12. desember 2008Nr. 9001
Rundskriv um barnakonur, sum arbeiða í skiftandi vaktum
(Til stovnar hjá Landinum)
1. Tá ið 8 vikur eru eftir til føðing, kann arbeiðsgevarin umleggja vaktarskipanina soleiðis, at barnakona sleppur undan kvøldvaktum og náttarvaktum, heilt ella deilvíst.
2. Barnakona skal tá varðveita lønina, sum um vaktarskipanin varð ikki løgd um.
Fíggjarmálaráðið, 12. desember 2008
Jóannes Eidesgaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Snorri Fjalsbak