KUNNGERÐ NR. 85 FRÁ 17.SEPTEMBER 1991 UM GJALD TIL TRYGDARGRUNNIN FYRI AVREIÐINGAR OG LØNIR V.M.
Kunngerð nr. 85 frá 17.09.1991 '); document.writeln(''); } //-->
Við heimild í § 7, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 68 frá 9. juni 1988 um Trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m. við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Skyldu til at rinda í grunnin hava allir arbeiðsgevarar í Føroyum, sum gjalda út A-inntøku.
§ 2. Gjaldið fyri 1991 er 2/1000 av tí samlaðu útgoldnu A-inntøkuni fyri 1990. Frá 1. januar 1992 verður gjaldið 1,5/1000 av tí samlaðu útgoldnu A-inntøkuni fyri hvørt ár. Tað árliga gjaldið verður kravt inn við rokning árið eftir, og skal vera goldið í seinasta lagi 1. apríl.
§ 3. Gjøld, sum eru minni enn 20 kr. um árið, verða ikki kravd. Verður útrokningargrundarlagið broytt, aftaná at gjaldið er kravt, verður munurin bert kravdur útgoldin, um hann tilsamans er størri enn 50 kr.
§ 4. Henda kunngerð fær gildi frá og við fíggjarárinum 1991. Samstundis fara úr gildi kunngerð nr. 42 frá 11. mai 1989 og kunngerð nr. 65 frá 12. juni 1991 um gjald til trygdargrunnin fyri avreiðingar og lønir v.m.