KUNNGERÐ NR. 103 FRÁ 17. JULI 1996 UM SKEIÐ TIL HÆGRI FYRIREIKINGARPRÓVTØKU OG UM LESTRAFYRIREIKANDI STAKGREINAUNDIRVÍSING, SUM SEINAST BROYTT VIÐ KUNNGERÐ NR. 37 FRÁ 23. APRÍL 2010

Kunngerð nr. 103 frá 17.07.1996
Nr. 103 17. juli 1996

(HF-kunngerðin)

   Við heimild í § 3, stk. 2 og 3, § 5, stk. 3, § 7, stk. 1 og § 24 í løgtingslóg nr. 107 frá 29. juni 1995 hevur landsstýrið fyrisett:

Kapittul 1
Bygnaður og innihald í útbúgvingunum o.a.

   § 1. Hægri fyrireikingarpróvtøka kann takast sum ein samlað próvtøka eftir 2 ára skeiðlestur, sambært §§ 6 og 7, ella farast kann til próvtøku eftir lestrarfyrireikandi undirvísing í støkum lærugreinum. Próvtøkur í støkum lærugreinum kunnu setast saman til eina samlaða hægri fyrireikingarpróvtøku.
   Stk. 2. Tær próvtøkur, sum eru nevndar í stk. 1 kunnu takast av sjálvlesandi, sum innskriva seg til próvtøku, uttan at tey frammanundan, heilt ella partvíst, hava fylgt undirvísingini á einum skeiði í avvarðandi lærugrein/um

   § 2. 1) Hesar felagslærugreinir og vallærugreinir eru til hægri fyrireikingarpróvtøku, og verða lærugreinirnar í einari 2-ára gongd (1. og 2. HF) lagdar til rættis við hesum samlaða pultstímatali:

 

FL

VL á
fl.-stigi

VL

 

 

 

 

 

 

Alisfrøði

-

-

140

 

Alisfrøði/evnafrøði

140

140

-

 

Danskt

210

-

-

 

Enskt

280

-

-

 

Evnafrøði

-

-

140

 

Evning

105 (52)

-

140

 

Filmur og sjónvarp

-

-

140

 

Fiskivinna

-

-

140

 

Fornaldarfrøði

-

-

140

 

Franskt, byrjanarmál

-

-

280

 

Føroyskt

280

-

-

 

Geografi

105

-

140

 

Heimspeki

-

-

140

 

Ítróttur

105 (52)

-

140

 

Latín

-

-

140

 

Leiklist

-

-

140

 

Lívfrøði

105

105

140

 

Religión

105

-

-

 

Russiskt, byrjanarmál

-

-

280

 

Sálarfrøði

-

-

140

 

Samfelagsfrøði

105

105

140

 

Spanskt, byrjanarmál

-

-

270

 

Stjørnufrøði

 

 

140

 

Støddfrøði

175

-

175

 

Søga

210

-

-

 

Teldufrøði

-

-

140

 

Tónleikur

105 (52)

-

140

 

Týskt, byrjanarmál

-

-

280

 

Týskt, framhaldsmál

140

140

140

 

Tøkni

-

-

140

 

Vinnulívsbúskapur

-

-

140

 


   Stk. 2. Vallærugreinir á felagslærugreinastigi: alisfrøði-evnafrøði, lívfrøði, samfelagsfrøði og týskt sum framhaldsmál eru tær somu sum felagslærugreinirnar.
   Stk. 3. Val av vallærugreinum, sum einstaki næmingurin velur um várið í 1. HF, fer fram í seinasta lagi 1. mars. Valið av vallærugrein til 2. HF er bindandi. Broyting av vallærugrein eftir 1. mars kann bert fara fram, um eingin valbólkur verður skipaður í lærugreinini, sum næmingurin hevur valt, ella um broytingin ikki ávirkar ætlan skúlans í aðrar mátar. Rektarin/skeiðsleiðarin kann í heilt serstøkum føri - eftir skrivligari umsókn frá næminginum - játta tílíkari broyting.
   Stk. 4. Um undirvísing og próvtøku í teimum einstøku lærugreinunum verður víst til ásetingarnar í kapitli 2, til fylgiskjølini í hesari kunngerð og til kunngerð um studentspróvtøku og hægri fyrireikingarpróvtøku..
   Stk. 5. Ein normalsíða av teksti (prosa) fevnir um 1300 bókstavir, og ein normalsíða av skaldskapi í bundnum máli fevnir um 30 reglur.
   Stk. 6. Mentamálastýrið kann senda út leiðbeiningar um undirvísingina í teimum einstøku lærugreinunum.
   Stk 7. Skúlaárið hjá næmingurum er 199 dagar, íroknað próvtøkutíðarskeiðið."

   § 3. Undirvísing og próvtøkur í lærugreinum á studentaskúlastigi kunnu bjóðast sambært reglunum í kapitli 5 - 7 í kunngerð um studentaskúla og stakgreinalestur á studentaskúlastigi (studentaskúlakunngerðina), smbr. tó § 10.

   § 4. Ein samlað hægri fyrireikingarpróvtøka fevnir um felagslærugreinirnar, smbr. tó stk. 2 - 6, tvær vallærugreinir, smbr. tó stk. 3 og 4, umframt høvuðsuppgávuna, smbr. § 18.
   Stk. 2. Ein samlað hægri fyrireikingarpróvtøka fevnir um týskt sum framhaldsmál ella eitt av málunum franskt, russiskt, spanskt ella týskt sum byrjanarmál. Fyri at fylgja undirvísingini í týskum sum framhaldsmáli skal næmingurin hava havt í minsta lagi 2 ára undirvísing í týskum á einum støði, ið leiðir fram til fráfaringarroynd fólkaskúlans, ella á annan hátt fingið samsvarandi kunnleika.
   Stk. 3. Næmingar, sum ikki hava neyðugan kunnleika fyri at velja týskt sum framhaldsmál, skulu velja millum franskt, russiskt, spanskt ella týskt sum byrjanarmál. Í hesum føri telur byrjanarmálið ikki við sum ein av teimum kravdum vallærugreinum. Um næmingur umframt eitt av byrjanarmálunum velur týskt sum framhaldsmál, telur týskt sum framhaldsmál sum ein av teimum kravdu vallærugreinunum.
   Stk. 4. Ein samlað hægri fyrireikingarpróvtøka fevnir um 2 av felagslærugreinunum alisfrøði-evnafrøði, lívfrøði og samfelagsfrøði. Tann triðja lærugreinin kann veljast sum vallærugrein á felagslærugreinastigi og telur tá sum ein av teimum kravdu vallærugreinunum, smbr. stk. 1.
   Stk. 5. Til eina samlaða hægri fyrireikingarpróvtøku verður undirvíst í í minsta lagi einari av felagslærugreinunum evning, ítrótti ella tónleiki. Skúlin kann bjóða næmingunum undirvísing í einari av hesum lærugreinum um heystið og í aðrari um várið, ella í somu lærugrein alt árið. Skúlarnir gera sjálvir av, hvussu teir leggja skipanina til rættis. Farið verður ikki til próvtøku í hesum lærugreinum.
   Stk. 6. Til eina samlaða hægri fyrireikingarpróvtøku, sum er løgd øðrvísi til rættis enn á einum 2-ára skeiðlestri, kunnu vallærugreinirnar evning, ítróttur ella tónleikur takast í staðin fyri felagslærugreinirnar evning, ítrótt ella tónleik. Næmingurin skal hava veruliga fakligan førleika fyri at kunna velja eina av hesum lærugreinum á henda hátt. Próvtalið, sum fæst til próvtøkuna í valdu lærugreinini, telur við í samlaðu próvtøkuni, men próvtøkan í lærugreinini skal ikki roknast sum ein av teimum kravdu vallærugreinunum.

   § 5. Fyri at næmingur kann fylgja undirvísingini á einum stigi í einari lærugrein krevst, at hann hevur verið til próvtøku í lærugreinini á lægri stigi, um lægri stig finst, smbr. tó § 9, stk. 2. Rektarin/skeiðleiðarin kann tó víkja frá hesari áseting, um hildið verður, at veruligi fakligi førleiki næmingsins er nóg hollur. Til eina samlaða hægri fyrireikingarpróvtøku verður altíð farið til próvtøku í støddfrøði sum felagslærugrein, uttan so at støddfrøði á hástigi er partur av HF-próvtøkuni. Fyri næmingar, ið hava valt alisfrøði-evnafrøði sum felagslærugrein sambært § 6, stk. 5, kann bert víkjast frá kravinum um próvtøku, um bæði alisfrøði og evnafrøði sum vallærugreinir eru partur av samlaðu próvtøkuni.
   Stk. 2. Til eina samlaða hægri fyrireikingarpróvtøku kann í staðin fyri HF-lærugreinir undirvísing og próvtøka fara fram í samsvarandi lærugrein/um á hægsta gymnasiala stigi sambært reglunum í studentaskúlakunngerðini kapitli 5 og 6, smbr. tó § 10. Í einum 2 ára skeiðlestri kann tó bert ein lærugrein á hægsta gymnasiala stigi vera partur av samlaðu próvtøkuni. Skúlafyrisitingin kann tó í heilt serligum føri loyva, at tvær lærugreinir á hægsta gymnasiala stigi verða partur av einum 2 ára skeiðlestri.

Kapittul 2
Undirvísingin

Serligar ásetingar fyri 2-ára skeiðið

   § 6. 1) Einstaki næmingurin kann lata undirvísing, sum er skipað øðrvísi á samsvarandi ella hægri gymnasialum stigi, vera part av einum 2-ára skeiðlestri, um undirvísingin í avvarðandi lærugrein/um ikki verður skipað á skeiðnum. Hesir næmingar fara altíð til próvtøku í avvarðandi lærugrein/um.
   Stk. 2. Rektarin/skeiðleiðarin kann loyva, at stakgreinalesandi verða tikin inn til undirvísing í flokkum/valbólkum, ið eru partur av einum 2-ára skeiðlestri. Hesir næmingar rinda sambært reglum, sum Skúlafyrisitingin ásetur, skeiðnum, sum stílar fyri undirvísingini, eitt gjald; men aðramáta fylgja tey treytunum, sum eru galdandi fyri flokkin/valbólkin.
   Stk. 3. Allir næmingar skulu hava undirvísing í edv, smbr. fylgiskjal 31.
   Stk. 4. Undirvísingin fevnir harumframt um felagstímar, og sjálvvald undirvísing verður boðin í evning, ítrótti og tónleiki. Harumframt kunnu skipast lestrarringar og námsferðir, smbr. fylgiskjal 34.
   Stk. 5. Rektarin/skeiðleiðarin sær til, at minst møgulig avlýsing av vanligari undirvísing kemur fyri, tá ið skipað verður fyri felagstímum og námsferðum, smbr. stk. 8.
   Stk. 6. Undirvísingin í einstaka flokkinum/valbólkinum skal samskipast fyri at tryggja samanhang millum lærugreinirnar og eitt passaliga javnt býti av arbeiðsbyrðu næminganna. Samskipanin verður umrødd á lærarafundi, smbr. § 16.
   Stk. 7. Seinna skeiðsárið verður vanliga tímatalvan hjá øllum næmingunum niðurløgd eina viku, meðan næmingarnir skrivar høvuðsuppgávuna, sum er tilskilað í § 18.
   Stk. 8. 2) Rektarin sær til, at næmingarnir í teimum einstøku flokkunum/bólkunum fáa í minsta lagi 90% av tí í § 2, stk. 1 ásetta tímatalinum. Rektarin skipar fyri, hvussu skráseting av teimum ásettu pultstímunum, sum næmingarnir hava krav uppá, verður framd í skúlanum. Næmingarnir skulu hava atgongd til at síggja yvirlit yvir hildnar tímar í mun til ásetta kravið um pultstímatal.

   § 7. Rektarin/skeiðleiðarin kann loyva næmingi undan undirvísing - heilt ella partvíst - í einari lærugrein, um næmingurin hevur nóg mikið av forkunnleika til at fara til próvtøku í lærugreinini. Næmingurin fer í hesum føri til próvtøku sambært reglunum fyri sjálvlesandi.

Serligar ásetingar fyri stakgreinaundirvísing

   § 8. Fyri næmingar við serligum fakligum ella lestrarligum fortreytum kann undirvísingin í teimum einstøku lærugreinunum eftir avgerð rektarans/skeiðleiðarans leggjast til rættis við einum minni pultstímatali. Undirvísingin verður í hesum føri løgd til rættis við støði í fortreytum næminganna.
   Stk. 2. Næmingar, ið fylgja eini undirvísing, sum er løgd serliga til rættis, fara til próvtøku sambært treytunum, ið eru galdandi fyri sjálvlesandi.
   Stk. 3. Næmingunum verða boðin edv-brúkaraskeið, smbr. fylgiskjal 31. Stakgreinalesandi, sum seta saman próvtøkur í einstøkum lærugreinum til eina samlaða hægri fyrireikingarpróvtøku, verða boðin edv-brúkaraskeið. Verður einki brúkaraskeið í edv skipað á tí skeiði, har tann stakgreinalesandi fylgir undirvísingini/fer til próvtøku, kann hann/hon verða víst/ur til at fylgja edv-brúkaraskeiði á øðrum HF-skeiði.
   Stk. 4. Undirvísingin kann harumframt fevna um felagstímar, og skipast kann fyri lesturringum og námsferðum, smbr. fylgiskjal 34.
   Stk. 5. Stakgreinalesandi, ið verða tikin inn seinna árið til undirvísing í einari lærugrein, sum er løgd til rættis sum 2-ára skeiðlestur, fara vanliga til próvtøku sum sjálvlesandi. Hevur tann stakgreinalesandi innan fyri 2 tey seinastu árini gjøgnumført fyrra árið av 2 ára skeiðlestrinum í einari lærugrein og hildið treytirnar um møtiskyldu, kann rektarin/skeiðleiðarin loyva tí stakgreinalesandi til próvtøku eftir vanligum treytum

Felags ásetingar

   § 9. Í lærugreinum, sum bæði eru felagslærugreinir og vallærugreinir, byggir undirvísingin í vallærugreinunum á støðið í felagslærugreinini. Í vallærugreinunum alisfrøði og evnafrøði byggir undirvísingin á eitt fakligt støði, ið svarar til felagslærugreinina alisfrøði-evnafrøði.
   Stk. 2. Í lærugreinum, ið eru til bæði sum felagslærugreinir og vallærugreinir, støddfrøði tó undantikin, kann undirvísingin leggjast til rættis sum eitt samlað skeið, ið miðar ímóti vallærugreinastigi. Næmingar, sum fylgja tílíkari undirvísing, fara vanliga ikki til próvtøku í felagslærugreinini, smbr. § 5, stk. 1.
   Stk. 3. Verður samfelagsfrøði sum felagslærugrein og vallærugrein løgd til rættis sum eitt samlað skeið, er samlaða pultstímatalið 210, ella pultstímatalið 6 um vikuna, í einum skeiðsári.

   § 10. Lærugreinir á hægsta gymnasiala stigi kunnu leggjast til rættis sum eitt 1-ára lestrarskeið, ið byggir oman á HF-vallærugreinastig sambært reglunum um eina 1-ára skipan av lærugreinum tilskilað í kunngerðini um studentaskúlan, kapitli 5, við hesum broytingum:

málslig og støddfrøðilig deild

lívfrøði

200 pultstímar

samfelagsfrøði

170 pultstímar

tónleikur

200 pultstímar

støddfrøðilig deild

 

evnafrøði

200 pultstímar


   Stk. 2. Val av undirvísingargongd, ið førir fram til hægsta stig í lærugreinunum alisfrøði og evnafrøði, er treytað av, at næmingurin fylgir undirvísingini í støddfrøði sum vallærugrein ella hevur fakligar fyritreytir, ið samsvara við støddfrøði sum vallærugrein.

   § 11. Umsøkjarum, sum út frá einari heildarmeting eru skikkaðir til upptøku, men sum hava avmarkaðan fakligan tørv í einari ella fleiri lærugreinum, kann eitt HF-skeið bjóða innleiðsluskeið í undirvísingarumhvørvi, arbeiðsháttarlag umframt faklig støðisskeið. Vav, longd og innihald av hesum skeiðum ásetur HF-skeiðið sjálvt.
   Stk. 2. Eitt skeið kann stíla fyri verkstaðarundirvísing við tí endamáli at geva næmingunum møguleika fyri uttan fyri vanliga floks- ella bólkaundirvísing at arbeiða sjálvstøðugt ella undir leiðbeining frá lærara.

   § 12. Hvørt skeið hevur eina samlaða pulju av undirvísingartímum, kallaðir ráðleggingartímar, sum eftir avgerð rektarans/skeiðleiðarans kunnu nýtast til vegleiðing av tí einstaka ella av bólkum í fakligum táttum, m.a. fyri at styrkja munnligan og skrivligan framburðarhátt, fakligt og bókmentaligt lesihegni, umframt at stuðla næmingum, sum við upptøku hava avmarkaðan fakligan kunnleika. Harumframt kunnu ráðleggingartímarnir nýtast til innleiðandi undirvísingarskeið og verkstaðartímar, smbr. § 11. Meginparturin av ráðleggingartímunum skal vera býttur út, tá ið undirvísingin byrjar.
   Stk. 2. Støddin á puljuni verður ásett til 2 pultstímar pr. næmingaársverk um árið.
   Stk. 3. Talið á næmingaársverkum verður roknað sum samløgan av árliga pultstímatalinum í tí einstaka bólkinum faldað við talinum á næmingum í bólkinum, býtt við 925.

   § 13. Skeiðið bjóðar næmingunum, bæði í felag og sum einstaklingum, útbúgvingar- og yrkisvegleiðing, smbr. fylgiskjal 30.
   Stk. 2. Næmingum við breki verður givin stuðulsundirvísing ella annað slag av sernámsfrøðiligari hjálp eftir tørvi.

   § 14. Undirvísingin í einari lærugrein í einum flokki ella einum valbólki má ikki við lærugreina- og tímabýti býtast millum fleiri lærarar, smbr. tó stk. 2.
   Stk. 2. Í tímum við starvsvenjingum ella øðrum verkligum virksemi kann rektarin av trygdarorsøkum ella við atliti at hølisumstøðunum gera av, at ein bólkur verður býttur sundur, ella at tveir lærarar røkja undirvísingina. Um tveir lærarar røkja undirvísingina, tekur rektarin avgerð um, hvør lærari hevur ábyrgd av undirvísing og próvtøku hjá einstaka næminginum.

   § 15. Tá ið undirvísingin í einari lærugrein byrjar, skal lærarin annaðhvørt saman við næmingunum gera eina undirvísingarætlan fyri arbeiðið í heysthálvuni ella kunna næmingarnar um eina slíka ætlan. Seinni í undirvísingini skulu lærari og næmingar í felag gera ætlan fyri arbeiðið. Lærarin og næmingar tosa regluliga saman um gongdina í undirvísingini.
   Stk. 2. Lærarin leiðbeinir einstøku næmingarnar við atliti at arbeiði teirra í lærugreinini, og gevur 2 ferðir um árið næmingunum tilboð um eftirmeting av fakliga støði teirra.
   Stk. 3. Um samlestur fer fram við studentaskúlanæmingum, verða boðin HF-næmingunum ummæli og støðumet.
   Stk. 4. Á tí einstaka skeiðinum skulu í mállærugreinunum nýtast felags málfrøðiheiti.
   Stk. 5. Undirvísingin skal støðugt fevna um venjing í lestrarhátti, herundir notatteknikki, og næmingarnir skulu venjast at nýta ymiskar arbeiðshættir. Tvørfakligt samstarv er ein møguleiki.
   Stk. 6. Allar lærugreinir skulu leggja seg eftir vitvíst at menna málburðin hjá næmingunum.
   Stk. 7. Í øllum lærugreinum skulu sjónarmið takast uppí, sum kunnu styrkja næminganna tilvisku um umhvørvið.
   Stk. 8. Tekstir á fremmandamálum kunnu nýtast í undirvísingini í øllum lærugreinum.
   Stk. 9. Í øllum lærugreinum við skrivligum uppgávum á føroyskum skal arbeiðast tilvitað við málsliga búnanum, eins og tað málsliga fimi skal haldast við líka og mennast.
   Stk. 10. Í upp til 25% av kravdu skrivligu avrikunum í teimum einstøku lærugreinunum (sí fylgiskjølini 1 - 29) kunnu eftir avtalu millum lærara og avvarandi lærugreinabólk aðrir arbeiðshættir nýtast innan skrivligt arbeiði. Talan kann vera um at ritstjórna, skriva um og tilevna tekstir/uppgávur í avvarandi lærugrein.
   Stk. 11. Rektarin/skeiðleiðarin skal góðtaka umlegging av skrivliga arbeiðinum, sambært stk. 10.
   Stk. 12. Talið á uppgávum, sum eru nevndar í fylgiskjølunum 1 - 29, fevnir eisini um uppgávur til próvtøkur og uppgávur nevndar í stk. 13.
   Stk. 13. Í seinastu hálvu undan próvtøku skulu næmingarnir í lærugreinum við skrivligari próvtøku hava tilboð um at gera eina skrivliga uppgávu undir próvtøkulíknandi umstøðum.
   Stk. 14. Próvtøkupensum verður valt í samráð við næmingarnar og verður sent Skúlafyrisitingini til góðkenningar, sambært studentaskúla- og HF-próvtøkukunngerðini.

   § 16. Rektarin/skeiðleiðarin stílar í minsta lagi eina ferð hvørja hálvu fyri fundi (lærarafundi), har viðurskiftini hjá næmingunum verða umrødd. Um skeiðið hevur stakgreinaundirvísing, verða viðurskifti hjá valbólkunum ella hjá teimum einstøku næmingunum somuleiðis umrødd.
   Stk. 2. Lærarafundurin fevnir um allar lærarar skúlans, ið hava avvarðandi flokkar ella bólkar. Rektarin/skeiðleiðarin leiðir fundin. Lærararnir hava skyldu at vera við á lærarafundum.

   § 17. 1) 3) 2) Allir næmingar hava møtiskyldu, her í millum skyldu at lata kravd skrivlig avrik inn rættstundis sambært lærugreinakunngerð, at fara til allar royndir og allar próvtøkur á avvarðandi floksstigi, umframt skyldu til virknir at luttaka í undirvísingini. Næmingur, sum av aðrari orsøk enn sjúku ikki møtir til allar royndir og próvtøkur, kann ikki flytast upp í næsta flokk.
   Stk. 2. Næmingur, sum ikki gjøgnum skúlaárið hevur latið alt skrivligt avrik inn, ið er partur av próvtøkupensum, og fingið skrivliga avrikið rættað í seinasta lagi 7 dagar undan fyrsta skrivliga próvtøkudegi, sleppur ikki til próvtøku.
   Stk. 3. Rektarin sær til, at næmingarnir verða kunnaðir um møtiskylduna, sbrt. stk. 1, og um avleiðingarnar, um møtiskyldan ikki verður hildin.
   Stk. 4. Rektarin hevur ábyrgdina av, at fráveran, líka mikið av hvørjum slagi hon er, sbr. tó Sjúkraundirvísingarkunngerðina, verður skrásett minst 8 ferðir í skúlaárinum og gjørd upp, og at mannagongd hesum viðvíkjandi eru øllum næmingum og starvsfólkum á skúlanum kunnug. Vantandi innlating av skrivligum avrikum verður skrásett og viðgjørd sum onnur frávera. Einstaki næmingurin skal hava møguleika at eftirkanna sína fráveru. Fráveruuppgerðin hjá einstaka næminginum er galdandi fyri eitt skúlaár í senn.
   Stk. 5. 2) Um fráveran í einari lærugrein fer upp um 15% av ásetta pultstímatalinum (tímum, sum eiga at vera lisnir fram til hvønn uppgerðardag) ella av kravdum skrivligum avrikum í einari lærugrein, ella upp um 10% av ásetta pultstímatalinum (tímum, sum eiga at vera lisnir fram til hvønn uppgerðardag) til samans í øllum lærugreinunum, fær næmingurin fyrru ávaring. Fyrsta fráveruuppgerðin fer fram beint undan heystfrítíðini. Skúlin ger skipan fyri, hvussu skjalprógvast kann, at næmingurin skrivliga ella í talgildari fráboðan hevur fingið ávaringina. Um næmingurin er undir 18 ár, fær foreldramyndugleikin skrivliga ella talgilda fráboðan um ávaringina.
   Stk. 6. 2) Um næmingurin við eini seinni uppgerð ikki hevur tikið ávaringina sbrt. stk. 5 til eftirtektar, fær næmingurin seinnu ávaring. Skúlin ger skipan fyri, hvussu skjalprógvast kann, at næmingurin hevur fingið ávaringina. Um næmingurin er undir 18 ár, fær foreldramyndugleikin skrivliga ella talgilda fráboðan um ávaringina. Næmingurin fær bert tvær ávaringar. Um næmingurin við eftirfylgjandi fráveruuppgerð framhaldandi ikki hevur tikið ávaringarnar til eftirtektar, so fráveran framvegis er meiri enn 15% av ásetta pultstímatalinum (tímum, sum eiga at vera lisnir fram til hvønn uppgerðardag) ella av kravdum skrivligum avrikum í einari lærugrein, ella meiri enn 10% av ásetta pultstímatalinum (tímum, sum eiga at vera lisnir fram til hvønn uppgerðardag) til samans í øllum lærugreinum, verður næmingurin burturvístur frá útbúgvingini. Hann kann tó fara til próvtøku sum sjálvlesandi sambært galdandi reglum.
   Stk. 7. 2) Stakgreinalesandi eru eisini fevnd av ásetingunum í hesi grein um møtiskyldu.
   Stk. 8. 2) Rektarin kann í heilt serligum føri loyva næmingi, ið hevur verið fyri álvarsligum lívstilburði at fara til próvtøku eftir vanligum treytum, hóast ásetingarnar í stk. 5 og 6. Mentamálaráðið skal hava fráboðan.

   § 17 a. Næmingarnir skulu fylgja skilhaldsreglum skúlans. Rektarin sær til, at næmingarnir við skúlaársbyrjan verða kunnaðir um reglurnar og um avleiðingarnar, um reglurnar ikki verða fylgdar.
   Stk. 2. Rektarin kann burturvísa næmingi úr skúlanum, um næmingur groft brýtur skilhaldsreglur skúlans. Næmingur, sum verður burturvístur, kann fara til próvtøku sum sjálvlesandi sambært galdandi reglum.

   § 18. Sum partur av einari samlaðari hægri fyrireikingarpróvtøku verður skrivað ein høvuðsuppgáva, smbr. fylgiskjal 32.

Serligar reglur fyri ávís lesandi, sum fara til próvtøku sum sjálvlesandi

   § 19. 3) 2) Sjálvlesandi, sambært § 1, stk. 2, verður boðin útbúgvingar- og yrkisvegleiðing.
   Stk. 2. 3) 2) Sjálvlesandi, sambært § 1, stk. 2, umframt næmingum, sum sambært § 7 skriva seg inn til próvtøku sum sjálvlesandi, verður boðin faklig vegleiðing. Vegleiðingin snýr seg um próvtøkuuppgevingar, og hon verður givin einstaklingum ella bólkum. Vegleiðingin svarar í vavi til ein pultstíma í hvørjari lærugrein. Viðvíkjandi innskriving til próvtøku verður víst til próvtøkukunngerðina.
   Stk. 3. 2) Í minsta lagi eina ferð um árið verður hildið starvsstovuskeið fyri sjálvlesandi í felagslærugreinunum alisfrøði-evnafrøði og lívfrøði, í vallærugreinini ítrótti umframt í vallærugreinunum og hástigslærugreinum: alisfrøði, evnafrøði og lívfrøði. Starvsstovuskeiðini fevna um tær kravdu, verkligu royndirnar í teimum nevndu lærugreinunum. Ein fortreyt fyri, at ein sjálvlesandi kann skriva seg inn til próvtøku, er, at hann/hon hevur lokið eitt starvsstovuskeið í avvarðandi lærugrein ella á annan hátt, t.d. við at hava luttikið í vanligari undirvísing, hevur framt tær kravdu, verkligu royndir og kann skjalprógva hetta. Smbr. annars fylgiskjal 33.

Kapittul 3
Stovnan av undirvísing

   § 20. Landsstýrið tryggjar skeiðsrúmd til 2-ára HF-undirvísing, soleiðis at allir umsøkjarar, sum lúka upptøkutreytirnar, kunnu takast inn.
   Stk. 2. Fyri 2-ára HF-skeiðini tekur Skúlafyrisitingin avgerð um samlaða pultstímatalið til undirvísing sambært §§ 4 og 6. Pultstímatalið um vikuna er tó í minsta lagi 52 + 1,10 x talið á fulltíðarnæmingum á 2-ára skeiðnum.
   Stk. 3. Skyldan at halda starvsstovuskeið fyri sjálvlesandi, sambært § 19, stk. 3, verður framd í samstarvi millum HF-skeiðini.
   Stk. 4. Rektarin/skeiðleiðarin ásetur lærugreinatilboðið á HF-skeiðunum eftir tilmæli frá lærararáðnum.
   Stk. 5. HF-skeiðini kunnu bjóða út stakgreinaundirvísing í lærugreinum, sambært § 2, um Skúlafyrisitingin frammanundan hevur góðtikið ætlanina.

   § 21. Rektarin/skeiðleiðarin tekur avgerð um stovnan av valbólkum við atliti at skeiðsrúmd og lærugreinatilboðum á skeiðinum, soleiðis at ynskini hjá umsøkjarunum verða gingin á møti sum frægast.

Kapitul 4
Aðrar ásetingar

   § 22. Skúlafyrisitingin góðkennir árligu ætlanirnar fyri tíma- og lærugreinabýtið fyri undirvísingina á 2-ára HF-skeiðunum.

   § 23. Næmingur kann kæra avgerð rektarans sambært hesi kunngerð, herundir avgerð um burturvísing ella onnur agatiltøk til Skúlafyrisitingina innan 5 dagar aftaná, at næmingurin er kunnaður um avgerðina.
   Stk. 2. Um næmingurin ikki er myndigur, kann kæran sendast av tí, sum hevur foreldramyndugleikan.
   Stk. 3. Kæran verður send skrivliga til rektaran, sum sendir hana víðari til Skúlafyrisitingina saman við egnum ummæli í málinum. Áðrenn málið verður sent Skúlafyrisitingini, skal rektarin geva tí, ið kærir, møguleika fyri innan eina viku at gera viðmerkingar til ummælið. Møguligar viðmerkingar skulu eisini sendast Skúlafyrisitingini.
   Stk. 4. Skúlafyrisitingin ger av, um avgerð rektarans skal standa við, ella um avgerðin skal broytast til frama fyri tann, ið kært hevur.
   Stk. 5. Avgerðin hjá Skúlafyrisitingini kann ikki kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika.

   § 24. Landsstýrið kann góðkenna frávík frá ásetingunum í hesi kunngerð, um tey eru partar av námsfrøðiligum menningararbeiði ella um frávíkini annars eru partar av einari skipaðari ætlan. Ein fortreyt fyri hesum er, at møguleikarnir at nýta próvtøkurna í framhaldandi útbúgving ikki verða skerdir.

   § 25. Skúlafyrisitingin kann lata fíggjarligan stuðul til námsfrøðiligt menningararbeiði og til eftirútbúgving av lærarum og øðrum starvsfólkum.

   § 26. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir at hon er kunngjørd; tó fevnir kunngerðin eisini um HF-lesandi, sum byrjaðu í 1. HF-flokki eftir 1. august 1995

HF-skipanin

Lærugreinayvirlit

1.

Alisfrøði

AL

2.

Alisfrøði-evnafrøði

AE

3.

Danskt

DA

4.

Enskt

EN

5.

Evnafrøði

EF

6.

Evning

EV

7.

Films- og sjónvarpskunnleiki

FS

8.

Fiskivinna

FI

9.

Fornaldarfrøði

FF

10.

Franskt

FR

11.

Føroyskt

12.

Geografi

GE

13.

Heimspeki

HE

14.

Ítróttur

ÍT

15.

Latín

LA

16.

Leiklist

LE

17.

Lívfrøði

18.

Religión

RE

19.

Russiskt

RU

20.

Samfelagsfrøði

SF

21.

Sálarfrøði

22.

Spanskt

SP

23.

Støddfrøði

ST

24.

Søga

25.

Teldufrøði

TF

26.

Tónleikur

27.

Týskt

28.

Tøkni

29.

Vinnulívsbúskapur

VI

30.

Útbúgvingar- og yrkisvegleiðing

 

31.

EDV

 

32.

Høvuðsuppgávan

 

33.

Starvsstovuskeið

 

34.

Námsferðir

 

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 1

Juli 1996

Alisfrøði

Vallærugrein

Endamálið

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir fáa ein lykil at skilja heimin, og at teir fáa kunnleika til náttúruvísindaligu heimsmyndina,
b)at næmingarnir fáa innlit í alisfrøðiligar meginreglur og arbeiðslag, sum eru grundarlag undir tøknifrøðini í okkara tíð, og
c)at næmingarnir verða kunnugir við alisfrøðiligar hugsanarhættir og arbeiðshættir.

Undirvísingin

2.1 Undirvísingin skal tryggja, at næmingarnir fáa skil á høvuðsøkjunum í klassiskari og nýggjari alisfrøði. Næmingarnir skulu eisini læra at leggja til rættis og at gera alisfrøðiligar mátingar. Teir skulu duga høvuðssevnini so væl, at teir vera førir fyri at meta um bæði kendar og ókendar spurningar og at gera útrokningar í hesum sambandi. Teir skulu vera førir fyri at meta um og viðgera upplýsingar um tøkniligar og náttúruvísindaligar spurningar, sum hava týdning fyri umhvørvi, tøkni ella samfelagslív sum heild. Næmingarnir skulu vera førir fyri at orða seg bæði munnliga og skrivliga um alisfrøðiligar spurningar.
2.2 Undirvísingin skal leggjast soleiðis til rættis, at næmingarnir støðugt
-fáa skil fyri, at fyribrigdi í umheiminum kunnu skiljast á alisfrøðiligum grundarlagi.
-fáa kunnleika til ítøkilig dømi um, hvussu alisfrøðilig úrslit og arbeiðslag verða nýtt í tøknifrøði.
-fáa kunnleika til partar av alisfrøðisøguni og fáa varhuga av alisfrøðini sum sannkenningarhátti.

Partar av undirvísingini kunnu leggjast soleiðis til rættis, at ávíst evni (tema) verður lýst í síni heild.

2.3 Stórur dentur skal leggjast á alisfrøðiligar royndir og tað at máta. Royndir, sum næmingarnir sjálvir gera og skriva royndarfrágreiðing um, skulu fevna um einar 25 pultstímar. Næmingarnir skriva 9 royndarfrágreiðingar hvør á 3 - 7 síður (fylgiskjøl ikki íroknað). Harumframt verður mælt til at gera eina størri roynd (6-8 tímar), har næmingar í felag skriva royndarfrágreiðing, sum í arbeiðsbyrði íalt svarar til eina frágreiðing fyri hvønn næming. Verður eingin størri roynd gjørd, skriva næmingarnir í staðin íalt 2 vanligar royndarfrágreiðingar eyka hvør.

2.4 Arbeiðið við alisfrøðini fevnir eisini um uppgávurokning, bæði í tímunum og sum sjálvstøðugt næmingaavrik. Næmingarnir lata inn 15 uppgávurøð. Hvørt rað er í arbeiðsbyrði 40-60% av einum próvtøkuraði í alisfrøði á hástigi.

2.5 Undirvísingin verður løgd til rættis við atliti at lærugreinini alisfrøði-evnafrøði sum vallærugrein. Somuleiðis verður undirvísingin løgd til rættis við atliti at øðrum lærugreinum. Edv er partur av undirvísingini, t.d. við at nýta amboðs-, venjingar- og samlátforrit. Í sambandi við arbeiðið við royndum kann edv verða nýtt sum amboð, tá ið tað snýr seg um at fáa til vega mátingar og samlát, eins og til stýring og eftirlit.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Høvuðsevnini eru:
1)Mekanikkur.
Rørsla eftir beinari linju við javnari ferð. Rørsla eftir beinari linju við javnari akseleratión. Kraft, arbeiði og effekt. Lógir Newtons. Mekanisk orka.
2)Ellæra.
Ringrásir við lineerum komponentum, løðing, streymmegi, spenningsmun, resistan, elektromotorisk kraft, elektrisk, orka og effekt. Dømi um ikki-lineerar komponentar.
3)Aldulæra.
Um aldur og støddir, ið knýttar eru at aldum. Sveigtíð, frekvensur, sveigvídd, aldulongd og ferð. Superpositión og interferensur. Ljóð og hoyrn. Ljós sum dømi um elektromagnetiskar aldur. Optiskt gittar og spektur.
4) Varmalæra.
Tryst, hiti, mýlaástøði. Loftevnalógin og gasslógir. 1. høvuðssetningur við einføldum dømum. Evnisvarmi, kalorimetri, bræðing, guving. Varmaleiðing.
5)Serevni.
Umleið 10 pultstímar verða nýttir at lesa eitthvørt serevni, sum næmingar og lærari velja í felag.

Stundir skulu vera at taka samanum viðgjørdu evnini til at vísa á samanhang og heildarfatan.

3.2 Heiti, tekn og eindir verða sum heild at nýta sum fyriskrivað í alisfrøðiligum formlasavni, sum Skúlafyrisitingin hevur góðkent.

Próvtøkan

4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 30 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

4.2 Próvtøkupensum hjá næmingum, sum fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er umleið 2/3 av lesipensum. Harumframt verða givnar upp 8 royndarfrágreiðingar.

4.3 Próvtøkupensum hjá sjálvlesandi og næmingum, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er tað sama sum lesipensum umframt allar royndarfrágreiðingarnar frá einum starvsstovuskeiði (sí fylgiskjal 31) ella onkrum tílíkum.

4.4 Loyvdir hjálparmiðlar í fyrireikingartíðini eru: bøkur, evnissavn, formlasavn, talvur, uppgávur, royndarfrágreiðingar og annað skrivligt tilfar, sum hevur verið nýtt ella er skrivað í sambandi við undirvísingina. Tól, sum hava verið nýtt í sambandi við uppgivnu royndirnar. Góðkendur lummaroknari.

4.5 Próvhoyrarin hevur ábyrgdina av, at próvtakarin hevur til taks neyðugu tólini. Próvhoyrarin hevur eisini ábyrgdina av, at bøkur í uppgivna pensum eru til taks í fyrireikingarhølinum. Øðrum loyvdum hjálparmiðlum hevur próvtakarin ábyrgd av at hava við.

4.6 Próvtakarin verður próvhoyrdur í einum ástøðiligum spurningi og einari roynd. Spurningur og roynd skulu fevna um hvør sítt evni. Spurningurin kann fevna um fleiri partar av uppgivna pensum. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini umframt møgulig fylgiskjøl í sambandi við spurningin, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini. Undir próvhoyringini kunnu verða nýtt talvur, myndir og annað tilfar úr royndarfrágreiðingunum. Próvtøkuspurningurin skal sum heild eisini fevna um royndartólið við tilknýti til evnið.

4.7 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

Hástig

5. Undirvísingin og próvtøkan í lærugreinini á hástigi fer fram eftir reglunum í studentaskúlakunngerðini.

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 2

Juli 1996

Alisfrøði - evnafrøði

Felagslærugrein

Endamálið

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir fáa kunnleika um týdningin, sum náttúruvísindini hava fyri mentan og samfelagslív,
b)at næmingarnir við at fáast við alisfrøðiligar og evnafrøðiligar spurningar fáa kunnleika um umhvørvisviðurskifti,
c)at næmingarnir fáa vitan um høvuðshugtøk innan alisfrøði og evnafrøði, ið kunnu vera grundarlag undir framhaldandi lesnaði,
d)at næmingarnir fáa skil á alisfrøðiligum og evnafrøðiligum evnum, ið hava týdning í gerandisdegnum,
e)at næmingarnir fáa kunnleika um royndararbeiðshættir, vandamál og trygdarviðurskifti í hesum sambandi,
f)at næmingarnir í ein vissan mun fáa førleika at málbera seg bæði skrivliga og munnliga um einføld alisfrøðilig og evnafrøðilig viðurskifti.

Undirvísingin

2.1 Tað er av týdningi, at undirvísingin er knýtt at viðkomandi fyribrigdum, helst úr gerandisdegnum og á royndarligum støði. Næmingurin skal fáa kunnleika um nýtsluna av modellum í alisfrøði og evnafrøði, men tað er av týdningi, at undirvísingin ikki verður ov vísindakend.

2.2 Undirvísingin fevnir um høvuðsøki og valtilfar. Alisfrøði og evnafrøði skulu vektast javnt í undirvísingini. Í mest møguligan mun, skulu bæði alisfrøðilig og evnafrøðilig fyribrigdi koma fyri í hvørjari langætlan.

2.3 Partar av undirvísingini skulu leggjast soleiðis til rættis, at teir verða evnisskipaðir, og ein av langætlanunum skal hava umhvørvið sum tema.

2.4 Royndararbeiðið skal vera týðandi táttur í undirvísingini. Tað fevnir um demonstratiónsroyndir og royndir, gjørdar av næmingunum. Royndirnar skulu dýpa og lýsa ástøðiligu spurningarnar, og tær eiga at vera tætt knýttar at langætlanunum. Næmingarnir skulu skriva dagbók um royndararbeiðið og sýna, at teir eisini eru førir fyri at gera einfaldar útrokningar í hesum sambandi.

2.5 Royndirnar, næmingarnir gera, skulu svara til einar 25 pultstímar. Næmingarnir skulu skriva einar 12 frágreiðingar í sambandi við royndirnar, og lærarin skal rætta og gera viðmerkingar til frágreiðingarnar.

2.6 Næmingarnir skulu kunnast um vandamál og trygdarviðurskifti í sambandi við royndararbeiðið.

2.7 Næmingarnir skulu loysa skrivligar uppgávur, ið eru knýttar at teimum viðgjørdu evnunum. Við í svarinum upp á eina numeriska uppgávu skulu so mikið av teksti og myndum vera við, at eingin ivi er um hugsanarháttin hjá næminginum. Eisini skal næmingurin venja seg við at meta um úrslitini.

2.8 Uppgávur verða bæði loystar í tímunum og heima. Skrivliga heimaarbeiðið, ið verður rættað og fær viðmerkingar frá læraranum, fevnir um 5 uppgávusett.

2.9 Edv er ein partur av undirvísingini. Tað kann gerast við at nýta t.d. amboðsforrit, venjingarforrit, samlátsforrit ella dátugrunnar. Í sambandi við royndararbeiðið kann edv nýtast til at savna og viðgera máldar støddir eins og í sambandi við stýring av og eftirliti við royndaruppsetingum.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Høvuðsøkini fevna um:
1)Bygnað hjá evnum. Bygnaðurin hjá atomum og kjarnum verður viðgjørdur (elektronir, protonir, neutronir) og isotopar umrøddir. Eisini verður skeiðbundna skipanin av grundevnunum lýst við høvuðsdenti á tey fyrstu skeiðini. Út frá skeiðbundnu skipanini verður greitt frá, hvussu jonir og molekylir verða gjørd og viðkomandi dømi um jon- og molekylubindingar verða viðgjørd. Høvuðsdenturin verður lagdur á organisku sambindingarnar, tá ið strukturformlar verða valdir.
2)Evnis- og orkubroytingar. Geislavirknir kjarnar og fáningin av teimum verða viðgjørd. Í hesum sambandi skulu alfa-, beta- og gammafáning, dømi um kjarnareaktiónir (m.a. fusión og fissión), aktivitetur og helvtartíð umrøðast. Ísogan av joniserandi geislingum verður viðgjørd saman við geislareinføri. Molhugtakið og hugtøkini molarur massi, konsentratión (mol/L) og massaprosent verða tikin upp. Dømi um einfaldar brenningsreaktiónir og sýru/basu-reaktiónir verða viðgjørd. Einfaldar mongdarrokningar skulu eisini gerast og pH-hugtakið umrøðast. Dømi um orkukeldur, orkusløg og orkubroytingar, har orkuvarðveitsla verður havd í huga, verða viðgjørd.

