KUNNGERÐ NR. 129 FRÁ 14. SEPTEMBER 1992 UM MASKINMEISTARAÚTBÚGVING.
Kunngerð nr. 129 frá 14.09.1992 '); document.writeln(''); } //-->
Við heimild í § 6 í løgtingslóg nr. 50 frá 28. apríl 1992 um maskinmeistaraútbúgving og aðrar maskin- og eltøkniútbúgvingar hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Maskinmeistaraútbúgvingin hevur til endamáls at geva tí lesandi førleika til sjálvstøðugt og á einum høgum stigi at kunna standa fyri rakstri og umsiting av tekniskum útbúnaði og skipanum.
Stk. 2. Útbúgvingin skal geva tí lesandi nágreiniliga vitan um ravmagns-, maskin-, orku-, stýringar- og reguleringsútbúnað á landi so væl sum á sjógvi, til tess at kunna tryggja tann besta raksturin av slíkum útbúnaði við atliti til fíggjarrakstur, trygd og umhvørvi.
Stk. 3. Útbúgvingin skal harumframt geva tað neyðuga ástøðiliga grundarlagið fyri:
1) At fáa tey í sjóvinnulógini umrøddu sjóvinnubrøv sum maskinmeistari, 2) At fáa ta í el-innleggjaralógini umrøddu autorisatión. § 2. Undirvísing til maskinmeistarapróvtøku verður fyrireikað sum 3 ára dagskúlaundirvísing. Tað fyrsta árið eru umleið 1400 undirvísingartímar, 2. og 3. árið eru umleið 1200 undirvísingartímar hvørt, og øll árini enda við próvtøku.
§ 3. Treytin fyri upptøku til undirvísingina til 1. árspróvtøku er, at umsøkjarin hevur staðið víðkaðu fráfaringarroynd fólkaskúlans í føroyskum, rokning/støddfrøði, enskum, alis/evnafrøði við í minsta lagi próvtalinum 6, ella at viðkomandi hevur eina samsvarandi útbúgving ella hægri útbúgving, og harumframt skal umsøkjarin hava:
1) eina tøkniliga útbúgving møguliga við eini ískoytisútbúgving, sum er góðkend av Landsskúlafyrisitingini, ella 2) eitt skeið á maskintøkniligum verkstaðarskúla, sum varir 12 mánaðir, og sum í minsta lagi fatar um 1400 undirvísingartímar eftir eini av Landsskúlafyrisitingini staðfestari lesiætlan.
Stk. 2. Landsskúlafyrisitingin kann góðkenna, at umsøkjari, ið ikki lýkur tær í stk. 1 settu treytir um skúlaútbúgving, verður upptikin á skúlan, um umsøkjarin lýkur tær í stk. 1, nr. 1 nevndu treytir, og um Landsskúlafyrisitingin eftir teimum úrslitum, sum umsøkjarin hevur eftir fráfaringarroynd fólkaskúlans, metir, at viðkomandi kann taka útbúgvingina eftir vanliga tíð.§ 4. Treytin fyri upptøku til undirvísingina 2. árið er, at viðkomandi hevur staðið 1. árspróvtøkuna, og um hann er upptikin til undirvísingina til 1. árspróvtøku sambært § 3, stk. 1, nr. 2, skal hann harumframt hava 18 mánaða starvstíð, sum er í samsvari við útbúgvingina. Landsskúlafyrisitingin ásetur eftir ummæli frá útbúgvingarráðnum nærri reglur um starvstíðina.
§ 5. Treytin fyri upptøku til undirvísingina 3. árið er, at viðkomandi hevur staðið 2. árspróvtøkuna.
§ 6. Landsskúlafyrisitingin kann í serligum føri játta umsøkjara, ið ikki lýkur tær í §§ 3-5 ásettu treytir um upptøku til undirvísing til 1., 2. ella 3. árspróvtøku, upptøku, um viðkomandi á annan hátt hevur fingið sær neyðugan førleika.
§ 7. Undirvísingin til 1. árspróvtøkuna fatar um:
1) Føroyskt 2) Enskt 3) Heilsulæru 4) Sjórætt 5) Rokning/Støddfrøði 6) Alisfrøði 7) Evnafrøði 8) Teldukunnleika 9) Maskinlæru 10) Elektrotøkni 11) Kølitøkni 12) Arbeiðsleiðslu, trygd á sjógvi og landi.
Stk. 2. Undirvísingin skal harumframt fata um eldsløkking, simulatornýtslu og nýtslu av bjargingarútgerð.
Stk. 3. Undirvísingin til 1. árspróvtøkuna skal verða skipað soleiðis, at hon lýkur altjóða krøv um útbúgving av sjófólki og um sjóvinnu og vaktarhald (STCW-konventiónin), fyri at fáa sjóvinnubræv sum maskinstjóri og 1. maskinmeistari á skipum, har framtøkumegin er ímillum 750 og 3000 kw.§ 8. Undirvísingin til 2. árspróvtøkuna fatar um:
1) Enskt 2) Týskt 3) Arbeiðsleiðslu 4) Rokning/Støddfrøði 5) Alisfrøði 6) Evnafrøði 7) Maskinlæru 8) Elektrotøkni/Elektronikk 9) Automatión/Teldukunnleika. § 9. Undirvísingin til 3. árspróvtøkuna fatar um:
1) Virkisbúskap 2) Elektrotøkni/Elektronikk 3) Maskinlæru 4) Automatión.
Stk. 2. Undirvísingin skal harumframt fata um eitt leiðaraskeið í eldsløkking.§ 10. Henda kunngerð fær gildi 1. august 1992.