KUNNGERÐ NR. 90 FRÁ 21.SEPTEMBER 1989 UM BROYTING Í KUNNGERÐ UM GJØLD FYRI UPPMÁLING AV SKIPUM V.M.

Kunngerð nr. 90 frá 21.09.1989
Nr. 90 21.september 1989

   § 1. Í kunngerð nr. 5 frá 22. mars 1962 um gjøld fyri uppmáling av skipum v.m. verða gjørdar hesar broytingar:
1)§ 1 verður orðað soleiðis:
"Fyri málibræv aftaná uppmáling eftir § 6 a í lógini verður avgjald kravt uppá 2 kr. fyri hvørt bruttotons, sum skipið er mált til.
Stk. 2. Fyri nýtt málibræv ella fyri rætting í málibrævi aftaná uppmáling eftir § 6 b í lógini verður eitt avgjald kravt uppá 1 kr. fyri hvørt bruttotons, sum skipið er mált til, tó í minsta lagi 100 kr."
2)§ 2 verður orðað soleiðis:
"Avgjaldið fyri málibræv ella rætting av málibrævi aftaná eftiruppmáling eftir § 6 c í lógini verður roknað eftir § 1, stk. 1 ella stk. 2, eftirsum uppmálingin, sum ynskist eftirmáld, er fyrsta uppmáling ella umafturuppmáling. Kemur eftiruppmálingin til tað úrslit, at tonsatalið, sum avgjaldið eftir § 1 í hesari kunngerð longu er goldið eftir, verður óbroytt, verður einki avgjald kravt.
Stk. 2. Fyri eftiruppmáling av skipi, sum keypt er í útlandinum, verður avgjald at rinda sum fyrisett í § 5 í lógini."
3)Í § 4 verður "25 oyru" broytt til: "50 oyru".
4)§ 5 verður orðað soleiðis:
"fyri málibræv afturfyri forsónað ella skatt verða fylgjandi avgjøld at rinda: 2 kr. fyri hvørt bruttotonsatalið, sum skipið er mált til, tó í minsta lagi 200 kr.
Stk. 2. Fyri øll avrit av málibrævi verður avgjald kravt, sum er 200 kr."

   § 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Føroya Landsstýri, 21. september 1989

Jógvan I. Olsen (sign.)

landsstýrismaður

/ Kjartan Hoydal (sign.)

 

 

 

Evnisskipað valmynd Stavraðað valmynd Tíðarskipað valmynd