KUNNGERÐ NR. 124 FRÁ 23. OKTOBER 1996 UM SJÚKRAHÚSRÁÐ, SUM SEINAST BROYTT VIÐ KUNNGERÐ NR. 74 FRÁ 12. OKTOBER 1998.

Kunngerð nr. 124 frá 23.10.1996

   Við heimild í § 3, stk.2 í løgtingslóg nr. 89 frá 4. juni 1996 um Sjúkrahúsverk Føroya verður fyrisett:

   § 1. Fyri hvørt av sjúkrahúsunum velur landsstýrismaðurin í heilsumálum eitt sjúkrahúsráð, sum er ráðgevandi fyri landsstýrismannin í málum viðvíkjandi sjúkrahúsinum.
   Stk.2. 1) Almanna- og heilsumálastýrið er skrivstova hjá ráðunum og veitir teimum harvið eisini skrivara.

   § 2. Høvuðsuppgávan hjá sjúkrahúsráðunum er at viðgera mál av generellum og prinsipiellum týdningi fyri viðgerðina á sjúkrahúsunum.

   § 3. Sjúkrahúsráðini skulu geva landstýrismanninum í heilsumálum ráð um tey mál, sum hann leggur fyri tey.
   Stk.2. 1) Fíggjarætlan sjúkrahúsins skal verða ummæld av sjúkrahúsráðunum, áðrenn hon verður send Almanna- og heilsumálastýrinum.

   § 4. Sjúkrahúsráðini kunnu av sínum eintingum viðgera mál viðvíkjandi sjúkrahúsinum og koma við uppskotum til landsstýrismannin í heilsumálum. Somuleiðis kunnu sjúkrahúsráðini arbeiða saman um felags uppskot.

   § 5. 1) Landsstýrismaðurin í heilsumálum velur 5 limir í hvørt ráð, millum annað eftir uppskoti frá feløgum og áhugabólkum, sum umboða sjúklingar, ið vanliga verða viðgjørdir á sjúkrahúsunum. Harumframt velur landsstýrismaðurin 2 tiltakslimir. Hevur ein limur forfall, verður ein tiltakslimur boðsendur.
   Stk. 2. Landsstýrismaðurin velur limirnar soleiðis, at samansetingin av ráðunum er so breið sum gjørligt.
   Stk. 3. Løgtingslimir, býráðs- og bygdaráðslimir og starvsfólk innan heilsuverkið kunnu ikki verða vald í ráðini.
   Stk. 4. Sjúkrahúsráðini verða tilnevnd eftir hvørt løgtingsval. Limirnir í sjúkrahúsráðunum verða sitandi í ráðunum, til nýggir limir eru tilnevndir.

   § 6. Hvørt sjúkrahúsráð velur formann og næstformann sínámillum. Sjúkrahúsráðini áseta sína egnu fundarskipan.
   Stk. 2. Sjúkrahúsráðini halda fund minst 4 ferðir um árið. Førd verður gerðabók, yvir tær á fundunum gjørdu tilráðingar. Gerðabókin verður undirskrivað av teimum limum, sum vóru á fundi.
   Stk. 3. Sjúkrahúsráðini halda felagsfund minst eina ferð um árið. Harafturat kann eitt sjúkrahúsráð krevja, at felagsfundur verður. Førd verður gerðabók yvir tær á fundinum gjørdu tilráðingar. Gerðabókin verður undirskrivað av teimum limum, sum vóru á fundi.
   Stk. 4. 1) Avrit av gerðabókunum verður send Almanna- og heilsumálastýrinum.

   § 7. 2) Fundarsamsýningar, ferðaútreiðslur og dag- og tímapeningur til sjúkrahúsráðini verður goldin eftir vanligum reglum, galdandi fyri tænastumenn.

   § 8. Limirnir í sjúkrahúsráðunum hava tagnarskyldu eftir reglunum í borgarligu revsilógini.

   § 9. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 


1) Broytt við kunngerð nr. 74 frá 12. oktober 1998

2) Broytt við kunngerð nr. 27 frá 25. mars 1997.

 

 

 

Evnisskipað valmynd Stavraðað valmynd Tíðarskipað valmynd