Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. november 2008Nr. 9003
Rundskriv um umsiting av hoyritólum 1)
Stuðul til hoyritól
Heimildin at játta stuðul til hjálpitól er í § 18, stk. 7 í lóg um almenna forsorg. Í lógini er ásett, at persónar við breki, varandi sjúku ella sjúku við aldurdómi kunnu fáa stuðul til heilivág, hjálparráð, herundir útreiðslur til serlig klæðir. Henda heimild fevnir eisini um stuðul til hoyritól. Heimildin at orða reglur í kunngerð um oman fyri standandi er í § 18, stk. 8 í forsorgarlógini.
Í § 2 í kunngerð um hoyritól er tilskilað, hvat er at skilja sum hoyritól. Sambært hesi grein verður skilt ímillum kropsborin tól, ið tilskilað eru í stk. 1, meðan onnur tól, sum eitt nú FM-tól og telesleingjur, eru tilskilað í stk. 2.
Hvør játtar og umsitur hoyritól
Tað er Hoyriklinikkin á Landssjúkrahúsinum, ið veitir brúkarum hoyritól sbrt. § 2, stk. 1 umframt serliga útgerð sum telesleingjur og FM-tól sbrt. § 2, stk. 2. Tað er Hoyriklinikkin og Landssjúkrahúsið, ið hevur fakliga serkunnleikan, og sum tí við støði í ásetingunum í kunngerðini og hesum rundskrivi, játtar stuðul til hoyritól.
Almannastovan játtar annars og hevur ábyrgd fyri at veita stuðul til onnur hjálparráð eftir § 18, stk. 7 í forsorgarlógini.
Hoyriklinikkin játtar eisini tilskot til persónar, sum eru 18 ár ella eldri, til keyp av hoyritóli frá góðkendum privatum veitara av hoyritólum sbrt. reglunum í kunngerðini. Tilskotið verður goldið til privatan góðkendan veitara eftir rokning frá veitaranum. Brúkarin rindar munin millum tilskot og kostnaðin fyri hoyritól.
Treytir fyri at fáa hoyritól
Í kunngerðini eru treytir ásettar fyri, hvør kann fáa hoyritól. Hesar treytir eru tær somu, sum eru ásettar í lógargreinini um at galda fyri øll hjálpitól. Stuðul kann verða veittur til hoyritól til persónar við niðursettari hoyrn um hesi:
1. eru neyðug fyri, at viðkomandi kann verða í arbeiði,
2. munandi bøta um hoyrnina hjá viðkomandi, ella
3. munandi lætta um í gerandisdegnum hjá brúkaranum.
Umframt oman fyri standandi treytir, er tað eisini ein treyt fyri at fáa stuðul, at viðkomandi er ávístur til viðgerð við hoyritólum av serlækna í oyra-, nøs- og hálssjúkum. Nýggj ávísing frá serlækna er ikki neyðug, tá talan er um at endurnýggja uttan so, at tørvurin er broyttur, ella talan er um at fáa nýtt hoyritól sbrt. § 8, stk. 2, nr. 1 í kunngerðini.
Tænastur eftir kunngerð um hoyritól fevna sbrt. § 9 í kunngerðini ikki um hoyritól, ið brúkari hevur útvegað sær, áðrenn umsókn um stuðul til hoyritól er játtað av Hoyriklinikkini.
Endurnýggjan av hoyritóli
Í sambandi við endurnýggjan av hoyritólum, so er meginreglan sbrt. § 8, stk. 1 í kunngerðini, at eitt nýtt hoyritól bert verður veitt eftir 4 árum, at rokna frá tí degi, brúkarin seinast fekk útvegað hoyritól. Viðmerkjast skal, at garanti til hoyritól vanliga er 4 ár. Henda treyt er bæði galdandi fyri játtan av hoyritóli frá Hoyriklinikkini og fyri tilskot til keyp av hoyritóli frá privatum veitara.
Undantøk eru tó frá oman fyri nevndu meginreglu, sbrt. ásetingunum í § 8, stk. 2:
1) um hoyrnin eftir læknaligari meting er munandi versnað. Ein avgerð, hvørt henda treyt er uppfylt, verður altíð tikin við støði í eini meting í tí einstaka førinum. Ein læknalig meting skal fyriliggja í málinum, áðrenn Hoyriklinikkin tekur avgerð í málinum.
2) um hoyritólið ikki longur kann nýtast vegna slit ella likamligar broytingar. Ein avgerð, um henda treyt er uppfylt, krevur ikki læknaliga meting, men er treytað av meting frá audiologi.
