Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Samferðslumálaráðið
  • Útgávudagur: 09-06-2017
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Løgtingslóg 94 frá 6. juni 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

6. juni 2017Nr. 94

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

(Hægri aldursmark fyri endurnýggjan av koyrikorti, kravd eftirútbúgving og broyttar frádømingarreglur fyri koyrilærarar og dagføring av sektarupphæddum)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1

Í løgtingslóg um ferðslu sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 12. mai 2015, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.    Í § 18, stk. 2, nr. 2 verða orðini “og oyru” strikað.

 

2.    Í § 18 b, stk. 1, 1. pkt. verður ”70 ár” broytt til: ”75 ár”.

 

3.    Í § 18 b, stk. 1 verður 2. pkt. strikað.

 

4.    Í § 18 b, stk. 3, 1. pkt. verður “70 ár” broytt til: “73 ár”.

 

5.    Í § 18 c, stk. 2 verður 3. pkt. strikað.

 

6.    § 19 a verður orðað soleiðis:

§ 19 a. Góðkendur sum koyrilærari kann persónur verða, sum

1)    hevur fylt 24 ár,

2)    hevur ognað sær koyrirætt,

3)    í teimum seinastu tveimum árunum, ikki hevur verið frádømdur koyrirættin ella fingið koyrirættin afturtiknan fyrisitingarliga,

4)    hevur framt eina námsfrøðiliga undirvísingargongd, sum er góðkend at geva atgongd til koyrilæraraútbúgvingina,

5)    hevur framt eina góðkenda koyrilæraraútbúgving,

6)    hevur staðið eina roynd fyri koyrilærarar, og

7)    ikki hevur verið uppi í máli, ið kemur undir § 78, stk. 2 í revsilógini.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann seta reglur um, hvørjar koyrikortbólkar, ið koyrirættur skal vera ognaður til fyri at fáa góðkenning sum koyrilærari.

Stk. 3. Góðkenningin er galdandi í 5 ár, tó í mesta lagi so leingi, sum tann, sum varðir, hevur koyrikort. Góðkenningin kann verða endurnýggjað, um handhavin enn lýkur treytina í stk. 1, nr. 7, í teimum seinastu tveimum árunum ikki hevur verið frádømdur koyrirættin treytaleyst ella fingið koyrirættin afturtiknan fyrisitingarliga og sannar í umlidna tíðarskeiðinum at hava framt kravda eftirútbúgving.

Stk. 4. Hevur handhavi av eini koyrilæraragóðkenning í teimum seinastu tveimum árunum framman undan tíðarskeiðinum fyri endurnýggjanini, sbr. stk. 3, verið frádømdur koyrirættin treytað, verður koyrilæraragóðkenningin endurnýggjað, treytað av, at eftiransandi koyriroynd er staðin, og at aðrar treytir, ið eru ásettar í sambandi við frádømingina, verða hildnar.

Stk. 5. Eru treytirnar í stk. 3 fyri endurnýggjan av góðkenningini ikki loknar, skal handhavin standa eina nýggja koyrilærararoynd fyri at fáa góðkenning.

Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann seta reglur um koyrilæraraútbúgvingina, um royndina, um at lata góðkenning, um yrki koyrilæraranna og um kravda eftirútbúgving sum treyt fyri endurnýggjan av góðkenningini sum koyrilærari. Landsstýrismaðurin kann harafturat seta reglur um undantak, frá teimum ásetingum um endurnýggjan av koyrilæraragóðkenningini, sum er ásett sambært 1. pkt.”

 

7.    Aftan á § 19 a verður sett:

§ 19 b. Tann, ið við dómi verður dømdur sekur í grovum ella endurtiknum brotum av reglum um útinnan av yrki sum koyrilærari, kann við dóminum verða frádømdur rættin, at útinna yrki sum koyrilærari fyri eitt nærri ásett tíðarskeið, sum í minsta lagi er 1 ár ella fyri alla tíð.

