K. NR. 19 FRÁ 01.03.1996 UM UNDANTAK FYRI FRIÐING AV HVALI.

Kunngerš nr. 19 frį 01.03.1996

   Við heimild í § 3 og § 4, stk. 2 í løgtingslóg nr. 57 frá 5. juni 1984 um hvalaveiðu við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:

   § 1. Tað er loyvt at skjóta nísu (Phocaena phocaena).
   Stk. 2. Veiðumenn hava skyldu at lata sýslumonnunum uppgerð um talið av nísum, sum eru skotnar.

   § 3. Tað er loyvt at taka hesi hvalasløg:
1)Grindahvalur (Globiccphala melas)
2)Hvessingur (Tursiops tursio)
3)Kjafthvítur springari (Lagenorhynchus albirostris)
4)Skjórutur springari (Lagenorhynchus acutus).

   Stk. 2. Fyri veiðu av hvalasløgunum nevnd í stk. 1 eru reglurnar um grind og reglurnar um góðkenning av hvalvágum galdandi.

   § 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 114 frá 27. oktober 1986 um undantak fyri friðing av hvali.

 

 

 

Evnisskipaš valmynd Stavrašaš valmynd Tķšarskipaš valmynd