KUNNGERÐ NR. 107 FRĮ 21. NOVEMBER 1989 UM GÓÐKENNING AV HVALVÁGUM, SUM SEINAST BROYTT VIÐ KUNNGERÐ NR. 94 FRÁ 31. MAI 2001

Kunngerš nr. 107 frį 21.11.1989
Nr. 107 21. november 1989

   Við heimild í løgtingslóg nr. 57 frá 5. mai 1984, § 3, um hvalaveiðu við seinni broytingum og vísandi til kunngerð nr. 50 frá 12. mai 1986 um grind, § 1, stk. 2, hevur landsstýrið saman við løgtingsins fiskivinnunevnd fyrisett:

   § 1. Hesi støð eru góðkend sum hvalvágir:

Norðoyar: 1)
Klaksvík, bert ímillum Víkarnar og Heimaru kei.
Viðvík, á sandinum.
Hvannasund.

Eysturoy: 2) 3) 4)
Fuglafjørður, á sandinum millum Gjógvará og bátahylin.
Funningsfjørður, inni í ósanum.
Syðrugøta.
Norðragøta, á vestara arminum niðanfyri kirkjugarðin.
Norðskála, í Møðstøðukrókinum ímillum Stórá og Garðsenda og undir kirkjuni.

Streymoy:
Tórshavn, Sandagerð.
Leynar, á sandinum.
Vestmanna, Fitjarnar, á sandinum vestanfyri pirin.
Hvalvík, um Oyrarnar nærri Streymneslandinum.

Vágoy:
Miðvágur, á sandinum.
Bøur, á sandinum.

Sandoy:
Sandur, á sandinum.
Húsavík, á sandinum.

Suðuroy:
Øravík, á sandinum.
Trongisvágur, á sandinum.
Hvalba, Lítlabergssandur, í Nesi og Hvalbiarsandur.
Vágur.
Fámjin.

   § 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 


1) Broytt viš kunngerš nr. 64 frį 11.05.1992 og kunngerš nr. 127 frį 27.08.1992.

2) Broytt viš kunngerš nr. 94 frį 31. mai 2001. § 2 ķ hesi kunngerš er soljóšandi: "Henda kunngerš kemur ķ gildi dagin efitr, at hon er kunngjųrd, og fer śr gildi aftur 31. desember 2001."

3) Broytt viš kunngerš nr. 141 frį 23.06.1993.

4) Broytt viš kunngerš nr. 34 frį 24.03.1994. § 2 ķ hesi kunngerš er soljóšandi: "Henda kunngerš fęr gildi dagin eftir, at hon er kunngjųrd. Stk. 2. Samstundis fer kunngerš nr. 141 frį 23. juni 1993 um broyting ķ kunngerš um góškenning av hvalvįgum śr gildi."

 

 

 

Evnisskipaš valmynd Stavrašaš valmynd Tķšarskipaš valmynd