KUNNGERÐ NR. 186 FRÁ 22. DESEMBER 1992 UM FRÁLÆRU, LÆRUKRØV OG PRÓVTØKUHALD Á HEIMASKIPARA-, SKIPARA- OG SKIPSFØRARAÚTBÚGVINGUNUM, SUM BROYTT VIÐ KUNNGERÐ NR. 154 FRÁ 28. NOVEMBER 1995.
Kunngerð nr. 186 frá 22.12.1992 '); document.writeln(''); } //-->
Við heimild í § 7 í løgtingslóg nr. 65 frá 5. juni 1984 um sjómansútbúgving sum broytt við løgtingslóg nr. 2 frá 9. januar 1986 og løgtingslóg nr. 64 frá 21. mai 1987 hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Heimaskiparaútbúgvingin fer fram í 2 lestrarhálvum og fevnir um fylgjandi lærugreinir:
1) Siglingarfrøði, terrestrisk og astronomisk siglingarfrøði. 2) Sigling við venjingarskipi og siglingartól, herundir brúgvatænasta og trygd á sjónum (STCW VI/1), radarnýtsla, plotting og onnur siglingartól. 3) Radarsimulator. 4) Fiskisimulator. 5) Skipstøkni, herundir ferming og uppskipan, vandamiklan farm, stabilitet, stýring og handfaring, atgerðir í neyðstøðu, leiting og bjarging á sjónum og sjótrygd. 6) Samskifti. 7) Radiotelefoni. 8) Veðurfrøði. 9) EDV. 10) Skipsfyrisiting, herundir fiskiskaparlóggáva, sjórættur og umhvørvisvernd. 11) Maskinfrøði. 12) Enskt. 13) Føroyskt. 14) Rokning og støddfrøði. 15) Alis- og evnafrøði. 16) Eldsløkking, herundir roykkaving. 17) Sjótrygd. 18) Sjóreglur. 19) Heilsufrøði. 20) Fiskifrøði. 21) Fiskiskaparfrøði. § 2. Til heimaskiparapróvtøku verða givin 20 próvtøl soleiðis:
1)
Siglingarfrøði
3 próvtøl
harav 2 í skrivligum.
2)
Siglingartól
2 próvtøl
harav 1 í radarnýtslu
og plotting.
3)
Skipstøkni
2 próvtøl
harav 1 í skrivligum.
4)
Samskifti
1 próvtal.
5)
Veðurfrøði
1 próvtal.
6)
Skipsfyrisiting
1 próvtal.
7)
Maskinfrøði
1 próvtal.
8)
Enskt
1 próvtal.
9)
Føroyskt
1 próvtal í skrivligum.
10)
Rokning og
1 próvtal í skrivligum.
støddfrøði
11)
Alis- og evnafrøði
1 próvtal í skrivligum.
12)
Sjóreglur
1 próvtal.
13)
Heilsufrøði
1 próvtal.
14)
Fiskifrøði
1 próvtal.
15)
Fiskiskaparfrøði
1 próvtal.
16)1)
(avtikið)
Skiparaútbúgving
§ 3. Skiparaútbúgvingin fer fram í 1 lestrarhálvu og fevnir um fylgjandi lærugreinir:
1) Siglingarfrøði, terrestrisk og astronomisk siglingarfrøði. 2) Sigling við venjingarskipi og siglingartól, herundir brúgvatænasta, radarsimulatornýtsla, ARPA og onnur tólnýtsla. 3) ARPA-simulator. 4) Skipstøkni, skipskonstruktión, stabilitet, stýring og handfaring, sjóskaðastøða, lastalæra, vandamiklan farm, atgerðir í neyðstøðu og leiting og bjarging á sjónum. 5) Samskifti, herundir GMDSS. 6) Veðurfrøði. 7) Enskt. 8) Danskt. 9) Rokning og støddfrøði. 10) Alis- og evnafrøði. 11) Sjórættur. 12) Eldsløkking. 13) Sjótrygd. 14) Sjóreglur. § 4. Til skiparapróvtøku verða givin 16 próvtøl soleiðis:
1) Siglingarfrøði
3 próvtøl
harav 2 í skrivligum.