3.2 Í mest møguligan mun verða tey heiti, súmbol og mátieindir nýtt, ið Dansk Standardiseringsråd mælir til at nýta. Eisini eigur skipaða navnagávan eftir IUPAC viðvíkjandi evnum at verða nýtt í mest møguligan mun.

3.3 Tá ið arbeitt verður við kemikalium, verða tey ymisku vandasúmbolini og vanda- og trygdarsetningarnir (V- og T-setningar) umrødd. Reglur fyri, hvussu slepst av við evnafrøðiligt burturkast, verða gjøgnumgingnar. Trygdarviðurskifti í sambandi við geislavirkin evni verða eisini umrødd.

3.4 Økini _Bygnaður hjá evnum" og _Evnis- og orkubroytingar" taka ávikavist umleið 1/6 og umleið 1/2 av samlaðu undirvísingartíðini. Valtilfarið tekur umleið 1/3 av undirvísingartíðini.

3.5 Lisnar verða 120-160 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nýtt verður.

Próvtøkan

4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

4.2 Próvtøkupensum hjá næmingum, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er umleið 80-100 síður av lesipensum, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nýtt er, og teimum frágreiðingum, ið eru knýttar at undirvísingartilfarinum. Skrivligt heimaarbeiði og dagbøkur skulu vanliga vera partur av próvtøkupensum. Próvtøkupensum skal veljast soleiðis, at tað fevnir um stórar samanhangandi eindir bæði úr høvuðsøkjum og valtilfari.

4.3 Próvtøkupensum fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er tað sama sum lesipensum umframt allar frágreiðingarnar frá einum starvsstovuskeiði ella onkrum tílíkum.

4.4 Í fyrireikingartíðini er próvtakaranum loyvt at nýta hesar hjálparmiðlar: skrivligar samandráttir, talvur, uppgávur, frágreiðingar og annað skrivligt tilfar, ið hevur verið nýtt ella hevur verið gjørt í sambandi við undirvísingina. Tól, ið hava týdning fyri royndarliga partin av próvtøkupensum, og góðkendan lummaroknara.

4.5 Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini umframt møgulig fylgiskjøl í sambandi við spurningin, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini. Eisini kunnu talvur, myndir o.tíl. frá frágreiðingum hjá próvtakaranum ella øðrum hjálparmiðlum nýtast. Tá ið royndararbeiði er við í próvtøkuspurninginum, eiga týðandi tól at vera tikin við í próvhoyringina.

5. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 3

Juli 1996

Danskt

Felagslærugrein

Endamálið

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir menna sítt málsliga, fagurfrøðiliga og søguliga medvit, sína sjálvsfatan, ímyndingarevni og evni síni at skildøma,
b)at næmingarnir menna hug og evni at lesa fagrar bókmentir og onnur tekstasløg hugaliga, men tó vandaliga
c)at næmingarnir menna førleika sín at greina, tulka og meta um,
d)at næmingarnir menna sína fatan av bókmentasøguligu og siðsøguligu og søguligu gongdini, ið hevur havt týdning fyri tann mentanararv, ið finst í Danmark og hinum Norðurlondum, umframt aðrastaðni,
e)næmingarnir menna evni síni at umhugsa málslig fyribrigdi, skrivliga og munnliga.

Undirvísingin

2.1 Høvuðstátturin í lærugreinini er danskir, norðurlendskir og aðrir tekstir, við serligum atliti at nágreinligari og samanfatandi lestri og viðgerð, har mál, søga og fagurfrøði ganga saman í greining, tulking og uppliving. Fjølmiðlatekstir skulu somuleiðis vera umboðaðir. Skrivligi tátturin er partur av undirvísingini.

2.2 Í vavi fevnir tekstalesingin um umleið 200 normalsíður, umframt 4 verk og 4 sjálvlisin verk. Hvør pultstími sum burturav verður brúktur til audiovisuella undirvísing, kann umroknast til 5 síður í lesipensum, tó í mesta lagi 40 normalsíður.

2.3 Tekstalesturin fevnir um søguligan lestur og sjálvvaldar lestrartættir, helvt um helvt.

2.4 Innleiðsla til lærugreinina fer fram fyrstu tíðina í høvuðstáttunum og teimum ymsu háttaløgunum, ið arbeitt verður eftir.

2.5 Undirvísingin í donskum skal leggjast soleiðis til rættis, at tær báðar lærugreinirnar føroyskt og danskt í størstan mun styðja hvørja aðra og arbeiða saman.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Karmar fyri tekstalestri:
1) Innleiðsla í tekstalestur: Tekstir verða lisnir út frá ymiskum sjónarmiðum. Lestur av ymiskum slagi av fagurbókmentum, bæði av episkum, lýriskum og dramatiskum slagi fer fram. Harafturat verður arbeitt við ikki-fiktivum tekstum. Somuleiðis verða norskir og svenskir tekstir lisnir. Í innleiðslupartinum verður 1 verk lisið.
2) Søguligur lestur: Søguligi lesturin fevnir um tekstir frá elstu døgum fram til okkara tíð. Við søguliga lestrinum gerast næmingarnir betur førir fyri at uppliva og skilja tilfar í einum søguligum høpi. Søguligi lesturin er settur saman av:
 a)nýggjastu tíðini,
 b)ávísum tíðarskeiði,
 c)søguliga tekstalestrinum annars.
Við nýggjastu tíðina skilst seinastu 40 árini. Tíðarskeiðið, ið lisið verður, skal liggja framman undan seinastu 40 árunum. Søguligi lesturin annars kann leggjast til rættis annaðhvørt sum evnislestur, har eitt evni frá elstu tíðum fram til í dag verður viðgjørt, ella við at lesa brot í søguligu gongdini. Hesi brot verða vald og løgd soleiðis til rættis, at bæði nýskapan og framhald í bókmentunum koma týðiliga til sjóndar. Tilsamans skal søguligi lesturin og skipan hansara geva næmingunum kunnleika til høvuðsrákini í donskum og altjóða bókmentum sum heild.
3)Lestrartættir: Arbeitt verður eisini við nøkrum avmarkaðum evnum innan fakøkið, ið næmingarnir velja í samráð við læraran. Hetta kann antin taka støði í øðrum arbeiði hjá flokkinum í lærugreinini ella vera tilfar, ið annars ikki varð komið inn á.

3.2 Tekstalesturin fevnir um:
1)Verk. Sum ein partur av tekstalestrinum verða lisin í minsta lagi 4 verk. Trý teirra skulu liggja innan fyri bókamentaligu høvuðsbólkarnar: skaldsøgu, stuttsøgusavn, yrkingarsavn ella sjónleik. Hitt fjórða kann vera innan onkran annan bólk ella tekstaslag. Í minsta lagi eitt av verkunum skal knýtast at tíðarskeiðslestrinum. Í minsta lagi eitt av verkunum skal vera frá fyri 1900, eitt frá nýggjastu tíð, umframt at eitt verk verður lisið í sambandi við innleiðsluna.
2)Ískoytislestur. Hvør sær ella í smærri bólkum skulu næmingarnir lesa 4 verk, eitt hvørja lestrarhálvu. Næmingarnir velja verkini og lærarin skal góðkenna tey og tryggja eina fjøltáttaða lesing. Næmingarnir skulu geva eina skrivliga frágreiðing um í minsta lagi 1 av teimum 4 verkunum. Listi yvir sjálvlisin verk verður sendur próvdómaranum saman við pensum.
3)Aðrar norðurlendskar bókmentir. Í sambandi við tann tekstalestur, ið nevndur er omanfyri, skulu svenskir og norskir tekstir lesast á upprunamáli. Bókmentir úr øðrum londum í umseting kunnu lesast á øllum økjum. Lesast skulu í minsta lagi 15 normalsíður á svenskum og 15 normalsíður á norskum.

Mál

4.1 Í undirvísingini er málið ein natúrligur partur av viðgerð av tekstum. Málslig fyribrigdi og málnýtsla sum heild verða viðgjørd.

4.2 Munnligi tátturin skal framhaldandi menna málførleika næminganna, m.a. við samtalu og upplestri. Næmingarnir skulu hava kunnleika um týdningin av málsliga framburðinum fyri tekstafatan.

4.3 Skrivligi tátturin skal fáa næmingarnar at royna og menna seg í ymsari skriving, frá tí yrkiskenda til tað listarliga. Skrivaðar verða 16 uppgávur til støddar sum próvtøkuppgávurnar. Helvtin av uppgávunum er av próvtøkuslagnum, meðan hin helvtin kann vera aðrar størri ella minni uppgávur. Heruppií er skrivlig viðgerð av einum sjálvlisnum verki eftir ávísum setningi.

5. Teld, herundir elektronisk tekstaviðgerð, er partur av undirvísingini.

Høvuðsuppgávan

6.1 Í høvuðsuppgávuni skal næmingurin seta seg inn í eitt sjálvvalt evni og sýna evni til sjálvstøðugt at bera øðrum tað innlit, hann hevur ognað sær.

6.2 Evnið fyri uppgávuni og arbeiðshátturin skulu liggja innan karmarnar í lærugreinini. Evnið kann vera framhald av tilfari, sum er gjøgnumgingið í flokkinum, men tær nýttu bókmentirnar mugu ikki hava verið brúktar í undirvísingini.

6.3 Dømingin verður grundað á eina heildarmeting av, hvussu næmingurin hevur greitt frá týdningarmestu táttunum í valda evninum, og hvussu uppgávutilfarið er skipað, viðgjørt og lagt fram.

Próvtøkan

7. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.

8.1 Munnliga próvtøkan fevnir um eina próvhoyring í einum ólisnum og einum lisnum teksti. Fyrireikingartíðin er umleið 60 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýgging íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman.

8.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp til próvtøkuna umleið 100 normalsíður, umframt 2 verk. Norskir og svenskir tekstir skulu vera umboðaðir. Eingin stuttur tekstur telur meira enn 4 normalsíður. Próvtakararnir verða hoyrdir í einum ólisnum og einum lisnum teksti. Próvhoyrarin velur ólisna tekstin, ið kann vera upp til 8 normalsíður til longdar. Rithøvundur og útgávuár skulu vera tilskilað og um neyðugt orðafrágreiðingar. Er talan um brot úr longri teksti, skal stuttur samandráttur vera. Próvtøkupensum skal vera javnt umboðað í próvtøkuspurningunum.

8.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum. Harafturat fevnir próvtøkan um eina stutta samtalu um eitt av ískoytisverkunum, ið próvdómarin hevur valt út. Próvhoyringin í hesum verki vigar við umleið 1/4 í samlaða avrikinum.

8.4 Próvtakarin fær lisnan og ólisnan tekst við sær inn til fyrireikingar. Próvtakarin fær próvtøkuspurningin skrivliga, umframt reint vælprentað eintak av lisnum og ólisnum teksti. Í fyrireikingarhølinum er næminginum loyvt at hava við sær egnar uppskriftir, allar bøkur og alt tilfar, sum hevur verið brúkt í undirvísingini. Í fyrireikingarhølinum skulu hesar orðabøkur vera til taks: Føroysk-donsk orðabók, Donsk-føroysk orðabók, Nudansk Ordbog og Fremmedordbogen, umframt hóskandi uppslagsbøkur. Undir próvhoyringini kunnu sum stuðul undir framløguni brúkast uppskriftir gjørdar í fyrireikingartíðini, men beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.

8.5 Próvhoyringin tekur støði í einari framløgu hjá próvtakaranum og fer fram sum ein samtala á donskum millum próvtakara og lærara. Í próvhoyringini skal próvtakarin vísa evni síni at greina og tulka tekstin og draga fram aðaltættirnar í tekstinum, harumframt skal próvtakarin eisini duga at seta tekstin inn í eitt mentanarligt, samfelagsligt ella tíðarbundið høpi.

8.6 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

9.1 Skrivliga próvtøkan varir 5 tímar. Próvtakarin kann velja millum fleiri uppgávur, grundaðar á ymiskt tilfar.

9.2 Í próvtøkuhølinum skulu hesar orðabøkur í nýggjastu útgávu vera til taks í nóg nógvum eintøkum: Føroysk-donsk orðabók, Donsk-føroysk orðabók, Nudansk Ordbog, umframt Fremmedordbogen og Retskrivningsordbogen.

9.3 Próvtøkan skal vísa evnini hjá próvtakaranum at orða seg greidliga á donskum máli um samansett fyribrigdi. Harafturat skal dentur leggjast á evni próvtakarans at leggja tilfarið til rættis, at próvføra og bera fram vitan, royndir og upplivingar.

9.4 Givið verður 1 próvtal fyri skrivliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 4 1)

Mai 2002

Enskt

B-stig

Felagslærugrein

Endamál

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir framhaldandi menna evnini at skilja og brúka enska málið í talu og skrift,
b) at næmingarnir menna almennu máltilvitskuna og fatanina av sambandinum millum mál og mentan,
c) at næmingarnir fáa førleika í at greina og tulka tekstir á enskum máli,
d) at næmingarnir gjøgnum arbeiði við tekstunum fáa innlit í týðandi tættir av mentan, søgu og samfelagslívi í Stóra Bretlandi og USA, og í ávísan mun í øðrum ensktmæltum økjum, og
e) at næmingarnir verða førir fyri at skilja líkskap og munir millum teirra egna sannroyndarheim og tann heim, sum teir koma fram á í tekstum á enskum máli.

Undirvísingin

2.1 Málførleiki næminganna verður fyrst og fremst mentur í sambandi við tekstlestur, skrivligt arbeiði og tilognan av enskari mállæru. Meginreglan er, at undirvísingin fer fram á enskum.

2.2 Fyrst og fremst verða lisnir tekstir, sum eru grundleggjandi fyri fatanina av týdningarmiklum spurningum í bretskari og amerikanskari mentan í einum søguligum og nútíðarligum høpi. Í sambandi við lestur av teimum einstøku tekstum skulu næmingarnir nema sær vitan um søgulig, geografisk, mentanarlig og samfelagslig viðurskifti í so stóran mun, at tekstlesturin fær dýpd og frásjón.

2.3 Teir lisnu tekstirnir skulu greinast og tulkast á enskum í samsvari við málsliga førleikan hjá næmingunum. Næmingarnir skulu læra at brúka hóskandi lesihættir, eitt nú nágreiniliga lesing, yvirlitslesing og leitan eftir upplýsingum. Undirvíst verður í notatteknikki og í at brúka orðabøkur.

2.4 Evnini at málbera seg skrivliga verða serstakliga ment við at svara skrivligum uppgávum av ymiskum slagi og í ymiskum vavi, m.a. í sambandi við tekstlesturin.

2.5 Arbeitt verður miðvíst við at økja um málsliga førleika næminganna og vitan teirra um enska mállæru og málnýtslureglur.

2.6 KT er partur av undirvísingini.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Lesipensum fevnir um uml. 500 normalsíður av ótillagaðum teksti á ymiskum torleikastigum, heruppií tekstir frá fyri 1900. Umframt bretskar og amerikanskar tekstir verða tekstir lisnir frá í minsta lagi einum øðrum enskttalandi øki.

3.2 Lisið verður eitt fjølbroytt úrval av fagurbókmentum: Skaldsøga, stuttsøga, yrkingar og sjónleikur skulu vera umboðað. Umframt hetta verður lisið eitt tal av yrkistekstum av ymiskum slagi og á ymiskum torleikastigi, t.d. greinar úr bløðum og tíðarritum. Í lesipensum skulu vera tekstir, ið eru partar av einum kjaki, og sum sýna og próvføra ymisk sjónarmið. 2 heil verk skulu vera partur av pensum.

3.3 Lesipensum verður lagt soleiðis til rættis, at tað fevnir um 3 serliga lisin evni, hvørt vanliga 3-6 tekstir í vavi. Í minsta lagi eitt evni skal viðgerast úr søguligum sjónarhorni. Eitt evni kann t.d. vera eitt tekstslag ella ein fjølmiðil, ein týðandi mentanarligur, sosialur ella politiskur spurningur, eitt tíðarskeið, eitt bókmentaligt tema ella eitt ritverk.

3.4 Tekstir, sum verða bornir fram gjøgnum aðrar miðlar enn teir prentaðu, skulu vera partur av lesipensum. Hvør pultstími, sum verður brúktur til arbeiði við slíkum tekstum ella við edv stuðlaðari undirvísing, telur 2 normalsíður av lesipensum. Hetta tilfar kann fevna um í mesta lagi 10% av lesipensum.

3.5 2) Skrivliga arbeiðið fer fram lutvíst heima og lutvíst í flokkinum/bólkinum. Skrivliga arbeiðið fevnir um til samans 30 uppgávur á 2-4 síður. 2 smærri uppgávur telja sum ein vanlig uppgáva. Lærarin ger viðmerkingar til innlatnu uppgávurnar, bæði í flokkinum/bólkinum og einsæris.

3.6 Undirvísingin í mállæru og málnýtslureglum fer lutvíst fram gjøgnum málsligar venjingar og uppgávur, lutvíst í sambandi við skrivliga heimaarbeiðið og tekstlesturin.

Høvuðsuppgávan

4.1 Í høvuðsuppgávuni skal næmingurin seta seg inn í eitt sjálvvalt evni og sýna evni til sjálvstøðugt at taka saman um og bera øðrum tað innlit, ið hann hevur ognað sær.

4.2 Grundbókmentirnar og meginparturin av stuðulsbókmentunum skulu verða lisin á enskum, so at nærum øll sitat í svarinum eru á enskum.

4.3 Dømingin byggir á eina heildarmeting, har hesir spurningar hava serligan týdning: verður nóg neyvt og fjøltáttað greitt frá teimum týdningarmestu táttunum í evninum? verða teir nágreiniliga viðgjørdir? er framløgan greidliga skipað? er málburðurin greiður og klárur? eru stuðulsbókmentirnar í rímiligan mun tiknar við? og eru kelduávísingarnar neyvar og viðkomandi? At skrivað verður á enskum, verður ikki í sjálvum sær roknað sum ein fyrimunur í dømingini.

Próvtøkan

5. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.

6.1 Munnliga próvtøkan fevnir um próvhoyring í einum lisnum og einum ólisnum teksti. Til tann lisna tekstin er fyrireikingartíðin umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

6.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp eitt nágreiniliga lisið úrval av lesipensum á 125 normalsíður, sum umboðar lutvíst tey 4 fagurbókmentasløgini og yrkisbókmentir, lutvíst tey serliga lisnu evnini og tekstirnar frá fyri 1900 og tey heilu verkini. Eingin einstakur tekstur má telja meira enn 20 normalsíður. Einans tekstir í prentaðum líki kunnu vera partur av próvtøkupensum.

6.3 2) Fyri sjálvlesandi er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum.

6.4 Undir fyrireikingini og próvhoyringini skulu brúkast rein eintøk av teimum tekstútgávum, sum eru givnar upp í lesipensum. Í fyrireikingarrúminum kunnu brúkast egnar uppskriftir, tær uppskriftir og teir orðalistar, sum eru útflýggjað í sambandi við undirvísingina, umframt allir teir tekstir, sum eru tilskilaðir í lesipensum. Aðrir hjálparmiðlar eru ikki loyvdir. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.

6.5 Próvhoyringin í lisnum teksti tekur støði í einum tekstbroti á umleið 0,5 normalsíðu. Brotið verður lisið upp og undir samtalu á enskum verður próvtakarin royndur í sínum evnum at málbera seg og í síni fatan av
a) týðandi innihaldsligum og málsligum staklutum í tí givna tekstbrotinum og leikluti tess í heildini, og
b) tekstinum sum heild og tí høpi, hann stendur í.

Próvtakarin byrjar samtaluna við sjálvstøðugari framløgu av tekstinum.

6.6 Tá uml. 1/3 av próvtøkutíðini er eftir, fær próvtakarin handaðan ein prosatekst, sum próvdómarin hevur valt, til støddar umleið 0,5 normalsíðu á hóskandi leksikalskum og syntaktiskum torleikastigi. Eftir ein kunnandi gjøgnumlestur av tekstinum skal próvtakarin umseta hann til føroyskt.

7. Givið verður 1 próvtal fyri alt tað munnliga avrikið.

8.1 Skrivliga próvtøkan er býtt í tveir partar og varir 5 tímar. Alt uppgávusettið verður býtt út við próvtøkubyrjan. Fyrri parturin, ið varir ein tíma, fer fram uttan nýtslu av teldu ella øðrum hjálparmiðlum. Tá ið 1 tími er farin, verður fyrri parturin av uppgávusettinum savnað inn. Í seinna partinum kunnu allir hjálparmiðlar verða nýttir.

8.2 Til próvtøkuna kunnu brúkast tvímálsligar orðabøkur sum í vavi svara til tær reyðu orðabøkurnar hjá dansk Gyldendal (ensk-føroysk, donsk-ensk, ensk-donsk), føroysk-donsk og donsk-føroysk umframt ensk-ensk orðabók í vavi sum Advanced Learner's Dictionary (OUP) ella Longman's Dictionary of Contemporary English.

9.1 2) Í dømingini verður dentur lagdur á, hvussu væl próvtakarin hevur skilt tilfarið, sum hann viðger, og hvussu hann megnar at orða seg væl og fjølbroytt á enskum innan karmarnar í enska málbygnaðinum. Próvtakarin skal vera nøkulunda stinnur í idiomatikki, semantikki, syntaksi, morfologi og ortografi.

9.2 Givið verður 1 próvtal fyri alt tað skrivliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 5

Juli 1996

Evnafrøði

Vallærugrein

Endamálið

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir fáa fatan av grundhugtøkunum í evnafrøðini, hvussu tey verða nýtt og av háttalagnum í lærugreinini í sambandi við royndir/venjingar,
b)at næmingarnir fáa kunnleika til týðandi bólkar av evnum, teirra eginleikar og teirra verkligu nýtslu,
c)at næmingarnir fáa eina ávísa venjing í at nýta starvstovuútgerð og fáa kunnleika um, hvussu henda skal handfarast,
d)at næmingarnir menna evnini at greiða frá evnafrøðiligum spurningum og greiðsluevnismálum munnliga og skrivliga,
e)at næmingarnir fáa eitt fakligt grundarlag fyri at kunna fata og meta týdningin av evnafrøðini fyri einstaka menniskjað, tøkniligu menningina og samfelagið, og
f)at næmingarnir fáa innlit í viðurskifti viðvíkjandi ytri umhvørvi við at arbeiða við evnafrøðiligum greiðsluevnismálum.

Evnafrøði sum vallærugrein miðar ímóti, at næmingarnir kunna nýta teirra vitan í evnafrøði í nýggjum høpi, at næmingarnir skulu kunna leita eftir nátturuvísindaligari upplýsing og duga at leggja fram evnafrøðina sum eina lærugrein, ið á royndarligum grundarlagi leitar eftir og gevur nýggja vitan um bygnað og eginleikarnar hjá evnum.

Undirvísingin

2.1 Undirvísingin fevnir um 7 høvuðsevnisøki og valfrítt evni. Undirvísingin skal fevna um starvstovuroyndir, sum næmingarnir gera, sýnisroyndir og skrivligar uppgávur.

2.2 Í høvuðsevnisøkjunum skal undirvísingin lutvíst leggjast tematiskt til rættis, lutvíst fakliga systematisk og í mest møguligan mun á royndarligum grundarlagi. Valfría evnið skal innihalda í minsta lagi eina sjálvstøðuga undirvísingargongd, sum vanliga byggir á royndir. Fakbókmentir, talvuverk og tíðarrit skulu nýtast í undirvísingini.

2.3 Royndarvirksemi skal vera ein týðandi táttur í undirvísingini. Hetta arbeiði fevnir um starvstovuroyndir, gjørdar av næmingunum, sýnisroyndir og royndir í sambandi við virksemi uttan fyri skúlan. Arbeiðið við royndum skal menna eygleiðingarevni næminganna og evni teirra at gera ítøkiligar eygleiðingar um til evnafrøðilig hugtøk. Harafturat skal gerð av ætlan, útinnan og eftirviðgerð av royndunum skunda undir sjálvstøðuga hugsan hjá næmingunum. Royndirnar, sum dýpa og frásjónargera ástøðilig og verklig greiðsluevnismál, verða framdar beinleiðis í sambandi við undirvísingargongdina. Saman við hinum pørtunum av undirvísingini skal tað í mest møguligan mun vera ein framtøka í arbeiðinum við royndum.

2.4 Næmingarnir skulu venjast í starvstovutrygd. Næmingarnir skulu kunnast væl og virðiliga um vandamál og trygdarfyriskipanir í sambandi við royndarvirksemi.

2.5 Næmingarnir skulu skriva dagbók um royndararbeiðið. Í nøgdarligum royndum skal dentur leggjast á, at tær kunnu endurtakast við umleið sama úrsliti, eins og royndirnar skulu metast. Starvstovuroyndirnar, sum næmingarnir gera, taka umleið 30 pultstímar og teir skriva til samans 9 frágreiðingar um høvuðsroyndir og royndarrøðir. Frágreiðingarnar skulu gerast av hvørjum einstøkum ella av bólki. Í hesum arbeiði skulu næmingarnir venjast í at greiða neyvt og nágreinliga frá fakliga innihaldinum í einstøku frágreiðingini. Frágreiðingarnar verða rættaðar, og lærarin ger viðmerkingar til tær.

2.6 Skrivligar uppgávur er partur av undirvísingini. Tær verða tiknar uppí, tá viðkomandi evni verða gjøgnumgingin. Umframt at fremja fatanina av evnafrøðiligum reglusemi, skulu uppgávurnar venja næmingarnar skrivliga at greiða frá evnafrøðiligum greiðsluevnismálum. Eitt svar upp á eina taluppgávu skal eisini hava tekst, tekningar, evnafrøðiligar formlar, møguliga strukturformlar í slíkan mun, at týðuliga sæst, hvussu næmingurin hevur hugsað. Uppgávuloysn fer lutvíst fram í tímunum, og lutvíst sum skrivligt heimaarbeiði. Skrivliga heimaarbeiðið fevnir um 9 uppgávurøð (svarandi til 40-60% av einum próvtøkurað á hástigi), sum verða rættað, og sum lærarin ger viðmerkingar til.

2.7 Teld er partur av undirvísingini. T.d. kunnu amboðsforrit, venjingarforrit, samlátsforrit og dátugrunnar verða nýtt. Í sambandi við royndararbeiðið kann edv nýtast til at savna og viðgera mátingar (datafongur) og til at stýra og hava eftirlit við royndaruppsetingum.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Høvuðsevnisøkini fevna um:
a)Evnafrøðiligar bindingar og alisfrøðiligar og evnafrøðiligar eginleikar hjá evnunum.
Víðkan av kunnleikanum til modellímyndingar um, hvussu føst evni eru uppbygd (atom-, ion- og mýlgittar), løg og gass. Viðgerð av elektronbýti atomanna í mun til reglubundna lagið í skeiðbundnu skipanini hjá grundevnunum. Gjøgnumgongd av evnafrøðiligum bindingum: kovalent binding (elektronparbinding), ionbinding, ion-dipolbinding, metallbinding og millummýla-bindingar (intermolekylerar bindingar). Í hesum sambandi skal elektronegativitetshugtakið viðgerast og eginleikarnir hjá evnum at blandast sínámillum umtalast.
b)Evnafrøðiligar reaktiónir.
Redox- og fellingarreaktiónir viðgerðast. Í samband við stillaðar reaktiónslíkningar skulu evnafrøðiligar mongdarútrokningar gerðast. Útrokningarnar fevna um reaktiónir í gassfasu og evni í tyntari upploysningi. Dømi um eksotermar og endotermar reaktiónir skulu gevast, eins og áseting av tilvøkstri í entalpi í eini evnafrøðiligari reaktión verður víst.
c)Evnafrøðiliga javnvág.
Nøgdarlig viðgerð av reaktiónsbroti og javnvágkonstanti fyri samvorðnar skipanir. Skjóting av evnafrøðiligari javnvág, í hesum sambandi dygdarlig umtala av, hvussu javnvágkonstanturin er bundin av temperaturinum. Protolysujavnvág fyri eina veika sýru og veika basu (veikan lút) í vatni. Tøknilig nýtsla av evnafrøðiligari javnvág umtalast.
d)Evnafrøðiliga reaktónsferð.
Evnafrøðilig reaktiónsferð verður tikin upp. Dømi um alisfrøðiliga og evnafrøðiliga ávirkan, ið broytir reaktiónsferð, verða umtalað. Hugtakið katalysa verður lýst við dømi um samvorðna og misvorðna katalysu, í hesum sambandi umtala av lívfrøðiligum katalysatorum (kveikar).
e)Lívrunna evnafrøði.
Hesir bólkar av evnum viðgerðast reglufast í yvirlitsformi við atliti at funtionellum bólki og navngeving: carbonhydridir, halogeneraðar carbonhydridir, alkoholir, phenolir, etherevni, aldehydir, ketonir, carborhydratir, carboxylsýrur, estarar, aminir og aminosýrur. Tríggir evnabólkar verða valdir burturúr, og verða teir viðgjørdir við atliti at samanhanginum millum molekylbygnaðin og eginleikar hjá lívrunnum evnasambindingum. Hesi sløg av reaktiónum viðgerðast: brenning, substitutión, additión, eliminatión, kondensatión og polymerisatión. Isometrihugtøkini bygnaðarisometri og stereoisometri verða viðgjørd. Leikluturin hjá lívrunnum evnasambindingum í gerandisdegi og tøknifrøði verður umrøddur. Navngeving av evnum eftir IUPAC skal í mest møguligan mun verða fylgd.
f)Ólívrunna evnafrøði og evnisringrás.
Útbreiðsla og almenni týdningurin av ólívrunnum evnasambindingum umtalast, og dømi um ringrás hjá grundevnum í náttúruni skulu gevast. Týdningarmikil ólívrunnin evni viðgerast eins og leiklutur teirra í gerandisdegi og tøknifrøði. Í samband við tey valdu evnini skal umboðandi partur av ikki-metallum og metallum viðgerast. Navngeving av evnum eftir IUPAC skal í mest møguligan mun verða fylgd.
g)Umhvørvisevnafrøði.
Dømi um lýsing og greining av útbreiðslu av evnafrøðiligum evnasambindingum í ytra umhvørvinum. Umhvørvislógir og umsiting av hesum lógum umtalast í samband við evnafrøði. Umhvørvisevnafrøði kann leggjast til rættis sum eitt sjálvstøðugt evni, ella tað kann takast uppí vanligt evnisøki.
h)Valfrítt evni.
Valfría evnið tekur í minsta lagi 15% av undirvísingartíðini og fevnir vanliga um meiri enn eina sjálvstøðuga undirvísingargongd.

3.2 Lisnar verða umleið 200 síður.

Høvuðsuppgávan

4. Meginparturin av høvuðsuppgávuni skal vanliga taka støði í arbeiði við egnum royndum. Uppgávuorðingin skal vera neyv og samstundis geva møguleika fyri, at næmingurin kann arbeiða sjálvstøðugt og royna sítt hugflog.

Próvtøkan

5.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 30 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdømingin.

5.2 Próvtøkupensum hjá næmingum, sum fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er 90 - 120 síður, alt eftir hvat undirvísingartilfar er nýtt. Í sambandi við hetta pensum skulu 8 frásagnir (rapportir) um royndir, ið næmingarnir hava gjørt, eins og einstakar skrivligar uppgávur gevast upp. Próvtøkupensum skal fevna bæði um aðalevni eins og um valfrítt evni.

5.3 Próvtøkupensum fyri sjálvlesandi og næmingar, sum fara til próvtøku eftir serligum treytum, er tað sama sum lesipensum umframt allar frágreinðingarnar.

5.4 Loyvdir hjálparmiðlar í fyrireikingartíðini eru: bøkur, evnissøvn, talvur, uppgávur, frágreiðingar og annað skrivligt tilfar, sum hevur verið nýtt, ella sum er skrivað í sambandi við undirvísingina. Tól, ið eru av týdningi fyri uppgivnu royndirnar. Góðkendur lummaroknari.

5.5 Próvhoyrarin hevur ábyrgdina av, at próvtakarin í so stóran mun sum gjørligt hevur atgongd til neyðugu tólini. Próvhoyrarin hevur eisini ábyrgd av, at bøkur og evnissøvn í próvtøkupensum eru til taks í fyrireikingarhølinum. Aðrar loyvdar hálparmiðlar hevur próvtakarin sjálvur ábyrgdina av at hava við.

5.6 Einstaki próvtakarin verður próvhoyrdur í tveimum spurningum:
a)einum spurningi í einum av uppgivnu royndunum, sum næmingarnir hava gjørt, og
b)einum spurningi í einum ástøðiligum evni í próvtøkupensum.

Teir báðir spurningarnir skulu vera settir saman soleiðis, at teir eru um ymisk evni. Spurningurin í tí ástøðiliga evninum skal vera breiður og má í mest møguligan mun ikki umskarast við ástøðiliga partin í spurninginum í royndini. Áðrenn próvtøkuna skulu próvhoyrarin og próvdómarin hava ásett ein framferðarhátt fyri tey føri, tá tveir próvtøkuspurningar, ið fevna um somu tól, verða tiknir hvør eftir annan. Próvtakararnir skulu kunnast um framferðarháttin.

5.7 Meðan próvtøkan fer fram, skulu tól, ið hoyra til spurningin í royndini, vera tøk. Har tað verður hildið hóskandi, kunnu talvur, myndir, tekningar ella líknandi frá frágreiðingunum ella øðrum hjálparmiðlum hjá próvtakaranum takast við í próvhoyringina.

5.8 Í metingini skal dentur leggjast á, um próvtakarin hevur verið førur fyri at nýta sína evnafrøðiligu vitan.

5.9 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

Hástig

Eitt ára gongd

Endamálið

6.1 Endamálið er:
a)at næmingarnir fáa innlit í aðalhugtøk, lógir og reglusemi eins og royndarmetodik í evnafrøðini,
b)at næmingarnir fáa umfatandi kunnleika til bæði natúrlig og syntetisk evni, eginleikar og verkligu nýtslu teirra,
c)at næmingarnir ogna sær vitan um náttúruvísindalig háttaløg, verða førir fyri at orða og viðgera einstakar og samfelagsligar evnafrøðiligar trupulleikar,
d)at næmingarnir fáa venjing í at nýta starvstovuútgerð, herundir nútímans greiningartól, fáa víðkað kunnleika sín at fáast við evnafrøðilig evni og verða kunnaðir um framkomna starvstovútgerð,
e)at næmingarnir fáa eitt fakligt grundarlag fyri at kunna skilja og meta um týdningin av evnafrøðini fyri einstaka menniskjað og fyri samfelagið, og
f)at næmingarnir verða førir fyri at orða seg munnliga og skrivliga um evnafrøðilig greiðsluevnismál, eisini av ástøðiligum sniði.

6.2 Evnafrøði á hástigi hevur sum endamál, at næmingarnir við støði í innliti í arbeiðshættir, hugtøk og reglusemi í evnafrøðini fáa eina heildarfatan av hugtøkum og reglusemi í evnafrøðini. Ætlanin er harafturat, at næmingarnir skulu kunna nýta sína evnafrøðiligu vitan í nýggjum høpi, og at næmingarnir skulu kunna leita fram náttúruvísindaliga upplýsing.

Undirvísingin

7.1 Undirvísingin fevnir um seks aðalevnisøki og valfrítt evni. Í undirvísingini skulu vera royndir, ið næmingarnir gera, ástøðilig greiðsluevnismál og uppgávurokning. Dentur skal leggjast á eina nøgdarliga viðgerð bæði í tí royndarligu og ástøðiligu gjøgnumgongdini av lærugreinini.

7.2 Í aðalevnisøkjunum verður undirvísingin løgd til rættis lutvíst fakliga reglufast, lutvíst tematiskt, og í mest møguligan mun á royndarligum grundarlagi. Í tí valfría evninum skal vera í minsta lagi ein sjálvstøðug, royndarlig undirvísingargongd, ið varir umleið 10 pultstímar. Yrkisbókmentir, talvuverk og um møguligt tíðarrit skulu vera partur av undirvísingini.

7.3 Arbeiðið við royndum skal vera ein týðandi táttur í undirvísingini. Hetta fevnir um royndir, ið næmingarnir gera, sýnisroyndir og møguliga royndir í sambandi við virksemi á øðrum stað enn skúlanum. Arbeiðið við royndum skal stimbra evni næminganna at umseta ítøkiligar eygleiðingar til evnafrøðilig hugtøk. Harafturat skal gerð av ætlan, fremjan og eftirviðgerð av royndunum gera næmingarnar meira sjálvstøðugar í hugsanarhátti sínum. Royndirnar, sum í høvuðsheitum dýpa og frásjónargera ástøðilig greiðsluevnismál, verða gjørdar í sambandi við hinar partarnar av undirvísingini. Møguleiki skal vera fyri meiri sjálvstøðugum royndum.

7.4 Næmingarnir skulu venjast í starvstovutrygd. Skeiðluttakararnir skulu kunnast væl og virðiliga um vandamál og trygdarfyriskipanir í sambandi við royndarvirksemi.

7.5 Næmingarnir skulu skriva dagbøkur um royndararbeiðið. Dentur skal leggjast á nøgdarliga viðgerð, herundir at royndin skal kunna endurgerast, meting av úrslitum og mátióvissu. Royndirnar, sum næmingarnir skulu gera, fevna um umleið 25 pultstímar, og teir gera til samans 6 frágreiðingar um aðalroyndir og royndarrøð. Miðað verður ímóti, at frágreiðingar, ið lærarin rættar og ger viðmerkingar til, skulu orðast greitt og neyvt.

7.6 Skrivligar uppgávur fevna um ástøðilig greiðsluevnismál og uppgávurokning. Tær verða tiknar uppí í sambandi við tey viðgjørdu evnini. Umframt at fremja fatanina av evnafrøðiligum reglusemi skulu skrivligu uppgávurnar venja næmingarnar at orða seg skrivliga um evnafrøðilig greiðsluevnismál og læra teir at hava tamarhald á evnafrøðiligum teknmáli og støddarlíkningum. Í arbeiðnum við at loysa skrivligar uppgávur skulu næmingarnir venjast í at arbeiða við talvuverkum og hjálparmiðlum, sum eru loyvd til próvtøkuna. Eitt svar upp á eina taluppgávu skal eisini hava tekst, tekningar, evnafrøðiligar formlar, møguliga strukturformlar í slíkan mun, at týðuliga sæst, hvussu næmingurin hevur hugsað. Uppgávuloysn fer lutvíst fram í tímunum, og lutvíst sum skrivligt heimaarbeiði. Tær skrivligu uppgávurnar, sum lærarin rættar og ger viðmerkingar til, fevna um 18 - 20 uppgávurøð, sum í vavi svara til 75 -100% av einum próvtøkurað.

7.7 Teld er partur av undirvísingini. T.d kunnu amboðsforrit, venjingarforrit, samlátsforrit og dátugrunnar verða nýtt. Í sambandi við royndararbeiðið kann edv nýtast til at savna og viðgera mátingar (datafongur) og til at stýra og hava eftirlit við royndaruppsetingum.

8.1 Aðalevnisøkini fevna um:
a)Elektronbygnaðin hjá mýlum og ionum.
Skipað viðgerð av elektronkonfiguratiónini hjá atomum, herundir orbitalhugtakið. Elektronbygnaður og bindingarástøði. Sigma- og piorbitalar. Dýpandi innlit í intermolekylerar bindingar hjá evnum.
b) Upploysingar og gass.
Skipað gjøgnumgongd av konsentratiónsmálum hjá upploysingum, kókipunktshækking, frystipunktslækking og osmotiskum trýsti. Leiðingarevni (konduktansur) og nýtsla av lógini hjá Kohlrausch skal viðgerðast. Útrokningar, ið fevna um reaktiónir í gassfasu, herundir partialtrýst av einum idealum gassi og trýst-rúmd-arbeiði, skal gjøgnumgangast.
c) Thermodynamikk og evnafrøðiliga javnvág.
Fyrsti høvuðssetningur í thermodynamikkini við serligum atliti at enthalpi í eini evnafrøðiligari reaktión. Annar høvuðssetningur í thermodynamikkini, gjøgnumgongd av thermodynamisku støðufunktiónunum: Gibbs-orka og entropi við atliti at treytum fyri evnafrøðiligari javnvág og nýtslu í fleiri høpum. Nøgdarlig viðgerð av samvorðnum og misvorðnum javnvágum, umframt av javnvágkonstantinum og hvussu hann er bundin at temperaturinum. Sýru-basu-ástøði og dømi um koplaðar javnvágir skulu viðgerast.
d)Elektrokemi.
Elektrokemiskar cellur (galvanisk elementir), herundir celludiagrammir og cellureaktiónir eins og elektrodupotentialir. Sambandið millum elektromotoriska kraft (hvíluspenning) og tap í Gibbsorku í einum elementi skal vísast. Hvussu elektrodupotentialið er treytað av konsentratiónini skal viðgerast, ásetan av javnvágkonstantum og ymisk sløg av elektrodum skulu viðgerast. Tæring og tæringarverja av metallum skal viðgerðast, og tey týdningarmestu battaríini frá gerandisdegnum umrøðast. Dømi um elektrolysu og nýtslu av elektrolysu til ídnaðarframleiðslu av metallum skulu gevast.
e)Reaktiónskinetikk.
Ritberingin fyri reaktiónsferð skal setast upp og reaktiónsordan allýsast. Økið fevnir um nulta-, fyrsta- og pseudofyrstaordans reaktiónir eins og serdømi um reaktiónir av øðrum ordan. Dømi um reaktiónsmekanismur skulu umrøðast. Ferðkonstanturin, og hvussu hann er bundin at hitanum, skal viðgerðast nøgdarliga, og í hesum sambandi eisini hvussu stór aktiveringsorkan er.
f)Lívrunna og bioorganiska evnafrøði.
Dýpandi viðgerð av týðandi lívrunnum evnabólkum við atliti at mýlabygnaðinum og eginleikum. Dýpandi viðgerð av bygnaði og evnafrøðiligum eginleikum hjá lívfrøðiligum virknum evnasambindingum við atliti at evnis- og orkuflutningi. Dømi um orkuumseting við nýtslu av thermodynamiskum støðufunktiónum skulu viðgerðast dygdarliga.
g)Valfrítt evni.  
Valfría evnið fevnir um í minsta lagi 15% av undirvísingartíðini og fevnir vanliga um meiri enn eina sjálvstøðuga undirvísingargongd.

8.2 Lisnar verða umleið 250 síður.

Próvtøkan

9.1 Hildið verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 30 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

9.2 Próvtøkupensum fyri næmingar eftir vanligum treytum er 130 - 150 síður, alt eftir hvat undirvísingartilfar er nýtt. Harafturat skulu allar 6 frásagnirnar gevast upp. Próvtøkupensum skal fevna bæði um aðalevnisøkini og valfría evnið.

9.3 Próvtøkupensum fyri sjálvlesandi og næmingar, sum fara til próvtøku eftir serligum treytum, er tað sama sum lesipensum umframt allar frágreiðingar frá einum starvstovuskeiði, smbr. fylgiskjal 33, ella samsvarandi.

9.4 Loyvdir hjálparmiðlar í fyrireikingartíðini eru: bøkur, evnissøvn, talvuverk, uppgávur, frágreiðingar og annað skrivligt tilfar, sum hevur verið nýtt, ella sum er gjørt í sambandi við undirvísingina. Tól, ið hava týdning fyri uppgivnu royndirnar. Góðkendur lummaroknari.

