrisitingin skrivar út neyðugt fyribils prógv til persónar, ið eru í tænastu sum nevnt í stk. 1, nr 2 og stk. 2, nr. 1, litra b.
Stk. 4. Til endurnýggjan av tangaskipaprógvi á leiðslustøði skulu 3 mánaðir av teirri í stk. 1 og 2 kravdu siglingartíðini vera fingnir við tangaskipum av tí slagi, ið prógvið gevur rættindi til, tó kann siglingartíð fingin við kemikaliutangaskipi íroknast siglingartíð við oljutangaskipi.
Stk. 5. Til endurnýggjan av sjóvinnubrævi sum radiopassari innan GMDSS (ROC) verður siglingartíð sum brúgvayvirmaður javnsett við siglingartíð sum radiopassari.Revsifyriskipan
§ 39. Brot reiðarans ella skiparans á ásetingarnar í § 33 verður sektað við bót.
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 40. 3) Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Sjóvinnufyrisitingin kann loyva, at siglingartíð fingin áðrenn hendan kunngerð er komin í gildi, og sum sambært tær undan 1. februar 1997 galdandi reglur veittu førleika til eitt av sjóvinnubrøvunum, ið henda kunngerð umtalar, framvegis veitir førleika til útgávu av slíkum vinnubrævi.
Stk. 3. 2) 4) 5) Sjófólk, ið eru ella áður hava verið við fiskiskipum, og sum hava siglt í 1 ár ella meira síðani 1. oktober 1995 og fram til tann dag hendan kunngerð fær gildi, skulu í seinasta lagi 1. juli 2004 hava staðið góðkent trygdarskeið.
Stk. 4. Ásetingarnar í §§ 6, 21 og 22 um nýtslu av góðkendari útbúgvingarbók er bert galdandi fyri persónar, ið byrjaðu eina sjóvinnuútbúgving eftir 1. august 1998.
Stk. 5. Útlendsk sjóvinnubrøv til brúgvayvirmenn, maskinyvirmenn, radiopassara ella tangaskipaprógv, ið útgivin eru sambært STCW-sáttmálanum, verða mett gildug til tænastu umborð á føroyskum skipum fram til 1. februar 2002 uttan eina STCW-átekning frá Sjóvinnufyrisitingini, tá viðkomandi sjóvinnuútbúgving er byrjað áðrenn 1. august 1998.
Stk. 6. Hesar kunngerðir vera settar úr gildi:
1) Kunngerð nr. 76 frá 13. apríl 1993 um kravda siglingartíð tá ið sjóvinnubrøv verða útgivin, sum broytt við kunngerð nr. 185 frá 4. november 1993. 2) Kunngerð nr. 106 frá 24. august 1994 um sjóvinnubrøv og serlig útbúgvingarkrøv. § 41. Sjóvinnufyrisitingin kann skriva út vinnubrøv til tænastu við handilsskipum ella fiskiskipum við gildi fram til 1. februar 2002 sambært teimum reglum, ið galdandi vóru áðrenn 1. februar 1997.
§ 42. 2) Gild sjóvinnubrøv, útgivin áðrenn 13. mai 1999, skulu fyri at verða verandi í gildi, verða umbýtt við sjóvinnubrøv, útgivin eftir hesi kunngerð, áðrenn 1. juli 2011.
Fylgiskjal
Dagføring av útbúgvingarkrøvum v. m. sum treyt fyri útgávu av sjóvinnubrøvum ið geva rættindi til tænastu eftir 1. februar 2002, sb. ásetingarnar í § 36, 3. stk. í kunngerðini.
Tann, ið hevur sjóvinnubræv, sum gevur rættindi til tænastu við handilsskipum, skal lúka krøvini í STCW-sáttmálanum frá 1978, ið varð munandi broyttur í 1995. Tann broytti sáttmálin varð settur í gildi altjóða tann 1. februar 1997. Tó eru ávísar skiftisreglur galdandi fram til 1. februar 2002. Á talvuni niðanfyri verða tey sjóvinnubrøv, ið eru útgivin sambært STCW-sáttmálan, soleiðis sum hann var áðrenn 1. februar 1997, nevnd 1978-vinnubrøv, meðan vinnubrøv, ið eru útgivin sambært ásetingunum í tí broytta sáttmálanum verða nevnd 1995-vinnubrøv.
