KUNNGERÐ NR. 199 FRÁ 15. DESEMBER 1993 UM GJALD FYRI AVRIT OG FOTOAVRIT EFTIR FYRISITINGARLÓGINI.

Kunngerð nr. 199 frá 15.12.1993

   Við heimild í § 16, stk. 3 í løgtingslóg nr. 132 frá 10. juni 1993 um fyrisiting hevur landsstýrið fyrisett:

   § 1. Gjald verður ikki kravt fyri fyrsta eintakið av einum avriti ella fotoavriti av einum skjali, ið sambært § 9 í fyrisitingarlógini verður latið partinum í viðkomandi máli.

   § 2. Verður biðið um avrit ella fotoavrit umframt fyrsta eintakið av skjølunum í einum máli, ið verða latin eftir áheitan sambært fyrisitingarlógini, krevur viðkomandi myndugleiki fyri hesi 20 kr. fyri fyrstu síðuna og 1 kr. fyri hvørja byrjaða næstu síðu av skjølunum í málinum.

   § 3. Um tað við lóg ella sambært lóg er ásett hægri gjald fyri avrit ella fotoavrit av einum ávísum skjali, verður tað gjaldið kravt.

   § 4. Gjald fyri avrit og fotoavrit fær viðkomandi myndugleiki.

   § 5. Henda kunngerð fær gildi 1. januar 1993.

 

 

 

Evnisskipað valmynd Stavraðað valmynd Tíðarskipað valmynd