9.5 Próvhoyrarin hevur ábyrgdina av, at próvtakarin í so stóran mun sum gjørligt hevur atgongd til neyðugu tólini. Próvhoyrarin hevur eisini ábyrgdina av, at bøkur og evnissøvn í próvtøkupensum eru til taks í fyrireikingarhølinum. Aðrar loyvdar hjálparmiðlar hevur próvtakarin sjálvur ábyrgdina av at hava við.

9.6 Einstaki próvtakarin verður próvhoyrdur í tveimum spurningum:
a)einum spurningi í einum av uppgivnu royndunum, og
b)einum spurningi í einum ástøðiligum evni í próvtøkupensum.

Teir báðir spurningarnir skulu vera settir soleiðis saman, at teir eru um ymisk evni. Spurningurin í tí ástøðiliga evninum skal vera breiður og má í mest møguligan mun ikki umskarast við ástøðiliga partin í spurninginum í royndini. Áðrenn próvtøkuna skulu próvhoyrararin og próvdómarin hava ásett ein framferðarhátt fyri tey føri, tá tveir próvtøkuspurningar, ið fevna um somu tól, verða tiknir hvør eftir annan. Próvtakararnir skulu kunnast um framferðarháttin.

9.7 Meðan próvtøkan fer fram, skulu tól, ið hoyra til spurningin í royndini, vera tøk. Har tað verður hildið hóskandi, kunnu talvur, myndir, tekningar ella líknandi frá frágreiðingunum ella øðrum hjálparmiðlum hjá próvtakaranum takast við í próvhoyringina.

9.8 Í metingini skal dentur leggjast á, um próvtakarin hevur verið førur fyri at nýta sína evnafrøðiligu vitan.

9.9 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

10.1 Hildin verður ein skrivlig próvtøka, ið varir 4 tímar. Próvtakararnir fáa uppgávur í aðalevnisøkjunum, sum fevna um evnafrøði sum vallærugrein og evnafrøði á hástigi (1 ára-gongd), burtursæð frá pørtum av umhvørvisevnafrøðini og bioorganisku evnafrøðini. Teir formlar, ið eiga at vera kendir, finnast í "Formelsamling Kemi". Skúlafyrisitingin sendir út dømi um vegleiðandi uppgávur.

10.2 Loyvdir hjálparmiðlar eru: "Formelsamling Kemi" (verður útflýggjað), "Matematisk Formelsamling, obligatorisk niveau" (verður útflýggjað), "Databog Fysik og Kemi" (F & K Forlaget) ella talvuverk av líknandi vavi (kann havast við ella verður útflýggjað). Góðkendur lummaroknari (kann havast við ella verður útflýggjaður). Millimeturpappír, einkult- og dupultlogaritmiskt pappír (verður útflýggjað).

10.3 Givið verður 1 próvtal við støði í einari heildarmeting.

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 6

Juli 1996

Evning

Felagslærugrein

Endamálið

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir ogna sær fortreytir at kunna uppliva og skilja myndlist,
b)at næmingarnir við arbeiðinum við visuellum framsagnum fáa innlit í arbeiðshættir í myndaframleiðslu,
c)at næmingarnir við hesum arbeiði læra at skilja myndir sum fráboðanarmiðil og fagurfrøðiliga framsøgn og
d)at næmingarnir menna fagurfrøðiligu sansir sínar.

Undirvísingin

2.1 Undirvísingin skal gjøgnum arbeiðið við teimum ymisku myndaformunum geva næmingunum fortreytir fyri at uppliva og skilja ta skapandi tilgongdina og tær visuellu framsagnirnar. Tað verkliga og tað ástøðiliga arbeiðið skulu samansjóðast mest gjørligt.

2.2 Undirvísingin kann umrøða allar visuellar framsagnir; arbeitt verður meiri nágreiniliga við einum av trimum bólkum:
a) Myndum á flatu, t.d. tekningum, málningum, grafikki, fotomyndum.
b)Myndum í rúmi, t.d. standmyndum, byggilist, pallsmíði.
c)Myndum í tíð, t.d. sjónbondum, ljóði/dias, performance

Í tann mun, tað er viðkomandi fyri lærugreinina, skal EDV vera partur av undirvísingini.

Innihald í undirvísingini

3.1 Undirvísingin fevnir um:
1)Arbeiði við staklutum í myndum, t.d.: stødd, proportión, form, mótsetningar, rúm, rørslu, ljós, litir, tekstir og struktur. Undirvísingin má leggja dent á, at staklutirnir umboða eina heild, sum bert kann skiljast út við greining fyri eyga. Gjøgnum verkliga arbeiðið og einklar visuellar venjingar skulu næmingarnir vinna sær vitan um visuella sansing og treytir fyri myndaskapan.
2)Lýsing av sambandinum millum eygleiðingina og mentanarskaptu fortreytirnar fyri myndlistarligum framsagnum. Bæði samtíðarlist og list úr øðrum tíðarskeiðum og úr øðrum mentanum skal vera partur av frálæruni. Undirvísingin skal eisini viðgera visuellar framsagnir, sum ikki eru serstøk myndlist.
3)Í einar 2-3 vikur (í minsta lagi 6 tímar) arbeiða næmingarnir hvør sær ella í bólkum við einari verkligari verkætlan, sum skal menna evnini til visuella hugsan og samstundis læra teir at bera hana fram.

3.2 Næmingarnir skulu venjast at brúka frøðiorðini, ið eru knýtt at lærugreinini og at málbera seg um lærugreinina sum heild.

3.3 Arbeiðið hjá næmingunum skal - tá ið tað er gjørligt - javnan sýnast fram uttan fyri lærugreinarhølið.

Vallærugrein

Endamálið

4. Endamálið er,
a)at næmingarnir ogna sær fortreytir at uppliva og skilja myndlist,
á)at næmingarnir ogna sær egnar royndir í myndskapandi tilgongd,
b)at næmingarnir ogna sær verkligar royndir og vitan um arbeiðshættir í myndagerð og
e)at næmingarnir kunnast við háttaløg í greining og meting av myndum sum fagurfrøðiligari frásøgn og framsøgn.

Undirvísingin

5.1 Høvuðsdentur verður lagdur á verkliga arbeiði næminganna.

5.2 Undirvísingin skal gjøgnum arbeiði við ymiskum myndaformum geva næmingunum fortreytir at uppliva og skilja ta skapandi gongdina og tær visuellu framsagnirnar.

Allar visuellar framsagnir kunnu vera umboðaðar í undirvísingini. Arbeiðast skal við hesum trimum bólkum:
a)myndum á flatu, t.d. tekningum, málningum, grafikki, fotomyndum.
á)myndum í rúmi, t.d. standmyndum, byggilist, pallsmíði.
b)myndum í tíð, t.d. sjónbondum, ljóði/dias, performance

Tveir av bólkunum skulu viðgerast neyvari. Í tann mun, tað er fakliga viðkomandi fyri lærugreinina, skal edv vera partur av undirvísingini.

Innihald í undirvísingini

6.1 Undirvísingin fevnir um:
1)Arbeiði við myndlistaligum tilgongdum og grundleggjandi myndahugtøkum gjøgnum egnu royndir næminganna við myndlistini. Dentur verður lagdur á samspælið millum hugskot, tilevning og greining.
2)Arbeiði við fjøltáttaðum funksjónum í myndaframsøgnini - søguliga og sosialt. Bæði samtíðarlist og list úr øðrum tíðum og úr øðrum mentanum skal vera partur av frálæruni. Undirvísingin skal eisini viðgera visuellar framsagnir, sum ikki eru serstøk myndlist. Arbeitt verður við ymiskum greiningarháttum, og í ávísan mun verður mett um endamálið við háttalagnum og nyttuna av hesum.
3)30-40 tímar verða settir av til praktiska verkætlan, har ið næmingarnir arbeiða hvør sær ella í bólkum. Verkætlanin skal menna evni til visuella hugsan og læra næmingarnar at bera hana fram og eisini at málbera seg í myndum. Verkætlanin er partur av próvtøkuni.

6.2 Arbeiðið hjá næmingunum skal javnan og so ofta, tað er gjørligt, sýnast fram uttan fyri lærugreinarhølið.

6.3 Næmingarnir skulu venjast við at brúka frøðiorðini, ið eru knýtt at lærugreinini, og at málbera seg um lærugreinina sum heild. Lesipensum fevnir um 100-150 síður.

Próvtøkan

7.1 Til próvtøkuna verða givnar upp 80-100 síður.

7.2 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 næmingar vera próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming

7.3 Fram ímóti próvtøkuni skipar próvtakarin fyri framsýning av verkætlan síni og øðrum arbeiðum, sum gjørd eru í undirvísingartíðarskeiðinum, herímillum eisini heimaarbeiðum. Arbeiðini skulu á nøktandi hátt umboða tey øki, sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Framsýningin skal vísa bæði skitsur og tað, sum meira er arbeitt við. Arbeiði, sum ikki eru partar av sjálvari framsýningini, skulu vera til taks við próvtøkuna. Øll arbeiði skulu vera dagfest og hava frámerki. Próvtakarin velur sjálvur út, setur fram og heingir upp. Lærarin hjálpir einans við tí praktiska. Settir verða 1-2 dagar av til at fyrireika framsýningina - alt eftir hvussu nógvir próvtakararnir eru.

7.4 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, leggja fram, tá ið próvtøkan byrjar, 10-15 sjálvstøðug arbeiði. Í minsta lagi tvey avrik úr bólkunum flata, rúmi og tíð skulu vera umboðað í so stóran mun, at próvtakarin vísir fakliga breidd. Tey sjálvstøðugu avrikini verða ikki dømd. Sjálvlesandi og næmingar undir serligum treytum fara í staðin fyri at hava framsýningina (sí niðanfyri pkt. b) til eina verkliga próvtøku, ið varir 4 tímar. Henda verkliga próvtøkan byggir á tey sjálvstøðugu arbeiðini, sum eru løgd fram, tá ið próvtøkan byrjar. Harumframt verða givnar upp 150 síður í próvtøkupensum.

7.5 Í fyrireikingarrúminum skulu tær lærubøkur og handbøkur, sum hava verið brúktar í undirvísingini, vera til taks. Próvtakarin kann harumframt taka við sær egnar uppskriftir, yvirlit, ljóstøk av tekstum og annað tilfar frá undirvísingini.

7.6 Próvtøkan er í tveimum pørtum:
a)Ein hoyring, ið byggir á ókent myndatilfar, sum er í samsvari við undirvísingina. Próvhoyrarin velur myndatilfarið, og tað skal svara til tey øki, sum hava verið partur av undirvísingini. Hesi øki skulu vera umboðað í próvtøkuspurningunum: 2 av 3 bólkum, sum hava verið neyvari viðgjørdir - samtíðarlist - list úr øðrum tíðarskeiðum - list úr øðrum mentanum - visuellar framsagnir, sum ikki eru serstøk myndlist. Orðaðir skulu vera í minsta lagi 5 spurningar. Talið á spurningum skal vera tveir fleiri enn talið á próvtakarum.
á)Próvdómari og próvhoyrari meta um framsyningina hjá næminginum, uttan at hann er hjástaddur. Sjálv framsýningin av avrikum í bólkinum _myndir í tíð" kann krevja, at próvtakarin er hjástaddur. Hesar sýningar mugu í mesta lagi vara 8 minuttir. Hjá sjálvlesandi og næmingum undir serligum treytum, verður - ístaðin fyri framsýningina - mett um avrikini frá verkligu próvtøkuni upp á 4 tímar.

Tað ókenda myndatilfarið skal í sambandi við próvtøkuna hjá sjálvlesandi og næmingum undir serligum treytum svara til tey øki, sum eru partar av uppgevingini.

7.7 Í próvtøkuparti A skal próvtakarin metast eftir evnum sínum at greiða frá, greina og meta, eins og evnum sínum at seta myndatilfarið í samband við gjøgnumgingna tilfarið og annars evni sínum at seta í frásjón. Í próvtøkuparti B verður - við støði í framsýningini - mett um fatan próvtakarans av myndlistaligum tilgongdum og evni hansara at hugsa visuelt og bera tað fram. Í metingini kann verða hugsað um ta visuellu framsýning av arbeiðunum. Næmingaarbeiði, sum ikki eru sýnd fram, kunnu verða tikin við at byggja metingina á.

8. Givið verður 1 próvtal fyri alt avrikið við støði í eini heildarmeting.

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 7

Juli 1996

Filmur og sjónvarp

Vallærugrein

Endamálið

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir menna evni síni sjálvstøðugt og skapandi at greiða frá í mynda- og ljóðmiðlunum,
b)at næmingarnir gerast virknir og tilvitandi nýtarar og brúkarar av teimum elektronisku miðlunum og filmum,
c)at næmingarnir menna evni síni at greina fjølmiðlaframleiðslur til tess at ogna sær innlit í og vitan um mynda- og ljóðmiðlaframleiðslur í søguligum, politiskum, búskaparligum og institutionellum høpi, og
d)at næmingarnar økja um møguleikar sínar fyri upplivingum av sosialari, kensluligari og intellektuellari náttúru gjøgnum tað verkliga og ástøðiliga miðlaarbeiðið.

Undirvísingin

2.1 Næmingarnir skulu arbeiða bæði verkliga og ástøðiliga við miðlunum, av tí at undirvísingin miðar eftir at skapa samanhang millum verkliga arbeiðið og ástøðiligu viðgerðina. Miðast skal eftir eini javnvág millum verkliga og ástøðiliga partin í lærugreinini.

2.2 Hvør bólkur skal fullføra tvær verkligar og tvær ástøðiligar gongdir. Harumframt kann verða arbeitt við tveimum gongdum eftir fríum vali.
1)Tvær verkligar gongdir: Arbeitt kann vera við sjónbondum, ljóði/dias, smalfilmum og ljóðframleiðslum. Í minsta lagi ein av framleiðslunum skal verða evnað til í einum myndmiðli.
2)Tvær ástøðiligar gongdir: Undirvísingin skal fevna um bæði filmar og teir elektronisku miðlarnar.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Verkliga arbeiðið fevnir um gerð av mynd- og ljóðframleiðslu, t.d. video, ljóði/dias, smalfilm og ljóðbond. Í undirvísingini skal verða givin grundleggjandi vitan um ein ella fleiri framsagnarhættir og framleiðslugongdir innan hesar miðlar. Arbeiðið skal fevna um allar partar í eini miðlaframleiðslu.

3.2 Í ástøðiliga arbeiðnum verður arbeitt greiningarliga og ástøðiliga við filmi og elektronisku miðlunum innan avmarkað evni, tíðarskeið ella temu. Undirvísingargongdirnar, sum verða valdar, skulu vera fjøltáttaðar, bæði hvat ið viðvíkur vali av miðli og innihaldi.

3.3 Til ástøðiligu gongdina skulu lesast 75-100 tekstsíður.

3.4 Undirvísingargongdirnar skulu fevna um hesi 5 sjónarhorn, og øll 5 sjónarhorn skulu viðgerast:
1)fagurfrøðiligt sjónarhorn
2)framleiðsluligt sjónarhorn
3)søguligt sjónarhorn
4)institutionelt sjónarhorn
5)sosiologiskt-sálarfrøðiligt sjónarhorn.

Próvtøkan

4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka, sum fevnir um tveir partar:
a)eina munnliga bólkapróvtøku við støði í verkliga arbeiðnum. Próvhoyringartíðin er umleið15 minuttir fyri hvønn próvtakara
b)eina munnliga einstaklingspróvtøku í ástøðiliga arbeiðnum. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 1,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming

4.2 Próvtøkan fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, fevnir um:
a)eina próvtøkuframleiðslu í einum av teimum nýttu miðlunum, og
b)ástøðiligar gongdir við tilhoyrandi ástøðiligum tekstum. Bæði filmar og elektronisku miðlarnar skulu vera umboðaðir í pensumuppgevingunum. Til tær ástøðiligu gongdirnar skulu umframt miðlaframleiðslurnar í minsta lagi 75 tekstsíður gevast upp.

4.3 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, skulu sum próvhoyringarstøði í verkligari miðlaframleiðslu leggja fram eina tilevnaða sjónbands-/films- ella ljóð/diasframleiðslu, sum í minsta lagi er 5 minuttir til longdar. Hendan próvhoyringin er í staðin fyri bólkapróvtøkuna. Til próvtøkuna í ástøðiligari miðlagreining verður tann sjálvlesandi/næmingurin eftir serligum treytum at geva upp í minsta lagi 3 ástøðiligar gongdir. Bæði filmar og elektronisku miðlarnir skulu vera partar av uppgevingunum. Til tær ástøðiligu gongdirnar skulu umframt miðlaframleiðslurnar í minsta lagi 125-150 blaðsíður gevast upp.

4.4 Allir hjálparmiðlar, eisini egnar uppskriftir, eru loyvdir í fyrireikingartíðini, men ikki undir próvhoyringini. Undir próvhoyringini kunnu sum stuðul undir framløguni brúkast uppskriftir, sum eru gjørdar í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.

4.5 Neyðugur útbúnaður (t.d. sjónbandaspælari og monitorur, 16 mm framvísari) skal vera tøkur í fyrireikingarhølinum og í próvtøkuhølinum. Próvtakarin skal sjálvur passa tólini.

4.6 Próvtøkan í verkligari miðlaframleiðslu (bólkapróvtøkan) og próvtøkan í ástøðiligari miðlagreining (einstaklingspróvtøkan) skulu haldast sama dag. Bólkapróvtøkan skal verða avgreidd áðrenn einstaklingspróvtøkuna.

4.7 Próvtøkuframleiðslur, próvtøkuspurningar og próvtøkutilfarið skulu sendast próvdómaranum í seinasta lagi 7 dagar fyri próvtøkudagin. Av praktiskum orsøkum kann tó víkjast frá hesi reglu, við at próvdómarin fær møguligar ljóð/diasframleiðslur at síggja beint fyri próvhoyringarbyrjan.

4.8 Støðið undir bólkapróvtøkuni er miðlaframleiðslan hjá bólkinum og innleiðandi framløgurnar hjá bólkaluttakarunum. Endurgevingarnar úr miðlaframleiðsluni kunnu eftir ynski hjá bólkinum, próvhoyraranum ella próvdómaranum vísast, meðan próvtøkan fer fram. Tað, sum eftir er av bólkapróvtøkuni, fer fram sum ein samtala millum próvhoyrara, próvdómara og próvtakararnar. Ígjøgnum samtalu og spurningar skal greiða fáast á miðlatilvitanini hjá bólkaluttakaranum um framleiðslu teirra.

4.9 Ástøðiliga einstaklingspróvtøkan fer fram við støði í einari ikki gjøgnumgingnari films-, sjónvarps- ella útvarpsupptøku, møguliga við nøkrum stillmyndum og/ella prentaðum tilfari løgdum aftrat, og valt soleiðis at gjøgnumgingið tilfar verður partur av próvhoyringini. Próvtakarin verður próvhoyrdur í evnum sínum at draga fram týdningarmikil sjónarmið í tilfarinum. Saman við films- og sjónvarpsframleiðslunum/upptøkunum skal vera eitt ark við neyðugum realupplýsingum umframt møguligum vegleiðandi spurningum, sum greitt skulu vísa próvtakaranum tað sjónarhornið, sum viðgerðin skal taka støðu í. Próvtøkuendurgevingarnar eru vanliga ikki longri enn 6-7 minuttir. Hvør upptøka, sum verður nýtt til próvtøkuna, verður sett fyri seg á eitt óinnspælt band, og einki annað mynda/ljóðtilfar má vera á bandinum.

4.10 Í dømingini av próvtøkuframleiðsluni skal høvuðsdenturin leggjast á miðlaframleiðsluna, t.e. bólkaluttakaranna evni at bera fram egnu hugskot og førleika sín í at brúka teir serligu framsagnarmøguleikarnar í nýtta miðlinum. Harumframt skulu innleiðandi framsetingar hjá bólkinum saman við eftirfylgjandi samtaluni vera partur av metingin. Serligt próvtal verður ikki givið fyri próvtøkuframleiðsluna (bólkapróvtøkuna), men metingin av henni vigar við somu vekt í ásetanini av endaliga próvtalinum sum metingin av einstaklingspróvtøkuni.

5. Givið verður 1 próvtal fyri alt avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 8

Juli 1996

Fiskivinna

Vallærugrein

Endamálið

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir fáa grundleggjandi innlit í tey náttúru- og samfelagsviðurskifti, sum hava týdning fyri fiski- og alivinnuna í Føroyum
b)at næmingar gerast førir fyri vandnir at meta um upplýsingar, sum hava við fiski- og alivinnuna at gera, og at taka støðu til sjónarmið í dagliga kjakinum
c)at næmingarnir fata fortreytirnar í hugburðinum hjá teimum, sum starvast í vinnuni, og teimum, sum skulu leggja ein langtíðar fiskivinnupolitikk til rættis, soleiðis at næmingarnir læra at nýta sína vitan at taka støðu til spurningar og trupulleikar í fiski- og alivinnuni.

Undirvísingin

2.1 Undirvísingin er býtt sundur í 6 høvuðsøki, sum øll skulu viðgerast. Fakliga dygdin verður tryggjað við, at farið verður gjølla um í minsta lagi 4 av høvuðsøkjunum. Ein verkætlan, sum fevnir um minst tvey høvuðsøki, kann gerast.

2.2 Í undirvísingini skal serstakur dentur leggjast á føroysk fiskivinnuviðurskifti og fiskivinnuspurningar. Tó kunnu útlendsk og millumtjóða viðurskifti viðgerast, har tey økja um fatanina.

2.3 Sum ein natúrligur partur av undirvísingini kann virksemið uttan fyri skúlan fevna um vitjanir á virkjum, skipum og stovnum.

2.4 Í undirvísingini skulu dagsins mál eiga innivist.

2.5 Næmingarnir skulu læra at viðgera lærugreinina bæði munnliga og skrivliga. Lærarin kann bæði lata næmingarnir gera eitt ávíst tal av starvsstovuroyndum og virkisvitjanum við tilhoyrandi frágreiðingum og lata næmingarnar loysa skrivligar uppgávur í sambandi við høvuðsøkini í undirvísingini, umframt at ein verkætlan kann gerast. Í øllum førum skal lærarin meta um og gera viðmerkingar til skrivligu avrikini.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Undirvísingin fevnir um hesi øki:
1) Lív og umhvørvi
Í undirvísingini skal kunnast um djóra- og fiskaskipanina við serligum denti á teir bólkar, sum beinleiðis ella óbeinleiðis hava týdning fyri fiskiskap. Næmingarnir skulu duga at nýta ein fiskagreiningarlykil. Kropsbygnaðurin og lívsvirkið hjá einum vanligum fiskaslag skal viðgerast saman við krøvunum hjá fiskum til umhvørvið. Í vistfrøði skulu havevnafrøðilig viðurskifti sum t.d. hiti, salt, føðslusølt og súrevni verða viðgjørd við serligum atliti at viðurskiftunum í havinum. Harumframt skulu hesi evni verða nágreiniliga lýst og viðgjørd: Brutto- og nettoframleiðsla, føðiketur og føðinet, evnisringrásin og orkustreymurin. Í hesum sambandi skal ávirkanin av umhvørvisdálking á vistskipanina eisini viðgerast við høvuðsdenti á dálking við plantu- og skordjóraeitri, lívfrøðiligari dálking, dálking við tungmetalum og oljudálking.
2)Fiskifrøði og stýring
Arbeiðsøkið hjá fiskifrøðingum og innsavnan av tilfari til fiskifrøðiligt ráðgevingararbeiði skal lýsast við denti á forsagnum um tilgongd, vakstrar- og aldursgreiningar. Í hesum sambandi verða yngul- og yvirlitstrolingar tiknar við í undirvísingina. Stovnshugtakið og hvussu støddin á einum stovni verður ávirkað av náttúru- og fiskiávum skal viðgerast við dømum úr føðiketuni. Næmingarnir skulu í høvuðsheitum skilja endamálið og framferðarháttin við hesum stovnsmetingarháttum: VPA-kanningar (útroknað við prosentum), merkiroyndir og ekkointegratormátingar. Galdandi reglur fyri stýring av fiskiskapinum undir Føroyum skulu lýsast gjølla, og undirvísingin skal fevna um búskaparliga og lívfrøðiliga stýring av fiskiskapinum. Arbeiðsøkið hjá Fiskiveiðueftirlitinum. Millumlanda fiskifrøðilig ráðgeving verður lýst við arbeiðsgongdini hjá altjóða ráðnum fyri havrannsóknir (ICES).
3)Streymviðurskifti - fiskileiðir, fiskirættindi og fiskiflotin
Í undirvísingini skulu næmingarnir fáa kunnleika til dýpi og botnviðurskifti og duga at meta um týdningin av hesum fyri fiskiskap. Kunnast skal eisini um høvuðsstreymarnar í landnyrðingspartinum av Atlantshavi, serliga Føroyaøkinum, og um sjóvarfalsstreymar. Næmingarnir skulu duga at rokna streym eftir álmanakkanum og meta um rákið eftir streymtalvu. Í undirvísingini skal kunnast um fiskiskapin undir Føroyum hjá føroyingum og útlendingum. Somuleiðis skulu broytingar í veiðu og fiskileiðum hjá føroyska fiskiskipaflotanum viðgerast. Galdandi fiskiveiðusáttmálar við onnur lond. Høvuðssløgini av reiðskapi skulu viðgerast og bólkast eftir, hvussu tey virka. Tey vanligastu sløgini av staðfestingartólum og leitingartólum skulu kennast, og kunnast skal um meginreglurnar í virkisháttinum. Samansetingin í føroyska fiskiskipaflotanum skal viðgerast við atliti at fiskileiðum, reiðskapi og rakstri.
4)Virking av fiski
Í undirvísingini skal kunnast um framleiðslugongdina umborð á fiskiskipum, útróðrarbátum og fiskavirkjum. Næmingarnir skulu kenna framleiðslugongdina av høvuðsvørubólkunum. Teir skulu eisini gera útrokningar við atliti at, hvussu rávøruprísur, ymiskir kostnaðir, úrtøka, rakstrarfígging og søluprísur ávirka búskapin hjá fiskavirkjum. Í undirvísingini um aling skal framleiðslugongdin lýsast frá lívfiski til alifiskurin er klárur at fara á marknaðin. Næmingar skulu kunnast um galdandi reglur á aliøkinum, og teir skulu gera útrokningar av rakstrinum í alivinnuni. Við atliti at longu framleiðslutíðini skal tørvurin á rakstrarfígging og neyvari fíggjarstýring lýsast. Hagreiðing av fiski umborð og á landi skal setast í samband við tær broytingar, sum henda í fiskinum, tá ið hann doyr, verður viðgjørdur og goymdur. Týdningurin av fiski sum matvøru skal viðgerast og greitt verður frá um vørusamanseting og vørumenning. Kunnast skal um kunda- og myndugleikakrøv til fiskavirking. Eisini skal kunnast um galdandi reglur á framleiðsluøkinum.
5)Búskap, marknaðarføring og sølu
Tann samfelagsligi týdningurin av fiski- og alivinnuni verður lýstur við t.d. hagtølum um framleiðslu, útflutning og lønarkostnaðir. Kunnast skal um útflutningin til tey týdningarmestu keyparalondini. Handilsavtalur við høvuðsmarknaðir skulu viðgerast við atliti at menningarmøguleikum og forðingum. Marknaðurin skal lýsast við støði í viðurskiftum, sum ávirka útboð og eftirspurning eftir fiski. Lýst verður, hvussu søla av fiski í Føroyum er skipað við sølu millum skip og virki. Í hesum sambandi skal uppboðssølan eisini lýsast. Kunnast skal um sølu millum skip, virki og sølufeløg. Søla av rávørum og hálvvirkaðum vørum til virkismarknaðin og lidnum vørum til brúkaramarknaðin skal lýsast nágreiniliga við atliti at skiftisrøð, marknaðarføring, vørumenning og marknaðarmenning. Í hesum sambandi skal eisini greiðast frá um sølu av feskum vørum og vørum, sum halda sær longur. Virkisøkið hjá útlendskum uppboðssølum og fiskamarknaðum skal lýsast.
6)Felagsviðurskifti og trygdarskipanir
Greitt verður í stuttum frá feløgunum, sum hava samband við fiskivinnuna, og sáttmálin millum Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag verður viðgjørdur. Tey nýggjastu hýrutølini fyri teir ymsu skipabólkarnar verða viðgjørd og sammett við lønarlagið á landi, og næmingarnir skulu fara ígjøgnum dømi um avrokningar til manningina. Undirvísingin leggur dent á at lýsa almennar stuðuls- og trygdarskipanir til útróðrarbátar, skip og manning.
7) Valfría verkætlan
Næmingarnir kunnu, saman við læraranum, velja at gera eina verkætlan innan fyri eitt av teimum kravdu kjarnuøkjunum. Arbeitt verður vanliga í bólkum, og arbeiðið endar við eini skrivligari frágreiðing.

 

Próvtøkan

4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka við fyrireiking. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

4.2 Fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum umframt møguligar starvsstovufrágreiðingar, sum hoyra til. Uppgivna tilfarið verður skipað eftir økjum, soleiðis at nomið verður við øll økini. Av hesum skulu 4 viðgerast nágreiniliga. Um verkætlan er gjørd, er hon partur av próvtøkupensum.

4.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum umframt kravt royndararbeiði og starvsstovufrágreiðingar. Um verkætlan er gjørd, er hon partur av próvtøkupensum.

4.4 Próvtakarin fær ein próvtøkuspurning, sum er býttur sundur í stigvíst torførari undirspurningar. Við próvtøkuspurninginum skulu fylgja kend ella ókend fylgiskjøl (t.d. talvur, myndir ella tól). Møguliga ókend fylgiskjøl skulu líkjast tilfarinum, sum er brúkt í undirvísingini.

4.5 Til próvtøkuna eru hesir hjálparmiðlar loyvdir:

1) í fyrireikingartíðini: tilfar, sum hoyrir til próvtøkuspurningin, bøkur og annað tilfar, sum stendur á skjalinum fyri lesipensum. Harumframt egnar uppskriftir, møguligar royndarfrágreiðingar og lummaroknari.

2) undir próvhoyringini er tað loyvt próvtakaranum at styðja seg til próvtøkuspurningin og tilfar, sum hoyrir til próvtøkuspurningin, umframt til uppskriftir gjørdar í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur er ikki loyvt.

5. Givið verður 1 próvtal fyri munnliga avrikið við støði í einari heildarmeting.

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 9

Juli 1996

Fornaldarfrøði

Vallærugrein

Endamálið

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir ogna sær førleika í at greina og tulka grikskar tekstir í umseting og grikskar leivdir,
b)at næmingarnir ogna sær fjøltáttaðan kunnleika til mentanina í forna Grikkalandi við serligum denti á arkaiska og klassiska tíðarskeiðið,
c)at næmingarnir gjøgnum henda kunnleika til griksku mentanina ogna sær felags evropeiska hugtaksfatan og formmál og á tann hátt fáa møguleika fyri at skilja og taka støðu til samtíð sína.

Undirvísingin

2.1 Undirvísingin fer fram á keldugrundarlagi: týddir tekstir og endurgevingar av listaverkum frá griksku fornøldini. Í undirvísingini skulu næmingarnir partvís læra at greina og tulka tekstirnar og listaverkini í søguligum høpi, og partvís hava møguleika fyri sjálvir at meta um tær lívshættir og tær hugsanir, sum tilfarið ber fram. Høvuðsdentur verður lagdur á tekstalesturin.

2.2 Tekstirnir og listaverkini verða fyri tað mesta frá tíðarskeiðinum umleið 700 - 300 f.kr., tó soleiðis, at minoisk-mykensk, geometrisk, hellenistisk og rómversk tíð verður tikið við, í tann mun tað fremur endamálið.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Lisnar verða tilsamans umleið 400 normalsíður av skaldskapi, leiklist og prosa. Homer, tann attiski sorgarleikurin og Platon skulu vera umboðað í pensum.

3.2 Eitt hóskandi úrval av listaverkum verður gjøgnumgingið: byggilist, standmyndir, keramikkur og onnur dømi um evnismentan.

Próvtøkan

4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

4.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp til próvtøkuna
-annaðhvørt 50 síður av skaldskapi, herundir Homer, 1 attiskan sorgarleik og 140 normalsíður av prosa, herundir Platon,
-ella 50 síður av skaldskapi, herundir Homer, 2 attiskar sjónleikir (harav í minsta lagi 1 sorgarleik), 100 normalsíður av prosa, herundir Platon.

Harumframt verður eitt hóskandi úrval av teimum gjøgnumgingnu listaverkunum uppgivið. Byggitekningar og eftirgerðir eru ikki sum listaverk at rokna.

4.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum, t.e. umleið 400 normalsíður.

4.4 Próvtakarin skal í fyrireikingarhølinum hava atgongd til rein eintøk av øllum bókum, ið nýttar hava verið í dagligu undirvísingini, herindir í tekstir og annað tilfar, sum lærarin hevur fjølritað næmingunum. Próvtakarin kann í fyrireikingarhølið taka við sær egnar uppskriftir. Tilskrivingar í útflýggjaðar bøkur og ljóstøk eru ikki at rokna sum egnar uppskriftir og mugu sostatt ikki takast við. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur er ikki loyvt.

4.5 Próvtakarin verður próvhoyrdur í einum ávísum tekstabroti á umleið 1,3 normalsíðu í einum av uppgivnu tekstunum. Harumframt verður hann próvhoyrdur annaðhvørt í einum av uppgivnu listaverkunum ella í onkrum, sum hevur týðilig felagseyðkenni við tað, sum er givið upp. Próvtakarin skal sjálvur skipa sítt svar - tí má útflýggjaða tekstabrotið og listaverkið ikki hava vegleiðandi spurningar. Próvtakarin skal greiða frá tekstabrotinum í síni heild og frá týðandi staklutum umframt seta tað í størri høpi. Listaverkið verður lýst, tíðarfest og sett í størri høpi. Høvuðsdentur verður lagdur á tekstabrotið bæði til próvhoyringina og í próvtalsásetanini.

5. Givið verður 1 próvtal fyri alt tað munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 10

Juli 1996

Franskt

Franskt byrjanarmál

Vallærugrein

Endamálið

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir verða førir fyri at lesa og skilja ikki torskiltar franskar tekstir,
b)at næmingarnir venjast í munnligum málfimi og fatan av talaðum fronskum, og
c)at næmingarnir gjøgnum arbeiðið við tekstunum fáa kunnleika um mentanarlig viðurskifti í Fraklandi og í ávísan mun eisini í øðrum franskttalandi londum.

Undirvísingin

2.1 Undirvísingin verður løgd soleiðis til rættis, at næmingarnir fáa eina málsliga vitan og eitt mentanarligt innlit, sum eisini í longdini kann vera teimum at gagni.

2.2 Við støði í tekstunum verður arbeitt miðvíst við orðatilfar og mállæru, soleiðis at næmingarnir læra at skilja talað og skrivað franskt, og soleiðis at teir fáa málslig amboð til munnliga og skrivliga at málbera seg á einum einføldum máli um teir lisnu tekstirnar og evnini.

2.3 Tað skrivliga arbeiðið skal stuðla tí munnliga málburðinum og skal málsliga og innihaldsliga vera eitt natúrligt framhald av dagliga arbeiðinum við tekstunum. Tað skal hjálpa næmingunum at skilja tann málsliga bygnaðin í tí franska málinum.

2.4 Arbeiðið við tekstunum skal venja munnliga framsetingarevnið hjá næmingunum, soleiðis at teir læra at greiða frá og viðgera evni, ið eru týðandi fyri mentanarøkið franska eins og í franskttalandi heiminum.

2.5 Teld er partur av undirvísingini.

2.6 Næmingarnir fáa undirvísing í skilagóðum brúki av orðabókum og øðrum hjálparmiðlum.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Lisnar verða í minsta lagi 120 normalsíður umfarmt byrjanartilfar, sum í vavi er umleið 50 síður. Lesipensum verður sett saman av tekstum úr Fraklandi og í ávísan mun eisini úr øðrum franskttalandi londum. Tekstir, sum eru umsettir til franskt úr staðbundnum máli í franskttalandi øki, kunnu vera partur av lesipensum.

3.2 Ein partur av tekstunum verður lisin nágreiniliga, aðrir leysliga, og brúktir verða ymiskir lestrarhættir. Ymisk sløg av tekstum, herundir í filmar, ljóðbond og myndir skulu nýtast.

3.3 Lesipensum kann fevna um arbeiði við AV-tilfari, herundir í edv-tilfar, í í mesta lagi 20 pultstímar, soleiðis at ein pultstími við AV-undirvísing svarar til 1,5 normalsíðu, tó í mesta lagi 30 normalsíður.

3.4 Skrivliga arbeiðið fer fram lutvíst heima og lutvíst í flokkinum. Skrivliga heimaarbeiðið fevnir um 6 fríar uppgávur á 1-2 síður og 5 uppgávur á 0,5-1 síðu.

3.5 Í sambandi við skrivliga arbeiðið, og tá ið skrivligu uppgávurnar verða latnar næmingunum aftur, fáa næmingarnir vegleiðing bæði í felag og einsæris.

Høvuðsuppgávan

4.1 Evnið á uppgávuni og arbeiðshátturin skulu liggja innan karmarnar hjá lærugreinini.

4.2 Høvuðsbókmentirnar, sum fevna um umleið 30 síður, verða lisnar á fronskum. Sitat, sum verða tikin haðani, verða skrivað á fronskum. Á tittulblaðnum verður víst á høvuðsbókmentir, sum hava verið brúktar. Í arbeiðinum við økinum, sum uppgávan byggir á, kann sum ískoyti brúkast tilfar á føroyskum ella øðrum málum. Verður mynda- og bandatilfar brúkt sum ein lítil partur av høvuðsbókmentunum, skal tað vera til taks við dømingina av svarinum. Høvuðsbókmentirnar kunnu ikki vera partur av lesipensum hjá valbólkinum.

4.3 Uppgávan verður vanliga skrivað á føroyskum. Dugir næmingurin betur franskt enn føroyskt, kann uppgávan kortini skrivast á fronskum. Verður hon skrivað á fronskum, skal eisini økið og uppgávuheitið orðast á fronskum. At uppgávan er skrivað á fronskum, verður ikki í sjálvum sær roknað sum ein fyrimunur í dømingini.

Próvtøkan

5.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka, ið fevnir um próvhoyring í einum lisnum og einum ólisnum teksti. Fyrireikingartíðin er umleið 50 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

5.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp 60 normalsíður av lesipensum, býttar yvir í minsta lagi 3 tekstir og temu. Ein tekstur ella eitt tekstaúrtak má í mesta lagi vera 25 normalsíður. Einans ótillagaður tekstur má gevast upp. Tilfar frá byrjanarbókum kann ikki vera partur av próvtøkupensum. Við tí uppgivna tilfarinum kann fylgja gjøgnumgingið myndatilfar.

5.3 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp 120 normalsíður, býttar yvir í minsta lagi 5 tekstir og temu. Einans ótillagaðir tekstir mugu gevast upp. Tilfar frá byrjanarbókum kann ikki vera partur av próvtøkupensum. Ein tekstur ella eitt tekstaúrtak má í mesta lagi vera 40 normalsíður. Við tí uppgivna tilfarinum kann fylgja myndatilfar.

5.4 Í fyrireikingarrúminum skulu hesir hjálparmiðlar vera til taks: orðabøkur, mállærur og aðrar handbøkur, sum próvtakarin hevur brúkt í undirvísingini. Harafturat koma rein eintøk av øllum uppgivnum tekstum, við orðalistum og viðmerkingum, sum hoyra til. Verður úrtak av einum størri, lisnum teksti ella úr einum størri, lisnum tema givið upp, skal allur tann lisni teksturin ella alt tað lisna temaið vera til taks. Próvtakarin kann hava egnar uppskriftir við til fyrireikingar. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt við í dømingini.

5.5 Próvhoyrt verður í einum ólisnum prosabroti á 1,5 normalsíðu, sum próvdómarin hevur valt, og í 0,5 normalsíðu úr lisna pensum. Ólisni teksturin skal hava regluteljing, og hann skal hava ein inngang á føroyskum/donskum. Í umsetingarpartinum kunnu upp í 5-6 orðatýðingar verða tilskilaðar. Frásagnarparturin skal ongar orðatýðingar hava, um ikki talan er um neyðugar realviðmerkingar ella sermerkt orð.

5.6 1/3 normalsíða av ólisna tekstinum verður umsett, helst frá byrjanini av í tekstinum. Restin verður í høvuðsheitum tikið saman um á føroyskum. Tað lisna tekstabrotið verður lisið upp og verður brúkt sum støði undir eini samtalu á fronskum. Í samtaluni verður tekstainnihaldið dýpað. Um próvtakarin hevur ringan málførleika, skal tekstainnlit próvtakarans móti próvhoyringarloki kannast á føroyskum.

5.7 Í dømingini av málførleikanum verður størri dentur lagdur á, hvussu flótandi og natúrligt próvtakarin málber seg, heldur enn um allir staklutir eru rættir. Dentur verður eisini lagdur á, at próvtakarin kann draga fram týdningarmiklar partar av tekstinum. Ein møgulig, dýpandi viðmerking á føroyskum verður mett eftir innhaldi og kann telja positivt í dømingini.

6. Givið verður 1 próvtal fyri alt tað munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

Hástig

7. Undirvísing og próvtøka í lærugreinini á hástigi fara fram sambært reglunum í kunngerð um studentaskúlar og stakgreinalestur á studentaskúlastigi (studentaskúlakunngerðin).

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 11

Juli 1996

Føroyskt

Felagslærugrein

Endamálið

1. Endamálið er:
-at næmingurin fær heildarfatan av føroyskari mentan og teimum rákum, sum hava ávirkað hana
-at næmingurin mennir og stimbrar hugin at lesa og uppliva tekst
-at næmingurin mennir síni skapandi evni
-at næmingurin lærir um tekstaviðgerð, og verður førur fyri at greina, fata og taka støðu til tekst
-at næmingurin verður førur fyri munnliga og skrivliga at próvføra og taka støðu til ymisk sjónarmið
-at næmingurin verður eggjaður til at taka lut í kjaki á fólkaræðisligum grundarlagi bæði í skrift og talu
-at næmingurin styrkir kensluna av at vera føroyingur, norðbúgvi, evropeari og heimsborgari.

Undirvísingin

2.1 Undirvísingin skal menna málsligu, fagurfrøðiligu, yrkisfrøðiligu, søguligu og bókmentasøguligu tilvitsku næmingsins og styrkja sjálvsfatan hansara. Herumframt skal undirvísingin stimbra og menna hug næmingsins at viðgera málsliga og listarliga skapan skynsamliga og vandaliga.

2.2 Tekstur og mál er grundarlag undir lærugreinini.

2.3 Tekstur er at skilja bæði sum fagrar bókmentir, yrkisbókmentir og fjølmiðlatekstir. Filmir, myndbond, myndir og ljóðbond eru eisini sum tekstir at skilja. Sølulýsingar og tíðindamyndir eru sum fjølmiðlatekstir at meta.

2.4 Verk er skaldsøga, sjónleikur, filmur ella savn av tekstum, sum eru settir saman eftir skaldskaparslag, evni, tíðarskeiði ella høvundi. Verk, sett saman av fleiri tekstum, skal í minsta lagi telja 80 normalsíður, yrkingasavn tó í minsta lagi 25 normalsíður.

2.5 Mynd, sum er lisin í flokkinum, telur 1 normalsíðu. Hvør undirvísingartími, sum burturav verður brúktur til mynd- ella ljóðbandaundirvísing kann umroknast til 5 normalsíður. Í mesta lagi 1/3 av verki kann verða mynd- ella ljóðband.

