11. august 1999Nr. 76
Kunngerð um koyring innandura við trukki
Við heimild í § 17, stk. 1 og stk. 3 í løgtingslóg nr. 58 frá 24 mai 1974 um arbeiðaravernd við seinni broytingum verður ásett:
§ 1. Tað er forboðið at nýta trukkar og onnur akfør við brennievnismotorum innandura.
§ 2. Arbeiðseftirlitið kann veita undantak frá § 1, tá talan er um:
1) trukkar, sum lyfta meir enn 4 tons,
2) trukkar, sum koyra í goymslu- og móttøkuhølum,
3) onnur akfør, sum ikki fáast uttan við brennievnismotorum.
Stk. 2. Undantaksloyvi til innandurakoyring verður bert veitt, um Arbeiðseftirlitið fær váttan um, at útluftingin í hølunum er so góð, at persónar, herundir førarin, ikki verða útsettir fyri heilsuskaðiligum árini av útstoytingsgassinum.
§ 3. Brot á hesa kunngerð verður revsað eftir § 41 í lógini.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 106 frá 19. oktober 1982 um innandura trukkkoyring.
Vinnumálastýrið, tann 11. august 1999
Finnbogi Arge (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)