KUNNGERÐ NR. 19 FRÁ 12. FEBRUAR 1990 UM PRÓVTALAGÁVU Á FRÓÐSKAPARSETRI FØROYA.
Kunngerð nr. 19 frá 12.02.1990 '); document.writeln(''); } //-->
Við heimild í § 1, stk. 2 í løgtingslóg nr. 65 frá 21. mai 1987 um Fróðskaparsetur Føroya hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Til próvtøku, har avrit ikki verður mett _staðið" ella _ikki staðið", verður tað mett eftir hesum próvtalastiga:
Støðan:
Stig:
13
sera góð
11
10
9
góð
8
7
6
5
ikki góð
03
00
At meta sum próvtøku sambært hesi kunngerð er próvtøkan ella royndin, ið beinleiðis ella óbeinleiðis er avgerandi fyri, um próvtakarin røkkur endaligum prógvi.
§ 2. Til grund fyri metingini verður at leggja atferð próvtakarans í próvtøkulagnum.
Stk. 2. Próvtøkulagið skal geva próvtakaranum høvi at vísa hegni, vitan og fatan viðvíkjandi hugtøkum, arbeiðsháttum og sannroyndum um tað evnið, próvtøkan fevnir um.
Stk. 3. Próvtøkuatferðin er mátin, ið próvtakarin í próvtøkulagnum setir saman og metir um partar av evninum, grundgevingarnar fyri at draga teir fram, heildarmetingarnar um tað framlagda og atfinningar hansara at tí.
Stk. 4. Próvtakarin skal vísa, hvussu hann við vitan síni er førur fyri at loysa greiðsluevni av kendum slagi, og um próvtøkulagið loyvir tí, loysa greiðsluevni av ókendum slagi.§ 3. Tann sera góða próvtøkuatferðin er sermerkt av:
at próvtakarin hevur sera góða vitan um hugtøk, arbeiðshættir og sannroyndir, at próvtakarin greiðir frá, soleiðis at flest viðurskifti verða tikin við. at próvtakarin gevur eina næstan fullfíggjaða grundgeving fyri at draga tey fram, at próvtakarin ber saman ella setir saman arbeiðshættir og sannroyndir á sera greiðan hátt, og somuleiðis er førur fyri at meta um, og út frá tí geva eina heildarmeting, at próvtakarin á tryggan hátt nýtir sína vitan at loysa greiðsluevni av kendum slagi og møguliga vísir, hvussu greiðsluevni av ókendum slagi kunnu sammetast og loysnir fáast á teimum. § 4. Tann góða próvtøkuatferðin er sermerkt av:
at próvtakarin hevur góða vitan um hugtøk, arbeiðshættir og sannroyndir, at próvtakarin greiðir frá, soleiðis at fleiri viðurskifti verða tikin við, at próvtakarin gevur eina góða grundgeving fyri at draga tey fram, at próvtakarin ber saman ella setir saman arbeiðshættir og sannroyndir á greiðan hátt og somuleiðis er førur fyri at meta um og út frá tí geva eina heildarmeting, at próvtakarin nýtir vitan sína at loysa greiðsluevni av kendum slagi. § 5. Tann ikki góða próvtøkuatferðin er sermerkt av:
at próvtakarin hevur lítla vitan um hugtøk, arbeiðshættir og sannroyndir, at próvtakarin greiðir frá, soleiðis at nøkur viðurskifti verða tikin við, at próvtakarin gevur eina ógreiða grundgeving fyri at draga tey fram, at próvtakarin ber saman ella setir saman arbeiðshættir og sannroyndir, men ikki er førur fyri at meta um og út frá tí geva eina heildarmeting, at próvtakarin nýtir sína vitan at loysa greiðsluevni av kendum slagi, men soleiðis at framløgan sum heild er merkt av ótryggleika. § 6. Próvtøkuatferðirnar, ið eru nevndar í §§ 3-5, lýsa próvtalastigan sum eina heild. Lýsingarnar av støðuni svara til stigatalið í miðjari støðuni, ávikavist 11, 8 og 03.
Stk. 2. Tá ið próvtal verður givið, verður fyrst mett um, hvar á próvtalastiganum støðan hoyrir til. Tá støðan er fastløgd, verða tað frávikini frá lýsingini av próvtøkuatferðini ið eru avgerandi fyri, um próvtalið verður hægri ella lægri enn talið, ið svarar til lýsingina.§ 7. Stigið 6 verður givið fyri tað próvtøkuavrit, ið má roknast sum minstamát fyri, hvat krevst av próvtakara til tess at hava staðið.
Stk. 2. Í teimum førum, har fleiri próvtøl verða givin í einum evni, og har bert eitt próvtal verður nýtt, verður miðaltalið roknað út. Tá tað verður gjørt, má bert brúkast ein desimalur, og endaliga próvtalið má ikki vera desimaltal. Er avlopið 0,5 ella meira, verður próvtalið hækkað.
Stk. 3. Miðaltalið á endaliga próvnum kann tó vera við einum desimali. Útrokningin av hesum tali verður gjørd út frá endaligu tølunum í stk. 2.§ 8. Megindeildarráðini áseta nærri reglur fyri próvtalagávu, heruppií umflokkingartalvur fyri próvtøl, givin áðrenn henda kunngerð kom í gildi.
Stk. 2. Landsstýrið skal góðkenna umflokkingartalvurnar.§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.