Innihaldið í undirvísingini

Høvuðstættirnir munnligt og skrivligt

3. Endamálið við munnliga og skrivliga táttinum er at læra næmingin at greina tekstir og tulka teir, at taka støðu til innihald, snið og boðskap í teksti og próvføra fyri sínum sjónarmiðum bæði munnliga og skrivliga. Gjøgnum orðaskifti um mál og málsligar spurningar skal tilvitska næmingsins um móðurmálið økjast og málburðurin skal mennast bæði munnliga og skrivliga. Næmingurin skal við egnum framløgum og framførslum læra at bera sínar hugsanir fram og við at brúka ymsar skrivligar samskiftishættir gerast tilvitaður um, hvussu skrivað mál sum amboð virkar.

Munnligi tátturin

4.1 Munnligi tátturin fevnir um:
-tekstagreining, tekstatulking, próvførslur og støðutakanir
-framløgur
-orðaskifti um mál og málsligar spurningar
-málburð

Tekstagrundarlagið skal vera fjølbroytt í tíð, sniði og innihaldi. 4 høvuðsverk og í minsta lagi 300 normalsíður verða lisnar í samsvari við karmarnar um tekst, evni og tíðarskeið. Næmingar og lærarar avgera í felag, hvønn bólk høvuðsdentur verður lagdur á, tó so at næmingarnir skulu hava kunnleika til høvuðsskeið, høvuðsrák og høvuðstekstasløg.

4.2 Høvuðsverk

Í minsta lagi 4 høvuðsverk skulu lesast. Høvuðsverkini skulu býtast javnt út á hálvurnar. Eitt av høvuðsverkunum kann vera filmur ella myndaverk. Í minsta lagi 2 høvuðsverk skulu vera upprunaføroysk. Í minsta lagi 1 høvuðsverk skal verða frá tíðini fyri 1920. Í minsta lagi 2 skulu vera frá tíðini eftir 1920. Í minsta lagi 1 høvuðsverk skal vera frá tíðini eftir 1960. Verkini skulu umboða ymisk bókmentarák og meira enn eitt tekstaslag.

4.3 Sjálvlisin verk

Hvør næmingur velur sær 6 bøkur, ið lærarin góðkennir, at lesa framíhjá. Bøkurnar skulu annaðhvørt vera upprunaligar føroyskar ella týddar til føroyskt. Næmingurin leggur sjálvlisnu verkini fram fyri læraran í ráðleggingartímum. Framløgurnar skulu vera javnt býttar út á bæði árini. Eftir samráð við læraran skal næmingurin skriva um eitt sjálvlisið verk, og verður hetta avrik talt upp í samlaðu longu verkevnini.

4.4 Tekstalestur fyri 1920

Frá tíðarskeiðinum fram til 1920 verða lisnar í minsta lagi 200 normalsíður:

a) úrval av skaldskapi á mannamunni, ið fevnir um í minsta lagi tveir av høvuðsbólkunum: kvæði, sagnir og ævintýr, verður lisið. Í minsta lagi 30 normalsíður verða lisnar,

b) tekstir frá tjóðskapartíðini skulu lesast í breiðum evropiskum mentanarhøpi. Í minsta lagi 50 normalsíður, ið fevna bæði um primer- og sekundertekstir, verða lisnar.

4.5 Tekstalestur frá 1920 og til í dag

Frá tíðarskeiðinum eftir 1920 verða í minsta lagi 400 normalsíður lisnar:
a)tekstir frá 1920 til 1960 verða settir í samband við rák í norðurlendskum/evropiskum bókmentum. Í minsta lagi 200 normalsíður verða lisnar,
b)tekstir frá 1960 og fram til í dag, umboðandi rák í umheiminum, skulu lesast. Í minsta lagi 200 normalsíður verða lisnar.

4.6 Fjølmiðlatekstir

Fjølmiðlatekstir skulu viðgerast og eiga at vera partur av grundarlagi undir undirvísing um samskifti. Í minsta lagi 20 normalsíður verða lisnar.

4.7 Myndir

Næmingurin skal læra at greina og tulka myndir við støði í grundleggjandi hugtøkum um myndasamanseting. Í minsta lagi 5 myndir verða lisnar.

4.8 Filmslist

Næmingurin skal læra at greina og tulka filmslistamál og grundleggjandi bygnað í filmslist. Í minsta lagi 1 filmur verður lisin.

4.9 Annar lestur

Søga, siðsøga, byggilist og annað tilfar kann lesast til tess at skapa greiðari fatan av ávísum tekstum og mentanarrákum. Hesir tekstir verða lisnir innan fyri karmarnar um tekst, evni og tíðarskeið.

4.10 Teld er partur av undirvísingini.

Skrivligi tátturin

5.1 Skrivligi tátturin hevur til endamáls at menna tilvitsku næmingsins um móðurmálið, og hvussu tað virkar sum samskiftisamboð, og menna evni hansara at málbera seg greidliga og rætt. Undirvísingin í skrivliga táttinum skal leggjast soleiðis til rættis, at hon er natúrligt framhald av arbeiðinum við munnligu táttunum.

5.2 Skrivligi tátturin fevnir um at læra næmingin:
-at greina ymsar samskiftishættir
-at greina og tulka tekstir
-at taka støðu til og føra prógv fyri sjónarmiði
-at skriva ymisk tekstasløg

5.3 Fyri jól skal næmingurin í 1. flokki hava grundskeið í skriving og innleiðslu í grundreglunum fyri, hvussu stórar ritgerðir verða skrivaðar, og hvørji krøv verða sett teimum.

5.4 Long og stutt verkevni

Bæði árini verður arbeitt við longum og stuttum verkevnum. Longu verkevnini hava til endamáls at greina og tulka fagurbókmentatekst í bundnum og óbundnum máli, yrkisbókmentatekst og myndir. Stuttu verkevnini hava til endamáls at læra næmingin at málbera seg skrivliga um onnur evni og á øðrvísi hátt, enn hann ger í sambandi við long verkevni. Næmingurin skal í minsta lagi skriva 8 stutt verkevni hvørt árið, umframt 6 long verkevni. Støðisritgerðin í 1. hálvu telur long verkevni.

Støðisritgerðin

5.5 Í 1. HF verður støðisritgerð skrivað við tí endamáli, at næmingurin lærir grundleggjandi:
-at skriva ritgerð
-at málbera seg skrivliga
-at finna fram tilfar
-at skipa tilfar
-at nýta keldutilfar
-at arbeiða innan fyri tíðar- og plássmark.

Evni og tilfar verða vald í samráð við læraran. Ritgerðin verður latin inn í seinasta lagi 1. februar og latin næminginum aftur í seinasta lagi 4 vikur eftir, at hon er latin inn. Hvør næmingur skal hava skrivliga eftirmeting av ritgerðini, umframt at eftirmeting verður givin í felag í flokkinum. Støðisritgerðin skal vera einar 6 maskinskrivaðar A4 síður við 1 1/2 reglugloppi.

Høvuðsuppgávan

6.1 Í høvuðsuppgávuni skal næmingurin seta seg inn í eitt sjálvvalt evni og sýna evni til sjálvstøðugt at bera øðrum tað innlit, hann hevur ognað sær.

6.2 Uppgávuevnið og háttalagið skulu vera innan fyri karmarnar um lærugreinina. Evnið kann vera framhald av tilfari, sum er lisið í flokkinum, men tekstagrundarlagið má ikki hava verið brúkt í undirvísingini frammanundan og heldur ikki sum grundarlag undir støðisritgerðini.

6.3 Dømingin verður grundað á heildarmeting av, hvussu næmingurin hevur greitt týdningarmestu tættirnar í valda evninum, og hvussu uppgávan er skipað, viðgjørd og borin fram.

Málkunnleiki

7. Næmingurin skal gjøgnum munnligar og skrivligar venjingar menna málslig evni og málfatan. Næmingurin skal vandaliga kunna viðgera málsligar spurningar og greina tekst frá málsligum sjónarmiði. Næmingurin skal eisini læra at brúka málkunnleikan í verki við at rætta tekstir og taka støðu til málbrúkið í teimum. Næmingurin skal lesa úrval av tekstum, ið geva honum fatan av arbeiðinum at menna og varðveita føroyskt mál. Føroyskur málpolitikkur skal umrøðast, málrøktarspurningar við støði í fjølmiðlamáli skulu viðgerast og nýggjyrði skulu umrøðast.

Próvtøkan

8. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.

9.1 Munnliga próvtøkan fevnir um próvhoyring í lisnum og ólisnum teksti við fyrireikingartíð. Fyrireikingartíðin er umleið 60 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsúflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming. Próvhoyrarin velur ólisnu tekstirnar. Rithøvundur og útgávuár skulu tilskilast, og í sambandi við tekstabrot skal stutt høpisfrágreiðing vera skrivað.

9.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp 2 høvuðsverk og 150 normalsíður av stuttum, lisnum tekstum. Tekstirnir skulu veljast soleiðis, at teir fjølbroytt umboða lisnu heildina. Ongin stuttur tekstur telur meiri enn 10 normalsíður.

9.3 Hjá sjálvlesandi og næmingum, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum umframt 6 sjálvlisin verk.

9.4 Hvør próvtakari fær lisnan og ólisnan tekst við sær inn í fyrireikingarhølið. Próvtakari fær próvtøkuspurningin skrivliga, umframt reint, vælprentað eintak av ólisnum og lisnum teksti. Tøkar føroyskar - føroyskar, føroyskar - danskar og danskar - føroyskar orðabøkur umframt Fremmandaorðabók /Nudansk Ordbog skulu vera til taks í fyrireikingarhølinum. Næminginum er loyvt at hava allar bøkur, uppgávur, egnar uppskriftir og annað, ið brúkt hevur verið í undirvísingini øll árini, við sær inn til fyrireikingar. Undir próvhoyringini kunnu, sum stuðul undir framløguni, brúkast uppskriftir, gjørdar í fyrireikingartíðini, men beinleiðis handrit til upplesturs telur ikki positivt í dømingini.

9.5 Ólisnu og lisnu tekstirnir skulu vera skyldir í evni, tíðarhøpi ella tekstaslagi. Ólisni teksturin, ið ikki má vera longri enn 8 normalsíður, skal greinast og tulkast, tann lisni skal brúkast til at seta avrikini í samanhang. Við støði í arbeiðinum, gjørt í fyrireikingartíðini, skal próvtakarin í sjálvstøðugari framløgu vísa, at hann hevur evni/hegni og kunnleika til:
-stutt og greidliga at draga fram aðaltættirnar í ólisna tekstinum
-at greina ólisna tekstin og nýta viðkomandi hugtøk og heiti
-at tulka ólisna tekstin og nýta viðkomandi hugtøk og heiti
-at próvføra, vísa á sjónarmið og hugburð
-við støði í lisna tekstinum at seta ólisna tekstin í mentanarligan, samfelagsligan og tíðarsamanhang
- at málbera seg væl undir framløguni

Í dømingini verður dentur lagdur á sjálvstøðugu hugsan og sjálvbjargnu framløgu próvtakarans.

9.6 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting. Í metingini skal størri dentur leggjast á evni næmingsins at viðgera ólisna tekstin.

10.1 Til skrivligu próvtøkuna, ið varar 5 tímar, skal próvtakarin velja eitt verkevni innan fyri hesi 3 høvuðsevni:
-greina og tulka fagurbókmentatekst í bundnum og óbundnum máli
-greina og tulka yrkisbókmentatekst
-greina og tulka mynd

Tekstirnir, ið valdir verða til long verkevni, skulu ikki vera longri enn 15 normalsíður samanlagt.

10.2 Próvtakarin skal vísa, at hann dugur at skriva føroyskt væl og bera fram hugsanir greidliga og sjálvstøðugt á smidligum máli. Tá ið dømt verður, skal eisini metast um greining og tulking, og evni næmingsins at føra prógv og taka støðu.

10.3 Í próvtøkuhølinum skulu eintøk av øllum tøkum føroyskum-føroyskum, føroyskum-donskum og donskum-føroyskum orðabókum umframt Fremmandaorðabók/Nudansk Ordbog vera til taks.

10.4 Givið verður 1 próvtal fyri skrivliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í heildarmeting.

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 12

Juli 1996

Geografi

Felagslærugrein

Endamálið

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir fáa vitan um og innlit í samspælið millum náttúrugivnar, samfelagsskaptar og mentanarligar fortreytir fyri lívskorum menniskjans og frábrigdi tess á jørðini,
b)at næmingarnir venja teirra førleika at brúka náttúruvísindaligt og samfelagsvísindaligt háttalag at eygleiða, lýsa og greina geografisk viðurskifti,
c)at næmingarnir venja teirra førleika at málbera seg munnliga og skrivliga um geografiskar spurningar,
d)at næmingarnir fáa fatan av, hvørja ávirkan tøkniliga, búskaparliga, politiska og søguliga menningin hevur á samspælið millum náttúru og samfelag - staðarbundið og alheimsliga,
e)at næmingarnir fáa fatan av samanhangum millum nýtslu menniskjans av jørðini og tilfeingi hennara og tær umhvørvistreytaðu avleiðingar av hesum, hon hevur -staðarbundið og alheimsliga,
f)at næmingarnir við støði í vitan og innliti menna evnini til sjálvstøðuga og fjøltáttaða støðutakan til føroysk og altjóða umhvørvis- og samfelagsviðurskifti, eins og teir gjøgnum hesa vitan og hetta innlit fáa størri millumtjóða fatan og ábyrgdarkenslu.

Undirvísingin

2.1 Undirvísingin verður løgd til rættis í evnum, sum fevna um hesi fakøki:
1)Náttúrugrundarlag og umhvørvi
2)Demografi
3)Vinnulívsgeografi
4)Menniskjaskapta landslagið

Í samlaðu undirvísingargongdini skulu 4 geografiskar dimensiónir viðgerast, sum yvirornað lýsa lærugreinina geografi:
a)Samspælið millum náttúru og samfelag
b)Lívskor
c)Staðarbundna, økisbundna og alheimsbundna dimensiónin
d)Millumtjóða sambond.

2.2 Í undirvísingini skulu veljast 3-5 ymisk evni, sum hóska væl at lýsa týðandi partar av samspælinum millum menniskjað og tess umhvørvi, náttúrugivið eins væl og menniskjaskapt. Í viðgerðini av evnunum skal dentur vera lagdur á samanhang og heild. At umheimurin er dynamiskur og ávirkiligur, verður gjørt greitt. Evnisvalið verður gjørt soleiðis, at bæði samfelags- og náttúruparturin verða gjølla viðgjørd og skulu viga eins nógv í undirvísingini. Avleiðingarnar av samspælinum millum samfelag og náttúru er hornasteinur í viðgerðini av evnunum. Evnisvalið skal harumframt tryggja, at næmingarnir fáa innlit í økisbundin og alheimsbundin viðurskifti, og at spurningar í ídnaðarlondum og menningarlondum eins og viðurskiftini teirra millum verða viðgjørd. Partur av undirvísingini skal fevna um føroysk viðurskifti.

2.3 Teld er partur av undirvísingini.

2.4 Námsferðir eru natúrligur partur av undirvísingini. Arbeiði uttan fyri skúlan og royndararbeiði er fastur táttur í undirvísingini. Í undirvísingini verða brúkt kort, fylgisveinamyndir og hagfrøðiligt tilfar eins og tøkniligur útbúnaður til økisarbeiði og royndararbeiði. Sum grundarlag undir arbeiðinum við staðfrøðiligum kortum og evniskortum skal í minsta lagi vera ein innførsla í grundleggjandi meginreglur viðvíkjandi kortprojektiónum og kortsignaturum.

2.5 Skrivligt arbeiði verður brúkt til at fremja lærutilgongdina, venja lærugreinarháttalagið, skapa yvirlit og halda fast í týðandi úrslit í undirvísingini umframt at styrkja skrivliga førleikan.

2.6 Gjørdar verða 7 skrivligar uppgávur, av hesum 5 A-uppgávur og 2 B-uppgávur. Lærarin rættar og ger viðmerkingar til uppgávurnar. A-uppgávur eru uppgávur við greiðum endamálsorðingum og við svørum, sum liggja innan avmarkaðar karmar. B-uppgávur hava størri dám av sjálvstøðugum næmingavirksemi, og endamálsorðingarnar og svørini liggja innan breiðari karmar. Skrivliga arbeiðið liggur annaðhvørt í undirvísingartíðini ella kemur ístaðin fyri ta vanligu fyrireikingina til undirvísingina.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Tær geografisku dimensiónirnar:
a)Samspælið millum náttúru og samfelag,
Samanspælið millum náttúru og samfelag verður viðgjørt í tilfeingisnýtslu- og umhørvishøpi. Undirvísingin skal lýsa sínámillum ávirkan millum náttúrugrundarlagið og nýtslu menniskjans av hesum í eini framleiðslu ella einari framleiðsluskipan. Dentur verður lagdur á sambandið millum framleiðsluna og tað tøknifrøðiliga og búskaparliga støðið og tær politisku fortreytirnar. Umhvørvisavleiðingarnar av gagnnýtslu av náttúruni verða viðgjørdar.
b) Lívskor
Tey geografisku frábrigdini í lívskorunum: Náttúrugrundarlag, framleiðsla, vinnulívs-, íbúgva- og mentanararviðurskifti, matur, íbúðar- og heilsuviðurskifti eins og búskaparlig og politisk viðurskifti verða lýst.
c)Tann staðarbundna, økisbundna og alheimsbundna dimensiónin
Tann staðarbundna, økisbundna og alheimsbundna dimensióninmiðar ímóti einum geografiskum yvirliti og umheimsfatan og skal vísa staðbundin frábrigdi á jørðini. Økisbundna greiningin hevur týðandi vág. Greiningin fæst við eitt nærri avmarkað geografiskt øki, sum kann vera ein partur av einum landi, eitt land ella bólkar av londum. Gjøgnumgongdin skal geva eina fatan av, hvørji náttúrugivin og samfelagsskapt viðurskifti hava týdning fyri sereyðkennini í viðkomandi øki. Evropeisk viðurskifti og evni frá ídnaðarlondum og menningarlondum verða tikin við.
d)Altjóða sambondini
Sambond millum lond og øki verða viðgjørd, herundir í sambandið millum menningarlond og ídnaðarlond.

3.2 Fakøkini
1)Náttúrugrundarlag og umhvørvi
 a)alheims veðurlagsviðurskifti, herímillum íkoman av teirri grundleggjandi vindskipanini eins og staðbundin og heimsbundin frábrigdi í hita og avfalli; vegurlagsávirkandi orsakir, vatnumferðin eins og eitt dømi um eitt økisbundið ella staðarbundið veðurlag,
 b)treytað av valdu evnunum: landslagsskapan, jarðbotnslæra, havfrøði, ráevnisjarðfrøði ella ástøði plátuvond ella blandingur av hesum økjum í hóskandi vavi; hóskandi til valda økið: skapandi og týðandi virksemi á jarðarflatuni og í jarðarskorpuni,
 c)umhvørvisviðurskifti, herímillum sambandið millum ávirkan, viðkvæmi og broytingar í tí fysiska umhvørvinum.
2) Demografi
 a)íbúgvasamanseting og íbúgvaútviklingur, herundir íbúgvaútvikling í Føroyum eins og demografisk transitión í ymsum londum ella økjum.
 b)lokalisering og flytingar.
3)Vinnulívsgeografi
 a)vinnulívsbygnaður og vinnulívsmenning,
 b)í sambandi við eitt av teimum valdu evnunum: samanseting, menning og geografiska býtið hjá framleiðsluni; tann tøknifrøðiliga menningin sum fortreyt fyri framleiðsluni umframt geografisku avleiðingarnar av tøknifrøðiligu menningini,
 c)greining av einum einstøkum føroyskum vinnuvegi,
 d)sambandið millum lond og øki, soleiðis sum tað kemur til sjóndar í vøruhandli, tænastuveitingum, kapital- og vitanarflutningi.
4)Menniskjaskapta landslagið
menniskjaávirkaða landslagið - á bygd ella í bý - sum úrslit av náttúrugivnum fortreytum og virksemi menniskjans, herímillum broytingar í lendisnýtsluni og sínámillum støðan hjá pørtum í mentanarlandslagnum.

3.3 2) Lesipensum fevnir um 230 - 250 síður, og próvtøkupensum fevnir um 160 - 180 síður, og skal próvtøkupensum umboða øll viðgjørd evni.

Próvtøkan

4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

4.2 Próvtøkupensum hjá næmingum, sum fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er lesipensum umframt skrivligt arbeiði, sum er gjørt í sambandi við undirvísingina.

4.3 2) Próvtøkupensum hjá sjálvlesandi: Pensum verður skipað í evni, sum fevna um tey 4 fakøkini, og sum taka við tær 4 geografisku dimensiónirnar. Uppgivnar verða 230-250 síður, soleiðis at øll uppgivnu evnini eru umboðað. Próvtøkupensum skal herumframt fevna um eina innførslu í keldur og háttaløg í geografiini, um ikki so er, at tann lesandi gevur upp egið skrivligt arbeiði, sum er góðkent í sambandi við undirvísing, ið fyrr er farin fram.

4.4 Sum hjálparamboð í fyrireikingartíðini kann alt tilfar brúkast, sum hevur verið brúkt í sambandi við undirvísingina, herundir egnu uppskriftir og skrivligu arbeiði próvtakarans.

4.5 Givin verður ein spurningur, sum skal orðast skrivliga og dýpast við undirspurningum við greiðari framtøku. Undirspurningarnir skulu við atliti at breidd og neyvleika vigast soleiðis, at próvtakarin hevur møguleika at leggja til rættis sína próvtøkuframløgu so sjálvstøðugt sum gjørligt, uttan at tað gongur út yvir ætlanina í próvtøkuspurninginum.

4.6 Próvtøkuspurningurin við undirspurningum verður stuðlaður við tilfari, stuttum tekstaúrtaki, kortum, fylgisveinamyndum, strikumyndum, talvum, fotomyndum ella tílíkum. Tilfarið skal í mest møguligan mun vera próvtakaranum ókent, men sum heild ikki bróta frá tí tilfari, sum kemur fyri í lesipensum, íroknað tí tilfari, sum verður givið upp til próvtøku frá teimum geografisku og jarðfrøðiligu søvnunum.

4.7 Spurningar og hjálagt tilfar skal hava eitt innihald og eitt vav, sum ger tað gjørligt hjá próvtakaranum at nýta fyrireikingartíðina munagott og skilagott, og sum verður støðið undir einari liðiligari próvhoyring.

4.8 Hendingaferð kann annað tilfar takast við úr fyrireikingarrúminum, strikumyndir, kort, talvur o. t., um próvtakarin ynskir at brúka hetta undir próvhoyringini. Skrivligu arbeiðini kunnu verða drigin inn í próvtøkuna.

4.9 Í metingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun og á hvørjum støði tann setti spurningurin er svaraður. Harumframt verður mett um evni próvtakarans at sameina fakliga vitan við greining av útflýggjaða tilfarinum.

5. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 13

Juli 1996

Heimspeki

Vallærugrein

Endamálið

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir ogna sær vitan um heimspekilig greiðsluevnismál og ástøði viðvíkjandi grundleggjandi fatan av menniskju, samfelagi og náttúru og viðvíkjandi almennum fyritreytum fyri sannkenning og gerð,
b)at næmingarnir menna evni síni at greiða frá, greina og taka støðu til heimspekiligar spurningar, og
c)at næmingarnir fáa fatan av, hvussu heimspekiligar áskoðanir eru tengdar saman við hug-, samfelags- og nátturuvísindaligum lærugreinum og eisini politiskum grundáskoðanum.

Undirvísingin

2. Undirvísingin byggir á hesi evni:
a)ástøðiliga heimspeki (herundir serliga metafysikk, sannkenningarástøði, vísindaástøði og logikk)
b)verkliga heimspeki (herundir serliga siðafrøði, politiska heimspeki og lívsheimspeki).

3.1 Undirvísingin verður løgd soleiðis til rættis, at greiðsluevnismál og háttaløg frá báðum evnum verða tikin við í viðgerðina av tilsamans fýra evnum, har trý verða vald burturúr, soleiðis at hesi evnisøki verða umboðað:
a)menniskjað og ímyndir tess
b)samfelagið og søgan
c)náttúran og tøknifrøðin.

3.2 Fjórða evnið kann veljast frítt, tað kann t.d. vera eitt heimspekiligt evni, sum er partur av eini ella fleiri av hinum lærugreinunum á HF ella av einum heimspekiligum evni, sum er partur av aktuellum mentanarkjaki ella er av týdningi fyri sjálvsfatan næminganna.

4.1 Arbeiðið verður grundað á lesing av grundtekstum og útleggingum. Lisnar verða 150 - 225 normalsíður av grundtekstum.

4.2 Í minsta lagi eitt evni verður viðgjørt søguliga eins og reglubundið út frá eini størri heild av grundtekstum.

4.3 Teld er partur av undirvísingini.

Høvuðsuppgávan

5. Arbeiðið við høvuðsuppgávuni skal liggja innan endamálsorðingarnar fyri lærugreinina. Høvuðsuppgávan verður skrivað við støði bæði í høvuðsbókmentum og undirbókmentum.

Próvtøkan

6.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 næmingar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

6.2 Próvtøkupensum fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er 100 - 150 normalsíður av grundtekstum, býttar yvir í minsta lagi 3 av teimum 4 evnunum, sum undirvísingin hevur fevnt um.

6.3 Próvtøkupensum fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er tað sama sum lesipensum: 150 - 225 normalsíður, býttar yvir øll 4 evnini. Harumframt verður givið upp í hóskandi mát stuðulsbókmentir, sum lýsa greiðsluevnismál og háttaløg innan vísindaøkini: ástøðilig og verklig heimspeki.

6.4 Próvtakarin hevur undir fyrireikingini atgongd til øll tey tekstasøvnini, útleggingar og annað tilfar, sum er latið næmingunum í sambandi við undirvísingina. Próvtakaranum er loyvt at hava við sær alt tilfar, sum nýtt hevur verið í undirvísingini, eisini egnar uppskriftir. Við próvhoyringina kunnu sum stuðul undir framløguni brúkast uppskriftir, sum eru gjørdar í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt við í dømingini.

6.5 Próvhoyrt verður í einum lisnum teksti møguliga við ískoytistilfari. Tekstatilfarið má í mesta lagi vera á 2 normalsíður. Orðingin av próvtøkuuppgávuni má greitt tilskila, hvussu teksturin skal vera partur av svarinum, ella um næminginum stendur frítt fyri.

6.6 Próvtakarin verður próvhoyrdur í evnunum at orða seg, greina og taka støðu til tað ella tey heimspekiligu greiðsluevni, sum eru í próvtøkutekstinum, umframt at draga fram týdningarmiklar partar av tí evni, sum er tilskilað í próvtøkuspurninginum, og at taka lut í einum dýpandi orðaskifti.

7. Givið verður 1 próvtal. Mett verður um heimspekiligu vitan og førleika próvtakarans og próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 14

Juli 1996

Ítróttur

Felagslærugrein

Endamálið

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir fáa fjøltáttaðar ítróttarligar upplivingar og royndir,
b)at næmingarnir menna teirra rørslugleði, teirra kropsliga samleika og samarbeiðsevni,
c)at næmingarnir læra at brúka kroppin hóskandi og skapandi,
d)at næmingarnir læra at fóta sær væl ítróttarliga bæði einsamallir og saman við øðrum,
e)at næmingarnir fáa kunnleika til fortreytirnar fyri og týdningin av at vera væl fyri kropsliga,
f)at næmingarnir verða eggjaðir til framhaldandi kropsligt virkni,
g)at næmingarnir fáa innlit í týdningin av sjúkufyribyrging heldur enn viðgerð av sjúku
h)at næmingarnir fáa fatan av teimum lívsvirkisfrøðiligum og mentalu viðurskiftum, sum hjálpa menniskjum at fáa góðu heilsu
i) at næmingarnir fáa vitan um, hvønn týdning ítróttur hevur fyri einstaklingin og samfelagið

Undirvísingin

2. Tá ið undirvísingargongd verður vald, eiga fjølbroytni og samanhangur at verða havd í huga. Ástøði skal verða fastur partur av undirvísingini í tann mun, tað hevur týdning fyri at skilja íðkanina. Undirvísingin kann í ávísum tíðarskeiðum vera býtt sundur eftir kyni ella vera felags fyri bæði kyn. Undirvísingin skal geva eina fatan av teimum lívvirkisfrøðiligu og mentalu viðurskiftum, sum hjálpa menniskjum til at fáa góða heilsu. Ítróttarsosiologi skal vera táttur í undirvísingini, har tað er hóskandi. Uttanduralív og náttúruupplivingar skulu vera ein natúrligur partur av undirvísingini.

Innihaldið í undirvísingini

3. Undirvísingin fevnir um:
1)upphitan, arbeiðsteknikk, grundvenjing (vøddastyrki, vøddaáhaldni, venjing av treystleika, rørslu), skapandi rørsluhættir, lívvirkisfrøðiligar mátingar,
2)einstaklingsítróttir (t.d. svimjing, fimleik, frælsan ítrótt, fjaðrabólt, kósrenning),
3)liðítróttir (t.d. handbólt, kurvabólt, flogbólt, stavbólt),
4)ítróttarevni (t.d. kettjaraspøl, uttanduraítriv, vetrarítróttir, tónleik, rørslu og spøl)
5)uttanduralív (t.d. heilsu og náttúru)
6)heilsu (t.d. sjúkufyribyrging, fyrstahjálp, ítróttarskaðar, anorexiu, kokuloysn),
7)ítróttarsosiologi (t.d. samarbeiði, samfelag og einstaklingin (krøv/ábyrgd), ítrótt í samfelagnum, rúsevni),
8)ítróttarsálarfrøði (t.d. búning og aldur, mentala venjing)
9)mat og ítrótt (t.d. føðsluevni og sodning, kropsfiti)

Frítøka

4.1 Rektarin/skeiðleiðarin kann heilt ella partvís frítaka næming fyri luttøku í verkliga partinum í ítróttarundirvísingini, um forðingin er beinleiðis sjónlig, ella um forðingin er sjúka, vanlukka ella stendst av at næmingurin er við barn. Fyri at fáa frítøku skal orsøkin til frítøku skjalprógvast við oyðiblaði til læknaváttan, sum Skúlafyrisitingin ger. Læknaváttanin skal tilskila, hvussu leingi frítøkan varir, og hvat frítøkan fevnir um.

4.2 Rektarin/skeiðleiðarin tekur støðu til, um samlaða frítøkan í einum undirvísingarári er so víðtøkin, at tað ber í sær, at hetta skal áteknast á próvskjalið (smbr. Kunngerð um studentspróvtøku og HF-próvtøku).

4.3 Næmingurin ber útreiðsluna til læknaváttan.

Vallærugrein

Endamálið

5. Endamálið er,
a) at næmingarnir fáa ymiskar ítróttarligar upplivingar og royndir,
b) at næmingarnir menna rørðslugleði sína, kropsliga samleikan og samarbeiðsevni,
c) at næmingarnir læra at brúka kroppin rætt og skapandi,
d) at næmingarnir læra at fóta sær væl ítróttarliga,
e) at næmingarnir fáa kunnleika til tann heilsuliga týdning, sum kropsíðkan hevur,
f) at næmingarnir læra um uppgávurnar hjá ítrótti, bæði á einstaklings- og samfelagsstøði og
g) at næmingarnir eggjast til framhaldandi kropsligt virkni.

Undirvísingin

6. Undirvísingin fevnir um verklig og ástøðilig faklig øki, sum verða samanflættað, har tað er hóskandi. Roynt verður at fáa líka stóran part til verklig (høvuðsøki I) og ástøðilig (høvuðsøki II) øki. Royndir verða gjørdar og frágreiðingar skrivaðar.

Innihaldið í undirvísingini

7.1 Høvuðsøki I:
1)upphitan
2)grundvenjing, (t.d. vøddastyrki, vøddaáhaldni, venjing av treystleika og rørslu) og/ella skapandi rørsluhættir,
3) ítróttir/evnir t.d.
-einstaklingsítróttir (sum svimjing, fimleik, frælsan ítrótt),
-liðítróttir (sum handbólt, kurvabólt, flogbólt, stavbólt)
-ítróttarevni (sum kettjaraspøl, uttanduraítriv, kavaítrótt, tónleik og rørslu).

7.2 Næmingarnir skulu hava undirvísing í í minsta lagi tveimum ítróttum/evnum. Vavið av hvørjum av hesum greinum skal vera ein samanhangandi undirvísingargongd av í minsta lagi 12 pultstímum. Tá undirvísingargongd verður vald, skal fjølbroytni havast í huga.

8.1 Høvuðsøki II:
A.Tað náttúruvísindaliga økið:
Við støði í rørslukervinum í mannakroppinum, arbeiðslívvirkisfrøði og serligum ástøði verður arbeitt við evnum, sum hava týdning fyri kropsligt avrik og heilsu.
B.Tað hugvísindaliga og samfelagsvísindaliga økið:
Við støði í ítróttarsosiologi og ítróttarsøgu verða tær skiftandi uppgávur, sum ítrótturin hevur bæði á einstaklings- og samfelagsstøði, lýstar, har høvuðsdenturin verður lagdur á føroysk viðurskifti.

8.2 Lisnar verða tilsamans 150-200 síður. Tað náttúruvísindaliga økið og tað hugvísindaliga og samfelagsliga økið skulu hvørt sær fevna um í minsta lagi ein triðing av tí, ið lisið verður.

8.3 Teld er partur av undirvísingini.

8.4 Munnliga og skrivliga framsetingarevni verða vand í sambandi við ástøðiligu undirvísingina. Næmingarnir gera 6 frágreiðingar um kanningar og royndir.

Próvtøkan

9.1 Hildin verður ein munnlig-verklig próvtøka, sum varir 45 minuttir hjá hvørjum próvtakara, íroknað hissini uppsetingar og flutningur. Fyrireikingartíðin er umleið 20 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað.

9.2 Próvtøkupensum fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum:

Uppgivið verður ein upphitingarskrá við tónleiki og ein skrá, ið fevnir um annaðhvørt grundvenjing ella skapandi rørslur, og 2 ítróttir/evni, sum næmingurin hevur fingið undirvísing í í minsta lagi 12 pultstímar.

Frá høvuðsøki II verða uml. 150 síður givnar upp (í minsta lagi 1/3 frá hvørjum øki) saman við frágreiðingum um gjørdar kanningar og royndir.

9.3 Fyri at halda tað støðið, ið er nátt í tí verkliga partinum, tá undirvísingin heldur uppat, kunnu lærarar og næmingar hittast 2-3 ferðir til venjing í ítrótti undan tí munnligu próvtøkuni.

9.4 Próvtøkupensum fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum:

Undir høvuðsøki I er próvtakarans val av ítrótti/evni treytað av unstøðum skúlans at íðka ítrótt. Uppgivin verður ein upphitingarskrá við tónleiki og ein skrá, sum fevnir annaðhvørt um grundvenjing ella skapandi rørsluhættir. Herumframt verða uppgivin 3 ítróttir/evni.

Frá høvuðsøki II verða uppgivnar umleið 200 síður, saman við frágreiðingum frá einum starvsstovuskeiði (sí fylgiskjal 33).

9.5 Loyvdir hjálparmiðlar:

Tilfar, sum er útflýggjað í sambandi við spurningin, og alt tilfar, sum hevur verið nýtt í sambandi við undirvísingina, herundir lærubøkur, uppskriftir og frágreiðingar.

9.6 Próvtøkan er í 2 pørtum:
a)Próvtakararnir vísa eina upphitingarskrá við tónleiki og annaðhvørt eina grundvenjingarskrá ella eina skrá, sum fevnir um skapandi rørsluhættir. Hesin parturin av próvtøkuni fer fram í bólkum og verður fylgdur av einum stuttum skrivligum yvirliti yvir tað valda innihaldið. Próvtakarin vísir tekniskan (og í bóltspæli eisini taktiskan) førleika í teimum báðum valdu ítróttunum/evnunum.
b)Ein próvtøkuspurningur verður settur innan høvuðsøki II, har eisini verklig greiðsluevnismál verða viðgjørd. Spurningurin tekur støði í ella verður styðjaður av skjalatilfari. Hesin parturin er ein einstaklingspróvtøka.

9.7 Sjávlesandi og næmingar, sum fara til próvtøku eftir serligum treytum, verða próvhoyrd í:
a)einari upphitingarskrá við tónleiki,
b)annaðhvørt einari grundvenjingarskrá ella einari við skapandi fimleiki,
c)eftir lutakast 2 av teimum 3 uppgivnu ítróttum/evnum, og
d)eftir lutakast í einum spurningi innan høvuðsøki II.

10. Givið verður 1 próvtal fyri samlaða avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting. Eitt próvtal verður givið fyri hvønn næming sær.

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 15

Juli 1996

Latín

Vallærugrein

Endamálið

1. Endamálið er:
a)at næmingarnir fáa grundleggjandi kunnleika um latínska málið og latínsku mentanina, so teir verða førir fyri við orðabók og mállæru at lesa samanhangandi latínskar tekstir, og
b)at næmingarnir fata tann týdningin, sum latínska málið hevur fyri evropeisku nútíðarmálini og fyri almennar málsligar spurningar.

Undirvísingin

2.1 Lisnar verða 20 normalsíður. 12 síður av samlaða lesipensum skulu vera upprunatekstur, og 5 normalsíður skulu vera frá tíðarskeiðinum 100 f. Kr. til 100 e. Kr.

2.2 Tekstirnir verða lisnir við atliti at einari málsligari og innihaldsligari fatan av einstaka tekstinum. Næmingarnir skulu venjast í at nýta orðabók, mállæru og aðrar hjálparmiðlar.

2.3 Setningslæra (syntaks) og formlæra, orðatilfar og søguligar hendingar verða viðgjørd í tann mun, tað er neyðugt fyri at kunna umseta og skilja tekstirnar. Undirvísast skal í orðasmíði, herundir læknafrøðiligum og lívfrøðiligum fakheitum, og í heildarsetningsgreining

Høvuðsuppgávan

3. Arbeiðið við høvuðsuppgávuni skal liggja innan endamálsorðingarnar fyri lærugreinina. Uppgávutittulin skal vísa til stuðulsbókmentir, ið geva næminginum høvi at greiða frá einum undirtátti. Herumframt skulu fylgiskjøl við tilhoyrandi teksti í umseting, sum í mesta lagi má vera 2 normalsíður, vera hjáløgd, og skal næmingurin við greining av tekstafylgiskjalinum meta um undirtáttin.

Próvtøkan

4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

4.2 Fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er próvtøkupensum umleið 12 normalsíður av lisnum upprunateksti. Verður skanderað poesi givin upp, verða 25 ørindi roknað sum 1 normalsíða.

4.3 Próvtøkupensum hjá sjálvlesandi og næmingum, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er 20 normalsíður av upprunateksti. Verður skanderað poesi givin upp, verða 25 ørindi roknað sum 1 normalsíða.

4.4 Próvtakarin kann hava egnar uppskriftir við í fyrireikingarrúmið. Einans tær uppskriftir, próvtakarin hevur gjørt í fyrireikingartíðini, kunnu havast við inn til próvhoyringina.

4.5 Próvhoyringin fevnir um upplestur, umseting, málsliga greining og innihaldsfatan av einum ólisnum upprunateksti upp á í mesta lagi 1/4 normalsíðu (umleið 325 bókstavir, um talan er um prosa), nøkulunda javnt býtt millum rithøvundarnar til tekstirnar, sum verða uppgivnir. Próvtøkuspurningarnir skulu innihalda inngang, ið vísir próvtakaranum til rættis í próvtøkutekstinum, og upp til 30% av orðunum í leitorðalíki. Undir próvhoyringini skal tíðin til tey einstøku evnini, upplestur, umseting, málsliga greining og innihaldsfatan, lagast eftir avriksstøðinum hjá próvtakaranum. Tá umsetingin er liðug, velur próvhoyrarin ein ella tveir heilsetningar úr próvtøkutekstinum, har próvtakarin skal roynast í málsligari greining. Tey krøvini, sum verða sett til ta málsligu greiningina, eru: kunnleiki til grundleggjandi formlæruna, orðasmíð og setningsgreining. Próvtakarin skal gera greiðu fyri meining og innihaldi í tekstabrotinum.

6. Givið verður 1 próvtal fyri alt avrikið. Undantikið upplesturin skulu avrikini í teimum einstøku pørtunum av próvtøkuni týðiliga ávirka ásetanina av endaliga próvtalinum.

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 16

Juli 1996

Leiklist

Vallærugrein

Endamálið

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir menna teirra kropsmál, kropsframsøgn og kropstilvitan, og gjøgnum raddarvenjing og arbeiði við talaða málinum styrkja um møguleikar sínar at roynast sosialt og sum einstaklingur,
b)at næmingarnir menna fatan sína fyri týdninginum av spælinum, hugflognum og leikpartaspælinum,
c)at næmingarnir menna hug sín og evni síni til í samstarvi við øðrum at nýta ávirkingarmegi sjónleiksins í ítøkiligum atburði og framman fyri áskoðarum, og harumframt eggja hug og áhuga teirra at uppliva sjónleik og skyldar framsagnarhættir,
d)at næmingarnir menna evni síni at greina, tulka og meta um sjónleikaraframførslur og skyldar framsagnarhættir, og
e)at næmingarnir menna evni síni at líta at sjónleiksframleiðslu í einum søguligum, samfelagsligum og mentanarligum høpi.

Undirvísingin

2.1 Høvuðsøkið í lærugreinini er verkligt arbeiði við leiklist og sjónleiki umframt við ástøðiligu og søguligu fortreytunum í sjónleiki.

2.2 Undirvísingin er bæði verklig og ástøðilig - hon skal vera ein sameining av bólkaundirvísing, felags ráðlegging av verkevnisarbeiðinum, umframt av veruliga verkevnisarbeiðinum í smærri bólkum. Undirvísingin verður løgd tilrættis á tann hátt, at størstur dentur verður lagdur á tað verkliga arbeiðið, og soleiðis at greining, ástøði og sjónleikasøga mest møguligt verða tengd at tí verkliga verkevninum.

2.3 Hvør bólkur skal arbeiði við í minsta lagi 2 verkevnisgongdum, sum verða vald við atliti til at lokalum samstarvi bæði í og uttanfyri skúlan. Ein verkevnisgongd fevnir um eitt ítøkiligt verkevni, t.d. uppseting av eini lítlari leiksýning og eini frágreiðing, sum sýnir og greinar gongd og framleiðslu. Hvør næmingur sær hevur ábyrgd fyri bæði heildini og sínum parti av frágreiðingini.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Lærugreinin hevur hesi verkligu lutarøki:
a)venjingar í kropsmáli, kropsframsøgn, kropstilvitan,
b)venjing í nýtslu av røddum og av talaða málinum,
c)hugflogsvenjing, improvisatión, leikpartaspæl,
d)gera sjónleik burtur úr teksta- ella myndatilfari,
e)framleiðsla av synopsum, handritum og uppseting av sjónleiki,
f)sjónleikaraarbeiði, t.d. sjónleikarateknikkur, pallmynd, ljósseting, ljóðarbeiði, smyrsl, búnar, grímur, útgerð.

3.2 Lærugreinin hevur hesi ástøðiligu lutarøkini:
a)framførslugreining. Venjingar í at draga fram týdningarmiklar partar av einum sjónleiki og at greiða frá sereyðkenninum við sjónleikamiðlinum samanborið við aðrar miðlar. Í hesum sambandi kann avlesing og greining av t.d. standmyndum, myndum, filmum, sjónvarps- og sjónbandaupptøkum takast við,
b)leiklistafrøðilig greining. Venjingar í at síggja fyri sær sjónleik og palllistarligar møguleikar at fremja ein tekst í ávísum høpi,
c)sjónleikargreining. Venjingar í at draga fram týdningarmiklar síður av innihaldi og formi í einum sjónleiki,
d)undirvísing í at síggja sjónleikaframleiðslu í einum søguligum, samfelagsligum og mentanarligum høpi.

