KUNNGERÐ NR. 105 FRÁ 17. JUNI 1996 UM PH.D.-LESTUR Á FRÓÐSKAPARSETRI FØROYA.

Kunngerð nr. 105 frá 17.06.1996

   Við heimild í § 1, stk. 2 í løgtingslóg nr. 65 frá 21. mai 1987 um Fróðskaparsetur Føroya, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 84 frá 13. juni 1995 hevur landsstýrið fyrisett:

   § 1. Fróðskaparsetur Føroya verður heimilað at geva heitið philosophiae doctor, stytt Ph.D., í rannsóknargreinum, sum verða granskaðar á stovninum.

   § 2. Ph.D.-heitið verður latið sum viðurkenning av, at tann, ið fær heitið, nøktandi hevur avrikað granskaraútbúgving og við eini ritgerð, sum er vard alment, hevur skjalprógvað, at vera førur fyri at gjøgnumføra vísindaligar rannsóknir við sjálvstøðugt at nýta háttaløg í vísindagreinini og á tann hátt hevur latið eitt íkast til gransking á einum stigi, sum samsvarar við altjóða Ph.D.-støðið í vísindagreinini.
   Stk. 2. Fleiri kunnu ikki lata inn Ph.D.-ritgerð til próvdømingar í felag.
   Stk. 3. Fróðskaparsetrið kann loyva, at ritgerð, ið byggir á útgivnar greinir, kann verða latin inn sum Ph.D.-ritgerð. Eru partar av útgivnu greinunum skrivaðir saman við øðrum, skulu medrithøvundarnir hvør sær skrivliga siga frá partinum hjá Ph.D.-studentinum í arbeiðinum.

   § 3. Fróðskaparsetrið skal tryggja, at neyðugu umstøðurnar eru í lagi, fyri at Ph.D.-studenturin kann fullføra námið eftir § 4.
   Stk. 2. Upptøka er treytað av, at Fróðskaparsetrið tilnevnir ein ábyrgdarlærara, ið er í føstum starvi á Fróðskaparsetri Føroya at leiðbeina Ph.D.-studentin og at hava høvuðsábyrgdina av øllum náminum. Harumframt kunnu onnur á Fróðskaparsetrinum og uttan fyri Fróðskaparsetrið vera hjálparleiðbeinarar hjá Ph.D.-studentinum. Leiðbeinarar skulu vera professarar ella lektarar í føstum starvi ella hava samsvarandi førleika á granskingarøki Ph.D-studentsins.

   § 4. Ph.D.-námið skal í vavi javnviga við trý ára lestrartíð eftir lokið kandidatprógv.
   Stk. 2. Í lestrartíðini skal Ph.D.-studenturin fremja ta lestrarætlan, sum er ásett fyri hann. Ph.D.-studenturin skal við góðum úrsliti fylgja undirvísing sum í nøgd samsvarar við fulla undirvísing í umleið 6 mánaðir. Ph.D.-studenturin skal, umframt at taka lut í virknum granskingarumhvørvi á Fróðskaparsetri Føroya, eisini vistast í eina tíð á øðrum granskingarstovni ella universiteti. Haraftrat skal Ph.D.-studenturin fáa sær undirvísingarroyndir ella royna seg við øðrum vísindaligum kunningaruppgávum. Í lestrartíðina er íroknað tíðin, sum Ph.D.-studentinum nýtist til at útinna sjálvstøðugt granskingararbeiði og til at skriva eina Ph.D.-ritgerð. Avgerð, um Ph.D.-heitið verður latið, skal takast skjótast gjørligt, eftir at ritgerðin er latin inn til próvdømingar.

   § 5. Fróðskaparsetur Føroya kann játta at taka ímóti Ph.D.-ritgerð til próvdømingar, hóast Ph.D.-studenturin ikki hevur verið innskrivaður ella bert í styttri tíð hevur verið innskrivaður Ph.D.-studentur á Fróðskaparsetrinum. Tá ið soleiðis ber á, skal høvundurin á annan hátt hava ognað sær tann kunnleika, sum samsvarar við §§ 2 og 4.

