KUNNGERÐ NR. 106 FRÁ 19. OKTOBER 1982 UM INNANDURA TRUKKKOYRING.

Kunngerð nr. 106 frá 19.10.1982
Nr. 106 19. oktober 1982

   Við heimild í § 17 í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd hevur landsstýri fyrisett:

   § 1. tað er forboðið at nýta trukkar og onnur akfør innandura, ið nýta brennievnismotorar.

   § 2. Brot á hesa kunngerð verða revsað eftir § 39 í lógini, um so er at brotið eftir lóggávuni annars ikki hevur við sær hægri straff.

   § 3. Henda kunngerð fær gildi frá 1. november 1982 at rokna.
   Stk. 2. Trukkar, sum eru í nýtslu, kunnu verða nýttir sum higartil til 1. november 1984.

   Hetta verður gjørt kunnugt.

FØROYA LANDSSTÝRI, 19. oktober 1982

Pauli Ellefsen

løgmaður

/ J. Djurhuus

 

 

 

Evnisskipað valmynd Stavraðað valmynd Tíðarskipað valmynd