KUNNGERÐ NR. 123 FRÁ 23. OKTOBER 1996 UM TRÝSTÍLØT OG RØRSKIPAN UNDIR TRÝSTI.
Kunngerð nr. 123 frá 23.10.1996 '); document.writeln(''); } //-->
Við heimild í § 17, stk. 1, samanber § 17, stk. 3, í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 við seinni broytingum verður fyrisett:
§ 1. Reglurnar í fylgjandi donsku kunngerðum fyri trýstíløt og rørskipan undir trýsti verða galdandi fyri Føroyar:
1. "Arbejdstilsynets bekendtgørelse nr. 746 af 26. november 1987 om trykbeholdere og rørsystemer under tryk" sum broytt við "bekendtgørelse nr. 628 af 7. september 1990" og "bekendtgørelse nr. 562 af 24. juni 1994". 2. "Bekendtgørelse nr. 565 af 24. juni 1994 om simple trykbeholdere."
Stk. 2. Tær heimildir, sum aðrir myndugleikar hava eftir hesi kunngerð, fær Arbeiðseftirlitið og landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum.
Stk. 3. Eintøk av donsku kunngerðunum við fylgiskjølum fáast frá Arbeiðseftilitinum.§ 2. Brot á hesa kunngerð og ta kunngerð, sum við hesum verður sett í gildi, verða sektað eftir § 41 í lógini.
§ 3. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 110 frá 29. oktober 1982 um elevatorar, dampketlar, trýstíløt og nýtslu av asbesti.