   § 6. Hvørja lestrarhálvu skal støða takast til, um granskingarútbúgving Ph.D-studentsins fer fram á hóskandi hátt. Ger hon ikki tað, fær Ph.D.-studenturin - bara eina ferð - í boði at bøta lesturin. Tekur studenturin ikki av, er hann ikki innskrivaður longur. Tekur studenturin av at vinna tað mista innaftur, skal hann gera tað innan 3 mánaðir. Er úrslitið eftir teir 3 mánaðirnar ikki nóg gott, endar innskrivingin. Tó kann Ph.D.-studenturin biðja um, at endaliga avgerðin í málinum verður tikin í setursráðnum. Tá ið gongdin í lestrinum verður mett, eigur fyrilit at verða havt fyri skjalprógvaðari sjúku og barnsburðum.
   Stk. 2. Lýkur Ph.D.-studenturin ikki treytirnar fyri Ph.D.-lestri á Fróðskaparsetri Føroya, ella treytir, sum eru avráddar í sambandi við granskingartilhald og granskingarætlan á øðrum stovnum, sbr. § 7, endar innskrivingin, um talan er um so grov misbrot, at átala og ávaring ikki verða hildin at vera nóg mikið.

   § 7. Fróðskaparsetrið kann gera avtalur við aðrar granskingarstovnar í Føroyum og uttanlands um leiðbeining og granskingarskeið, sum Ph.D.-studenturin skal fylgja.

   § 8. Tá ið Ph.D.-ritgerðin er latin inn, og leiðbeinarin, sum hevur havt ábyrgdina av lestrinum, sbr. § 3, stk. 3, hevur latið inn eina frágreiðing um, at gongdin í lestrinum hevur verið nóg dygg, tilnevnir setursráðið eftir tilmæli frá megindeildarráðnum og høvuðsleiðbeinara eina próvnevnd við trimum limum. Próvdómarar skulu vera professarar ella lektarar í føstum starvi ella fólk við samsvarandi førleika á granskingarøki Ph.D.-studentsins. Í minsta lagi tveir teirra skulu vera av øðrum universiteti ella granskingarstovni innan granskingarøki Ph.D.-studentsins. Leiðbeinarar hjá Ph.D.-studentinum kunnu ikki vera próvdómarar, men taka lut í arbeiðinum uttan atkvøðurætt. Ph.D.-studenturin skal hava at vita, hvør situr í próvnevndini og hava høvi til at mæla ímóti samansetingini innan 8 gerandisdagar eftir, at hann hevur fingið manningina at vita.
   Stk. 2. Próvnevndin ger tilmæli, sum sigur, um Ph.D.-studenturin við ritgerð síni, sum er vard alment, skjalprógvar, at hann lýkur treytirnar í § 2, stk. 1. Próvnevndin kann loyva, at ritgerðin verður broytt ella skoytt verður uppí hana undan verjuni.

   § 9. Fróðskaparsetrið ásetir, nær og hvar almenna verjan skal fara fram og skal síggja til, at áhugað fáa kunnað seg við ritgerðina undan verjuni.
   Stk. 2. Ph.D.-studenturin skal hava høvi til at greiða frá arbeiði sínum. Síðani hoyrir próvnevndin Ph.D.-studentin. Fyriskiparin av verjuni kann lata onnur fáa orðið, meðan verjan fer fram.

   § 10. Próvnevndin skal beinan vegin eftir verjuna mæla til ella frá at veita Ph.D.-heitið. Er ikki semja í próvnevndini um at mæla til at veita Ph.D.-heitið, sendir próvnevndin høvundinum eitt fyribilstilmæli at taka støðu til innan tvær vikur. Eftir hetta letur próvnevndin frá sær endaliga tilmæli sítt.
   Stk. 2. Ph.D.-heitið skal latast, um ein samd próvnevnd mælir til tað, ella tveir av limunum eru fyri tí.

   § 11. Fróðskaparsetur Føroya skrivar tí, sum hevur fingið Ph.D.-heitið, próvskjal á føroyskum, donskum og enskum. Próvskjalið skal umrøða evnið, sum ritgerðin snýr seg um, og eftir reglum setursins siga frá útbúgving, herundir undirvísing, granskingartilhaldum á øðrum stovnum o.tl. í lokna náminum.

   § 12. Í heilt serligum stakføri kann rektarin eftir tilmæli frá setursráðnum góðtaka at vikið verður frá hesi kunngerð.

   § 13. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fevnir eisini um Ph. D-lesandi sum byrjaðu lesturin aftaná 1. apríl 1992.

 

 

 

Evnisskipað valmynd Stavraðað valmynd Tíðarskipað valmynd