Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. november 2005Nr. 121
Kunngerð um gjøld fyri eftirlit v.m. hjá Arbeiðseftirlitinum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 89 frá 20. juni 2011
Við heimild í § 56, stk. 3 í løgtingslóg nr. 70 frá 11. mai 2000 um arbeiðsumhvørvi verður ásett:
§ 1. Fyri eftirlit og tænastur v.m., ið Arbeiðseftirlitið ger sambært ásetingum í arbeiðsumhvørvislóggávuni, tekur Arbeiðseftirlitið gjøld sbrt. §§ 2-11 í hesi kunngerð.
§ 2. Gjøld fyri eftirlit og trýstroyndir av dampketlum, smbrt. bekendtgørelse nr. 564 frá 22. december 1971 om dampkedelanlæg på landjorden, sum sett í gildi við kunngerð nr. 79 frá 17. august 1999 eru hesi:
1) Uppsetanareftirlit við dampketli, sbrt. § 11, stk. 4, nr. 3 í nevnda bekendtgørelse: kr. 4.100,-
2) Eftirlit av dampketli, sbrt. § 12, stk. 1 nr. 2 í nevnda bekendtgørelse,: kr. 3.600,-
3) Trýstroynd av dampketli sbrt. § 12, stk. 1, nr. 1 og sbrt. § 11, stk. 4, nr. 2 í nevnda bekendtgørelse: kr. 3.700,-
§ 3. 1) Gjøld fyri eftirlit við lyftum v.m., sbrt. § 1 í kunngerð nr. 120 frá 21. november 2005 um ymsar eftirlitsuppgávur v.m., sum Arbeiðseftirlitið útinnir, eru hesi:
1) Eftirlit við fólka- og góðslyftum: kr. 2.530,-
2) Eftirlit við góðslyftum og lyftum til rørslutarnað, rullutrappum, byggilyftum o.l.: kr. 1.150,-
3) Eftirlit við lyftiútgerð (stroppar v.m.): kr. 2.000,-
§ 4. 1) Gjøld fyri eftirlit av lyftiútgerð og spølum (kranar), sbrt. § 2 í kunngerð nr. 120 frá 21. november 2005 um ymsar eftirlitsuppgávur v.m., sum Arbeiðseftirlitið útinnir, eru hesi:
Eftirlit við:
1) Lastbilmonteraðum krana: kr. 2.024,- árliga.
2) Mobilkrana: kr. 2.415,- árliga.
3) Tornkrana: kr. 2.875,- árliga.
4) Traverskrana: kr. 3.220,- árliga.
5) Bátaspæl: kr. 600,- árliga.
6) Lyftiútgerð (stroppar v.m.): kr. 2.000,- árliga.
7) Persónslyftu: kr. 1.500,- árliga.
8) Billyftu: 2.070,- árliga.
§ 5. 1) 2) Gjøld fyri loyvisbrøv sbrt. § 5 í kunngerð um ymsar eftirlitsuppgávur v.m. sum Arbeiðseftirlitið útinnir, eru hesi:
1) Útskriva loyvisbræv (nýtt): kr. 1.000,-
2) Endurútskriva loyvisbræv: kr. 350,-
3) Umbýti av loyvisbrævi (frá øðrum landi): kr. 1.000,
§ 6. 1) Gjøld fyri eftirlit við trýstfløskum o.ø., sbrt. bekendtgørelse nr. 746 frá 26. november 1987 om trykbeholdere og rørsystemer under tryk, sum sett í gildi við kunngerð nr. 123 frá 23. oktober 1996, eru hesi:
1) Eftirlit við trýstílati, sbrt. § 41 og § 49, stk. 1 í nevnda bekendtgørelse: kr. 1.955,-
2) Eftirlit við fylgjandi trýstíløtum (sama dag): kr. 805,-
3) Eftirlit við uppsetan av rørskipanum, smbrt. § 67, stk. 2 í nevnda bekendtgørelse: kr. 3.220,-
§ 7. 1) Gjald fyri góðkenning av sakkønum virki, sbrt. § 1, stk. 2, § 3 og § 4, stk. 2 í kunngerð nr. 120 frá 21. november 2005 um ymsar eftirlitsuppgávur v.m., sum Arbeiðseftirlitið útinnir, er kr. 3.300,-
§ 8. 1) Gjald fyri góðkenning av spreingievnagoymslum, sbrt. § 1, stk. 7, § 3, stk. 1, § 4, stk. 2 og § 6, stk. 3 í kunngerð nr. 11. frá 30. januar 1980 um goymslur til spreingievni, er kr. 2.875,-
§ 9. 1) Gjald fyri eftirlit av trukkum, sbrt. § 4, stk. 1í kunngerð nr. 120 frá 21. november 2005 um ymsar eftirlitsuppgávur v.m., sum Arbeiðseftirlitið útinnir, er kr. 1.000,- árliga.
§ 10. 1) Gjald fyri ummæli, sbrt. § 7, stk. 2 í kunngerð nr. 8 frá 13. februar 2002 um innrætting av føstum arbeiðsplássum, sum Arbeiðseftirlitið letur, er kr. 2.500,-
§ 11. Gjald fyri loyvi til keyp av ethanoli, sbrt. § 2 í kunngerð nr. 80 frá 21. apríl 1993 um handil við ethanoli til tekniska nýtslu, sum Arbeiðseftirlitið gevur, er kr. 300,-
§ 12. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið 21. november 2005
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)