Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. september 2008Nr. 9004
Rundskriv um umsiting av pensjón hjá húsfólki á sambýlum
(Til Almannastovuna og Nærverkið)
Heimild til at umsita pensjón hjá pensjónistum
Almannastovan hevur heimild í § 32, stk. 1 í Løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir, til at avgera hvussu pensjónin skal útgjaldast, um Almannastovan verður varug við, at ein pensjónistur ikki eigur at hava avgerðarrætt yvir pensjónini.
Sambært § 35, stk. 2 kann Almannastovan lata øðrum myndugleika ella avvarðandi rættin til at umsita pensjónina vegna pensjónistin. Í hvørjum einstøkum føri tekur Almannastovan støðu til, um tað er neyðugt, at pensjónin hjá einum pensjónisti verður umsitin av øðrum. Talan kann t.d. vera um, at tað er neyðugt, at leiðarin á sambýlinum har viðkomandi pensjónistur býr, fær heimild til at umsita fíggjarviðurskiftini hjá húsfólki.
Um slík heimild verður givin leiðara á einum sambýli, hevur leiðarin ábyrgdina av teimum upphæddum, sum Almannastovan hevur givið heimild til at umsita. Leiðarin kann tó geva heimildina til at umsita pensjónina víðari til onnur starvsfólk, men hevur tó altíð endaligu ábyrgdina av umsitingini av pensjónini.
Almannastovan hevur skyldu til at upplýsa pensjónistinum um, at avgerðir hjá Almannastovuni um at lata øðrum heimild at umsita pensjónina, smb. § 39 í lógini um almannapensjónir, kunnu kærast til Kærunevndina í Almanna- og heilsumálum.
Umsiting av pensjón hjá húsfólki á sambýlum
Almannastovan rindar pensjónina til hvønn pensjónist á eina kontu í hansara navni. Av hesi kontu fara minst tvær fastar flytingar. Onnur til húsaleigu og hin til felags fastar útreiðslur, sum standast av at búgva á viðkomandi sambýli. Fleiri fastar flytingar kunnu ásetast, um tørvur er á tí. Restin av pensjónini, tað sum eftir er aftaná at allar tær føstu útreiðslurnar eru goldnar, verða settar á eina kontantkontu ella goymdar í einum læstum pengakassa á sambýlinum.
Roknskapur skal førast yvir alla nýtslu av pensjónini, t.e. at øll nýtsla av pensjónini skal skjalprógvast. Hetta merkir, at allar flytingar av kontuni og kontantkontuni skulu skjalprógvast. Somuleiðis skal leiðarin ella tann persónur, sum hevur fingið heimild frá leiðaranum skriva undir, um pensjónisturin fær pening av kontantkontuni ella úr tí læsta pengakassanum. Allar kvittanir/skjøl skulu goymast.
Almannastovan skipar fyri grannskoðan av umsitingini av pensjónini minst einaferð um árið.
Um so er, at viðkomandi húsfólk loyvir tí, kunnu tey avvarðandi fáa innlit í umsitingina av pensjónini. Og tey avvarðandi skulu kunnast um rættin til at kæra umsitingina av pensjónini til Almannastovuna.
Almanna- og heilsumálaráðið, 1. september 2008
Poul Geert Hansen (sign.)
aðalstjóri
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)