3) um hoyritólið er mist vegna stuldur, eldsbruna ella líknandi, og egin trygging ikki tekur við. Um nevndu óhapp koma fyri, so skal verða kannað, um viðkomandi hevur trygging, ið tekur við.
4) um brúkarin er undir 18 ár, tá umsóknin verður latin inn.
Sambært § 8, stk. 3 er reglan tann, at um tørvur er á nýggjum hoyritóli innan 4 ár, orsakað av umstøðum, sum ikki eru fevnd av oman fyri standandi undantøkum, og sum ikki kann lastast brúkaranum, kann stuðul kortini verða veittur sbrt. § 4 í kunngerðini. Men tilskotið kann tá í mesta lagi vera 4. 000 kr. fyri hvørt hoyritól. Viðmerkjast skal, at umsøkjari hevur skyldu til at ansa væl eftir sínum hoyritóli. Missur brúkari hoyritól burtur, so eigur at verða umhugsað, hvørt brúkarin kann lastast fyri hetta. Ikki er møguligt at fáa nýtt hoyritól frá almennu hoyriklinikkini, um talan er um undantak sambært § 8, stk. 3, men bert við niðursettum tilskoti frá privatum veitara.
Yvirgangsregla
Reglan í kunngerðini sbrt. § 7, stk. 1 um 4 ár merkir, at brúkarar, sum eitt nú hava fingið hoyritól tvey ár, áðrenn kunngerðin varð sett í verk, kunnu ikki fáa nýtt hoyritól fyrr enn um tvey ár uttan so, at talan er um eitt av nevndu undantøkum í § 8, stk. 2 ella § 8, stk. 3.
Almenna tilboðið
Um persónur av serlækna í oyra-, nøs- og hálssjúkum er ávístur til viðgerð við hoyritólum, hevur borgarin tveir møguleikar. Tann eini møguleikin er at fáa hoyritól frá almennu hoyriklinikkini ella at søkja um tilskot til keyp av hoyritóli frá privatum veitara, sí meira um seinna møguleikan niðanfyri.
Um viðkomandi persónur velur hoyritól frá almennu Hoyriklinikkini, so er hoyritólið ókeypis. Viðkomandi má tá góðtaka bíðitíðina, sum er til almennu hoyriklinikkini.
Meginreglan fyri, hvat fyri hoyritól viðkomandi kann fáa, er bíligasta nøktandi hoyritólið. Tá ið tosað verður um bíligasta nøktandi hoyritólið, so skal henda meting gerast við atliti til tørv hjá viðkomandi persóni. Atlit eigur at vera tikið til, um talan er um børn, yngri persónar, eldri persónar ella persónar við tilknýti til arbeiðsmarknaðin o.l.
Veitingin fevnir umframt um hoyritól, eisini um kanningar og viðlíkahald/umvælingar av hoyritólum.
Hoyritól, veitt frá Hoyriklinikkini, eru at meta sum kropsborin hjálpitól, ið ikki kunnu endurnýtast, og tí verða hesi at meta sum ogn hjá viðkomandi persóni.
Børn og ung undir 18 ár kunnu ikki fáa tilskot til keyp av hoyritóli frá privatum veitara, men fáa viðgerð við hoyritólum frá almennu Hoyriklinikkini. Um niðursett hoyrn verður staðfest í ungum aldri, hevur tað avgerandi týdning fyri barnið ella tann unga, at bøtt verður um hoyritapið skjótast gjørligt. Hesin bólkur fær tí viðgerð við hoyritóli eftir tørvi uttan mun til møguliga bíðirøð.
Serlækni í oyra-, nøs- og hálssjúkum metir um, hvørt ávísir aðrir persónar hava tørv á bráðfeingis viðgerð við hoyritólum uttan mun til bíðirøð.
Hoyriklinikkin á Landssjúkrahúsinum hevur skyldu til at føra journal yvir hvønn einstakan brúkara, soleiðis at tað m.a. er greitt, nær brúkari seinast fekk eitt nýtt hoyritól. Eisini um brúkari eitt nú hevur fingið nýtt hoyritól eftir undantøkunum í § 8, stk. 2 ella stk. 3, so skal hetta skrásetast.
Eyka sett av hoyritólum
Sambært § 7 kann almenna hoyriklinikkin í heilt serligum førum veita persónum, ið als ikki kunnu vera hoyratól fyri uttan, eitt eyka hoyritól ella eitt eyka sett av hoyritólum, ið kunnu nýtast, tá ið hoyritólið er til umvælingar o.l. Her verður serliga hugsað um børn og ung umframt persónar, ið eru virknir á arbeiðsmarknaðinum.
