Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fiskimálaráðið
  • Útgávudagur: 04-05-1961
Valmøguleikar
Tín lógalisti

4. mai 1961Nr. 18

Løgtingslóg um studning til frama fyri húsdýraalingina og húsdýrahaldið v.m.

§ 1. Landskassin letur studning til frama fyri húsdýraalingina og húsdýrahaldið v.m.:

A.   Til keyp og fóðurs av góðum tarvum og greðingum.

B.   Til rakstur av insemineringarstøð.

C.   Til premieringar av alidýrum, tilskilað á dýraframsýningum ella á annan hóskiligan hátt.

D.   Til onnur endamál húsdýrahaldinum til frama.

E.   til varðveitslu ella nøringar av fuglinum í haga og bjørgum.

§ 2. Studningarnir eftir § 1 verða veittir til viðkomandi endamál eftir reglum, sum landsstýrið fyrisetur í reglugerð.

§ 3. Henda lóg kemur í gildi 1. apríl 1961, og samstundis fara “midlertidige bestemmelser nr. 66 frá 30. december 1941 om foranstaltninger til husdyravlens og husdyrbrugets fremme m.v.“ úr gildi.