3.3. Lisnar verða umleið 75 síður av ástøðiligum tekstum.

Próvtøkan

4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka, ið er í tveimum: ein verklig, har sjónleikur verður framleiddur (bólkapróvtøka), og ein ástøðilig leiklistafrøðilig greining av sjónleiki (einstaklingapróvtøka). Próvtøkurnar verða hildnar sama dag, men sundurskildar. Við verkligu próvtøkuna kann uppsetingartíðin verða sett eftir tørvi, tó í mesta lagi 1 tíma fyri hvønn bólkin. Framførslan av (pørtum av) tí leiklistarligu framleiðsluni má ikki fara út um 15 minuttir. Samlaða próvtøkutíðin við verkligu próvtøkuna er 15 minuttir faldað við talinum á próvtakarum í bólkinum, íroknað próvtalsgeving og framførsla av leiklistarligu framleiðsluni, tó í mesta lagi 75 minuttir. Er bert ein próvtakari, er tann samlaða próvhoyringartíðin 30 minuttir. Til ta ástøðiligu próvtøkuna er fyrireikingartíðin umleið 25 minuttir, íroknað vegleiðing og tilfarsútflýggjan. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

4.2 Próvtøkupensum fyri próvtakarar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er tey bæði verkevnini við hartil hoyrandi ástøðiligu tekstum. Teir ástøðiligu tekstirnir skulu tilsamans fevna um 75 síður.

4.3 Próvtøkupensum fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er tvey leiklistarlig verkevni við hartil hoyrandi verkevnisfrágreiðingum, og ástøðiligir tekstir upp á tilsamans 125 síður.

4.4 Hjálparmiðlar til ta verkligu próvtøkuna eru tey amboð, sum eru neyðugt til framførsluna, sambært avtalu við próvhoyraran. Til ta ástøðiligu próvtøkuna kunnu hjálparamboðini í fyrireikingarhølinum vera alt tað tilfarið, sum hevur verið brúkt í undirvísingini ella útflýggjað, umframt egnu uppskriftir próvtakarans.

4.5 Verkliga próvtøkan er ein bólkapróvtøka í verkligari leiklist, har grundarlagið er eitt av bólkaverkevnunum. Partar av leiklistarligaru framleiðsluni av bólkaverkevninum verða framførdir, t.d. sum sjónbandaupptøka. Framførslan fer fram, meðan próvhoyrari og próvdómari eru hjástaddir. Eftir stutta framløgu frá hvørjum bólkalimi sær skal bólkurin í samtaluformi greiða frá teimum týdningarmiklastu pørtunum av framleiðsluni, herundir kjak um grundreglur, sum er farið fram í framleiðslutíðarskeiðinum, grundgevingarnar fyri fagurfrøðiligu, teknisku og innihaldsligu loysnirnar umframt perspektivering til almenn sjónleikalig og sjónleikasøgulig viðurskifti. Próvdómari og próvhoyrari skulu síggja til, at arbeiðið hjá hvørjum einstøkum próvtakara týðiliga sæst aftur.

4.6 Sjálvlesandi leggja fram eina lestrarfrágreiðing, við mynda- og skitsutilfari hjáløgdum, í sambandi við framførslu av parti av eini leiklistarligari framleiðslu upp á í minsta lagi 10 minuttir, ella einari sjónbandaupptøku av hesum.

4.7 Tann ástøðiliga próvtøkan er ein próvtøka í ástøði og sjónleikagreining. Próvtøkan er ein einstaklingapróvtøka. Spurningarnir verða settir innan tær verkevnisgongdir, sum einstaki próvtakarin hevur arbeitt við. Við støði í ikki gjøgnumgingnum leiklista- ella sjónleikstilfari (dias, skitsur, tekningar, foto, plakatir, hjálparlutir, búnar, modell, sjónvarps- ella filmssitat, ljóð- ella tekstaúrdráttur), sum er soleiðis valt, at uppgivin evni verða tikin við í próvhoyringina, verður próvtakarin hoyrdur í evnum sínum at draga fram týdningarmikil fagurfrøðilig, teknisk og innihaldslig sjónarmið í tilfarinum og setta hetta inn í eitt yvirorðnað ástøðiligt, søguligt ella mentanarligt høpi. Við støði í egnum uppskriftum frá fyrireikingartíðini gevur próvtakarin upplegg til eina samtalu.

4.8 Tann ástøðiliga próvtøkan fyri sjálvlesandi er tann sama sum fyri skeiðslesandi.

5. Givið verður 1 próvtal fyri alt avrikið. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 17

Juli 1996

Lívfrøði

Felagslærugrein

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir fáa innlit í lívfrøðiligan hugsanarhátt og háttalag, eins og teir útvega sær kunnleika um úrvald lívfrøðilig øki,
b)at næmingarnir fáa ein ávísan førleika at gera royndir og at lýsa og greina lívfrøðilig hagtøl,
c)at næmingarnir fáa eina ávísa venjing í at orða og loysa lívfrøðiligar trupuleikar við náttúruvísindaligum háttalagi til hjálpar,
d)at næmingarnir fáa grundleggjandi lívfrøðiligar fortreytir fyri at kunna greina og meta møguleikarnar og avleiðingarnar av tøkniligu menningini fyri náttúruna, samfelagið og einstaklingin,
e)at næmingarnir fáa ein ávísan førleika at siga frá lívfrøðiligu vitan sínari, bæði munnliga og skrivliga, og
f)at næmingarnir verða eggjaðir at nýta vitan, háttalagskunnleika og skapanarevni síni til at taka støðu til egnar og samfelagsligar trupulleikar við lívfrøðiligum innihaldi.

Undirvísingin

2.1 Sum byrjan til undirvísingina og sum ein seinni djúpskoðan, verða lívfrøðilig háttaløg, lærugreinaøki og nýtsluøki lýst, umframt altjóða sjónarmið í lívfrøðini.

2.2 Undirvísingin er evnishorvandi. Innan fyri hvørt tilfarsøki ella ímillum teirra verður eitt minni tal av evnum valt í samráð millum lærara og næmingar. Útvent virksemi kemur inn sum ein náttúrligur partur av undirvísingini.

2.3 Lærugreinin er skipað við støði í royndum, so at bæði kvalitativar og kvantitativar royndir og venjingar hoyra upp í arbeiðið við valdu evnunum. Við at gera royndirnar verða næmingarnir settir inn í
a)almenn viðurskifti viðvíkjandi arbeiði í royndarstovu og uttandura,
b)grundleggjandi royndarstovuhegni og royndarstovutrygd,
c)lívfrøðilig kanningarháttaløg og tøkni, eitt nú sjóneykutøkni,
d)at nýta eftirkannaðar royndir,
e)at greina og meta innsavnað lívfrøðilig hagtøl,
f)at siga frá royndararbeiði, eitt nú at skriva frágreiðingar.

2.4 Royndararbeiði verður gjørt í 15-20 undirvísingartímar. Skrivaðar verða 4 frágreiðingar, sum lærarin rættar og ger viðmerkingar til.

2.5 Teld er partur av undirvísingini, m.a.í royndararbeiðinum.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Undirvísingin fevnir um hesi evnisøki:
a)Vistfrøði - umhvørvislæra fevnir um at bera fram vistfrøðilig vandamál í sambandi við lívfrøðiliga framleiðslu, tilfeingisnýtslu, umhvørvisdálking ella náttúruumsjón. Undirvísingin skal geva grundleggjandi innlit í gróður, framleiðslu á øðrum stigi, niðurbróting, føðiketur og føðinet, orkuumsetingar, evnaringræsur eins og burðarmagnið hjá vistskipanum.
b) Arvalæra - lívfrøðitøkni fevnir um eitt ella fleiri dømi um arvafrøðilig viðurskifti hjá menniskjanum, og um hvussu arvafrøðiliga ástøðið og háttalagið verða nýtt innan fyri læknavísindaliga økið ella í framleiðsluni. Undirvísingin skal geva grundleggjandi innlit í mýla- og kyknugrundarlag arvalærunnar, í arvamysnstur, og í samanspælið millum arv og umhvørvi.
c)Lívvirkisfrøði - heilsa fevnir um úrvald dømi úr heilsuliga økinum og lívvirkisfrøði menniskjans, við tað at dentur verður lagdur á samanspælið millum einstaklingin og umhvørvið, at ogna sær grundleggjandi innlit í bygnaðin av úrvaldum gøgnum og ávirkan teirra á kyknufrøðiligu sjónarmiðini. Upp í undirvísingina hoyrir eitt høvuðsyvirlit yvir gagnsskipanir kropsins, og hvussu tær virka. Eitt úrval av hesum er við í undirvísingini: Upptøka, flutningur og umseting kropsins av evnum og orku, hormonal sjálvjavning og nervasjálvjavning, órinstilgongdir umframt viðurskifti við tilknýti til kynslív og nøring menniskjans.

3.2 Mælt verður til at eyðkvæmi verður partur av undirvísingini í sambandi við evni, har tað náttúrligt kann takast uppí.

3.3 Tað nágreiniliga lisna tilfarið svarar til 120-150 síður.

Próvtøkan

4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

4.2 Próvtøkupensum hjá næmingum, sum fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er tað nágreiniliga lisna tilfarið umframt tilhoyrandi royndararbeiði.

4.3 Próvtøkupensum hjá sjálvlesandi og næmingum, sum fara til próvtøku eftir serligum treytum, er tað nágreiniliga lisna tilfarið, ið svarar til um1eið 180 síður, umfamt frágreiðingar frá einum starvstovurskeiði, samanber við fylgiskjal 33, ella samsvarandi.

4.4 Loyvdir hjálparmiðlar eru bøkur, evnissøvn og annað tilfar, sum er tilskilað á pensumlistanum. Harumframt fremmandaorðabók, donsk-føroysk orðabók, egnar frágreiðingar, uppskriftir og góðkendur lummaroknari.

4.5 Próvtakarin fær ein próvtøkuspurning. Uppi í spurninginum skal vanliga hanga nágreiniligari undirspurningar og skjalatilfar (eitt nú talvur, myndir ella tól). Við próvtøkuspurninginum skulu vanliga fylgja kend og ókend fylgiskjøl. Royndararbeiðið skal við hóskandi tyngd ganga inn í próvtøkuspurningarnar.

4.6 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

Vallærugrein

Endamálið

5 Endamálið er,
a)at næmingarnir fáa størri innlit í lívfrøðiligan hugsanarhátt og háttalag eins og tey útvega sær vitan um avgerandi lívfrøðilig øki,
b)at næmingarnir útvega sær hegni til royndararbeiði og til at lýsa og greina lívfrøðilig hagtøl,
c)at næmingarnir læra at forma og loysa lívfrøðilig vandamál við náttúrufrøðiligum háttalagi til hjálpar,
d)at næmingarnir fáa lívfrøðiligar fortreytir fyri at greina og meta møguleikarnar av tøkniligu menningini og avleiðingarnar fyri náttúruna, samfelagið og einstaklingin,
e)at næmingarnir fáa hegni til at bera lívfrøðiligu vitan sína fram, bæði munnliga og skrivliga, og
f)at næmingarnir verða eggjaðir at nýta vitan, háttalagskunnleika og skapanarevni síni til at taka støðu til egin og samfelagslig vandamál við lívfrøðiligum innihaldi.

Undirvísingin

6.1 Undirvísingin er skipað við støði í royndum og er evnishorvandi.

6.2 Kvalitativar og kvantitativar kanningar og royndir eru við í undirvísingini. Í sambandi við royndararbeiðið skulu næmingarnir venjast til at meta um gildið hjá ymiskum háttaløgum í ítøkiligum kanningarstøðum, herundir vandapunkt.

6.3 Royndararbeiði verður gjørt í umleið 30 pultstímar. Skrivaðar verða 8 frágreiðingar, sum lærarin rættar og ger viðmerkingar til.

6.4 Skrivligar uppgávur verða svaraðar í einum vavi, sum svarar til 10-15 smáar uppgávur, sum lærarin rættar og ger viðmerkingar til.

6.5 Teld er partur av undirvísingini, m.a. í royndararbeiðinum.

6.6 Í sambandi við undirvísingina læra næmingarnir at bera fram lívfrøðiliga vitan og fatan við munnligari framløgu, við at loysa skrivligar uppgávur og við at gera frágreiðingar. Aðrir hættir kunnu eisini verða nýttir í framburðinum.

Innihaldið í undirvísingini

7.1 Undirvísingin skal tryggja eina lýsing av hesum evnunum:
a)Lívfrøði sum vísindagrein.
b)Lívfrøðilig framleiðsla og lívfrøðitøkni.
c)Heilsa og sjúka.
d)Náttúra og umhvørvi.

7.2 Undirvísingin fevnir um hesi tilfarsøki:
a)Vistfrøði. Vistfrøðiliga tilfarsøkið verður útdýpt innan fyri lívfrøðiliga framleiðslu, tilfeingisnýtslu, umhvørvisdálking ella náttúruumsjón. Týdningurin hjá smáverum fyri evnisflutning og orkuumseting verður tikin við. Við kanningum uttandura á einum avmarkaðum øki verður roynt at gera ein samandrátt av teimum vistfrøðiligu og umhvørvisligu viðurskiftinum, sum eyðkenna tað avmarkaða økið.
b)Arvalæra og menningarlæra. Tað arvafrøðiliga tilfarsøkið verður nágreiniliga lýst, og útbreiðsla, úrveljing og menningarlæran verða tiknar við. Dømi verða givin um týdningin av smáverum fyri nútíðar lívfrøðitøkni.
c)Lívvirkisfrøði og nøring. Lívvirkisfrøði og nøring menniskjans verða lýst væl og virðiliga, og dømi verða givin um viðurskiftini hjá øðrum lívverum. Undir lívvirkisfrøði menniskjans verða vandamálsstøður við tilknýti til heilsufremjing, sjúkuorsøkir eins og fyribyrging viðgjørdar. Í undirvísingini verður evna- og orkuumseting viðgjørd umframt ein ella fleri javningarskipanir sum nervasjálvjavning, hormonal sjálvjavning og órinslagið. Aðrar lívvirkisskipanir eins og atferðarlig sjónarmið kunnu verða tikin við í viðgerðina av valdu evnunum.
d)Lívevnafrøði verður tikin við sum ein samansligin partur av undirvísingini í valdu evnunum. Í undirvísingini verða týdningarmiklir lívrunnir evnabólkar viðgjørdir og lívfrøðiligi týdningur teirra, m.a. kjarnusýrur og eggjahvítaevni. Harumframt verða úrvaldar evnaskiftistilgongdir viðgjørdar, m.a. evnabroytingar við súrevni og evnabroytingar við ongum súrevni, eggjahvíta-evnaframleiðsla, kveikavirksemi og umhvørvisbond, eins og dømi um evnaumsetingar hjá smáverum.
e)Valfrí verkætlan. Í umleið 15 pultstímar verður arbeitt við projektum, sum næmingarnir hava valt. Arbeiðið fer vanliga fram í bólkum. Skrivað verður ein projektfrágreiðing, sum svarar til 2 vanligar frágreiðingar ella verður avmarkað til eitt nágreiniliga lisið tilfar, um 15-20 síður til støddar.

7.3 Tað nágreiniliga lisna tilfarið svarar til 160-200 síður.

Høvuðsuppgávan

8 Høvuðsuppgávuna orðar lærarin á ein slíkan hátt, at sett verða krøv á ymiskum støði (eitt nú lýsing, greining, meting, samruni). Uppgávan verður svarað samsvarandi vanligum meginreglum fyri náttúruvísindaliga lívfrøðiliga formiðling.

Próvtøkan

9.1. Hildin verður ein munnlig próvtøku. Fyrireikingartíðin er umleið 30 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

9.2 Próvtøkupensum hjá næmingum, sum fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er tað nágreiniliga lisna tilfarið, umframt tað tilhoyrandi royndararbeiðið og tær skrivligu uppgávurnar. Valfría verkætlanin er partur av próvtøkupensum.

9.3 Próvtøkupensum hjá sjálvlesandi og næmingum, sum fara til próvtøku eftir serligum treytum, er eitt nágreiniliga lisið tilfar, ið svarar til uml. 240 síður, umframt frágreiðingar frá royndarstovuskeiði, samanber fylgiskjal 33, ella samsvarandi.

9.4 Loyvdir hjálparmiðlar eru bøkur, evnissøvn og annað tilfar, sum stendur á pensumlistanum. Harumframt fremmandaorðabók, donsk-føroysk orðabók, egnar frágreiðingar, skrivligar uppgávur, uppskriftir og góðkendur lummaroknari.

9.5 Próvtakarin fær ein próvtøkuspurning. Uppi í spurninginum skulu vanliga hanga nágreiniligari undirspurningar og skjalatilfar (eitt nú talvur, myndir ella tól). Við próvtøkuspurninginum skulu vanliga fylgja kend og ókend fylgiskjøl. Royndararbeiðið og tað valfría projektarbeiðið skulu við hóskandi tyngd ganga inn í próvtøkuspurningarnar.

9.6 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

Hástig

1 ára skeið

Endamálið

10 Endamálið er,
a)at næmingarnir fáa djúpari innlit í og eina samanhangandi fatan av lívfrøðiligum hugsanar-hátti og háttalagi og vinna sær holla vitan um týdningarmikil lívfrøðilig øki,
b)at næmingarnir fáa hegni til royndararbeiði og neyvari lýsing og greining av lívfrøðiligum skipanum,
c)at næmingarnir læra sjálvstøðugt at orða og loysa lívfrøðilig vandamál við náttúruvísindaligum háttalagi til hjálpar,
d)at næmingarnir fáa lívfrøðiligar fortreytir fyri at greina og meta møguleikarnar og avleiðingarnar av tøkniligu menningini fyri náttúru, samfelag og einstakling,
e)at næmingarnir læra at bera fram lívfrøðiliga vitan bæði munnliga og skrivliga,
f)at næmingarnir verða eggjaðir at nýta vitan, háttalagskunnleika og skapanargávur sínar til at taka støðu til egin og samfelagslig vandamál við lívfrøðiligum innihaldi.

Undirvísingin

11 Undirvísingin skiftir millum evnisarbeiði og skeiðsgongdir.

11.2 Lærugreinin er skipað við støði í royndum. Kvalitativar og kvantitativar kanningar og royndir eru uppi í undirvísingini. Í sambandi við royndararbeiði skulu næmingarnir venjast til vandnir at meta um gildið hjá ymiskum háttaløgum í ítøkiligum undirvísingarstøðum, eitt nú vandamøguleikum og at fremja tey neyðugu trygdartiltøkini.

11.3 Gjørt verður royndararbeiði í uml. 30 undirvísingartímar. Skrivaðar verða 8 frágreiðingar, sum lærarin rættar og ger viðmerkingar til.

11.4 Svaraðar verða skrivligar uppgávur, sum í nøgd svara til 17-22 stórar uppgávur, sum lærarin rættar og ger viðmerkingar til.

11.5 Teld er partur av undirvísingini, m.a. í royndararbeiðinum.

11.6 Í sambandi við undirvísingina læra tey lesandi at orða lívfrøðiliga vitan og fatan við munnligari framløgu, við at loysa skrivligar uppgávur av bæði kvalitativum og kvantitativum slagi og við at skriva frágreiðingar. Aðrir hættir kunnu eisini verða nýttir í framburðinum.

Innihaldið í undirvísingini

12.1 Undirvísingin skal tryggja eina dýpandi lýsing av hesum evnum:
a)lívfrøði sum vísindagrein,
b)lívfrøðilig framleiðsla og lívfrøðitøkni,
c)heilsa og sjúka,
d)náttúra og umhvørvi.

12.2 Undirvísingin fevnir um hesi evni:
a)Vistfrøði. Vistfrøðiligar vandamálsstøður verða nágreiniliga viðgjørdar innan fyri hesi partøki: Lívfrøðilig framleiðsla, tilfeingisnýtsla, umhvørvisdálking og náttúruumsiting. Undirvísingin skal sum heild tryggja innlit í vistfrøðilig ástøði, háttaløg og fyrimyndir. Við í undirvísingini eru dømi um, hvussu dýr og plantur laga seg eftir umhvørvi, visteiturfrøði, stovnslívfrøði og atferðarlívfrøði. Harumframt verða nágreiniligari viðgjørd: Brutto- og nettoframleiðsla, evnaringæsur, orkuumsetingar eins og hvussu berievnini og menningin er hjá vistskipanum.
b)Arvalæra og menningarlæra. Arvalæran verður nágreiniliga lýst, og tryggjað verður, at næmingarnir verða settir nágreiniliga og breitt inn í arvafrøðiligt ástøði og háttalag, herundir arvalæru menniskjans, stovnsarvalæru, menningarlæru og nýtslu av arvalæru í gransking og framleiðslu. Í undirvísingina skal kyknudifferentiering og fosturmenning takast við. Harumframt verður mýla- og kyknugrundarlag arvalærunnar lýst, arvamynstur, samanspælið millum arv og umhvørvi, útbreiðsla, úrveljing, góðsking og ílegutøkni.
c)Lívvirkisfrøði. Lívvirkisfrøði menniskjans verður lýst nágreiniliga, og dømi verða givin um lívvirkisfrøðilig viðurskifti hjá plantum og dýrum. Undirvísingin leggur dent á at vísa á bygnaðar- og virknaðarsambond, hvussu javnvág og samspælið millum einstakling og umhvørvi verður hildið uppi. Mýla- og kyknulívfrøðiliga og vevnaðarlívfrøðiliga grundarlagið fyri lívvirkisfrøðiligum evnabroytingum verða tikin upp í evnini og skeiðvirksemið. Eisini verða tikin við ella nágreiniliga viðgjørd evnaupptøka, evnaflutningur, rørsla eins og lívfrøðilig javning í tilknýti til hormon, nervaskipan og órinslag.
d)Lívevnafrøði og lívalisfrøði verða tikin við sum fastur partur av undirvísingini í teimum valdu evnunum og skeiðsgongdunum. Við í undirvísingini eru bygnaður og virki hjá kolhydratum og fitievnum, mýlskar flutningstilgongdir, kemosyntesa og fotosyntesa, tað intermediera evnaskiftið eins og lívevnafrøðiligir greiningarhættir. Harumframt verður bygnaður og virki hjá eggjahvítaevnum og kjarnusýrum viðgjørd nágreiniliga, eins og kveikavirksemi og eggjahvítanýgerð.
e)Smáverulívfrøði er við sum fastur partur av undirvísingini í teimum valdu evnunum og skeiðsgongdini. Við í undirvísingini eru smáverur sum sjúkuelvarar og smáverufrøðiligir arbeiðshættir. Harumframt verður týdningurin hjá smáverum fyri vistskipanir eins og týdningurin hjá smáverum í gransking og framleiðslu viðgjørdur.

12.3 Tað nágreiniliga lisna tilfarið svarar til 450-500 síður.

Próvtøkan

13.1 Hildin verður munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 30 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarútflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

13.2 Próttøkupensum hjá næmingum, sum fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er eitt nágreiniliga lisið tilfar á hástigi, svarandi til 200-250 síður umframt tað tilhoyrandi royndararbeiðið.

13.3 Próvtøkupensum hjá sjálvlesandi og næmingum, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er eitt nágreiniliga lisið tilfar, svarandi til 450-500 síður, umframt frágreiðingar frá einum starvsstovuskeiði, smb. fylgiskjal 33, ella samsvarandi.

13.4 Loyvdir hjálparmiðlar eru bøkur, lærubókaúrtøk, og annað tilfar, sum stendur á skjali fyri lesipensum og próvtøkupensum. Harumframt fremmandorðabók, donsk-føroysk orðabók, egnar frágreiðingar, skrivligar uppgávur, uppskriftir og góðkendur lummaroknari.

13.5 Próvtakarin fær ein próvtøkuspurning. Uppi í spurninginum hongur vanliga nágreiniligari undirspurningar og skjalatilfar (eitt nú talvur, myndir ella tól). Við próvtøkuspurninginum skulu vanliga fylgja kend og ókend fylgiskjøl. Royndararbeiðið og valfría verkætlanin skulu við hóskandi tyngd ganga inn í próvtøkuspurningarnar.

13.6 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

14.1 Hildin verður skrivlig próvtøka, sum er 5 tímar. Próvtakararnir fáa útflýggjað 2 stórar uppgávur, og av teimum skal onnur svarast, umframt 4-5 smærri uppgávur, og av teimum skulu 2-3 svarast.

14.2 Próvtøkupensum fyri sjálvlesandi og næmingar á 1 ára skeiði er tað sama sum próvtøkupensum á hástigi í lívfrøði á studentaskúlanum.

14.3 Loyvdir hjálparmiðlar eru bøkur, evnissøvn, og annað tilfar, sum stendur á pensumlistanum. Harumframt egnar frágreiðingar, dagbøkur, uppgávur, uppskriftir umframt góðkendur lummaroknari, fremmandorðabók, donsk-føroysk orðabók og papír, sum hevur týdning fyri grafiskt at loysa uppgávur (t.d. millimeturpappír, líkindapappír, logaritmiskt pappír).

14.4 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 18

Juli 1996

Religión

Felagslærugrein

Endamálið

1. Endamálið er at lýsa religiónir í fortíð og nútíð, soleiðis at næmingarnir
a)fáa vitan um kristindóm, aðrar religiónir, religiónsfilosofi, etikk og lívsfatanir í fortíð og nútíð í sambandi við verðsliggeringina
b)fáa førleika at greina og tulka dokumentariskt tilfar av ymsum slag, sum lýsir hugmyndir og fyribrigdi í religiónum og lívsfatanum, og
c)menna fjølbroytt og umhugsað innlit í, hvønn týdning religión og lívsfatan hava í mentan og søgu.

Undirvísingin

2.1 Undirvísingin fevnir um hesi religiónsvísindaligu øki:
a)Religión hjá náttúrufólki, har dentur verður lagdur á at lýsa eitt ávíst fólk ella ein ávísan ættarbólk (15-20%).
b)Kristindóm (30-35%).
c)Eina av hesum religiónum: jødadómur, islam, hinduisma, buddhisma, kinesiskar ella japanskar religiónir (20-25%).
d)Religiónsfilosofi, etikk og lívsfatanir í nútíðini (15-20%).

2.2 Evnislestur

Í mesta lagi 20% av samlaðu undirvísingartíðini kunnu nýtast til sjálvvald evni innan eitt ella fleiri øki undir 2.1.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Í undirvísingini verða átrúnaðarlig, heimspekilig og siðmenningarlig fyribrigdi og hugtøk viðgjørd, sum lýsa heimssýni, gudssýni, náttúrusýni, samfelagssýni og menniskjasýni. Sambandið og stríðið millum átrúnað og mentan, herundir verðsliggerðingin, verður lýst, og víst verður á tann týdning, átrúnaður og lívsfatan hava politiskt, samfelagsliga og sálarliga.

3.2 Hvør einstøk undirvísingargongd skal lýsa átrúnað og lívsfatan bæði í fortíð og nútíð. Undirvísingartilfarið skal fevna bæði um klassiskar og nýggjari tekstir. Myndir, filmir, sjónbond og annað hóskandi tilfar kann eisini nýtast.

3.3 Teld kann takast við í undirvísingina, um hetta hevur fakligar og pedagogiskar fyrimunir.

3.4 150 - 200 síður av teksti verða lisnar. Bakgrundstilfar verður eisini lisið í tann mun, tað er neyðugt. Hvør pultstími, sum burturav verður brúktur til audiovisuella undirvísing, kann umroknast til 2 normalsíður í lesipensum, tó í mesta lagi 25 síður.

3.5 Um audiovisuelt tilfar er partur av próvtøkupensum, skulu næmingarnir hava atgongd at síggja hetta tilfar í próvtøkuskeiðinum og í fyrireikingartíðini til próvtøkuna, og møguleiki skal vera fyri at síggja brot burtur úr tí við próvhoyringina.

Høvuðsuppgávan

4. Arbeiðið við høvuðsuppgávuni skal liggja innan endamálsorðingarnar í lærugreinini. Svarið skal vera ein metodisk viðgerð av religiónsvísindaligum tilfari. Tekstir, annað tilfar, bakgrundstilfar og møguligar myndir skulu vera partur av tilfarinum.

Próvtøkan

5.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

5.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp til próvtøkuna umleið 100-150 síður av lisnum tekstum og øðrum viðgjørdum tilfari, umframt neyðuga bakgrundstilfarið og møguligt audiovisuelt tilfar.

5.3 Hjá sjálvlesandi og næmingum, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum, íroknað møguligt mynda- ella miðlatilfar. Tekstirnir verða byttir millum økini samsvarandi 2.1, tó í minsta lagi 20 síður av teksti í hvørjum øki.

5.4 Loyvdir hjálparmiðlar í fyrireikingartíðini eru tekstsøvn, lærubøkur og annað tilfar, ið nevnt er í lesipensum og egnar uppskriftir, umframt orðabøkur og handbøkur, ið hava verið brúktar í undirvísingini. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt við í dømingini.

5.5 Próvtakarin verður próvhoyrdur í ólisnum teksti, møguliga saman við øðrum tilfari. Ólisni teksturin má í mesta lagi vera 2 normalsíður, og annað tilfar má í mesta lagi vera tað sama í vavi. Próvtøkuspurningarnir skulu til samans fevna um øll tey lisnu økini, umboða ymisk tekstasløg og býtast soleiðis, at øll 4 økini eru lutfalsliga eins væl umboðað. Tekstirnir skulu veljast soleiðis, at samsvarandi tekstir eru í lisna tilfarinum. Velur próvhoyrarin at gera vegleiðandi spurningar til ólisnu tekstirnar, skulu spurningar gerast til allar próvtøkustekstir. Ókend orð og nøvn skulu um neyðugt lýsast. Kelduávísing, herundir tittul, rithøvundur, árstal, sum setir tilfarið inn í eitt samanhang, skal tilskilast á próvtøkutekstinum.

5.6 Próvhoyringin skal vísa evni próvtakarans at greina, tulka og lýsa tekstin samsvarandi tí innliti, undirvísingin hevur lagt støði undir.

6. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 19

Juli 1996

Russiskt

Vallærugrein

Endamálið

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir læra at lesa, tosa og skilja russiska málið á einum støði, ið ikki hevur við sær serligar trupulleikar og
b)at næmingarnir fáa kunnleika um russiska mentan og russisk samfelagsviðurskifti.

Undirvísingin

2.1 Munnligi málførleikin er høvuðstátturin í dagligu undirvísingini. Arbeitt verður miðvíst við orðatilfari, mállæru og munnligum málburði til tess at gera næmingarnar førar fyri at málbera seg í einum einføldum máli um lisnu tekstirnar og lisnu evnini.

2.2 Skrivliga arbeiðið stuðlar munnliga málførleikan og gevur grundleggjandi venjing við atliti at lærugreinini á hástigi.

2.3 Teld er partur av undirvísingini.

2.4 Undirvíst verður í hóskandi nýtslu av orðabók.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Lisnar verða umleið 90 normalsíður. Byrjanarbøkur verða givnar upp við talinum á lisnu normalsíðunum.

3.2 Øll tekstasløg kunnu vera partur av pensum, herundir filmar og annað av-tilfar. Í mesta lagi 35 normalsíður frá ymiskum byrjanarbókum mugu vera partur av lesipensum. Ótillagaðir tekstir skulu verða umboðaðir.

3.3 Fyri hvønn pultstíma, sum er brúktur til audio-visuella undirvísing ella undirvísing við edv, kann pensum verða minkað við 1 normalsíðu, tó í mesta lagi við 10 normalsíðum.

3.4 Næmingarnir lata inn skrivligt arbeiði, sum í vavi svara til 6 uppgávur, á umleið 0,5 síðu og 5 uppgávur á umleið 1 síðu.

Høvuðsuppgávan

4.1 Uppgávan skal viðgera eitt evni innan russiska mentanarheimin, soleiðis sum hetta kemur til sjóndar í tekstum.

4.2 Høvuðsbókmentirnir skulu heilt ella partvís vera á russiskum. Hesar skal næmingurin sjálvstøðugt greina, samanbera og/ella meta um. Sitat úr høvuðsbókmentunum verða endurgivin á russiskum.

4.3 Høvuðsbókmentirnar á russiskum skulu í minsta lagi fevna um 8 normalsíður, sum í torleikastigi hóska til støðið, og sum vanliga hava lista við orðatýðingum. Hevur næmingurin eina umseting til taks, skulu russisku høvuðsbókmentirnar vera munandi longri.

4.4 Tekstir, sum eru við í lesipensum í valbólkinum, mugu ikki nýtast sum høvuðsbókmentir.

4.5 Í dømingini verður høvuðsdenturin lagdur á, at tey formligu krøvini eru fylgd, at svarið er samanhangandi og væl skipað, at evnið er endurgivið í einum greiðum, samanhangandi og sjálvstøðugum máli, at russiski høvuðsteksturin væl sæst aftur í uppgávuni, og at næmingurin er førur fyri at greina, samanbera og meta um sínar bókmentir, so at uppgávan ikki bara verður á endursagnarstigi.

Próvtøkan

5.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 50 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

5.2 Próvtakarin verður próvhoyrdur í ólisnum teksti á 0,5 normalsíðu, sum próvdómarin hevur valt, og í lisnum teksti á umleið 0,5 normalsíðu. Ólisni teksturin skal umsetast. Próvtakarin lesur upp brot burtur úr lisna tekstinum, og hetta verður nýtt sum støði undir eini samtalu á russiskum máli.

5.3 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp umleið 40 normalsíður, sum skulu umboða í minsta lagi 3 tekstir og evni. Øll tekstasløg, tað veri seg tillagað og ótillagað, kunnu vera partur av próvtøkupensum. Styttri tekstir í uppgevingunum verða savnaðir eftir evnum.

5.4 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp umleið 65 normalsíður, sum skulu umboða í minsta lagi 3 tekstir og evni. Øll tekstasløg, tað veri seg tillagað og ótillagað, kunnu vera partur av próvtøkupensum, tó ikki beinleiðis byrjanartilfar.

5.5 Í fyrireikingartíðini skulu nýtast rein eintøk av uppgivnu tekstunum, og allir uppgivnir tekstir skulu vera til taks. Verður brot burtur úr einum størri lisnum teksti givið upp, ella eitt størri lisið tema, skal allur lisni teksturin/alt lisna temaið vera til taks. Harumframt er próvtakarunum loyvt at nýta teir hjálparmiðlar, sum teir eru vanir at nýta í dagliga arbeiðinum: orðabøkur, mállærur, málslig yvirlit, orðalistar o.tíl., umframt egnar uppskriftir.

5.6 Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann gevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt við í próvdømingini.

6.1 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður ásett við støði í einari heildarmeting av próvtakarans fatan av ólisna tekstinum, framburði og tónalag (intonatión), taluførleika, kunnleiki til lisna tekstin, og fatan av spurningum próvhoyrarans.

6.2 Í dømingini av taluførleikanum verður høvuðsdenturin lagdur á, hvat próvtakarin veruliga er førur fyri at greiða frá. Ein innihaldsliga góð samtala við nøkrum málsligum villum verður hægri mett enn ein samtala, har próvtakarin ikki torir út um tær vanligu málsligu gyrðingarnar og tí heldur ikki ger so nógvar feilir.

Hástig

7. Undirvísing og próvtøka í lærugreinini á hástigi fer fram sambært reglunum í kunngerð um studentaskúlar og stakgreinalestur á studentaskúlastigi (studentaskúlakunngerðina).

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 20

Juli 1996

Samfelagsfrøði

Felagslærugrein

Endamálið

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir fáa innlit í grundleggjandi samfelagsligar samanhangir og í, hvussu avgerðir verða myndaðar, sum hava týdning fyri tann einstaka og samfelagið sum heild,
b)at fremja næminganna medvit um og áhuga fyri samfelagsligum spurningum og at taka støðu til dagliga kjakið um ymisk samfelagsviðurskifti,
c)at næmingarnir verða førir fyri at knýta samband millum samfelagsfrøðiligt medvit og gerandisdagin, sum teir kenna hann,
d)at næmingarnir menna teirra málsliga førleika.

Undirvísingin

2.1 Undirvísingin skal fevna um 2-3 temu, soleiðis at kravdu høvuðsøkini verða viðgjørd og fakliga dygdin tryggjað við, at farið verður gjølla um. Í minsta lagi 1 tema skal verða tvørfakligt.

2.2 Undirvísingin skal í mestan mun snúgva seg um føroysk samfelagsviðurskifti, men tað ber eisini til at taka altjóða viðurskifti til viðgerðar.

2.3 Undirvísingin skal fevna víða, tá ræður um val av tilfari og háttaløgum. Aktuell samfelagsviðurskifti skulu eisini verða partur av undirvísngini.

2.4 Lesipensum fevnir um 200-225 síður.

2.5 Teld er partur av undirvísingini.

Innihaldið í undirvísingini

3. Kravdu økini eru:
1)Búskapur
Undirvísingin fevnir um aktuell viðurskifti í føroyska búskapinum, sum t.d. búskaparligir samanhangir, javnvágartrupulleikar og avleiðingarnar, ið standast av hesum, og um almenn samfelagsbúskaparlig viðurskifti og samanhangir, sum eiga at verða tiknir við í viðgerðina.
2)Politikkur
Undirvísingin skal taka støði í aktuella politiska kjakinum og fevna um:
-politiskan atburð og hugburð
-politisku hugsjónirnar
-møguleikarnar fyri politiskari ávirkan og fyri, hvussu politiskar avgerðir  verða tiknar.
Í sambandi við politisku hugsjónirnar eigur viðgerðin mest møguligt eisini at fevna um politisku flokkarnar.
3)Sosiologi og sosialsálarfrøði
Undirvísingin fevnir um:
-sosialisatión, og hvussu meiningar verða myndaðar,
-ávirkan og innlæring av virðum, rollum og normum.

Próvtøkan

4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er uml. 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

4.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp umleið 150 síður lisið tilfar til próvtøkuna. Í minsta lagi skulu 40 síður av hesum vera annað tilfar enn úr lærubókum. Uppgivna tilfarið skal fevna um øll 3 kravdu økini.

4.3 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum,

geva upp 225 síður lisið tilfar til próvtøkuna.

4.4 Til próvtøkuna eru hesir hjálparmiðlar loyvdir:
1)Í fyrireikingartíðini:
Tilfar, sum hoyrir til próvtøkuspurningin, og tilfar, sum er nýtt í undirvísingini, umframt lærubøkur og egnar uppskriftir.
2)Til próvhoyringina:
Uppskriftir, sum próvtakarin hevur gjørt í fyrireikingartíðini, og tilfar, sum hoyrir til próvtøkuspurningin.

4.5 Próvtøkuspurningarnir verða settir við støði í útflýggjaðum tilfari, sum ikki er nýtt í undirvísingini. Útflýggjaða tilfarið skal líkjast tilfarinum, sum er nýtt í dagligu undirvísingini. Hvør próvtakari fær ein spurning, sum er býttur sundur í stigvíst torførari undirspurningar. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.

4.6 Givið verður 1 próvtal við støði í einari heildarmeting.

Vallærugrein

Endamálið.

5. Endamálið er:
a)at næmingarnir fáa førleika í neyvari og skipaðari eygleiðing av samfelagsviðurskiftum; at evnini verða ment at orða samfelagsfakligar trupulleikaorðingar, bæði munnliga og skrivliga, og at viðgera hesar út frá samfelagsfrøðiligum ástøði og háttalagi,
b)at næmingarnir læra at eygleiða og avdúka fyritreytir undir sjónarmiðum og átøkum, og at teir gerast førir fyri at greiða frá, hvat virðisfatanir, sjónarmið og átøk eru grundað á, og
c)at geva tí lesandi innlit, áhuga og medvit fyri altjóða spurningum og viðurskiftum.

Undirvísingin

6.1. Undirvísingin skal fevna um 2-3 temu og eina verkætlan, soleiðis at kravdu økini verða viðgjørd og fakliga støðið tryggjað.

6.2. Undirvísingin skal leggja høvuðsdentin á altjóða viðurskifti og fevna um evni, sum eru uppi í tíðini, og sum venda sær út móti samfelagnum.

6.3. Undirvísingin skal eisini vera fjølbroytt í valinum av tilfari, háttaløgum og ástøði, eins og hon skal tryggja samanhang og hava framtøku í sær.

Innihaldið í undirvísingini

7.1. Kravdu økini eru:

Búskapur:

Støða Føroya í altjóða búskapinum, og hvussu búskaparliga samstarvið er við Danmark, ES og umheimin sum heild.

Altjóða politikkur:

Samstarv, samskipan og trætur á evropeiskum og alheimsligum støði.

Sosiologi:

Samanbering av livikorum og mentanum.

Politikkur:

Fólkaræðisfatanir og politiskar mentanir.

Ein verkætlan:

Ein verkætlan, sum liggur innan ella uttan fyri kravdu fakøkini, verður vald av næmingum og lærara í felag, og úrslitið skal verða ein næmingauppgáva, sum í arbeiðsbyrðu svarar til eina studentspróvtøkuuppgávu.

7.2. Undirvísingin í samfelagsvísindaligum ástøði, háttaløgum og arbeiðsháttum alment, skal takast við í undirvísingina og fevna um:
a)Greining av tekst- og taltilfari o.a.
b)Ástøði innan kravdu økini.
c)Munnliga framløgu.
d)Skrivliga framløgu.

Til samans skulu latast inn uppgávur svarandi til 4-5 studentspróvtøkuuppgávur.

7.3. Teld er partur av undirvísingini.

7.4. Lesipensum skal fevna um 300-350 síður.

Próvtøkan.

8.1. Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru leiðbeining og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

8.2. Próvtøkupensum hjá næmingum, sum fara til próvtøku eftir vanligum treytum í vallærugreinini, er umleið 225 síður av lesipensum. Í minsta lagi 60 síður av hesum skulu vera annað tilfar enn úr lærubókum umframt næmingauppgávan. Øll 5 kravdu økini skulu vera umboðað.

8.3. Próvtøkupensum hjá næmingum, sum fara til próvtøku eftir vanligum treytum, í felagslærugreinini umframt vallærugreinini, t.e. SAF/V, er umleið 225 síður av lesipensum. Í minsta lagi 60 síður av hesum skulu vera annað tilfar enn úr lærubókum umframt næmingauppgávan, soleiðis at øll 5-8 kravdu økini eru umboðað.

8.4. Próvtøkupensum hjá sjálvlesandi og næmingum, sum fara til próvtøku eftir serligum treytum, og sum hava staðið próvtøkuna í samfelagsfrøði sum felagslærugrein, er 300 síður. Próvtøkupensum hjá sjálvlesandi og næmingum, sum fara til próvtøku eftir vanligum treytum uttan at hava staðið próvtøkuna í samfelagsfrøði sum felagslærugrein, er 500 síður, av hesum eru 200 síður frá felagslærugreinini.

8.5 Loyvdir hjálparmiðlar til próvtøkuna eru:
1) Í fyrireikingartíðini:
Tilfar, sum hoyrir til próvtøkuspurningin, umframt tilfar, lærubøkur og egnar uppskriftir, sum eru nýttar í undirvísingini.
2) Til próvhoyringina:
Uppskriftir, sum próvtakarin hevur gjørt í fyrireikingartíðini, umframt tilfar, sum hoyrir til próvtøkuspurningin.

8.6 Próvtøkuspurningarnir verða settir við støði í útflýggjaðum tilfari, sum ikki er nýtt í undirvísingini. Útflýggjaða tilfarið skal líkjast tilfarinum, sum er nýtt í dagligu undirvísingini. Hvør próvtakari fær ein spurning, sum er býttur sundur í stigvíst torførari undirspurningar. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.

8.7 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

Hástig

1 árs skeið

Endamálið

9. Endamálið við undirvísingini er,
a)at næmingurin fær innlit í týdningarmikil sosial, búskaparlig og politisk viðurskifti, og á tann hátt fær styrkt fatanina av, hvussu samfelagið hongur saman, og hvørji árin samfelagsligu korini hava fyri møguleikarnar hjá tí einstaka at liva og virka,
b)at næmingurin gerst førur fyri sjálvstøðugt at leita eftir og viðgera samfelagsligt tilfar grundað á samfelagslig ástøði og háttaløg, og
c)at næmingurin grundað á fakligt djúptøkni fær førleika í neyvari og skipaðari eygleiðing og mennir evnini hjá sær at orða samfelagsligar trupulleikaorðingar.

