KUNNGERÐ NR. 104 FRÁ 3. NOVEMBER 1989 UM BILVRAKGRUNNIN, SUM SEINAST BROYTT VIÐ KUNNGERÐ NR. 121 FRÁ 20. JUNI 1997.

Kunngerð nr. 104 frá 03.11.1989

   Við heimild í § 13 a í løgtingslóg nr. 102 frá 1. oktober 1986 um skrásetingargjald á motorakførum v.m. við seinni broytingum hevur Føroya landsstýri fyrisett.

   § 1. Endamál grunsins er at fyriskipa og tryggja burturbeining av bilvrakum til endurvinningar og annars á skynsamasta hátt.
   Stk. 2. Eisini kann úr grunninum verða latin stuðul til tiltøk, sum kunnu minka um heilsu- og umhvørvisampar av skrásettum akførum, vrakum og lutum úr hesum.

   § 2. Kunngerðin fevnir um øll skrásett akfør.

   § 3. Akfør í hesi kunngerð eru tey í §§ 3, 4, 5, 6, 7a, 7b, 8 og 9 í løgtingslóg um skrásetingargjald av motorakførum v.m. nevndu akfør.

   § 4. Bilvrak í hesi kunngerð eru tey í § 3 nevndu akfør, sum vegna elli, skaða, vantandi lutir ella annað eru sett og roknað ónýtilig og sum í minsta lagi hava karossarí, rammu og tann partin av skrokkinum, sum akfarnummarið er sligið í.

   § 5. Gjald at seta í grunn sambært § 13 a í løgtingslóg um skrásetingargjald av motorakførum v.m. verður ásett til:
 a)1500 kr. fyri tey í §§ 3, 4, 5, 7a, 8 og 9 í løgtingslóg um skrásetingargjald av motorakførum v.m. nevndu akfør.
 b)3000 kr. fyri tey í §§ 6 og 7b í løgtingslóg um skráseting av motorakførum v.m. nevndu akfør.

   § 6.1) Toll- og Skattstova Føroya krevur inn gjaldið sambært § 5 og rindar gjaldið í bilvrakgrunnin samstundis sum akfarið verður skrásett.

   § 7.1) Góðkend vrakmóttøkustøð eru Interkommunali Renovatiónsfelagsskapurin (IRF) og Kommunala Brennistøðin hjá Tórshavnar kommunu.
   Stk. 2. Góðkendu vrakmóttøkustøðini hava ábyrgd og skyldu at tryggja, at innsavning, móttøka, goymsla og burturbeining verður framd til lítar og samsvarandi teim treytum, sum byggimyndugleikar, heilsu- og umhvørvismyndugleikar, náttúrufriðingarmyndugleikar og aðrir til eina og hvørja tíð koma at áseta, eins og tey skulu tryggja, at henda kunngerð verður fylgd.

   § 8. Tá bilvrak verður latið inn til móttøkupláss, skal skrásetingarskjal, kvittan fyri innlatin nummarspjøldur, kvittan frá akfarstryggingini ella annað ognarskjal vísast fram sum próvskjal fyri vrakinum.
   Stk. 2. Tá bilvrakið er latið inn, skal móttøkuplássið útfylla bilvraksváttan sambært § 16 og rinda ánaranum innlatingargjald sambært § 14, stk. 1.
   Stk. 3. Avrit av váttanini skal latast ánarunum sum kvittan fyri avhendingina og váttan av móttøku av innlatingargjaldi.

   § 9. Móttøkuplássini hava skyldu til at bókføra bilvrakváttanir og skulu kunna próvføra góðkenda burturbeining. Roknskaparhaldið skal vera góðkent av Grannskoðaradeild Landskassans.

   § 10. Vrakmóttøkustøðini skulu seinast í hvørjum mánaði senda gjaldstovuni bilvrakváttanir og yvirlit yvir móttikin vrak. Fyri hvørja bilvrakváttan fær móttøkuplássið endurrindað innlatingargjaldið sambært § 8, stk. 2 og burturbeiningargjald. Gjaldstovan letur prenta yvirlitini.

