KUNNGERÐ NR. 45 FRÁ 21. APRIL 1995 UM REGLUR FYRI NEVNDINA FYRI STUÐLI TIL NÝGGJAR VINNUR.

Kunngerð nr. 45 frá 21.04.1995

   Við heimild í § 1, stk. 2 í løgtingslóg nr. 17 frá 1. februar 1995 um stuðul til nýggjar vinnur hevur landsstýrið fyrisett:

   § 1. Nevndin er sett sambært § 1, stk. 2 í løgtingslóg nr. 17 frá 1. februar 1995 um stuðul til nýggjar vinnur.
   Stk. 2. Heiti og heimstaður nevndarinnar er: Nevndin fyri nýggjar vinnur, R. C. Effersøesgøta 30, Postrúm 179, 110 Tórshavn.

   § 2. Nevndin hevur til uppgávu at taka avgerð um, hvør vinna kann metast sum nýggj.
   Stk. 2. Bert virkir við føstum rakstrarstaði í Føroyum kunnu fáa stuðul.
   Stk. 3. Arbeiðið, ið treytar lønina, sum er grundarlag fyri studninginum, skal vera gjørt ú Føroyum ella umborð á skipi, skrásett í Føroyum og har veruliga leiðslan er í Føroyum.
   Stk. 4. Landsstýrið ger reglur fyri umsiting og eftirlit av studninginum.

   § 3. Nevndin hevur tríggjar limir, allir settir av landsstýrinum.
   Stk. 2. Nevndin skipar seg sjálva.
   Stk. 3. Til umsiting av nevndarvirkseminum hevur nevndin skrivara, ið landsstýrið setur.

   § 4. Nevndin hevur fund so ofta, tað er neyðugt fyri at røkja uppgávur nevndarinnar. Nevndin er viðtøkufør, tá í minsta lagi 2 limir eru á fundi. Avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. Um atkvøðurnar standa á jøvnum, og um formaðurin er til staðar, er atkvøða formansins avgerandi.
   Stk. 2. Avgerðir nevndarinnar eru endaligar, og kunnu ikki kærast til aðrar fyrisitingarligar myndugleikar.
   Stk. 3. Fundir nevndarinnar verða førdir í gerðabók. Gerðabókin verður undirskrivað av øllum limunum, ið eru á fundi. Nevndarlimur kann krevja, at hansara atkvøðugreiðsla við viðmerkingum verður førd í gerðabókina. Í gerðabókini kunnu harumframt verða førd onnur viðurskifti, ið kunnu hava nevndarinnar áhuga.
   Stk. 4. Nevndin og skrivaraembætið fáa samsýning eftir avtalu við landsstýrið.

   § 5. Nevndin kann við vanligum atkvøðumeiriluta gera tilmæli um broyting í reglugerðini fyri nevndina til landsstýrið, ið ger av, um reglugerðin skal broytast.

   § 6. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

 

Evnisskipað valmynd Stavraðað valmynd Tíðarskipað valmynd