KUNNGERÐ NR. 177 FRÁ 22. SEPTEMBER 1993 UM ENDURRINDAN AV SERLIGUM OLJUGJALDI.
Kunngerð nr. 177 frá 22.09.1993 '); document.writeln(''); } //-->
Við heimild í § 2, stk. 3 í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju hevur Føroya Landsstýri fyrisett:
§ 1. Skip og bátar undir 20 GT, ið eru skrásettir sambært ásetingunum í meirvirðisgjaldslógini, og sum skattliga verða mettir at verða riknir vinnuliga, kunnu eftir umsókn eina ferð um árið fáa endurgoldið tað oljuavgjald, ið tey hava goldið sambært løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju.
§ 2. Umsókn um endurrindan av oljugjaldi skal latst til Toll- og Skattstovu Føroya í seinasta lagi 1. november árið eftir, at tað roknskaparskeiðið er endað, ið oljukeypið er farið fram.
Stk. 2. Saman við umsóknini skal latast skjalprógv fyri oljuútreiðslunum, herundir eisini oljuavgjaldinum, fyri tíðarskeiðið, ið umsóknin viðvíkur. Sum skjalprógv kann eitt nú latast rokning frá oljulatingarfelag.
Stk. 3. Umsóknarblað til endurrindan av oljugjaldi fæst frá Toll- og Skattstovuni.§ 3. Endurrindan av oljugjaldi kann ikki fara fram fyrr enn roknskapurin fyri viðkomandi skip ella bát fyri tað roknskaparskeið, ið umsóknin viðvíkur, er latin skattavaldinum og er líknaður.
§ 4. Verður umsókn um endurrindan av serligum oljuavgjaldi ikki latin inn til Toll- og Skattstovuna rættstundis jbr. freistirnar í § 2, fellur rætturin til endurrindan av serligum oljuavgjaldi eftir hesi kunngerð burtur fyri tað roknskaparskeið, ið freistin viðvíkur.
§ 5. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur gildi fyri allar umsóknir um endurrindan av oljuavgjaldi eftir hendan dag.
Stk. 2. Fyri teir skattgjaldarar, sum eftir ásetingunum í kunngerð nr. 110 frá 6. oktober 1986 um endurrindan av serligum oljuavgjaldi, høvdu rætt til endurrindan av oljuavgjaldi fyri eldri tíðarskeið, enn nevnd í § 2, og sum enn ikki hava latið inn umsókn hesum viðvíkjandi, skal umsókn um endurrindan fyri hesi tíðarskeið eisini vera Toll- og Skattstovuni í hendi í seinata lagi 1. desember 1993.