   § 11. Gjaldstovan skal til eina og hvørja tíð hava atgongd til bilvrakroknskapin hjá móttøkustøðunum.

   § 12. Føroya Gjaldstova fyrisitur útgjalding úr bilvrakgrunninum.
   Stk. 2.2) Fyrr enn vrakmóttøkustøðini hava neyðug loyvi frá teim í § 7, stk. 2 nevndu myndugleikum, og skjalprógv fyri hesum er sent Føroya landsstýri, kann útgjalding úr bilvrakgrunninum ikki fara fram.

   § 13. Úr grunninum kann rindast:
 a)innlatingargjald til ánara av skrásettum vraki,
 b)burturbeiningargjald til góðkend vrakmóttøkustøð,
 c)stuðul til tiltøk, sum kunnu minka um heilsu- og umhvørvisampar av skrásettum akførum, vrakum og lutum frá hesum.

   § 14. Innlatingargjald sambært § 13 a) verður ásett til 1.000 kr. Burturbeiningargjald sambært § 13b verður ásett til:
 a)500 kr. fyri tey í §§ 3, 4, 5, 7a, 8 og 9 í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum nevndu akfør.
 b)2000 kr. fyri tey í §§ 6 og 7b í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m. nevndu akfør.

   Stk. 2. Stuðul sambært § 13 c) kann bert latast, sum trygd er fyri krøvum sambært § 13 a) og § 13 b og kann í fyrsta lagi latast 5 ár aftaná at grunnurin er farin at virka.
   Stk. 3.2) Umsókn um stuðul til tiltøk sambært § 13 c verður at senda Føroya Landsstýri, sum tekur avgerð um, hvørji tiltøk skulu fáa stuðul úr grunninum.

   § 15.1) Útgjalding sambært § 13 a) kann einans rindast til góðkendu móttøkustøðini IRF og KB.

   § 16. Í samráð við Grannskoðaradeild Landskassans útvegar gjaldstovan bilvrakváttanir, sum í minsta lagi upplýsa:
1)skrokknummarið á móttikna vrakinum,
2)hvat ognarskjal hevur verið víst fram sambært § 8, stk. 1,
3)skrásetingarnummar á passi, koyrikorti ella aðrari persónsváttan, ella at heimildarskjal er víst fram. Bilvrakváttanin skal kunna stemplast og undirskrivast av móttøkuplássinum og ánaranum.

   § 17. Gjaldstovan nýtir innsendu bilvrakváttanirnar og yvirlitini sum grundarlag fyri rindan úr grunninum sambært § 10.
   Stk. 3.2) Fyrr enn Føroya Gjaldstova frá Føroya Landsstýri hevur fingið skrivliga váttan um, at móttøkustøðini hava tey neyðugu loyvini eftir § 12, stk. 2, er vrakmóttøkustøðunum eftir hesi kunngerð ikki heimilað at fáa gjald úr grunninum.

   § 18. Gjaldstovan hevur eftirlit við at reglurnar fyri útgjalding verða hildin.

   § 19. Allir ivaspurningar í sambandi við hesa kunngerð verða avgjørdir av gjaldstovuni.
   Stk. 2. Avgerðir hjá gjaldstovuni kunnu innan 4 vikur kærast til landsstýrið.

   § 20. Brot á reglurnar í hesi kunngerð verða revsað sum ásett í § 19 í lóg nr. 102 frá 1. oktober 1986 um skrásetingargjald á motorakførum v.m.

   § 21. Henda kunngerð fær gildi soleiðis at §§ 1-6 fáa gildi frá 1. desember 1989 og §§ 7-20 fáa gildi frá 1. juli 1990.

1) Broytt við kunngerð nr. 121 frá 20. juni 1997.

2) Broytt við kunngerð nr. 135 frá 2. november 1990.

 

 

 

Evnisskipað valmynd Stavraðað valmynd Tíðarskipað valmynd