1. apríl 2013Nr. 9001
Rundskriv um fráfaringaraldur
§ 1. Fráfaringaraldurin hjá sáttmálasettum almennum starvsfólki verður framhaldandi sum høvuðsregla 70 ár.
§ 2. Tað áliggur almenna arbeiðsgevaranum at siga alment settum starvsfólki upp í so góðari tíð, at tey kunnu fara úr starvi við endan á tí manaði, tey fylla 70 ár.
§ 3. Arbeiðsgevarar kunnu tó velja at leingja setanina, eftir at starvsfólk hava fylt 70 ár. Tað verður gjørt við at seta starvsfólkið í eitt upp í tvey ára tíðaravmarkað starv.
§ 4. Leingjan eftir § 3 kann verða gjørd fleiri ferðir.
§ 5. Hetta rundskriv er ikki galdandi fyri tænastumenn.
§ 6. Rundskrivið um fráfaringaraldur dagfest tann 16. oktober 2007 fer við hesum úr gildi.
Fíggjarmálaráðið 1. apríl í 2013
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)