KUNNGERÐ NR. 11 FRÁ 22. JANUAR 1990 UM FYRISITING AV EYDNUSPÆLI.
Kunngerð nr. 11 frá 22.01.1990 '); document.writeln(''); } //-->
Við heimild í § 7 í løgtingslóg nr. 53 frá 7. mai 1987 um eydnuspæl v.m. hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Landsstýrið leggur sín avgerðarrætt og fráboðanarskyldu eftir lógini til Føroya Gjaldstovu.
§ 2. Avgerð, sum Føroya Gjaldstova hevur tikið, kann kærast til landsstýrið. Kæran skal vera skrivlig og skal vera landsstýrinum í hendi í seinasta lagi 14 dagar eftir, at avgerðin er tikin.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi í dagin eftir, at hon er kunngjørd.