KUNNGERÐ NR. 64 FRÁ 11. MAI 1992 UM BROYTING Í KUNNGERÐ UM GÓÐKENNING AV HVALVÁGUM
Kunngerð nr. 64 frá 11.05.1992 '); document.writeln(''); } //-->
Nr. 64 11. mai 1992 § 1
Í § 1 í kunngerð nr. 107 frá 21. november 1989 um góðkenning av hvalvágum verður gjørd henda broyting:
Orðini "Klaksvík, og bert millum Ánirnar og byrgingina í Haraldsundi" verða broytt til: "Klaksvík, bert í Víkum".
§ 2
Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Føroya Landsstýri, 11. mai 1992
John Petersen (sign.)
landsstýrismaður
/ Kjartan Hoydal (sign.)