KUNNGERÐ NR. 1 FRĮ 14. JANUAR 1992 UM TÍÐARAVMARKAÐ VEIÐUBANN Á GÝTINGARLEIÐUM
Kunngerš nr. 1 frį 14.01.1992 '); document.writeln(''); } //-->
Nr. 1 14. januar 1992 Við heimild í § 4 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 við seinni broytingum um fiskiveiðu á ytru landleiðini og við heimild í § 4 í løgtingslóg nr. 77 frá 12. juni 1990 um fiskiveiðu á innaru landleiðini hevur Føroya Landsstýri saman við Fiskivinnunevnd Løgtingsins fyrisett:
§ 1. Hóast ásetingarnar í kunngerð nr. 52 frá 26. apríl 1990 við seinni broytingum um fiskiskapin á landleiðunum við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, er ikki loyvt at veiða á leiðum við reiðskapi í tíðarskeiði, sum niðanfyri tilskilað:
I. Í tíðarskeiðinum frá 31.januar til 15. mars, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihætti millum 315° rættvísandi úr Barðinum (62°08'48"N, 07°26'00"V) og 360° rættvísandi úr Mýlingi(62°18'll"N, 07°12'30"V) frá 12 fjórðinga markinum út á linjur drignar millum hesi støð: 1. 62°32'00"N,08°15'00"V 2. 62°36'00"N, 08°00'00'V 3. 62°43'00"N, 07°30'00"V 4. 62°46'00"N,07°12'30"V II. Í tíðarskeiðinum frá 15. januar til 15. mai, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við troli ella gørnum millum 360° rættvísandi úr Mýlingi (62°18'11"N, 07°12'30"V) og 360° rættvísandi úr Ennibergi (62°23'49"N, 06°33'38"V) frá 12 fjórðinga markinum út á linjur drignar millum hesi støð: 1. 62°46'00"N,07°12'30"V 2. 62°48'00"N,07°00'00"V 3. 62°50'00"N,06°33'38"V III. Í tíðarskeiðinum frá 1. mars til 15. apríl, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihætti millum 345° rættvísandi úr Mýlingi (62°18'11"N, 07°12'30"V) og 360° rættvísandi úr Kallinum (62°22'15"N, 06°48'20"V) frá 12 fjórðinga markinum inn at 4,5 fjórðingum úr grundlinjunum. IV. Í tíðarskeiðinum frá 15. februar til 31. mars, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihætti millum linur drignar millum hesi støð: 1. 61o40'00"N,08o25'00'V 2. 61o54'00"N,08°40'00"V 3. 61°54'00"N,07o16'00"V 4. 61°45'00"N,07°04'00"V 5. 61o40'00"N,07°16'00'V V. Í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við troli ella gørnum millum linjur drignar millum hesi støð: 1. 60°26'00"N, 06°32'00"V 2. 60°35'00"N, 06°35'00"V 3. 60°35'00"N, 06°09'00"V 4. 60°26'00"N, 06°10'00"V § 2. Brot á hesa kunngerð kemur undir bót, og kann haraftrat allur fiskireiðskapur, so sum net, lemmar, wirar, línur og uppstandarar v.m. og fongur koma undir konfiskatión. Fiskifarið kann eisini heftast til rindingar av bót og kostnað.