2) Siglingartól
1 próvtal.
3) Skipstøkni
2 próvtøl
harav 1 í skrivligum.
4) Veðurfrøði
1 próvtal.
5) Enskt
2 próvtøl
harav 1 í skrivligum.
6) Rokning og
1 próvtal í skrivligum.
støddfrøði
7) Alis- og evnafrøði
2 próvtøl
harav 1 í skrivligum.
8) Sjórættur
1 próvtal.
9) Sjóreglur
1 próvtal í skrivligum.
10) Danskt
1 próvtal í skrivligum.
11)1) (avtikið)
Skipsføraraútbúgving
§ 5. Skipsføraraútbúgvingin fer fram í 3 lestrarhálvum og fevnir um fylgjandi lærugreinir:
1) Siglingarfrøði. 2) Sigling við venjingarskipi og siglingartól, herundir brúgvatænasta, radarsimulatornýtsla, ARPA og onnur tólnýtsla. 3) Lastaviðgerð og stúving. 4) Skipstøkni I. 5) Skipstøkni II. 6) Stýring og handfaran. 7) Veðurfrøði. 8) Skipsfyrisiting og umhvørvisvernd I. 9) Skipsfyrisiting og umhvørvisvernd II. 10) Leiðsla og samstarv. 11) Maskinfrøði (kervisfatan). 12) Enskt II. 13) Enskt III. 14) Enskt IV. 15) Danskt. 16) Føroyskt. 17) Støddfrøði. 18) Alis- og evnafrøði. 19) Elfrøði. 20) Elfrøði og teldutøkni. 21) Sjórættur I. 22) Sjórættur II. 23) Virkisbúskapur. 24) Sjóreglur. § 6. Til skipsførarapróvtøku verða givin 25 próvtøl soleiðis:
1)
Siglingarfrøði
2 próvtøl
harav 1 í skrivligum.
2)
Siglingartól
1 próvtal.
3)
Lastaviðgerð og
1 próvtal.
stúving
4)
Skipstøkni
2 próvtøl
harav 1 í skrivligum.
5)
Stýring og
1 próvtal.
handfaran
6)
Veðurfrøði
2 próvtøl
harav 1 í skrivligum.
7)
Skipsfyrisiting
2 próvtøl
harav 1 í skrivligum.
8)
Leiðsla og
1 próvtal í skrivligum.
samstarv
9)
Maskinfrøði
1 próvtal.
10)
Enskt
2 próvtøl
harav 1 í skrivligum.
11)
Danskt
1 próvtal í skrivligum.
12)
Føroyskt
1 próvtal í skrivligum.
13)
Rokning og
1 próvtal í skrivligum.
støddfrøði
14)
Alis- og evnafrøði
1 próvtal í skrivligum.
15)
Elfrøði og
1 próvtal í skrivligum.
teldutøkni
16)
Sjórættur
2 próvtøl
harav 1 í skrivligum.
17)
Virkisbúskapur
1 próvtal í skrivligum.
18)
Sjóreglur
1 próvtal í skrivligum.
19)1)
(avtikið)
§ 7. Altjóða minstukrøv sambært STCW-samtyktini um útbúgving, sjóvinnubrøv og trygd á sjónum skulu verða fylgd.
§ 8. Henda kunngerð fær gildi 1. januar 1993, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 131 frá 29. oktober 1988.
Stk. 2. Teimum næmingum, sum á sjómansskúla hava byrjað heimaskipara-, skipara- og skipsføraraútbúgving fyri 1. desember 1992, verður tó loyvt at fara til próvtøku samsvarandi kunngerð nr. 131 frá 29. oktober 1988, um tann vanliga lestrartíðin ikki verður brotin.1) Broytt við kunngerð nr. 154 frá 28. november 1995. § 2 í hesi kunngerð er soljóðandi:
,,Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er eisini galdandi fyri próvtøkur, sum byrjaðu í november 1995."