KUNNGERÐ NR. 99 FRÁ 4. JULI 1994 UM DUGNASKAPARÚTBÚGVING Í MOTORPASSING.
Kunngerð nr. 99 frá 04.07.1994 '); document.writeln(''); } //-->
Við heimild í § 6 í løgtingslóg nr. 50 frá 28. apríl 1992 um maskinmeistaraútbúgving og aðrar maskin- og eltøkniútbúgvingar hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Dugnaskaparútbúgving í motorpassing fer fram á maskinskúla ella á øðrum skeiðum eftir góðkenning frá Landsskúlafyrisitingini.
§ 2. Ein og hvør, sum hevur lokið skylduga skúlagongd fólkaskúlans, og hevur fylt 18 ár, kann verða tikin upp til dugnaskaparútbúgving í motorpassing.
§ 3. Frálærutíðin er 160 tímar og fatar um:
1) Maskinlæru 2) Ravmagnslæru 3) Kølitøkni 4) Eldsløkking 5) Tænastukunnleika § 4. Til dugnaskaparroynd í motorpassing verða 2 próvtøl givin:
Maskinlæra og kølitøkni
1 próvtal
í skrivligum
Maskinlæra, kølitøkni, rav-
magnslæra og tænastukunnleiki
1 próvtal
§ 5. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 130 frá 14. september 1992 um dugnaskaparútbúgving í motorpassing.