KUNNGERÐ NR. 205 FRÁ 28. DESEMBER 1993 UM GRANNSKOÐARAÁTEKNING Á ROKNSKAPUM.

Kunngerð nr. 205 frá 28.12.1993

   Við heimild í § 12, stk. 2 í løgtingslóg nr. 120 frá 21. mai 1993 um løggildar grannskoðarar og § 6, stk. 2 í løgtingslóg nr. 119 frá 21. mai 1993 um skrásettar grannskoðarar hevur landsstýrið fyrisett:

Kapittul 1

   § 1. Átekning á ársroknskapi, á øðrum roknskapi ella á eini hartil svarandi roknskaparuppseting (roknskapurin) frá løggildum ella skrásettum grannskoðara, er váttan hansara um gjørda grannskoðan, annaðhvørt hon er lógarásett ella bert gjørd eftir áheitan í førum, har grannskoðan ikki er kravd.
   Stk. 2. Grannskoðaraátekningin skal innihalda eina váttan um, at roknskapurin er grannskoðaður og upplýsing um, um roknskapurin er greiddur samsvarandi krøvum til roknskaparfrágreiðing í lóggávu og møguligum viðtøkum.
   Stk. 3. Tann/teir grannskoðari/grannskoðarar, ið er/eru valdur/valdir at grannskoða, skulu dagfesta og undirskriva grannskoðaraátekningina. Í teimum førum har grannskoðaravirki er valt, undirskrivar tann ella teir grannskoðarar, sum latið er upp í hendur at grannskoða.
   Stk. 4. Grannskoðarin skal í átekningini lata upplýsingar, sum hann metir, at roknskaparlesararnir skulu fáa kunnleika til.
   Stk. 5. Í móðurfeløgum verður latin felags grannskoðaraátekning til ársroknskapin og samtøkuroknskapin (,,koncernregnskabet").
   Stk. 6. Er onnur lóggáva um grannskoðan galdandi fyri avvarðandi virki, skal hon verða fylgd javnbjóðis við hesar reglur.

   § 2. Ein ,,blanka" átekning frá grannskoðara merkir, umframt at roknskapurin er grannskoðaður og annars greiddur samsvarandi krøvunum til roknskapargreiðslu í lóggávuni og møguligum viðtøkum:
1)at roknskapurin er uppsettur grundað á bókføringina og gjørdur upp eftir neyvari meting av verandi ognum, rættindum og skyldum,
2)at ein møgulig ársfrágreiðing inniheldur kravdar upplýsingar, haruppií upplýsingar um fíggjarligu gongdina í virkinum og at ársfrágreiðingin samsvarar við roknskapin,
3)at roknskapurin, um hann er uppgjørdur sambært ársroknskaparlógini, gevur eina rætta mynd av ognum og skuld, fíggjarligu støðuni og úrslitinum, og
4)at grannskoðanin ikki gevur orsøk til fyrivarni.

   § 3. Grannskoðarin skal í átekningini taka fyrivarni og veita neyðugar ískoytisupplýsingar,
1)um tey viðurskifti, ið eru nevnd í § 2, ikki eru lokin,
2)um viðurskifti hjá virkinum ella dótturvirki ikki eru nøktandi upplýst fyri grannskoðaranum, ella
3)um tað er greitt, at virkið ikki kann halda fram.

   Stk. 2. Er grannskoðarin av teirri áskoðan, at roknskapurin ikki eigur at verða góðkendur, skal hann siga frá hesum í átekningini.
   Stk. 3. Tekur grannskoðari fyrivarni, skal hetta við neyðugum ískoytisupplýsingum greitt vera tilskilað í átekningini.
   Stk. 4. Hevur grannskoðarin, tá hann hevur grannskoðað, mett, at viðurskifti eru, har nevndarlimir, stjórar ella limir í øðrum leiðslueindum kunnu ábyrgjast, skal hann upplýsa hetta í átekningini.

   § 4. Verður í átekningini víst til ársfrágreiðing ella til roknskapin, skal tilvísingin verða gjørd til ávísar partar í frágreiðingini, til ávísar postar ella til viðmerkingar í roknskapinum. Ein tilvísing má ikki hava skaplyndi sum fyrivarni.

   § 5. Um grannskoðarin í serligum førum ikki er førur fyri at geva roknskapinum átekning, skal hann í roknskapinum vátta hetta. Í váttanini skal grannskoðarin greiða frá teimum viðurskiftum, sum eru orsøk til, at hann ikki kann geva átekning.

Kapittul 2
Roknskapir, sum ikki eru grannskoðaðir

   § 6. Ynskir eigari av virki, hvørs roknskapur smb. § 1 ikki verður grannskoðaðir, hvørki sambært lóg ella eftir áheitan, hjálp frá løggildum ella skrásettum grannskoðara í samband við gerð av roknskapi, skal grannskoðarin í átekningini gera vart við, at grannskoðan ikki er farin fram.
   Stk. 2. Um roknskapurin í avgjørdan mun er ávirkaður av óvanligum viðurskiftum, skal verða gjørt vart við hetta í átekningini.
   Stk. 3. Grannskoðarin skal í síni átekning taka fyrivarni og veita neyðugar ískoytislýsingar, um hann í sambandi við hesa hjálp verður varugur við, at óvissa í avgjørdan mun er um roknskapin, at feilir eru í, ella hann ikki er í samsvari við lóggávuna um bókføring og roknskaparfrágreiðing.
   Stk. 4. Um tað er greitt, at virkið ikki kann halda fram, skal hetta vera upplýst í átekningini.

Kapittul 3
Revsi- og ígildissetanarreglur

   § 7. Brot á reglurnar í § 1, stk. 2-4 og §§ 3-6 verða revsað við bót.

   § 8. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

 

Evnisskipað valmynd Stavraðað valmynd Tíðarskipað valmynd