1978-vinnubrøv fara úr gildi tann 1. februar 2002. Framhaldandi tænasta umborð á handilsskipum eftir henda dag er treytað av, at viðkomandi hevur eitt 1995-vinnubræv. Fyri at fáa tey 1978-vinnubrøv, ið nevnd eru í níðanfyristandandi talvu býtt um við 1995 vinnubrøv er tað ein treyt, at tey á talvuni nevndu útbúgvingarkrøv eru lokin. Sjóvinnubrøv, svarandi til tey nevndu, men við øðrum heitum ella avmarkingum, skulu lúka ásetta kravið til endurnýggjan í mun til prógv og próvtøkuár. Kravið í § 36, 3. stk. viðvíkjandi ROC skal eisini vera lokið.
Persónar við vinnubrøvum sum maskinyvirmenn verða mettir at lúka útbúgvingarkrøvini í tí broytta sáttmálanum.
Fyri fólki við í minsta lagi eitt ára tænastu sum navigatørar undanfarnu 5 árini verður radarsimulatorskeið og ARPA-simulatorskeið hildið sum eitt samansett 5-daga skeið. Fyri aðrar navigatørar varar hvørt skeiðið 4 dagar og radarsimulatorskeiðið skal takast fyrst. Sleppast kann undan at taka radarsimulatorskeið, men tá verður árit gjørt á vinnubrævið hjá viðkomandi um, at tað ikki gevur rættindi til at vera í starvi við skipum, sum eru útgjørd við ARPA.
Skeið í vandamiklum farmi varar í 3 dagar.
Áður útgivin prógv frá góðkendum skúla fyri at hava staðið nevndu skeið verða góðkend. Sjóvinnufyrisitingin kann somuleiðis góðkenna prógv frá øðrum skeiðum eftir meting í hvørjum einstøkum føri.
1978-vinnubræv (sambært STCW-sáttmálanum frá 1978)
1995-vinnubræv (sambært STCW-sáttmálanum dagf. í 1995)
Heiti á vinnubrævinum
Tænasta og avmarking samb. STCW-árit
Prógv
STCW-reglugerð
Tænasta og avmarking samb. STCW-árit
Útbúgvingarkrav til endurnýggjan
Stýrimaður á 3. stigi
Chief Mate, ships of less than 1600 GRT,
Officer in charge af a navigational watchSkiparaprógv áðrenn 1991
II/1, II/2
Chief Mate, ships of less than 3000 GRT,
Officer in charge af a navigational watchRadar-simulatorskeið ARPA-simulatorskeið ella vinnubræv avmarkað til skip uttan ARPA
Stýrimaður á 2. stigi
Chief Mate, ships of less than 1600 GRT,
Officer in charge af a navigational watchSkipsføraraprógv 1983 ella fyrr
II/1, II/2
Chief Mate, ships of less than 3000 GRT,
Officer in charge af a navigational watchARPA-simulatorskeið ella vinnubræv avmarkað til skip uttan ARPA
Stýrimaður á 1. stigi
Chief Mate
Skipsføraraprógv 1983 ella fyrr
II/2
Chief Mate
ARPA-simulatorskeið ella vinnubræv avmarkað til skip uttan ARPA
Skipari
Master, ships of less than 1600 GRT,
Officer in charge af a navigational watchSkiparaprógv áðrenn 1991
ella stýrimansprógvII/1, II/2
Master, ships of less than 3000 GRT,
Officer in charge af a navigational watchRadar-simulatorskeið ARPA-simulatorskeið ella vinnubræv avmarkað til skip uttan ARPA
Skeið í vandamiklum farmiSkipsførari
Master
Skipsføraraprógv 1983 ella fyrr
II/2
Master
ARPA-simulatorskeið ella vinnubræv avmarkað til skip uttan ARPA
1) Broytt við kunngerð nr. 73 frá 17. mai 2000.
2) Broytt við kunngerð nr. 115 frá 7. september 2009.
3) Broytt við kunngerð nr. 29 frá 8. mars 2001.
4) Broytt við kunngerð nr. 151 frá 17. desember 2001.
5) Broytt við kunngerð nr. 102 frá 20. desember 2002.