Undirvísingin

10.1 Undirvísingin skal verða grundað á samfelagslig háttaløg og ástøði, innan undirvísingargreinirnar, sosiologi, búskap, politikk og altjóða politikk. Undirvísingin skal somuleiðis tryggja, at næmingurin fær royndir í at skriva próvtøkuuppgávur við atliti at skrivligu próvtøkuni.

10.2 Undirvísingin skal vera soleiðis háttað, at fakliga dygdin verður tryggjað við at gjølla verður farið um. Undirvísingin skal hanga saman og hava framtøku í sær.

10.3 Undirvísingin skal fevna víða, tá ræður um val av tilfari, háttalagi og ástøði. Aktuell mál og spurningar skulu hava innivist í undirvísingini.

Innihaldið í undirvísingini

11.1 Kravdu økini eru:
1)Sosiologi .
Sosiologisk ástøði og háttaløg:
 a)Ástøði, ið eru knýtt at:
 -sosialisatión og hvussu meiningar verða myndaðar,
 -lívsformum, livikorum og mentanum.
 b)Innsavning og viðgerð av bæði kvantitativum og kvalitativum upplýsingum.
2) Búskapur.
 a) Vinnulívsmenning:
 -Menningin innan vinnuskipanina og tøknifrøðina.
 b) Búskaparástøði og búskaparpolitikkur.
3) Politikkur.
 a)Politiska skipanin í Føroyum.
 b)Politisku hugsjónirnar.
4) Altjóða politikkur.
Føroysk uttanlandsviðurskifti:
-sambandið millum Føroyar og Danmark
-innanhýsis og uttanhýsis viðurskifti, ið ávirka samstarvið millum Føroyar og útheimin.

11.2 Samfelagsvísindaligir teknikkir, háttaløg og ástøði skulu vera partur

av undirvísingini og skulu fevna um:
a)Greining av teksti og taltilfari o.ø.
b)Ástøði úr øllum kravdum økjum.
c)Munnliga framløgu.
d)Skrivlig avrik, sum í samlaðum vavi skulu svara til 11-12 studentspróvtøkuuppgávur.

11.3 Teld er partur av undirvísingini.

11.4 Lesipensum skal fevna um 400-500 síður.

Próvtøkan

12. Hildnar verða ein skrivlig og ein munnliga próvtøka.

13.1 Til munnligu próvtøkuna er fyrireikingartíðin umleið 30 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

13.2 Próvtøkupensum hjá næmingum, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er umleið 300 síður lisið tilfar. Í minsta lagi skulu 75 síður av hesum vera annað tilfar enn úr lærubókum. Uppgivna tilfarið skal fevna um øll 4 kravdu økini.

13.3 Sjálvlesandi, sum hava staðið próvtøkuna í samfelagsfrøði, á felags- og vallærugreinastøði, geva upp 400 síður lisið tilfar til próvtøkuna. Sjálvlesandi, sum ikki hava staðið próvtøkuna í samfelagsfrøði á felags- og/ella vallærugreinastøði, skulu umframt tær kravdu 400 síðurnar á hástigi, geva upp lisna tilfarið, sum krevst fyri sjálvlesandi til felags-og/ella vallærugreinina.

13.4 Loyvdir hjálparmiðlar til munnligu próvtøkuna eru:
1)Í fyrireikingartíðini:
Tilfar, sum hoyrir til próvtøkuspurningin, og tilfar, lærubøkur og egnar uppskriftir, sum eru nýtt í undirvísingini.
2)Til próvhoyringina:
Uppskriftir, sum próvtakarin hevur gjørt í fyrireikingartíðini, og tilfar, sum hoyrir til próvtøkuspurningin.

13.5 Próvtøkuspurningarnir verða settir við støði í útflýggjaðum tilfari, sum ikki er nýtt í undirvísingini. Útflýggjaða tilfarið skal líkjast tilfarinum, sum er nýtt í dagligu undirvísingini. Hvør próvtakari fær ein spurning, sum er býttur sundur í stigvíst torførari undirspurningar. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt við í dømingini.

13.6 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

14.1 Skrivliga próvtøkan varir í 5 tímar. Til próvtøkuna verður í minsta lagi ein uppgávurøð nýtt. Uppgávurøðin skal vera soleiðis háttað, at svarið skal vera givið við støði í útflýggjaða tilfarinum.

14.2 Førleikin at svara uppgávunum skal vera treytaður av, at næmingurin er inni í kravdu økjunum bæði á felags- og vallærugreinastigi eins og á hástigi.

14.3 Lovdir hjálparmiðlar til skrivligu próvtøkuna eru:

Góðkendur lummaroknari, millimeturpappír, einkult logaritmiskt pappír,

Árbók fyri Føroyar, fremmandaorðabók, føroysk-donsk og donsk-føroysku orðabøkurnar.

14.4 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 21 1)

Mai 2002

Sálarfrøði

C-stig

Vallærugrein

Endamál

1. Endamálið er:
a)at savna og skipa vitan um hugsan, kenslur og atferð menniskjans.
b)at skilja sálarligu menningina út frá ymiskum ástøðum og kanningarháttum við at lýsa ymiskar og broyttar menningarumstøður, ið geva eina fjøltáttaða fatan av menningarorsøkum, og
c)at nýta sálarfrøðiligu ástøðina til at skilja nútíðarmenniskjað.

Undirvísingin

2.1 Undirvísingin byggir á sálarfrøðina sum kunnleikalærugrein, ið er vísindaliga undirbygd. Í sálarfrøðini fæst størri innlit í, hvussu fjøltáttað menninskjað er, og hvussu normalitetshugtakið verður fatað, og gjøgnum arbeiðið við ymiskum sálarfrøðiligum ástøðum fáa næmingarnir royndir í, hvat tey ymisku ástøðini kunnu greina, og hvør menniskjafatan liggur aftanfyri.

2.2 Við fjølbroyttum úrvali av tilfari, ástøðum og háttaløgum er málið við undirvísingini, at næmingarnir
a)fáa sær vitan um sálarligu menning menniskjans, m.a. verða samleiki, tilvitan og atferð viðgjørd,
b)fáa kunnleika um munir og broytingar í menningini og vera førir fyri at seta hetta inn í størri høpi bæði søguliga og mentanarliga,
c)fáa kunnleika um høvuðsmunir millum sálarfrøðiligar ástøðisskipanir, háttaløg og menniskjaáskoðanir og duga at nýta henda kunnleika,
d)menna evni síni at lýsa, greina og meta um sálarfrøðilig greiðsluevni og at nýta tey sálarfrøðiligu hugtøkini,
e)læra at seta sálarfrøðiliga vitan í samband við dagligu tilveruna.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Undirvísingin fevnir um kravdu økini menningarsálarfrøði, samspælssálarfrøði og ymiskleikasálarfrøði Hon skal eisini fevna um m.a. ástøði, sum taka støði í psykodynamiskari og kognitivari sálarfrøði. Samspælssálarfrøðiligar tilgongdir verða tiknar við.

Undirvísingin kann skipast í evni, so at ymisk evni kunnu lýsast úr fleiri sjónarhornum.

Undirvísingin gevur breiða ástøðiliga vitan um sálarligu menning menniskjans. Dentur verður lagdur á eitt lívsskeið.

Undirvísingin skal viðgera ymisk sløg av samspæli og týdningin av tilætlaðum og ótilætlaðum tilgongdum, t.d. í familjuni og á arbeiðsplássinum.

Undirvísingin skal viðgera, á hvønn hátt sálarfrøði lýsir, hvussu ymiskt menniskju búnast/mennast, og hvussu menningin hjá tí einstaka menniskjanum broytist. M.a. skal týdningurin av sambandinum millum persónligan og mentanarligan samleika og millum knappligar kreppur og persónliga menning viðgerast.

3.2 Lisnar verða einar 275-325 síður.

Próvtøkan

4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka.

5.1 Til munnligu próvtøkuna er fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 næmingar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

5.2 Próvtøkupensum fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er 225-250 síður av lisna pensuminum.

5.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensumið tað sama sum lesipensum.

5.4 Próvtøkuspurningar verða settir í tilknýti til útflýggjaða tilfarið, sum ikki hevur verið nýtt í undirvísingini, men sum tó er um somu evni. Fylgiskjøl skulu hava kelduávísing. Einstøku próvtøkuspurningarnir skulu hava í sær undirspurningar, til tess at próvtakarin fær høvi at sýna hegni sítt á ymsum stigum.

5.5 Í dømingini verður dentur lagdur á, hvussu próvtakarin í eini fakligari samrøðu megnar
a)at greiða frá sálarfrøðiligum spurningum,
b)at bera fram sína vitan og hugsanarhátt við sálarfrøðiligum hugtøkum,
c)at greina spurningarnar við sálarfrøðiligum ástøði og háttalag,
d)at samanbera og skifta orð um sálarfrøðilig ástøði, sum hava tilknýti til útflýggjaða spurningin, og
e)at seta spurningin inn í eitt størri høpi.

6. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður ásett við støði í eini heildarmeting.

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 22

Juli 1996

Spanskt

Spanskt byrjanarmál

Vallærugrein

Endamálið

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir verða førir fyri at lesa og skilja eyðskiltar spanskar tekstir,
b)at næmingarnir venjast í munnligum málfimi og fatan av talaðum sponskum, og
c)at næmingarnir gjøgnum arbeiðið við tekstunum fáa kunnleika til mentanarviðurskifti í Spania og Latínamerika.

Undirvísingin

2.1 Undirvísingin verður løgd soleiðis til rættis, at næmingarnir fáa eina málsliga vitan og eitt mentanarligt innlit, sum eisini í longdini kann vera teimum at gagni.

2.2 Við støði í tekstunum verður arbeitt miðvíst við orðatilfar og mállæru, soleiðis at næmingarnir læra at skilja talað og skrivað spanskt, og soleiðis at teir fáa málslig amboð til munnliga og skrivliga at málbera seg á einum einføldum máli um teir lisnu tekstirnar og evnini.

2.3 Tað skrivliga arbeiðið skal stuðla tí munnliga málburðinum og skal málsliga og innihaldsliga vera eitt natúrligt framhald av dagliga arbeiðinum við tekstunum. Tað skal hjálpa næmingunum at skilja tann málsliga bygnaðin í tí spanska málinum.

2.4 Arbeiðið við tekstunum skal venja munnligu framsetingarevnini hjá næmingunum, soleiðis at teir læra at greiða frá og viðgera evni, ið eru týðandi fyri spanska og latínamerikanska metanarøkið.

2.5 Teld er partur av undirvísingini.

2.6 Næmingarnir fáa undirvísing í skilagóðum brúki av orðabókum og øðrum hjálparmiðlum.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Lisnar verða í minsta lagi 120 normalsíður umfarmt byrjanartilfar, sum í vavi er umleið 50 síður. Lesipensum verður sett saman av tekstum úr Spania og Latínamerika. Tekstir, sum eru umsettir til spanskt úr staðbundnum máli í spanskttalandi øki, kunnu vera partur av lesipensum.

3.2 Ein partur av tekstunum verður lisin nágreiniliga, aðrir leysliga, og brúktir verða ymiskir lestrarhættir. Ymisk sløg av tekstum, herundir filmar, ljóðbond og myndir skulu nýtast.

3.3 Lesipensum kann fevna um arbeiði við av-tilfari, heruppií edv-tilfar, í í mesta lagi 20 pultstímar, soleiðis at ein pultstími við av-undirvísing svarar til 1,5 normalsíðu, tó í mesta lagi 30 normalsíður.

3.4 Skrivliga arbeiðið fer fram lutvíst heima og lutvíst í flokkinum. Skrivliga heimaarbeiðið fevnir um 6 fríar uppgávur á 1-2 síður og 5 uppgávur á 0,5-1 síðu.

3.5 Í sambandi við skrivliga arbeiðið, og tá ið skrivligu uppgávurnar verða latnar næmingunum aftur, fáa næmingarnir vegleiðing bæði í felag og einsæris.

Høvuðsuppgávan

4.1 Evnið á uppgávuni og arbeiðshátturin skulu liggja innan karmarnar í lærugreinini.

4.2 Høvuðsbókmentirnar, sum fevna um umleið 30 síður, verða lisnar á sponskum. Sitat, sum verða tikin haðani, verða skrivað á sponskum. Á tittulblaðnum verður víst á høvuðsbókmentir, sum hava verið brúktar. Í arbeiðinum við økinum, sum uppgávan byggir á, kann sum ískoyti brúkast tilfar á føroyskum ella øðrum málum. Verður mynda- og bandatilfar brúkt sum ein lítil partur av høvuðsbókmentunum, skal tað vera til taks við dømingina av svarinum. Høvuðsbókmentirnar kunnu ikki vera partur av lesipensum hjá valbólkinum.

4.3 Uppgávan verður vanliga skrivað á føroyskum. Dugir næmingurin betur spanskt enn føroyskt, kann uppgávan kortini skrivast á sponskum. Verður hon skrivað á sponskum, skal eisini økið og uppgávuheitið orðast á sponskum. At uppgávan er skrivað á sponskum, verður ikki í sjálvum sær roknað sum ein fyrimunur í dømingini.

Próvtøkan

5.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka, ið fevnir um próvhoyring í einum lisnum og einum ólisnum teksti. Fyrireikingartíðin er umleið 50 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

5.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp 60 normalsíður av lesipensum, býttar yvir í minsta lagi 3 tekstir og temu. Ein tekstur ella eitt tekstaúrtak má í mesta lagi vera 25 normalsíður. Einans ótillagaður tekstur má gevast upp. Tilfar frá byrjanarbókum kann ikki vera partur av próvtøkupensum. Við tí uppgivna tilfarinum kann fylgja gjøgnumgingið myndatilfar.

5.3 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp 120 normalsíður, býttar yvir í minsta lagi 5 tekstir og temu. Einans ótillagaðir tekstir mugu gevast upp. Tilfar frá byrjanarbókum kann ikki vera partur av próvtøkupensum. Ein tekstur ella eitt tekstaúrtak má í mesta lagi vera 40 normalsíður. Við tí uppgivna tilfarinum kann fylgja myndatilfar.

5.4 Í fyrireikingarrúminum skulu hesir hjálparmiðlar vera til taks: orðabøkur, mállærur og aðrar handbøkur, sum próvtakarin hevur brúkt í undirvísingini. Harafturat koma rein eintøk av øllum uppgivnum tekstum, við orðalistum og viðmerkingum, sum hoyra til. Verður úrtak av einum størri, lisnum teksti ella úr einum størri, lisnum tema givið upp, skal allur tann lisni teksturin ella alt tað lisna temaið vera til taks. Próvtakarin kann hava egnar uppskriftir við til fyrireikingar. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.

5.5 Próvhoyrt verður í einum ólisnum prosabroti á 1,5 normalsíðu, sum próvdómarin hevur valt, og í 0,5 normalsíðu úr lisnum pensum. Ólisni teksturin skal hava regluteljing, og hann skal hava ein inngang á føroyskum/donskum. Í umsetingarpartinum kunnu upp í 5-6 orðatýðingar verða tilskilaðar. Frásagnarparturin skal ongar orðatýðingar hava, um ikki talan er um neyðugar realviðmerkingar ella sermerkt orð.

5.6 1/3 normalsíða av ólisna tekstinum verður umsett, helst frá byrjanini í tekstinum. Restina verður í høvuðsheitum tikið saman um á føroyskum. Tað lisna tekstabrotið verður lisið upp og verður brúkt sum støði undir eini samtalu á sponskum. Í samtaluni verður tekstainnihaldið dýpað. Um próvtakarin hevur ringan málførleika, skal tekstinnlit próvtakarans móti próvhoyringarloki kannast á føroyskum.

5.7 Í dømingini av málførleikanum verður størri dentur lagdur á, hvussu flótandi og natúrligt próvtakarin málber seg, heldur enn um allir staklutir eru rættir. Dentur verður eisini lagdur á, at próvtakarin kann draga fram týdningarmiklar partar av tekstinum. Ein møgulig dýpandi viðmerking á føroyskum verður mett eftir innihaldi sínum og kann telja positivt í dømingini.

6. Givið verður 1 próvtal fyri alt tað munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

Hástig

7. Undirvísing og próvtøka í lærugreinini á hástigi fara fram sambært reglunum í kunngerð um studentaskúlar og stakgreinalestur á studentaskúlastigi (studentaskúlakunngerðin).

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 22A 1)

Mai 2002

Stjørnufrøði

C-stig

Vallærugrein

Endamál

1. Endamálið er, at næmingarnir fáa kunnleika til
a)at stjørnufrøði er ein náttúruvísindalig lærugrein, sum við at eygleiða umheimin støðugt hevur økt um og víðkað vitan okkara um, hvussu bygnaðurin í alheiminum er, og hvussu alheimurin er mentur.
b)at lýsingar og sannkenningar av viðurskiftunum í alheiminum bæði nær hjá og langt burturi ígjøgnum tíðirnar hava verið grundarlag undir skiftandi heimsmyndum, sum menniskjan hevur gjørt sær til at tulka og skilja náttúruna. At stjørnufrøðin soleiðis gevur sítt íkast sum mentanarberandi vísindi til innlitið í tann alstóra týdning, sum umheimurin hevur fyri øllum lívi, og ger okkum betur før fyri at skilja støðu menniskjunnar í náttúruni.
c)at stjørnufrøðin nýtir og mennir egnu tættir í lærugreinini í tøttum samstarvi við aðrar lærugreinir og tøttum altjóða samstarvi, at arbeiðið við stjørnufrøðini endurspeglar hesar høvuðstættir, og at vit við hesum økja okkara vitan um, hvussu alheimurin er skipaður og mentur.

Undirvísingin

2.1 Endamálið við undirvísingini er, at næmingarnir fáa kunnleika til, hvussu stjørnufrøðiliga heimsmyndin er ment, og kunnleika til tann týdning, hon hevur havt fyri menniskjans sannkenning og mentan. Næmingarnir skulu ogna sær vitan og innlit í høvuðsøki í klassiskari og nýggjari stjørnufrøði og ogna sær kunnleika um stjørnufrøðiligar eygleiðingar og ástøði, soleiðis sum tey verða lýst við nøkrum høvuðstættum. Næmingarnir skulu duga at greina og meta um stjørnufrøðiligar spurningar við náttúruvísindaligum háttaløgum, og teir skulu duga at bera víðari stjørnufrøðiliga vitan við støði í tilfari, sum teir sjálvir hava leitað fram.

2.2 Undirvísingin skal leggjast soleiðis til rættis, at næmingarnir skulu duga
a)at allýsa, lýsa og nýta stjørnufrøðilig hugtøk og støddir,
b)at greiða frá teimum vanligastu støddarlutføllunum í alheiminum,
c)at nýta ella hava kunnleika til stjørnufrøðilig tól,
d)at gera egnar stjørnufrøðiligar kanningar,
e)at savna, skipa og viðgera egið kanningartilfar ella kanningartilfar hjá øðrum,
f)at gera nøgdarligar útrokningar, og
g)at leita fram, viðgera og at bera víðari stjørnufrøðiliga vitan eitt nú um stjørnufrøðiliga gransking.

2.3 Undirvísingin verður løgd til rættis við støði í, at næmingarnir í minsta lagi hava havt alisfrøði-evnafrøði C og støddfrøði C.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Undirvísingin fevnir um hesar 4 høvuðstættir:
1)Stjørnufrøðiligar eygleiðingar.
Eygleiðingar og at finna veg á himmalhválvinum. Árstíðirnar og teirra skiftan. Myrkingar. At taka myndir av fyribrigdum á himmalhválvinum.
2) Sólskipanin.
Rørslur og eginleikar hjá úrvaldum knøttum í sólskipanini. Ytri ávirkanir á jørðina; t.d. flóð og fjøra, streymur, norð1ýsi. Navigatión. Um hvussu sólskipanin varð til og mentist.
3) Stjørnur og vetrarbreytin.
Alisfrøðilig viðurskifti í stjørnum. Bygnaður, tilgerð og menning stjørnanna, harímillum í sólini. Upprunin at frumevnunum. Bygnaðurin í vetrarbreytini og menning tess. Fremmandar gongustjørnuskipanir. Lív í alheiminum.
4)Stjørnubreytir og kosmologi. Um teir ymsu flokkarnar av stjørnubreytum, og um bygnaðin í stjørnubreytum. Víðkanin í alheiminum, kosmiska baksýnisgeislingin, myrkt tilfar í alheiminum og Big-Bang ástøðið.

3.2 Dentur verður í undirvísingini lagdur á royndir. Royndararbeiðið skal fevna um í minsta lagi 15 pultstímar. Royndararbeiðið fevnir um stjørnufrøðiligar kanningar, næmingaroyndir og tað at nýta dátugrunnar. Samlát og elektronisk upplýsingasókn skulu vera partur av hesum arbeiði.

3.3 Undirvísingin í stjørnufrøðini fevnir eisini um skrivligt arbeiði, bæði í tímunum og sum sjálvstøðugt næmingaavrik. Hvør næmingur letur inn 7 royndarfrágreiðingar, sum lærarin rættar og ger viðmerkingar til. Frágreiðingarnar, sum eru einar 3-8 síður (fylgiskjøl ikki íroknað) hvør, kunnu verða skrivaðar við støði í dátutilfar frá eygleiðingum, royndum ella upplýsingum úr einhvørjum dátugrunni. Tvær av teimum sjey frágreiðingunum kunnu í staðin verða ein frágreiðing um einhvørja verkætlan. Verkætlanarfrágreiðingin kann eisini vera ein bólkafrágreiðing. Haraftrat kunnu tvær av teimum sjey royndarfrágreiðingunum í staðin vera skrivligar uppgávur.

3.4 Lesipensum fevnir um einar 200-300 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum.

Próvtøkan

4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir; og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

4.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp umleið helvtina av lisna tilfarinum. Royndarfrágreiðingar og onnur skrivlig avrik, ið hava tilknýti til uppgivna tilfarið, verða sum meginregla eisini givin upp.

4.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum.

4.4 Loyvdir hjálparmiðlar í fyrireikingartíðini eru bøkur, talvur, uppgávur, royndarfrágreiðingar og annað skrivligt tilfar, sum hava verið nýtt ella eru skrivað í sambandi við undirvísingina, tól, ið hava týdning fyri royndarliga partin, og góðkendur lummaroknari.

4.5 Próvhoyrarin hevur ábyrgdina av, at próvtakarin hevur til taks neyðugu tólini. Próvhoyrarin hevur eisini ábyrgdina av, at bøkur/tilfar í uppgivna pensum eru til taks í fyrireikingarhølinum. Aðrar loyvdar hjálparmiðlar hevur próvtakarin ábyrgd av at hava við.

4.6 Hvør próvtakari fær ein spurning. Spurningurin skal vera orðaður soleiðis, at próvtakarin fær høvi sjálvstøðugt at skipa spurningin, at vísa evni síni at viðgera eitt serstakt evni gjølla, og at vísa, at hann hevur yvirlit yvir eitt fakligt øki. Viðkomandi tól eiga at vera til taks í próvtøkuhølinum, um tað er møguligt. Nýttar kunnu verða talvur, myndir og annað tilfar úr royndarfrágreiðingum og frá undirvísingini.

4.7 Í dømingini verður dentur lagdur á, hvussu próvtakarin
1)í einum greiðum og neyvum fakmáli dugir at greiða frá og nýta hugtøk, fyribrigdi og samanhang innan stjørnufrøði,
2)dugir at greiða frá nýtslu av háttaløgum í lærugreinunum,
3)dugir at gera nøgdarligar útrokningar av stjørnufrøðiligum støddum,
4)vísir skil fyri týdninginum av praktiskum eygleiðingum og royndum og er førur fyri at greina og viðgera útslitini,
5)dugir at seta eina stjørnufrøðiliga vitan inn í eitt størri høpi og í frásjón, og
6)hevur eitt sjálvstøðugt yvirlit í lærugreinina og er førur fyri at skipa og bera fram sína vitan og tankagongd.

5. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 23

Juli 1996

Støddfrøði

Felagslærugrein

Endamálið

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir fáa støddfrøðiligan kunnleika, sum kann verða teimum til gagns í øðrum lærugreinum og í teirra gerandisdegi, og
b)at næmingarnir fáa kunnleika til støddfrøðiligar hugsanarhættir og arbeiðshættir.

Undirvísingin

2.1 Undirvísingin skal miða ímóti, at næmingarnir fáa almennan kunnleika og vitan um støddfrøði, og at teir hava skil á høvuðsevnunum. Teir skulu gerast førir fyri at orða seg bæði munnliga og skrivliga um støddfrøðiligar spurningar.

2.2 Skrivligt arbeiði er partur av undirvísingini. Næmingarnir lata inn 25 uppgávurøð, sum lærarin rættar og ger viðmerkingar til. Hvørt raðið skal í arbeiðsbyrðu svara til 50% - 100% av einum próvtøkuraði. Skrivligu uppgávurnar kunnu vera smáar venjingaruppgávur ella meiri samansettar, størri uppgávur. Næmingarnir kunnu eisini lata inn skrivliga frágreiðing um avís evni. Tílík sløg av skrivligum uppgávum kunnu koma í staðin fyri eitt ella fleiri uppgávurøð.

2.3 Edv skal verða nýtt í undirvísingini, eitt nú forrit til loysn av líkningum, ella onnur forrit, sum kunnu verða nýtt at innlæra faklig hugtøk og háttaløg.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Undirvísingin fevnir um 6 høvuðsevni:
1)Tøl
Heil tøl, brot og reel tøl. Roknireglur. Talmongdir. Rokning við potensum og rótum. At loysa einfaldar líkningar, ólíkningar og dupultar ólíkningar.
2)Prosent- og renturokning
Prosentrokning, miðal prosenttal, vigað miðal, vísitøl og prístal. Renturokning. Annuitetir: samansparing og lán.
3)Geometri og trigonometri
Tríkantar, rættvinklaðir tríkantar og einsvinklaðir tríkantar. Sin, kos og tan. At rokna síður og vinklar í rættvinklaða tríkantinum.
4)Funkur
Funkuhugtakið, frummongd, funkuvirði, virðismongd, monotoni-viðurskifti. Ymiskir hættir at áseta funkur. Viðgjørdar verða linjurættar og linjubrotnar funkur, eksponentfunka og eksponentiellar gongdir. Krossskipan. Einkultlogaritmisk krossskipan. At loysa líkningar og ólíkningar við at lesa á rás.
5)Hagtøl
Óflokkað hagtøl og flokkað hagtøl. Eygbering, títtleiki (tíðføri), samantaldur títtleiki, tídd (frekvensur), samantald tídd. Ritmyndan. Hagfrøðilig lýsingartøl.
6)Líkindarokning
Roynd. Úrslit og úrslitamongd. Líkindafunka. Endaligt líkindaøki. Hendingar. Sýni. Binomialbýti. Stokastiskur variabul.

3.2 Nærri um einstøku høvuðsevnini:

Viðv. 1) Tølum:

Potens- og róthugtakið verður so mikið viðgjørt, sum tað er neyðugt, fyri at arbeitt kann verða við miðal prosentum, og loystar kunnu verða líkningar av slagnum bac = d. Hugtøk úr mongdarlæruni verða viðgjørd, í tann mun, tað er neyðugt fyri viðgerðina av hinum evnunum.

Viðv. 2) Prosent- og renturokning:

Prosentrokning fevnir um framrokning við støðugum prosenti og um rentuformilin. Heraftrat skulu næmingarnir læra at brúka annuitetsformlarnar fyri samansparing og lán.

Viðv. 3) Geometri og trigonometri:

Í sambandi við tríkantar verður vinkulsummur, hædd og flátamál umtalað. Sambandið ímillum longdirnar av síðunum í einsvinklaðum tríkantum verður viðgjørt. At rokna síður og vinklar í rættvinklaðum tríkanti fevnir um sinus, kosinus, tangens og setning Pythagoras.

Viðv. 4) Funkum:

Funka lýsir sambandið millum óheftan og heftan variabul. Sambandið kann verða ásett á ymiskan hátt, og viðgerðin skal fevna um funkur, íð eru ásettar við rokniforskrift, við talvu, við rás og við algoritmu sum t.d. í einum roknara. Serstakliga skulu funkurnar við forskriftunum Ãx, x2, 1/x og log(x) verða umrøddar. Til monotoniviðurskiftini hoyra hugtøkini vaksandi og fallandi funka og størstavirði og minstavirði hjá einari funku. Viðgjørdar verða vanligar rættvinklaðar krossskipanir, eisini tá ið ásirnir hava ymiskar eindir, og tá ið teir ikki skerast í (0,0). Funkurnar við forskriftunum f(x) = ax + b og f(x) = bax verða serstakt viðgjørdar, og dentur verður lagdur á at vísa, hvussu hesar verða nýttar at lýsa ymisk fyribrigdi. Hugtøkini tvífaldstal og helvtartal verða viðgjørd.

Viðv. 5) Hagtølum:

Hugtøkini títtleiki (tíðføri), samantaldur títtleiki, tídd (frekvensur) og samantald tídd verða lýst, samstundis sum arbeitt verður við dømum. Í sambandi við ritmyndan verður lýst: pinnamynd, rimamynd, trappumynd, stabbamynd og samløgurás (S-rás). Hagfrøðilig lýsingartøl fevna um hugtøkini minstavirði, størstavirði, breidd, mesti, miðaltal, niðara fjórðingsmark, miðju og ovara fjórðingsmark.

Viðv. 6) Líkindarokning:

Bæði javnbýtt og ikki javnbýtt líkindaøki verða umrødd. Neyðug hugtøk úr mongdarlæruni verða viðgjørd so mikið, sum tað er neyðugt fyri viðgerð av hendingum. Næmingarnir skulu duga at finna K(n,p) bæði við at rokna og við at brúka talvu. Teir skulu eisini duga binomialbýtið, bæði við at rokna og við at brúka talvu fyri samantald líkindi hjá binomialbýtinum. Heitið stokastiskur variabul verður viðgjørt í sambandi við binomialbýtið. Eisini verða dømi um aðrar stokastiskar variablar viðgjørd, eitt nú verður roknað miðalvirði og spjaðing.

3.3 Í sambandi við viðgerðina av høvuðsevnunum verður arbeitt við roknitøkniligum hjálparamboðum (roknara, formlasavni, talvum og einkultlogaritmiskum pappíri).

3.4 Lisnar verða einar 160 - 280 síður, treytað av valda undirvísingartilfarinum.

Próvtøkan

4. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.

5.1 Til munnligu próvtøkuna er fyrireikingartíðin umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

5.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp til próvtøkuna umleið helvtina av lesipensum. Treytað av valda tilfarinum verða givnar upp einar 80 - 140 síður, valdar soleiðis, at býtið á tey 6 høvuðsevnini er nøkulunda javnt.

5.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum.

5.4 Í fyrireikingartíðini eru hesir hjálparmiðlar loyvdir: læribøkur og annað tilfar við tilknýti til lesipensum, herundir egnar uppskriftir umframt roknitøkniligir hjálparmiðlar.

5.5 Hvør próvtakari fær ein spurning. Spurningurin skal vera orðaður soleiðis, at próvtakarin bæði fær høvi at vísa evni til gjølla at viðgera eitt serstakt evni, og vísa, at hann hevur yvirlit yvir eitt fakligt øki. Nýttar kunnu verða talvur, myndir og annað tilfar frá undirvísingini, og skal próvhoyringin (fyri skeiðslesandi) spegla dagligu undirvísingina.

5.6 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

6.1 Skrivliga próvtøkan varir 4 tímar. Roknað verður eitt uppgávurað. Nakrar uppgávur eru valuppgávur. Í raðnum stendur, hvussu nógvar valuppgávur skulu latast inn til dømingar. Verða ov nógvar valuppgávur latnar inn, verður í dømingini sæð burtur frá teimum, sum standa síðst. Uppgávurnar verða settar innan høvuðsevnini. Skúlafyrisitingin sendir út leiðbeinandi dømi um próvtøkuuppgávur.

6.2 Til skrivligu próvtøkuna eru hesir hjálparmiðlar loyvdir:
a)Støddfrøðiligt formlasavn, HF-felagslærugrein, sum Skúlafyrisitingin hevur góðkent. Verður útflýggjað á skúlanum, tá ið próvtøkan byrjar.
b)Góðkendur roknari, sum próvtakarin hevur við.
c)Talvuverk, fevnandi um binomialbýti. Verður útflýggjað á skúlanum, ella próvtakarin hevur tað við.
d)Millimeturpappír, einkultlogaritmiskt pappír við 3 tíggjundum á uppásini. Verður útflýggjað á skúlanum eftir áheitan.

6.3 Tá ið uppgávurnar verða dømdar, verður dentur lagdur á, at hugsanarháttur próvtakarans týðiliga sæst í svarinum og á, at rætt er roknað, og at skilagóðir mátar eru nýttir. Givið verður 1 próvtal við støði í einari heildarmeting.

7. Givið verður 1 próvtal, ið verður roknað sum miðaltal av próvtølunum frá skrivligu og munnligu próvtøkuni.

Vallærugrein

Endamálið

8. Endamálið er,
a)at geva næmingunum innlit í nakrar støddfrøðiligar meginreglur, hugsanarhættir og arbeiðshættir,
b)at næmingarnir fáa hollan kunnleika til støddfrøðina sum eitt amboð, íð kann verða brúkt til at orða, greina og loysa uppgávur, eisini innan aðrar lærugreinir, og
c)at næmingarnir fáa støddfrøðiligan førleika, sum kann vera teimum til gagns í framhaldandi lestri.

Undirvísingin

9.1 Undirvísingin skal miða ímóti, at næmingarnir fáa almennan kunnleika og vitan um støddfrøðina. Næmingarnir skulu arbeiða víðari á tí grundarlagi, teir hava, og skulu fáa innlit í deduktivu náttúruni í støddfrøðini; hetta við at arbeiða við argumentatión og próvførslu. Næmingarnir skulu fáa hollan kunnleika til, hvussu vit í støddfrøði kunnu áseta heiti, at vísa seg leyst av veruleikanum ella gerandisdegnum (abstrakt), og skilja hvussu hesi heiti vera nýtt sum eitt serstakt mál, har sum torgreiddir spurningar kunnu verða settir greitt upp við støddfrøðiligum heitum og formlum. Næmingarnir skulu gerast førir fyri at orða seg bæði munnliga og skrivliga um støddfrøðiligar spurningar og at prógva støddfrøðiligar setningar.

9.2 Skrivligt arbeiði er partur av undirvísingini. Næmingarnir lata inn 25 uppgávurøð, sum lærarin rættar og ger viðmerkingar til. Hvørt raðið skal í arbeiðsbyrðu svara til 50% - 100% av einum próvtøkuraði. Skrivligu uppgávurnar kunnu vera smáar venjingaruppgávur ella meiri samansettar, størri uppgávur. Næmingarnir kunnu eisini lata inn skrivliga frágreiðing um avís evni. Tílík sløg av skrivligum uppgávum kunnu koma í staðin fyri eitt ella fleiri uppgávurøð.

9.3 Edv skal verða nýtt í undirvísingini, eitt nú forrit til loysn av líkningum, ella onnur forrit, sum kunnu verða nýtt at innlæra faklig hugtøk og háttaløg.

Innihaldið i undirvísingini

10.1 Undirvísingin fevnir um 3 høvuðsevni:
1)Funkur
At seta saman funkur. Øvuta funkan. Polynom, tikin sundur í faktorar. Eksponentfunkur, eksponentiellar gongdir, natúrliga logaritmufunkan og 10-tals logaritmufunkan. Potensfunkur. Trigonometrisku funkurnar. Einfald dømi um atfellingar. At seta upp, greina og loysa einfaldar líkningar og ólíkningar við nevndu funkum.
2)Geometri og trigonometri
At rokna síður og vinklar í tríkantum. Líkning hjá rættari linju. Fjarstøða ímillum punkt, og fjarstøða ímillum punkt og linju. Líkning hjá sirkli. Skeringspunkt hjá linjum, og hjá linju og sirkli.
3)Differentialrokning
Differentialkvotientur. Viðberi hjá rás, tillagandi polynom á 1. stigi. Roknireglur fyri differentiatión. Monotoniviðurskifti og ekstrema. Dømi um nýtslu.

10.2 Nærri um einstøku høvuðsevnini:

Viðv. 1) Funkum:

Polynom á 2. stigi verða gjølla viðgjørd, herundir røtur, faktorisering og rás. Lært verður at býta polynom, og setningurin um tal av rótum verður nevndur. Atfellingar verða viðgjørdar í sambandi við polynombrot. Trigonometrisku funkurnar sinus, cosinus og tangens verða viðgjørdar, eisini við radianum.

Viðv. 2) Geometri og trigonometri:

Cosinus- og sinusrelatiónirnar verða nýttar at rokna síður og vinklar í tríkanti. Rætta linjan og sirkulin verða viðgjørd við rokning. Fjarstøða ímillum punkt, og fjarstøða ímillum punkt og linju verða viðgjørd við rokning. Við myndum verður víst, hvussu geometriskir spurningar kunnu verða orðaðir og loystir við rokning; millum annað sambandið ímillum halltøl hjá vinkulrøttum linjum og sambandið ímillum halltalið og vinkulin við útásina.

Viðv. 3) Differentialrokning:

Kontinuitets- og marknavirðishugtakið verða umrødd. Við dømum verður víst, hvussu differentialkvotienturin hjá einfaldari funku verður funnin beinleiðis út frá ásetingini. Roknireglurnar fevna um samløgu, mun, fald, býti og samansettar funkur. Viðgjørt verður, hvussu forteknið hjá f´ ger av, hvar funkan er fallandi/vaksandi, hvar hon hevur størstavirði og minstavirði, og hvussu rásin er skapt. Tillagandi polynomið á 1. stigi og viðberalíkningin verða viðgjørd, og umrøddur verður Newton-Raphsons máti. Hugtakið integral verður umrøtt.

10.3 Í sambandi við viðgerðina av høvuðsevnunum verður arbeitt við roknitøkniligum hjálparamboðum (roknara, formlasavni, talvum, einkult- og dupultlogaritmiskum pappíri).

10.4 Lisnar verða einar 150-270 síður, treytað av valda undirvísingartilfarinum.

Próvtøkan

11. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.

12. Til munnligu próvtøkuna er fyrireikingartíðin umleið 25 minuttir, og tá er vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

12.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp til próvtøkuna umleið 2/3 av lesipensum. Treytað av valda tilfarinum verða givnar upp einar 100-180 síður, valdar soleiðis, at býtið á tey 3 høvuðsevnini er nøkulunda javnt.

12.3 Fyri sjalvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum.

12.4 Í fyrireikingartíðini eru hesir hjálparmiðlar loyvdir: læribøkur og annað tilfar við tilknýti til lesipensum, herundir egnar uppskriftir umframt roknitøkniligir hjálparmiðlar.

12.5 Hvør próvtakari fær ein spurning. Spurningurin skal vera orðaður soleiðis, at próvtakarin bæði fær høvi at vísa evni til gjølla at viðgera eitt serstakt evni, og vísa, at hann hevur yvirlit yvir eitt fakligt øki, og skal próvhoyringin (fyri skeiðslesandi) spegla dagligu undirvísingina.

12.6 Givið verður 1 próvtal við støði í einari heildarmeting.

13.1 Skrivliga próvtøkan varir 4 tímar. Roknað verður eitt uppgávurað. Nakrar uppgávur eru valuppgávur. Í raðnum stendur, hvussu nógvar valuppgávur skulu latast inn til dømingar. Verða ov nógvar valuppgávur latnar inn, verður í dømingini sæð burtur frá teimum, sum standa síðst. Uppgávurnar verða settar innan høvuðsevnini. Skúlafyrisitingin sendir út leiðbeinandi dømi um próvtøkuuppgávur.

13.2 Til skrivligu próvtøkuna eru hesir hjálparmiðlar loyvdir:
a)Støddfrøðiligt formlasavn, HF-vallærugrein, sum Skúlafyrisitingin hevur góðkent. Verður útflýggjað á skúlanum, tá ið próvtøkan byrjar.
b)Góðkendur roknari, sum próvtakarin hevur við.
c)Millimeturpappír, einkultlogaritmiskt pappír við 3 tíggjundum á uppásini, og dupultlogaritmiskt pappír við 2 tíggjundum á útásini og 3 á uppásini. Verður útflýggjað á skúlanum eftir áheitan.

13.3 Tá ið uppgávurnar verða dømdar, verður dentur lagdur á, at hugsanarháttur próvtakarans týðiliga sæst í svarinum og á, at rætt er roknað, og at skilagóðir mátar eru nýttir. Givið verður 1 próvtal við støði í einari heildarmeting.

14. Givið verður 1 próvtal, ið verður roknað sum miðaltal av próvtølunum frá skrivligu og munnligu próvtøkuni.

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 24

Juli 1996

Søga

Felagslærugrein

Endamálið

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir menna søgutilvitanina og evnini at fata søguna,
b)at næmingarnir fáa høvi at menna samleika sín, og at teimum verður greitt, hvørjar atgerðarmøguleikar teir hava, við at fáa vitan um mentanarbakgrund sína og við at fáa kunnleika um onnur mentanarøki,
c)at næmingarnir fáa innlit í ymisk samfeløg og ymisk mentanarøki fyri at verða førir fyri at fáa yvirlit yvir týdningarmiklar tættir í søguligu gongdini og soleiðis fata søguligan samanhang og eisini samspælið millum einstakling, samfelag og náttúru, og
d)at næmingarnir fáa kunnleika um ymsar áskoðanir viðvíkjandi søguligu gongdini, og at næmingarnir verða førir fyri skrivliga og munnliga at greiða frá søguligum spurningum. Eisini skulu tey læra at arbeiða við søguligum tilfari og at meta um søguskriving.

Undirvísingin

2.1 Í skeiðstíðini verða 6 til 8 stutt-langætlanir lisnar, sum eru spjaddar bæði í tíð og stað. Høvuðsdenturin verður lagdur á evropeiska søgu. Í tíðarskeiðinum eftir um leið 1945 skal søguliga útlitið vera alheimsligt. Skrivlig uppgáva verður skrivað, søguuppgávan.

2.2 Stuttætlan fevnir um færri enn 15 pultstímar. Langætlan fevnir um millum 15 og 25 pultstímar.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Stutt/langætlanirnar vera lagdar soleiðis til rættis, at tær geva næmingunum yvirlit yvir týdningarmiklar høvuðsdráttir og geva teimum fatan av søguligu gongdini.

3.2 Stutt/langætlanirnar skulu fevna um hesar tíðartættir:
a)ein langætlan verður løgd undan umleið 1750,
b)tvær stutt/langætlanir verða lagdar millum umleið 1750 og umleið 1945,
c)tríggjar stutt/langætlanir verða lagdar eftir umleið 1945,
d)ein ella tvær stutt/langætlanir kunnu eftir egnum vali leggjast í teimum trimum tíðartáttunum.

3.3 Í minsta lagi ein av stutt/langætlanunum skal viðgera søguligu gongdina fram til dagin í dag.

3.4 Stutt/langætlanirnar eftir umleið 1945 skulu vera soleiðis valdar, at týdningarmiklir høvuðstættir í alheimssøguni og í evropeisku og føroysku søguni verða viðgjørdir.

3.5 Í minsta lagi ein stutt/langætlan fyri og í minsta lagi ein stutt/langætlan eftir um leið 1945 skulu leggja høvuðsdentin á føroyska søgu. Tær mentanir, ið ikki er partar av evropeiska mentanarheiminum, skulu vera umboðaðar í minsta lagi í einari stutt/langætlan eftir um leið 1945.

