KUNNGERÐ NR. 50 FRÁ 9. APRÍL 1990 UM HÁMARK AV TJØRU Í SIGARETTUM, SUM BROYTT VIÐ KUNNGERÐ NR. 97 FRÁ 13. MAI 1993.

Kunngerð nr. 50 frá 09.04.1990

   Við heimild í § 5, stk. 2 í løgtingslóg nr. 94 frá 4. oktober 1984 um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna hevur landsstýrið fyrisett:

    § 1.1) Aftaná 31. desember 1994 er ikki loyvt at selja sigarettir, sum innihalda meira enn 15 mg av tjøru. Aftaná 31. desember 1999 er ikki loyvt at selja sigarettir, sum innihalda meira enn 12 mg av tjøru.

    § 2. Brot á hesa kunngerð verða revsa eftir § 7 í løgtingslóg nr. 94 frá 4. oktober 1984 um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna.

    § 3. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

1) Broytt við kunngerð nr. 97 frá 13. mai 1993.

 

 

 

Evnisskipað valmynd Stavraðað valmynd Tíðarskipað valmynd