Stk. 2. Er rætturin at útinna yrki sum koyrilærari frádømdur fyri longri tíð enn 2 ár eftir stk. 1, kann spurningurin um at fáa rættin aftur, áðrenn frádømingartíðin er úti, verða lagdur fyri dómstólarnar. Framløgan fer fram eftir reglunum í § 78, stk. 3 í revsilógini og kann í fyrsta lagi vera, tá ið 2 ár eru liðin av frádømingartíðini. Rætturin kann bara fáast aftur, tá ið heilt serstakar umstøður gera seg galdandi. Hevur rætturin til at útinna yrki sum koyrilærari áður verið frádømdur viðkomandi, kann afturveitan av koyrirættinum, áðrenn frádømingartíðin er útliðin, bara henda sum undantak, og framløgan kann í fyrsta lagi fara fram, tá ið 5 ár eru liðin av frádømingartíðini.

Stk. 3. Í málum, nevnd í stk. 1, kann rætturin við úrskurði avgera, at viðkomandi, meðan málið er fyri, ikki kann útinna yrki sum koyrilærari. Í úrskurðinum kann verða avgjørt, at kæra ikki fær steðgandi virknað. Verður fríkennandi dómur sagdur í málinum um frádøming av rættindunum, fellur forboðið burtur, sjálvt um dómurin verður kærdur.

Stk. 4. Tann, ið hevur fingið frádømt rættin at útinna yrki sum koyrilærari, skal lata Akstovuni koyrikortið. Tann, sum, meðan málið er fyri, ikki kann útinna yrki sum koyrilærari, sbr. stk. 3, skal lata løgregluni koyrikortið og í staðin fáa eitt fyribils koyrikort uttan koyrilæraragóðkenning.

Stk. 5. Hevur rætturin at útinna yrki sum koyrilærari verið frádømdur sbr. stk. 1, kann góðkenning sum koyrilærari bara fáast aftur, treytað av, at viðkomandi stendur eina nýggja koyrilærararoynd, lýkur treytirnar í § 19 a, stk. 1, nr. 3 og ikki eftir frádømingina er dømdur fyri eitt mál, ið kemur undir § 78, stk. 2 í revsilógini.

 

8.    Í § 31 c, stk. 1, nr. 1, litra d verður “ótreytaða” broytt til: “treytaleysa”.

 

9.    Í § 58 a, stk. 1, nr. 1 verður  “§ 19 a, stk. 1” broytt til: “§ 19 b, stk. 4”.

 

10.  Í § 58 a verður stk. 9 orðað soleiðis:

Stk. 9. Sektir fyri brot á hesa lóg og fyri brot á reglur, givnar sambært lógini, verða ásettar til 700 kr. ella hægri. Sektir til persónar, sum eru til gongu og førarar av súkklu, hestaakfari ella á hestbaki, verða ásettar til 500 kr. ella hægri. Sektir fyri  persónar við serliga lágari inntøku, verða ásettar til 300 kr. ella hægri.”

 

11.  Í § 58 a verður stk. 10 strikað.

Stk. 11-13 verða eftir hetta stk. 10-12.

 

12.  Í § 58 a, stk. 13, sum verður stk. 12, verður “11 og 12” broytt til: “10 og 11”.

 

13.  Í § 58 g, stk. 1 verður aftan á “§ 59 a, stk. 2, nr. 4,” sett: “, 5, 1. pkt.,”

 

14.  Í § 59 a, stk. 1, nr. 6 verður “,2. pkt.,” í § 15, stk. 1, 2. pkt., strikað.

 

15.  Í § 64 k, stk. 1, nr. 7 verður “70 ár” broytt til: “75 ár”.

§ 2

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, sbr. tó stk. 2.

Stk. 2. Fyri koyrilærarar, sum hava eina galdandi góðkenning, tá ið lógin kemur í gildi, verða ásetingarnar í § 19 a, stk. 3, sum orðaðar í § 1, nr. 6 í hesi lóg, nýttar fyri umsóknir um endurnýggjan av koyrilæraragóðkenning, latnar inn 1. oktober 2017 ella seinni. Inntil tá verður higartil galdandi áseting í § 19 a, stk. 5, nýtt.

Stk. 3. Hóast ásetingina í § 64 k, stk. 1, nr. 7, sum orðað í § 1, nr. 15 í hesi lóg, er gjaldið kr. 150 fyri endurnýggjan av koyrikorti uttan læknaváttan hjá umsøkjarum, sum hava fylt 70 ár, men ikki 75 ár til og við 31. mai 2022.

 

 

Í Tinganesi, 6. juni 2017

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

 

Lm. nr. 104/2016