3.6 Í stutt/langætlanunum skal verða arbeitt við ymsum sløgum av tilfari. Ein partur av hesum tilfari skal viðgerast gjølliga metodiskt.

3.7 Teld er partur av undirvísingini.

3.8 Ein langætlan verður vald eftir hesum bólkum:
a)søguliga gongdin í longum tíðarbilum,
b)eitt søguskeið,
c)eitt evni,
d)eitt langtíðartema,
e)ein heimstaðarkanning.

3.9 Søguliga gongdin skal lesast soleiðis, at hesir niðanfyri nevndu tættir og sínámillum samanhangur eru partar av arbeiðinum:
a)politisk viðurskifti og altjóðaviðurskifti,
b)framleiðsla, búskapur og viðurskifti viðvíkjandi náttúrutilfeinginum,
c)lívskor, familiuviðurskifti og sosialar bólkingar,
d)mentan og hugsanarháttur.

Í sambandi við arbeiðið við omanfyri nevndu táttum skulu lívskorini hjá mannfólki og konufólki lýsast.

3.10 Lesipensum fevnir um í mesta lagi 600 normalsíður. Tað veldst um, hvat tilfar ið nýtt verður, og hvussu torført tað er.

4.1 Allir næmingarnir skriva hvør sær eina uppgávu, søguuppgávuna, sum skal skrivast innan fyri karmarnar av teimum søguskeiðum, ið lisin eru.

4.2 Umleið 25 pultstímar verða nýttir at gera uppgávuna, umframt ta tíð, ið vanliga kann roknast við, at næmingarnir aðramáta brúka at fyrireika hesar tímar.

4.3 Uppgávan verður skrivað ímóti endanum av fyrra lestrarári, og skal hon latast inn í seinasta lagi 1. mai. Uppgávuevnið verður valt í samráð við læraran, sum vegleiðir, meðan uppgávan verður skrivað.

4.4 Uppgávan má í mesta lagi vera 10 maskinskrivaðar A-4 síður, sum hava 1 1/2 regluglopp, umframt møgulig fylgiskjøl. Uppgávan er partur av undirvísingini, og næmingurin fær sostatt ikki met fyri avrikið. Uppgávan skal í arbeiðsavriki samsvara við ta undirvísingartíð, ið nýtt er.

Próvtøkan

5.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka við fyrireikingartíð. Fyrireikingartíðin er umleið 30 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2 næmingar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming. Ein spurningur verður givin.

5.2 Flokkurin kann gera avtalu við læraran um, at í einum ella fleiri av stutt/langætlanunum verður tilfar lagt fram, sum ikki hevur verið viðgjørt í undirvísingini. Velur flokkurin at nýta ókent tilfar til próvtøkuna, skal tilfarið, sum verður framlagt, vera stutt - í mesta lagi 1 til 2 blaðsíður - og hóska væl at lýsa deplar (undirtættir) í tilfarinum, ið uppgivið er. Ókent tilfar kann eisini vera ikki-skrivligt, til dømis myndir. Um ókent tilfar verður nýtt, er tað ikki neyðugt, at tað er partur av øllum próvtøkuspurningunum.

5.3 Næmingar, sum fara til próvtøku eftir vanligum treytum, uppgeva tilfar burtur úr 3 til 5 stutt/langætlanum. Av hesum skal í minsta lagi ein langætlan vera frá tíðini fyri 1945 og tvær eftir 1945. Tilfarið skal svara til 275 - 325 normalsíður. Av hesum skulu í minsta lagi 75 normalsíður vera tilfar, ið er gjølliga metodiskt lisið. Bæði føroysk og evropeisk søga og eisini mentanarøki uttan fyri evropeiska mentanarheimin skulu vera umboðað. Uppgevingarnar vera savnaðar í skilliga greind øki, tíðarbil og evni. Tíðaravmarkingin og innihaldið verða tilskilað í pensumlistanum.

5.4 Ikki-skrivligt tilfar kann vera partur av lesipensum. Eftir ætli verður ikki-skrivliga tilfarið umroknað til síðatal. Metingin skal byggja á ta tíð, sum er nýtt í undirvísingini at arbeiða við tilfarinum. Um filmar ella sjónvarpsupptøkur eru partar av próvtøpensum, skulu næmingarnir hava høvi at síggja filmarnar/sjónvarpsupptøkurnar í próvtøkulestrartíðina; eisini skal tað bera til at síggja brot, meðan próvtøkan er.

5.5 Tilfar, ið próvtakarar sjálvir hava savnað, t.d. samrøður, ella gjørt, t.d. uppgávur, ritgerðir og sjónbandsupptøkur, kann vera partur av próvtøkupensum, um lærarin metir at tilfarið hóskar. Søguuppgávan kann tó ikki uppgevast. Flokkur hevur vanliga felags próvtøkupensum, men í sambandi við einans stutt/langætlan, ber tó til at hava próvtøkupensum, ið bara ávísur bólkur gevur upp. Próvtøkupensum hjá einstøku bólkunum skulu, um so er, í vavi samsvara við tað, ið verður uppgivið í felag. Um bólkar geva serstakt tilfar upp, skal greitt og skilliga vera tilskilað á lista, hvat er felagstilfar hjá flokkinum, og hvat er bólkatilfar. Bólkauppgevingarnar verða tilskilaðar á lista, sum vísir, hvussu næmingarnir eru býttir sundur í bólkar. Hesar uppgevingar verða latnar inn saman við lesipensum. Geva bólkar serstakt tilfar upp, so skulu serstakir próvtøkuspurningar gerast til hesar næmingar. Hesir spurningar skulu lutfalsliga samsvara bæði til uppgevingarnar og til próvtøkuspurningarnar, ið flokkurin fær í síni heild í próvtøkupensum hjá flokkinum.

5.6 Sjálvlesandi og næmingar, sum fara til próvtøku eftir serligen treytum, uppgeva tilfar úr 6 til 8 stutt/langætlanum, sum í vavi svarar til umleið 600 normalsíður. Av hesum skulu í minsta lagi 125 normalsíður vera tilfar, ið er gjølliga metodiskt viðgjørt. Ikki-skrivligt tilfar kann vera partur av próvtøkupensum. Stutt/langætlanirnar vera samansettar sambært somu krøvum, sum galda fyri undirvísingina hjá skeiðsnæmingunum.

5.7 Í fyrireikingartíðini kann próvtakarin hava við sær alt tað tilfar, ið hevur verið nýtt í undirvísingini, herundir eisini uppgávur, ið næmingarnir í flokkinum hava gjørt, og harumframt egnar uppskriftir. Undir próvhoyringini hava næmingarnir bert loyvi at taka tær uppskriftir við sær inn, ið teir hava gjørt í fyrireikingartíðini, og harumframt slíkt tilfar, sum í aðramáta verður nýtt undir próvhoyringini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.

6. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 25 1)

Mai 2002

Teldufrøði

C-stig

Vallærugrein

Endamál

1.1 Næmingarnir skulu arbeiða við hugtøkum og háttaløgum, ið eru grundleggjandi fyri at skilja og taka lut í broytingini og menningini innan kunningartøknina.

1.2 Næmingarnir skulu arbeiða við almennum prinsippum, háttaløgum og teknikkum, ið eru felags fyri alla kunningartøknina og ta fjølbroyttu nýtsluna av henni. Ástøðiliga innihaldið fevnir um hugtøkini kunning, bygnað, tilgongd og frymil.

1.3 Í teldufrøði nýta næmingar hugtøk og háttaløg, sum hoyra til lærugreinina, tá ið tey arbeiða við ítøkiligum greiðsluevnum. Tað er eitt eyðkenni fyri lærugreinina, at hon setir krøv til samstarvsevni, abstraktión og skapanarevni.

Undirvísingin

2. Næmingurin skal
a)fáa teldufrøðiligt innlit, ið fevnir um verkligt fimi, ástøðiliga fatan og almenna vitan,
b)verða førur fyri at nýta teldufrøðilig hugtøk fyri at lýsa og skilja kunningarviðgerð,
c)verða førur fyri at orða seg skrivliga og munnliga um teldufrøðilig evni,
d)verða førur fyri at nýta síni skapanarevni og hugfarsevni í arbeiðnum við teldufrøðiligum greiðsluevnum,
e)verða førur fyri at kenna og nýta teldufrøðilig háttaløg fyri at loysa ymiskar uppgávur,
f)duga at skipa, formfesta og gera myndlar og verða førur fyri at nýta hetta til ítøkiligar uppgávur,
g)verða førur fyri at seta í verk tær gjørdu myndlarnar við hjálp av amboðsforritum og almennum forritingsmáli,
h)fáa kunnleika til grundleggjandi algoritmur og dátubygnaðir,
i)fáa kunnleika til dømir um principiellar avmarkingar í nýtslu av teldum og
j)fáa skil fyri teimum grundleggjandi bygnaðarhættum og tilgongdum í teldum og teldunetverkum.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Tað yvirskipaða innihaldið í undirvísingini fevnir um hugtøkini kunning, bygnað, tilgongd og myndil. Undirvísingin fevnir um tey 4 høvuðsøkini, ið lýst eru niðanfyri.

3.2 Greiðsluevnisloysn

Undirvísingin í hesum økinum fevnir um evnini
a)formfesting
b)myndlahugtakið
c)algoritmur
d)verkseting

Næmingarnir skulu fáast við eina arbeiðstilgongd, har teir skulu duga at skipa og formfesta eitt ávíst greiðsluevni og síðani duga at nýta tað í einum amboðsforriti ella einum hægri forritingsmáli.

3.3 Forritan

Undirvísingin í hesum økinum fevnir um evnini
a)grundleggjandi algoritmur
b)brigdlar og týpuhugtakið
c)dátubygnaðir
d)eftirkanningarbygnaðir
e)modularisering
f)syntaks og semantikk
g)objekt, eginleikar, háttaløg og hendingar.

Undirvísingin skal gera næmingarnar førar fyri at gera vælskipað forrit í einum hægri forritanarmáli. Næmingarnir skulu arbeiða við einum avmarkaðum kjarna av einum almennum forritanarmáli og læra syntaks og semantikk fyri avvarðandi kjarna av forritanarmálinum. Næmingarnir skulu í lýsandi dømum arbeiða við dátubygnaðum og grundleggjandi algoritmum. Harumframt skulu næmingarnir fáa kunnleika um greiðsluevni, har ein algoritmisk lýsing av mannagongd til eina loysn í høvuðsheitinum er ógjørlig og fáa kunnleika um dømi, har greiðsluevnið í roynd og veru er.

3.4 Bygnaðurin í telduni

Undirvísingin í hesum økinum fevnir um evnini
a)virtuel maskinstig og skipanarforrit
b)dualitet millum forrit og dátu
c)netverk og netverkssamskifti
d)netverksprotokollir og lagskipan av teimum.

Undirvísingin skal geva næmingunum eina fatan av, hvussu teldan grundleggjandi virkar. Næmingarnir skulu kunnast um tey týdningarmestu systemforritini og um samspælið teirra millum. Næmingarnir skulu kenna til eina einfalda, grundleggjandi myndil av eini teldu. Undirvísingin skal lýsa ta altfevnandi meginregluna aftanfyri mátanum, sum teldan virkar uppá, og viðgera samanspælið millum tey ymisku maskinstigini. Næmingarnir skulu skriva einføld forrit á maskinmálsstigi í samsvari við ta nýttu myndlina, og teir skulu fáa skil á dualitetinum millum forrit og dátu. Næmingarnir skulu fáa skil á tí lagbýta bygnaðin hjá netverksprotokollum, og hugtøkini klient/ambætari skulu lýsast við nøkrum dømum.

3.5 Valfrítt evni

Evnið fevnir um umleið 15 pultstímar, ið verður skipað sum ein serskild arbeiðsgongd, har næmingarnir hvør sær ella í bólkum viðgera eitt valfrítt evni. Evnini, sum næmingarnir velja, skulu góðkennast av læraranum fyri at tryggja, at tey eru fakliga viðkomandi og egnað.

3.6 Sum partur av undirvísingini skrivar hvør næmingur 4 frágreiðingar. Hesar skulu breitt fevna um evni, so tey 3 økini greiðsluevnisloysn, forritan og maskinbygnaður eru umboðað. Arbeiðið við hvørjari frágreiðing sær skal í hvørjum einstøkum føri svara til undirvísing í 5-8 pultstímar, íroknað vanliga fyrireikingartíð. Næmingar kunnu svara uppgávum og gera frágreiðingar einsæris ella í smærri bólkum við í mesta lagi 4 næmingum. Lærarin rættar og ger viðmerkingar til frágreiðingarnar. Undirvísingin fevnir harumframt um smærri venjingaruppgávur.

3.7 Lisnar verða einar 180-200 síður. Tær 4 frágreiðingarnar telja við í hesum síðutali, tó í mesta lagi við 10 síðum fyri hvørja frágreiðing.

Próvtøkan

4. Hildin verður ein munnlig próvtøka.

5.1. Til munnligu próvtøkuna er fyrireikingartíðin umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 næmingar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

5.2 Próvtøkupensum er 110-130 síður, íroknað í minsta lagi 3 av teimum 4 frágreiðingunum. Tær frágreiðingar, sum verða givnar upp, telja við í próvtøkupensum, tó við í mesta lagi 10 síður fyri hvørja frágreiðing. Um ein bólkafrágreiðing er partur av próvtøkupensum, geva allir næmingarnir í bólkinum upp ta samlaðu frágreiðingina. Tey trý økini greiðsluevnisloysn, forritan og maskinbygnaður skulu verða umboðað í próvtøkupensum.

5.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum. Tær 4 frágreiðingarnar verða taldar uppí við teirra síðutali, tó í mesta lagi 10 síður fyri hvørja frágreiðing. Sum fylgiskjal til pensumuppgevingarnar skulu sjálvlesandi fyri hvørja frágreiðing leggja eina síðu, sum lýsir innihaldið av frágreiðingini. Pensumuppgevingarnar hjá sjálvlesandi kunnu ikki góðtakast, um hesar 4 síðurnar um frágreiðingarnar ikki eru lagdar hjá.

5.4 Til próvhoyringina verður settur ein spurningur, ið vísir aftur til eitt tilfarsøki/evni í próvtøkupensum. Hevur próvtakarin gjørt eina frágreiðing, har evnið liggur innan fyri próvtøkuspurningin, verður frágreiðingin vanliga tikin við í próvhoyringina. Tann einstaki próvtøkuspurningurin verður orðaður við einari evnisyvirskrift, og verður harumframt greinaður við undirspurningum ella leiðorðum, ið kunnu vegleiða próvtakaran. Fylgisskjøl kunnu verða løgd við próvtøkuspurninginum, men tað skal greitt tilskilast, um tilfarið verður tikið uppí próvhoyringina, ella um próvtakarin sjálvur ger av, um hann brúkar tað. Fylgisskjølini skulu ikki vera so háttað, at próvtakarin heldur grund vera fyri at brúka fyrireikingartíðina til beinleiðis at loysa uppgávur.

5.5 Avtala verður gjørd millum valbólk og lærara um nýtslu av teldu í sambandi við próvtøku. Verður avrátt at brúka teldu, skal ein telda vera tøk bæði í fyrireikingar- og próvtøkuhølinum. Nýtsla av telduni má einans fevna um ein minni part av próvtøkuhoyringini. Bæði próvtakari og próvhoyrari kunnu draga telduna inn í próvhoyringina. Meðan próvtøkan fer fram, sær próvhoyrarin til, at eingin óviðkomandi brúkari hevur atgongd til teldurnar, sum verða brúktar í fyrireikingini og til próvhoyringina.

5.6. Í próvdømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin
a)kann samansjóða verkligt fimi og ástøðiliga fatan,
b)dugur at nýta teldufrøðilig hugtøk fyri at lýsa og skilja kunningarviðgerð,
c)hevur kunnleika til og kann nýta teldufrøðilig háttaløg,
d)er førur fyri at geva víðari sína vitan og hugsanarhátt um teldufrøðilig evni,
e)hevur fatan fyri teimum grundleggjandi bygnaðunum og tilgongdunum í telduni,
f)hevur vitan um skipan/bygnað, formalisering og modellering og kann brúka hugtøkini,
g)hevur vitan um at nýta myndlar í amboðsforriti og almenum forritanarmáli og kann brúka hesa vitan.

6. Givið verður 1 próvtal við støði í einari heildarmeting.

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 26

Juli 1996

Tónleikur

Felagslærugrein

Endamálið

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir menna teirra áhuga og ansni fyri bæði gomlum og nýggjum tónleiki sum menniskjaligum framsagnarhátti og sosialum mentanarfyribrigdi,
b)at næmingarnir læra at bera fram og gleðast við tónleik og somuleiðis við at málbera seg um tónleik,
c)at næmingarnir menna teirra tilvitsku um tann týdning, tónleikur hevur, fyri teirra persónligu menning og fatan av umheiminum.

Undirvísingin

2. Undirvísingin fevnir um tvey høvuðsøki: tónleikaíðkan og tónleikafatan, og skulu tey bæði styðja og lýsa hvørt annað. Tey bæði høvuðsøkini skulu vera javnbýtt í undirvísingini.

3.1 Í tónleikaíðkan verður arbeitt við
a)eini fjølbroyttari skrá við í minsta lagi 15 ein- og fleirraddaðum sangum og í sambandi við hetta, verkliga venjing í nýtslu av røddini,
b)samanspæli, sum kann vera ein sameining av sangi og spæli, ella rein ljóðføristykki og
c)øðrum verkligum tiltøkum sum t.d. dansi, rørslum í sambandi við tónleik og nýtslu av nýggjari tónleikatøknifrøði.

3.2 Í tónleikafatan verður arbeitt við 10 tónleikastykkjum, ið skulu vísa breidd bæði søguliga, stílfrøðiliga og viðvíkjandi tónleikaslagi. Uppliving av tí einstaka tónleikastykkinum verður dýpað við, at arbeitt verður við greiningarligum, søguligum, sálarfrøðiligum og samfelagsligum sjónarhornum. Í hesum sambandi verða tekstir lisnir, sum í vavi svara til umleið 30 normalsíður.

3.3 Teld er partur av undirvísingini.

Vallærugrein

Endamálið

4.0 Endamálið er
a)at næmingarnir framhaldandi menna áhugan og vitanina um tónleik sum menniskjaligan framsagnarhátt og sosialt mentanarfyribrigdi,
b)at næmingarnir styrkja førleikan til og gleðina við at nýta tónleik, og at greiða frá honum,
c)at næmingarnir økja tilvitskuna um tónleik sum persónligan framsagnarhátt og sum samskiftismiðil manna millum.

Undirvísingin

5. Undirvísingin fevnir um 2 høvuðsøki: tónleikaíðkan og tónleikafatan. Tey bæði økini skulu vera javnbýtt í undirvísingini. Sum stuðul undir báðum økjunum verður arbeitt við eitt skrivligt avrik, sum í vavi svarar til 10 - 15 smærri uppgávur.

6.1 Í tónleikaíðkan verður arbeitt við:
a)fjøllbroyttari skrá við í minsta lagi 15 ein- ella fleirraddaðum sangum. Sangundirvísingin verður løgd soleiðis til rættis, at næmingarnir fáa møguleika at arbeiða við ymiskum sanghættum,
b)samanspæli, ið kann vera ein sameining av sangi og spæli ella bert ljóðføristykki. Instrumentalur førleiki, sum næmingarnir møguliga fyrr hava fingið sær, kann nýtast, eins og nývunnin instrumentalur førleiki kann verða tikin uppí, tá tað liggur fyri. Næmingarnir eru í mestan mun við til at gera skrivligar útsetingar, sum nýttar verða í samanspælinum,
c)instrumentspæli. Undirvísingin í spæli kann verða vald innan tey vanligu orkesturljóðførini umframt blokkfloytu, klaver, orgul, el-orgul, syntesaisara, gittara, el-bass, percussion og trummur. Sangundirvísing kann ikki koma í staðin fyri instrumentalundirvísing. Skúlin kann, men hevur ikki skyldu at útvega ljóðføri. Instrumentalundirvísingin, sum er partur av samlaða tímatalinum, fer fram annaðhvørt sum ein pultstími um vikuna við trimum luttakarum fyri hvønn bólk, ella sum einstaklingsundirvísing við 1/3 pultstíma um vikuna.

6.2 Í tónleikafatan verður arbeitt við 8 verkum ella einkultsatsum/tónleikastykkjum við denti á í minsta lagi 2 øki, sum vísa breidd bæði søguliga, stílfrøðiliga og viðvíkjandi tónleikaslagi. Tey valdu økini verða herumframt lýst í arbeiði við viðkomandi tekstum í einum vavi, sum svarar til umleið 50 normalsíður.

Próvtøkan

7.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka við fyrireikingartíð. Fyrireikingartíðin er umleið 60 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. Bólkaframførslan fer fram samlað fyri allan bólkin, tá ið próvtøkan byrjar ella á miðjum degi. Umleið 10 minuttir fyri hvønn bólk verða roknaðir til bólkaframførsluna, íroknað uppstilling, stemming av ljóðførum v.ø. Síðani fer próvtøkan í sangi, instrumentalspæli og tónleikafatan fram. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

7.2 Próvtøkan fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, fevnir um:
a)framførslu av sangi, sum næmingurin sjálvur hevur valt,
b)framførslu av einari solouppgávu á tí ljóðføri, sum næmingurin hevur fingið undirvísing í,
c)luttøku í bólkaframførslu við solistiskari manning við 2 - 8 próvtakarum frá valbólkinum. Hvør próvtakari luttekur bert í einum bólki, uttan so at heilt serligar umstøður gera seg galdandi. Nótar ella annað grafiskt tilfar skulu vera hjáløgd,
d)próvhoyring í einum ókendum verki ella í einum parti av einum tílíkum í tilknýti til tey øki, sum eru gjøgnumgingin. Ókendu spurningarnir, sum lærarin velur, skulu sýna somu breidd við atliti at formi, tónleikaslagi og stílslagi sum tey verk, ið eru gjøgnumgingin. Listi yvir ókendu spurningarnar við nótum, sum hoyra til, og yvir innspælt tilfar skal sendast próvdómaranum í seinasta lagi 7 dagar undan próvtøkudegnum. Bond, nótar ella annað grafiskt tilfar, møguliga ein tekstur, sum ikki noyðist at vera próvtakaranum ókendur, skal liggja hjá.

7.3 Próvtøkan fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, fevnir um:
a)framførslu av sangi, sum próvdómarin hevur valt, úr einari skrá ið telur 20 sangir, sum eru fjøllbroytt valdir,
b)framførslu á ljóðføri av einari solouppgávu, sum próvtakarin sjálvur hevur valt,
c)próvhoyring í einum ókendum verki ella í einum parti av einum tílíkum, sum próvdómarin hevur valt í tilknýti til tey 10 verkini, sum verða givin upp, og sum vísa breidd bæði søguliga, stílfrøðiliga og viðvíkjandi tónleikaslagi. Í sambandi við tey uppgivnu verkini verða givnir upp viðkomandi tekstir, sum í vavi svara til í minsta lagi 50 normalsíður. Bond, nótar ella annað grafiskt tilfar, møguliga ein tekstur frá uppgivna pensum, skulu vera hjáløgd.

7.4 Fyrireikingarhølið skal vera útgjørt við klaveri og bandupptakara. Próvtakarin skal fáa útflýggjað eina bandupptøku, møguligt teksttilfar umframt nótar og annað grafiskt tilfar, sum hevur tilknýti til verkið. Próvtakarin kann til próvtøkuna hava við sær: tekstir og nótar, sum eru brúktir í undirvísingini, uppskriftir, sum próvtakarin sjálvur hevur gjørt gjøgnum árið, egið ljóðføri, og nótar til sjálvalda sangin og sjálvvalda tónleikastykkið.

7.5 Givið verður 1 próvtal. Dømingin av avrikinum í teimum verkligu avrikunum og dømingin av avrikinum í tónleikafatan vigar hvør við sínari helvt.

7.6 Í tí føri at sjúkrapróvtøka verður, dettur próvhoyring í bólkaframførslu burtur. Hetta hevur við sær, at sangur og instrumentalspæl fáa størri vekt í tí samlaðu dømingini.

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 27

Juli 1996

Týskt

Týskt byrjanarmál

Vallærugrein

Endamálið

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir fáa grundleggjandi førleika í at skilja og brúka nútíðartýskt,
b)at næmingarnir ogna sær grundleggjandi orðatilfar og læra at nýta tær týdningarmestu máliskurnar,
c)at næmingarnir í hesum sambandi fáa grundleggjandi vitan um tey týskttalandi londini, serliga Týskland.

Undirvísingin

2.1 Næmingarnir skulu gjøgnum eina miðvíst skipaða innlæring venjast at skilja talað og skrivað týskt, sum ikki inniheldur stórvegis trupulleikar, og at málbera seg skilliga og natúrliga á einføldum týskum í samtalu og í ávísan mun skrivliga.

2.2 Undirvísingin skal so skjótt sum gjørligt byggja á ótillagaðar, týskar tekstir. Í undirvísingini skal annað av-tilfar verða tikið til hjálpar, eitt nú ljóðbond, filmar, myndbond, edv.

2.3 Næmingarnir skulu læra at brúka orðabøkur við skili.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Lisnar verða í minsta lagi 180 normalsíður og í mesta lagi 225 normalsíður, alt eftir torleikastigi í tekstunum.

3.2 Lesipensum skal vera fjøltáttað og umboða ymisk tekstasløg og fevna um ymisk yrkisbókmentasløg.

3.3 Lesipensum skal fevna um tilfar, sum er hóskandi til grundleggjandi innførslu í nútíðar geografisk og mentanarlig viðurskifti í Týsklandi.

3.4 Serligur dentur eigur at verða lagdur á at byggja upp tað orðatilfarið, sum er mest umráðandi fyri evni og førleika næminganna at samskifta á týskum.

3.5 Undirvísingin í mállæru skal serliga viðgera teir spurningar, sum eru neyðugir fyri samtaluførleikan og lesiførleikan.

3.6 Skrivliga arbeiðið skal fyrst og fremst stuðla tí munnliga málførleikanum og skal serliga fevna um stuttar uppgávur til tess at festa tær grundleggjandi máliskurnar. 5 fríar uppgávur á 1 - 2 síður og 7 uppgávur á 0,5 - 1 síðu skulu latast inn. Umframt hetta skal eisini arbeiðast við tí skrivliga í tímunum. Tá ið skrivligar uppgávur verða latnar næmingunum aftur, fáa teir vegleiðing bæði í felag og einsæris.

3.7 Teld er partur av undirvísingini.

3.8 Hvør pultstími, sum burturav verður brúktur til audiovisuella undirvísing, eisini t.d. edv, kann umroknast til 2 normalsíður í lesipensum, tó í mesta lagi 20 normalsíður tilsamans.

Høvuðsuppgávan

4.1 Høvuðsuppgávan skal byggja á upprunatýskar høvuðsbókmentir, og sitat skulu skrivast á týskum. Stuðulsbókmentir noyðast ikki at vera á týskum. Tekstatilfarið, ið verður nýtt, kann vera prentaðir tekstir, ljóðbond, sjónbond o. a.

4.2 Svarið verður vanliga skrivað á føroyskum. Um næmingurin dugir betur týskt enn føroyskt, kann svarið tó skrivast á týskum. Verður svarið skrivað á týskum, skal eisini øki og uppgávutittul orðast á týskum. At skrivað verður á týskum, verður ikki í sjálvum sær roknað sum ein fyrimunur í dømingini.

Próvtøkan

5.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

5.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp til próvtøkuna í minsta lagi 60 normalsíður og í mesta lagi 75 normalsíður av ótillagaðum teksti.

5.3 Próvtøkupensum skal fevna um óviðgjørdar tekstir, soleiðis at lesipensum - bæði innan fagurbókmentir og yrkisbókmentir - er umboðað við fleiri ymiskum tekstum av ymiskum tekstasløgum.

5.4 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum, t.e. umleið 200 síður.

5.5 Í fyrireikingarrúminum skulu rein eintøk av øllum tí tekstatilfari, sum er gjøgnumgingið í undirvísingini, vera til taks til próvtakararnar. Um tekstaútgávurnar hava viðmerkingar, herundir prentaðar ella ljósprentaðar orðalistar, hava próvtakararnir loyvi at brúka tær. Próvtakararnir kunnu harumframt í fyrireikingartíðini brúka egnar uppskriftir frá undirvísingini. Fyribrigdið egnar uppskriftir fevnir ikki um viðmerkingar í teimum uppgivnu tekstunum ella um umsetingar av teimum uppgivnu tekstunum. Eingir aðrir hjálparmiðlar eru loyvdir, heldur ikki handbøkur sum orðabøkur, mállærur, alfrøði o. tíl. Verða tekstir, sum eru til í undirvísingarbókum, brúktir í ljóstøkum, mugu broytingar ikki gerast í útgávuni í sambandi við próvtøkuna, t.d. soleiðis at orð, viðmerkingar og møgulig onnur hjálp eru sett inn í støðum, har tað ikki stendur í upprunaútgávuni. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.

5.6 Próvhoyrt verður fyrst í einum ólisnum prosabroti á hóskandi torleikastigi á umleið 1 normalsíðu, sum próvdómarin hevur valt. Síðan verður próvhoyrt í einum broti úr uppgivnu tekstunum á umleið 1/2 normalsíðu.
1)Próvhoyringin í ólisnum teksti fer fram á henda hátt: Fyrst tosa próvtakari og próvhoyrari saman á føroyskum um teir fyrstu 3/4 av tekstinum. Síðani umsetur próvtakarin tann síðsta 1/4 av tekstinum til føroyskt.
2)Brotið úr teimum uppgivnu tekstunum verður lisið upp, og við støði í brotinum fer ein samtala fram á týskum, sum skal kanna málførleika og tekstainnlit próvtakarans.

5.7 Í dømingini av málførleikanum skal størri dentur leggjast á, hvussu flótandi og natúrligt próvtakarin málber seg, heldur enn um allir staklutir eru rættir.

6.1 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

Hástig

Endamálið

7. Undirvísing og próvtøka í lærugreinini á hástigi fara fram sambært reglunum í kunngerðini um studentaskúlar og stakgreinalestur á studentaskúlastigi (studentaskúlakunngerðini)

Týskt framhaldsmál

Felagslærugrein

Endamálið

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir framhaldandi menna munnliga málførleika sín og evnini at skilja tosað týskt,
b)at næmingarnir verða førir fyri skrivliga at málbera seg á einføldum týskum,
c)at næmingarnir økja fortreytir sínar fyri at lesa og skilja týskar tekstir, og
d)at næmingarnir gjøgnum arbeiðið við tekstum fáa breiðari innlit í eyðkend mentanarlig, søgulig og samfelagslig viðurskifti í týskttalandi londunum, serliga í Týsklandi.

Undirvísingin

2.1 Næmingarnir skulu í støðugari framtøku og við skiftandi arbeiðsháttum venjast í at lesa tekstir av ymiskum slagi og við góðari fatan av innihaldinum. Teir skulu harafturat framvegis venjast at skilja týskt, sum tað kemur fyri í vanligari talu, og sjálvir at málbera seg flótandi og natúrliga.

2.2 Undirvísingin skal halda við líka og víðka orðatilfar næmingsins eins og kunnleika hansara til málsliga bygnaðin, soleiðis at møguleikar hansara at málbera seg verða støðugt fjølbroyttari.

2.3 Undirvísingin skal fara fram við støði í ótillagaðum týskum tekstum, styðjað av AV-tilfari, t.d. ljóðbondum, filmum, sjónbondum, edv.

2.4 Næmingarnir skulu hava undirvísing í hóskandi brúki av orðabókum.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Alt eftir torleikastigi verða lisnar í minsta lagi 130 normalsíður og mesta lagi 150 normalsíður.

3.2 Lesipensum skal vera fjøltáttað og fevna um bæði fagurbókmentaligar og yrkisbókmentaligar tekstir á hóskandi torleikastigi, og tekstirnir skulu serliga vera frá tíðini eftir 1945.

3.3 Í lesipensum skal vera tilfar, sum gevur næmingunum møguleika gjølligari at viðgera avgerandi partar av mentanini í týskttalandi londunum úr søguligum og nútíðarligum sjónarhorni, og sum um somu tíð geva næmingunum eina fjøltáttaða og javnvigaða mynd av týskttalandi londunum.

3.4 Serligur dentur verður lagdur á at venja orð og máliskur, sum eru týdningarmikil fyri førleikan hjá næmingunum at málbera seg á týskum. Undirvísingin í mállæru skal leggja dent á tey evni, sum eru neyðug fyri munnliga og skrivliga málførleikan.

3.5 Skrivliga arbeiðið skal fevna um ymisk uppgávusløg, herundir um uppgávur í sambandi við teir lisnu tekstirnar. Latnar verða inn 6 fríar uppgávur á 1-3 síður og 5 uppgávur á 0,5-1 síðu. Umframt hetta skal eisini arbeiðast við tí skrivliga í tímunum. Tá ið skrivligar uppgávur verða latnar næmingunum aftur, fáa teir vegleiðing bæði í felag og einsæris.

3.6 Teld er partur av undirvísingini.

3.7 Hvør pultstími, sum burturav verður brúktur til audiovisuella undirvísing, kann umroknast til 2 normalsíður í lesipensum, tó í mesta lagi 15 normalsíður tilsamans.

Próvtøkan

4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

4.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp til próvtøkuna í minsta lagi 65 normalsíður og í mesta lagi 75 normalsíður.

4.3 Próvtøkupensum fevnir um ótillagaðar tekstir, soleiðis at lesipensum - bæði innan fagurbókmentir og yrkisbókmentir - er umboðað við fleiri ymiskum tekstum av ymiskum tekstasløgum.

4.4 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum.

4.5 Í fyrireikingarrúminum skulu rein eintøk av øllum tí tekstatilfari, sum er gjøgnumgingið í undirvísingini, vera til taks til próvtakararnar. Um tekstaútgávurnar hava viðmerkingar, heruppií prentaðar ella ljósprentaðar orðalistar, hava próvtakararnir loyvi at brúka tær. Próvtakararnir kunnu harumframt í fyrireikingartíðini brúka egnar uppskriftir frá undirvísingini. Fyribrigdið egnar uppskriftir fevnir ikki um viðmerkingar í teimum lisnu tekstunum ella um umsetingar av teimum lisnu tekstunum. Eingir aðrir hjálparmiðlar eru loyvdir, heldur ikki handbøkur sum orðabøkur, mállærur, alfrøði o. tíl. Verða tekstir, sum eru til í undirvísingarbókum, brúktir ljósprentaðir, mugu broytingar ikki gerast í mun til útgávuna í sambandi við próvtøkuna, t.d. soleiðis at orð, viðmerkingar og møgulig onnur hjálp eru sett inn í støðum, har tað ikki stendur í upprunaútgávuni. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.

4.6 Próvhoyrt verður fyrst í einum ólisnum prosabroti á hóskandi torleikastigi á umleið 1 normalsíðu, sum próvdómarin hevur valt. Síðan verður próvhoyrt í einum broti úr lisnu tekstunum á umleið 0,5 normalsíðu.
a)Próvhoyringin í ólisnum teksti fer fram á henda hátt: Fyrst tosa próvtakari og próvhoyrari saman á føroyskum um teir fyrstu 3/4 av tekstinum. Síðani umsetur próvtakarin tann síðsta 1/4 av tekstinum til føroyskt.
b)Brotið úr teimum lisnu tekstunum verður lisið upp, og við støði í brotinum fer ein samtala fram á týskum, sum skal kanna málførleika og tekstainnlit próvtakarans.

5.1 Í dømingini av málførleikanum verður høvuðsdenturin lagdur á, hvussu flótandi og natúrligt próvtakarin málber seg, heldur enn um allir staklutir eru rættir.

5.2 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

Framhaldsmál

Vallærugrein

Endamálið

6. Endamálið er,
a)at næmingarnir framhaldandi menna málsliga og skrivliga málførleikan,
b)at næmingarnir verða førir fyri at málbera seg á flótandi og natúrligum týskum,
c)at næmingarnir økja fortreytir sínar fyri at lesa og skilja týskar tekstir, og
d)at næmingarnir í hesum sambandi fáa eitt djúpari innlit í eyðkend mentanarlig, søgulig og samfelagslig viðurskifti í týskttalandi londunum og soleiðis skilja mentanarlig og søgulig høpi.

Undirvísingin

7.1 Næmingarnir skulu í støðugari framtøku og við skiftandi arbeiðsháttum menna evnini at lesa tekstir av ymiskum slagi, heruppií tekstir sum eru egnaðir at viðgera nágreiniliga, og duga at próvføra sjónarmið í orðaskifti við tekstirnar. Teir skulu harafturat framvegis venjast bæði at skilja týskt, sum tað kemur fyri í vanligari talu, og sjálvir at málbera seg flótandi, natúrliga og nøkulunda rætt.

7.2 Undirvísingin skal byggja á óviðgjørdar týskar tekstir, styðjað við av-tilfari, t.d. ljóðbondum, filmum, sjónbondum, edv.

7.3 Í sambandi við tekstalesturin skulu næmingarnir hava undirvísing í sjálvstøðugari orðabóka- og handbókanýtslu.

Innihaldið í undirvísingini

8.1 Alt eftir torleikastigi verða lisnar í minsta lagi 140 normalsíður og í mesta lagi 150 normalsíður. Harumframt kann í vissan mun verða arbeitt við ískoytistilfari, sum gjøllari kann lýsa aðaltættirnar í lesipensum. Ískoytistilfarið, sum skal vera á týskum máli, verður serliga tilskilað á pensumlistanum.

8.2 Lesipensum fevnir bæði um fagurbókmentaligar og yrkisbókmentaligar tekstir, sum skulu umboða ymisk tekstasløg. Tekstirnir skulu serliga vera frá tíðini eftir 1914.

8.3 Í lesipensum skal vera tilfar, sum gevur næmingunum møguleika gjølligari at viðgera avgerandi partar av mentanini í týskttalandi londunum úr søguligum og nútíðarligum sjónarhorni, og sum um somu tíð geva næmingunum eina fjøltáttaða og javnvigaða mynd av týskttalandi londunum.

8.4 Undirvísingin verður soleiðis løgd til rættis, at næmingarnir fáa eitt breiðari grundað innlit í eitt avmarkað øki. Umleið 15% av samlaðu undirvísingartíðini verður nýtt til avmarkaða økið.

8.5 Undirvísingin skal halda við líka og víðka orðatilfar og kunnleika næminganna um orð og máliskur, soleiðis at teir verða støðugt betur førir fyri at málbera seg fjølbroytt, eisini tá tað snýr seg um próvførslu og orðaskifti.

8.6 Skrivliga arbeiðið skal fevna um ymisk uppgávusløg. Latnar verða inn 5 fríar uppgávur á 3-5 síður og 6 uppgávur á 0,5-1 síðu. Tá ið skrivligar uppgávur verða latnar næmingunum aftur, fáa teir vegleiðing bæði í felag og einsæris.

8.7 Teld er partur av undirvísingini.

8.8 Hvør pultstími, sum burturav verður brúktur til audiovisuella undirvísing, heruppií edv, kann umroknast til 2 normalsíður í lesipensum, tó í mesta lagi 15 normalsíður tilsamans.

Høvuðsuppgávan

9.1 Høvuðsuppgávan skal byggja á upprunatýskar høvuðsbókmentir, og sitat skulu skrivast á týskum. Stuðulsbókmentir noyðast ikki at vera á týskum. Tekstatilfarið, ið verður nýtt, kann vera prentaðir tekstir, ljóðbond, sjónbond o. a.

9.2 Svarið verður vanliga skrivað á føroyskum.Um næmingurin dugir betur týskt enn føroyskt, kann svarið tó skrivast á týskum. Verður svarið skrivað á týskum, skulu eisini øki og uppgávutittul orðast á týskum. At skrivað verður á týskum, verður ikki í sjálvum sær roknað sum ein fyrimunur í dømingini.

Próvtøkan

10. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka

11.1 Til munnligu próvtøkuna er fyrireikingartíðin umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

11.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp til próvtøkuna umleið 75 normalsíður.

11.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum.

11.4 Í fyrireikingarrúminum skulu rein eintøk av øllum tí tekstatilfari, sum er gjøgnumgingið í undirvísingini, vera til taks til próvtakararnar. Um tekstaútgávurnar hava viðmerkingar, heruppií prentaðar ella ljósprentaðar orðalistar, hava próvtakararnir loyvi at brúka tær. Próvtakararnir kunnu harumframt í fyrireikingartíðini brúka egnar uppskriftir frá undirvísingini. Fyribrigdið egnar uppskriftir fevnir ikki um viðmerkingar í teimum lisnu tekstunum ella um umsetingar av teimum lisnu tekstunum. Eingir aðrir hjálparmiðlar eru loyvdir, heldur ikki handbøkur sum orðabøkur, mállærur, alfrøði o.tíl. Verða tekstir, sum eru til í undirvísingarbókum, brúktir ljósprentaðir, mugu broytingar ikki gerast í mun til útgávuna í sambandi við próvtøkuna, t.d. soleiðis at orð, viðmerkingar og møgulig onnur hjálp eru sett inn í støðum, har tað ikki stendur í upprunaútgávuni. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.

11.5 Hoyrt verður fyrst í einum ólisnum prosabroti á hóskandi torleikastigi á umleið 1 normalsíðu, sum próvdómarin hevur valt. Síðan verður próvhoyrt í einum broti úr lisnu tekstunum á umleið 0,5 normalsíðu.
a)Próvhoyringin í ólisnum teksti fer fram á henda hátt: Fyrst tosa próvtakari og próvhoyrari saman á føroyskum um teir fyrstu 3/4 av tekstinum. Síðani umsetur próvtakarin tann síðsta 1/4 av tekstinum til føroyskt.
b)Brotið úr teimum lisnu tekstunum verður lisið upp, og við støði í brotinum fer ein samtala fram á týskum, sum skal kanna málførleika og tekstainnlit próvtakarans.

11.6 Í dømingini av málførleikanum verður høvuðsdenturin lagdur á, hvussu flótandi og natúrligt próvtakarin málber seg.

11.7 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

12.1 Til skrivligu próvtøkuna, sum varir 4 tímar, fáa próvtakararnir eitt tekstatilfar á týskum. Í sambandi við tekstatilfarið skulu uppgávur av ymiskum slagi svarast, heruppií ein umseting úr føroyskum/donskum til týskt.

12.2 Til skrivligu próvtøkuna eru hesir hjálparmiðlar loyvdir: ein týsk-donsk/(føroysk) og ein (føroysk)/donsk-týsk orðabók, sum eru í vavi sum reyðu orðabøkurnar hjá danska Gyldendal og donsk-týsk orðabók hjá Munksgaard, umframt ein týsk-týsk orðabók, donsk-føroysk og føroysk-donsk orðabók. Eingir aðrir hjálparmiðlar eru loyvdir, heldur ikki serorðabøkur (t.d. stílaorðabøkur) ella orðabøkur við mállærubrotum á føroyskum/donskum.

12.3 Í dømingini verður størri dentur lagdur á, at umsetingin úr donskum/føroyskum til týskt er neyv og lýtaleys, enn tá ið talan er um tær fríu uppgávurnar, har serliga verður ansað eftir, hvussu flótandi og natúrliga próvtakarin havur málborið seg.

12.4 Givið verður 1 próvtal við støði í lutarpróvtalinum fyri ta munnligu og lutarpróvtalinum fyri ta skrivligu próvtøkuna.

Hástig

13. Undirvísing og próvtøka í lærugreinini á hástigi fara fram sambært reglunum í kunngerðini um studentaskúlar og stakgreinalestur á studentaskúlastigi (studentaskúlakunngerðini).

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 28

Juli 1996

Tøkni

Vallærugrein

Endamálið

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir fáa kunnleika til dømi um nýtslu av tøkni í nútímans samfelagnum,
b)at næmingarnir fáa innlit í og vitan um nøkur tøknilig háttaløg,
c)at næmingarnir fáa førleika til at nýta hesi háttaløg til einfaldar verkligar uppgávur, og
d)at næmingarnir læra at málbera seg skrivliga og munnliga um tøknilig evni.

