Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. mai 2009Nr. 48
Løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim og eldrasambýli, sum broytt við løgtingslóg nr. 175 frá 29. desember 2011
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Studningslán úr landskassanum, sum er rentu og avdráttarfrítt, kann latast kommunum til keyp, nýbygging ella umbygging av ognum, sum skulu nýtast til ellis- og røktarheim ella til eldrasambýli.
Stk. 2. Studningslán kann eisini veitast sjálvsognarstovnum, ið eiga ellis- og røktarheim ella eldrasambýli.
§ 2. Umsóknir um studningslán verða viðgjørdar við grundarlagi í tørvinum á eldrabúplássum í upptøkuøkinum.
§ 3. Treytin fyri, at studningslán verður veitt, er:
1) at keypi- ella byggiætlanin er góðkend av landsstýrismanninum, áðrenn farið verður undir hana,
2) at studningslánið er tryggjað við veðrætti innan fyri 90% av metingarvirðinum, og
3) at viðtøkur eru fyri heimið, sum eru góðkendar av landsstýrismanninum, og sum einans kunnu broytast við samtykki hansara.
§ 4. Til ellis- og røktarheim verður veitt í mesta lagi 700.000 kr. fyri hvørt búfólkið, sum heimið er ætlað til, tó ongantíð meira enn helvtina av keypi- ella byggikostnaðinum.
Stk. 2. Til eldrasambýli verður veitt í mesta lagi 80.000 kr. fyri hvørt búfólkið, sum sambýlið er ætlað til, tó ongantíð meira enn helvtin av keypi- ella byggikostnaðinum.
§ 5. 1) Í tíðarskeiðinum 2009 til 2013 verða í mesta lagi latnar 95 milliónir kr. í studningsláni úr landskassanum samanlagt og í mesta lagi 45 mió. kr. í einum ári. Innan fyri hesar karmar verður landsstýrismanninum heimilað í 2009 at geva tilsagnir um játtan í ávikavist 2010, 2011, 2012 og 2013. Í 2009 er útgjald av studningsláni bundið av játtanini á fíggjarlógini.
§ 6. Studningslánið fellur til gjaldingar, um ognin verður seld, ella ikki longur verður nýtt til ellis- og røktarheim ella sambýli.
Stk. 2. Hesar treytir skulu tinglýsast á ognini við servitutti.
§ 7. 1) Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er lýst, og fer úr gildi 31. desember 2013.
Tórshavn, 11. mai 2009
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Rósa Samuelsen (sign.)
Lm. nr. 144/2008