Telesleingja o.o. útgerð
Stuðul til telesleingju og aðra útgerð í heiminum hjá brúkaranum ella á arbeiðsplássinum hjá viðkomandi verður umsitin av Hoyriklinikkini á Landssjúkrahúsinum sbrt. § 6.
Fyri búfólk við uppihaldi á stovni ella sambýli eru telesleingjur o.l. útgerð ikki at meta sum eitt persónligt hjálpartól, og tískil ikki fevnt av kunngerðini um hoyritól. Tílík útgerð er at meta sum standard útgerð, ið avvarðandi stovnur sjálvur eigur at avhalda útreiðslurnar av.
Um tað er avgerandi fyri, um persónur kann verða í starvi, so kann telesleingja setast upp á arbeiðsplássinum hjá viðkomandi.
Rakstrarútreiðslur av hoyritólum
Brúkarin rindar sjálvur fyri battarí og filtur.
Keyp av hoyritóli frá privatum veitara
Persónar, ið eru 18 ár ella eldri og lúka treytirnar í § 8 í kunngerðini og eru ávístir til viðgerð við hoyritóli av serlækna í oyra-, nøs- og hálssjúkum, kunnu sbrt. § 4 fáa tilskot frá Landssjúkrahúsinum til keyp av hoyritóli frá góðkendum privatum veitara. Tilskotið er ásett til 6.000 kr. fyri hvørt hoyritólið.
Tilskotið kann tó ikki verða hægri enn faktisku útreislurnar av veitingini, ið brúkarin av serlækna er ávístur til at fáa. í tilskotinum er íroknað hoyriroynd, hoyritól, tilpassing, tænastur (service) og garanti.
Tilskotið fevnir ikki um útreiðslur til battarí og filtur.
Persónar velja sjálvi, hvat hoyritól verður keypt frá privata veitaranum. Tey gjalda sjálvi fyri munin ímillum tilskotið og kostnaðin av hoyritólinum.
Hoyritól, sum persónur við tilskoti hevur keypt frá privatum veitara, er ogn hjá viðkomandi persóni.
Privatur veitari av hoyritólum skal innan viðgerð tryggja, at brúkarin hevur fingið játtað tilskot frá almennu Hoyriklinikkini. Henda regla er ásett í kunngerð, fyri at tryggja meginregluna um, at stuðul ikki kann veitast til eina útreiðslu, ið longu er hildin. Sjálvsagt er henda treyt ikki galdandi, um brúkari als ikki ynskir tilskot, men ætlar at gjalda fyri hoyritólið sjálvur.
Góðkenning av privatum veitara
Privatur veitari av hoyritólum skal góðkennast av Landslæknanum. Tað er DELTA Teknisk- Audiologisk Laboratorium, sum vegna Landslæknan góðkennir privatar veitarar av hoyritólum sambært reglunum í fylgiskjali l í kunngerðini. Privati veitarin hevur sjálvur skyldu til at fáa góðkenningina í lag og at rinda kostnaðin av góðkenningini. Privati veitarin skal eisini rinda kostnaðin av eftirliti hjá DELTA.
Ikki fevnt av kunngerð um hoyritól
Viðgerðir og útgerð fyri hoyribrek av ymiskum slag, ið fellur innan fyri virksemið hjá sjúkrahúsverkinum, eftir løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið, er ikki fevnt av kunngerðini um hoyritól.
Játtanarviðurskifti
Játtan til rakstur av Hoyriklinikkini á Landssjúkrahúsinum er flutt frá § 18. forsorg til vanligan rakstur hjá Landssjúkrahúsinum, og inntøkufíggjað virksemi verður niðurlagt.
Nýggj undirkonta til hoyritól verður stovnað undir høvuðskontuni “Vanlig forsorg”, og Landssjúkrahúsið fær ræðisrættin til hesa undirkontu. Í bóking av útreiðslunum skal endamálsútgreiningin verða brúkt soleiðis, at skilt verður ímillum útreiðslur til tilskot og útreiðslur til hoyritól veitt frá Hoyriklinikkini á Landssjúkrahúsinum.
Gildiskoma
Hetta rundskriv kemur í gildi 1. januar 2009.
Almannamálaráðið, 18. november 2008
Rósa Samuelsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)
1) Tikið av eftir áheitan, tann 28. august 2018, frá aðalstjóranum í almannamálaráðnum. Mál nr. 0600-008/18-1.