Undirvísingin

2.1 Endamálið verður framt við verkligum og ástøðiligum arbeiði við tveimum størri evnisøkjum og við starvsvenjing. Dentur verður lagdur á, at ástøðið og tað ítøkiliga arbeiðið verður javnsett í undirvísingini.

2.2 Undirvísingin hevur støði í tveimum størri evnisøkjum, sum skulu vera ymisk og tryggja breidd í lærugreinini. Tey bæði evnisøkini verða vald eftir teimum møguleikum, sum eru fyri samstarvi við virki, stovnar og tekniskar skúlar í nærumhvørvinum, og undirvísingin verður løgd til rættis í samráð við hesi.

2.3 Ástøðið í lærugreinini hevur støði í grundleggjandi pørtunum í náttúruvísindaligu lærugreinunum lívfrøði, alisfrøði og evnafrøði. Undirvíst verður eitt hálvt ár í hvørjum evnisøki. Undirvísingin verður løgd til rættis sum ein samanseting av felags skeiðsskúlagongd, næmingalagað verkevnisfyrireikandi undirvísing og ítøkiligt verkevnisarbeiði í smærri bólkum. Verkevnisarbeiðið skal mest møguliga tengjast at starvsvenjing, og verkevnið hjá hvørjum bólki sær verður lagt til rættis á slíkan hátt, at tað tvinnar saman vitan og verkliga førleika næminganna. Hvør bólkur skrásetur og arbeiðir framhaldandi við sínum úrslitum, og savnar tey saman til eina verkevnisfrágreiðing svarandi til í mesta lagi 25 maskinskrivaðar síður íroknað myndir og talvutilfar, men kelduávísingar o.t. verða ikki íroknað. Frágreiðingin skal innihalda eina greiðsluevnisorðing, herundir eina stutta frágreiðing um neyðuga ástøðið, eina próvførslu og eina niðurstøðu.

2.4 Umframt báðar verkevnisfrágreiðingarnar skulu næmingarnir gera 6 frágreiðingar.

2.5 Í minsta lagi eina ferð í samlaðu undirvísingargongdini skulu næmingarnir einsæris ella í bólkum framleiða eitt ítøkiligt produkt. Tað kann vera eitt materialt produkt, t.d. ein lutur framleiddur í metalsmíð ella eitt ítøkiligt evni, framleitt við eini lívfrøðiligari ella evnafrøðiligari syntesu. Men tann ítøkiligi luturin kann eisini vera immateriellur, t.d. forrit ella ein analysuforskrift.

2.6 Teld er partur av undirvísingini, og í minsta lagi eina ferð í undirvísingargongdini skal nýtsla av teld vera týðandi partur í arbeiðinum við einum av lutarevninum, sum er lýst í 3.1.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Undirvísingin fevnir um hesi lutarevni:
1)Tilfar og tilfarsliðir.
Tilfar og tilfarsliðir fevna um ráevni, millumlutir og tilfarsliðir til framleiðslu. Dentur verður lagdur á alisfrøðiligu, evnafrøðiligu og lívfrøðiligu eginleikarnar, sum eru viðkomandi í tí tøkni, sum nýtt verður.
2)Framleiðsluhættir.
Viðgerðin skal vera grundað á ítøkilig dømi, ið eru viðkomandi í tí evnisøki, sum valt er. Lutarevnið kann t.d. snúgva seg um nøkur av teimum háttaløgum og tilgongdum, sum eru partur av teirri samlaðu tilgongdini, sum verkætlanirnar eru knýttar at.
3)Stýring og skipan av tilgongdum.
Tilgongdarstýring og tilgongdarskipan verða lýstar við úrvaldum dømum, eitt nú tilgongdarstýring við edv, lívfrøðiliga treytað stýring; ella klassiskar stýringartilgongdir sum mekanisk, hydraulisk ella pneumatisk stýring.
4)Máting og greining av eyðkendum datum fyri tilfar, tilfarsliðir og lidnaframleiðslulutir.
Lutarevnið fevnir um dømi um týdningarmikil háttaløg ella teknikkir, sum brúkt verða t.d. í góðskueftirliti av tilfari, tilfarsliðum og lidnuframleiðslum. Í tann mun, tað er gjørligt, skulu næmingarnir hava høvi at kunna seg við professionella mátingar- og greiningarútgerð.
5)Dømi um, hvussu tøkni verður nýtt í nútíðarsamfelagnum og um avleiðingar fyri náttúru og menniskja.
Lýsingin av, hvussu tøknin verður nýtt, og hvørjar tær samfelagsligu og umhvørvisligu avleiðingarnar eru, er samanflættaður partur av øllum hinum fýra lutarevnunum og av arbeiðinum við verkætlanunum.

3.2 Lisnar verða 150 - 200 síður, treytað av valda undirvísingartilfarinum.

Próvtøkan

4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka, sum kann hava tveir hættir (A ella B). Næmingar frá sama valbólki nýta sama próvtøkuhátt. Lærarin velur próvtøkuháttin í samráð við næmingarnar. Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, skulu nýta próvtøkuhátt A.

4.2 Próvtøkuháttur A er ein óbýtt próvtøka við fyrireikingartíð. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá er vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

4.3 Próvtøkuháttur B er í tveimum pørtum og fevnir um eina verkliga próvtøku við eini ástøðiligari próvtøku aftaná. Til verkligu próvtøkuna er eingin fyrireikingartíð, og próvhoyringartíðin er umleið 1 tíma fyri hvørjar byrjaðar 4 próvtakarar. Til ta ástøðiligu próvtøkuna er fyrireikingartíðin umleið 20 minuttir, og tá er vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 3 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

4.4 Próvtøkupensum fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, verður valt burtur úr tí, sum undirvíst verður í í fyrru og seinnu hálvu. Hvør næmingur gevur upp tær báðar verkevnisfrágreiðingarnar, sum hann hevur verið við til at gera, umframt umleið 80 síður av lisna ástøðiliga tilfarinum. Eisini verður givið upp verkliga arbeiðið og royndararbeiðið.

4.5 Próvtøkupensum fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, fevnir um tvey evnisøki. Innan hvørt evnisøki verður givið upp ein gjørd og góðkend verkevnisfrágreiðing á umleið 25 síður, umframt 150 - 200 síður av nágreiniliga lisnum tilfari. Próvtakarin skal prógva at hava verkligar og tøkniligar royndir innan tey bæði uppgivnu evnisøkini. Verkevnisfrágreiðingarnar skulu latast skúlanum áðrenn 1. mai og góðkennast av próvhoyraranum.

4.6 Í sambandi við próvtøkuhátt A og tann ástøðiliga partin av próvtøkuhátti B kann próvtakarin nýta hesar hjálparmiðlar í fyrireikingartíðini: Verkevnisfrágreiðingar og aðrar frágreiðingar hjá sær sjálvum, góðkendan lummaroknara og lærubøkur, talvultilfar og annað skrivligt tilfar, sum hevur verið nýtt ella er framleitt í sambandi við undirvísingina, ella sum er tilskilað á pensumlistanum og í próvtøkuuppgevingunum.

4.7 Próvtøkuháttur A verður hildin á henda hátt: Próvtakarin fær ein próvtøkuspurning, sum hevur støði í øðrum av verkevnisfrágreiðingunum. Verkliga arbeiðið og royndararbeiðið, sum hevur verið knýtt at undirvísingini, umframt viðkomandi ástøðiligt tilfar verður tikið við í spurningin. Saman við próvtøkuspurningunum skulu vanliga verða útgreinandi spurningar og skjalatilfar (t.d. talvur, myndir, objekt ella tól).

4.8 Próvtøkuháttur B verður hildin á henda hátt: Verkliga próvtøkan fevnir um einfaldan starvsstovukunnleika og handfaring av tólum, kemikalium, v.m. Í mesta lagi 8 próvtakarar verða próvhoyrdir í senn, og próvtakararnir arbeiða einsæris ella saman tveir og tveir. Í byrjanini verður ein forskrift ella vegleiðing útflýggjað. Við hesum sum støði gera próvtakararnir viðkomandi roynd, analysu e.t., sum skal hava tilknýti til eitt av teimum báðum verkevnunum ella til eina av teimum smærru royndunum, sum ávegis eru framdar og greiddar frá. Tann verkliga próvtøkan verður framd eftir somu skipan sum greitt frá í próvtøkuhátti A.

4.8 Verkevnisfrágreiðingarnar verða í avriti sendar próvdómaranum, í seinasta lagi samstundis sum próvtøkuspurningarnir verða sendir honum.

5. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 29

Juli 1996

Vinnulívsbúskapur

Vallærugrein

Endamálið

1. Endamálið er,
a)at næmingarnir fáa fatan av viðurskiftum, sum ávirka tær avgerðir, sum virkini taka,
b)at næmingarnir fáa vitan um, hvussu vinnubúskaparliga grundarlagið hongur saman. Hetta fevnir um stevnumið, starvshátt og arbeiðsuppgávur hjá virkjunum, eins og samskifti millum virkið og umhvørvi tess,
c)at næmingarnir venja evni síni at greina, undirbyggja og meta um avgerðir í virkinum
d)at næmingarnir fáa innlit í tær avbjóðingar, sum hvør tann fær, sum tekur lut í vinnulívinum, og
e)at næmingarnir menna síni munnligu og skrivligu framsagnarevni.

Undirvísingin

2.1 Lítast skal at virkinum sum at eini heild, so at tey valdu evnini og dømini tryggja, at næmingar kunnu greina grundarlagið fyri avgerðum og strategi hjá virkjunum. Viðurskifti millum modellfyrimyndir og veruleikan verða tikin upp til viðgerðar.

2.2 Í undirvísingini verður arbeitt við spurningum, sum kunnu vera grundaðir á ítøkilig dømi, dømi sum eru sett saman, ella virkisspøl, herundir teldusamlát.

2.3 Í undirvísingini skal samvinna vera við virki og vinnulív. Vitjað verður á virkjum, og umboð fyri virki koma á skúlarnar, eins og næmingar kunnu koma í starvsvenjing, ella gestalærarar kunnu koma á skúlarnar. Á henda hátt verður tryggjað, at samanhangur er millum ástøðiligu undirvísingina og veruleikan.

2.4 Í sambandi við undirvísingina gera næmingarnir 10 smáar skrivligar uppgávur. Í sambandi við arbeiðið við dømum og tað virksemið, sum fer fram uttanfyri skúlan,verða 4 skrivligar frágreiðingar gjørdar. 2 av hesum kunnu sleppast undan við at skriva eina projektuppgávu. Í sambandi við at arbeitt verður við eitt ella fleiri ávís virki, gera næmingarnir eina lítla projektfrágreiðing.

Innihaldið í undirvísingini

3. Lesipensum er umleið 250 síður. Evnini eru hesi:
1)Bygnaður virkisins (umleið 25%). Litið verður at virkinum sum at eini opnari skipan, og her verður tikið við:
 a)hugsjónargrundarlag virkisins, endamál og høvuðsstarvshættir tess,
 b)skipan virkisins, herundir leiðsla, bygnaður og virkismentan,
 c)avgerðargongdin í virkinum, herundir samskifti, strategi og leiðsla/stýring.
2)Búskapurin í virkinum (umleið 50%). Av tí at dentur verður lagdur á at greina avgerðargongdina í virkinum, verður hetta tikið uppí,
 a)fíggjarætlan, roknskapur og roknskapargreining, herundir búskaparstýring,
 b)kostnaður og sløg av kostnaði, herundir avskrivingar,
 c)fígging og íløgur og
 d)sølubúskapur, herundir marknaðarførsla.
3)Virkisins umhvørvi (umleið 25%). Av tí at dentur verður lagdur á at greina møguleikarnar hjá virkinum at standa seg í kappingini, verður hetta tikið uppí,
 a)vinnulívsbygnaður og kanning av vinnugreinum,
 b)virkið, feløgini og tað almenna,
 c)virkið í altjóða høpi.

Próvtøkan

4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá er vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

4.2 Til próvtøkuna geva næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, upp umleið 200 síður av lisnum tilfari, herav umleið 60 síður av dømum, so at øll tey trý kravdu økini eru umboðað. Projektfrágreiðingin og annað næmingaframleitt tilfar skal í minsta lagi fevna um 10 síður.

4.3 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp alt lesipensum, t.e. umleið 250 síður.

4.4 Loyvdir hjálparmiðlar eru:
a)Í fyrireikingartíðini: Tað tilfar, sum er latið í tilknýti til spurningin, tað tilfar og tær lærubøkur, sum hava verið nýttar í undirvísingini, eins og egnar uppskriftir.
b)Undir próvtøkuni: Uppskriftir gjørdar í fyrireikingartíðini og tað tilfarið, sum er útflýggjað í tilknýti til spurningin.

4.5 Próvtøkuspurningar verða settir í tilknýti til útflýggjað tilfar, sum ikki er nýtt í undirvísingini. Hvør næmingur fær ein spurning, sum er býttur sundur í stigvíst torførari undirspurningar. Hesir eru evnaðir á ein slíkan hátt, at næmingarnir fáa høvi til at vísa, at teir hava kunnleika til týdningarmiklar partar av pensum og vísa evni til sjálvstøðuga framløgu.

5. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 30 1)

Mai 2002

Útbúgvingar- og yrkisvegleiðing

Endamáli

1. Endamálið er
a) at næmingarnir fáa stuðul til at taka útbúgvingina innan ásettu tíðarkarmarnar og samstundis fáa sum mest burtur úr útbúgvingini,
b) at næmingarnir verða førir fyri at skilja og arbeiða við egnum fyritreytum og møguleikum, so teir gerast førir fyri at velja lærugreinir á skynsaman hátt. Hetta skal fara fram við atliti at evnum og áhugamálum hjá tí einstaka, eins og við atliti at avleiðingunum seinni fyri valinum av útbúgving og yrki,
c) at næmingarnir út frá kunnleika til, hvussu útbúgvingarkervið er skipað, til aðaltættir og viðurskifti annars á arbeiðsmarknaðinum, umframt til valmøguleikarnar innan útbúgvingar og vinnu, verða førir fyri eftir lokna útbúgving at taka avgerðir og fylgja tiknum avgerðum.

Vegleiðingin

2.1 Útbúgvingar- og yrkisvegleiðing verður givin einstaka næminginum ella bólkum.

2.2 Felagsvegleiðingin fer fram sambært árs-/hálvársætlan og fevnir um einar 25 tímar tilsamans í útbúgvingini. Tímarnir verða nýttir sambært ásetingunum í 3.1.

2.3 Vegleiðing av einstaka næminginum fer fram í føstu vitjanartíðini hjá vegleiðaranum ella sambært avtalu. Vegleiðing av einstaka næminginum kann fara fram eftir áheitan frá næminginum ella frá lestrarvegleiðaranum, og eftir áheitan frá lærarum hjá næminginum, rektara ella øðrum.

Innihaldið í vegleiðingini

3.1 Felagsvegleiðingin fevnir um:
1)vegleiðing um lestrarhættir og arbeiðsvanar, herundir vegleiðing viðvíkjandi høvuðsuppgávuni,
2)kunning um val av vallærugreinum og stigum,
3)kunning um førleikan í valdu lærugreinunum í mun til val av framhaldandi útbúgving og yrki,
4)kunning um, hvussu útbúgvingarkervið er skipað, um nýggjar útbúgvingar-møguleikar, upptøkukrøv og møguleikar fyri at taka ískoyti í ymsum lærugreinum,
5)kunning um teir partar av arbeiðsmarknaðinum, sum hava týdning fyri val næminganna av útbúgving og yrki, herundir yrkisviðurskifti, javnrættindastrev, arbeiðsleitan, løn og framtíðarmøguleikar,
6)kunning um fíggjarlig og sosial viðurskifti í sambandi við útbúgving og
7)vegleiðing í at gera útbúgvingar- og yrkisætlan fyri tann einstaka næmingin.

3.2 Partar av felagsvegleiðingini kann fara fram sum bólkavegleiðing.

4.1 Vegleiðingin av einstaka næminginum fevnir um:
1.vegleiðing í sambandi við upptøku á skeiðið,
2.vegleiðing viðvíkjandi lestrarligum, fíggjarligum, sosialum og persónligum viðurskiftum í sambandi við útbúgving,
3.vegleiðingin viðvíkjandi vali av útbúgving og yrki,
4.vegleiðing av næmingum, sum gevast í útbúgvingini og
5.at vísa næmingum við serligum undirvísingar- og stuðulstørvi víðari til rætta viðkomandi.

4.2 Hvør einstakur næmingur, ið verður tikin upp til 2 ára skeiðslestur, kemur til eina samrøðu við lestrarvegleiðaran við atliti at gerð av virkisætlan, val av lærugreinum o.a.

4.3 Áðrenn útbúgving er lokin fer ein samrøða fram við hvønn einstakan næming um útbúgvingar- og yrkisætlanir.

4.4 Partar av einstaklinga vegleiðingini kann fara fram sum bólkavegleiðing.

5.1 Í sambandi við upptøku fara umsøkjarar til eina samrøðu við vegleiðaran á skúlanum, ið søkt verður um upptøku á. Endamálið við hesi samrøðu er at meta um møguleikarnar hjá umsøkjaranum at klára útbúgvingina.

5.2 Umsøkjarar til stakgreinalestur fáa vegleiðing um útbúgvingargongd og um val av lærugreinum. Útbúgvingarætlan næmingsins verður dagførd við vali av/upptøku á nýggjum lærugreinum.

5.3 Lestrarvegleiðarin innstillar til rektaran/skeiðleiðara um upptøku av næmingi og á hvørjum lestrarstigi.

6. Næmingum við serligum undirvísingar- ella stuðulstørvi verður boðin vegleiðing:
1.næmingum, sum hava eina ikki-føroyska skúlagongd ella bert lutvíst hava eina føroyska skúlagongd og
2.næmingum við breki.

Vegleiðingin fevnir her um tilvísing til aðra undirvísing og samstarv við aðrar stovnar og fyrisitingar.

7. Sjálvlesandi fáa, sbrt § 19, vegleiðing um hesi evni:
- HF-skipanina og innihald hennara
- møguleikarnar fyri samanseting av sjálvlestri og skeiðsundirvísing,
- pensum- og próvtøkukrøv, herundir møguligar starvsstovuskeið, og
- høvuðsuppgávuna.

8. Útbúgvingar- og yrkisvegleiðingin fevnir, umframt um felagsvegleiðingina, sbr. 3.1, um einstaklingsvegleiðingina, sbr. 4.1 og upptøkuvegleiðingina, sbr. 5.1, eisini um samstarv við leiðslu skúlans um hesar uppgávur:
- námsfrøðiliga ráðlegging og umsiting av viðurskiftum og korum næminganna,
- luttøku í gerð av undirvísingartilboðum skúlans,
- luttøku í gerð av vegleiðingar- og kunningartilfari skúlans.

9. Útbúgvingar- og yrkisvegleiðingin fevnir harafturat um hesar felagsuppgávur:
1.innsavning og dagføring av tilfarssavninum (t.d. prentað tilfar, edv-skráir, sjónbond), eins og útlán av tilfari,
2.luttøka í tiltøkum innan útbúgvingar- og yrkisvegleiðing, t.d. á útbúgvingarstovnum og í vinnulívinum,
3.uttanhýsisvirksemi, herundir samband við arbeiðsmarknaðin,
4.samstarv við vegleiðarar frá øðrum stovnum og luttøku í vegleiðarasamstarvi bæði innan- og uttanlands.

Lestrarvegleiðarar

10.1 Við støði í lýsing eftir lestrarvegleiðara tilnevnir rektarin á hvørjum HF-skeiði ein ella fleiri lestravegleiðarar. Arbeiðið sum lestrarvegleiðari er partur av samlaðu arbeiðstíðini og av føstum starvi. Rektarin setir og loysir lestrarvegleiðara úr starvi.

10.2 Lestrarvegleiðararnir skulu góðkennast av Mentamálastýrinum.

10.3 Mentamálastýrið ásetir nærri reglur um útbúgving av lestrarvegleiðarum.

11. Rektarin/skeiðleiðarin hevur ábyrgdina av
1.at regluligir fundir verða hildnir millum leiðslu skúlans og lestrarvegleiðararnar,
2.at lestrarvegleiðararnir gera eina árs-/hálvársætlan fyri útbúgvingar- og yrkisvegleiðingina. Av hesi ætlan skal síggjast, hvussu metti tørvurin fyri vegleiðing verður fyri árið, smb. 3 - 7, umframt at skrivstovutíðir hjá vegleiðingini skulu vera tilskilaðar,
3.at tímarnir til felagsvegleiðingina verða lagdir og býttir á hóskandi hátt,
4.at næmingar, sum gevast í útbúgvingini, verða vístir til samtalu við lestrarvegleiðara, og
5.at samlaðu lestrarvegleiðarauppgávurnar á skúlanum verða býttar við atliti at tí samlaðu arbeiðsbyrðuni og arbeiðstíðini hjá tí einstaka lestrarvegleiðaranum.

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 31

Juli 1996

Edv

Endamálið

1. Endamálið er:
-at næmingarnir verða kunnaðir við at nýta teldurnar á skúlanum,
-at næmingarnir fáa kunnleika til at nýta edv í ymiskum fakligum høpi, og
-at næmingarnir fáa innlit í og møguleika fyri at ogna sær sjónarmið og hugburð um samspæl millum edv, menniskja og mentan.

Undirvísingin

2.1 Í einum 2-ára skeiðlestri byrjar undirvísingin við einum brúkaraskeiði í 1. hálvu. Brúkaraskeiðið skal fevna um í minsta lagi 2 av teimum almennu amboðsforritunum, sum eru í teldunum hjá skúlanum, t.d. tekstviðgerð, rokniark, dátagrunn, serfrøðingarkervi, hypertekst ella tílíkt.

2.2 Brúkaraskeiðsundirvísingin fer fram í eini ella fleiri av teimum lærugreinum, sum hava ein skrivligan tátt.

3. Stakgreinalesandi verða bjóðað brúkaraskeið í edv, smbr. stk. 2. Stakgreinalesandi, sum seta saman próvtøkur í støkum lærugreinum til eina samlaða HF-próvtøku, verða bjóðað edv-brúkaraskeið, smbr. § 8, stk. 3.

4.1 Edv-undirvísngin er partur av undirvísingini í teimum einstøku lærugreinunum og/ella í tvørfakligum samstarvi, smbr. lærugreinafylgiskjølini.

4.2 Samlaða undirvísingin í edv fevnir um umleið 80 tímar.

5. Á hvørjum ári verður fráboðan um vav og innihald av edv-undirvísingini sent Skúlafyrisitingini. Viðvíkjandi brúkaraskeiðinum verður fráboðan send á serligum pensumlista. Fyri hina edv-undirvísingina skal fráboðast sambært ásetingunum í teimum einstøku lærugreinunum.

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 32

Juli 1996

Høvuðsuppgávan

1. Høvuðsuppgávan verður skrivað í eini av felagslærugreinunum donskum, føroyskum, geografi, religión ella søgu ella í eini vallærugrein, burtursæð frá vallærugreinunum á felagslærugreinastigi: alisfrøði-evnafrøði, lívfrøði og samfelagsfrøði.

2. Uppgávan verður skrivað í eini viku, sum skúlin ásetir, í tíðarskeiðinum 1. desember til 15. februar.

3. Næmingar í 2-ára skeiðslestri skriva høvuðsuppgávuna seinna skeiðsárið, smbr. kunngerðini § 6, stk. 11.

4. Einstaki næmingurin velur sjálvur lærugreinina, sum uppgávan skal skrivast í. Næmingurin skrivar uppgávuna í einari lærugrein, hann verður undirvístur í ella hevur verið undirvístur í. Sjálvlesandi skriva uppgávuna í eini lærugrein, tey hava verið til próvtøku í, ella tey innskriva seg til próvtøku í komandi próvtøkuskeiði.

5. Í seinasta lagi 6 vikur undan uppgávuvikuni skal næmingurin hava valt lærugrein og øki: samstundis fyllir næmingurin út oyðiblað við navni, flokki/valbólki, valdu lærugrein og øki. Økið verður valt í samráð við faklæraran/vegleiðaran. Evni og arbeiðsháttur í uppgávuni skal liggja innan karmarnar í tí valdu lærugreinini. Uppgávan verður skrivað um eitt annað evni enn tað sum skrivað er um í støðisritgerðini í føroyskum og í søguuppgávuni. Tá ið næmingurin hevur valt øki, skal hann seta seg í samband við faklæraran/vegleiðaran fyri saman við honum at avmarka økið, soleiðis at endaliga uppgávuheitið kann verða orðað.

6. Faklærari næmingsins, ið eisini er uppgávuvegleiðari, orðar uppgávuheitið. Fyri sjálvlesandi er tað tann tilnevndi vegleiðarin, sum orðar uppgávuheitið. Uppgávuorðingin skal fevna um serstøk fakkrøv. Uppgávan skal vanliga orðast soleiðis, at týdningarmiklir partar av uppgávusvarinum liggja uttan fyri pensum hjá næminginum í lærugreinini, men hon kann væl vera framhald av og hava samband við pensum. Heitið skal vera soleiðis orðað, at næmingurin ikki frammanundan út í æsir kann skriva partar av endaligu uppgávuni, og heitið skal vera so háttað, at tað í stóran mun hevur fyrilit fyri teimum tankum, næmingurin hevur gjørt sær um uppgávuna í leiðbeiningartíðarskeiðinum. Uppgávuheitið skal vera ítøkiligt, avmarkað og við beinraknum orðum vísa til, hvat krevst av næminginum. Skjøl, ið næmingurin ikki frammanundan hevur kunnleika til, kunnu verða hjáløgd uppgávuheitinum. Víst verður í hesum sambandi til lesiætlanirnar í teimum einstøku lærugreinunum. Fleiri næmingar kunnu velja sama øki, men skulu tá hava ymisk uppgávuheiti.

7. Verður uppgávan skrivað í eini lærugrein við verkligum íkasti, skal tað í uppgávuheitinum greitt tilskilast, at talan er um eina skrivliga uppgávu.

8. Tá ið uppgávuvikan byrjar, fær hvør einstakur næmingur tað oyðiblað, sum er nevnt undir punkt 5, har heiti og útflýggjarnartíð (dagur og klokkutíð) eru tilskilað. Í uppgávuvikuni skal næmingurin hava møguleika fyri at seta seg í samband við faklæraran fyri at fáa svarað einstøkum, ítøkiligum spurningum, sum hava týdning fyri arbeiðið við uppgávuni.

9. Skúlahøli, bókasavn og útgerð annars skulu vera til taks hjá næmingunum og møguligum sjálvlesandi í vikuni, uppgávan verður skrivað. Serhølini í alisfrøði, evnafrøði og lívfrøði skulu vera til taks í vanligu undirvísingartíðini í tann mun, tað er neyðugt fyri uppgávuskrivingina. Tá ið næmingurin nýtir serhøli, skal faklærari vera hjástaddur.

10. Allar uppgávur skulu vanliga skrivast á føroyskum, tó er loyvt næmingi, sum er stinnari í øðrum máli, at nýta hetta. Um uppgávan verður skrivað á øðrum máli, skulu økið og uppgávuheitið eisini verða orðað á hesum máli.

11. Lidna uppgávan má í mesta lagi fevna um 15 maskinskrivaðar A-4 síður við 1 1/2 reglugloppi av veruligum teksti. Innihaldsyvirlit, viðmerkingar, keldulisti, strikumyndir, talvur, umframt møguligar tekningar og myndir og hjálagdur tekstur skulu ikki teljast við, sjálvt um nevnda tilfar er innskrivað ymsastaðni í uppgávuni.

12. Svarið skal latast inn í trimum undirskrivaðum eintøkum (frumrit og 2 avrit) í seinasta lagi 7 samdøgur eftir at heitið er útflýggjað. Næmingurin hevur sjálvur ábyrgdina av, at teknisk hjálpartól, ið nýtast skulu til reinskriving og ljóstøku, virka soleiðis, at tíðarfreistin verður hildin. Um tíðarfreistin ikki verður hildin, ber hetta vanliga í sær, at uppgávan ikki verður góðtikin, og skal Skúlafyrisitingin beinanvegin hava boð um hetta.

13. Rektarin kann loyva, at næmingur, sum váttar, at hann er í fullum starvi, kann skriva uppgávuna innan fyri 10 samdøgur.

14. Um so er, at næmingur verður sjúkur í uppgávuvikuni, skal hann beinanvegin boða rektaranum frá. Rektarin sendir næminginum oyðiblað til læknaváttan umframt oyðiblað um loyvi at skriva uppgávuna seinni. Rektarin setur nýtt tíðarskeið, møguliga í sambandi við onkra skúlafrítíð, soleiðis at undirvísing næmingsins verður darvað sum minst. Næmingurin kann skriva uppgávuna innan sama øki, men nýtt heiti skal orðast. Sami próvdómari verður nýttur sum í vanligu uppgávuvikuni.

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 33

Juli 1996

Starvsstovuskeið fyri sjálvlesandi

1. Skúlafyrisitingin sær til, at starvsstovuskeið verða skipað í teimum lærugreinum, sum eru nevndar í § 19 stk. 3, sambært reglunum í hesum fylgiskjali.

2.1 Starvsstovuskeiðini verða hildin á studentaskúlunum/HF-skeiðunum, og skeiðini verða samskipað ímillum skúlarnar við atliti at, hvussu nógv sjálvlesandi eru.

2.2 Øll, sum hava innskrivað seg sum sjálvlesandi, skulu tryggjast skeiðspláss, sí 3.1

2.3 Studentaskúlarnir/HF-skeiðini gera innskrivingarbløð til starvsstovuskeiðini við upplýsingum um tíð og stað.

3.1 Innskriving til starvsstovuskeiðini fer fram á tí skúla, har innskriving til lærugreinina er farin fram. Studentaskúlarnir/HF-skeiðini avtala síðani, hvar skeiðini verða hildin. Endaliga skráin skal vera liðug fyri 20. februar.

3.2 Skúlin, har skeiðið fer fram, sendir luttakarunum skeiðstilfar, áðrenn skeiðið byrjar.

4.1 Ein fyritreyt fyri at fylgja einum starvsstovuskeiði á einum ávísum stigi er, at undirvísingin í viðkomandi lærugrein á lægri stigi er lokin, ella at tann sjálvlesandi hevur samsvarandi forkunnleikar.

4.2 Starvsstovuskeiðini í somu lærugrein á ymiskum stigum verða løgd soleiðis til rættis, at tey sjálvlesandi so hvørt kunnu fylgja øllum stigunum innan sama tíðarskeið.

4.3 Av trygdarorsøkum má luttakaratalið í einum bólki ikki fara upp um 17.

5.1 Tann sjálvlesandi skal fylgja skeiðinum fult út. Skipað verður fyri skeiðunum í teimum ávísu lærugreinunum á teimum ávísu stigunum við tilsamans 20 tímum. Kravdar royndardagbøkur og frágreiðingar til hvørt stig skulu gerast.

5.2 Frágreiðingarnar verða rættaðar, fáa viðmerkingar og verða góðkendar av lærara/um skúlans. Í skeiðstíðini verður tíð sett av til leiðbeining í at skriva frágreiðingar, og tær fyrstu frágreiðingarnar verða gjøgnumgingnar.

6.1 Tá ið skeiðið er lokið, og allar frágreiðingarnar eru góðkendar, fær tann sjálvlesandi eitt skeiðsprógv, sum skal latast skúlanum, tá ið tann sjálvlesandi innskrivar seg til próvtøku.

6.2 Oyðiblað til skeiðsprógv verður gjørt av Skúlafyrisitingini.

7. Pensum, sum er gjøgnumgingið á skeiðinum, verður givið upp til próvtøkuna, og tann sjálvlesandi skal hava tær góðkendu frágreiðingarnar við til próvtøkuna.

Ásetingar í teim einstøku lærugreinunum

Alisfrøði

8.1 Í alisfrøði sum vallærugrein er tað ein fyritreyt fyri at luttaka í starvsstovuskeiðinum, at tann sjálvlesandi hevur staðið felagslærugreinina alisfrøði-evnafrøði ella hevur eitt samsvarandi fakligt støði.

8.2 Starvsstovuskeiðið verður lagt soleiðis til rættis, at tann sjálvlesandi fær venjing í nýtslu av vanligari starvsstovuútgerð, venur starvsstovufimi og fær kunnleika til vandamál og trygdarviðurskifti í sambandi við starvsstovuarbeiði.

8.3 Tey øki, sum skulu viðgerast, skulu serliga vera tey, sum eru lýst í høvuðsevnunum í lærugreinini, og miðað verður eftir tílíkari breidd, at øll øki verða viðgjørd.

8.4 Tann sjálvlesandi skrivar 9 frágreiðingar.

9.1 Í alisfrøði á hástigi er tað ein fyritreyt fyri at luttaka í starvsstovuskeiðinum, at tann sjálvlesandi hevur staðið vallærugreinina í alisfrøði ella samsvarandi.

9.2 Starvsstovuskeiðið verður lagt soleiðis til rættis, at tann sjálvlesandi fær venjing í nýtslu av nútímans starvsstovuútgerð.

9.3 Tey øki, sum skulu viðgerast, eru fyrst og fremst tey øki, sum eru lýst í høvuðsøkjunum í lærugreinini á hástigi, og miðað verður eftir tílíkari breidd, at øll øki verða viðgjørd. Arbeiðið skal leggjast soleiðis til rættis, at krav verður sett tí sjálvlesandi um sjálvstøði og skapanarhug.

9.4 Tann sjálvlesandi skrivar 10 frágreiðingar.

Alisfrøði-evnafrøði

10.1 Í felagslærugreinini alisfrøði-evnafrøði verður starvsstovuskeiðið lagt soleiðis til rættis, at tann sjálvlesandi fær kunnleika til grundleggjandi arbeiðshættir og arbeiðsgongdir í alisfrøði og evnafrøði, tá ið tað snýr seg um royndir, soleiðis at tann sjálvlesandi fær kunnleika til vandamál og trygdarviðurskifti í sambandi við royndararbeiðið.

10.2 Skeiðið fevnir um 12 royndir, ið skulu viðgera týðandi tættir innan høvuðsøkini:

a) uppbyggjan av evnum umframt

b) evnis- og orkuumskapan.

Javnt býti skal vera millum evni úr alisfrøði og úr evnafrøði.

10.3 Í sambandi við hvørja roynd skrivar tann sjálvlesandi sjálvur eina frágreiðing.

Evnafrøði

11.1 Í vallærugreinini evnafrøði er tað ein fyritreyt fyri at luttaka í starvsstovuskeiðinum, at tann sjálvlesandi hevur staðið felagslærugreinina alisfrøði-evnafrøði ella hevur eitt samsvarandi fakligt støði.

11. 2 Starvsstovuskeiðið verður lagt soleiðis til rættis at tann sjálvlesandi fær venjing í nýtslu av vanligari starvsstovuútgerð og fær kunnleika til at handfara kemikaliir.

11.3 Miðast skal ímóti einari tílíkari breidd, at royndirnar lýsa so nógv øki og grundleggjandi arbeiðsgongdir sum gjørligt innan evnafrøðina. Hesi øki skulu vera umboðað:
a)evnafrøðilig binding,
b)evnafrøðiligar reaktiónir,
c)evnafrøðilig javnvág,
d)reaktiónsferð,
e)lívrunnin evnafrøði, og
f)ólívrunnin evnafrøði.

Hesi tól skulu verða nýtt í royndunum: pH-mátari, spektrofotomátari, gaskromatografur, slípiútgerð til lívrunna syntesu og møguliga konduktomátari. Mælt verður til at taka uppí umhvørvisevnafrøði í eina ella fleiri royndir.

11.4 Tann sjálvlesandi skal gera 9 størri royndir, og skal hann sjálvstøðugt skriva eina frágreiðing um hvørja roynd.

12.1 Í evnafrøði á hástigi er tað ein fyritreyt fyri at luttaka í starvsstovuskeiðinum, at tann sjálvlesandi hevur staðið vallærugreinina evnafrøði ella hevur eitt samsvarandi fakligt støði.

12.2 Starvsstovuskeiðið verður lagt soleiðis til rættis, at tann sjálvlesandi fær venjing í at nýta nýtímans starvsstovutól, fær dýpað kunnleikan til handfaring av evnafrøðiligum evnum umframt kunnleika um framkomna starvsstovuútgerð.

12. 3 Miðast skal ímóti einari tílíkari breidd, at royndirnar lýsa so nógv øki og grundleggjandi arbeiðsgongdir sum gjørligt innan evnafrøðina. Hesi øki skulu vera umboðað:
a)kolligativir eginleikar,
b)konduktans,
c)tær termodynamisku støðufunktiónirnar entalpi, Gibbs-orka og entropi,
d)heterogen javnvág,
e)víðkað sýru-basuástøði,
f)elektrokemi, og
g)reaktiónskinetikkur.

Møguleiki skal vera fyri at gera meiri sjálvstøðugar royndir, og úrslit, sum eru fingin til vega við at nýta framkomna mátiútgerð, kunnu verða tikin upp í arbeiðið.

12.4 Tann sjálvlesandi skal gera 6 størri royndir, og skal hann sjálvstøðugt skriva eina frágreiðing um hvørja roynd.

Ítróttur

13.1 Í ítrótti sum vallærugrein savnar skeiðið seg um hesi øki:
a)anatomi
b)lívvirkisfrøði
c)serlig ástøði innan likamsvenjingar
d)ítróttarsosiologi
e)ítróttarsøgu

13.2 Gjørdar verða til samans 7 - 9 kanningar og royndir, og tann sjálvlesandi skrivar eina frágreiðing um hvørja kanning/roynd.

Lívfrøði

14.1 Í lívfrøði sum felagslærugrein verður skeiðið lagt til rættis soleiðis, at royndararbeiði verður gjørt, sum kunnar tey sjálvlesandi um hesi øki:
a)almenn viðurskifti viðvíkjandi starvsstovuarbeiði
b) grundleggjandi starvsstovuarbeiðsgongdir og starvsstovutrygd
c)lívfrøðiligar kanningarhættir og arbeiðsgongdir, herundir mikroskopteknikkur
d)nýtsla av fyriskipaðum royndum
e)greining og meting av innsavnaðum lívfrøðiligum upplýsingum
f)framberan av royndararbeiði, herundir gerð av frágreiðingum.

14.2 Hesi øki eru við í skeiðinum:
a)vistfrøði - umhvørvislæra,
b)arvalæra - lívfrøðitøkni, og
c)lívvirkisfrøði - heilsa.

14.3 Tann sjálvlesandi skrivar 9 frágreiðingar.

15.1 Í lívfrøði sum vallærugrein er tað ein fortreyt at luttaka í starvsstovuskeiðinum, at tann sjálvlesandi hevur staðið lívfrøði sum felagslærugrein ella hevur eitt samsvarandi fakligt støði.

15.2 Tá ið starvsstovuskeiðið í lívfrøði verður lagt til rættis, verður miðað ímóti, at tey sjálvlesandi fáa eitt breitt innlit í arbeiðshættir í lærugreinini.

15.3 Hesi evnisøki eru partar av skeiðinum:
a) vistfrøði,
b) arvalæra og menningarlæra,
c) lívvirkisfrøði og nøring, og
d) lívevnisfrøði.

15.4 Tann sjálvlesandi skrivar 9 frágreiðingar.

16.1 Í lívfrøði á hástigi er tað ein fyritreyt fyri at luttaka í starvsstovuskeiðinum, at tann sjálvlesandi hevur staðið lívfrøði sum vallærugrein ella hevur eitt samsvarandi fakligt støði.

16.2 Í starvsstovuskeiðinum í lívfrøði á hástigi verður miðað ímóti, at tey sjálvlesandi fáa førleika í royndararbeiði og í greidligum lýsingum og greiningum av lívsfrøðiligum kervum.

16.3 Hesi evnisøki eru partar av skeiðinum:
a) lívevnisfrøði og lívalisfrøði, og
b) smáverulívfrøði.

Herumframt kann royndararbeiðið býtast á hesi evnisøki:
a) vistfrøði,
b) arvalæra og menningarlæra og
c) lívvirkisfrøði

16.4 Tann sjálvlesandi skrivar 8 frágreiðingar.

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 34

Juli 1996

Námsferðir

Allýsing

1.1 Við námsferð skilst eitt ferðavirksemi, ið varir ein ella fleiri dagar fyri allar næmingar í einum undirvísingarbólki. Námsferðir kunnu eisini vera styttri tíð.

1.2 Námsferðir er undirvísing, ið fer fram uttan fyri skúlagátt innanlands ella uttanlands. Tær kunnu vera partar av undirvísingini í øllum lærugreinum; tær eru ikki kravdar í nøkrum lærugreinum, men eru náttúrligur partur av undirvísingini í summum lærugreinum.

1.3 Vanliga skal ferðast við øllum bólkinum, og ferðast kann bert í tí/teimum skúlaári/árum, har bólkurin fær undirvísing í tí/teimum avvarðandi lærugrein/um.

Alment um námsferðir

2. Námferðir yvir fleiri dagar og starvsvenjing skulu helst fara fram innan sama tíðarskeið í árinum fyri allar næmingar á skúlanum. Víkjast kann tó frá felags námstíðarskeiði, tá ið tað er væl grundað fakliga. T.d. námsferðir ella virksemi, sum er knýtt at árstíðini (økisarbeiði).

3. Alt virksemi sambært 2 skal góðkennast av rektaranum/skeiðsleiðaranum, grundað á eina gjølliga fakliga skrá. Ein treyt fyri góðkenning er, at virksemið verður partur av uppfyllingini av teimum fakligu krøvunum, og at tað í vavi fult svarar til ta vanligu undirvísingina, sum dettur burtur.

4. Av pensumuppgevingunum hjá bólkinum skal tilskilast, hvussu námsferðirnar yvir fleiri dagar eru partar av pensum- og próvtøkuuppgevingunum í tí/teimum avvarðandi lærugrein/um.

5. Meginreglan er, at allir næmingar í einum bólki taka lut í námsferðum. Fyri næmingar, sum av heilt serligum orsøkum ikki luttaka í námsferð, kann eitt serligt pensum gerast, í tí føri at hesir næmingar ikki kunnu geva upp evni frá námsferðini.

HF-kunngerðin

Fylgiskjal 35

Juli 1996

Fráboðan um ætlað tilboð um undirvísing sambært HF-kunngerðini

Oyðublaðið verður sent skúlafyrisitingini 1 mánað áðrenn kunngering av undirvísingartilboðunum.

Stempul skúlans:



Upplýsingar um:

UNDIRVÍSING

Upplýsingar um:

LÆRARAN

Lærugrein og stig

Undirvís-
ingin
byrjar
d-m-á

Próv-
tøkan
verður

NAVN

Føð-
ingar-
dagur

Útbúgv-
ing

Náms-
frøðilig
útbúgving

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.

.





Dagfesting

undirskrift skúlans/skeiðleiðarans

Oyðublaðið verður sent:

Skúlafyrisitingini

Falkavegi 6

100 Tórshavn

 


1) Broytt við kunngerð nr. 67 frá 13. juni 2002. § 2 í hesi kunngerð er soljóðandi: "Henda kunngerð fær gildi, dagin eftir hon er lýst. Stk. 2. Næmingar, sum í skúlaárinum 2001/2002 hava lisið eftir Fylgiskjal 21, Sálarfrøði (Juli 1996) fara tó á sumri 2002 til próvtøku sambært krøvunum í fylgiskjalinum frá juli 1996.

2) Broytt við kunngerð nr 37 frá 23. apríl 2010.

3) Broytt við kunngerð nr. 4 frá 20. januar 2005

 

 

 

Evnisskipað valmynd Stavraðað valmynd Tíðarskipað valmynd