6. juli 2006Nr. 9000
Rundskriv um valdsnýtslu o.a. á samdøgursstovnum v.m. fyri børn og ung
(Til samdøgursstovnar v.m. fyri børn og ung)
§ 1. Leiðarin sær til, at barnið ella hin ungi, umframt tann, sum foreldramyndugleikan hevur, verða kunnað um reglurnar í kunngerð nr. 78 frá 4. juli 2006 um valdsnýtslu o.a. á samdøgursstovnum v.m. fyri børn og ung.
§ 2. Kunngerð nr. 78 frá 4. juli 2006 um valdsnýtslu o.a. á samdøgursstovnum v.m. fyri børn og ung, verður latin øllum starvsfólkum. Hvørt starvsfólk váttar skrivliga fyri leiðaranum, at tað hevur fingið kunngerðina.
Maria á Dul (sign.)
virkandi aðalstjóri
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)
1) Tikin av eftir áheitan, tann 15. februar 2021, frá aðalstjóranum í almannamálaráðnum. Mál nr. 21/01638.