KUNNGERÐ. NR. 55 FRÁ 26. MAI 1983 UM INNFLUTNING AV DJÓRUM OG SMITTUBERANDI LUTUM, SUM SEINAST BROYTT VIÐ KUNNGERÐ NR. 31 FRÁ 12. APRÍL 1996.
Kunngerð nr. 55 frá 26.05.1983 '); document.writeln(''); } //-->
Eftir §§ 2, 3, 4 og 16 í lóg nr. 36 frá 28. februar 1908 við seinni broyting um fyribyrgingar av smittandi sjúkum hjá húsdjórum v.m. hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1.1) Allur innflutningur til Føroya av livandi súgdjórum, fuglum, skriðdýrum og paddum er forboðin.
§ 2. Landsdjóralæknin kann eftir ummæli frá húsdjóranevndini eftirlíka undantaksloyvi at innflyta súgdjór og fuglar, tá ið áneyðir eru, eitt nú at bøta um slagið v.m., og tá tað kann ætlast, at innflutningurin ongan smittuvanda hevur við sær.
2. stk. Í hvørjum einstøkum føri fyrisetir landsdjóralæknin gjøllari reglur fyri sóttverjum, sum løgreglan saman við landsdjóralæknanum standa fyri.
3. stk. Tá ið skip ella flogfar kemur til Føroya úr útlandi, og livandi kleyvføtt djór (neyt, seyður, geit, svín v.m.) er umborð, má eingin, sum er við farinum, fara í land ella nøkur lossing fara fram, fyrr enn tollvaldið hevur samráðst við landsdjóralæknan. Slík djór mugu ikki setast fyribils í land, meðan farið er her.§ 4. Hundur, ketta og onnur djór, sum eru við skipi ella flogfari, sum kemur úr útlandi, mugu vera bundin ella álítandi innibyrgd umborð, meðan farið er her í landinum. Tollvaldið skal siga løgregluni frá, um slík djór eru sloppin til rýmingar.
§ 5. Forboðið er at innflyta og flyta um Føroyar feskt ella solkað (lættsaltað) kjøt og flesk og aðrar ráar lutir frá slátri, t.d. avroð, høvd, tungu, hjarta, lunga, livur, nýrur, vomb, magar, garnar, tálg, bløðru, eistur, milt, eitlar, stálmar, blóð, føtur, bein, kleyvar, horn, hár, ull, fjøður, húðir og skinn, mjólk, róma og turrmjólk, egg til klekingar og matna og ráan turkaðan eggjahvíta og reyða.
2. stk. Landsdjóralæknin kann geva undantaksloyvi til innflutning av teimum í 1. stk. nevndu vørum.
3. stk. Steriliserað mjólk og rómi og dósamjólk koma ikki undir forboðið eftir 1. stk.§ 6. Loyvt er tó at innflyta úr Norðurlondum, St. Bretlandi og Írlandi, tá veterinerváttan (uppruna- og heilsuváttan) fylgir við vøruni, ið sigur frá, at vøran stavar úr hesum landi og er av frískum djórum:
1. Fryst seyðakjøt. 2. Annað feskt ella solkað kjøt og flesk og ráar lutir frá slátri til matna. 3. Pasteuriserað mjólk, rómi og turrmjólk. 4. Egg til matna og turkaður ella frystur eggjahvíti og -reyði. 5. Ull og fjøður við veterinerváttan, at hon er tryggjandi vaskað og uttan smittuvanda. 6. Húðir og skinn við veterinerváttan, at tær (tey) eru væl saltaðar ella viðgjørdar tryggjandi fyri smittu og á annan hátt. 7. Væl sviðin, fryst seyðarhøvd í plast- (cellofan-) posa, eitt høvd í hvørjum. 8. Beinmjøl, blóðmjøl og kjøtfóðursmjøl við veterinerváttan, at vøran hevur verið hitaviðgjørd til minst 100° C.
2. stk. Vørurnar eftir 1. stk. skulu vera soleiðis merktar, at tær týðiliga samsvara við upprunaváttanina.§ 7. Ikki er loyvt at taka í land frá skipi ella flogfari matleivdir, uttan at tær verða tryggjandi fyribeindar, brendar, søktar ella niðurgrivnar.
§ 8. Landsdjóralæknin kann við neyðugum fyrivarni fyri smittu eftir tilmæli frá húsdjóranevndini eftirlíka undantaksloyvi til innflutning av sáð og trodnum eggum av øllum djórum, tá ið áneyðir eru.
§ 9. Landsdjóralæknin kann eftirlíka undantaksloyvi til innflutning av koppingarevnum (vaksinu og serum) til djór og hevur umsjón við goymslu og nýtslu av hesum.
§ 10. Tað er forboðið at innflyta til Føroya hoyggj, hálm og tøð av djórum og fuglum.
2. stk.2) Landsdjóralæknin kann eftirlíka undantaksloyvi at innflyta hoyggj og hálm til fóðurs, tá ið veterinerváttan fæst fyri, at ávísar sjúkur, ið kunnu berast við hoyggi og hálmi, ikki eru á staðnum, sum hoyggið og hálmurin stava frá.
3. stk. Hoyggj og hálmur, ið kemur til Føroya sum innpakningur um vørur, skal brennast beinan vegin, tá ið vøran er pakkað út.§ 11. Tað er forboðið til Føroya at innflyta fóður til djór og flogfenað í brúktum sekkjum ella øðrum brúktum pakkitilfari.
§ 12. Tað er forboðið at innflyta brúkt amboð til landbúnað og húsdjórahald uttan so, at veterinerváttan fylgir við, at vørurnar eru tryggjandi sóttreinsaðar áðrenn avskiping.
Stk. 2.3) Tað er forboðið at innflyta úr Stórabretlandi:
1) Kraftfóður, sum í hesum sambandi merkir kjøt- og beinmjøl og allar fóðurblandingar, sum innihalda kjøt- og beinmjøl frá neyti og/ella seyði. 2) Brúkt amboð til landbúnað og húsdýrahald. § 13. Avgerðir landsdjóralæknans eftir hesi kunngerð kunnu kærast til landsstýrið.
§ 14. Toll- og skattstovan, gjaldstovan, innflytararnir og flutningsfeløg hava eftirlit við, at neyðug loyvi og neyðugar váttanir eru við vørum, áðrenn tær verða avgreiddar og útflýggjaðar.
2. stk. Innflytarin ber allar útreiðslur, sum standast av hesi fyriskipan.§ 15. Brot móti hesi kunngerð verður revsað eftir lógini.
§ 16. Henda kunngerð kemur í gildi 15. juli 1983. Samstundis fara úr gildi kunngerð nr. 86 frá 27. apríl 1927 um innflutning til Føroya av húsdjórum, kunngerð nr. 50 frá 25. september 1959 um innflutning av seyðarhøvdum og kunngerð nr. 15 frá 4. mai 1970 um innflutning av djórum.
1) Broytt við kunngerð nr. 30 frá 22. mars 1994.
2) Kunngerð nr. 79 frá 3. august 1983 givin av landsdjóralæknanum.
3) § 12, stk. 2 var sett inn við kunngerð nr. 136 frá 5. november 1990 og avafturtikið við kunngerð nr. 61 frá 1. apríl 1993. Sítt núverandi orðaljóð fekk stk. 2 við kunngerð nr. 31 frá 12. apríl 1996.