Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fiskimálaráðið
  • Útgávudagur: 11-03-2003
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2003 A - Hefti 9 A frá 11. mars 2003
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

6. mars 2003Nr. 32

Løgtingslóg um landbúnaðarstuðul

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað av árligu játtanini á fíggjarlógini at veita studning til hesi endamál: Mjólk, neytakjøt, seyðakjøt, stráfóður, súrhoysbrunnar, velting v.m., djórahald, avloysaraskipan og føroysk húsdjór.

Stk. 2. Studningur verður veittur eftir umsókn og er treytaður av:

1)   at umsøkjari er bókhaldsskyldugur sambært § 1 B, pkt. 27 í løgtingslóg nr. 75 frá 24. oktober 1978

2)   at umsøkjari er meirvirðisgjaldsskrásettur sambært løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 við seinni broytingum. Undantikið ásetingunum í nr. 1 og 2 er studningur til føroysk húsdjór.

Stk. 3. Landsstýrismanninum verður heimilað í kunngerð at áseta nærri reglur og treytir fyri studningsveitingunum.

§ 2. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Tórshavn, 6. mars 2003

 

Anfinn Kallsberg (sign.)

løgmaður