KUNNGERÐ NR. 54 FRÁ 9. JUNI 1989 UM TJALDING.
Kunngerð nr. 54 frá 09.06.1989 '); document.writeln(''); } //-->
Við heimild í § 4 og § 35, stk. 2 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd hevur landsstýrið ásett:
§ 1. Tjalding er bert loyvd, har nøktandi saniter viðurskifti - nátthús og vaskiumstøður - eru.
§ 2. Kommunurnar hava eftirlitið við, at tjalding einans fer fram á støðum, har treytirnar í § 1 eru loknar.
Stk. 2. Kommunurnar hava skyldu at seta upp uppsløg o.t. um, at tjalding ikki er loyvd á teimum støðum, har tílíkt vanliga kemur fyri og har treytirnar í § 1 ikki eru loknar.§ 3. Brot á §§ 1 og 2 verða revsað við bót.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.